Skifta føroyingar ikki kós, gevist eg at verja grindadráp

Hetta er eitt lesarabræv, sum var almannakunngjørt á Portal.fo 25. nov. 2013:

Undirritaða man helst vera ein av teimum, sum hevur brúkt einamest tíð og orku uppá at verja føroyska siðin at drepa grind mótvegis álopum frá umheiminum – bæði við at skriva greinir, bloggur og við at kjakast á altjóða netmiðlum um evnið á enskum máli. Men eg kann ikki longur standa inni fyri atferðini hjá føroyingum seinasta árið í sambandi við grindadráp. Eg fari so langt sum til at siga, at eg skammist sum føroyingur. Um føroyingar ikki taka annað skinn um bak, so steðga mínar verjutalur.

Eg skal vera tann fyrsta til at gráta um tað, um vit noyddust at gevast við øllum teim einastandandi dámligu siðunum kring grindina, sum hevur verið tað, ið fyrst og fremst hevur fingið meg til at at vilja halda fast í grindadrápinum. Sjálvur Paul Watson hevur sett eitt stempul á undirritaðu. “An apostle of whale slaugther” – ein apostul fyri grindadrápi – kallaði hann meg á heimasíðuni hjá Sea Shepherd, har hann ítøkiliga hevur roynt at afturvísa grundgevingunum í mínum verjutalum fyri føroyingar.

Hetta var eg errin av. Men nú tagna mínar verjurøður. Ikki tí Paul Watson ikki brýggjar seg um meg ella tað, eg skrivi, men tí eg ikki kann góðtaka tað, sum fer fram í Føroyum í løtuni.

Hava vit rættin 100% á okkara síðu?
Hvat vit so enn halda, kemst ikki uttan um, at mótstøðan uttan úr heimi móti grindadrápi er stór og veksur, jú fleiri verða kunnað um, hvat fer fram í Føroyum. Grindadráp er tí á mangan hátt við til at skaða umdømi Føroya uttanlands.

Hóast eg í nógv Harrans ár havi brúkt nógva tíð og orku uppá at verja siðirnar kring grindina, eri eg greið yvir, at hetta stríðið í mongum førum helst longu er ein taptur dystur. Kortini hevði eg hildið á, um so var, at eg var 100 % vís í, at vit høvdu allan rættin á okkara síðu. Men tað eri eg ikki longur vís í.

Vit kunnu ikki bara skylda uppá, at onnur ikki skilja okkum, og at tey bara hava fordómar um grindadráp. Mótstøðan er har eisini tí, at grindadrápið ER tíverri ikki altíð so tespiligt og djóraetiskt forsvarligt, sum vit gjarna vildu, at tað var. Tað hendir, at djórini verða pínd óneyðugt, áðrenn tey fáa mønustingin. Um vit ikki viðganga hetta, lata vit við vilja eyguni aftur – og so verður trupulleikin við djórapínsluni ikki loystur. Tað hjálpir okkum ikki.

Tað misklæðir okkum eisini, at vit verja okkum við, at onnur eru verri enn vit, tá tað kemur til at pína djór. Sum um tað skuldi givið føroyingum carte blanche til at gera tað sama. Vælmeinandi fólk úti í heimi skilja ikki, at vit ikki gera meira fyri at sleppa undan óneyðugari djórapínslu. Mong hava tí ta fatan, at føroyingar leggja einki í, at hvalur verður píndur.

Haraftrat – men avgjørt ikki minst – skilja fólk úti í heimi ikki, hví vit ikki minka um talið av dripnum hvalum, tá okkara egnu læknar og granskarar hava gjørt gjølligar kanningar, sum vísa, at tað er heilsuskaðiligt at eta grind og spik. Okkara egnu heilsumyndugleikar mæla frá at eta grind meira enn eina ferð um mánaðin, meðan børn og kvinnur í burðarførum aldri helst als ikki skulu eta grind. Hetta kunnu vit heldur ikki bara lata eyguni aftur fyri, uttan at tað skaðar okkara trúvirði úteftir.

Hvat er skilabest fyri okkum at gera?
Um vit vilja tað ella ikki, eru vit noydd at viðurkenna, at Føroyar ikki longur liggja avbyrgdar úti í Norðuratlantshavi. Vit liva í einum alheimssamfelag við tøttum sambandi við umheimin, har lívsgrundarlag okkara fyri meginpartin er grundað á samhandil og gott samskifti við umheimin. Hóast okkum dámar tað lítið, mugu vit viðurkenna, at tað ikki er líkamikið fyri okkum og fyri okkara framtíðar vælferð, hvat umheimurin heldur um okkum.

Hetta merkir ikki, at vit skulu leggja okkum undirbrotliga fyri føturnar á øðrum og gera júst sum onnur siga. Tað merkir bara, at tað er í egnum áhuga – og tí skilagott – at hugsa um, hvussu vit best taka atlit at tí, sum umheimurin heldur, uttan at vit noyðast heilt at sleppa teim sereyðkennum, vit halda, hava týdning fyri okkum sum føroyingar.

Eg havi í føroyskum bløðum og aðrastaðni gjørt vart við, at um føroyingar veruliga ynskja at varðveita sínar siðir, so er skilagott at lurta eftir atfinningunum og fara fram so hóvliga sum gjørligt. Annars missa vit alt trúvirði og kunnu vænta, at umheimurin fer at herja alt meira á og blanda seg enn meira uppí framyvir. Tað er avgjørt ikki víst, at føroyingar vinna tann dystin. Í øllum førum ikki í alheims miðlum.

Ógvuliga sannlíkt er, at tað úrslitar í, at alt fleiri uttanfyri Føroyar síggja tað sum einastu loysnina, at tað verður heilt bannað føroyingum at drepa grind. Vit hava tí ongan áhuga í, at tað kemur til skarpskeringar – als ikki, um vit veruliga ikki hava okkara uppá tað turra. Fáa Føroyar eitt nóg vánaligt umdømi og kunnu vit ikki verja okkum við, at vit bera okkum forsvarligt at, fer kanska at eydnast at fáa eitt slíkt altjóða bann ígjøgnum, har onnur lond velja at boykotta Føroyar og føroyskar vørur so ella so. Hetta kann gerast ein reellur vandi, um vit ikki taka annað skinn um bak.

Bjarga umdøminum við at vísa meira skynsemi
Einasti mátin, vit kunnu varðveita ella byggja upp eitt dámligt “image” kring grindadrápið – og verja okkum móti álopum – er, at vit við opnum sinni og ærligum hjarta kunnu siga, at grindadrápið er djóraetiskt forsvarligt, at vit gera alt fyri ikki at pína djórini óneyðugt, at vit halda neyvt eyga við, um hvalasløg, vit drepa, ikki eru hótt djórasløg, og at vit drepa ikki meira enn tað, sum vit kunnu eta smbrt. tí, sum heilsumyndugleikarnir hava viðmælt okkum at eta. So hava vit okkara “uppá tað turra”.

Kunnu vit prógva hetta, so høvdu nógv fleiri útlendingar lættari kunna góðtikið, at vit drepa grind. Tað eydnaðist eisini í roynd og veru at fáa nógv fólk kring heimin “yvir á okkara síðu”, tá sjónvarpsrøðin “Whale Wars – Viking Shores” um Sea Shepherd og føroyskt grindadráp varð sýnd kring heimin, júst tí at fólk lurtaðu eftir okkara grundgevingum – m.a. tí vit søgdu, at drápið er burðardygt, og at grindadráp er ikki verri, ja, í veruleikanum ein meira skynsamur máti at drepa djór, enn mátin, sum altjóða kjøtídnaðurin ofta stendur fyri.

Men bera vit okkum óskynsamt av, kann altjóða fólkaopiniónin lætt koppa hin vegin aftur. Vit missa tann góðviljan vit annars høvdu. Tí mugu vit ikki fara um markið, men halda fast í at drepa grind á ein hátt, sum flest øll kunnu góðtaka. Teir ‘fanatisku hvalaverjuaktivistarnir lata seg uttan iva ikki sannføra, men so í øllum førum fleirtalið. Um vit vilja halda fram við at drepa grind, ræður tí um at gera tað, sum kann bjarga umdømi okkara, at halda fast í tí, sum skilagott og skynsamt er – og at liva upp til tað, vit sjálvi siga.

Gongur skeiva vegin
Men tíverri tykist tað, sum at tað gongur skeiva vegin. Vit taka ikki tey atlit, vit áttu. Vit fara ikki fram við tí skynsemi, vit eiga.

Fólk eru t.d. farin at selja grindatvøst og spik til hvønnannan í alt størri mun. Tey lýsa enntá við tí á netinum, har tey selja fyri hægsta boð. Hetta er beint tvørturímóti gamla dámliga siðinum, har tvøst og spik var býtt ókeypis út, sum vit fyrr hava róst okkum so nógv av. Hetta er ein heilt einastandandi siður at býta grindina solidariskt, sum helst ikki finnur sín líka í heimshøpi, sum vit eru við at blaka fyri borð.

Vit drepa eisini nógv fleiri grindahvalir, enn vit kunnu eta smbrt. okkara egnu heilsumyndugleikum. Í ár er tað farið heilt av skriðuni við 1.534 dripnum hvalum – næstan dupult so nógv sum árliga meðaltalið – har prógv eru um, at nógv av tvøstinum og spikinum als ikki verður tikið heim í lakatunnurnar og frystiboksirnar kring um í heimunum, men verður bara blakað burtur. Hetta er óneyðugt oyðsl og als ikki í lagi.

Kunnu allir føroyingar veruliga liva við hesum? Sømir tað seg fyri okkum? Líkt er til, at mótstøðan veksur nú eisini innanífrá – við góðari grund. Í øllum førum: Gera vit einki við tað, so yvirhálar ódámligi veruleikin okkum. Vit missa alla góðvild uttanífrá, og altjóða hamarin kann sláa hart.

Eg kann tí ikki longur verja tað, sum føroyingar nú standa fyri í mun til grindadráp, og má tí frá nú av líta at mær sjálvari sum “FYRRVERANDI apostul fyri grindadrápi”. Í øllum førum so leingi sum myndugleikar góðkenna, at føroyingar halda fram at drepa og handfara grind á henda óskynsama hátt.

Áheitan til føroyskar myndugleikar
Hetta skal tí vera ein áheitan á almenna/politiska myndugleikan um at taka neyðugu ábyrgdina – at vera framsíggin og ikki at lata standa til, men syrgja fyri at gera tað, sum myndugleikin kann gera fyri, at grindadrápið kann fara fram á so skynsaman hátt sum gjørligt – m.a. syrgja fyri, at menn ikki fara eftir hvørjari einastu grind, sum onkur sær nærhendis oyggjarnar, men at vit lata hvalir fáa frið, tá ov mikið er fingið til høldar frammundan.

Eg havi í greinum fyrr mælt til, at fylgjandi mannagongdir verða fylgdar. Okkurt av hesum er tíbetur við at vera framt, men verri enn so alt:
1. At kvotur ella loft verða ásett ár fyri ár – t.d. fyri hvørt høvuðsøki – har atlit t.d. kunnu verða tikin at, hvussu nógv tað er ráðiligt hjá fólki at eta í mun til heilsuna.
2. At vit luttaka í altjóða góðkendum kanningum av stovninum, sum verða gjørdar títt og regluliga, so vissa fæst fyri, at grindin sum djóraslag ikki er hótt, og at vit ikki drepa grind, um ivi er um hetta…
3. At tað ikki má ganga ov leingi, frá rákið byrjar, til grindin verður hildin til, so hvalirnir ikki verða óneyðuga strongdir. Gongur tíðin út yvir eina rímiliga tíð, eigur tann, sum hevur ábyrgdina fyri drápið, at krevja, at grindin at verður slept…
4. At greiðari avmarkan verður sett á, hvørjar hvalvágir kunnu brúkast í mun til støddina av grindini. Er eingin egnað hvalvág nærhendis, eigur grindin at verða slept…
5. At avmarkan verður sett á, hvør sleppur at luttaka í rakstri og drápi, og at bert roynd fólk hava loyvi at drepa hvalin. T.d. má ikki verða loyvt, at fólk við kenning luttaka í drápi…
6. At tað verður álagt grindamonnum bert at brúka blástraronglar, tá talan er um at hála livandi hval, meðan hvøssu sóknaronglarnir einans mugu brúkast til at hála longu dripnar hvalir…
7. At hvalir bert verða dripnir við mønustingara, sum tryggjar, at hvalirnir verða avlívaðir á so skjótan og so humanan hátt sum gjørligt…
8. At einki av fonginum verður blakað burtur, sum á nakran hátt kann brúkast til mannaføði ella annað…
9. At alt burturkast frá drápinum verður søkt á djúpum streymasjógvi…
10. At tað verður bannað at handilsgera fongin við at selja burtur av pørtunum, fólk fáa tillutað…
11. At dráp altíð verða formelt eftirmett av myndugleikum og fólki við serfrøði innan ymisk viðkomandi øki fyri grindadráp – og við heimild til at gera ásetingar – fyri best møguligt at tryggja, at mistøk ikki endurtaka seg…

Liva vit upp til hetta, so hevði tað verið lutvíst lætt framhaldandi at vart siðvenjuna at drepa grind, tí so kunnu vit vísa á, at vit veruliga taka øll tey atlit, sum eru møgulig at taka. Hóast hetta ikki sannførir teir fanatisku aktivistarnar, so kann hetta tó gera eitt fleirtal trygt við, at alt fer skynsamt og hóvliga fram, tá tey fáa kunning um tað. Og so hevði eg eisini funnist millum tey, sum vilja brúka tíð og orku uppá at verja siðin mótvegis umheiminum.

Men… so leingi, vit ikki liva upp til øll omanfyrinevndu krøv, so meldi eg altso pass!

……………………………..
P.S.
Eg havi hug at gera vart við, so eingin misskiljing skal vera, at eg eti sjálv grind. Næstan einki av tvøsti, men spik dámar mær stak væl. Tað frítekur meg tó ikki fyri ábyrgd sum brúkari at taka støðu til, um maturin, sum eg eti, er nóg heilsugóður og/ella verður fingin til vega á ein nóg skynsaman og forsvarligan hátt. Tað er galdandi fyri matin, ið eg eti sum heild – eisini grind!

Eg eri nevniliga sera kedd av, at tvøstið og spikið er vorðið so dálkað. Og mær dámar t.d. ikki at síggja hval pínast óneyðugt. Tað hendir jú, og tað gevur mær minni hug at eta hann.

Eg royni so vítt gjørligt at keypa vistfrøðiligan mat og at hyggja at, hvat er í vørunum, sum eg keypi, og t.d. keypa egg av fríttgangandi hønum, og á tann hátt at vera við til at betra bæði um mína egnu heilsu, umframt vónandi eisini betra um viðurskiftini hjá djórunum, hvørs kjøt, mjólk ella egg eg eti. Hetta er ikki fanatisk aktivisma – hetta er sunt skilvísi.

Tíverri er tað er alt, alt ov nógvur matur her í verðini, sum er dálkaður – m.a. av alskyns óneyðugum tilsetningsstoffum – ella sum verður framleiddur á ein heilsuskaðiligan hátt – ella har djór líða óneyðugt. Hetta er ikki í lagi í mínari verð. Djór skulu ikki líða óneyðugt. Og eg vil eisini hava trygd fyri, at maturin eg eti, ikki skaðar mína heilsu ella heilsuna hjá mínum børnum. Hetta er galdandi, líkamikið um maturin er útlendskur ella føroyskur.

So tað vildi eg fegin, at vit broyttu til tað betra – m.a. við at gerast meira tilvitandi um tað. Allan sjónarringin runt. Ikki bara av atliti at djórunum, men sanniliga eisini av atliti at okkum menniskjum – ikki minst okkara børnum. Vit hava eina skyldu mótvegis framtíðar ættarliðum at syrgja fyri, at maturin, vit eta, er etiskt forsvarliga fingin til vega og heilsuliga forsvarliga framleiddur.

Vit eru eitt lítið land, og hava ikki vald til at broyta alla verðina, men vit hava vald til at hyggja at, hvat og hvussu vit gera tingini heima hjá okkum sjálvum. Tí skulu vit “grípa í egnan barm” og ikki bara halda, at øll hini eru “býtt”.

Vælsignaði, gerið hetta ikki til ein spurning um “aktivistar” móti “grindamonnum”. Gloym fanatikarnar (á báðum síðum!). Hugsa heldur um, hvat øll hava ein felags áhuga í. Nemliga at kunna hava møguleikan fyri at bjóða okkara børnum heilsugóðan, sunnan og etiskt forsvarligan mat.

Hvat við at halda fokus á tað – hvussu vit arbeiða best fyri tí – heldur enn at skeldast um, hvør hevur mest rætt í hvørjum, og hvør er býttari enn hin… Eg vildi ynskt, at øll kundu lyft seg uppum slíkt forðandi kegl, og heldur tosa saman sum vaksin fólk við virðing fyri hvørjum øðrum. Einans á tann hátt flyta vit okkum fram móti onkrum, sum er betri enn í dag.

…………………………………………..

Her er ein sera áhugaverd og viðkomandi viðmerking frá Tróndur E. Vørmadal:
“Eg skilji ótrúliga væl, hvar tú kemur frá, og eg eri samdur í nógvum, sum tú sigur. Og sum vant, so er tað serstakliga væl skrivað. Men nú koma innskotini:

Vildi tú sagt, at tað hevði verið gott, um vit kundu fingið fleiri royndir, ið viðgera kyksilvurið í hvalatvøsti? Eg veit, at har vóru fleiri veikleikar við royndunum higartil, og júst hesir veikleikar eru jú tað, ið vísindin roynir at útrudda. Er tað kanska vert at eftirhyggja kanningunum, sum longu eru gjørdar, finna veikleikarnar, ið eru í teimum, og so gera broytingar, fyri at tryggja, at hesir veikleikar ikki koma fyri aftur? Hetta kundi kanska verið við til at geva størri álit á hesar kanningar, og vit hava nakað haldfast at ganga eftir.

Og so er tað spurningurin um kvotur. Eg hugsi, hvussu tú ætlaði, at hesar kvotur skuldu setast í verk. Skulu tær gerast fyri hvørja hvalvágina sær? Ella skal tað vera ein yvirornað kvota?

At bert loyva royndum fólki kann gerast eitt sindur torført. Nær er ein persónur royndur? Og hvør skal avgera, hvat telur við í uppgerðini av, hvussu royndur ein persónur er?

Kanningar av hvalum kunnu vera ringar at gera, og eg vil fara so langt at siga, at so leingi vit ikki hava atgongd til pengar úr ES, so er eitt sindur ringt at vera við í hesum. Tað kostar pengar, og so leingi vit hava politikarar, ið ikki vilja av við pengar til fólkið í landinum, hví skuldu teir so sett pengar av til sovorðið?

So er tað trupulleikin við sølu av grind. Her kunnu vera nógvar støður, ið gera seg galdandi, har tað kanska ikki er rætt at revsa viðkomandi, tí hesin hevur selt grind. Er tað møguligt at stýra, hvussu nógv ein kann selja fyri, áðrenn tað verður ólógligt? Ella skulu vit kanska siga, at tað skal ikki vera “vinnuligt”? Hetta kann eisini lættliga gerast ein definitiónsspurningur, og harvið ringt at hondheva.

Tað seinasta, eg havi eina viðmerking til, er nýtslan av hvalinum. Tað vanliga, ið kann brúkast til mannaføði er sjálvandi lætt nokk at hava við at gera, men trupulleikin er, hvat restin skal brúkast til. Eg veit, at fleiri uttanífrá ikki vilja hava, at “big corporations” fáa nakað burturúr tí, ið er ókeypis. Skulu vit so selja tað, har pengarnir fara í landskassan? Hetta letur eisini upp fyri trupulleikanum, at landið ikki er heilt óheft av vinningi í samband við grindadráp, og tí við vilja setir kvotur, um tær verða innførdar, hægri, enn tilrátt er. Ella hevur tú nakað heilt annað í kvittanum?

Eg haldi tað vera týdningarmikið, at kjakið verður hildið livandi, og eg meini veruliga, at vit mugu broyta atferð. Eg havi tosað við sera nógv fólk, í samband við lestur í Onglandi, ið ikki vita betur, og tí halda, at eg (vit) eru barbarisk. Tá eg sigi greiði teimum frá, hvør meiningin við drápinum er, duga tey, aloftast, at síggja, at tað kanska ikki er so ringt, hóast alt. Men meiningin og tað, ið hendir, er rættiliga ofta ikki sama søga.”

Mítt aftursvar til Trónda:
Sera, sera viðkomandi spurningar, tú setir, Tróndur. Bravo!

Hetta eru júst slíkir tankar og spurningar, eg vónaði at íblása til. Eg havi verri enn so svar uppá allar – kanska als ikki nakað endaligt svar uppá nakran av teimum. Eg havi bara kastað nakrar tankar og eina ávísa stúran út við mínum lesarabrævi nettupp fyri at seta tankar í gongd – m.a. nøkur yvirskipað krøv ella rættari viðmæli til forsvarliga handfaran av grind, sum fólk so kunnu taka støðu til kunnu lata seg gera ella ikki. Møguliga er tað gjørligt at loysa – møguliga er tað ikki gjørligt at loysa alt. Men onkur má so seta spurningarnar.

Eg haldi, at hetta eru sera týdningarmiklir spurningar at fáa á breddan og at kjakast um – eisini tín víðarimenning av spurningunum! Vónandi fáa vit nøkur góð hugskot og nøkur góð argument á borðið, sum kunnu førka okkum frameftir til okkurt betri.

Abraham Mikladal skrivaði t.d. á einum tráð um sama evni á míni vangamynd:

“Nú tøknin er so framkomin, mátti borið til at gjørt eina (almenna) skipan, har øll tey, sum ynskja sær grind eru á einum lista, og at tey sjálvi kunnu dagføra henda lista, so tað sæst, hvussu nógv tey ynskja í sín part. Tá fáa bert tey grind – og í teirri nøgd teimum tørvar. Og hetta óansæð hvar grindin verður hildin til ella avtakarin býr. Hetta vil eisini tryggja at ikki fleiri hvalir enn neyðugt, verða hildnir til á hvørjum ári.”

Eitt frálíkt hugskot, haldi eg. Bara vit fáa enn fleiri av sklíkum hugskotum á borðið. 🙂

…………………….

Ein viðmerking aftrat, sum hevur týdning:

Gera vit IKKI nakað við tað, sum í stóran mun er við til at skapa mótviljan í umheiminum, so skjóta vit okkum sjálvi í fótin. Tað snýr seg um vilja og hugflog – og um at viga upp ímóti, hvat kann loysa seg best fyri grindadrápið uppá longri sikt.

Eg havi longu nevnt uppskotið hjá Abraham Mikladal, sum evt. kann brúkast sum prinsipp, tá kvotur skulu gerast.

Viðv. sølu av grind
Eg haldi, at vit skulu vera ógvuliga varin við at handilssgera grindina. Gera vit tað, so oyðileggja vit sera dámliga aldargamla siðin, har vit býttu grindina ókeypis út millum fólk, og so missa vit eisini eitt av allar-allarbestu argumentunum, sum er við til at fáa fólk uttanfyri Føroyar til at góðtaka, at vit drepa grind.

Eg haldi ikki, at tað loysir seg fyri Føroyar sum heild, at nøkur skulu hava kompensatión fyri at fara í grind í form av pengum, tey skaffa sær við sølu. Tað skaðar umdømið hjá gamla siðinum at drepa grind ov nógv – og hjá føroyingum sum heild, og skapar ov nógvan mótvilja uttanífrá, sum í longdini kann vera grindadrápinum at bana.

Fólk, sum luttaka í grindadrápi, gera hetta sjálvboðið og kenna vágan við at gera hetta. Um tey meta, at tað ikki kann loysa seg fyri tey at luttaka, tí tað er ov nógv stríð av tí, ella tað kostar teimum ov nógv í mun til, hvat tey skulu brúka í brennievni og/ella hvørjar evt. skaðar tey kunnu risikera á sínar bátar, so stendur tað teimum frítt at lata vera við at fara í grind.

Viðv. royndum við at drepa grind
Tað er sera gott, at man nú fer at innføra “koyrikort” til at drepa grind. Tað er eitt stig á rætta vegnum. Tað kann saktans lata seg gera, at bert fólk við “koyrikorti” til at drepa grind – altso fólk, sum hava verið á skeiði, góðkent av myndugleikunum – sleppa at drepa hval.

Eg haldi, at í einum og hvørjum grindarakstri, átti myndugleikin at mett, um nóg mikið av kvalifiseraðum fólki er við, áðrenn ein heldur grindini til. Eftirlit má vera við grindamonnum, so tryggjað verður, at ikki verður gloypt um ov stóran bita.

Um tað eru ov fáir stingarar við í grindini, og um grindin er ov stór til, at teir fáu stingararnir kunnu náa at drepa grindina innanfyri rímiliga tíð – ja, so er bara eitt at gera: At lata vera við at halda grindini til – simpulthen lata hana sleppa, heldur enn at gjøgnumføra eitt ljótt dráp og risikera at pína djórini óneyðugt.

Hvørt eitt einasta ljótt dráp er til stóran skaða fyri okkara umdømi, tí tað verður hildið neyvt eyga við okkum, so sjálvandi skulu vit gera alt, vit kunnu fyri at umganga ljót dráp. Ikki bara av atliti at okkum sjálvum og umdømi okkara, men sanniliga eisini av atliti at hvalunum.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/11/27/skifta-foroyingar-ikki-kos-gevist-eg-at-verja-grindadrap/