Týring av svenska kronikkinum hjá Maria Sveland “#MeToo och bakslaget”: https://www.etc.se/kronika/metoo-och-bakslaget
Um tað er nakað, feministar kunnu vera vísir í, so er tað, at allir teirra sigrar møta mótstøðu.
Bakslátturin kann síggja ymiskur út og vera meira ella minni væleydnaður, men at royndin verður gjørd, er líka so sikkurt sum, at tann sonevndi “Kulturprofilurin” við sambondum til Svenska Akademiið hevur viðvirkað til at víðka hugtakið ‘gentlemaður’.
Tí er tað, í tí frígerandi kollveltingini, sum #metoo rørslan setti gongd á, áhugavert at granska øll tey uppgjørdu mótmælini, sum nú eru at hoyra.
Fyrst komu atfinningarnar av, at nøvn á gerningsmonnum vóru nevnd. Hildið var uppá, at grund var at stúra fyri, at miðlarnir fóru at virka sum ein dómstólur, har hvør sum helst tilvildarlig ill kona kundi nevna hvønn sum helst við navni sum hevnd fyri okkurt smátt ella stórt.
Hetta uppáhaldið helt neyvan í veruleikanum, tí av øllum teimum túsundtals vitnisburðunum, sum hava skolað inn yvir okkum seinastu vikurnar, eru tað bara tríggir ella fýra persónar, sum eru vorðnir nevndir (ikki bara av einari kvinnu. Nei, ein heil røð av kvinnum stóð aftan fyri ákærurnar móti hesum navngivnu persónunum). Tríggir-fýra nevndir menn av fleiri túsundtals gerningsmonnum. Er tað veruliga nakar, sum av álvara stúrir fyri, at hetta fer at úthola pressuetikkin? Vit hava sæð munandi meira álvarslig dømi um spekulativa avdúking av nøvnum enn hesi dømini tað farna árið.
Ein onnur atfinning, ið nú byrjar at vísa seg, er at #metoo blandar alt saman, lítið og stórt. At frásagnir um lættari kynsligan ágang verða blandaðar saman við frásagnir um reinar neyðtøkur og annan meira álvarsligan harðskap, og at hetta so útvatnar út týdningin av “veruliga” áganginum.
Óviljin móti at síggja, hvussu sexistiskur málburður er tengdur saman við kynsligum ágangi og enntá við mest víðgongdu dømunum um sexismu, nevniliga neyðtøku, er áhugaverdur. Sum um allir teir menn, ið hava gjørt seg inn á kvinnur í áravís, fingu hugskotið burtur úr ongum. Sum um tað ikki var ein gerð, teir vóru eggjaðir til at gera og sum um sexistiska skemtið og óvælkomnu, kensludeyvu hendurnar á kroppunum hjá kvinnum ikki gjørdu, at treystið hjá teimum vaks seg stórt til at fremja ógerðirnar. Sum um neyðtøka og annar harðskapur ikki vóru eitt úrslit av teirri sexistisku mentan, vit øll eru vaksin upp í.
Aftur eina ferð verður tað surrealistiskt at síggja, hvussu stúranin verður vend øvutan veg. Ístaðin fyri at stúra fyri, at næstan allar gentur og kvinnur hava upplivað kynsligan ágang og harðskap, so vilja kjakarar, kronikørar og aðrir meiningsmyndarar heldur tosa um sína stúran um teir menn, ið tagna, tí teir ikki longur vita, hvussu teir skulu flirta ella nærkast kvinnum. Ein stúran fyri, at “hin rationella samrøðan brýtur saman orsakað av smettanarmentanini” (Lena Andersson í P1 Studio One 28/11). Stúran fyri, at nøkur – í staðin fyri at kunna seta spurningar og kjakast – nú kenna seg tvingað til bara at lurta (!).
Hanne Kjöller var inni á sama evni í ‘Aktuelt’ (30/11), har hon segði frá sínari stúran fyri, at nú fóru tað bara at vera tey smáfirtnu, ið fóru at stýra øllum orðaskiftinum – tey, sum ikki megna at skilja millum smálutir og meira álvarsaman ágang.
“Tað hoyrir við til vaksnamannalívið at fáa settar spurningar, ein ikki ynskir, og í nøkrum førum at vera noydd at siga nei. Tað hoyrir við til vaksnamannalívið, at summi koma við vánaligum skemtisøgum. Tað hoyrir við til vaksnamannalívið at finna seg í greinaskrivarum, ið hava sjónarmið, ein ikki er samd/ur í.”
Øh. Ja. Sum um tað er tað, ið #metoo snýr seg um. Tað má vera ein av teimum stuttligastu, mest misteinkliggerandi illtulkingunum, eg havi hoyrt. Higartil.
Vit hava alt at læra av søguni, og fyri mongum árum síðani upplivdu vit ein av teimum størstu baksláttrunum móti feministum í Svøríki í nýggjari tíð. Eisini tá snúði tað seg um kvinnur, ið royndu at varpa ljós á tann harðskap, sum finst í nærumhvørvinum hjá flestum kvinnum. Tá var tað um frágreiðingina hjá Roks og granskaranum Evu Lundgrens ”Slagen Dame”. Sama slag av misteinkilggerandi tulkingum av granskingini sum nú, sama “stúran” um, at harðskapsfremjarin kundi vera hvør sum helst.
Atfinnararnir róptu seg reyðar í høvdinum um, at “Slagen Dame” kanningin blandaði heilt ymiskar útsagnir um harðskap saman, og at ein í kanningini – í staðin fyri at seta generellar spurningar um upplivingar av harðskapi – setti ítøkiligar og nágreiniligar spurningar:
“Hevur tú royndir við at vera sparkað? Royndir við sløgum við opnari hondflatu? Royndir við at verða roytt í hárið?”
Millum tær 7.000 kvinnurnar, ið svaraðu kanningini, upplýstu 56%, at tær høvdu upplivað kynsligan ágang. Atfinnararnir (íroknað Hanne Kjöller) hildu, at tær spurdu kvinnurnar trivialiseraðu harðskapin, og at tølini vóru heilt misvísandi.
“Tær skaptu myndina av, at talan var bara um klombrut skemt og ikki um ‘veruligan’ harðskap, vit lýstu, og hildu, at vit áttu at miðsavna okkum um rættiligan harðskap. Men kjarnin í okkara kanning var, at tú ongantíð fert at fáa eyga á tann álvarsliga harðskapin, um tú ikki sært, hvar hann byrjar. Tann samanhangurin, har harðskapurin stigvíst gerst meira góðkendur og toldur.”
Tað segði Jenny Westerstrand, ein av granskarunum aftan fyri kanningina, sum eg hevði viðtalu við í míni bók “Hatet – en bok om antifeminisme”. Tá førdi bakslátturin til oyðileggjandi avleiðingar fyri allar partar. Evu Lundgren og hennara lívs granskingararbeiði um harðskap hjá monnum móti kvinnum bleiv smildrað sundur.
Vit vita, at bakslátturin kemur, men latið okkum hesa ferð standa saman, til reiðar til sakliga at møta øllum teim uppfinnsomu grundgevingunum og mótmælunum. Latið okkum stuðla hvørji aðrari, so eingin skal kenna seg einsamalla úti í stríða vindinum (sum so ofta áður). Latið “atfinnararnar” við teirra følsku stúran venda aftur sum av torvheiðum til teirra fínu, afturlatnu rúm og loyndarfelagskapir .
#Metoo er ein av teimum skilabestu og mest viðkomandi samrøðunum, sum nakrantíð eru førdar í hesum landinum.