Kann hægri skattur tryggja fleiri og bíligari bústaðir?

Eftir Elina Brimheim Heinesen

Latið okkum tosa um eitt evni, ið nógv træta ofta stendst av á politiska vígvøllinum, nevniliga: skatting. Serliga tá tosað verður um ognarskatt og at áleggja teim vælhavandi í samfelagnum meira skatt. Er tað til fyrimuns ella til vansa fyri samfelagið? Í hesi greinini fari eg at verja sjónarmiðið, at verður meira skattur kravdur inn frá teim vælhavandi, so sum ognarskattur. er hetta til fyrimuns – ikki bara fyri alt samfelagið, men ikki minst fyri bústaðarmarknaðin.

Tey, sum taka undir við, at landsins myndugleikar skulu áleggja teim vælhavandi at rinda hægri skatt, verða ofta ákærd fyri at vera kommunistar, tí sambært ákærarum teirra hevur hægri skattur jú bara við sær, at almenna fyrisitingin bólgnar upp, og at øll enda við at verða trælkað undir einum harðræðisligum krakkaveldi, sum tekur frælsið frá tí einstaka. Summi eru eisini hørm um, at teirra hart vunnu skattapengar verða brúktir til at fíggja eina – eftir teirra tykki – alt ov stóra, ineffektiva og ódugnaliga almenna fyrisiting, merkta av vina- og kenningapolitikki. Tað er spill av pengum, halda tey. Men nýtist tað nú at vera so?

Skulu vælhavandi hava rætt til at rinda lutfalsliga minni í skatti enn vanlig fólk?

Kann tað hugsast, at skatting kann vera eitt munadygt amboð til at verja tað, sum tú og onnur vanlig fólk eiga, soleiðis at alt ikki endar í hondunum á einum lítlum ríkum úrvalsliði? Nógv bendir á, at hægri skatting av teim múgvandi kann vera við til at tryggja, at munurin millum høg og lág ikki verður ov stórur, og at tað beinleiðis kann forða fyri, at tey vælhavandi seta seg á mestsum øll virði í samfelagnum, meðan restin stendur í skuld og klárar kanska bara so dánt at gjalda hvørjum sítt frá mánaðarløn til mánaðarløn.

Lat meg undirstrika, at tá ið eg tosi um hægri skatt her, so meini eg sjálvsagt ikki, at vanligar familjur skulu rinda meira í skatti. Tvørturímóti. Eg meini heldur ikki, at háløntir fakbólkar so sum advokatar ella bankafólk endiliga skulu skattast meira enn nú. Nei, eg tosi um tey ovurríku – so sum tey, ið eiga so mikið, at tey hava ráð til at spekulera í at keypa upp fleiri ognir at leiga út til onnur fyri okursprís. Tí hví skulu tey, sum hava best ráð, gjalda lutfalsliga nógv minni í skatti enn tú og eg, sum so dánt klára at halda hungrinum frá durunum?

Endamálið við at leggja størri skattabyrðu yvir á tey ovurríku er at lækka tín skatt! Tað snýr seg ikki um at økja um almennu fyrisitingina. Tað snýr seg heldur ikki um at vera øvundsjúkur inn á fólk, sum hava klárað seg væl, og øvunda teimum teirra ríkidømi. Nei, tað snýr seg um rættvísi fyri hartarbeiðandi vanlig fólk. Tað snýr seg um at venda gongdini, so tað, ið vanligar familjur eiga, ikki í alt størri mun endar í hondunum á teim ovurríku, sum frammanundan hava meira enn nóg mikið og ikki hava fyri neyðini at eiga allar hesar ognir, meira enn tú og eg og onnur minni múgvandi hava.

Við at skatta tey vælhavandi meira, kann tín skattur lækkast, so teir pengarnir, sum tey vælhavandi, kanska við snildari spekulatión, hava fingið upp úr lummanum hjá tær og øðrum vanligum fólki – m.a. við ikki at gjalda sín rímiliga part av skattinum og við at trýsta prísir upp – kunnu flytast yvir aftur í tykkara lumma.

Lægri skatting av lág- og miðalløntum gevur teimum størri keypsorku

Í løtuni tyngir okkara skattaskipan tað hartarbeiðandi vanliga fólkið, meðan tey ovurríku sleppa ofta heilt undan at rinda skatt – ella rinda lutfalsliga nógv minni í skatti enn vanligi borgarin. Hesin ójavni – saman við ógvisligu inflatiónini seinastu árini, merkir m.a., at vanligar familjur eru undir so stórum fíggjarligum trýsti, at nógv kenna seg noydd at selja av tí, tey eiga, og missa harvið ognir, ið alt meira sannlíkt kunnu enda í hondunum á teim vælhavandi.

Við at áleggja teim vælhavandi at rinda meira í skatti, hava myndugleikar okkara eitt amboð til at forða fyri hesi gongd, tí teir kunnu umfordeila samfelagsressursurnar við samstundis at lætta skattabyrðurnar hjá teimum lágløntu, so tey fáa meira keypsorku og betur ráð til at gjalda fyri síni húsalán, sína húsaleigu, ella fyri vørur og tænastur, tey keypa í nærumhvørvinum, sum aftur stimbrar búskapin og skapar grundarlag fyri fleiri arbeiðsplássum.

Hægri skatting av teim ovurríku merkir rætt og slætt, at tú og eg skulu gjalda minni í skatti, so vit eiga meira eftir av okkara egnu inntøku. Um tey ovurríku gjalda lutfalsliga líka stóran part, sum vit onnur gjalda í skatti og avgjøldum, verða samlaðu skattainntøkurnar hjá landinum størri. Hetta merkir, at meira fígging verður til neyðugar almennar tænastur, ið kanska í áratíggju hava verið undirfíggjaðar. Brúk er sanniliga fyri betri heilsutænastum, fleiri útbúgvingarmøguleikum, sterkari rættarsskipan osfr.

Skatting kan forða teim vælhavandi í at trýsta húsa- og leiguprísir upp

Avbjóðingin er at fáa tey ovurríku til at selja burtur av sínum upphópaðu ognum. Í løtuni njóta múgvandi fólk nógv framíhjárættindi og ágóðan av stórum passivum inntøkum. Tey hava tí sjáldan tørv á at selja nakað. Tvørturímóti tryggja tey sær bara fleiri passivar inntøkur við spekulatión – so sum at keypa fleiri hús, har tey yvirbjóða aðrar potentiellar keyparar, sum eru minni múgvandi enn tey, og sum ongan kjans hava at bjóða hægri prís fyri húsini, fyri síðani at leiga húsini út fyri prísir, eingi vanlig fólk megna at gjalda í leigu. Harvið trýsta tey ríku húsa- og leiguprísirnar uppeftir, har einans onnur rík hava ráð at keypa hús, meðan tey kunnu gleðast um, at virðið av ognunum, tey hava keypt, bara økist.

Tey vælhavandi njóta ikki minst gott av, at eingin ognarskattur er í Føroyum! Hetta tilstuðlar teimum at keypa og upphópa enn fleiri ognir, sum aftur minkar um úrvalið av bíligum bústøðum og trýstir prísirnar longur upp. Og soleiðis kunnu tey vælhavandi (mis)brúka armóðina og bústaðarneyðina hjá øðrum til at gerast enn ríkari.

Hægri húsaprísir og upphópan av alt fleiri ognum hjá nøkrum fáum ger tað alt torførari hjá vanligum fólki at hava ráð til at keypa ella leiga sær bústað. Tá tey vælhavandi hava mestsum alt ræðið á bústaðarmarknaðinum, forðar hetta effektivt teimum lágløntu í at fáa atgongd til tað, sum teimum í minsta lagi tørvar fyri at yvirliva í samfelagnum. Verður einki gjørt við hendan skeivleikan í Føroyum, kunnu vit vænta eitt nýtt Exit Føroyar.

Men ráð eru fyri tí. Við at leggja meira skatt á tey ovurríku, tilstuðla vit teimum óbeinleiðis til at selja burtur av sínum ognum, so fleiri ognir gerast tøkar aftur á marknaðinum. Verða tey múgvandi áløgd at rinda ognarskatt fyri tær ognirnar, sum ikki verða brúktar til annað enn pengaspekulatión, kann tað ikki longur loysa seg líka væl at eiga so nógvar ognir. Tá eru størri sannlíkindi fyri, at tey vilja selja, so fleiri bústaðir koma aftur á marknaðin. Gerst útboðið av bústøðum til sølu ella leigu størri, lækka prísirnir, so vanligar lágløntar familjur hava kjans at fáa ráð til at keypa ella leiga bústaðir aftur.

Forða ovurríkum í at taka alt valdið og tryggja eitt javnari samfelag

Hægri skatting av teimum ovurríku snýr seg sostatt ikki um at vaksa um almennu fyrisitingina; men um at fáa meira javnvág í valdið í samfelagnum og í býtið av fastognum. Sum er, missa bæði tað almenna og tey lág- og miðalløntu alt meira burtur av sínum ognum, sum í stóran mun enda hjá teimum vælhavandi. Einasti mátin at tryggja bíligari bústaðir, sum vanliga fólkið hevur ráð til at keypa, er við at áleggja teimum ovurríku hægri skatt. Ein slík tilgongd tryggjar, at ressursurnar í samfelagnum verða meira javnt býttar, so tú og títt húski aftur fáa ráð at eiga og økja um egnar ognir.

Hægri skattur er eitt hugtak, sum er vorðið ógviliga demoniserað, serliga av teimum, ið hava mest at missa – tvs. teim ríku. Men tað er eitt avgerandi amboð at brúka, um ein ynskir eitt meira javnt samfelag við meira fíggjarligum rættvísi. Tað er ein verja ímóti, at tey ovurríku seta seg á støðugt fleiri ognir, sum forðar vanliga fólkinum í at ogna sær egnan bústað. Verða tey ovurríku ikki kravd eftir meira skatti, er eingin forðing fyri, at tey kunnu yvirtaka mestsum allar ressursur og harvið yvirvaldið í samfelagnum. Tað merkir í síðsta enda, at tíni børn og barnabørn fara at arva ein heim, har tey eru ognarleys uttan fíggjarliga trygd og uttan møguleika fyri at eiga ella keypa ognir.


Samanumtikið snýr skatting av teimum ovurríku seg einans um at minka um tín skatt, so tú fært ráð til meira – ikki um at víðka almennu fyrisitingina. Tað snýr seg um at verja framtíðina hjá tínum húski og at tryggja samfelagið ímóti, at eitt lítið úrvalslið fær einkarrætt til allar ognir og harvið yvirvaldið í samfelagnum í framtíðini. Skatting er einasta munagóða amboðið, vit hava, til at tryggja okkum ímóti hesum vaksandi ójavna, og tryggja øllum borgarum eitt meirra rættvíst lívsgrundarlag, sum gevur øllum møguleika fyri at tryggja seg fíggjarliga í framtíðini.

Grundleggjandi tankin er, at hægri skatting av teim ógvuliga múgvandi kann skapa eitt samfelag í meira javnvág. Tað ger tað møguligt fyri vanliga borgarar at fáa atgongd til ta tilfeingið og tær ognir, teim tørvar fyri at yvirliva, sum í síðsta enda førir til størri fíggjarligan javna og meira sosialt støðufesti í samfelagnum. Við at tryggja eitt meira rættvíst býti av samfelagsvirðunum, kunnu vit byggja eitt sterkari og meira innlimandi samfelag, har øll hava møguleika fyri at trívast.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2024/06/27/kann-haegri-skattur-tryggja-fleiri-og-biligari-bustadir/