Umsorgan hjálpti mær at yvirliva

Langlesnaðargrein í Dimmu Apríl 2019
Fortalt hevur: Elin Brimheim Heinesen
Skrivað hevur: Hans Egholm

Elin er í javnvág. Í lívinum er hon á einum rættiliga góðum stað í løtuni. Hon er nøgd við sítt starv, hevur eitt gott heim, eigur eina fitta tík, hevur deilig systkin við heimsins fittastu børnum, sum hon er ógvuliga góð við, og so hevur hon góð vinfólk rundan um seg, ið hon javnan hevur tað hugnaligt saman við. Elin er glað fyri sítt lív. Men hon hevur ikki havt tað lætt á síni lívsleið. Hon hevur upplivað svára mótgongd, men hóast tað er Elin eitt gott dømi um, at tað ber til at fáa eitt gott lív, um tú viðurkennir, at títt lív er til at deila við onnur. Vit hava øll brúk fyri stuðli og umsorgan frá øðrum. Eingin er ein avbyrgd oyggj, sigur hon.

Elin Brimheim Heinesen fekk hjartabankan, tá undirritaði bað hana um eina samrøðu til eina langlesnaðargrein í Dimmu. Eina løtu var tøgn í telefonini. Tað var, sum hevði eg rakt mitt niður í sentralnervaskipan hennara. Hon hevði hug at siga nei beinanvegin. Hvussu kundi hon siga søguna um seg sjálva uttan at greiða frá svárum hendingum, henni hevur verið fyri, men sum hon hevur ilt við at tosa um?

– Bert at víst eitt glansbílæt av mær, hevði gjørt søguna ófullfíggjaða og beinleiðis misvísandi. Eg eri formað av nøkrum hendingum, sum eg ongantíð havi tosað alment um, tí eg havi óttast fyri at verða brennimerkt og sett í bás, um eg segði frá hesum. Men kanska er rætta løtan komin nú.

Avgerðin var ikki løtt at taka. – Rakar tað almenningin, hvat mær hevur verið fyri? spurdi Elin. Eftir at hava hugsað seg væl um og ráðført seg við góðar vinkonur, gjørdi hon av at vera opin og ærlig um tað, sum er hent henni. Skuldi tað vera, so skuldi tað vera ein ærlig frásøgn við endamálinum at birta vón – og ikki bara fyri, at fólk skulu lesa eina sensationella søgu, helt Elin.

– Kanska onkur kann samkenna seg við mína søgu og læra av henni. Boðskapurin má vera, at tað ber til at liva eitt gott lív, hóast ein hevur upplivað sera traumatiserandi hendingar. Eg tími heldur ikki at ganga runt og spæla komediu og lata sum um, at alt mítt lív hevur verið ein dansur av rósum, tí tað er bara hálvi sannleikin. Um nakar heldur minni um meg, eftir at hava lisið veruligu søguna, er tað teirra trupulleiki.

– Lívið hjá mær kundi gingið heilt galið. Tað var líka við, at eg ikki yvirlivdi. Men eg lærdi at enda, hvussu ómetaliga týdningarmikið tað er, IKKI at royna at klára alt sjálv og avbyrgja seg, men at biðja onnur um hjálp. Eg tagdi so leingi og lat sum um, alt var í lagi, men tá eg endiliga rætti hondina út og bað um hjálp, varnaðist eg, at eg var umgyrd av familju og vinum, ið vóru góð við meg og til reiðar at geva mær umsorgan. Eg havi so óendaliga nógv at takka teimum, serliga míni bestu vinkonu, Mariu. Eg veit ikki, hvat eg skuldi havt gjørt uttan hana.

Hvør er Elin?
– Vit eru fleiri við navninum Elin Heinesen. Tí brúki eg konsekvent Brimheim sum millumnavn, sigur Elin, nú eg standi í túninum uttanfyri kjallaraíbúðina hennara í Stoffalág og heilsi uppá.

Elin er ikki einsamøll at taka ímóti mær. Ein lítil glaður hundur vísir áhugað fyri mær og fylgir mær inn í stovuna hjá Elini. Kurla er ein svørt 8 ára gomul tík. Bert labbarnir og ein lítil partur av trýninum eru hvítir. Elin er øll, sum hon er, svørtklødd. Bert hálsprýðið, ið liggur uttaná blusini, brýtur frá. Ja, og so kritahvíta hár hennara, ið røkkur niður á akslarnar.

Hon skeinkir mær ein kopp av kaffi og setir seg á sítt fasta pláss á sofuni. Sjálvur seti eg meg á sofuna við síðuna av. Kurla kemur og leggur seg hjá mær. Viðhvørt ivist eg í, um Elin er í brillum, so væl fella tær inn í andlitið. Elin hevur lætt til láturs, og tá koma hennara hvítu framtenn til sjóndar. Smílið klæðir henni.

Flest allir føroyingar munnu kennast við sangir hjá Elini sum ”Eitt dýpi av dýrari tíð”, ”Á, tann deiliga Havn” og ”Sjeikurin” frá NALJA-útgávuni í 1988 og ”Áarvegurin”, sum kom út á fløguni “Yndisløg” í 2010.

1988_Elin_og_Kari_Nalja

Fyri Elina er tónleikur sálarbót, og í fjør, tá hon fylti 60 ár, eydnaðist henni endiliga at fáa útgivið eina fløgu bara við egnum tilfari, nevnd ”Handan stjørnurnar”. Nógv kennast kanska við nýggju løgini ”Tú vart altíð har” og ”Søti mín”, sum hava sjangrað í útvarpinum í seinastuni.

Og so munnu tað verða tey, ið vita, at Elin Brimheim Heinesen er dóttur rithøvundarnar, Maud og Jens Paula Heinesen.

Fødd í Revagarðinum
Elin Brimheim Heinesen er fødd 25. juni í 1958 í Lon nr. 11 í kamarinum hjá ommu og abba hennara, Onnu og Otto Brimheim. Revagarðurin er annað heiti fyri Lonirnar, ið liggja beint eystanfyri gomlu løgreglustøðina við Jónas Broncks gøtu í Havn.

1958_Jens P_Maud_Elin_nyfoedd

Elin veit frá mammu síni, at talan var um eina harða føðing, og at verkirnir vardu í 42 tímar. Elin gjørdist summarbarn. Hendan dagin fyri 60 árum síðani var av allarfagrasta veðrið og sjáldsama heitt.

Longu dagin eftir var hon at síggja í barnavogni í grannalagnum.

1958_JensP_Maud_Elin_Lon

Fátækrabýlingur, spøkilsi og beinagrindir
Elin gjørdist Reynabarn. Tey fyrstu seks árini av sínum lívi búði Elin í Leigubúðini úti á Tinganesi við síðuna av Munkastovuni. Hetta komst av, at mamma Elina, Maud, eitt skifti var í starvi úti í landstýrinum. Pápi Elina, Jens Pauli, var tá lærari í Kommunuskúlanum og seinni í Venjingarskúlanum.

1963_Elin_5-6ar

Tá tey fluttu inn í Leigubúðina var onki vesi í íbúðini. Tey máttu út í ein skúr at seta seg á eina bukku. Hvønn morgun mátti mamman oman at tøma bukkuna við sjóvarmálan. Men seinni var íbúðin víðkað, og tey fingu atgongd til eitt vesi við ”træk og slip”.

Túnið í garðinum beint uttanfyri Leigubúðina var ein gamal kirkjugarður og ein partur helti nokkso nógv oman móti sjónum tá. Tá tað regnaði av grimd, máaðist mold undan bakkanum, og beinagrindir og skøltar komu undan. – Eg helt hetta verða spennandi og tók okkurt bein við mær inn, flennur Elin. – Men eg fekk harraboð um at fara út og leggja tað uppá pláss aftur í stundini.

Tað spøkti illa í Leigubúðini. Húsini vóru rættiliga gomul, so har knirkaði illa, og tað kendist onkuntíð, sum onkur fremmandur var inni í íbúðini ella gekk uppi á takinum.

Elin treivst væl í hesum duldarfulla umhvørvinum. Hon minnist barnaárini úti á Reyni sum sera góð, hóast Reyn tá var ein fátækrabýlingur at kalla. Møguliga ikki júst har, hon búði, men í smáu kroysunum beint við búðu rættiliga nógv fólk. Ongin sentralhiti var í húsunum, og allastaðni luktaði av petroleum.

Nú hon soleiðis situr á sofuni, og hugurin sveimar, minnist hon heimið hjá eini gentu, ið hon spældi nógv við. Har stóð ikki væl til. Tey vaksnu í húsinum drukku illa. Gentan hevði fleiri systkin, og øll búðu í einum kjallara. Har var moldgólv, og veggirnir vóru av laðaðum gróti. Inni var ein vatnkrani, ið stóð upp úr moldgólvinum. Hetta var teirra køkur. Soleiðis búðu nøkur fólk har úti. Børnini vóru saksalopin. Elin tekur hendurnar upp til hálsin og vísir, hvar óreinskan sat á hálsinum og um skøvningarnar.

– Vit sum børn hugsaðu ikki um tað at verða skitin. Vit stuttleikaði okkum. Har var gaman í ein serligur stemningur við smáu kroysunum, men tað var ein onnur tíð og soleiðis var tað. Vit vóru nógv børn, og vit stórtrivust har úti. Eg elskaði at búgva har. Tað var eitt satt paradís fyri meg at vaksa upp í.

Fyrra partin av degnum gekk Elin í Drotning Ingridar barnagarðinum. Hon gekk sjálv heim seinnapartin. Tað var inngrógvið í fólki at fylgja við og ansa eftir hvørjum øðrum, so hjá børnum at reika aftur og fram í býnum var hildið at verða trygt tá. Hon lærdi tí skjótt at klára seg sjálva og blíva sjálvbjargin.

– Eg hevði eina uppgávu, tá eg gekk heim úr barnagarðinum. Tað var at stilla meg í bíðirøð á Meiðarínum at keypa mjólk í eina brúna fløsku, eg hevði við í taskuni. Eg minnist deymin av mjólk inni har, sum tey stóðu og rørdu í henni í stórum grýtum.

1964_JensPauli_Elin_MaudHeinesen

Men tað vóru ikki einans góðar løtur, tí sum smágenta var Elin ring í astma. Tað skuldi ikki nógv til, fyrr enn hon gjørdist útlúgvað. Hon fekk lungnabruna fleiri ferðir, og mundi doyð av meslingum. Elin heldur, at ein av orsøkunum til, at heilsan var so ring, var, at tey høvdu kolkomfýr, og at ongin sentralhiti var í húsinum. Petroleumsluktur var hangandi innandura allan dagin, og so bleiv spælt í ymiskum húsum, ið ikki vóru serliga væl bjálvað. Eisini vísir Elin á, at óivað hava fleiri hús verið full av soppi.

– Alt hetta hevur heilt víst verið ein orsøk til mítt astma. Eg varð altíð so pøst. Í dag havi eg enn bert um 80 prosent av lungunum at gera gott við. Eg havi ongantíð orkað væl at íðka ítrótt. Um eg kýti meg, so kann eg framvegis fáa astmalíknandi sjúkueyðkenni.

Stoffalág
Foreldrini hjá Elini, Maud og Jens Pauli Heinesen, keyptu grundstykki uppi í Stoffalág og bygdu hús har, sum tey fluttu inn í í 1964.

– Eg gloymi aldrin, hvussu kedd eg var av at flyta av Reyni. Sum troyst fekk eg ein frens sum æt Rasmus. Men frensurin bleiv so illa happaður av hinum frensunum, at hann mátti avlívast. Hann kom altíð sundurskræddur heim, tá hann hevði verið á ferð.

Húsini vóru als ikki liðug, tá flutt varð inn. Baðirúmið var ikki liðugt, og tað var ikki tapetserað. Kjallarin var eitt stórt rúm við grótgólvi. Soleiðis vóru umstøðurnar tá. Tað bleiv bygt, so hvørt ráðini vóru til tað.

– Frá tí eg var seks til eg var tólv, var onki hús framman fyri okkara í Stoffalág. Her vóru onnur hús, men ikki nakað, ið órógvaði okkara útsýni. Vit sóu inn á Skálafjørðin, alla Nólsoynna og út á Argir.

1965_Elin_Stoffalag_adrennn_bygt_var Tað besta av øllum var, at mín besta vinkona, Maria Andreassen, ið eg var komin at kenna niðri á Reyni, eisini var flutt niðan í Essalág beint niðanfyri hjá okkum, og tað gjørdi sítt til, at eg skjótt fall til. Ein stór trøð var millum húsini hjá teimum og okkara við seyði og tjøldrum, so har vóru góðar umstøður at spæla.

Maud Brimheim og Jens Pauli Heinesen
Mamma Elina, Maud, byrjaði júst um hetta mundið sum fyrsta starvsfólkið í fyrisitingini á Fróðskaparsetrinum. Tey fyrstu árini starvaðist hon bæði á Fróðskaparsetrinum og hjá Landslæknanum, men seinni fekk hon  fulltíðar starv sum setursskrivari á Setrinum, ella fyrisitingarstjóri, sum tað nevnist í dag. Har starvaðist hon í út við 40 ár. Hon skrivaði barnabøkur í frítíðini. Maud andaðist av lungakrabba í 2005, einans 69 ára gomul.

Pápi Elina, Jens Pauli var triðelstur av systkjunum, ið vóru av Loftafamiljuni í Sandavági.

1959_I_Sandavagi

Tað var ikki sørt meira enn eitt ár ímillum beiggjan, Jóannes, og Jens Paula. Teir vóru sum tvíburar. Jóannes var elstur og skuldi yvirtaka garðin. Av somu orsøk fekk hann ikki nakra útbúgving. Jens Pauli fór longu sum 14 ára gamal til Havnar í skrivstovulæru. Men hann hevði betur hug til skúla og bað um at sleppa á preleminærskúla. Tað slapp hann. Frá preleminærskúlanum fór Jens Pauli víðari á studentaskúlan í Hoydølum og eftir tað tók hann læraraútbúgving í Keypmannahavn.

Jens Pauli Heinesen bleiv fulltíðar rithøvundur, eftir at hann gavst sum lærari í 1972. Hann var ein av Føroya virknastu rithøvundum nakrantíð og hevur greitt úr hondum út við 40 verk – skaldsøgur, stuttsøgur, greinasøvn, sjónleikir, yrkingar osfr. Tað er eingin loyna, at Jens Pauli var illa fyri tey seinastu árini í sínum lívi og bundin at rúsdrekka.

– Hann var høvuðsorsøkin til, at eg flutti heimaftur til Føroya í 2007 eftir at hava búð 25 ár í Danmark. Hann kláraði seg illa, eftir at mamma doyði í 2005 og kravdi fulltíðar røkt, so eg kom heim at taka mær av honum. Hann doyði so í 2011, 78 ára gamal.

Elin var einabarn, til hon var 14 ára gomul. Tá fekk hon eina lítlasystir, Mariannu, sum er ættleidd úr Korea.

1973_Marianna_just_komin_til_Dk_ur_Korea

– Heimið hjá okkum var rættiliga nógv øðrvísi enn hjá vinfólkum okkara, tí pápi arbeiddi heima, og mamma arbeiddi úti. Tey vóru mynsturbrótarar, so at siga. Hartil vóru tey vertskapsfólk og sera aktiv í mentanarlívinum í Havn, umframt at tey ferðaðust nógv. Tey vóru heimsborgarar og høvdu nógvar útlendskar vinir, rithøvundar, tónleikarar, sjónleikarar osfr. Heimið hjá okkum var ofta fylt av spennandi, áhugaverdum fólkum. Tað hevur givið mær nógvan kreativan íblástur.

– Sjálv havi eg altíð teknað og skrivað. Eg havi tó ikki skrivað bøkur, kanska tí eg havi liðið undir, at tað var pápi mín, sum var rithøvundurin í familjuni, so eg havi savnað meg um aðrar listagreinir. Tá eg var 6 ára gomul, fingu vit klaver í húsið, og síðani havi eg sungið og spælt, komponerað og arrangerað og skrivað egnar sangir.

Góð barnaár
Elin undirstrikar, at hon hevur havt ein góðan barndóm. Hon elskaði at ferðast á bygd. Í Klaksvík ferðaðist hon hjá fosturforeldrunum hjá mammuni. Har vóru nógv børn at spæla við, og altíð okkurt at takast við. Eisini var Elin mangan hjá ommuni og abbanum í Sandavági. Abbin, Petur á Lofti, var kongsbóndi. Omman Maria – kallað Mia – var en fantastisk omma. Har var kærleiki, umsorgan og eitt satt paradís hjá Elini.

Elin hevði fleiri systkinabørn og trímenningar at spæla við í Sandavági. Áin var spæliplássið hjá børnunum, har tey fangaðu kombikk og síl. Tey stjólu røtur og alt tað góða, sum børn áttu at gera. Familjan setti stóran prís á tað sosiala í tilveruni og at koma hvørjum øðrum við. Ikki at tala um, tá okkurt var á vási, sum eitt nú brúdleyp ella rundir føðingardagar. Elin minnist, at tá var púra vanligt at senda drunn á veitslum. Menninir kappaðust um at vera bestir at yrkja. Alt var so stuttligt tá, heldur hon.

Elin er farin inn í seg sjálva og sær alt fyri sær. Hon smílist. – Vit sluppu at vera við í øllum. Um morgnarnar ruku vit neytini út um garðarnar og fingu tey heim aftur ímóti kvøldi.

Pápabeiggin, Jóannes, var so smátt farin at yvirtaka garðin. Hann var ein fyrimyndarligur maður, ið Elin sá upp til. – Vit vóru ofta í haganum, har hann greiddi mær frá um seyðahald, um heiðafugl, um staðarnøvn og røkt av haga. Hann var sum ein annar pápi fyri meg og hevur verið tað til henda dag. Hann hevur ringt hvørja viku at vita, hvussu stóð til. Nú er hann vorðin gamal og sálarliga viknaður, so hann klárar ikki longur at ringja.

Jóannes giftist ikki fyrr enn hann var um 40 ár. – Eg var líka nógv hansara barn sum pápasa, inntil hann sjálvur fekk eina dóttur og seinni trý abbabørn. Men vit hava altíð varðveitt tætta tilknýtið.

– Eg hevði eisini tætt tilknýti til pápa mín. Líka til eg var um 14 ára gomul, gingu vit bæði túr úti við Strond og út á Boðanes hvønn einasta sunnumorgun, líkamikið hvussu veðrið var. Tað kom eisini fyri, at vit gjørdu túrin longri, um veðrið var gott. Tá fóru vit ofta niðan í Hoyvíkina at standa á seiðabergi yviri av Hoyvíkshólmi.

– Hóast eg kom at uppliva bæði eitt og annað, so er eingin ivi um, at tað hevur hjálpt mær nógv, tá á hevur staðið, at eg havi havt ein ótrúligan góðan barndóm, umgyrd av fólki, ið vóru góð við meg.

Nørdaslig
Elin hevði frá hon var heilt lítil eina innari tráan eftir vitan. Hon var forvitin og vildi tíðliga læra seg at lesa, tí hon vildi skilja tað, ið stóð í talubløðrunum í Anders And bløðunum. Mamma hennara terpaði og las við henni, og tá Elin var bara 4 ár, var hon før fyri at lesa Anders And bløðini á tamb og gjørdist ein sannur bókaormur.

– Eg var so altrá eftir at lesa, at eg las hvørja einastu bók á Barnabókasavninum. Tá eg var komin ígjøgnum allar, byrjaði eg umaftur.

Tá føðingardagar vóru í heiminum á Stoffalág, var ikki altíð, at Elin orkaði at rokast við øll hini børnini. Hon grínur, tí ein tanki kom framvið. – Eg kundi finna uppá bara at hvørva. Hini høvdu onga hóming av, hvar eg var farin, og undraðust. Tá tey fóru at leita, funnu tey meg inni í einum skápi við lykt og eini bók!

Láturin heldur áfram, og Elin setur seg betur til rættis, meðan hon greiðir frá, at hon hevði krógvað seg fyri at fáa frið. Hon orkaði ikki gangin. Eg haldi, eg var eitt sindur undarlig,… ja, tað havi eg verið, sigur Elin og grínur aftur.

Fyri siðamisbroti
Sum 7 ára gomul byrjaði Elin í 1. flokki í skúlanum á Frúutrøð, bert eitt hanagleiv frá ommuni og abbanum í Lon. Elin, ið er summarbarn, minnist, at hon harmaðist um, at hon ongantíð kundi bjóða floksfeløgunum góðgæti tann dagin, hon fylti ár.

Av tí at Elin var so veik, gjørdi hon ongantíð nakað serligt av fimleiki, ið tá fór fram í skúlagarðinum. Tað kundi verða stikkbolt ella onnur spøl. Annars varð svomið í gamla svimjuhylinum í Gundadali, har badmintonhøllin er í dag.

Fakliga var Elin frammanfyri hini í flokkinum, so hon keddi seg í tímunum. Tá hini í flokkinum vóru komin í helvt í roknibókini, hevði Elin roknað alla bókina fýra ferðir. Seinni javnaði støðan seg tó út.

Ein dagin, júst áðrenn hon skuldi byrja í 2. flokki og bert tvær vikur áðrenn hon fylti 8, ger hon av at ganga einsamøll gjøgnum Viðarlundina ávegis heim frá svimjihylinum í Gundadali.

– Har var eg fyri eini serstakliga skelkandi hending, sum vendi fullkomiliga upp og niður uppá mítt áður so sorgleysa lív. Tað rætt og slætt knústi meg sundur sálarliga.

Elin var bara knapt 8 ára gomul, tá hon valdi at fara einsamøll spákandi inn í Viðarlundina. At ganga túrar har við foreldrunum var ikki ókent fyri Elina, ið hevði áhugað fyri náttúruni. Kanska hon fór at síggja smáfuglar og dunnur á leiðini. Hon føldi seg trygga og hugtikna av vakra umhvørvinum.

Men knappliga leyp ein vaksin, ókendur maður fram og kom rennandi eftir henni. Hann lyfti hana upp, helt hondina fyri munnin á henni og bar hana inn millum trøini. Elin bardist fyri lívinum, men hann var nógv sterkari. So orkaði hon ikki meir. Hon undraðist stórliga á, at einki ljóð kom úr hálsinum, tá hon royndi at rópa um hjálp. Hon var rætt og slætt lammað av ræðslu. Inni millum trøini blakaði maðurin hana niður á jørðina og stappaði eitt lummaturklæði inn í munnin á henni. Hann bant hana við stáltráði, ið hann hevði frá einum stiki nærhendis, og síðani misnýtti hann hana.

– Ja, tað er skelkandi! sigur Elin, tá hon sær, hvussu skelkaður undirritaði er av frásøgnini.

Tá brotsmaðurin endiliga rýmdi, lá Elin enn niðurbundin. Hon var ræðslusligin og tordi ikki at røra seg, tí hon visti ikki, um hann kom aftur. Vóru ævintýrini um trøll, sum burturførdu prinsessur, veruliga sonn? Var hann sum eitt trøll, ið hevði tikið hana, og skuldi hon nú vera trælur hansara, fangað í allar ævir? Ella fór hann at drepa hana? Slíkir tankar runnu gjøgnum hennara lítla høvd.

Hon lá leingi, áðrenn hon megnaði at røra seg og fekk lív í kroppin. Tað eydnaðist henni at enda at vinda seg úr stáltráðnum. Hon stríddi seg niðan til minnisvarðan yvir teirra sjólátnu, har hon gekk seg fram á fólk og bað um hjálp. Hon royndi at greiða teimum frá, at ein maður var eftir henni, men dugdi so illa at siga frá, hvat var hent. Fólkini tyktust ikki at trúgva henni og høvdu hug at smílast. Men tey samdust tó um fylgja henni oman á Hoydalsvegin. Hagani mátti hon renna einsamøll allan vegin heim.

Foreldrini sóu beinanvegin, tá hon kom inn, at har var púra galið. Elin segði teimum stamandi frá hendingini, og tey lótu beinanvegin ein lækna kanna hana. Tilburðurin bleiv meldaður. Maðurin varð eftirlýstur í útvarpinum og varð funnin. Rættarsak kom burturúr, og maðurin varð dømdur sinnissjúkur. Søgan um, hvat var farið fram í Viðarlundini í Havn, frættist um allar Føroyar. Hetta gjørdi, at fólk leingi sóu Elina bara sum offurið fyri hesa ræðuligu hending. Tey skýggjaðu hana, tí tey vistu ikki, hvussu tey skuldu bera seg at, tá tey vóru í nánd av henni.

– Forhoyrini, rættarsakin og stigmatiseringin var nakað, sum fyri meg var minst líka traumatiserandi í sær sjálvum, og sum tók mær áratíggju at rista av mær. Í einum lítlum samfelag sum Føroyum er sera torført at koma burtur úr tí básinum, ein verður settur í. Haraftrat var ein psykologisk verjumekanisma hend undir álopinum, sum onkursvegna skilti mín kropp og sinn sundur, og gjørdi, at eg í nógv ár kendi meg ógvuliga fremmandagjørda frá verðini og frá mínum egnu kenslum og kroppi.

Elin fekk ongantíð nakra kreppuhjálp frá sálarfrøðingi. Og tey vaksnu tosaðu aldrin við hana um hendingina aftur, eftir at rættarsakin var liðug. Ongin spurdi, hvussu hon hevði tað við tí. Tá var hildið, at best var at tiga tílíkt burtur. Tey vistu ikki betur.

– Men sjálv hugsaði eg um tað nógvar ferðir um dagin hvønn einasta dag í nógv, nógv ár. Eg helt meg síggja mannin um hvørt horn og aftanfyri  hvørja gardinu. Og eg mátti liva við, at eg faktiskt kundi møta manninum í býnum árini aftaná. Hvørja ferð eg sá hann, rann eg og krógvaði meg onkustaðni.

Frá at hava verið ein glað, sorgleys og úteftirvend smágenta, gjørdist Elin still, innisæl og fólkaskýggjandi. Hon leið av angist og av øllum møguligum ræðslum. Elin er vís í, at hon hevði PTSD uttan nakrantíð at fáa diagnosuna.

1966_Elin_beint_eftir_hendingina

Fluttu til Wales
Hendingin setti eisini síni týðiligu spor á mammu Elina, sum legðist heima, var fyri ongum og megnaði ikki at fara til arbeiðis. Landslæknin, arbeiðsgevari hennara, ráddi teimum til at fara av landinum eina tíð, fáa fjarstøðu til hendingina og fella til ró. Tey fluttu tí til Wales í nakrar mánaðar. Elin heldur seg minnast, at tey búðu í einum kolabýi. Har vóru óendaligar longdir av raðhúsum. Eitt av hesum bleiv teirra heim. Har tóktist grátt og trist, minnist Elin.

– Eg minnist, hvussu tað luktaði av gomlum dusti. Trappan var myrk, og húsið var gamalt. Alt var í myrkum litum. Tað kendist sum eitt spøkilsishús. Mamma og babba vóru sorgarbundin og gingu har sum tvey spøkilsir um føturnar á hvørjum øðrum. Eg hevði ongan at spæla við og kendi meg so einsamalla. Ivaleyst var meiningin góð við ferðini. Men afturlítandi er torført at síggja, um tað var nøkur hjálp.

Illa happað í skúlanum
Í sínum óseka barnasinni var Elin sannførd um, at hon hevði gjørt okkurt – at hon hevði syndað, og tí sjálv hevði ákallað sær tað, ið hendi henni. At talan var um eitt slag av revsing, sum hon hevði uppiborið, tí hon var eitt ringt menniskja. Elin fekk ræðuliga skuldarkenslu og var áhaldandi óttafull og bangin fyri, at um hon gjørdi okkurt skeivt, fór nakað líknandi at henda sær aftur.

– Eg hugsaði nógv og helt meg í stóran mun fyri meg sjálva. Bøkurnar vóru ofta mín hjálp og møguliga mín máti at takla einsemið uppá. Alt hetta var við til at gera meg løgna í eygunum á hinum børnunum í skúlanum. Tey upplivdu meg viðbrekna. Tað skuldi einki til, so bleiv eg kedd.

Støðan gjørdist ikki betri av, at hon hevði astma og var veik kropsliga. Hon dugdi tí illa at verja seg.

– Eg bleiv eitt lætt offur og bleiv illa happað av tí sama. Teir fyrstu dagarnar, tá eg kom aftur í skúla á Frúutrøð aftaná hendingina, vóru øll so varin og tóku synd í mær. Men eftir eina tíð bliknaði hendingin í eygunum á hinum. Tey kundu ikki blíva við at halda, at tað var synd í mær.

Børnini fingu til frægd at rópa navnið á manninum, ið hevði gjørt seg inn á Elina, eftir henni. Hetta særdi og ørkymlaði hana. Men í Stoffalág hevði Elin tíbetur onkran at tosa við í trúnaði. Elin er sannførd um, at vinalagið við vinkonuna Mariu bjargaði henni frá at gerast sálarliga sjúk av øllum áganginum.

– Hon var tann einasta, ið eg kundi tosa við um alt. Hon var altíð trúgv og legði oyru til tað, sum eg hevði uppá hjarta. Vit vóru bara smágentur, men hóast tað, so tosaðu vit um hendingina. Hevði hon ikki verið har, so veit eg ikki, hvat hevði blivið av mær. Vit vóru ógvuliga ymiskar og sera óparaligar. Summi kallaðu okkum Fy & Bi, tí hon var lítil, og eg var long og kløn. Hon var ein fysisk sterk genta. Eg var ein nørdur, ið altíð lá við mínum bókum. Hon var ljóshærd og eg myrkhærd. Men hon var góð við meg og eg við hana.

Hetta skuldi ikki verða seinastu ferð, at Elin fekk brúk fyri vinkonu sínari.

Eitt ár í Spania
Tá Elin var tíggju ára gomul, flutti familjan Heinesen til Spania í eitt ár. Jens Pauli vildi vita, hvussu tað var at liva í einum einaræði, sum Spania var tá. Hetta var partur av kanningararbeiði til bókina, Frænir eitur ormurin, sum hann skrivaði, meðan tey vóru har. Eisini mamma Elina, Maud, hevði fingið farloyvi og hevði í hyggju at royna seg sum rithøvund. Hon skrivaði sína fyrstu barnabók, Marjun og tey, í Spania.

1968f_JPH_Elin_i_skulagardinum_i_Fuengirola

Seinni, tá Elin var vaksin, og bæði mamman og pápin vóru farin, kom Elin eftir, at alt ikki var heilt soleiðis, ið hon hevði fingið greitt frá. Hon las í eini bók hjá Jógvani Isaksen um skaldskapin hjá pápa hennara, at pápin í eini samrøðu segði, at ein av høvuðsorsøkunum til, at tey fluttu til Spania, var, at tað var gott fyri heilsuna hjá Elini, tí tað var so veðurgott har.

– Tey valdu at koyra meg í ein spanskan skúla, heldur enn í ein altjóða skúla, sjálvt um eg ikki dugdi eitt orð á sponskum. Men á tann hátt lærdi eg skjótt at tosa flótandi spanskt.

Skúlaskipanin í Spania var nógv øðrvísi enn í Føroyum. Men av tí at Elin var væl fyri fakliga og hevði lætt við at læra, gekk ikki long tíð, til hon kláraði tað sama sum hini børnini.

Hvønn morgun svam hon í svimjihylinum, ið hoyrdi til íbúðina. Hon føldi seg frískari, bleiv kropsliga betur fyri og slapp av við trupulleikarnar av astmu. Av tí sama fekk hon spakuliga meira sjálvsálit.

Sólin gjørdi holdið brúnt og hárið nógv ljósari. Hon flennur, tá hon minnist, hvussu forliptir og forelskaðir dreingirnir vóru í sær. Dreingirnir vistu, hvar Elin búði, og tað kom fleiri ferðir fyri, at teir stóðu undir altanini og floytaðu og vónaðu, at hon kom út. Elin kann ikki lata vera við at grína eftir, at hon í sponskum dreingjaeygum ivaleyst var ein lekkur genta tá.

Flokslærarin í skúlaflokkinum á Frúutrøð tók stig til, at børnini skrivaðu brøv til Elina í Spania. Elin skrivaði aftur og greiddi í longum brøvum frá sínum lívi í suðurlondum.

Aftur í Føroyum
Tá Elin aftur sat í skúlastovuni á Frúutrøð, vónaði hon, at hon á ein ella annan hátt hevði fingið uppreisn frá happingini, men so bleiv ikki. Elin hevði nú upplivað aðra mentan og hevði fingið víðkað um sjónarringin. Nú visti hon um ein heim uttanfyri Føroyar.

– Hetta gjørdi meg bara enn meira løgna í eygunum á hinum. So eg endaði aftur við at blíva happað. Eg slapp bara ikki burtur úr happingini.

Á Frúutrøð var happingin ring, men tá flokkurin mátti halda áfram í Kommunuskúlanum í sætta flokki, bleiv tað eitt satt helviti.

Fyrsta dagin Elin kom í nýggja skúlagarðin, segði ein genta í flokkinum seg at hava mist okkurt niður í eina trappuniðurgongd, ið gekk oman í kjallaran, har m.a. oljufýringin stóð, ið hitaði allan skúlan. Elin helt tað verða løgið, at gentan bað seg fara niður har eftir tí, hon hevði mist. Hví fór hon ikki bara sjálv? Men fyri at verða fitt og vísa seg frá síni bestu síðu, fór Elin.

– Tað, sum eg ikki visti, var, at um nakar fór niður har, so var beinanvegin allur skúlagarðurin rundan um trappuholið og gjørdi tað ógjørligt hjá viðkomandi at koma uppaftur. Gjørdi eg eina roynd at koma upp, bleiv eg skumpað niðuraftur. Øll børnini stóðu rundan um holið og róptu og spýttu eftir mær. Tað var mín fyrsti dagur í Kommunuskúlanum!

Daman, ið situr yviri av mær á eini sofu í eini kjallaraíbúð í Stoffalág, greiðir róliga frá øllum. Hon tykist at verða í javnvág, men eg hoyri á røddini, at hon ikki altíð hevur havt tað so gott. Sjálvur siti eg sum kánus og undrist yvir, at nakað barn kann vera fyri tílíkari viðferð. At børn kunnu verða so órein og finna uppá at gera slíkt ímóti hvørjum øðrum.

Kurla lyftir høvdið upp og hvínur. Hon hevur ligið undir hvørjum orði, men nú var ovboðið. Elin veit, hvat er áfatt. Tær báðar reisast mestsum í senn, og hundurin sleppur at lufta sær eina løtu í garðinum.

Eftir hendingina í kommunuskúlagarðinum fekk Elin enn eitt sálarligt afturstig. Men hóast hon var bangin fyri at fara í skúla og stríddist nógv við angist, so var hon kortini blivin brýnd. Eingin skuldi síggja á henni, at hon læt seg ávirka av happingini.

– Hevði eg greitt foreldrunum frá, so hevði eg kanska komið í ein annan skúla, men eg beit tað í meg. Eg hevði eina byrjandi kenslu av, at eg ikki skuldi lata meg kúga og bleiv sannførd um, at eingin skuldi fáa meg niður við nakkanum. Eg vildi ikki vera eitt offur longur. Eg skuldi vísa teimum.

Elin gjørdist vaksin alt ov tíðliga og brúkti ómetaliga nógva orku gjøgnum barndómin og ungdómin at stríða seg burtur úr offurleiklutinum og fáa harðari húð.

Tá hon fór úr Kommunuskúlanum og byrjaði at ganga í Realskúla, vóru fleiri nýggj andlit í flokkinum, sum Elin gjørdist væl við. Elin royndi at verða kul, m.a. við at verða frek í málburðinum, og hon byrjaði at roykja. Tað ráddi jú um at verða partur av hópinum. Elin gjørdist eisini greið yvir, at tað loysti seg ikki at skelta við, hvussu ‘klók’ hon var.

– Eg gjørdi upp við leiklutin sum tann “fitta, dugnaliga gentan”, tí eg orkaði ikki meir. Eg fekk einki burturúr. Tað kundi gera tað sama. So eg fór at gera uppreistur móti foreldrunum og móti autoritetum í heila tikið. Eg var t.d. beinanvegin við uppá tað, um onkur skeyt upp at skulka. Kondittaríið bleiv tilhaldstaðið, og har blivu nógvir skúlatímar brúktir.

Tað, at Elin nú hevði skift kós, gjørdi, at hon bleiv meira góðtikin. Hon byrjaði at byrjaði at ganga í dans og finna sær vinarløg í býnum, sum tordu at verða ímóti myndugleikunum og gjørdist partur av eini kliku, har hon treivst.

Pápi Elina, Jens Pauli Heinesen, kendi væl sjónleikaraumhvørvið í býnum, har menn sum Olivur Næs og Oskar Hermansson vóru í vælmaktini. Ein dagin, tá veitsla var í Stoffalág, sang Elin kenda lagið, Streets of London, við føroyskum sangteksti, sum hon sjálv hevði skrivað sum bara 15 ára gomul. Øll gjørdust hugtikin, og Elin bleiv boðin at koma í Sjónleikarahúsið at syngja sangin til eina minningarsýning, har brot úr eldri sjónleikum, ið høvdu verið gjøgnum tíðirnar, blivu spæld. Ímillum framførslurnar skuldi pallurin broytast, og tá var tað, at Elin undirhelt við sínari tulking av lagnum, hon kallaði “Áarvegurin”.

Elin reisist og fer eftir eini mynd at vísa mær. Á myndini syngur ein rættiliga ung Elin í Sjónleikarhúsinum. Hetta var fyrstu ferð, Elin sang alment frammanfyri eini áhoyrarafjøld. Mammubeiggi hennara Svenn Brimheim og Finnbogi Johannesen leikaðu á gittarar afturvið. Sangurin “Áarvegurin” bleiv ógvuliga væl dámdur og breiddi seg skjótt um allar Føroyar.

1974_Elin16ar-Sjonleikarhusid

Flýggjar inn á Kondittaríið,
sami gamlin, frá strev´og stríði,
í myrkasta krókin
at turka síni tár.
Ongastaðni fær hann frið,
látur altíð fylgir við.
Roynir hann at gloyma
síni tungu sálarsár.

Hetta førdi seinni við sær, at Elin sama vetur gjørdist føst vísusangarinna í sera væl umtóktu undirhaldssendingini V4 í nøkur ár, ið summi helst minnast til.

Millum flipparar og rokkarar
Sjeytiárini vóru ein politisk rembingartíð. Tá Elin var um 16-17 ára gomul, vóru ymiskar klikur í býnum. Diskarar vóru tey til høgru, og flipparar vóru tey til vinstru. Og so vóru tað rokkarar, ið vóru meira til knallertir og annað.

– Eg byrjaði við at vera mest rokkari, har eg fór frá at dáma Sweet til at dáma Deep Purple, Uriah Heep og Led Zeppelin og aðrar sjeytiára rokkbólkar. Fyri fermingarpengarnar keypti eg mær fyrst eitt stereoannlegg og síðan spardi eg mær upp til eina knallert, sum kom væl við, tá eg fór at ganga í Hoydølum.

Láturin kemur frá Elini, tí hon minnist, at hon boraði knallertina út og koyrdi eisini onkuntíð undan løgregluni. Eg var forferdilig, sigur hon og grínur so hjartaliga.

Um somu tíð vandi ein tónleikabólkur í einum kjallara á Traðarvegnum. Har vóru dreingir sum eitt nú Petur Mohr Reinert, Ragnar Rubeksen og Arnbjørn Sivertsen. Bólkurin nevndist Mjølnir. Elin minnist, at hon og ein onnur genta stóðu uttanfyri og lurtaðu og vónaðu inniliga, at dreingirnir fóru at biða tær sum kórgentur.

– Tað kom okkum ikki til hugs, at vit eisini kundu brúkt okkara fermingarpengar til ljóðføri, trummusett og annað. Tað var ikki í okkara tonkum, sjálvt um vit ivaleyst vóru líka so musikalskar sum teir. Tað var bara í tíðini, at gentur kundu ikki annað enn syngja, dansa ella blíva kórgenta. So hóast tað var mín stóri dreymur tá, bleiv eg ongantíð biðin.

Seinni bleiv eg meira sosialt tilvitað, tí eg var jú sjálv blivin illa viðfarin og var tí í parti við teimum veiku. Øll vit anti-autoriteru, og sum vóru eitt sindur øðrvísi, søktu saman. Tey kallaðu okkum flipparar. Vit hildu okkum verða kul, og tað vóru vit sikkurt eisini.

Broytingartíð
Tað hendi nógv tey árini, Elin gekk í Hoydølum. – Kristian Blak byrjaði sum lærari hjá okkum í Hoydølum tá. Hann lat ein nýggjan heim upp. Flokkurin fór at lurta eftir øðrvísi plátum, enn øll hini lurtaðu eftir. Elin lær eftir sær sjálvari. – Nei, vit vóru ikki til disco. Hjá okkum var tað jazztónleikur, tú.

Tá kundi ein eisini hoyra um jazzarar í býnum. Tey vóru fleiri, ið høvdu hendan áhugan. Elin var millum teirra, ið stovnaðu Havnar Jazzfelag. Hon heldur seg verða hepna, tí flokkurin hjá henni í Hoydølum var ein væl samansettur flokkur við fleiri kreativum fólkum. Har vóru t.d. Ívar Bærentsen, sum sang og leikaði á gittar, og Bergur Hanusson, sum leikaði á blokkfloytu, meðan Elin sang og spældi klaver.

Flokkurin gjørdi nógv við at syngja, serliga úr Háskúlasangbókini og Primo. Kristian Blak var eisini áhugaður í fólkatónleiki, ið var nógv frammi tá, og stovnaði Spælimenninar í Hoydølum, sum Ívar Bærentsen spældi við í. Ívar gjørdi fólkaløg og gav Elini íblástur at gera fleiri egin fólkaløg eisini.

– Vit royndu fleiri av løgunum av, tá vit høvdu veitslur í skúlanum, og fleiri gjørdust rættiliga væl umtókt.

1976_Bergur_Elin_Ivar

Nú Elin hevur hugsað seg um, kemur hon í tankar um, at hon eitt skifti sum smágenta fekk frálæru í klaveri. Um tað mundið, tá Jazzfelagið var stovnað, framførdi hon okkurt smávegis í gamla Havnar Klubba og í gamla B36 húsinum, sum Jazzfelagið lánti. Um onkur fór upp og spældi okkurt, ið Elin kendi, so kundi hon stemma í við nøkrum akkordum á klaverinum.

Beint eftir at Elin var liðug í Hoydølum í 1977, fóru hon og onnur, hon sang og spældi saman við, saman við Kristiani Blak og Spælimonnunum í Hoydølum til Skotlands, Hetlands og Orkneyar á konsertferð.

Elin nýtti nógva tíð í Jazzfelagnum. Hon var í nevndini, var eftirlitsfólk, seldi atgongumerki, stóð í barrini, ruddaði, fyrireikaði konsertir. Hon var við í øllum. Hon upplivdi, at Jazzfelagið fór frá áleið 8 til 900 limir uppá stutta tíð. Hildið varð til Veitsluhøll Klubbans mestu tíðina. Men seinni varð farið í Perluna.

Jazzfelagið var eitt ógvuliga tolerant felag, har pláss var fyri øllum slag av fólki. Hetta hóvaði ikki øllum. Serliga var Viljin (ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum) ímóti virkseminum hjá Jazzfelagnum. Nakrir dreingir komu onkuntíð bara fyri at gera ónáðir og leggja upp til rok, tí teir hildu, at øll vóru kommunistar har.

– Tað var als ikki so, sigur Elin. – Onkur var kanska við í Reyða kórinum, men tey flestu av okkum vóru nógv meira áhugað í tónleiki og í at skapa eitt spælistað enn í politikki. Sjálv var eg ikki politiskt aktiv uppá nakran máta, men eg bleiv stemplað sum kommunist, bara tí eg var aktiv í jazzfelagnum.

Reyðsokkar
– Í Perluni var altíð nógv fólk í vikuskiftunum, og har var smátt við plássi. Eg minnist, at tá eg skuldi bera øl- og sodavatnskassar, var neyðugt hjá mær at balansera við kassunum á høvdunum. Eg mátti halda við báðum ørmum fyri ikki at missa kassan á meg sjálva ella onkran annan og var tí verjuleys, tá mannfólkini hildu seg hava rætt at føla uppá meg. Teir gjørdu tað í heilum. Fyri meg var tað sera óbehagiligt. Tað fekk meg at kenna meg brúkta og sum ein annanrangs borgara. Tað tímdi eg ikki at finna meg í.

Elin gekk til drama í kvøldskúlanum hjá Eyðuni Johannesen og kom í samband við fólk, ið vóru aktiv innan Kvinnufylkingina. Kvinnufylkingin kravdi størri virðing fyri kvinnum og gjørdi vart við, at kvinnur høvdu alt ov lítla samfelagsávirkan, tí alt ov fáar sótu í leiðandi størvum. Ikki minst var tað órættvíst við lønarmuninum millum kynini, og at alt ov fáir barnagarðar vóru, sum gjørdi tað torført hjá kvinnum at koma út á arbeiðsmarknaðin. Elin tók fult undir við hesum sjónarmiðum og bleiv rættiliga tíðliga limur í Kvinnufylkingini.

– Eg haldi, eg var akkurát fylt 17, tá eg bleiv tilvitaður feminist. Vit blivu eisini kallaðar fyri reyðsokkar, akkurát sum tær í Danmark. Navnið bleiv nokk sagt í spølni ella sum spei, men vit tóku tað til okkum. Kvinnufylkingin gav t.d. eitt blað út, ið fekk navnið “Súrsokkurin”.

Vit liva saman
Vit liva sama, tú og eg
Hví so gera mær fortreð?
Rætt tú mær tína
hond og fylg mær á veg.
Latið okkum ganga síð um síð
sama slag øll innaní.
Taka vit saman hendur,
vera vit frí.                                    

Tín fíggindi er innan
í tær og ikki í mær.
Tú spælir bara sterkur,
ein týðiliga sær.
Tað er tí, tú ert so illur,
at tú næstan drepa kanst,
men tá ið tú fært valdið,
Er tað veruliga tú, sum vanst?

(Lagið “Vit liva saman” er at hoyra á fløguni hjá Elini “Handan Stjørnurnar, sum kom út summarið 2018)

Eftir Studentaskúlan tók Elin exam.art.-útbúgving í føroyskum á Setrinum, og tá hon var liðug á Setrinum sum 23 ára gomul, gjørdist hon læraravikarur í føroyskum í Hoydølum.

Um sama mundið, sum Elin gekk á Setrinum, møtti hon einum manni um sín egna aldur, sum hon helt saman við í fýra ár. Ein av sangunum “Vit liva saman” á nýggjastu fløgu hennara “Handan stjørnurnar”, ið bleiv útgivin í fjør, er um henda mann. Í byrjanini gekk væl, men eftir eina tíð gjørdist greitt, at hann hevði alt meira hug at drekka og misbrúka alt, hann fekk hendur á. Haraftrat var hann sjúkliga svartsjúkur. Hann vildi ikki lata Elina fara einsamalla nakrastaðni. Hann vildi hava fult tamarhald á henni.

– Eg kundi ikki fara nakrastaðni, tí har bleiv rok burturúr hvørja ferð, greiðir Elin frá. – Einaferð eftir eina lítla ósemju langaði hann mær ein undir vangan, so trummuhindan brast. Tað sang í oyranum. Tað ger tað framvegis, sigur Elin, ið hevur ógvusligt tinnitus. – Eg havi verið opin um mítt tinnitus, men ongantíð greitt frá, hví eg fekk tað. Tað er jú ikki nakað, eg eri errin av.

Aftaná angraði hann og lovaði at verða góður við meg. Og eg tók hann til náði aftur, sigur Elin. – Eg var jú góð við mannin og ynskti so inniliga, at tað skuldi verða gott okkara millum.

Men ikki var long tíð fráliðin, til hann aftur gjørdi seg inn á Elina. Hvørja ferð bað hann um fyrigeving, og Elin tók hann aftur. – Eg longdist so nógv eftir kærleika og hevði frammanundan sera lága sjálvsvirðing, so eg var til reiðar at trúgva honum og geva honum ein kjans. Men hann fekk bara minni og minni virðing fyri mær.

Við tíðini bleiv Elin alt meira avbyrgd í einum umhvørvi merkt av misbrúki og harðskapi og gjørdist alt meira sálarliga og likamliga niðurundirkomin av strongd. Eftir næstan fýra ár var hon so mikið afturfarin, at hon vigaði bert 43 kg. Hon hevði einki yvirskot til at gera nakað við støðuna og tordi ikki at biðja nakran um hjálp.

– Tað versnaði serliga tað síðsta árið, vit vóru saman. Hann kallaði meg dagliga fyri heks. Hann helt pútur niður yvir andlitið á mær, til eg næstan svímaði. Og einaferð høgdi hann eftir mær við knívi og rakti meg í tjúkkan, tá eg rann upp á loft undan honum. Hetta vóru umstøðurnar, eg livdi undir. Tað var sum at liva í einum ræðufilmi, greiðir Elin frá, týðiliga rørd.

Seint eitt kvøldið, tá tey vóru løgst í songina uppi á hemsini í einum lítlum húsi úti á Reyni, sum tey vóru flutt inn í stutt frammanundan, fall prátið á bøkurnar, hann hevði lánt á Býarbókasavninum. Elin kundi hugsað sær at lisið onkra teirra, tí hon helt, at hann ikki fór at fáa tíð at lesa allar. Tá sló fullkomiliga klikk hjá honum.

”Klári eg ikki tað?”, segði hann og østi seg upp. Hann helt áfram: ”Hvat helviti heldur tú meg vera! Ja, tú heldur fanin altíð, at tú ert klókari enn eg!”. Hann vant seg enn meira upp. Áh nei, áh nei, hugsaði Elin. Her mátti okkurt gerast. Kvikliga rullaði hon seg úr songini og helt leiðina niðurundir. Hann var í hølunum á henni.

Hóast Elin bara var í trussum og eini t-shirt, visti hon, at nú ráddi um at koma sær út sum skjótast, áðrenn hann fekk fingrarnar í hana. Elin hevði júst tikið í úthurðina, tá hann fær fatur í hárið á henni. Við megi rendi hann høvdið á henni í durastólpan.

Elin krýpur saman á sofuni. Hetta er ikki eitt kvøld, hon gloymir. Hon minnist, at hon taldi, hvussu ofta hann buldraði høvdið á sær inn í durastólpan. Tá hon hevði talt uppí 30, svímaði hon. Hon veit ikki, hvussu leingi hon var uttan vit, men tá hon raknaði við, sat hann uppøstur fullur av adrenalini við síðuna av henni.

Elin gjørdi eina roynd at reisa seg upp frá gólvinum. Hon hevði eitt í tonkunum, og tað var at sleppa sær á dyr. Hann varnaðist rørslurnar av skroypiliga kroppinum á gólvinum og setti seg á hana, algoystur á málinum:”Eg hati teg! Doyggj, tín helvitis heks”, rópti hann og tók síðan um hálsin á Elini og kvaldi hana til hon á øðrum sinni misti vitið. Elin suffar og sigur seg ikki skilja, at hon yvirlivdi harðskapin hetta seina kvøldið stutt undan jólum. Hon heldur áfram.

– Tá eg kom til mín aftur, sá eg, at hann lá og svav. Eg var als ikki klár í høvdinum. Eg tordi ikki upp eftir klæðunum av ótta fyri at vekja hann. Vaknar hann, er deyðin vísur, greiðir Elin frá, at hon hugsaði. So hon smoygdi sær út í kuldan, hóast tað var bæði vindur og vátakavi.

At fara heim til foreldrini kom ikki uppá tal. – Eg var alt ov foy av støðuni. Men Elin visti, at vinkona hennara, Maria, ið las í Danmark tá, var heima í jólafrí. Illa fyrikomin fór hon varisliga sníkjandi fram við húsaveggunum ígjøgnum fólkatóma býin bert í trussum og eini t-shirt. Tað eydnaðist henni at koma ósædd av Reyni og niðan í Essalág. Enn einaferð var Maria, vinkonan, bjargingin.

– Hóast alt høvdið var hovnað, og eg hevði blá merki um hálsin, noktaði eg blankt at melda mannin og at fara á skaðastovuna, no way! Eg tordi ikki, tí eg var 100 prosent vís í, at hann fór at koma eftir mær at drepa meg, um eg gjørdi tað.

Hesaferð fór Elin ikki aftur til hansara. Hon kom fyri seg likamliga og flutti í eina kjallaraíbúð í Grím Kambans gøtu, men kendi seg ongantíð trygga har. Av tí sama læsti hon altíð væl og virðiliga, tá hon fór frá húsum, ella tá hon var einsamøll inni.

– Men einaferð, eg kom heim, var hurðin ólæst og inni í íbúðini stendur hann, sum stutt frammanundan nærum hevði tikið lívið av mær. Hann gløddi uppá meg uttan at siga eitt orð. Eg hugsaði, nei, eg skal bara verða púra kúrr. Beint tá hoyrdi eg, at onkur skavaðist í erva. So við eitt leyp eg á dyr og skundaði mær uppá til útleigaran. Har var eg verandi, til eg sá, at maðurin fór avstað aftur. Eg var ræðslusligin.

Elin hevur sanniliga verið fyri skelkandi tilburðum, har menn hava misbrúkt, at teir vóru við yvirlutan í styrki, og hetta hevur helst, sum hon sjálv sigur, verið vil til at gjørt hana til ein gløðandi feminist. Men Elin ger í sama viðfangi greitt, at hon avgjørt ikki hatar menn.

– Eg havi sanniliga upplivað nógvar góðar menn. Eg veit ígjøgnum mín barndóm, hvønn kærleika og umsorgan eg havi fingið, t.d. frá pápa, abbum, pápabeiggja mínum o.ø. monnum í familjuni. Og eg havi eisini gingið saman við dreingjum, sum vóru ordiliga fittir og deiligir. Tað hevur ongantíð verið so, at eg havi dømt allar menn. Men eg eri greið yvir, at tað finnast menn, ið ein skal ansa sær eftir, og sum hava gjørt lívið súrt hjá mongum konufólkum.

Rýmdi til Danmarkar
– Eg má hóast alt hava havt eina sterka og sunna kjarnu, sigur Elin, tí eg yvirlivdi alla hesa niðrandi viðferðina hvørja ferð. Men eg trongdi til at koma burtur frá øllum, tí eg føldi, at lívið í Føroyum helt mær niðri. Eg treivst ikki og spurdi meg sjálva; hví ikki bjóða mær sjálvari okkurt betri?

Í 1983 gjørdi Elin av at rýma til Danmarkar sum 25 ára gomul. Rætt og slætt fyri at broyta kós, bjarga lívinum og vónandi vinna persónligar sigrar. Um tað mundið var Norðurlandahúsið bygt. Tað gav Elini íblástur til at stremba eftir at gera mentan til sítt arbeiðsøki. Elin fór tí at lesa Fagurfrøði og Mentan (Æstetik og Kultur) sum høvuðsgrein á Aarhus Universiteti aftrat hjágreinini í føroyskum. Seinni tók hon eisini ein yvirbygnað í Vinnulívsbúskapi á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.

– Men so lætt skuldi eg ikki sleppa. Í Aarhus var eg aftur fyri eini skakandi hending eina náttina á veg heim úr býnum. Ein maður fylgdi aftaná mær og ætlaði at neyðtaka meg stutt frá, har eg búði, men eg rann undan honum. Hann rann aftaná mær, men í síðstu løtu slapp eg inn í uppgongdina og fekk bjargað mær sjálvari. Eg fekk ein sovorðnan skelk, at eg fór beint heim til Føroya og var um at gevast við lestrinum, tí hetta skræddi allar sálarløstirnar hjá mær uppaftur, sum eg helt, eg var við at koma yvir. Men tað var eg als ikki.

Elin gjørdi hesa ferð á fyrsta sinni av at tosa við mammu sína um hendingina í Viðarlundini, tá hon var 7 ár. Mamma Elina spurdi, um tað kanska var eitt hugskot at biðja um innlit í gomlu sakina. Stutt eftir sat Elin einsamøll í einum lítlum rúmi á fútaskrivstovuni og las avritini av forhoyrunum av sær beint eftir neyðtøkuna.

– Eg kundi staðfesta, at alt, sum eg mintist til hendingina, var rætt. Fyri fyrstu ferð, síðani tað hendi, græt eg um tað, sum var hent mær. Eg mundi ikki steðgað aftur. Eg tók so innarliga synd í hesi stakkals smágentuni, sum jú var eg sjálv, ið upplivdi alt hetta ræðuliga. Tað er eingin ivi um, at tað, at eg soleiðis konfronteraði meg sjálva við hendingina, gjørdist eitt umskifti fyri meg. Eg gjørdi enn einaferð av, at eg ikki vildi lata óttan stýra mær, tók meg saman og fór niðuraftur.

Treivst væl í Danmark
Stutt eftir hesa hending beint áðrenn jól í 1985 hitti Elin nú fyrrverandi mannin hjá sær. Hann var heilt øðrvísi og var eisini við til at hjálpa henni úr svarta holinum. Jens, ið er dani, og Elin blivu gift á hásumri í 1989. Spakuliga lærdi Elin at liva eitt meira normalt lív, ið styrkti seg.

Elin hevur nú tosað seg heita. Hon greiðir frá, at tá hon valdi at flyta til Danmarkar, var tað sum at fáa eitt kalt, frískligt brúsubað. Eingin visti, hvør hon var. Hon kundi so at siga turka alt av sær og byrja av nýggjum.

– Fyrstu árini í Danmark kendi eg meg uttanfyri, sigur Elin. – Eg sá alt uttanífrá, men eftir nøkur ár og eina rúgvu av stuttligum og minni stuttligum mentanarligum misskiljingum, fall eg endiliga til í danska samfelagnum og fór at klára meg rættiliga væl. Tað havi eg eisini hug at tosað um, ja, reypa eitt sindur av, sigur Elin og hyggur at mær við einum smíli.

Í 1990 bleiv Elin mamma. Hon átti dóttrina Helenu. Hetta var ein kollvelting. Helena var eitt ynskibarn, ið veruliga gav lívinum meining.

1990_Elin_Helena_just-foedd

Knapt eitt ár seinni gjørdi Elin útbúgvingina lidna í 1991. Stutt eftir fekk hon eitt leiðarastarv og borðið fangaði, tí síðani hava øll størv hennara verið leiðarastørv.

– Sera spennandi størv, leggur Elin aftrat. Millum annað hevur Elin verið marknaðarleiðari á Folketeatret í Keypmannahavn og marknaðarsamskipari av Kulturby 96, har hon tók sær av altjóða marknaðarførslu av Keypmannhavn sum mentanarbýi. Beint eftir hetta slapp hon, sum ein av átta millum 1.200 umsøkjarar og umvegis fimm upptøkuroyndir, inn á Den Danske Filmskole á filmmanuskriptforfatter-linjuna. Tað stimbraði sjálvsálitið, viðgongur Elin.

– Men tíanverri gekk ikki við hjúnalagnum, kemur frá Elini.

1995_Jens_Helena_Elin

– Vit fóru hvør til sítt. Hetta var um somu tíð, sum eg byrjaði á Filmskúlanum. So mátti eg klára meg sjálva sum einsamøll mamma. Av tí at eg hevði uppbrúkt mítt S.U., var neyðugt at finna uppá okkurt annað at liva av.

– Eg lærdi meg at programmera og gera heimasíður, skaffaði mær góðar kundar og stovnaði mína egnu samskiftisfyritøku. Hesum kláraði eg dagin og vegin við, meðan eg gekk á Filmskúlanum. Aftaná Filmskúlaútbúgvingina bleiv eg headhuntað av altjóða fyritøkuni World Online til at stovna fyrsta danska kvinnumagasinið á netinum, Kvindekanalen.dk. Men tíverri kom KT-kreppan í 2001. Vit vóru 60, sum mistu starvið sama dag, og netmagasinið bleiv niðurlagt.

Elin var heppin beinanvegin at fáa nýtt starv sum ritstjóri á Komiteen for Sundhedsoplysning og medritsjóri av ungdómsblaðnum UNG, sum øll ung, ið gingu í 8., 9. og 10. flokki í Danmark fingu ókeypis.

Árið eftir fekk Elin starv sum blaðstjóri á kvinnu- og forbrúkarablaðnum KIWI, ið hon var við til at menna og selja til Netto ketuna sum teirra Instore Magasine – akkurát sum Samvirke er fyri Keypssamtøkuna.

2004_Elin-leder-KIWI

Blaðið er ikki til longur, sigur Elin, men tað er greitt, at hon er errin av sínum avriki, tí tá hon fór úr starvinum fimm ár seinni, hevði KIWI, sambært Gallup, 430.000 lesarar, tvs. dupult so nógv sum t.d. Alt for Damerne og Femina. Besta starv nakrantíð! staðfestir Elin uttan at himprast og smílist.

Flutti heim til Føroya
– Í 2007 flutti eg heim til Føroya. Eg brúkti sum undanførslu, at eg hevði fingið starv í Føroyum sum stjóri á SamViti, men sannleikin var, at eg mátti heim at taka mær av pápa mínum.

SamVit var ein samanrenning av Ferðaráð Føroya og Menningarstovuni, sum var eitt slag av útflutningsráð. Tað var ein politisk avgerð at sláa stovnarnar saman, men vinnan var alt annað enn fegin um avgerðina. Bert tvey ár seinni kipti Jørgen Niclasen, táverandi uttanríkisráðharrri, SamVit. Stutt eftir byrjaði Elin sum miðlaleiðari í Kringvarpinum men ymisk viðurskifti, bæði á arbeiðsplássinum og á heimavølli, gjørdu, at Elin fekk nakrar óvæntaðar avbjóðingar.

Pápi Elina, Jens Pauli Heinesen, fekk fleiri fylgjandi blóðproppar og nakað eftir andaðist hann. Hjartavinkonan hjá Elini fekk staðfest krabbamein stutt eftir, og í hølunum á tí komu skelkandi boð niðrifrá, at dóttirin var sálarliga sjúk, og at hon í skundi var innløgd á psykiatrisku deild á Ríkissjúkrahúsinum. Elin harkar og steðgar á. Hon er týðiliga ávirkað. So heldur hon fram. – Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so fekk eg sjálv diskusprolaps við nógvari pínu, sum gjørdi, at eg mátti ganga við høkjum í eitt hálvt ár.

– Alt hetta legði meg undir stórt trýst, men eg møtti ikki nógvum forstáilsi frá leiðsluni. Tað endaði við, at eg segði starvið í Kringvarpinum upp í 2012 aftaná trý ár har. Eg royndi so at klára meg sum freelance samskiftisfólk, men eg var troytt, og tað var ikki lætt at fáa til at mala runt, tí føroyski marknaðurin er so lítil, og vit vóru nógv samskiftisfólk um boðið, sum undirbjóðaðu hvønnannan fyri at fáa uppgávur. Aftaná trý ár var eg so strongd, at eg søkk saman rætt og slætt. Eg svímaði í heilum og fekk ikki hugsað ein samanhangandi tanka. Eg fór til lækna, sum sendi meg beint á Hvíldarheimið í fimm vikur. Tað var sálarbót, kann eg siga tær – bara at kunna leggja alla ábyrgd frá sær eina tíð. Tað vil eg viðmæla øllum!

Elin kom spakuliga fyri seg aftur, og júst komin av Hvíldarheiminum fekk hon starv á Fróðskaparsetrinum sum lestrarskrivstovuleiðari. Henni dámdi væl, men tað var ikki óvanligt, at vit á skrivstovuni starvaðust 16 tímar um samdøgrið 7 dagar um vikuna um sumrarnar, tá upptøkan skuldi avgreiðast, tí uppá fimm ár var talið av lesandi vaksið til tað dupulta og umsøkjaratalið fleirfaldað, uttan at talið av starvsfólkum í fyrisitingini fylgdi við. Tað merkti, at arbeiðsbyrðan bleiv ov stór, og Elin bleiv aftur stúrin um sína heilsu. Hon søkti tí eitt ára farloyvi eftir trý ár í starvinum á Setrinum. Hetta var í fjør.

– Júst um tað mundið las eg inn eina bók hjá pápa mínum í Ljóðbókatænastuni, sum er ein deild av Landsbókasavninum. Margreta Næss, sum gjørdi upptøkurnar, segði, at starvið sum ljóðbókafyristøðufólk fór at vera lýst leyst, og spurdi, um eg ikki vildi søkja. Tað gjørdi eg. Úrslitið var, at eg nú havi verið í hesum starvi í eitt ár. Vit taka upp og framleiða ljóðbøkur, fyrst og fremst til blind, sjón- og lesiveik. Og eg eri í ferð við at gera fyrireikandi arbeiði til ein framtíðar netmiðlapall til ljóðbøkur, sum tað er ógviliga stórur eftirspurningur eftir. Eg stórtrívist og fari ikki aftur á Setrið.

Elin sær glað út og nevnir eisini, hvussu glað, hon er um dóttrina hjá sær, Helenu, sum í fjør gjøgnumførdi útbúgvingina og hevur nú master prógv í Music Creation frá Det Rytmiske Musikkonservatorium í Keypmannahavn.

2018_Helena-Elin60ar

Elin er ómetaliga stolt av henni. Hon er nú 29 ára gomul og hevur tað gott. Í apríl mánaða í ár bleiv hon gift við damuni hjá sær, Lorri, í New York.

– Eitt fantastiska rørandi brúdleyp, sigur Elin. – Vit vóru sjey føroyingar har yviri fyri at fagna tær. Tær báðar eru akkurát fluttar til Malmø í Svøríki og eru sera eydnuríkar. Tað gleðir meg ósigiliga nógv.

2019_Lorri-Helena_brudleyp

Letur ikki stúranina stýra sær
Í dag kann Elin tykjast sum ein sterk kvinna, sum ikki er bangin fyri at traðka fram. Men í veruleikanum hevur Elin altíð havt tað torført við at standa fram á einum palli. Kortini hevur hon gjørt tað. Tí sum hon sigur:

– Eg vil ikki, at óttin skal stýra mær, so eg havi altíð bjóðað mínari pallræðslu av. Onkuntíð havi eg fínt sjálválit, men aðrar tíðir má eg viðganga, at eg havi verið eitt ristandi vrak innaní áðrenn eina framførslu. Tað er eisini komið fyri, at angistin hevur fingið takið á mær frammanfyri eini áhoyrarafjøld. Tað er ikki ofta, tað er hent, men framvegis tann dag í dag kann óttin koma sum eitt snarljós úr bláum himni uttan ávaring.

Elin hevur sungið á fleiri stórum tiltøkum uttan trupulleikar, eitt nú á Voxbotni. Men á Summarfestivalinum í fjør, tá Elin skuldi syngja “Eitt dýpi av dýrari tíð” á stóra palli á Vágsbøi, hendi tað, sum ikki skuldi henda. Elin hevur sjálv gjørt lagið til vøkru yrkingina hjá pápanum og sungið tað óteljandi ferðir. Hon dugir tað út í fingraspíssarnar. Men knappliga kom óttin kortini á hana.

– Eg mátti halda um mikrofonina við báðum hondum, fyri at tað ikki skuldi síggjast, at eg ristist so illa. Akkurát tann sangin! Tað var so irriterandi. Eg gloymdi ikki tekstin, men eg fór upp at ristast og fekk av tí sama ikki sungið frítt. So jú, eg havi meira enn so setst aftur, tá fólk hava biðið meg spælt. Eg havi spurt meg sjálva, klári eg tað? Orki eg? Hvat nú um eg verið bangin?

Men tónleikurin hevur eisini ofta verið henni ein stór hjálp í myrkum løtum. Hennara góða hugflog og skapanarevni yvirhøvur hava eisini givið henni styrki at yvirliva. Og so hevur Elin eina sterka drívmegi, ið helst botnar í, at hon ikki bara hevur viljað verið kend sum offurið, hon var í barndóminum. Tað hevur tí havt stóran týdning fyri Elina at megna at blíva sjónlig á annan hátt, hóast hon hevur stríðst nógv við lágt sjálvsvirði og eina øgiliga pallræðslu.

#Metoo
– Av tí, at eg jú havi upplivað kynsligan ágang, var eg ein av teimum, ið skrivaði #Metoo á mín facebook-vanga, tá tað var nógv frammi. Eg var ein av teimum fáu í Føroyum, ið tordi at gera tað. Tað vóru rættiliga nógvar, eg visti um, sum ikki tordu, hóast tær eisini hava upplivað kynsligan ágang. Tær vóru bangnar fyri, at fólk fóru at seta sneytandi spurningar um, hvør, hvat og hví tær gjørdu tað. Óttin fyri, at fólk ikki vildu trúgva tí, sum kvinnurnar komu fram við, var eisini reellur.

Fyri Elina var tað rættiliga særandi, tá menn byrjaðu at ákæra konufólk, sum luttóku í Metoo, fyri at vera mannahatarar. Fleiri søgdu t.d.: “Tit helvitis feministar eru bara úti eftir okkum monnum, og hatta Metoo er bara eitt helvitis uppreklamerað tvætl. Har er onki í tí, sum tit siga!” Elin hevur t.d. eisini hoyrt útsøgnina: “Hatta gera tit bara fyri at gera tykkum áhugaverdar”.

Tað sæst, at Elin gerst hørm av hesum. – Eg havi ikki biðið um at vera fyri siðamisbroti í Viðarlundini sum barn. Ella at ein hýruvognsførari gjørdi seg inn á meg, tá eg var blaðung. Ella at ein læknalesandi doyvdi meg, tá eg las. Ella at ein virdur politikari føldi uppá meg á, tá eg var í starvsvenjing, uttan at eg á nakran hátt legði upp til tað sjálv, bara tí eg var ung og ósikkur, og tí hann hevði vald til at gera tað. Eg ynski inniliga, at eg var hesar oyðileggjandi upplivingar fyriuttan. Skal eg nú oman á tað heila ákærast fyri at hata onnur og bara vilja gera meg áhugaverda? Heilt ærligt… Er slíkt nakað at reypa av?

– Og veitst tú hvat? leggur Elin aftrat. – Eg eri als ikki nakað eindømi ella serliga óheppin. Nógvar hava upplivað líknandi hendingar, serliga sum heilt ungar, men tosa bara ikki alment um tað. M.a. tí tær eru bangnar fyri at blíva ákærdar fyri at hata menn sum heild. Nógvar eru so vanar við at skula finna seg í meira, enn tær í veruleikanum hava tað gott við, fyri ikki at verða ákærdar fyri at vera alt ov erkvisnar. Tær vita eisini, at tað gongur sannlíkt mest út yvir tær sjálvar, um tær gera álvara av at melda slíkt, tí tað er so torført at prógva.

Elin greiðir frá eini kvinnu, hon kennir, ið meldaði ein mann fyri neyðtøku. Úrslitið varð, at hon bleiv hongd út. Maðurin, ið hevði gjørt seg inn á hana, var høgt í metum, og tað eydnaðist honum at hunddálka hennara umdømi og trúvirði. Hon rýmdi úr Føroyum og býr framvegis uttanlands, sigur Elin.

Elin minnist, at fyri kortum var okkurt frammi um, hvussu nógvar fráboðanir eru um árið í Danmark um neyðtøkur, og hvussu fá í roynd og veru verða dømd fyri neyðtøku. Amnesty.dk skrivar, at talið av neyðtøkum og neyðtøkuroyndum liggur millum 5.100 (sbrt. danska løgmálaráðnum) upp til 24.000 neyðtøkur ella neyðtøkuroyndir (sbrt. kanning hjá Syddansk Universitet í 2018) um árið í Danmark. Men í 2017 blivu einans 890 neyðtøkur meldaðar, og einans 94 av hesum endaðu við, at tann, sum neyðtók, fekk fellandi dóm.

– Og so siga fólk, at Metoo er yvirdrivið! Nei, tað er sanniliga enn tørvur á eini størri tilvitan um, hvussu útbreiddur kynsligur ágangur er – og hví, so vit vita, hvørji stig mugu takast fyri at fyribyrgja tí og kunnu verja tey, sum ikki fáa vart seg sjálvi, so øll kunnu ganga trygg allastaðni uttan at óttast at vera fyri kynsligum ágangi. Vónandi var MeToo eitt tikaralop á leiðini fram móti einum tryggari samfelag fyri øll.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2020/06/30/umsorgan-hjalpti-maer-at-yvirliva/