Hvat fremur og hvat forðar mest fyri menning og trivnað í Føroyum? Dreymurin um modernaða, tøkniliga framkomna stórbýin – ella dreymurin um “at alt var betri í gomlum døgum”? Hava tey rætt, sum vilja gera Føroyar um til eitt hypermoderna, altjóðagjørt KT samfelag – ella hava tey rætt, sum vilja halda fast í gamla veiðusamfelagnum? Kjakið gongur ofta hart.
Tað líkist einum virðisstríði millum bygd og bý – millum meiniga bygdaføroyingin og akademikararnar í miðøkinum. Men neyvan er markið millum hesi so knívskorið, sum tað tykist vera í kjakinum onkuntíð. Í veruleikanum er ein stór grásona. Og hóast sjónarmiðini tykjast ósambærilig, er ikki so langt millum teirra, sum hildið verður. So ber ikki til at finna eina javnvág? Er ikki rúm fyri báðum? Og ber til at fáa nakað konstruktivt burturúr?
Eins og vit síggja tað nógva aðrastaðni í heiminum tykist tíverri ein gjógv at vaksa tey seinastu árini millum miðstaðarøkið og bygdirnar; millum tey modernaðu og tey siðbundnu; millum tey við akademiskum útbúgvingum og tey við handverkaraútbúgvingum ella ófaklærdu; og millum almennu Føroyar og siðbundnu vinnuna – sum um tað ber til at býta seg so knívskorið upp í tveir bólkar. Tað ger tað sjálvandi ikki, tí veruleikin er meira fjølbroyttur enn so. Men hugurin at bólka seg tykist stórur, og fordómarnir um hvønn annan blóma, har skeldast verður um, hvør skapar mestu virðini í samfelagnum. Tað kann man sjálvandi altíð diskutera, men soleiðis at seta alt upp í mótsetningar upp móti hvørjum øðrum ger einki gott fyri samfelagið – og als einki gott fyri trivnaðin í landinum.
Vit kunnu saktans vera hybridføroyingar
Vit noyðast at læra at liva við, at vit eru ymisk, um vit vilja tað ella ikki, men hóast vit eru ymisk, merkir tað ikki neyðturviliga, at partarnir eru óforeiniligir mótsetningar. Í veruleikanum hava flestir føroyingar eitt sindur av báðum í sær – meir ella minni. Flest fólk eru bæði modernaði og siðbundin. Eg havi áður í aðrari grein skrivað soleiðis:
“Tíbetur noyðist lívið ikki at vera antin-ella. Vit hava tann framíhjárætt, at vit noyðast ikki at velja ímillum, um vit skulu vera ANTIN siðbundin ELLA modernaði. Hesir lívsstílir kunnu saktans sameksistera í ein ávísan mun, sum teir longu partvíst gera. Eisini fyri tann einstaka, um hann ella hon hevur hug til at hava part í báðum. Vit kunnu saktans vera “hybridføroyingar”.
Tað er ikki nakað eindømi, at fólk ein part av síni tíð t.d. menna KT-skipanir um dagin saman við indarum í India, og um kvøldi eru DJ’s í onkrum náttklubba, meðan tey ein annan part av síni tíð ganga fjøllini, fletta seyð ella fara til útróðrar. Soleiðis er tíðin – tann postmodernaða tíðin – í Føroyum. Mótsetningarnir eru fluttir inn í okkum, og nógv av okkum hava tillagað okkum og vant okkum við ta nýggju tíðina og hennara fjølbroytni og tíðarforskjótingar í globalu bygdini.
Tað er nettupp tað góða við føroyska samfelagnum: at tað er so mótsetningsmikið, tí er tað ikki júst tað, sum ger landið spennandi at búgva í? Er tað ikki júst hetta, sum nógv av okkum føroyingum í veruleikanum dámar so væl við Føroyum? Og er tað ikki júst hetta, sum eisini hugtekur mangan útlending, sum kemur hendanvegin?”
Møguleikar í ymiskleikanum
Tað ber væl til at geva rúm fyri báðum lívsstílum, so teir kunnu liva væl síð um síð uttan at hótta hvønnannan. Teir kunnu kanska nettupp stuðla uppundir hvønnannan við eitt sindur av hugflogi. Men halda vit alt ov fast í tí siðbundna og geva als einki rúm fyri nøkrum sum helst nýggjum, so ræða vit tey mest alheimsgjørdu ‘modernaðu’ fólkini burtur. Hin vegin – trýsta vit eina menning ígjøgnum, sum skumpar burtur alt tað siðbundna, sum nógv fólk samkenna seg við í Føroyum, so fer ein annar stórur partur av fólkinum at gerast ónøgdur og mistrívast. Tað ræður um at síggja møguleikarnar í ymiskleikanum.
Eg vænti, at veruleikin meira ella minni av sær sjálvum ger, at vit noyðast at finna okkum sjálvi onkustaðni mitt í millum tað modernaða og tað siðbundna. Tað ræður bara um at viðurkenna og gerast meira tilvitandi um, at føroyski samleikin er – ikki bara sum vit idealistiskt droyma um, at hann skal vera, men er soleiðis, sum hann nú einaferð er við øllum sínum fjølbroytni og íbygdu kontrastum.
Tað er galdandi fyri báðar partar – bæði fyri “hálvstuderaðu røvararnar”, sum droyma um at flyta Keypmannahavn til Føroya, og fyri Palleba, sum treiskur bítur seg fast í, at her skal einki broytast! Hvørki ber til. Eingin av teimum hevur patent uppá føroyska samleikan. Tí vit eru øll føroyingar, sum búgva her, likamikið hvønn lívsstíl okkum dámar best. Vit noyðast at fevna um bæði. Gera vit tað, kunnu vit betri gagnnýta allar tær ressursurnar, vit hava í fólkinum, sum býr her. Øll eru vit fyritreyt fyri hvønnannan og innanhýsis bundin. Og so kunnu vit taka tað harfrá.
Tað er bara upp til okkara hugburð, um vit vilja síggja tað sum ein fyrimun ella bara sum ein vansa, at samfelagið bæði er moderna og siðbundið. Velja vit tað at síggja tað sum ein vansa, koma vit ikki úr stað, og so verður annar av bólkunum undir øllum umstøðum fyri vanbýti, og fólkafráflytingin er vís. Velja vit at síggja tað sum ein fyrimun, lata óánaðir møguleikar seg upp, sum eg dugi at síggja tað.
Hevur Palleba fatur í langa endanum?
Fyri at fyribyrgja, at vit fara ov nógv í hvør sítt borð, kunnu vit kanska spyrja okkum sjálvi, hvat ella hvønn vit síggja upp til – og hví? Hvørjum snobba vit fyri? Hvønn síggja vit niðurá – og hví? Ofta sæst eitt mynstur – eisini aðrastaðni, at tað verður sæð niður á “útjaðaran”, bæði geografiska og sosiala “útjaðaran”. Fólk í útjaðarinum, sum ikki hava nomið sær (hægri) útbúgving og kanska ikki hava orðini í síni makt í sama mun sum tey útbúnu, verða fatað sum “tapararnir” í samfelagnum. Men fata tey seg so sjálvi? Neyvan. So hvør er veruligi taparin?
Tann sonevnda “elitan” (den herskende klasse), sum fyllir miðlalandslagið við sínum meiningum, vigar at síggja til kanska tyngst, tí tey eru tey sjónligastu. Men samleiki okkara sum fólk verður ikki bara myndaður í bókum ella á skrift. Hann má eisini livast av veruligum menniskjum. Er “útjaðara-Palleba”, sum ikki letur seg dupera av teim “fínu”, og sum fer til arbeiðis og livir sítt vanliga, stillisliga lív uttanfyri miðlanna skotmála, veruliga taparin? Nei, kanska er tað júst hann, sum hevur fatur í langa endanum.
Hin vegin sær útjaðara-Palleba eisini ofta niður á tey, sum hann fatar sum hasar snobbutu, cafe-latte-drekkandi, sushi-etandi akademikararnar í Havn, ið “altíð halda seg vita best” bara tí tey hava lisið niðri og fylt seg við útlendskum teoretiskum fjasi um ditt og datt, men sum ikki ána nakað um veruliga lívið, tí tey hava aldrin pissað í saltan sjógv. Tey kunnu tí neyvan hava nakað virðismikið íkast at geva til hetta samfelagið, sum byggir næstan 100% uppá primerar vinnur sum fiskivinnu og seyðahald. Men er hetta nú veruliga so svart-hvítt?
Er orsøk til at óttast altjóðagerðina?
Ikki øll kunnu, tíma ella vilja liva einans av primerum vinnum. Vit noyðast at viðurkenna, at vit liva í einum altjóðagjørdum heimi. Lív okkara byggir í stóran mun á handil við onnur lond, sum búskapur okkara er bundin av. Vit kunnu ikki byrgja okkum inni. Nýggja tíðin og alheims rákini fara allatíðina at troðka seg inn á okkum og bjóða okkum av. Tí mugu vit vera ílatin til at møta hesum avbjóðingum – og tað verða vit ikki, um vit balla okkum inn í fastfrysta, heimføðisliga sjálvtilstrekkiligheit.
Summi óttast fyri, at vit missa okkum sjálvi burtur, okkara virði og samleika, um vit lata samfelagið upp fyri altjóða rákum og laga samfelagið “ov nógv” til nýggjar tíðir og altjóðagerð. Men er orsøk til at óttast?
Sjálv eri eg rættiliga vís í, at føroyingar nokk skulu klára at halda fast í teim serligu virðum, vit hava, sum veruliga eru góð og gagnlig, tí tað eru júst hesi virði og serkenni, sum ger lívið í Føroyum so attraktivt fyri mong okkara, sum trívast í Føroyum – og sum eisini virkar so dragandi fyri nógv fólk uttanfyri Føroyar. Tað vil siga, at tey, sum búgva her, og tey, sum vilja flyta higar, hava uttan iva flest øll áhuga í at vera við til at varðveita hesi virði – HÓAST samfelagið eisini er opið fyri nýhugsan og altjóðagjørt í aðrar mátar.
Vit skulu heldur óttast fyri, at vit gerast taparar, um vit byrgja okkum inni í eini romantiskari boblu sum ein norðuratlantiskur kuriositetur – eitt antropologiskt museum, sum bara er áhugavert fyri tey fáu, so leingi tey halda, tað er stuttligt. Men tað byggja vit onga burðardygga framtíð uppá.
Sæð í hesum høpi: Hvat er tað, vit vilja menna okkum til frameftir? Hvat er tað fyri sjálvsmynd, vit dyrka? Hvønn status ynskja vit, at Føroyar skulu hava í heimshøpi? Hvat er realistiskt við tí tilfeinginum, vit nú einaferð hava?
Ikki verðins best – men tað rætta fyri nøkur
Ofta sæst ein ávísur ambivalensur í okkara stremban eftir at gera okkum galdandi í heiminum. Tað er sum um, tað snýr seg um alt ella einki. Antin skulu vit vera verðins best – ella nyttar alt einki. Eru vit ikki góð nokk, hóast vit ikki eru verðins best altíð? Kunnu vit ikki byggja sjálvsálit upp, uttan at skula framhevja okkum sjálvi sum betri enn øll onnur í øllum? Er hetta ikki bara úttrykk fyri reina megalomani, sum er føtt av heimføðisligheit og eitt í veruleikanum sera skirvisligt sjálvsálit?
Hin vegin er heldur eingin orsøk til at seta sítt ljós undir eina skeppu og als ikki at vilja gera seg galdandi yvirhøvur – og bara niðurgera seg sjálvan, sum summi forfella til, um tað ikki altíð eydnast at vera verðins best. Vit kunnu saktans gera okkum galdandi – í øllum førum innan eitt ávíst segment her í heiminum – har Føroyar ikki neyðturviliga eru tað besta av øllum, men akkurát tað rætta fyri nøkur.
Eitt sindur paradoksalt er tað, at nógvir føroyingar leingjast eftir pulserandi stórbýarlívi, meðan nógvir útlendingar vildu givið sín høgra arm fyri at sleppa at liva tað tryggja, friðaliga og lutvíst meira einfalda lívið í Føroyum, sum “útjaðara-Palleba” livir. Óteljandi viðmerkingar frá útlendingum um Føroyar á sosialu miðlunum vátta hetta. Helst kunnu Føroyar ikki liva upp til allar tær positivu væntaninar hjá hesum fólkunum, um tað skuldi staðið sína lakmusroynd. Og tó… kanska kunnu tær tað, meira enn so mong onnur støð í verðini.
Duga vit at síggja realistiskt uppá fjølbroytni í tilfeinginum, vit eiga – bæði menniskjansliga tilfeingið og náttúrutilfeingið, samstundis sum vit eru realistisk í mun til, hvat vit megna at lyfta í hesum lítla landi, og megna vit at lata moderna og siðbundið flættast og styrkja hvørt annað, kunnu vit veruliga skapa eitt samfelag, har eingin noyðist at kenna seg uttanfyri, men har øll hava týdning, líkamikið hvørji tey eru ella hvat tey gera; og har øll fáa møguleikan at geva sítt íkast.
Øll umráðandi fyri heildina
Kendi altjóða NLP-serfrøðingurin, undirvísarin og fyrilestrahaldarin Judith DeLozier hevur í einum av sínum fyrilestrum sagt soleiðis:
“In the pioneering days of space research, John Kennedy was visiting NASA at the Cape. He had met many great scientists, and researchers. He had met the men whose great ambition was to conquer space and walk on the surface of the moon. He had met administrators and accountants, and many others whose contribution to the project was immense. Men and women who had a sense of destiny, purpose, and pride.
Walking through the corridors on his way back to his limousine, he came across a stooped, grey-haired black man with a bucket in one hand and a mop in the other. It seemed to be quite a redundant question, but the President asked him politely,”And what do you do here at the Cape?”
Straightening his back, the cleaner looked square at the President, and with a strong sense of pride and dignity in his voice replied: “Sir, I’m doing the same here as everybody else. I’m working here to put a man on the moon. That’s exactly what I’m doing here.”
Hendan lítla søgan undirstrikar, at øll – ØLL líkamikið status – hava avgerðandi leiklutir í, at heildin virkar sum best.
………………..
Les t.d. hesa greinina í Information fyri at fáa betur innlit í, hvat eg hugsi um í hesum føri:
Tænker du: Jeg er en taber?
Vi er ved at skabe en fortælling i samfundet, hvor de, der ikke formulerer sig offentligt, gøres til tabere. Et samfund, hvor eliten har en hånlig retorik, der bunder i dumhed og manglende viden om det Danmark, der ligger uden for rækkevidde: erhvervsskolerne, håndværkerne, Udkantsdanmark.
https://www.information.dk/debat/2013/10/taenker-taber