Hvat hevur ein ung føroysk tænastugenta upp á 17 ár í eini lítlari bygd í Føroyum í 1916 at gera við eina kollveltandi nýggja uppfinning av einum reinsiløgi til dieselmotorar, gjørdur úr landi?
eftir Elina Brimheim Heinesen
í Berlingske Tidende, 4. sektión, sunnudagur 16. desember 2001.
28. september 2001 komu tíðindini í einum av heimsins fremstu vísindaligu tíðarritum, »New Scientist«, um, at nú vóru granskarar frá niðurlendska tjóðarlaboratoriinum TNO komnir eftir, at land kan minka um dálkingina í dieselmotorum við upp til 80 prosent.
Tað eru góð tíðindi fyri umhvørvið. Og ikki minst góð tíðindi fyri lastbilafyritøkurnar í EU, sum annars kundu síggja fram til eitt ríviligt umhvørvisgjald frá 2005, um ikki trupulleikin við teimum illa dálkaðu lastbilamotorunum verður loystur áðrenn tað.
Tað er tó neyvan ráðiligt fyri lastbilaførarnar sjálvar at fara og pissa í motorarnar. Vesitangarnarir í lastbilunum høvdu heldur ikki rúmað nóg mikið til at nøkta tørvin, so teir niðurlendsku granskararnir hava saman við einum amerikonskum katalysatorframleiðara og lastbilaframleiðsluvirkið DAF ment ein katalysator til dieselmotorar og vinna ein úrdrátt buturúr kropsvætuni, sum verður sprændur inn í katalysatorin ístaðin fyri ektaðu vøruna. Oljufelagið Elf roynir at fara undir at framleiða hetta evnið gjørt úr landi , og kannar eisini møguleikarnar fyri at selja evnið á bensinstøðunum.
Land sum vaskievni
Tað vísir seg bara, at tíðindini um, hvussu væl land riggar sum vaskievni til motorar, als ikki eru so fesk. Á vári í 2001, knappar seks mánaðir áðrenn “New Scientist” kom við tíðindunum, prentaði føroyska blaðið hjá fiskimonnum “FF-blaðið” eina samrøðu við gamla føroyska bátabyggjaran, Símun Johan Wolles.
Hann segði frá trupulleikunum, sum føroyskir útrðoðrarmenn høvdu undir Fyrra Veraldarbardaga:
Orsaka av krígnum var trot á dieselolju til útróðrarbátarnar. Men sjómenn eru sjáldan ráðleysir. Teir fóru ístaðin at brúka lýsi vunnið úr hvalaspiki sum brennievni.
Hetta var nakað, teir høvdu betri atkomu til. Vansin var bara, at lýsið dálkaði so illa, at motorarnir forsteinaðust innan.
Hetta merkti, at hvørja ferð útróðrarmenninir skuldu starta motorin aftur, máttu teir skilja hann sundur og reinsa hann fyrst, og hetta var eitt sera tvørligt og skitið arbeiði.
Bátabyggjarnin Símun Johan Wolles sigur frá tí gløggu, tá 17 ára gomlu tænastugentuni, Lisu Toftegaard (seinni Jacobsen), sum tænti í sama húsi í Leirvík, sum mamma hansara, Elsebeth Samuelsen.
Ein dagin í 1916, tá motorpassarin Andrias Andreasen kom heim, sum vanligt ímutur av sóti allur, sum hann var, aftaná at hava reinsað motorin í báti sínum, segði Lisa við hann, at tað mátti verið gjørligt at brúkt land til at reinsa motorin við.
Land var tá brúkt sum vaskievni. Tað var goymt í tunnum og brúkt til at vaska ull, men eisini til at vaska hár og til aðra vanliga reingerð í húsinum. Jú súrari, jú betur. Andrias Andreasen fekk so eitt hugskot, sum skuldi vísa seg at vera serstakliga gagnligt.
Hann fann uppá at spræna eitt sindur av landi inn í motorin beint áðrenn, hann steðgaði motorinum. Og púra rætt. Tá hann fór at hyggja nærri at tendriproppunum, vóru teir blankir og reinir sum nýlagstur kavi. Og Andrias hevði ongar trupulleikar við at starta motorin aftur.
Tíðindini breiddu seg skjótt millum útróðrarmenninirnar, sum nú sluppu undan at gera tað sera skitna arbeiðið at skilja motorarnar sundur fyri at reinsa teir.
Restina av krígsárunum brúktu Andrias Andreasen og hinir útróðrarmenninir væl nøgdir hendan góða mátan at reinsa motorarnar.
85 ár seinni
Tænastugentan Lisa Jacobsen úr Leirvík fann sostatt longu fyri 85 árum síðani uppá at brúka land til at reinsa motorar við. Í heila tikið var Lisa Jacobsen, fødd Toftegaard, ein merkisverd kvinna. Hon varð fødd 6. juni 1899 í Fuglafirði og doyði 25. september 1992, 93 ára gomul, í Klaksvík.
Lisa fekk ikki nakra góða byrjan í lívinum. Einans ein mánaða gomul, misti hon mammu sína, og var tikin til fosturs. Men fosturmamman doyði eisini, tá Lisa einans var seks ára gomul, og Lisa endaði tískil hjá Olevinu, eldstu dóttrini hjá fosturmammuni, sum búði í Leirvík. Olevina tók Lisu til sín, sum var hon hennara egna.
20 ára gomul var Lisa trúlovað við fiskimanninum Eliseusi Jacobsen úr Syðradali, men av tí at hon brádliga gjørdist álvarsliga sjúk av tuberklum, kundu tey ikki gifta seg fyrr enn í 1927. Nústani tá var hon frísk aftur. Tey fingu eingi børn sjálvi, men tóku tvey, ein drong og eina gentu, til fosturs, sum tvær av fostursystrunum hjá Lisu góvu frá sær av teirra egnu børnum.
Lisa Jacobsen var eitt frásøgufólk av Guds náði. Hennara evni at siga frá bergtók tey, ið lurtaðu, og við tíðini gjørdist hon eisini kend út um sín egna skara. Føroyska útvarpið gjørdi fleiri sendingar við Lisu. Hon var ein ótømandi kelda av serligum føroyskum orðingum og orðatøkum. Hesi hevur dóttir hennara, Maud Heinesen, skrivað niður og givið Fróðskaparsetrinum í varðveitslu.
Lisa hevði eisini eitt frábera gott minni. Hon fekk ofta vitjan av fólki, sum vildu vita nakað um ættarviðurskifti, tí hon kundi siga frá slektunum hjá mongum familjum langt aftur í 1800-talið og ramsa ein og hvønn í slektini upp við nøvnum teirra.
Góða hugskotið – at reinsa motorar við landi, ið Lisa fekk sum 17 ára gomul – var ongantíð viðurkent sum uppiborið, meðan hon livdi. Tá Fyrri Veraldarbardagi var av, og útróðrarmenninir aftur fingu reinari olju til motorarnar, gloymdu teir so við og við at brúka hugskotið hjá Lisu, og ikki fyrr enn nú, 85 ár seinni, hevur hugskotið fingið vísindaliga bláa stemplið við greinini í “New Scientist”.
Tó er tað ikki Lisa, men nakrir niðurlendskir granskarar, sum hava fingið æruna fyri hugskotið – og sum uttan iva fara at vinna sær nógvar pengar burtur úr tí!