Apropos klummuna hjá Rudi Helenu Heinesen, sum so dúgliga hevur verið kjakast um í miðlunum, um, hvør hevur høvuðsábyrgdina av børnum – skúlin ella foreldrini. Eg kom í tankar um hesa klummuna, eg skrivaði fyri 12 árum síðani í 2002, sum er ein annar vinkul á eitt sindur sama evni:
12. mars 2002:
Eingin tíð til børnini og tey ungu
Eftir Elina Heinesen
Tað eru óhugnalig tøl, sum í løtuni eru at síggja í fjølmiðlunum, sum viðvíkja børnum og ungum fólki. Fyri 20 árum síðan vóru tað í vesturheiminum umleið 8 til 10 prosent av børnunum, sum høvdu sokallaðar socio-emotionellar trupulleikar í størri ella minni mun. Í dag liggur hetta tal á umleið 20-25 prosentum!
Fleiri og fleiri børn og ung verða send til serundirvísing og til viðgerð hjá sálarfrøðingum og psykiatarum. WHO og Barnagrunnurin hjá ST hava gjørt eina frágreiðing, har tey vísa á, at hvørt ár doyggja 1,5 milliónir ung av misbrúki, avleiðingum av barnsburði, sjálvmorði og skaðum av vanlukkum ella harðskapi. Tað er eisini millum tey ungu, at 50 prosent av nýggjum HIV-smittaðum finnast.
Talið av børnum og ungum við tunglyndi, og av børnum og ungum, sum gera enda á sær sjálvum, er eisini nógv vaksið seinastu 20 árini. Tunglyndi er nú fjórða størsta sjúkuorsøk millum ung, og fær væntandi annað plássið longu áðrenn ár 2002 er av. Sálarfrøðingar og psykiatarar siga seg drukna í áheitanum um hjálp og í arbeiðsuppgávum, sum teir ongan livandi tjans hava til at fullføra. Í Danmark er bíðitíðin til at sleppa framat hja einum barnapsykiatara hálvtannað ár!
Ofta verður orsøkin til hesi ótespiligu tøl førd aftur til tað trýstið, serliga nógvar barnafamiljur liva undir í mun til vantandi tíð og vaksandi krøv um materiellar ágóðar. Foreldrini arbeiða so nógv fyri at fáa ráð til alt, sum ein vanlig familja í dag sigst at tørva, at tey hava ikki tíð at taka sær av børnunum. Teir sperdu stovnarnir – barnagarðar, skúlar, frítíðarheim – hava heldur ikki umstøður og ráð til at geva børnunum tað, sum teimum tørvar allarmest – tíð til nærveru og umsorgan. Hetta hevur við sær, at fleiri og fleiri børn fáa strongd, angist, órógv og trupulleikar við at eta. Ein kann bara gita sær til árinið, hetta hevur á heilsuna hjá børnunum framyvir, tá tey gerast vaksin.
Frágreiðingin hjá WHO og ST-barnagrunninum vísir á, at trupulleikarnir hanga saman við teim sera stóru og skjótu broytingunum, sum fara fram samfelagsliga, sosialt, tøkniliga og mentanarliga í hesi tíðini. Hetta samanhildið við alla ta tíðina børnini eru latin til sín sjálvs saman við sjónvørpum við satellitt-móttakarum og við teldum við atgongd til alnótina, sum aftur í sær sjálvum gevur atgongd til hvat sum helst, sum ofta ikki er ætlað eygunum á børnum.
Ongantíð áður í søguni hava børn og ung haft so lætta atgongd til pornografiskt tilfar. Og kanningar vísa, at tey ungu sjálvi, sum jú hava eitt náttúrligt forvitni, leita sær hetta tilfarið fram, og at nógv av teimum eisini lata seg ávirka av tí og spæla sær við tankan um at føra tað út í lívið, sum tey síggja og uppliva í sjónvarpinum og á alnetinum. Soleiðis er tað eitt kent fyrbrigdi her niðri í Danmark og í øðrum evropeiskum londum, at fleiri og fleiri ung fáa eitt avskeplað forhold til náttúrligan seksualitet, t.d. eru tað tíverri fleiri og fleiri ung, sum neyðtaka onnur ung – og ofta í størri bólkum, har summir av brotsmonnunum eru heilt niður í 12 ára aldur!
Hetta er altsamalt serstakliga óhugnaligt, og spurningurin er, hvat vit skulu gera við tað. Hvussu kunnu vit venda hesi skeivu gongd? Vit kunnu jú ikki bara leypa av tokinum í ferðini ella steðga tøkniligu menningini – t.d. sløkkja øll sjónvørp og kopla alnetið frá…! Menningin gongur sína gongd uttan náði.
Til ber heldur ikki at siga, at nú skulu konufólkini aftur til kjøtgrýturnar harheima at ansa børnunum, so tey eru undir betri eftirliti – í fyrsta lagi tí tær allarflestu kvinnurnar als ongan hug hava til at venda aftur til fortíðarinnar lágstatus og til at seta seg sjálvar uttanfyri ávirkan, har samfelagsligar avgerðir verða tiknar. Í øðrum lagi tí tær allarflestu barnafamiljurnar kunnu ikki klára seg uttan tvær inntøkur.
Nei, einki av kynunum eigur at standa við sviðið soð orsaka av hesum. Bæði kyn mugu býta ábyrgdina og uppgávuna millum sín. Tí tað er eingin ivi um, at vit verða noydd til at taka okkum betur av okkara børnum og ungu í framtíðini, skulu vit venda gongdini.
Her má politiskur vilji og visiónir til, har umhugsað verður, hvussu vit kunnu innrætta samfelagið soleiðis, at pláss verður fyri at geva ta tíð og ta umsorgan børnunum og teim ungu tørvar, so vit lofta teimum, áðrenn tey verða fangað av skeivu gongdini. Og tað gera vit ikki við at stinga høvdið niður í sandin sum strutsurin og lata sum um hesi fyribrygdini ikki eru til, men við at tosa opið um, hvørjir trupulleikar kunnu standast av menningini.
Vit mugu geva okkum tíð til at vísa børnunum, hvar mørkini ganga etiskt og moralskt – og soleiðis vísa teimum, at vit taka okkum av teimum og teirra trupulleikum! Ja, at tey ikki standa einsamøll við øllum.
Elin Heinesen
Sosialurin, mars 2002