Eru kvinnur minni musikalskar enn menn?

Í framhaldi av kjakinum um manglandi kvinnuumboðan á festivalum í Føroyum og aðrastaðni eru nógvar røddir, sum spyrja, hví tað yvirhøvur skal vera nakar trupulleiki. Hví søran skal alt gerast til ein spurning um kyn? Er tað ikki bara góðan tónleik, tað skal snúgva seg um?  At síggja til fær ynskið um fleiri kvinnuligar tónleikarar á palli ikki serliga góða undirtøku, opinberiliga hvørki millum menn ella kvinnur. Sum kvinna er tað eitt sindur ‘forstemmandi’ at síggja allar tær neiligu viðmerkingarnar á sosialu miðlunum, sum regna oman yvir tey, sum hava dittað sær at gjørt vart við manglandi kvinnuumboðanina. Tað er so eitt. Men tann mest áhugaverdi spurningurin er, hví kvinnur ikki eru serliga saknaðar á palli. Man tað vera, tí at fólk halda, at kvinnur eru minni dugnaligar ella minni musikalskar enn menn? Og eru tær nú tað? Kann tað vera, at tað er nakað um tað?

Nógv føra fram, at tað bara er tað reina grenj at gera vart við, at kvinnuligir tónleikarar ofta eru undirumboðaðar á tónleikapallunum. Tær kunnu bara taka seg saman og gera meira fyri at duga betri at spæla, um tað er so umráðandi fyri tær. So skulu tær nokk koma fram. Kanska eru tær bara ikki líka dugnaligar sum menn? Kanska gera tær bara ikki líka góðan tónleik, hvør veit? Kanska er tað einki løgið í, at kvinnur ikki eru so væl umboðaðar á festivalum og á øðrum tónleikapallum? Ella hvat?

Eitt, sum provokerar fólk, er, at tey halda, at tað, sum kvinnuligir tónleikarar, javnstøðunevndin (og so hesir ótolandi grenjutu feministarnir) biðja um og vilja hava, er, at fyriskiparar av tónleikatiltøkum skulu leggja størri dent á kyn enn á dugnaskap hjá tónleikarunum. Ein orðaði seg soleiðis á facebook:

“Sikken nakað tvætl. Skal tað virkuliga vera soleiðis, at tað SKULU vera bæði kyn umboðaði allastaðni og til alt? So haldi eg, at onki fiskiskip skal sleppa at loysa frá kai, uttan at minst helvtin eru konufólk, ongi hús skulu byggjast, uttan at minst helvtin eru konufólk, ongir dagstovnar skulu hava opið uttan at minst helvtin eru mannfólk, eg kundi blivi við.. Nei, demokrati og evnir. Um annað kynið er betri til okkurt enn hitt, so velur mann tað. Gevur onga meining at fáa javnstøðu inn allastaðni, um tað gongur útyvir góðskuna, galdandi báðar vegir.”

Ein kvinna orðaði seg soleiðis:

“Åh dett h***** grenj altíð um javnstøðu. Man skammast av, at kalla seg kvinna, bara pga. javnstøðutvætlinum. Fyri at fara á ein tónleikafestival, skal mær helst dáma tónleikin. Annars síggi eg onga grund at fara á tónleikafestival. Hvat kyn spælir í hvørjum bólki, kundi eg ikki lagt minni í.”

Men er tað fullkomin javnvág, sum biðið verður um? Nei, eingin sigur at tað SKAL vera 50/50 kynsumboðan á øllum økjum í samfelagnum – heldur ikki tá tað kemur til tónleik. Sjálvsagt eiga tey, sum duga best, at sleppa framat, líkamikið hvat kyn tey hava.

Eru kvinnur veruliga útihýstar vegna sítt kyn?

Men hvat er so orsøkin til, at kvinnur eru so illa umboðaðar í mun til menn, tá tað kemur til tónleikatiltøk? ER tað kanska veruilga tí, at tær ikki eru líka dugnaligar sum teirra mannligu starvsbrøður á tónleikapallinum? Tað er sjálvsagt loyvt at seta tann spurningin.

Sum onkur segði:

“Tað er ikki vánaligt av nøkrum parti – heldur ikki kvinnunum sjálvum, sum í frælsis navni kjósa aðrar raðfestingar enn at gerast tónleikarar. Nú kann staðfestast, at kvinnur hava fingið øll rættindini, sum tær skulu hava. Næst á skrá skuldi verið at avtikið “javnstøðunevndina”, áðrenn vit missa samkenslu og virðing fyri kvinnustríðnum, sum nú er, tykist at verða vorðið kvinnugremj. Skulu kvinnur trína upp á pall, mugu tær sjálvar ganga ta longu tónleikaleið. Dygdarvøra má og skal verða raðfest fram um kyn. Tað er eingin loysn, at áhaldandi dálka almenna rúmið við slíkum møsni. Tað er so møtimikið, at verulig tíðindir verða skúgvað til viks orsaka av slíkum.”

Men eru ikki kvinnur, sum nettupp hava gjørt tað? Altso: hava gingið longu leiðina fyri at gera seg so dugnaligar sum gjørligt innan tónleik? Jú, tær eru eftirhondini ikki so fáar. Tá ein veit, at tað finnast frálíkir tónleikarar, sum tilvildarliga eru kvinnur, er tað tá so løgið, at spurnartekin verður sett við, hví onkrar av hesum dugnaligu tónleikarunum ikki verða valdar út av fyriskiparum til at spæla á tónleikatiltøkum?  Er tað ikki eitt sindur løgið, at EINGIN av teimum eru umboðaðar á einum heilum festivali?  Einki av kynunum eigur væl at verða útihýst, tá tað finnast dugnalig fólk av báðum kynum. Ella hvussu?

Onkur heldur, at hesin munur fellir so nógv í eyguni, at kvinnurnar mugu vera frávaldar vegna sítt kyn. Onkur annar heldur tað bara er tilvildarligt, at bara menn blivu valdir hesaferð. Onkur triðji heldur, at kvinnur hava sjálvar skyldina. Tær kundu bara verið betri til sítt fak og hildið seg meira framat.

Líkamikið hvør orsøkin er, so er løgið, at tað er so konsekvent – ikki bara í Føroyum, men eisini í londunum kring okkum, at kvinnur eru undirumboðaðar á tónleikapallinum í mun til menn.

Kvinnur minni viðurkendar sum tónleikarar enn menn

Tað er ein sera áhugaverdur spurningur, hví so er.  Skulu kvinnur bara “taka seg saman” til at gerast betri tónleikarar, tí so verða tær automatiskt meira væl umtóktar? Er tað veruliga so einfalt?

Helst er tað ein væl meira samansettur og nuanseraður spurningur enn sum so – eins og tað aloftast er. Tað er so nógv, sum kann ávirka og vera orsøk til verandi støðu. Vit eru øll ávirkað av samfelagnum, av søguni undan okkum og av tíðini, vit liva í beint nú. Eingin livir einsamallur í heiminum í einum vakuum, so tann mátin, vit bera okkum at uppá, er aloftast úrslit av ávirkan av nógvum ymiskum faktorum.

Ella kann talan veruliga bara vera um , at tað heilt einfalt er ein biologiskur munur millum kvinnur og menn, sum ger, at fleiri menn spæla tónleik enn kvinnur, og at teir duga betri enn kvinnur? Eru teir í grundini meira musikalskir enn kvinnurnar? Hvat sigur granskingin um tað? Tað vendi eg aftur til.

Fer ein at kanna tað nærri, so hava kvinnur veruliga – eins og ein rúgva av gransking á økinum vísir – frá eldri tíð havt væl størri avbjóðingar enn menn við at gera seg galdandi á tónleikapallinum. Hvussu nógvar klassiskar komponistar av kvennkyni kennir tú til dømis? Helst nógv færri enn klassiskar komponistar av kallkyni – um nakra yvirhøvur, ha? Tað er ikki tí, at tær ikki finnast. Í veruleikanum finst ein rúgva, men tað hevur ongantíð verið varpað ljós á tær í sama mun sum á menn. Tað er ikki tí, tær duga verri enn menn. Lurta bara her. Her eru nøkur dømi um undirmettar kvinnuligar klassiskar komponistar:

Hóast vit halda okkum vera komin sera langt á javnstøðuleið, gevur tað afturljóð heilt fram til dagin í dag, at kvinnur søguliga sæð hava havt so torført við at gerast viðurkendar, hóast tær einki lógu aftanfyri menninar í musikaliteti og kreativiteti. Manglandi viðurkenningin av kvinnuligum tónleikarum í heila tikið gjøgnum so langa tíð setur síni spor á sjálvsfatanina hjá nógvum kvinnum. Og hetta ger seg galdandi enn í dag í so mikið stóran mun, at nógv færri kvinnur enn menn tora at satsa upp at velja tónleik sum sína yrkisleið.

Um ein er áhugaður í at vita, hvørjar forðingar kvinnur í tónleiki uppliva í mun til menn í dag, so er her ein serstakliga áhugaverdur video, sum avgjørt kann viðmælast at hyggja at. Video snýr seg júst um hetta – hvørjar serligar avbjóðingar kvinnuligir tónleikarar hava, undirbygt við spennandi samrøðum, tilvísingum til merkisverda gransking um kynsmunir í tónleiki og við sigandi hagtølum, sum vísa munin millum kynini. Hetta er eitt “eygaupplatandi” video, avgjørt er vert at síggja, sum nevnt:

 

Tónleikaverðin, ein mannfólkaverð

Sambært granskingini, ið verturin vísir til, og sambært samrøðunum, verturin hevur við ymiskar kvinnuligar tónleikarar og tónleikaframleiðarar, so hevur mismunurin nógvar ymiskar orsøkir.

Tað hevur nakað við hugburðin í samfelagnum at gera, sum hevur sín uppruna í søguni, eins og nevnt omanfyri, og sum aftur ávirkar sjálvsfatanina hjá kynunum. Tað hevur nakað við uppaling at gera og við skúlar og tónleikaútbúgvingar at gera. Og tað hevur nakað við manglandi fyrimyndir at gera, við siðbundnar kynsleiklutir og við… tori næstan ikki at nevna orðið… sexismu at gera, millum mangt annað.

Hugsa bara um hetta fyribrigdið, sum nógv kanska kenna seg aftur í: Tá fólk hyggja at einum tónleikara, sum er kvinna, síggja tey eina kvinnu fyrst og fremst, meðan tá tey hyggja at tónleikarum, sum eru menn, hugsa tey ikki um kynið, men síggja bara… tónleikarar. ØLL leggja merki til tað, um tað bara eru kvinnur í einum bólki – ella bara at ein kvinna spælir t.d. bass ella trummur, meðan eingin hugsar um kynið, tá menn spæla. Tí kallkynið er “default” kynið í tónleikaverðini.

Sum verturin í videonum omanfyri sigur:

“You’ve probably spent most of your life only really seeing male producers, male engineers, male music writers. And if you saw a female on MTV she almost certainly had a male producer producing music for her. And maybe every now and then you would turn on PBS, and you would see a virtuoso female violinist sight reading music written by a man being conducted by a male conductor.”….  “I just think that a lot of us men, when we see a woman producing music, we don’t see ourselves. We see a woman trying to do something that we do.”

(Týtt til føroyskt: Tú hevur uttan iva upplivað mesta av tinum lívi bara veruliga at síggja mannligar framleiðarar, mannligar ljóðtøkningar, mannligar tónleikaútsetarar. Og um tú sást eina kvinnu á MTV var næstan púra vist, at hon hevði ein mannligan framleiðara, sum framleiddi tónleik fyri hana. Og kanska tendraði tú av og á fyri sjónvarpsrásini PBS, har tú sást ein virtuosan kvinnuligan violinspælara spæla og lesa nótar til tónleik, skrivaðan av einum manni, stjórnað av einum mannligum orkesturleiðara” … ” Eg haldi bara, at flestir av okkum monnum, tá vit síggja eina kvinnu framleiða tónleik, síggja vit ikki okkum sjálvar. Vit síggja eina kvinnu, sum roynir at gera tað, sum vit gera.”)

Tað er rætt og slætt ein sannroynd, at tónleikaverðin fyrst og fremst er ein mannfólkaverð. Av tí at kvinnur hava verið – og enn eru – fámentari enn menn í tónleikaverðini, og tí minni sjónligar sum tónleikarar, hava nógv fólk – bæði kvinnur og menn – ein ávísan skepsis yvirfyri evnunum hjá kvinnum sum tónleikarar. Meira skepsis enn tey hava yvirfyri evnunum hjá monnum sum tónleikarar. Ikki av óndum vilja, men bara av gomlum vana – og uttan iva ótilvitað. Kvinnuligir tónleikarar hava sjálvar henda fordómin… um seg sjálvar.

Hetta ger seg serliga galdandi, tá talan er um rytmiskan tónleik, har menn næstan hava verið einaráðandi í langa tíð, í øllum førum tá tað kemur til at vera instrumentalistar og til at framleiða, ljóðblanda og mastra tónleik, meðan kvinnur hava mest hildið seg til at syngja.

Kvinnuligir tónleikarar hava altíð livað í einari verð, har tað hevur verið ein sjálvfylgja, at menn eru teir betru serfrøðingarnir, tá tað kemur til tónleik. Tær eru so vanar við at fáa at vita – beinleiðis ella óbeinleiðis – at hatta klára menninir helst betri enn tær. Og trúgva tí kanska eisini sjálvar, at tær helst ikki duga – ella kunnu duga líka væl, tí menninir eru sanniliga ofta stak dugnaligir. Eingin ivi er um tað. Ikki minst tí, at menninir sjálvir eru sannførdir um tað sama. Tónleikaverðin ER tískil veruliga í størstan mun ein mannfólkaverð.

Meira maskulint enn feminint at duga væl at spæla

Dreingir hava frá barnsbeini fleiri mannligar fyrimyndir, sum geva teimum íblástur til sjálvir at kasta seg yvir tónleik – ofta saman við øðrum dreingjum, tí dreingjum dáma ofta betri enn gentur at gera okkurt saman, heldur enn at práta saman. Meðan at práta ofta er nóg nøktandi fyri gentur, sum tí ikki verða eggjaðar í líka stóran mun til at gera annað enn bara at práta saman.

Dreingir, sum vísa stóran dugnaskap, tá tað kemur til at duga væl at spæla eitt ljóðføri, heysta nógva viðurkenning  frá hvørjum øðrum  – og frá kvinnuligum fjepparum eisini. Teir hava kanska eisini meira kappingarlyndi, enn nógvar gentur hava. Tað eggjar teimum til at gera meira við tað. “Øvelse gør mester”, sum danir siga, so teir menna tí kanska frá heilt ungum árum meira áræði og eitt størri sjálvsálit um, at hatta klára teir, um bara teir venja nóg nógv – umframt at teir tykjast at hava størri treiskni til at venja enn nógvar kvinnur hava, kanska júst tí teir fáa meira viðurkenning fyri at vera dugnaligir á økinum og tí eitt ella annað stað trúgva meira uppá egin evni. Ein jaligur snyril, ber til at siga.

Eitt ‘bias’, sum bæði kyn tykjast at líða av, er, at tað verður sæð sum meira maskulint – og ikki serliga feminint at vera ein frálíkur instrumentalistur – t.d. á gittara, bassi ella trummum – aftur her helst av søguligum ávum. Sambært videonum omanfyri fáa kvinnur, sum eru dugnaligir instrumentalistar og/ella dugnaligir komponistar, tí ikki líka nógva viðurkenning fyri sín dugnaskap. Tær eru ikki nóg “kvinnuligar”, opinberiliga. Harumframt verða tær ofta illtonktar fyri ikki at duga so væl í veruleikanum, men at tær helst “snýta” onkursvegna, t.d.  at tað mestur man standa ein maður aftanfyri, sum hevur “hjálpt” til (sí video omanfyri um júst tað fyribrigdi).

Nógv ganga rætt og slætt bara automatiskt út frá, at mannligir tónleikarar duga sítt fak – og seta ikki spurnatekin við tað, meðan kvinnur hava avbjóðingar við at verða fataðar sum kompetentir tónleikarar, samanborið við menn. Ikki minst søguliga. Har er nógv bias – bæði hjá monnum og kvinnum, har fólk ofta pr. automatikk hyggja við meira skeptiskum og kritiskum eygum at kvinnuligum tónleikarum enn at mannligum tónleikarum.

Tað ber til at staðfesta hetta ‘bias’ið’ við at lesa ummæli av kvinnuligum tónleikarum t.d. í donskum bløðum. Verða tær róstar, er tað ikki so nógv fyri at hava verið dugnaligar komponistar ella instrumentalistar, men ofta nógv meira fyri, hvussu tær síggja út, og hvat tær eru í. Harumframt verða tær ofta nógv samanbornar við aðrar kvinnuligar tónleikarar – t.d. um tær duga verri ella betri at syngja enn aðrar – meira enn hvat mannligir tónleikarar vera  samanbornir við aðrar mannligar tónleikarar í ummælum.

Seta ikki sama spurnartekin við dugnaskapin hjá monnum

Sami skepsis um førleikarnar hjá kvinnum sum tónleikarar er ofta internaliseraður hjá kvinnum, sum m.a. førir við sær, at nógvar kvinnur ofta gerast sera sjálvkritiskar, sjálvsensurerandi og hava tí ilt við at halda seg framat í mun til teir meira sjálvsvissu menninir.

Tað finnast sjálvsagt undantøk, har kvinnur treiskar seta uppá at gera seg galdandi sum tónleikarar, men tað er ofta “upp á trods”. Tær – tíverri ov fáu – kvinnur, sum vilja herja á og gera seg galdandi sum góðir instrumentalistar, komponistar, tónleikaútsetarar ella góðir tónleikaframleiðarar, fáa ofta eitt heilt annað afturljóð frá øðrum (serliga frá monnum), enn menn ditto fáa. Fólk hava rætt og slætt ikki líka stórt álit á, at tær veruliga hava so góðar førleikar – í øllum førum ikki líka stórt álit, sum tey hava á førleikarnar hjá mannligum tónleikarum og tónleikaframleiðarum.

Tað er einki løgið í tí, tá vit nú einaferð síggja so nógv fleiri dugnaligar og meira royndar mannligar tónleikarar á palli, enn vit síggja kvinnur. Gransking og hagtøl vísa, at kvinnuligir tónleikarar av tí sama ofta renna seg í størri forðingar enn menn – t.d. tá tað kemur til at fáa atgongd til størri pallar við størri áhoyrarafjøldum, og at fáa verk síni viðurkend og spæld í miðlum, sum aftur førir til undirumboðan á størri tónleikatiltøkum. Trupulleikin bítur seg sjálvan í halan.

Ætlanin ikki at seta kvinnur og menn upp móti hvørjum øðrum

Nú er ætlanin við hesum bloggposti ikki at seta mannligar og kvinnuligar tónleikarar upp móti hvørjum øðrum. Tvørturímóti. Tað er ein sannroynd, at nógvir mannligir tónleikarar eru sera stuðlandi og til eina og hvørja tíð eru klárir at samstarva við kvinnuligum tónleikarum. Og hetta seta kvinnuligir tónleikarar sera stóran prís uppá. Men “eingin kennir mein í annan mans bein”, sum føroyska orðatakið sigur, so tað kann vera torført hjá mannligum tónleikarum kortini at síggja tónleikaverðina frá einum kvinnuligum sjónarhorni. Nógvir halda t.d., at kvinnur bara kunnu gera akkurát sum teir, so skulu tær nokk gerast meira viðurkendar. Men tað er lættari sagt enn gjørt, nú verðin einaferð er, sum hon er.

Sambært samrøðunum í videonum omanfyri skortar ikki uppá góð ráð frá monnum til kvinnuligar instrumentalistar t.d. Hetta er uttan iva meint sum hjálp – og er væl meint. Men ofta eru menninir blindir fyri, hvat hetta ger við kvinnurnar – at tað í roynd og veru kanska ikki hjálpir upp á støðuna. Heldur hin vegin fær tað kvinnurnar til bara at kenna seg enn meira undirlegnar, at menninir halda, at tær hava brúk fyri “hjálp”. Tað, sum kvinnurnar hava mest brúk fyri, er viðurkenning fyrst og fremst fyri tað, sum tær vilja – og sum tær í roynd og veru duga. Og tað er ofta meira, enn onnur kanska halda.

Kanska er tað torført sum mannfólk at seta seg inn í, hvussu avbjóðandi tað kann kennast fyri eina kvinnu at navigera sum tónleikari í eini tónleikaverð, har menn í so stóran mun eru í meiriluta, og sum tí er so merkt av mannligum fortreytum, hóast menninir sjálvir hava ilt við at síggja tað so, tí fyri teir kennist tað heilt náttúrligt.

Nógvar kvinnur velja bara at geva seg yvir og lata mennirnar stýra, tí tað duga teir jú so væl – og vilja so fegnir. Tað er kanska ov møtimikið at fáa sítt ígjøgnum ella fáa teir til at skilja perspektivið hjá einum, tá teir eru so dugnaligir og eisini hava meiningar og eru so vísir í sínari søk um, hvussu tingini skulu gerast. Tá er kanska tað lættasta fyri summar kvinnur bara at velja teir meira siðbundnu kvinnuleiklutirnir, so sum at syngja, har tær kanska kunnu vænta at fáa eitt sindur meira viðurkenning, tí har ‘hótta’ tær ikki serfrøðina hjá monnunum og merkja tí minni ‘mótstøðu’ ella kapping frá teirra síðu. Ella tær velja triðja møguleikan: Tær geva bara heilt upp í máttloysi og manglandi tiltrúgv til seg sjálvar.

Eingin biologiskur munur, tá tað kemur til musikalitet

Tað áhugaverda er, at tá ein tekur kynið burtur úr roknistykkinum, og onkursvegna sleppur uttan um kynsbias’ið, so kemur javnstøðan mestsum av sær sjálvari. Innan klassiska heimin t.d. er kynsjavnvágin nógv batnað, eftir at orkesturleiðarar nógva staðni kring heimin hava valt at hava “blind auditions”, har tey, sum skulu velja tónleikarar út til orkestrini, ikki síggja, hvat kyn tey, sum søkja um at sleppa at spæla við í orkestrunum, hava, men skulu bara lurta eftir viðkomandi tónleikarum spæla aftanfyri eitt teppi. Tað er rættiliga sigandi, at tey á henda hátt “koma til” at velja nógv fleiri kvinnuligar tónleikarar, enn tey annars høvdu gjørt.

Gransking vísir (sum nevnt í videonum omanfyri), at eingin biologiskur munur er á gentum og dreingjum, tá tað kemur til samanbering av musikalitet hjá kynunum. Tvørturímóti sær út til, at gentur ofta eru frammanfyri dreingir í so máta frá barnsbeini. Men av onkrari orsøk missa genturnar dirvið og áræðið av teimum forðingum, tær onkursvegna møta á leiðini til vaksnamannatilveruna. Hugsandi má setast inn rættiliga tíðliga, har gentur verða eggjaðar í minst líka stóran mun sum dreingir og hildnar fastar í at spæla tónleik, uttan at tær skulu váða at missa nakað við tað – so sum t.d. at verða hildnar at vera minni femininar.

Tað hevði verið so fantastiska gevandi fyri allar partar, um so var, at kynið als ongan leiklut spældi í tónleikaverðini. Men so leingi dugnaligir tónleikarar, sum tilvildarliga eru av kvennkyni, ikki verða virdar líka høgt og ikki sleppa líka lætt framat møguleikum sum teir tónleikarar, ið tilvildarliga eru av kallkyni, so hava vit ein trupulleika.

Gransking er longu gjørd, sum vísir, at kvinnur møta størri forðingum og fordómum enn menn, tá tær vilja gera seg galdandi sum tónleikarar, og at tær skulu stríðast meira fyri at verða hoyrdar. Viðurkenna vit ikki, at kvinnur møta størri forðingum enn menn sum tónleikarar, ja, so broytist einki.  Skal broyting koma í, er neyðugt at viðurkenna, at har er ein trupulleiki. Annars ber ikki til at finna út av, hvussu trupulleikin kann loysast. Fyrsta stigið fram ímóti at finna loysnina er at gerast tilvitandi um, hvør orsøkin er til, at tað er so lutfalsliga stórur munur á kvinnum og monnum í tónleikaverðini, tá vit vita, at kynini hava nøkurlunda sama musikalska útgangsstøði frá barnsbeini. Hvar er tað, at tað gongur galið? Og hví? Og kann nakað gerast fyri at rætta skeivleikarnar? Hvat kundi tað verið t.d.? Hetta mugu vit finna út av, so gávuríkar musikalskar kvinnur kunnu sleppa at blóma sum tónleikarar, sum tær hava uppiborið líka so væl sum menn.

Vilt tú vita meira um, hví so fáar kvinnur eru í tónleikabransjuni í mun til menn, so finst nógv gransking og hagtøl, sum lýsa og greina økið. Her eru nøkur viðkomandi leinki til danskar frágreiðingar og greinir um problematikkin:

Vísindaligar frágreiðingar:

Greinir:

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/07/12/eru-kvinnur-minni-musikalskar-enn-menn/