GEV GÆTUR! Rithøvundurin til hesa grein, Ford Elms, Newfoundland, Kanada, hevur givið mær loyvi til at avrita og almannakunngera hana her:
Í eini siðvenju, sum gongur meira enn túsund ár aftur í tíðina, endurnýggja føroyingar tilknýti teirra til søguna, til mentanina, til nærumhvørvið og til náttúruna kring teirra. Grindahvalirnir venda aftur til Føroya, og fólk heysta hetta ríkidømi úr havinum.
Føroyar eru smáar oyggjar mitt í kalda Norðuratlantshavinum. Gróðrartíðin er stutt, nógv av lendinum á oyggjunum er berur klettur og har, sum mold er, kann næstan bara gras vaksa og nakað av tí mest harðføra grønmetinum. Kosturin hjá fólkinum hevur siðbundið verið tungur kostur grundaður á kjøt og sjógæti, og grindahvalirnir eru eitt vælkomið ískoyti. Hetta er heilt náttúrligt, sjálvandi, men nakað sum nógv í 21. øld ikki skilja, meðan tey lata sum um tey gera tað.
Í einari tíð, har nógv fólk noyðast at kalla seg sjálvi “menniskjadjór” fyri at minna seg sjálvi á teirra pláss sum partur av náttúruni, uttan veruliga at skilja, hvat tað merkir, so hava fólkini í Føroyum vitað tað heilt frá teirra fyrstu barnaárum.
Tú kanst ikki siga við vill djór, hvussu tey skulu bera seg at. Nær hvalirnir koma aftur, ber ikki til at spáa um frammanundan. Nøkur ár koma teir als ikki. Fá ting minna teg so nógv á títt pláss í náttúruni, sum tá náttúran ikki veitir tær tann matin, tú ert bundin at. So í hesi nútímans verð við tíðarætlanum og freistum, eru tað tey, sum kunnu leggja amboðini frá sær og fylgja teim treytum, sum náttúran setur, og har alt tað mannaskapta má víkja fyri onkrum nógv størri.
Ein flokkur av grindahvalum verður sæddur, og rópini gella: Grindaboð! Fólk sleppa tí, tey gera, og savnast til grindadrápið. Tú kanst ikki biðja eitt villdjór um at bíða, til tú ert liðugur at arbeiða á skrivstovuni. Familjur savnast á sandinum, nøkur sigla út við bátum fyri spakuliga at reka grindina inn á land. Bert ávísar strendur kunnu brúkast, tær skulu vera langar og har má ikki vera ov djúpt fyri at loyva hvalunum at verða riknir upp á sandin. Børn, foreldur, ommur og abbar savnast. Menninir byrja ta strævnu og skitnu uppgávuna at drepa hvalirnar, hála teir upp á sandin, áðrenn teir gera enda á hvalunum við at skera teir á háls ella stinga teir við einum mønustingara. Blóðið fyllir vatnið, sum tað skal.
Á næstan ótilvitaðan hátt, soleiðis sum siðvenjur verða fluttar frá ættarliði til ættarlið í siðbundnum mentanum kring heimin, læra børnini við at hyggja. Ofta er tað við at hyggja út úr eygnakrókunum, meðan tey spæla á strondini, klintra á teimum deyðu hvalunum, og síggja teir eldru, at tey læra førleikar, sum teirra fólk hava dugað í øldir.
Tí tað er ikki ein løtt uppgáva at drepa ein hval rætt. Ger man tað skeivt, kann eitt stórbært djór liggja í tímar og doyggja spakuliga í pínu. Tað skal ganga skjótt, ein uppgáva, sum verður harðari, jú meira blóð rennur, og jú meira sjógvurin rísnar av hvalunum, sum vríggja seg, og møðin byrjar at tyngja. Børnini skulu læra, hvussu ein ger tað rætt, áðrenn tey taka sítt pláss við síðuna av teimum eldru. Hetta er ikki spæl.
Og teir gomlu menninir við teirra stívnaðu liðum og seinu afturbrøgdum, stíga nøkur fet aftur og hyggja at, meðan teir minnast grindadrápini frá teirra barna- og ungdómsárum. Teir finnast at teim ungu monnunum fyri ikki at vera líka góðir, sum teir vóru í teirra tíð, ella rósa førleikunum hjá teimum meira royndu. Tær gomlu kvinnurnar práta um tað, ið fyriferst, og blunka til hvørja aðra, meðan tær yngru genturnar hyggja at teimum yngru dreingjunum, sum luttaka fyri fyrstu ferð, og dreingirnir hyggja aftur at teimum. Tær gomlu kvinnurnar minnast, tá tað vóru tær, sum hugdu.
So er tað liðugt. Hvalirnir verða skornir upp, og tvøstið verður býtt út eftir eini fløktari, siðbundnari býtingarskipan líka so gomul sum grindadrápið sjálvt. Blóðið hvørvur úr víkini, og øll venda nøsini heimaftur. Hvat tey hava gjørt, kann møguliga ikki tykjast sum so nógv. Ella tað kann fyri onkrum tykjast sum ein ræðulig brotsgerð. Men hvat hava tey veruliga gjørt?
Tey hava luttikið í onkrum, sum knýtir tey til teirra forfedrar. Tey hava útvega sær føði til sín sjálvs. Tey hava endurnýggja teirra siðbundna tilknýti til hvønn annan og náttúruna rundan um seg, tilknýti sum teirra mótstøðufólk í teirra sjálvrættvísi, fordómsfullu óvitan ikki kunnu skilja, og tískil heldur ikki vilja royna at skilja. Tey hava gjørt hetta fyri seg sjálvi og fyri teirra børn, børn, sum uttan veruliga at vera tilvitað um tað, læra, hvørji tey eru.
Og fyri tað verða tey háðað og spottað av fólki, sum ikki kenna seg sjálvi, eiheldur hvat tað er, tey baktala, fólk sum romantisera náttúruna, meðan tey breiða út hatur móti teimum, sum eru nógv meira partur av náttúruni, enn hesir sjálvrættvísu dómarar nakrantíð kundu vóna at gerast. Tað krevur eina bygd? Ja, tað eru tær bygdirnar, tað krevur.
Nógv av teirra mótstøðufólkum búgva í býumhvørvum, har teirra steinsetti og syntetiski lívsstílur skapar ruðuleika í náttúruni. Hesin ruðuleiki røkkur til Føroya, har fólk eru stúrin um, hvussu kyksilvur gerst ein partur av føðiketuni. Føroyingar seta nógv færri spor eftir seg á alheims vistskipanina. Kortini brúka tey, hvørs lívsstílur hevur verið orsøk til nógv av tí kyksilvuri og tess eitran, bæði sum eitt argument móti at eta hval og sum eitt vápn til at lýsa føroyingar, sum á ein ella annan hátt skulu eitast fyri at vera mentalt avbjóðaðir og ikki betri enn brutal djór, samstundis sum tey ikki látast at síggja tann ræðuliga sannleikan, at teir hvalir, tey siga seg verja, verða eitraðir í teirra egna náttúrliga umhvørvi. Sum ein føroyingur segði: – Hví er tað góðtikið, at hvalir verða eitraðir av kyksilvuri, so leingi ongin drepur og etur teir?
Men grindadrápið heldur fram, vart av føroyingum við eldhuga, sum ein umráðandi partur av teirra mentan. Hvør veit, hvussu leingi tað fer at vara. Og um siðvenjan gongur til grundar, hava vit so mist nógv? Vit hava mist nakað, sum, hóast tað ikki er serstakt fyri Føroyar, bert finst í sera avmarkaðum nøgdum. Vit hava mist eitt fólk, hvørs lív varð stýrt av einum stevi í eini ringrás so gamlari sum gongustjørnan sjálv, sum skiltu landið og havið kring seg og teirra pláss í skipanini, og at tey hava líka so nógvan rætt sum mastarhvalurin at eta grindahvalin, tí tey eru ikki minni náttúrlig enn mastrarhvalurin.
Um tú heldur, at tað er ein stórur missur, veldst væl um, hvussu stóra virðing tú hevur fyri menniskjum og fyri mentanarligum fjølbroytni. Eg síggi missin av eini siðbundnari mentan sum eina ómetaliga sorg, ikki minni sorg enn yvir missin av einum djóraslagi. Vit missa nakað av tí menniskjaligu upplivingini. Hesi fólkini liva teirra lív við tí eyðkenni, at náttúran ikki er nakað, ein bara vitjar av og á í royndini at kenna seg andaligan. Náttúran er teirra heim.
Hvussu speisamt er tað so, at fólk, sum liva teirra lív langt burtur frá kelduni til teirra mat og tykjast at síggja náttúruna sum ein risastóran djóragarð við lodnum ferføttum menniskjum, sum ikki duga at tosa, prædika fyri teimum um virðing fyri náttúruni.
Ford Elms, August 2014