Eftir Elina Brimheim Heinesen
Lisið upp í Sirkus ísv. Femifagnaðin 4. Mars 2024
Í okkara patriarkalska samfelag ráða enn aldargamlir normar fyri, hvussu menn og kvinnur skulu vera. Siðbundna kynsfatanin ávirkar okkum til at vænta av monnum, at teir skulu vera sterkir og stoiskir. Nógvir menn tora tí illa at tosa um sínar kenslur av vanda fyri at verða útskammaðir fyri at virka “veikir”. Hetta ger tað torført hjá teimum at hava álit á øðrum, so teir krógva sínar veruligu kenslur. Hjá nógvum monnum er einasta loyvda kensla vreiði. Hetta er staðfest í gransking á økinum. *
Nógvir menn hava tað ikki gott
Eingin ivi er um, at nógvir menn tí kenna seg einsamallar og hava álvarsligar avbjóðingar. Tað er staðfest við hagtølum. Menn eru yvirumboðaðir, tá tað kemur til sjálvmorð. Teir liva stytri og hava verri heilsu enn kvinnur, og nógv fleiri menn eru fongslaðir og heimleysir.
Hetta rakar eisini tey, sum eru góð við teir. Ikki minst kvinnurnar, sum eru um teir. Feministar halda, at verða menn meira frígjørdir frá avmarkandi kynsnormum, har teir kunnu loyva sær at vera kenslubornir og vísa aðrar kenslur enn vreiði, so fer hetta at virka lekjandi og fremja sunnari sambond millum kynini og betri mentala heilsu yvirhøvur í samfelagnum.
Red Pill “bro-fluensarar” bjóða ivasamar “loysnir”
Men nú eru rørslur, sum arbeiða ímóti hesum. Vit kenna t.d. Red Pill rørsluna, eisini rópt Manospheran, leidd av monnum sum t.d. Andrew Tate og øðrum sonevndum bro-fluensarum (sum er ein samanseting av orðunum brother og influencer). Nógvir menn eru drignir at rørsluni, tí teir føla, at her er onkur, sum tosar teirra mál og vil hjálpa teimum av við trupulleikarnar, so undirtøkan er risastór. Tate og aðrir hava ríkað seg upp, tí teir hava dugað at loftað møguleikanum at fáa fíggjarligan fyrimun av kreppuni, menn eru í, við at bjóða “loysnir” á skeiðum, sum luttakaranir gjalda fyri í dýrum dómum.
Sumt av tí, bro-fluensarnir ráða monnum til, er sunt og gott, so sum at eggja monnum til at styrkja seg við t.d. at venja og eta sunt. Men blandað upp í ráðini er ofta ein óhugnaligur boðskapur, sum eggjar monnum til at dyrka harðskap, sexismu og ójavna – tað, sum við øðrum orðum ofta verður nevnt “toksiksan maskulinitet”, har menn seta seg ímóti feministisku prinsippunum um virðing og javna kynjanna ímillum. Hetta kann vekja stúran, serliga millum kvinnur, ti hendan rørslan tykist gerast alt meira væl umtókt millum ungar menn.
Hvat er tað, sum hóttir menn?
Kjakið harðnar, tá tosað verður um, hvørjar orsøkirnar eru til ringu støðuna hjá monnum, og hvørjar loysnirnar eru á hesar trupulleikar. Red Pill rørslan sigur, at maskulinitetur er í kreppu, tí feministar hava framt álop á siðbundnu kynsleiklutirnar og hava vent øllum á høvdið. Loysnin er at venda aftur til gomlu kynsleiklutirnar, har menn arbeiddu úti, og kvinnurnar vóru heima og ansaðu børnum og tóku sær av tí húsliga – aftur til eina tíð, sum tó neyvan var so góð, sum nostalgiin vil gera hana til.
Onnur halda uppá, at tað er misskilt, at maskuliniteturin stendur fyri hóttafalli – í øllum førum er eingin, sum vil av við tann sunna maskulinitetin, ið ger menn ábyrgdarfullar og tryggar í egnum skinni, uttan at kenna seg noyddar til at spæla nakað annað, enn teir eru – so sum t.d. at “performa” ein serligan form fyri maskulinitet, sum onnur trýsta niður yvir høvdið á teimum.
Men hvat er tað SO, sum er orsøkin til, at menn kenna seg hóttar?
Munurin millum veruleika og væntan vorðin ov stórur
Seinastu áratíggindini er lívið hjá teim flestu vorðið meira avbjóðandi. Ein uppsteðgaður lønarvøkstur, vaksandi inflatión, øktur fíggjarligur ójavni og ein ikki burðardygg samfelagsmenning ger lívið harðari hjá mongum. Stjórnir í nógvum londum raðfesta áhugamálini hjá teim ríku hægri enn vælferðina hjá vanliga borgaranum. Alt hetta hevur máað støðið undan tí, sum vit áður væntaðu av lívinum: at kunna taka eina góða útbúgving, fáa eitt gott starv, eina familju við fleiri børnum, føtur undir egið borð, og har vit væl nøgd og við ró í sinni kundu liva væl uttan at mangla nakað, tá vit náddu pensjónsaldurin.
Men hetta er alt vorðið nógv truplari í dag at røkka. Munurin millum veruleika og væntan, og mótsetningurin millum tað, vit hava, og tað, vit vildu havt, er bara blivin størri. Ein orsøk er t.d. ótamda forbrúksmentanin, sum dyrkar individualismuna, ego’ið og tað, at vísa seg fyri øðrum, har vit verða máld eftir, hvussu gott vit síggja út, og hvussu flott og stásiligt vit liva. Hetta er ein mentalitetur, sosialir miðlar stuðla uppundir í stóran mun. Tey ovurríku og teirra ekstravaganti lívsstílur er nógv meira sjónligur í miðlunum í dag, og tey gerast tí fyrimyndir hjá mongum. Men tá fólk stremba eftir meira, enn tað er gjørligt hjá teimum at røkka, so skapar hetta sjálvsagt ónøgd.
Hetta ávirkar menn – serliga teir siðbundnu, sum síggja seg sjálvar sum forsyrgjarar fyrst og fremst. Teir kenna seg hóttar uppá teirra samleika, tí búskaparligi veruleikin ger tað verri fyri teir at fylla leiklutin, teir samkenna seg við: at vera “skaffarin” til húsarhaldið. So teir fáa eina kenslu av at verða fremmandagjørdur frá dagsins samfelag. Ístaðin fyri at laga seg til nýggju tíðina og gera nakað við grundleggjandi orsøkirnar til trupulleikarnar, velja nógvir menn heldur at geva javnstøðuni skyldina. Teir síggja tí feminismuna sum størstu hóttanina móti monnum.
Summir vilja endurskapa gamla “hakkiordanin”, har menn eru ovast
Tað ger tað ikki minni fløkt, tá máttmiklir bólkar á netinum bera fram sjónarmiðið, at javnstøðan ikki er ein win-win støða fyri øll, men eitt afturstig fyri menn og ein forðan fyri, at menn sjálvir kunnu gera framstig. Red Pill rørslan er eitt dømi um hesa mótreaktión. Hon eggjar monnum til at taka ræði yvir og hava tamarhald á kvinnum, og fremur tað, ið rópast “the dark triad” – tvs. psykopati, narsissismu og machiavellanismu, sum er at svika, manipulera og forbrúka, serliga kvinnur, sum amboð til sjálvsnøktan. Tað, at hesir menn kenna seg so hóttar av sjálvstøðugum kvinnum og hava so stóran tørv á at hevda seg við at happa kvinnur, avdúkar bara, hvussu nógv sjálvsálit teir í veruleikanum mangla. Vóru teir veruliga sterkir í sínum samleika, kendu teir seg ikki so hóttar.
Einki nýtt er í hesum máta at síggja kvinnur. Kvinnur hava gjøgnum øldir verið sæddar fyrst og fremst sum amboð til ávís endamál, t.d. til at føða børn, heldur enn at verða sæddar sum heil menniskju við egnum vilja. Tað sæst aftur í ymiskum mentanum kring heimin, har kvinnur bara verða virðismettar fyri evni teirra at nøra um mannaættina, og annars fyri lítið annað enn tað. Aldargamla kvinnukúganin í patriarkalskum samfeløgum er djúpt rótfest. Og vit síggja nú, at summi vilja skrúva tíðina aftureftir, so kvinnur missa vunnin rættindi aftur.
Menn tvingaðir til at ofra seg við útskamming
Tað, sum vit kanska sjáldnari tosa um, er, hvussu menn eisini verða tingsliggjørdir ella objektifiseraðir av patriarkalska samfelagnum – tvs. sæddir sum brúksting, bara á øðrum økjum. Menn verða eisini avmarkaðir til bara at verða amboð at brúka hjá makthavarum. Í nógvum samfeløgum verður mannsligheit í stóran mun máld eftir, um menn vilja fara í hernað og kríggjast, har teir mugu ofra seg fyri tjóðina, um teir vilja tað ella ei. Teir, sum ikki liva upp til hesar normar, kunnu rokna við at verða útskammaðir av samfelagnum.
Hetta er eitt maskulinitetsideal, ið hóvar maktelituni sera væl. Makthavarar gera tí alt fyri at “selja” ungum monnum hetta idealið. Hertænastan verður glorifiserað sum eitt ‘rite of passage’ ella manndómsroysni, ið ger dreingir til rættar menn. Fert tú ikki í herin, ert tú ikki ein rættur maður. Soleiðs verður tað rammað inn, og soleiðis verður trýst lagt á ungar menn til sjálvbodnir at fara í kríggj, hóast hetta kann kosta teimum bæði lív og likamslutir. Í patriarkatinum eru nógvir menn avmarkaðir til at vera – á góðum enskum – ‘disposable’ harðskapsamboð, sum kunnu útskiftast sum vóru teir einnýtisting. Men trupulleikarnir av ræðuligu sálarløstunum, ið kríggj valdar monnum, verða tagdir burtur, sum um teir einki hava at týða, tí tað skulu menn bara klára. Avleiðingarnar av hesum hugburði er, at menn vera ómenniskjansliggjørdir.
“Rættir menn” vísa sína menniskjansligheit frá sær
So kunnu vit tosa um, at maskuliniteturin er í kreppu? Tað er ein góður spurningur. Veruliga kreppan liggur í, at virðið á monnum er skert niður til, hvussu fúsir teir eru til at vísa sína egnu menniskjansligheit frá sær og til at spæla leiklutin sum ‘harðir hundar’, ið hevda seg upp um onnur og bara brúka onnur til egnan fyrimun. Vit dyrka enn eitt slag av krígstíðarmaskuliniteti, sum var hildið at vera neyðugt í gomlum døgum, tá vandin fyri kríggi lá og lúrdi alla tíðina.
Menn eru so at siga uppdrignir til at liva í eini aðrari tíð, enn í tí tíðini, teir veruliga liva í. Og tað gevur baksláttur. Tí tann mátin, menn áður máttu klára seg uppá, er ikki hóskiligur í einum samfelag við javnstøðu millum kynini, har fólk vilja av við toksiskan atburð fyri heldur at dyrka meira menniskjanslig virði.
Hvør er so loysnin uppá maskulinitetskreppuna?
Loysnin er ikki at bakka aftureftir og tvinga øll til at átaka sær avoldaðar kynsleiklutir aftur, sum Jordan Peterson, Andrew Tate, og aðrir bro-fluensarar eru talsmenn fyri og royna at billa okkum inn, er tað “náttúrliga”. Kvinnurnar vilja ikki av við vunnin rættindi, og at endurupplívga eitt mindset frá eini farnari tíð, har nógv fólk av báðum kynum máttu bíta sínar veruligu kenslur í seg, ja, tað kunnu vit longu staðfesta, ger bara tingini nógv verri – fyri bæði kyn. Sjálvmorðstølini eru í øllum førum ongantíð minkað av tí, og fara heldur ikki at minka av tí frameftir. Tvørturímóti.
Nei, loysnin er, at vit í felag finna eina javnvág, sum hóskar til okkara tíð – eina meira menniskjansliga tilgongd, har kvinnur og menn ikki longur verða skerd til brúksting ella amboð hjá makthavarum, men stremba eftir at liva saman við virðing hvør fyri øðrum, har vit síggja hvønnannan sum heil menniskju við rættinum til at liva í friði og frælsi til opið og ærliga at úttrykkja okkara kenslur og serkenni sum einsktaklingar, uttan ótta fyri at vera útskammað og happað. Skulu vit koma burtur úr tí ónda snyrilinum, sum skilir menniskju sundur og elvir til kríggj omaná kríggj, er hetta einasti vegurin fram.
*) Kelda:
https://www.ncbi.nlm.nih.gov/pmc/articles/PMC5817048/