Hvat stremba vit eftir?

Fleiri afrikansk lond eru við at umskapast til ruskdungar fyri Evropa og USA

Fleiri afrikansk lond eru við at umskapast til ruskdungar fyri Evropa og USA

Eitt samfelag, har alt verður roknað í pengum, og virði okkara sum menniskju bert verður mett í mun til, hvussu nógv vit megna at forvinna, leggur eitt øgiligt trýst á menniskju. Tá lívið hjá hvørjum einstøkum verður treytað av pengum fyrst og fremst, og pengar verða gjørdir til málið, vit øll skulu stremba eftir, so lærir hetta í veruleikanum ikki fólk nakað – og tað íblæsur heldur ikki til at arbeiða hart. Tað økir ikki um lívskvalitetin, men avmarkar menniskjað til eina vøru millum aðrar og ger okkum til trælir.

Vanliga niðurlagið í okkara samfelag er – líkamikið hvat fólk fáast við – spurningurin: “Jamen, kastar tað nakað av sær?!” Og um fólk ikki kunnu lova tað, jamen, so verður tað, tey gera, av nógvum ikki roknað fyri at vera vert at fáast við. Heldur ikki hóast tað, sum viðkomandi fegin vil arbeiða við, á mangan hátt kann vera virðismikið og sera gagnligt fyri trivnaðin hjá tí einstaka og hennara ella hansara nærumhvørvi – ja, kanska fyri samfelagið alt.

Fáa lítlan ágóða sjálvi
Heldur enn at eggja fólki til at gera tað, tey brenna fyri, rænir núverandi samfelags- og búskaparskipan tvørturímóti ofta potentialið frá fólki við at noyða fólk til at brúka mesta av sínari tíð uppá at átaka sær ofta meir ella minni meiningsleys arbeiði bara fyri so dánt at yvirliva. Ofta arbeiði, sum í veruleikanum bara gera onkran annan ríkan.

Men hugsa sær alt, fólk kundu lært, og hvussu nógv tey kundu fingið á skafti, um tey ikki altíð noyddust at hugsa um pengar, men kundu fylgt sínum eldhuga og gjørt tað, sum gav meining fyri tey.

Hví skulu fólk hava nakað ynski um at læra so nógv, tá tey hava lítlan tjans fyri at sleppa at brúka tað, tey læra, og tá tað leggur lítið aftrat lívinum annað enn kanska skuld, sum ger tey enn meira bundin av løntum arbeiði, sum tey í veruleikanum ikki gera fyri seg sjálvi, men fyri onkran annan, sum kanska hevur ovmikið frammanundan?

Hví skulu fólk tíma at arbeiða harðari, tá tey gera nakað, sum tey ofta í stóran mun hata at gera, og kanska gera, bara tí tey noyðast at tjena pengar fyri at kunna gjalda sínar mongu rokningar? Kanska rokningar, tey mugu gjalda fyri tænastur, sum nú eru blivnar handilsgjørdar vørur, men sum fyrr vóru ein náttúrligur – ókeypis – partur av mátanum lívið varð innrættað í samfelagnum.

Meiningsfult arbeiði flutt til frítíðina
Hví er tað so sjáldan, at tað kann “loysa seg” hjá fólki í hesi samfelagsskipanini, vit hava nú, at fylgja teirra eldhuga? Hví skal alt tað, sum ofta veruliga gevur lívinum meining og innihald, skumpast til knøppu frítíðina – so sum t.d. at spæla við síni børn, at ansa sínum gomlu, at velta upp úr nýggjum og dyrka sín hava, at fara ein túr við tráðuni, at baka, at binda eina troyggju, at syngja saman, at skapa tónleik og list, at læra nakað nýtt? Hví kann slíkt, sum í veruleikanum er sera gagnligt – fyri lívskvaiitetin fyrst og fremst – “ikki loysa seg” at brúka tíð uppá? Nær er tað ikki longur vorðið nakað “vert”, at menniskju taka sær av hvørjum øðrum og sínum nærumhvørvi?

Hví skal alt, sum snýr seg um at hava umsorgan fyri øðrum menniskjum institutionaliserast so mikið, at umsorgan so við og við verður til eina samlibandsvøru millum aðrar, har menniskjanslig sínámillum viðurskifti gerst ein spurningur um, hvussu nógv umsorganin kann rationaliserast og effektiviserast – við vanda fyri, at tann ekta umsorganin at enda heilt dettur burturímillum, tí alt verður roknað upp í, hvussu nógva tíð (= pengar) umsorganarstarvsfólk kunnu spara?

Hví skal tað betur kunna loysa seg peningaliga hjá fólki t.d. at brúka tað mesta av sínari tíð uppá t.d. at framleiða allar møguligar meira ella minni meiningsleysar (ofta dálkandi) vørur, sum fá, um nakar, í veruleikanum hevur brúk fyri, og sum ikki gera fólk eydnusamari. Eina rúgvu av materiellum tingum, sum fólk bara “mugu” keypa og brúka fyri at fylgja rákinum – ella fyri at vera líka so “smart” sum hini, og sum tey fyrr ella seinni bara blaka burtur aftur. Alskyns nips, vit kunnu fylla heim okkara við, sum vit kortini ikki kunnu taka við okkum í grøvina, men sum hópar seg upp, og bara verður til ampa fyri onnur – ikki minst eftirkomararar okkara – bæði so og so?

Nei, onkuntíð haldi eg, at verðin er absurd…!

Verulig virði í mun til peningalig virði
Hetta sigi eg avgjørt ikki fyri at niðra arbeiði sum so. Men munur er á arbeiði. Hvat skapar verulig virði? Bæði fyri tann einstaka og sæð frá einum størri perspektivi? Sjálvandi mugu menniskju framleiða og tryggja sær tað, sum vit øll hava grundarleggjandi tørv á – so sum mat og tryggleika – men nógvir ymiskir mátar finnast at framleiða mat , at hava umsorgan ella at skapa tryggleika, har av summir mátar geva meira lívskvalitet og eru minni skaðiligir enn aðrir.

Tann ídnaðarligi samlibands-mátin skaðar sannlíkt nógv meira enn hann ger gagn – t.d. tá hann ikki er burðardyggur, tá hann dálkar og oyðileggur umhvørvið, tá hann elvir til alt ov nógv spill, og tá hann skerjir menniskju til rein framleiðslugøgn, ið ikki sjálvi veruliga fáa ágóðan av tí, tey framleiða.

Spurningurin er, hvat veruliga hevur virði her í lívinum, og hvat, ið veruliga er vert at stremba eftir. Tað ber nemliga ikki altíð til at seta javnatekin millum peningalig virði og virði, sum geva lívinum kvalitet. So vítt eg dugi at síggja, hava vit tíverri innrættað samfelagið / búskapin á ein hátt, sum tekur nógv meira atlit at peningavirðisøking og kostnaðarminking, heldur enn atlit at øking av lívskvaliteti hjá heildini, tí skipanin, vit liva undir í dag stjelur í mongum førum meira lívskvalitet frá fleirtalinum, enn hon gevur teim lívskvalitet.

Treyðugt so. Nógv er gott, sum vit hava nátt við tíðini, men nógv kundi sanniliga eisini verið nógv betur innrættað. Skipanin ríkar kanska summi upp peningaliga, so tey hava ráð til at gjalda fyri tænastur, sum fyrr vóru tænastur, vit góvu hvørjum øðrum fyri einki, men sum nógv av okkum ikki longur hava atgongd til, tí vit ikki hava ráð at gjalda fyri tað. Soleiðis sum gongdin er nú í heiminum við menniskjans fyrilitarleysa máta at fara um náttúrutilfeingið og um hvønnannan, so gongur ikki leingi aftrat til, at vit øll fara at merkja til umfatandi líðingar kring heimin orsaka av tí stuttskygda peningagrammleika, sum hevur rátt í heiminum so leingi…. hugsaði henda gamla í einum “træklemmara” herðindi eina náttarstund. 🙂

Fylgjandi søga kann kanska geva evni til umhugsan í hesum sama høpi:

Útróðrarmaðurin og amerikanarin
Ein seinnapart ein góðveðursdag leggur ein lítil bátur at bryggju í eini bygd í Føroyum. Útróðrarmaðurin fer undir at landa fiskin, hann hevur veitt. Nú kemur ein amerikanskur ferðamaður gangandi eftir keiini. Hann steðgar á at hyggja at og letur væl at fiskinum. So spyr amerikanarin útróðrarmannin, hvussu leingi hann hevur verið um at veiða henda fongin.

“Tað veit eg ikki – nakrar tímar?”, svarar útróðrarmaðurin.

“Tað var ikki leingi. Hví vart tú ikki verandi eitt sindur longri og veiddi meira fisk?” spyr amerikanarin.

Útróðramaðurin svarar, at hesin fongurin er meir enn nóg mikið til at nøkta tørvin bæði hjá honum og familjuni. “Í morgin kann eg fara út aftur nakrar tímar og fáa eitt sindur meir at selja her á keiini. ”

Amerikanarin spyr: “Men um tú arbeiðir so lítið… hvat gongur so restin av tíðini við?”

“Ju, eg sovi leingi um morgnarnar. Spæli við børnini. Slappi av saman við konuni. Um kvøldarnar hitti eg góðar vinir. Vit drekka kanska eina skál og tríva í nakrar góðar sangir saman – eg eri væl nøgdur við lívið.”

“Veist tú hvat”, brýtur amerikanarin hann av. “Eg havi eina MBA-útbúgving frá Harvard University. Eg kann kanska hjálpa tær! Tú átti at farið til útróðrar hvønn dag nógv fleiri tímar enn nú. So kanst tú selja tann eyka fiskin, tú veiðir. Fyri tann eyka peningin kanst tú keypa tær ein størri bát, so tú fært enn størri vinning. Fyri vinningin kanst tú keypa ein bát aftrat – og so ein aftrat – til tú hevur ein heilan flota av trolarum. Ístaðin fyri at selja fiskin til millumlið, kanst tú samstarva beinleiðis við fiskavirkini – kanska stovna títt egna fiskavirki, ja, fleiri kanska. So kanst tú flyta úr hesi lítlu bygdini til ein stóran bý – Keypmannahavn ella London kanska – og stovna eina høvuðsskrivstovu, higanifrá tú kanst stýra øllum virkseminum.”

Útróðramaðurin hyggur undrandi og spyr: “Hvussu leingi verður tað, áðrenn eg nái so langt”.

“Tja, tjúgu… ella kanska bara tíggju-fimtan ár – valdast, hvussu ágrýtin tú ert”, svarar amerikanarin.

“Og hvat so aftaná?”

“Aftaná? Jamen, so er tað, at tað fer at gerast rættiliga áhugavert!” svarar amerikanarin og flennir. “Tá virksemi títt er vorðið nóg stórt, kanst tú byrja at selja partabrøv og tjena tíggjutals – kanska hundraðtals milliónir!”

“Hundratals milliónir? Álvara? Og hvat so aftaná tað?”

“Aftaná tað?” sigur amerikanarin og hyggur grundandi at útróðramanninum. “Jamen, so kanst tú leggja frá tær. Flyta til eina…  lítla bygd nær við sjógvin. Fara til útróðrar av og á, tá tú hevur hug, og fiska nakrar fiskar til húsbrúk. Sova leingi um morgnarnar. Slappa av saman við konuni. Spæla við børnini. Og fara í býin um kvøldarnar at hitta vinir tínar at drekka eina skál saman við teimum. Tríva í nakrar góðar sangir og… ja, verða væl nøgdur við lívið!”

Her er, hvat vísindin sigur um, hvat tað er, sum motiverar menniskju til at arbeiða:

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/08/13/hvat-stremba-vit-eftir/