Hava menn brúk fyri einum altjóða stríðsdegi fyri menn?

412E4EFA-9C44-4D98-B8A5-09B8FBC9E19F_4_5005_cEftir  Elina Brimheim Heinesen

Í gjár, tann 19. november, var altjóða mannadagur – ein altjóða stríðsdagur fyri menn. Í tí sambandinum havi eg sæð fólk á Facebook kjakast um, um menn nú hava brúk fyri einum slíkum degi, tí menn “grenja” ikki sum kvinnur… Hmmm, tað veldst um, hvørjum sjónarhorni ein sær tað frá.

Eg haldi, at eins væl, sum menn fata kvinnur sum nøkur verri “grenj”, tá tær kæra seg um menn sum orsøkina til allar teirra trupulleikar, eins væl fata kvinnur menn sum nøkur verri “grenj”, tá teir kæra seg um kvinnur sum orsøkina til allar teirra trupulleikar. Og har haldi eg, at kynini eru líka góð um tað.

Men at spæla “the blame game” er helst ikki tann mest uppbyggjandi mátin at loysa ein trupulleika, sum í veruleikanum bæði kyn líða undir, nemliga: at vera undirløgd einum aldargomlum hugburði og nøkrum kynsnormum, sum í veruleikanum læsa bæði kyn føst í nakrar avmarkandi kassar – tvs. eina ávísa fatan av kynsleiklutum, sum uttan iva eru líka so kúgandi fyri menn sum fyri kvinnur.

Hesir normarnir – ella “kynskassa-mentaliteturin” – ger, at mong, sum ikki kenna seg passa heilt inn í kassarnar, ikki tora bara at vera seg sjálvi, tí um tey ikki at liva upp til galdandi hugburðin og normin, fella tey uttanfyri samfelagið, har henda kynsfatanin er galdandi, og verða marginaliserað.

Eg rópi meg sjálva feminist, men mær dámar illa, tá summar kvinnur, sum rópa seg feministar, gera feminismu til ein spurning um kvinnur móti monnum. Tað er als ikki tað, sum feminisma snýr seg um – ella eigur at snúgva seg um – fyri meg.

Fyri meg snýr feminisma seg um at stríðast fyri javnstøðu – hvørki meira ella minni. End of story. Tað snýr seg um, at kvinnur – ístaðin fyri bara at “grenja” um menn og spæla offurleiklutin – ikki undirleggja seg kúgandi hugburðir og normar fyri, hvussu kvinnur “eiga at vera”, men taka sína ábyrgd av at stríðast fyri sínum javnrættindum – ikki við at stríðast MÓTI hinum kyninum, men við at standa upp fyri seg sjálvar og stríðast FYRI javnstøðu við hitt kynið, til fyrimuns og win-win fyri bæði kyn. Eingin yvir. Eingin undir.

Eg síggi ikki menn sum kyn sum orsøkina til teir kynstengdu trupulleikarnar, sum nógvar kvinnur hava at stríðast við. Eg síggi hugburðin og normarnar, sum læsa bæði kynini føst, sum størstu avbjóðingina.

Á sama hátt kann eg ímynda mær, at menn kundu notið gott av eini mannarørslu, sum – ístaðin fyri bara at “grenja” um kvinnur og spæla offurleiklutin við umvendum fortekni – skifta fokus frá kvinnum, sum orsøkina til allar teirra trupulleikar (og sum einans kann føra til eitt stríð MÓTI kvinnum), til at hava fokus á tann hugburðin og teir normarnar, sum læsa menn fastar í eina ávísa fatan av maskuliniteti, sum í stóran mun eisini kúgar menn sjálvar, tí hesin heldur avmarkandi kassin rætt og slætt ikki loyvir teimum bara at vera menniskju uppá gott og ónt.

Altíð at skula liva upp til at vera dominerandi og sterkur, sum inniber ongantíð at kunna vísa minsta vet av veikleika, er ikki eitt privilegium, men er ofta bara eitt haft um beinið á monnum, sum ikki bara er orsøk til kúgan av kvinnum, men eisini kúgar ein stóran part av teimum sjálvum. Menn hava eisini – sum eg dugi at síggja tað – nógvar góðar orsøkir til at gera uppreistur ímóti kúgandi kynsnormum, at standa upp fyri seg sjálvar og síni javnrættindiog stríðast FYRI javnstøðu við hitt kynið, til fyrimuns og win-win fyri bæði kyn. Eingin yvir. Eingin undir. Bara javnvág.

Harvið ikki sagt, at eg ikki viðurkenni, at harðskapur og órættvís viðferð finst, har kvinnur kunnu vera offur fyri menn, og har menn kunnu vera offur fyri kvinnur. Sjálvsagt eru nógv dømi um tað, men tann veruligi syndarin her er ikki kynið í sær sjálvum, sum fremur harðskap ella órættvísa viðferð av hinum kyninum, men samfelagsligi hugburðurin og kynsnormarnir, sum seta okkum øll í hesar avmarkandi kynskassarnar, har menn skulu vera so og so fyri at kunna rópa seg “rættar menn” og kvinnur so og so fyri at kunna rópa seg “rættar kvinnur”, sum ofta førir til ómetaliga ørkymlan, ið kann enda við, at fólk í desperatión fremja fysiskan ella psykiskan harðskap.

Harvið heldur ikki sagt, at als eingin munur er á kvinnum og monnum. Sjálvsagt eru kvinnur og menn ikki eins, men munurin eigur ikki at brúkast sum ein umbering fyri at kúga hitt kynið. Hvørki av monnum ella kvinnum. Punktum.

Við hesum innslagnum vil eg nettupp vísa á, hví eg eri við monnunum og fegin vil stuðla teimum 100 % í teirra stríði fyri at betra korini hjá monnum. Eg tosi einans um mítt persónliga sjónarmið um feminismu sum eitt dømi um, hvussu nógv menn og kvinnur hava til felags í veruleikanum, tí í grundini hava menn og kvinnur í stóran mun sama trupulleika, nemliga nakrar kynsnormar, sum avmarka bæði kynini, kanska á hvønn sín hátt, men bæði kynini líða undir stereotypu fatanunum, vit hava av kvinnum og monnum.

Tí skilji eg, hví menn eisini vilja hava sín stríðsdag. Sama siga nógvir menn, sum rópa seg feministar, nettupp hetta: at stríðið hjá kvinnum eisini er teirra stríð fyri einum betri samfelag, har kvinnur og menn ikki stríðast móti hvørjum øðrum, men fyri einum samfelag, har øll kunnnu rúmast uttan at óttast diskriminering. Tí stuðla teir kvinnunum.

Alla virðing fyri, at menn eisini fáa sín stríðsdag, eins og kvinnurnar hava sín. Í báðum førum hjálpir tað til at gera alt samfelagið meira menniskjansligt – ikki bara fyri menn ella fyri kvinnur, men fyri øll. Tí vil eg fegin vísa mín stuðul.

…………………

Um ein veruliga er áhugaður í at skilja tann problematikkin, sum eg tosi um omanfyri, so lurta eftir hesum sera áhugaverda fyrilestrinum:

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2016/11/20/hava-menn-bruk-fyri-einum-altjoda-stridsdegi-fyri-menn/