Hvussu verður Havnin ein rættur BÝUR?

tinganes_faeroes-faroe-harbour-7459074-oHavnin livir ikki upp til sín leiklut sum ein rættur høvuðsstaður. Ístaðin fyri at vera ein livandi býur við eini yðjandi kjarnu, kann hon best samanberast við eina deydliga sovibygd. Hvussu verður Havnin til ein veruligan orkumiðdepil, sum dregur ung og virkisfús fólk, ið skapa tað lívgevandi virksemið, vit sakna í dag? Her er eitt longri essay við nógvum ymiskum ítøkiligum uppskotum til eina nýggja býarætlan, har av summi uppskot helst vekja ans.

Hans Mortensen og Co. løgdu herfyri fram eina sera áhugaverda miðbýarætlan. Rættiliga nógv fólk tyktust at taka undir við hesi ætlan. Uppskotið hjá Hans Mortensen & Co. var eitt sera gott boð, har av partar av ætlanini avgjørt eiga at verða tiknir til eftirtektar og gjøgnumførdir. Men hendan ætlanin loysir ikki alt.  Eingin ivi er um, at heildarloysnir mugu til, har hugsað verður um at taka nógv ymisk atlit í senn. Kanska er tað mest ein hugburðsbroyting, sum má til.

Sjálv havi eg nøkur hugskot um, hvat kann gerast í býnum fyri at gera Havnina til eitt meira livandi stað, har av onkur eru samanberilig við uppskotini hjá Hans Mortensen & Co, men ikki øll. Uppskotini eru mong, og eg fari tí at leggja tey fram her í einum rúgvismiklum essay, har eg eisini vísi á, júst hví tað er týdningarmikið at gera sum fyrisligið.

Spurnartekin verða sett við núverandi býarskipanarpolitikk. M.a. um tað er skilagott at staðseta størri undirvísingarstovnar í útjaðaranum av býnum – eins og gjørt er við Marknagilsdeplinum. Áðrenn eg fari at tosa nærri um staðsetingina av Marknagilsdeplinum, vil eg tó fyrst fegin tosa yvirskipað um, hvussu meira lív fæst í miðbýin og í Havnina í heila tikið.

Eg vil fegin heita á lesaran um at lesa alt essayið í síni heild, áðrenn støða verður tikin til uppskotini, tí alt hongur saman sum ein heild.

Innihald:

1. Mugu byggja meira býarkent
2. Alt ov nógvir blindir vegir og fólkatóm øki
3. Varðveita núverandi attraktiónir
4. Finna javnvág millum gamalt og nýtt
5. Gagnnýting av eldri bygningum
6. Skapa eitt mulitfunktionelt miðbýarøki
7. Varðveita maritima dámin í havnaumhvørvinum
8. Niels Finsensgøta óegnað sum gongugøta
9. Fyrimunir við at lata Niels Finsensgøtu upp fyri bilaferðslu
10. Skifta núverandi gongugøtu út við aðrar gongugøtur
11. Steinatún – eitt rættiligt býarrúm
12. Binda Niels Finsensgøtu og Tórsgøtu saman
13. Tignarligt býartorg frammanfyri Tinghús og Býráðshús
14. Betri parkeringsmøguleikar í miðbýnum
15. Uppskot til parkeringsøki og -hús
16. Mugu skapa fleiri býarrúm við lívd og góðum sólargangi
17. Okkurt at fara í býin til
18. Hvat dregur fólk til Havnina?
19. Eitt spennandi vinnulív
20. Tey ungu skapa lív
21. Býarskipan og -arkitekturur avgerandi týdning fyri trivnað
22. Aðrar møguligar staðsetingar
23. Miðbýurin manglar ungdómin
24. 13 fyritreytir fyri trivnað

Mugu byggja meira býarkent
Fyrst og fremst haldi eg, at býarstýrið má byrja at hugsað meira tilvitað um Havnina sum ein BÝ – og ikki bara sum eina viðkaða bygd! Neyðugt er taka Havnina í álvara sum ein veruligan bý við øllum, sum tað inniber – t.d. í mun til miðsavning av meira fólki og ferðslu. Hetta er ynskiligt, tí fólk og ferðsla skapa LÍVI!

Higartil hava vit verið so bangin fyri ófriði, at vit hava gjørt alla Havnina alt OV friðarliga. Vit hava tømt hana fyri lív av ótta fyri larmi. Men lív larmar! Eitt sindur má tað í øllum førum sleppa at larma. Vit mugu hugsa um, hvussu vit bæði fortætta og fordeila nakað av lívinum og larminum í býnum á skilvísan hátt, har tað er fyri neyðini.

Tað merkir m.a., at vit mugu til at hugsa øðrvísi um bygging og vegalegging í Havnini sum heild. Sum nú er, spjaða vit eina rúgvu av sethúsum við stórum grundstykkjum yvir veldug øki uttan aðra funktión enn bara at vera øki, har fólk búgva. Skulu vit skapa ein býarkendan bý, hava vit ikki brúk fyri meira spjaddari bygging á økjum við bara einari funktión. Vit hava brúk fyri meira fortættaðum økjum við nógvum fjølbroyttum funktiónum. Og vit hava brúk fyri samanhangandi gøtum á kross og tvørs, sum gera tað lætt er at koma til allastaðni. Tað er m.a. hetta, ið ger ein bý til ein BÝ.

Nýggj íbúðarøki og ídnaðar- og handilsøki eiga tí at verða bygd nógv meira býarkend. T.d. mugu fleirhæddaðir og tættliggjandi bygningar byggjast, helst samanhangandi, so bygningarnir lívga fyri hvørjum øðrum og fyri lívinum á gøtunum. Fasadurnar mugu sjálvandi byggjast ytst út til gøtuna, so man skapar meira greidliga avmarkað uttandura býarrúm. Hetta er eisini við til at geva kensluna av rættari býarbygging.

Alt ov nógvir blindir vegir og fólkatóm øki
Í dag ger man alt fyri at forða ferðslu í Havn. Hetta verður gjørt í eini góðari meining fyri at minka um Co2 útlát og fyri at geva fólki so nógvan frið, sum gjørligt. Í støðum er sjálvandi neyðugt at avmarka bilaferðslu, men mark má verða fyri avmarking. Fólk, sum gjarna vilja hava tað so friðaligt, skulu sjálvandi hava møguleika fyri at búseta seg í økjum, har syrgt er fyri hesum. Men fólk, sum nettupp vilja búgva tættari at yðjandi býarlívi og ferðslu, eiga eisini at kunna velja tað.

Sum er, hevur man gjørt eina býarskipan við einum stórum vegakervi, formað sum eitt træ, við alt ov nógvum blindgøtum, ið liggja avbyrgdar og púra deyðar. Bygd øki, sum liggja beint við síðuna av hvørjum øðrum, eru avbyrgd uttan beinleiðis samband sínámillum – kanska bert umvegis smágøtur, meðan bilaferðsla má koyra stórar umvegir, ið blíva til fløskuhálsar við alt ov nógvari ferðslu. Eg haldi, tað mátti verið gjørligt at finna aðrar mátar at avmarka t.d. Co2 útlát og larm, enn við at gera tað so torført sum gjørligt at flyta seg høgliga runt í býnum við bili. Vóru fleiri gjøgnumgangandi gøtur “på kryds og tværs”, hevði ferðslan fordeilt seg betri, so ein slapp undan fløskuhálsum og alt ov nógvari ferðslu ávís støð. Tað hevði skapt eitt sindur meira ferðslu har, sum tað kanska er alt ov friðaligt nú, og minni ferðslu har, sum ferðslupropparnir nú eru.

Millum bygd øki í býnum eru fleiri staðni stórar fløtur einans við opnum bøi, sum fá hava atgongd til, og sum í øllum førum ikki verða brúktar til nakað, sum hoyrir einum býi til. Eru møguleikar at ganga har á gongugøtum, so skunda fólk sær ofta bara ígjøgnum økið, tí har finst einki annað enn júst bara ein gongugøta, sum kanska fer framvið nakrar innhegnaðar traðir við seyði og gæsnum. Hetta hevur vanligi borgarin í býnum ikki líka nógv gagn av, sum hann ella hon annars kundi havt, um økið var brúkt til okkurt meira almannagagnligt. Vilja fólk hava traðir, er tað so neyðugt at hava tær mitt í býnum? Kundi býarstýrið ikki givið teimum møguleika fyri at hava traðir í útjaðaranum av býnum ístaðin?

Handils- og ídnaðarøki eru tiltaglað av ljótum, bíligum betongelementbygningum, sum eisini liggja spjaddir. Spjaddir bygningar geva onga lívd, so har gýsur altíð millum teirra, so tað er óunniligt at ganga har. Tað sær ikki gott út, er ikki hugnaligt – og hesi øki liggja stórt sæð bara fólkatóm og oyðin. Sjálvt mitt um dagin, tá handlarnir hava opið. Fólk skunda sær bara úr bilunum og inn í handlarnar og út aftur í bilin. Ikki nógv býarlív at finna har heldur….!

Skilji ikki, at man nakrantíð hevur loyvt slíkum byggjaríi, so sum tað á Hálsi t.d., ístaðin fyri, at man kundi gjørt hetta økið so nógv hugnaligari við meira tøttum, býarkendum bygningum við einum hugnaligum torgi í miðjuni t.d.

Varðveita núverandi attraktiónir
Tá eg tosi um broyting fyri at fáa lív í býin, so tosi eg tó IKKI um at byggja nýtt alla staðni og ríva alt tað gamla niður. Nei, tí so høvdu vit rivið nakrar av størstu attraktiónunum niður, sum Havnin hevur  at bjóða ferðafólki. Vit høvdu kvett tráðin av aftur í tíðina til okkara gomlu mentan, sum ein stórur partur av okkara samleika hvílir á.

Trupulleikin er bara, sum kunnugt, at gomlu býarpartarnir liggja nær um fólktatómir. Har er lítið og einki, sum kann halda fólki til økið, annað enn at ganga ein túr ígjøgnum tað. Hví man tað vera so deydligt? Er býurin er skeivt innrættaður? Eru tað bygningarnir okkurt er galið við?

Nei, tað er ikki arkitekturinum í gomlu býarpørtunum, nakað er galið við. Vit hava nemliga í dag ein sera hugnaligan bý á mangan hátt, júst tí vit hava varðveitt mong av teimum gomlu húsunum í býnum frá tí tíðini, tá tað var siður at byggja nógv tættari enn í dag. Hesir gomlu og væl varðveiddu býarpartar er nakað, sum flest fólk eru glað fyri, og sum nógv fólk úti í heimi misunna okkum, at vit hava.

Manglandi lívið kemur av, at nógv av húsunum í gomlu býarpørtunum ikki rúmast funktiónum, sum fólk kunnu brúka til so nógv annað enn bara at hyggja at.

Finna javnvág millum gamalt og nýtt
Eftir míni meting er ein rúgva av ótroyttum møguleikum í miðbýarøkinum – bæði í tí gamla partinum og í tí eitt sindur nýggjara partinum. Økini kundu verið brúkt øðrvísi og nógv betri enn í dag. Skal miðbýurin leggja grundstøði undir meira virksemi, má hann sjálvandi hýsa blandaðum funktiónum, sum skapa lív – íbúðir, skrivstovur, undirvísingarstovnar, hotell, handlar, caféir, undirhaldsstøð – alt hvørt um annað, og ikki næstan bara almennar skrivstovur allastaðni sum nú.

Her kann saktans anga bæði av søgu, mentan og av altjóða býi, uttan at man oyðileggur teir kvalitetirnar, sum longu eru har. Sumt eigur avgjørt at varðveitast, sum tað er, meðan ávís onnur øki eru í miðbýnum, sum saktans kundu verið endurnýggjað. Spurningurin er: Hvussu finna vit eina javnvág, har vit varðveita tey virðini og teir kvalitetirnar, gamli býurin hevur – men samstundis ikki forða fyri tí nýggja og fyri menningini frameftir?

Tað er av stórum týdningi, at vit fara fram við stórum varsemi. Gera vit eitt, risikera vit at oyðileggja okkurt annað. Soleiðis sum eg síggi tað, er saktans møguleiki fyri at fáa alt til at ganga upp í eina hægri eind. Men tað krevur eina miðvísa, væl gjøgnumhugsaða og tilvitaða býarætlan, sum tekur nógv ymisk atlit – bæði aftureftir og frameftir – og byggir á skynsemi og faktuellar royndir aðrastaðni frá, heldur enn bara á kenslur hjá fólki her og nú. Og tað krevur ikki minst íløgur!

Gagnnýting av eldri bygningum
Vit hava staðfest, at Havnin hevur, sum er, nógvar grundarleggjandi eginleikar, sum kundu skapt gróðrarbotn fyri einum veruligum livandi miðbýarumhvørvi. Duga vit at gagnnýta tað gamla, sum vit longu hava, til nakað nýtt og spennandi, so gagnar hetta bæði okkara tørvi fyri at varðveita søgu og samleika okkara – umframt at tað veruliga kundi gjørt eitt stórt inntrykk á umheimin og givið okkum okkurt at vera errin av.

Vit eru á rætta veg, haldi eg. Fyri næstan 10 árum síðani skrivaði eg grein í føroyskum bløðum um økið kring Vágsbotn og Skálatrøð. Hetta var eitt øki, sum tá var nógv meira deydligt enn nú. Her er brot úr greinini: “Har eru gomul pakkhús, sum kunnu brúkast sum mentanarmiðdeplar – til alt møguligt, sum savnar fólk – t.d. konferansuhøli, konserthølir og dansistøð, gallaríir, teatur, internetcaféir, kreativ verkstøð, har innovatørar, vinnulívsfólk, vísindafólk, listafólk, designarar, lýsingarfólk og øll møgulig onnur kunnu arbeiða og geva hvørjum øðrum íblástur, so Havnin verður partur av nýggja vitanarsamfelagnum, ið dregur útisetar og útlendingar til landið…”

Einki av hesum var rættiliga har tá, men hygg nú. Tað er við at henda, tí onnur enn eg hava eisini sæð tað gagnliga í tí – ikki minst fyri trivnaðin í býnum. Tað hevur rætt og slætt ført við sær, at miðbýarlívið er flutt oman í Vágsbotn og har um leiðir. Tað er sera gleðiligt at uppliva, at júst tey tiltøkini, eg vísti á fyri 10 árum síðani kundu gjørt mun, eisini veruliga hava gjørt stóran mun, tá tey vórðu realiserað.

Skapa eitt mulitfunktionelt miðbýarøki
Reinsaríið er umbygt og fer saman við nýggju Perluni vónandi at skapa eitt livandi tónleikaumhvørvi. Fleiri caféir og barrir eru komnar kring hugnaliga havnaumhvørvið í Vágsbotni og Skálatrøð. Vágsbotn út ímóti Tinganesi er við at menna seg til eina fólkaríka Nyhavn: Enn betri um tað vóru enn fleiri kaféir og restauratiónir úteftir. Har er fjálgt og veðurgott, og sólargangurin er ideellur, soleiðis at fólk tíma at sita har og hugna sær eina stund í lívd, tá sólin er frammi.

Fabrikkin hjá Østrøm er ein ein suksessøga. Müllers Pakkhús (um Býráðið loyvdi meira brúk av tí) kundi eisini verið eitt spennandi, meira aktivt stað. Spennandi ætlanir eru við Skeiva Pakkhúsi. Skipasmiðjan verður brúkt bæði til at umvæla skip og bátar, men eisini til gallarí og listaverkstað. Meir av tí slagnum!

Men nógv kann gerast aftrat. Bacalao bygningarnir, sum standa tómir nú, kunnu innrættast, soleiðis at teir kunnu brúkast til undirvísingar-, ráðstevnu- og granskingarstovnar. MAP arkitektar hava gjørt eitt serstakliga áhugavert uppskot til brúk av hesum øki til júst hetta: Eina granskarapark saman við fróðskaparsetri, blandað við íbúðarbygging.

Varð hetta uppskotið fylgt, kundi alt økið – Vágsbotnur við caféunum, Tórsgøta við spælistøðum og tónleika- og sjónleikalívinum, Skálatrøð við kreativum verkstøðum, Skipasmiðjan við skipsbygging og umvæling og Bacalao við undirvísing og gransking – gingið upp í eina hægri, livandi eind við nógvum fólki, bæði um dagin og um kvøldarnar. Heilt einfalt: Vísind, list og vinna í litríkari, synergiskari sameining.

Varðveita maritima dámin í havnaumhvørvinum
Tað hevur sína sjarmu, at heilt ymiskar vinnur kunnu virka í sama øki – at man t.d. varðveitir nakað av tí gamla, siðbundna virkseminum, samstundis sum man letur upp fyri nýggjum handils-,  tænastu- og mentanarvirksemi.

Í øðrum londum eru ræðudømi um, hvat hendir, tá havnaumhvørvi verða umgjørd til bara at hýsa skrivstovu og hotelvirksemi – altso einki, sum hevur við havnir, skip og sjógv at gera. Hesi øki liggja púra deyð. Hugsa bara um Københavns Havn, sunnanfyri Knippelsbro. Men dømi eru eisini – í Keypmannahavn og aðrastaðni – um, hvussu spennandi eitt øki kann vera, tá man varðveitir tað gamla, men brúkar tað eisini til nakað nýtt, so man fær eina fjølbroytta kombinatión av bæði siðbundnum og nýggjum aktivitetum í einum øki.

Serliga havnaøki, har man loyvir nýggjum virksemi, men har atlit eisini verða tikin at varðveitslu av maritimum aktivitetum, tykjast at virka serliga spennandi og hugtakandi fyri nógv fólk. Fjølbroytnið skapar eitt spennandi umhvørvi, har nógv lív dregur meira lív. Slíkir býarpartar gerast til pulserandi kraftsentur av kreativiteti, innovatión, ekslusiviteti og produktiviteti, sum draga nógv fólk, vitan og íløgur til sín.

Í Havn hava vit tíbetur varðveitt nógvir av teim gomlu bygningunum í Vágsbotni og við Skálatrøð. Hetta gevur okkum einastandandi møguleikar til at skapa eitt heilt serligt umhvørvi í økinum, sum vit sjálvi kunnu fáa nógva gleði av, og sum útlendingar vilja hávirða okkum fyri, um vit skilja, hvussu virðismikið tað er at varðveita bygningarnar, samstundis sum vit duga at brúka teir til okkurt nýtt og gagnligt, ístaðin fyri bara at lata alt standa tómt einans sum minnir um eina farna tíð.

Niels Finsensgøta óegnað sum gongugøta
Men Havnin er jú ikki bara kei og havnaøki. Í Havn hava vit t.d. eina gongugøtu, har eingin gongur. Ella øgiliga fá. Hví ikki viðurkenna tað, sum vit hava vitað so leingi, at fólk tíma ikki at ganga í núverandi gongugøtu. Niels Finsensgøta er snøgt sagt ikki egnað til gongugøtu, og hevur aldrin verið tað. Tað var eitt mistak at royna at gera hana til gongugøtu í sínari tíð.

Niels Finsensgøta verður heldur aldrin egnað til tað, so leingi ov nógv opin pláss eru á eystursíðuni, har handlar ikki kunnu vera, og so leingi sum tað liggja høg hús so gott sum allan vegin frá Steinatúni oman til keiina á vestursíðuni, ið skugga fyri sólini nógv tað mesta av degnum. Líkamikið hvat  verður gjørt – um tað ikki broytir hendan grundarleggjandi trupulleika, so verður einki gongulív har.

Fyrimunir við at lata Niels Finsensgøtu upp fyri bilaferðslu
Eg eri bangin fyri, at vanahugsan ger, at fólk illa kunnu ímynda sær hetta, men sjálv meti eg, at miðbýurin hevði fingið stórar fyrimunir av at latið hesa alt ov myrku skuggagøtuna, sum Niels Finsensgøta er nú, upp aftur fyri fríari bilaferðslu frá Steinatúni, so ferðslan oman á Vaglið og víðari oman til Kongabrúnna, sum nú fer ígjøgnum Tórsgøtu, kann leiðast beinleiðis frá Steinatúni ígjøgnum Niels Finsensgøtu og oman á Vaglið, meðan Tinghúsvegurin tekur ferðsluna hin vegin, eins og hon ger nú.

Fyrimunurin við hesum er, at hetta hevði latið møguleikan upp fyri, at aðrar gøtur, sum eru betri egnaðar sum gongugøtur, men sum nú bera ferðsluna, kunnu gerast gongugøtur ístaðin. Eg haldi, tað er eitt lítið offur – ja, bert ein fyrimunur fyri miðbýin, at tað verður gjørt lættari fyri bilar at koyra á eini gøtu, sum nú liggur fólkatóm, har eingi fólk búgva, og sum kortini ikki kann brúkast sum gongugøta.

Tað merkir ikki neyðturviliga, at tað so verður tann heilt stóra tunga ferðslan har t.d. av lastbilum. Størri akfør kunnu enn leiðast uttanum, so tey koyra eftir vegnum Úti við Strond og á Jónas Broncksgøtu. Men tað er veruliga brúk fyri betri sambandi fyri vanligar bilar millum ferðsluknútapunktið Steinatún og keiøkið, eisini fyri at leiða meira lív og ferðslu inn í býarkjarnuna við Vaglið. Um ferðslan varð løgd eftir Niels Finsensgøtu, hevði strekkið frá Steinatúni oman til Vaglið uttan iva livnað væl meira uppaftur av øktu ferðsluni.

Skifta núverandi gongugøtu út við aðrar gongugøtur
Hetta hevði eisini latið møguleikan upp fyri at gjørt tær báðar krossandi gøturnar, Sverrisgøtu og Tórsgøtu, til gongugøtur. Hesar gøturnar eru vælegnaðar til tað, tí tær eru smalri, húsini standa tættari og handilshøli kunnu vera á báðum síðum av vegnum. Tað ger einki, um partar av gøtunum eru brekkur. Nógvar brattar gongugøtur eru í býum í øðrum londum.

Um ferðslan sleppur undan at koyra í Tórsgøtu oman í Vágsbotn og harfrá niðan á Vaglið, men verður førd frá Steinatúni eftir Niels Finsensgøtu ístaðin fyri, so kundi økið kring Tórsgøtu og í Vágsbotni blivið eitt nógv hugnaligari stað at vera enn nú.

Havnará kundi t.d. verið førd oman gjøgnum Tórsgøtu, sum á henda hátt fær frið til at vera ein hugnalig gongugøta, ið førir fótgangararnar framvið caféum, dansi- og konsertstøðum, sjónleikarhúsi osfr. oman í Vágsbotn, tað vakrasta torgið í býnum, við hugnaligum caféum og restauratiónum, sum breiða seg út á gongubreytina. Fólk fáa frið til at sita langt úti á gøtuni og hugna sær í lívd á gongubreyta-kaféunum, har tey kunnu fylgja við í lívinum á gøtuni og á vánni og t.d. lurta eftir tónleiki framførdur á uttandura palli í Tórsgøtu.

Steinatún – eitt rættiligt býaarrúm
Hans Mortensen & Co. løgdu fram uppskot um at gera alt økið í Steinatúni slætt frá kioskini og yvir til BankNordik høvuðsbygningin og byggja hægri bygningar kring Steinatún. Á henda hátt kann økið gerast eitt veruligt býarrúm, við plássi bæði fyri bussterminali, tvørgangandi ferðslu og eisini fyri fótgangarum og fólki, sum dámar væl at sita og eygleiða nógvu ferðsluna. Júst hetta frálíka uppskotið kemur enn meira til sín rætt, um beinleiðis samband fekst frá Steinatúni oman til Vaglið og keiøkið á Kongabrúnni umvegis Niels Finsensgøtu og Áarvegin.

Tað líka so frálíka uppskotið um at ríva “múrin” inn til Amtmannsgarðin niður á Áarvegnum, ber eisini saktans til at gjøgnumføra, hóast pláss má vera fyri bilaferðslu á sjálvum Áarvegnum.

Binda Niels Finsensgøtu og Tórsgøtu saman
Men ætlanir eru tíverri, sum oyðileggja visjónina um eitt sólarríkt býarrúm við Tórsgøtu, sum t.d. kann brúkast til uttandura konsertir. Ætlanir eru nemliga lagdar um, at Hotel Tórshavn skal forleingjast niðaneftir Tórsgøtu – tvs. tað skal útbyggjast millum posthúsið og núverandi hotellið i somu hædd, sum hotellið og posthúsið. Hetta, meti eg, er ein heilt skeiv avgerð!!!

Hví fara at byggja ENN eitt høgt hús vestanfyri Niels Finsensgøtu, sum AFTUR skapar meira skugga eystanfyri og byrgir Niels Finsensgøtu og Tórsgøtu enn meira av frá hvørjum øðrum enn frammanundan? Tað er nógv meira brúk fyri at knýta økið saman.

Hvat við nógv heldur at latið gamla kommunuskúlagarðin við býráðshúsið upp oman ímóti Tórsgøtu, so har verður eitt opið pláss við einum náttúrligum samanhangi heilt frá Tinghúsinum til Reinsaríið í Tórsgøtu í beinari linju. Um alt økið verður bundið saman á henda hátt, kann hetta gerast eitt serstakliga áhugavert og spennandi øki, tí kring tað finnast nógvar ymiskar, fjølbroyttar býarfunktiónir.

Tignarligt býartorg frammanfyri Tinghús og Býráðshús
Almennu bygningarnar kring økið – Býráðshús og Tinghúsið, sum eru mest tignarligu bygningarnir i landinum, gerast við hesi loysnini ein virðilig ramma um eitt sólarríkt og veruligt miðbýar torg, Býráðs- og Tinghústorgið. Ístaðin fyri at verða goymdir burtur í skugga, forfjónaðir millum høg hús, koma bygningarnir nógv meira til sín rætt sum almennir myndugleikabygningar, har heita vesturskynið sleppur framat. Teir fáa sostatt nógv meira tign, enn teir hava nú.

Torgið kann forleingjast við eini sólríkari “spanskari trappu” oman móti gongugøtuni í Tórsgøtu. Henda “sóltrappan” kann eisini virka sum áskoðarapláss til uttandura tónleikatiltøk og konsertir, sum tónleikahúsini beint niðanfyri, tvs. Reinsaríið og Perlan, skipa fyri. Tað riggar eisini ræðuliga illa at plasera eitt hotell, har fólk skulu sova, beint yvirav einum rytmiskum spælistaði…! Tað fer bara at skapa trupulleikar fyri bæði støðini.

Økið kundi eisini verið gjørt nógv meira torgkent og samanhangandi, enn tað er nú, t.d. við at gera økið meira slætt yvir til “sponsku trappuna” við flisaálegging og planting o.ø.

Núverandi handilsvirksemi við gamla kommunuskúlagarðin kann flytast, soleiðis at tað liggur út til síðurnar á torginum, heldur enn at liggja mitt í og skera alt økið sundur, sum nú.

Ein slík loysn kann gerast til gleði og gagn fyri øll – bæði fótgangarar og bilaferðslu. Fótgangararnir, sum ganga framvið niðri á gongugøtuni í Tórsgøtu, fáa eitt fjálgt stað at seta seg í sólini beint við gongugøtuna á “sponsku trappuni”. Bilfólkið, sum koyrir framvið uppi á Niels Finsensgøtu, fær møguleika til at síggja lívið á Býráðs- og Tinghústorginum, og fáa hug til at fara úr bilunum og at luttaka í lívinum.

Hugsa sær eisini á Ólavsøku, t.d. til midnáttarsangin (!), hvussu gott, tað hevði verið at havt eitt so stórt samanhangandi øki júst har, og hvussu savnandi eitt slíkt torv kann gerast í nógvum ymiskum samanhangum.

Tá tær báðar gøturnar, Niels Finsensgøta og Tórsgøta, hanga saman á henda hátt hvør sínu megin eitt veruligt býartorg – við har av fylgjandi øktari ferðslu, bæði av bilum og fótgangarum – kunnu gøturnar veruliga gerast virðiligar og rættiliga býarkendar høvuðsgøtur. Ikki minst tí Havnin er ein havnabyur, og báðar gøturnar føra beint oman til ferðamiklu havnaøkini – onnur við bilferðslu oman til Kongabrúnna og hin við gonguferðslu oman í Vágsbotn.

Betri parkeringsmøguleikar í miðbýnum
Fólk grenja altíð um manglandi parkeringsmøguleikar í miðbýnum. Tey siga seg ikki tíma oman í miðbýin, tí tey sleppa ikki av við bilin nóg nær við, har tey skulu. Tey fara tí nógv heldur í SMS, tí har er møguleiki fyri at parkera tætt at teimum støðunum, har fólk gera síni ørindi.

Líkamikið hvussu idealistiskt vit hugsa um, at bilar skulu úr úr býnum, so vita vit jú innast inni, at fólk koma ikki oman í býin uttan so, at tey hava møguleika fyri at parkera heilt tætt við har, sum tey ætla sær. Gera vit tað alt ov óhøgligt fyri bilarnar, so drepa vit lívið í miðbýnum – eisini gongulívið. Tíverri er tað soleiðis, so vit noyðast at spyrja okkum sjálvi: Hvussu ber tað til at kombinera hetta ynski við bilfríar gøtur?

Ætla vit at lokka fólk í gongugøturnar, so MUGU vit taka atlit at hesum ynskinum og tryggja parkeringsmøguleikar – bæði av atliti til tey dovnu og veðursjúku, til bygdafólkini, sum koma til tiltøk í Havn, men serliga við atliti til tey eldru, tey avlamnu og tey illa gongdu fólkini, sum hava tørv á at koma rættiliga tætt at staðnum, har tey skulu. Hesi fólkini eru kanska nettupp tey fólkini, sum hava tíð til at vera stødd í býnum og sita á gongugøtuni, tá onnur eru til arbeiðis. Sleppa tey eldru tætt at miðbýarkjarnuni á lættari hátt, kunnu tey vera við til at skapa fitt av lívi har.

Uppskot til parkeringsøki og -hús
Sjálv haldi eg, at alneyðugt er við parkeringshúsum mitt í býnum, um fólk skulu tíma at koma oman í býin. Um Skálatrøð t.d. verður brúkt til Tjóðarleikhús, so verður tørvurin uppaftur størri fyri parkeringsøkjum aðrastaðni. Vit mugu hugsa um parkeringshús í fleiri hæddum fyri at fáa pláss fyri fleiri bilum. Økið aftanfyri Ebenezer er upplagt at brúka til parkeringshús t.d.

Eitt langt, smalt parkeringshús í tveimum hæddum kundi saktans verið bygt undir Skansavegnum allan vegin út eftir móti Skansanum upp eftir grótvegginum, og so kundi man rykt Havnargøtu eitt lítið sindur út frá grótvegginum, uttan at tað merkir, at tað verður nógv minni kaiøki á Eystaru Bryggju.

Eg havi eisini eitt annað -– radikalt, men spennandi uppskot, sum veruliga ger, at fólk sleppa heilt inn í miðbýarkjarnuna við bilinum, uttan at koyra beinleiðis í gongugøtunum. Hvat við at grava út til eitt stórt parkeringshús í tveimum hæddum inniundir gamla kommunuskúlagarðinum – tí nýggja Býráðs- og Tinghústorginum, sum eg havi skotið upp omanfyri. Parkeringshúsið kemur sostatt til at liggja undir jørð heilt yvir til reyðu kiosk, meðan sjálvt torgið liggur omaná parkeringshúsinum á niveau við núverandi gamla kommunuskúlagarð.

Eitt parkeringshús, staðsett júst har undir jørðini – og tí “ósjónligt, hevði givið fólki møguleika til at parkera BEINT við síðuna av nýggju gongugøtuni í Tórsgøtu og “sóltrappuna”, har nógvir áhugaverdir mentanarligir og undirhaldsaktivitetir fara fram, sum fólk hava áhuga í at fara til – serliga um tey sleppa tætt at við bili.

Mugu skapa fleiri býarrúm við lívd og góðum sólargangi
Neyðugt er at taka nógv meira atlit at sólarganginum, um miðbýurin skal virka meira innbjóðandi. Sjálv haldi eg, at uppá longri sikt eigur alt økið kring Niels Finsensgøtu frá Vaglinum niðan í Steinatún og í Tórsgøtu at verða umhugsað heilt av nýggjum av somu orsøk.

Nøkur av teimum ljótastu betongmonstrunum frá 50’-60’unum kundu verið rivin niðuraftur, tí tey skugga bara fyri sólini og hitanum. Ístaðin kundu vøkur hús verið bygd – onkustaðni tó fleirhæddað, har tey ikki skuggað fyri gøtuni. Í byggistíli kundu nýggju húsini fingist til at hóska nógv betur inn í gomlu Havnina, og húsafasadurnar áttu sjálvandi mest møguligt at verið meira vendar móti sólsíðuni móti vestri, soleiðis at gøturnar – Niels Finsensgøta og Tórsgøta ikki liggja so myrkar í skugga, og soleiðis at hiti og ljós verða gagnnýtt mest møguligt.

Okkurt at fara í býin til
Men hvaðani skal alt fólkið koma frá, sum skal skapa lívið í býnum? Hvussu fáa vit fólkini úr stovunum og inn í miðbýin?

Skal miðbýurin fyllast av fólki og lívi, mugu fólk sjálvandi hava eina orsøk til at fara oman í býin. Tað gera tey ikki uttan so, at har er nakað at fara eftir. Tað kann vera
– tí tey búgva har
– tí tey arbeiða har
– tí tey skulu til undirvísing har
– tí tey skulu keypa vørur ella tænastur har
– tí tey skulu til tiltøk og møtir har
– tí tey vilja undirhaldast har
– tí tey vilja hitta hvønnannan á caféum og restauratiónum
osfr.

Posthús og bankar eru í miðbýnum, sum er, men har mangla fleiri støð, sum nógv fólk gera sær ørindi til. Ein apotekssøludeild og ikki minst ein søludeild hjá Rúsuni høvdu við vissu drigið nógv fólk til.

Lív dregur meira lív at sær. Tí má miðsavnanin av fólki og ferðslu styrkjast – bæði við at fleiri fólk sleppa at búgva í miðbýnum, og við at bjóða nógv attraktiv tilboð í miðbýnum – tað verið seg vørur, tænastur og undirhald, men eisini við at leggja størri stovnar og arbeiðspláss í ella tætt við miðbýin, soleiðis at nógv fólk hava sína dagligu gongd í miðbýnum. Tvs. syrgja fyri, at har er ein góð variatión av nógvum ymiskum funktiónum.

Íbúðarbygging, kollegiu, arbeiðspláss og undirvísingarstovnar miðsavna nógv fólk og skapa tí eisini gróðrarbotn fyri handilslívi og øðrum aktivitetum kring hesi støðini, eins og dømi eru um í býum uttanlands, sum hava eitt yðjandi og lívligt lív í býarkjarnuni. Serliga tykjast undirvísingarstovnar, sum rúmast nógvum ungum lesandi, at gera mun, tí tað eru tey ungu, ið av sannroyndum eru teir mest ágrýtnu býarbrúkararnir.

Hvat dregur fólk til Havnina?
Skal lív og virksemi skapast, snýr tað seg eisini um, hvussu vit fáa fólk til at støðast betri í landinum, umframt um, hvussu vit fáa fleiri fólk til landið.

Skulu virðisskapandi fólk støðast og ikki rýma úr Føroyum, mugu fyritreytir skapast fyri trivnað, serliga fyri ung fólk, barnafamiljur og øll tey kreativu, uppfinnsomu, innovativu fólkini, sum skapa virksemi og arbeiðspláss. Man má geva teimum fyrimunir og góðar orsøkir til at vera her, soleiðis at tey sjálvboðið velja at búgva her. Fyritreytirnar fyri at kunna skapa trivnað, vøkstur og kappingarføri snúgva seg í høvuðsheitum um bústaðar-, útbúgvingar-, arbeiðs- og frítíðarmøguleikar. Tað er tí ein sjálvfylgja, at Havnin má satsa uppá at kunna bjóða góð útbúgvingartilboð, møguleikar fyri spennandi vinnuvirksemi, sum kann geva fólki avbjóðandi arbeiði, ið lønar seg, umframt nógv spennandi at fara til í frítíðini.

Vælkvalifiserað fólk, sum kenna sítt virði, seta eisini krøv til sín bústað og til umhvørvið, tey skulu búgva í. Tey vilja fegin búgva í tryggum og reinum býum við góðum frítíðar- og mentanartilboðum. Nógvar kanningar hava verið gjørdar um, hvussu eitt ríkt mentanarlív ofta hongur saman við einum virknum vinnulívi, tí vælkvalifiserað starvsfólk velja at arbeiða har, sum tey eisini kunnu trívast væl í frítíðini. Nógva staðni tykjast mentan og vinna beinleiðis at skapa gróðarbotn fyri hvørjum øðrum. Tí er sjálvandi týdningarmikið ikki bara at tryggja góðar bústaðarmøguleikar og góðar arbeiðsmøguleikar, men eisini at tryggja spennandi frítíðar- og mentanarvirksemi.

Eitt spennandi vinnulív
Skal býurin vera áhugaverdur at búgva í fyri so mong sum gjørligt, má arbeiði bæði vera til ófaklærd, faklærd og akademikarar, so øll hava eina orsøk til at velja at vera her. Hetta setur krav til vinnulívið, ið sjálvandi má fáa góðar umstøður til at virka og skapa nógv og fjøbroytt arbeiðspláss.

Ein fjølbroyttur arbeiðsmarknaður krevur, at vinnulívið í størri mun ikki bara satsar uppá primera ráevnisvinnu og/ella framleiðslu, men eisini á meira fjølbroyttar og handilsligar tænastur, sum krevja vælútbúna serfrøði. Vinnulívið má eisini satsa uppá ikki bara at arbeiða á heimamarknaðinum, men eisini á altjóða pallinum, tí hetta kann vera við til at skapa nógv spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss.

Ferðavinna t.d. er eisini ein serstakliga týdningarmikil vinna í mun til at skapa ein livandi bý. Evnini til at draga at sær ferðafólk uttan úr heimi, skapa fyritreytir fyri øktum vinnuligum virksemi. Ferðafólk keypa í handlum, brúka tænasturnar í býnum, fara til mentanartiltøk og skapa tí inntøkur til handils- og mentanarlívið og eru sostatt við til at tryggja fleiri spennandi arbeiðspláss í býnum.

Men skal støði leggjast undir ein fjølbroyttan arbeiðsmarknað í Havn krevur tað, at tað almenna og lánsveitarar tora at stuðla meira íverkseting av vinnuligum verkætlanum, sum hava omanfyrinevndu mál.

Tey ungu skapa lív
Vit vita, at tey ungu eru framtíðin. Vit vita eisini, at vilja vit gera nakað munagott fyri at geva teimum ungu eina framtíð í heimlandinum, so hevur tað týdning, at kunna geva teimum útbúgvingar- og arbeiðs- og frítíðaravbjóðingar, sum tey ungu halda vera spennandi. Miðdepilin í Føroyum, Havnin, hevur eisini møguleikar fyri at bjóða teim ungu nógv av tí, sum tey dragast at – t.d. eitt hugnaligt umhvørvi og nógv ítróttar-, mentanar- og undirhaldstilboð, sum teim ungu dámar.

Men verður hetta gjørt nóg væl í dag? Er býarstýrið nóg tilvitað um, hvørji atlit mugu takast? Eg ivist. M.a. tí at ungdómurin hevur spurt eftir einum líkinda spæli- og konsertstað í miðbýarøkinum í skjótt 40 ár. Men tað gongur sera striltið við hesum, hóast ein og hvør veit, at tónleikur hevur stóran týdning fyri ung – eisini fyri tey ungu, sum ikki spæla sjálvi. Um Havnin ikki satsar uppá at hava tilboð eisini á hesum øki, sum tey ungu veruliga ynskja sær, og sum tey síggja, finnast nógv betri aðrastaðni, so tekur hetta mótið frá nógvum kreativum, gávuríkum og virknum ungum fólkum (ið júst eru tey, ið ofta skapa mesta lívið) og fær tey at missa trúnna uppá, at Havnin veruliga er fyri tey. Tey fáa útlongsul til støð, sum virka nógv meira spennandi. Nógv rýma og lata onnur enn okkum í Føroyum fáa gleðina av teirra talentum.

Hvussu fáa vit tey ungu til at síggja seg sjálvi hava eitt spennandi lív í Havnini – eisini í framtíðini? Hvat skal fáa tey til IKKI at síggja Havnina sum eitt avbyrgt og deydligt stað, har einki av týdningi hendir? Hvat skal fáa tey til at fata Havnina sum ein veruligan BÝ við nógvum fjølbroyttum og spennandi tilboðum, sum er sum eitt livandi, bankandi hjarta, ið íblæsur øll, sum búgva og vitja har, og sum pumpar lív út í restina av landinum, skapar ringar í vatninum langt út um landoddarnar og vekir ans, og sum tí er eitt lívgevandi og spennandi stað, fólk kunnu vera errin av at búgva í – eisini í longdini?

Býarskipan og -arkitekturur avgerandi týdning fyri trivnað
Royndir aðrastaðni (sí faktaboks niðanfyri) vísa, at tað ber til at tryggja vøkstur og trivnað í einum býi, tá mest møguligt atlit verður tikið til teir tríggjar partarnar – til borgararnar, til tey vitjandi og til vinnuna – í senn, tí so gerast allir partar vinnarar. Um atlit bara varð tikið til ein ella tveir av pørtunum, meðan aðrir partar verða gloymdir, so koppar alt. Tí alt hongur saman.

Her er tað, at heildarhugsan í mun til arkitektur, býarfunktiónir og býarskipan spælir ein avgerandi leiklut. Spurningurin er, hvussu tilvitandi, og hvussu samt tað almenna er um, júst hvat skal til – og hvussu væl tey, sum hava valdið, duga at fáa øll hesi tingini til at spæla saman, so tey stuðla uppundir hvørt annað og ganga upp í eina hægri eind. Ella um tey bara taka meira ella minni tilvildarliga støðu frá máli til mál, uttan at gera sær nóg nógvar tankar um, hvussu hetta hóskar inn í heildina.

Marknagilsdepilin er skeivt staðsettur
Tíverri hava vit eitt aktuelt dømi í løtuni, har øll atlit týðiliga IKKI eru tikin. Tað er vanlig vitan aðrastaðni, at tað júst eru ung lesandi, sum skapa lív í býnum. Eg skilji tí ikki, hví man ikki hevur hugsað meira um at fáa undirvísingarstovnar við ungum lesandi staðsettar nærri miðbýnum.

Man velur ístaðin at gera veldugar íløgur í at savna fleiri undirvísingarstovnar í ein depil, og leggja hann í Marknagili – í útjaðarinum av býnum! Eg havi aftrað meg við at siga hart, at eg haldi, at hetta er sera óheppið, tí sagt verður, at tey, sum ivast í, at Marknagilsdepilin er rætta loysnin, grugga málið og forða fyri, at ein neyðugur skúladepil verður bygdur – hetta, til stóran ampa fyri føroyskan ungdóm. Tað vil eg helst ikki ákærast fyri at gera. Men sjálv haldi eg, at nógvar orsøkir eru til at seta spurnartekin við, um staðsetingin av Marknagilsdepilin er nóg væl gjøgnumhugsað.

Einki er at ivast í, at ætlaði skúladepilin í Marknagili er sera vakur og imponerandi reint arkitektoniskt, men hvat nú, um júst hendan loysnin kortini ikki er tann skilabesta, hvørki fyri ungdómin ella fyri Havnina? Hvat nú, um veruliga góðar orsøkir eru til at vera ivasamur um valdu staðsetingina? Kanska er tað neyðugt at umhugsa loysnina einaferð enn, soleiðis at vit um 20-30 ár ikki standa nipin og angra, at vit valdu skeivu loysnina – serliga tí hon er so kostnaðarmikil, sum hon er. Tað gerst jú ikki umaftur.

Aðrar møguligar staðsetingar
Fólk, ið av onkrari orsøk ikki síggja fyrimunirnar í at staðseta skúladepilin tættari við miðbýin, siga, at einki pláss er í miðbýnum, men sjálvandi er tað tað. Tað er ein spurningur um hugflog og vilja til at síggja tað.

Nógvir stórir bygningar standa gapandi tómir í miðbýnum. Kommunuskúlin, sum nú stendur óbrúktur, er í roynd og veru næstan á stødd við alt SMS – við kommunuskúlagarðinum. Her ber t.d. saktans til at byggja ein stóran skúla – serliga um ein eisini hugsar í fleiri hæddum. Annars kundi man eisini brúkt hetta øki til at byggja kollegiuíbúðir, so vit fáa eina rúgvu av ungum fólk til at búgva í miðbýnum. TEY skapa nevniliga lív.

Og vil man byggja á stórum, tómum økjum, so finnast eisini nøkur øki nærri at miðbýnum enn Marknagil. Eitt velduga stórt økið liggur vestanfyri R.C. Effersøesgøtu, beint við miðbýin. Tað kundi t.d. borið væl til at tikið partar av hesum økinum til skúlabygging – t.d. eina langa rípu fram við vegnum, soleiðis at til ber at varðveita ein stóran part aftanfyri yvir ímóti Konmansmýru sum fríøki. Hetta hevði eisini gjørt høvuðsgøtuna R.C. Effersøegøtu til eina nógv meira býarkenda gøtu, og hevði bundið niðara og ovara partin av býnum betur saman.

Ein skúli, bygdur við R.C. Effersøesgøtu, hevði ligið øgiliga tætt við alt ítróttarøkið í Gundadali. Hetta kann hava nógvar fyrimunir við sær – bæði fyri skúlan og ítróttin. Skúlin hevði eisini ligið tætt við eitt stórt rekreativt øki og fleiri mentanarstovnar. Eg hugsi um Viðarlundina – og so um Listasavnið, Norðurlandahúsið og Kringvarpið, umframt Dansifrøi – og seinni eisini nýggja musikkskúlan. Hetta hevði eisini verið til fyrimuns fyri ungdómin á skúladeplinum. Her síggi eg fleiri møguleikar fyri, at synergi kann koma burturúr.

Miðbýurin manglar ungdómin
Alt stendur og fellur sjálvandi ikki bert við hesum skúlanum, men júst Marknagilsdepilin fer at rúmast rættiliga nógvum næmingum í rætta aldrinum í mun til býarbrúk, so tað hevði sjálvandi gjørt stóran mun fyri býarlívið og handilslívið í miðbýnum, um skúlin hevði verið lagdur tættari at miðbýnum. Møguleikin hjá skúlaungdómi fyri at hava eitt aktivt og spennandi felagslív – ikki bara innanfyri, men eisini uttanfyri skúlans gátt – spælir eisini ein stóran leiklut fyri ungdómin. Kanska eisini fyri, hvar tey velja at ganga í skúla – her í Havn ella uttanlands.

Havnin hevur veruliga brúk fyri munagóðum loysnum uppá trupulleikan, at miðbýurin liggur so oyðin og fólkatómur. Her kundi verið ein ordiliga góður møguleiki fyri at fáa nakað av tí yðjandi lívinum í miðbýnum, vit sakna, tá ungdómar floyma út í býin eftir skúlatíð ella brúka býin í frítímum. Men við at staðseta Marknagilsdepilin so langt burtur frá miðbýnum, hevur man tíverri spilt henda møguleika, eftir mínari meting.

Vónandi finnast tó aðrir møguleikar fyri at byggja størri undirvísingarstovnar tættari at býarkjarnuni – t.d. um Bacalao bleiv umbygt til at hýsa Fróðskaparsetrinum.

Eg fari inniliga at heita á býarstýrið um álvarsliga at umhugsa tey uppskot, eg havi borið fram í hesum essay. Og til tann góða lesaran… Stóra takk fyri, at tú las so langt! Vónandi fekst tú okkurt gott burturúr. 🙂

Eg fari at enda at vísa til ein lista við 13 altjóða viðurkendum fyritreytum fyri trivnað.


13 fyritreytir fyri trivnað

Altjóða býarskipanar- og arkitekturserfrøðingar hava eftirkannað, hvørjar fyritreytir skulu til, fyri at fáa fólk til at trívast best í einum býarumhvørvi. Teir gjørdu umfatandi spurnarkanningar í nógvum londum, har teir spurdu fólk, hvat teimum dámdi best í tí umhvørvinum, tey búðu í. Soleiðis funnu teir fram til nøkur felags eyðkenni, sum flest fólk peika á, ið eru avgerandi fyri teirra trivnað. Spurningurin er, um Havnin lýkur hesar treytir fyri trivnað, sum er – og um ikki: Kann tað so verða ein av frágreiðingunum uppá, at Havnin er blivin so deydlig?

Tað merkir helst, at vit eiga at endurskoða býarskipanina, so hon tekur atlit til niðanfyristandandi fyritreytir framyvir. Tær 13 fyritreytirnar fyri trivnað millum býarborgarar eru hesar:

1) Grannaløg skulu hava eitt sjónligt miðsavningarstað – ofta eitt torg ella eitt grønt øki og onkuntíð eitt fjølgongt ella onkusvegnað serstakt og ásýniligt geilarhorn.

2) Flestu bústaðir skulu vera innanfyri 5 minuttirs gongd frá miðsavningarstaðnum.

3) Fjølbroytni má vera í bústøðum – t.d sethús, raðhús og íbúðir – soleiðis at bæði ung og eldri, einsamøll og familjur, fólk við lítlari inntøku og fólk við størri inntøku, hava møguleika at hava støð at búgva, sum hóskar til júst tey.

4) Tætt við bústaðirnar skulu vera handlar og skrivstovur av hóskandi fjølbroytnum slag til at nøkta vikuliga tørvin hjá einum vanligum húsarhaldi.

5) Møguleiki skal vera fyri minni virksemi í bústaðarøkinum – t.d. smærri skrivstovur, gallaríir og smærri handverkslig verkstøð.

6) Ein fólkaskúli skal liggja so nær at bústøðunum, at børnini kunnu ganga til og frá skúlanum.

7) Smá spælipláss ella onnur øki við møguleika hjá børnum at spæla skulu vera innanfyri kanska hundrað metrar frá bústaðnum.

8) Ymisk grannaløg verða bundin saman ígjøgnum eitt samanhangandi vega- og gongugøtunetverk, sum spjaðir ferðsluna millum ymisk mál í bygda økinum.

9) Vegir eru lutvíst smalir – kanska við røðum av plantaðum trøum framvið vegnum. Hetta fær bilarnar til at seta ferðina niður og skapar eitt umhvørvi, sum eisini er hóskandi fyri fólk til gongu og á súkklu, meðan tungur ídnaður og høvuðsferðsluæðrir so vítt gjørligt verða løgd uttan fyri miðstaðar- og bústaðarøki.

10) Bygningar í miðsavningarstøðum ella torgum verða bygdir heilt út til gongubreytir við vegkantin, so teir skapa eitt greidliga avmarkað uttandura býarrúm

11) Parkering og garasjuhurðar venda sjáldan út móti vegnum, men eru aftanfyri bygningar og atkomilig gjøgnum trengri gøtur ella skot.

12) Serliga merkisverd ella tignarlig støð fyri endan á vegum ella við miðsavningarstøð og torg í grannalagnum eru ofta almennir stovnar ella samkomuhús, har fundir, møti, undirvísing ella annað alment virksemi kann fara fram

13) Grannaløg eru skipað soleiðis, at tey kunnu stýra sær sjálvum. Formlig grannafeløg taka sær av kjaki og avgerðum um viðlíkahald, trygd og broytingar í lokalum grannaløgum, meðan kommunan tekur sær av skattligum og øðrum gjaldsligum viðurskiftum sum heild.

Hetta er ein roynd at geva býraðnum konstruktivan íblástur til arbeiðið við framtíðar býarskipan. Vónandi verða hesi vælmeintu ráð brúkt skilagott.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/02/06/hvussu-verdur-havnin-ein-raettur-byur/