Er grindadrápið vert at varðveita?

Føroyskur samleiki í nýggjum tíðum – partur I:

Hvørjar orsøkir eru til at halda fast við at drepa grind? Kann hetta gerast á burðardyggan, skynsaman hátt, har djórini verða avlívað so humant sum gjørligt? Kann tað gerast við atliti at heilsuni hjá fólki? Kunnu vit etiskt standa inni fyri tí, vit gera? Skaðar henda siðvenja ikki umdømi okkara? Ella kann henda siðvenjan kanska tvørturímóti gera Føroyar til eitt gott fyridømi fyri restina av heiminum? Hesar og aðrar spurningar tekur hendan greinin støðu til.

Eftir Elina Brimheim Heinesen, 24. mai 2012

Ivasamt er, hvussu leingi ber til at verja áskoðanina um, at vit skulu varðveita grindadrápið, tá kanningar vísa, at tað at eta grind kann hava fleiri negativ árin á heilsuna hjá fólki. Niðurstøðurnar um heilsuárinini eru hesar:

  • Kyksilvur í grind hevur negativt árin á menningina av nervalagnum hjá fostrum.
  • Kyksilvurárinið sæst enn í ungdómsárunum hjá somu børnum.
  • Kyksilvur í kostinum hjá móðurini ávirkar blóðtrýstið hjá børnunum.
  • Dálking í spiki hevur negativt árin á immunverjuna hjá børnum, soleiðis at børnini ikki taka so væl ímóti vaccinum.
  • Dálking í grind tykist at økja vandan fyri at fáa Parkinson sjúku hjá teimum, sum ofta eta grind og spik.
  • Vandin økist fyri, at vaksin, sum eru fyri størri kyksilvurárini, fáa høgt blóðtrýst og æðrakálking.
  • Fólk í 70’árunum við typu 2 diabetes tykjast hava størri miðsavnan av PCB í kroppinum, serliga um tey hava etið nógvan siðbundnan mat í barna- og ungdómsárunum. Samanhangur tykist sostatt vera millum typu 2 diabetes og dálking í matinum.

Tí siga heilsufrøðiligu myndugleikarnir, at tað er betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin og tilmæla tí fólki at minka munandi um nýtsluna. Pál Weihe og Høgni Debess Joensen, landslækni, hava tilmælt, at føroyingar heilt eiga at gevast við at eta grind og spik. (Til ber at at lesa meira um árinini í hesum ritið: http://setur.fo/fileadmin/user_upload/NVD/Horaldur/Workshop_Report.pdf).

Eg haldi, at føroyingar eiga at taka hesi tilmæli í álvara, og eg vil tí ikki viðmæla, at børn, yngri kvinnur og barnakonur eta henda kostin. Men eg fari tó ikki so langt sum at siga, at vit heilt skulu banna grindadrápinum, tí eftir mínum tykki, eiga fólk rætt til frælsi sjálvi at gera av, hvat tey vilja eta.

Má kannast til botns
Eg ivist samstundis í, um nógv av tí matinum, sum vit eru farin at eta ístaðin fyri grindina, veruliga er betri fyri heilsuna, ella um hesin matur ikki er minst líka vandamikil. Eg sakni meira vitan og samanberandi kanningar. Árinið eigur at verða kannað enn betri og vitanin breidd út, so fólk vita júst, hvussu skaðiligt tað er at eta so og so nógva grind í mun til annan mat. Fara fleiri vísindaligar kanningar at vísa á, at grind við fullari vissu veruliga er nógv meira vandamikil enn annar matur – eisini í smáum mongdum, so gevist eg sjálv at eta grind og spik við brestin.

Víðgongd hvalaveiðumótstøðufólk hava lyndi til at gera nógv av, tá tey vísa til vísindaligar heilsukanningar sum part av grundgevingunum móti grindadrápi. Tey geva fólki fatan av, at grindamatur er tað reina eitur. Slíkt hóskar jú sum fótur í hosu til teirra dagsskrá.  Uttan at undirmeta álvaran av árininum, er veruleikin, at árinið ikki er heilt so ógvusligt, sum tey vilja vera við. Allar kanningar eru heldur ikki komnar til líka radikalar niðurstøður, sum kanningin hjá Pál Weihe. Vísindin hevur jú eisini víst á heilsugóðu eginleikarnar, sum grind og spik hevur. Og kanska eiga fólk at fáa at vita meira um, at ikki allir partar av grindini eru líka dálkaðir – tað veldst t.d. um kyn og aldur á hvalinum, og hvar av hvalinum, tvøstið er.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur enn ikki mælt fólki heilt frá at eta grind og spik. Sjálv óttist eg tí ikki fyri at eta henda mat av og á, um tað er við máta. Í hvussu er, til heilsufrøðiligu myndugleikarnir koma til aðrar niðurstøður.

Grind í mun til grís
Etiski spurningurin um djórapínslu verður ofta drigin fram í kjakinum um grindadráp. Eitt dráp er eitt dráp, og dráp eru ongantíð dámlig, líkamikið hvørji djór verða dripin. Mær hevur ongantíð dámt grindadrápið í sær sjálvum – í øllum førum ikki soleiðis, sum framferðarhátturin var, tá eg var barn, har stungið varð frá hond. Eg skilji væl, at fólk hava rópt tað, sum fór fram tá, “barbariskt”.

Eg fegnist tí um, at grindamenn hava sett meira humanar drápshættir í verk, sum vónandi sum skjótast verða einastu loyvdu hættirnir at drepa grind. Eg haldi, at føroyingar mugu prógva, at vit gera alt, sum er menniskjansligt møguligt fyri, at djórini ikki verða óneyðuga pínd. Kunnu vit ikki vísa hetta umhugsni fyri djórunum, haldi eg, vit eiga at gevast við grindadrápinum. Tað skaðar ikki minst umdømi okkara ov nógv ikki at gera tað, og so kunnu eg og onnur, sum alment hava vart hendan siðin, eisini uttanlands, ikki longur verja hann.

Eg haldi tó ikki (longur), at grindadráp okkara á nakran hátt er verri, enn tað, sum fer fram aðrastaðni, har djór í milliónatali verða ald til at vera dripin – eisini grísar, sum verða sagdir at vera líka so klókir sum grindahvalir, um ikki klókari. Hesi djórini verða stúgvað saman á so lítlum plássi sum gjørligt, har tey liva eitt stutt og pínufult lív, ofta undir skelkandi vánaligum umstøðum, og ofta uttan nakrantíð at síggja dagsins ljós. Tey verða fylt við t.d. penicillini og vakstrarhormonum og verða fitað ónátturliga upp við einstáttaðum kosti, sum mong av teimum gerast so sjúk av, at tey ikki eingang megna at ganga inn í skafottið, har tey skulu avlívast. Ofta gongur avlívingin so skjótt fyri seg, at nógv av djórunum ikki eru deyð, áðrenn tey verða skáldað, og skinnið verður skrætt av teimum.

Eg skilji ikki rættiliga, hví summi siga, at tað IKKI gevur meining at samanbera grind við innilæst neyt, grísar og høsnarungar. Sjálv haldi eg, at hesin spurningur er serstakliga viðkomandi, tí hetta hópframleiddað kjøtið er tað alternativið, vit í stóran mun fáa bjóðað ístaðin fyri okkara siðbundna mat – og eg haldi meg hava góðar grundir til at ivast í, um tað, vit keypa í handlinum, veruliga er so nógv betri matur. Fyri mær at síggja er nógv av tí hópframleidda kjøtinum eftir øllum at døma ikki betri – hvørki etiskt ella heilsuligt. Hygg t.d. eftir filmunum um hópframleitt kjøt í USA undir hesi grein.

Tí sigi eg, at tað ikki gevur meining t.d. at vera ímóti ella at banna grind, tí grindin skal eitast fyri at vera dripin inhumant og/ella vera ring fyri heilsuna, um ein ikki eisini er ímóti ella bannar alla aðra ósunna og inhumana kjøtframleiðslu.

Vistfrøðiliga forsvarligt
Sæð frá einum etiskum sjónarmiði, haldi eg, at vit øll hava líka stóra skyldu til at halda okkum til at keypa sunnan, heilsugóðan – vistfrøðiligt framleiddan – mat, soleiðis at vit øll eru við til at tryggja, at djórini, sum vit eta, eru væl viðfarin – og soleiðis at vit øll stuðla matframleiðslu í hesi verð, sum ikki pínir djór, og heldur ikki dálkar og oyðileggur umhvørvið.

At velja at eta lokalan mat av djórum, sum hava livað úti í Guðs fríu náttúru alt lívið og av tí føði, sum er at finna í náttúruni, man helst vera tað mest vistfrøðiliga og minst náttúruoyðileggjandi, vit kunnu velja at gera. Tí haldi eg, at vit skulu royna at varðveita okkara aldargomla siðbundnu mátar at útvega okkum føði uppá á hesum oyggjum – bæði tá tað kemur til fisk og seyð og eisini grind. Grindin skal bara drepast við humanum drápsháttum og ikki í størri mongdum, enn at tað kann gerast á burðardyggum grundarlag, og sjálvandi við atliti at heilsu okkara.

Tá gramleiki kemur uppí
Grindadrápið í sjálvum sær hevur ikki altíð verið líka tespiligt, men alt tað, sum hendir í sambandi við grindina aftaná – so sum mátin, grindin verður býtt millum tey, sum luttaka, og til onnur í nærumhvørvinum, sum treingja – er ein einastandandi og dámlig siðvenja. Hetta at býta fongin út millum fólk er ikki nakað, vit annars uppliva nakra aðrastaðni í pengagrammu ídnaðarverðini. Eg haldi, at tað hevði verið stórt spell, um vit vóru noydd at geva upp hesa sosialu siðvenju, har umsorganin fyri og atlitið at heildini er størri enn atlitið at vinninginum hjá tí einstaka.

Mær dámar tí serstakliga lítið, at pengar eru við at koma inn í siðvenjuna at drepa grind í dag, og at til ber t.d. at keypa tvøst bæði í Miklagarði og aðrastaðni. Í Rótikassanum á Facebook selja fólk kaggar av spiki og turrum tvøsti. Slíkt økir tíverri um vandan fyri, at grammleiki kemur uppí, tá tvøstið og spikið skal býtast eftir drápið, og hetta er ein  óheppin menning, sum eg vænti, kemur okkum aftur um brekkur. Hetta gongur ímóti øllum tí, sum siðurin at drepa grind annars hevur staðið fyri.

Eg haldi ikki, at føroyingar skulu hava loyvi til at drepa fleiri hvalir, enn luttakarar í grindini og nærmasta familja teirra kunnu eta – og so nøkur eldri fólk aftrat í bygdini, sum av góðum grundum ikki sjálvi megna at vera við í grindini. Um fólk halda seg kunna selja nakað burturav sínum parti, so sigur tað nakað um, at fólk hava ov nógva grind um hendi – og tá er ov nógv dripið! Tað er ikki í lagi, og eg haldi, at myndugleikar eiga at stegða hesum ósiði beinanvegin.

Mugu endurskoða reglur
Tey, sum selja grind, eru beinleiðis við til at smíða líkkistuna til grindadrápið, tí slík atferð máar grundarlagið undan einum av teimum allarsterkastu grundgevingunum, vit sum føroyingar hava at verja hesa siðvenju við. Um vit veruliga ynskja at varðveita grindadrápið uttan at vekja ov stóra mótstøðu bæði uttanífrá og innanífrá, haldi eg, at tað er neyðugt at endurskoða verandi regluverk galdandi fyri grindadrápið sum skjótast og íverkseta strangari reglur á summum økjum.

Vit fara ikki í longdini at kunna varðveita siðin at drepa grind, um vit etiskt ikki kunnu standa 100 % inn fyri tí, vit gera – bæði í mun til umheimin og ikki minst í mun til okkara egnu yngru ættarlið, sum vaksa upp í eini nógv meira alheimsgjørdari mentan – og eisini við atliti at øllum teim føroyingunum, sum búgva ella ferðast uttanlands, og sum ofta mugu verja hesa siðvenju fyri útlendingum.

Spurningurin er tí, um til ber at áseta nakrar grundreglur, sum tryggja, at etiska grundstøðið er í lagi, og sum er galdandi í øllum landinum, so tað ikki bert er upp til einstøku sýslumennirnar og grindaformennirnar at meta hvørja ferð, hvussu drápið skal fara fram. T.d. eru her nøkur uppskot:

  • at kvotur verða ásettar ár fyri ár – t.d. fyri ymisk øki – og at loyvt verður ikki at drepa fleiri hvalir, enn fólk í økinum kunnu eta, og sum tað er ráðiligt hjá fólki at eta í mun til heilsuna…
  • at føroyingar binda seg til at luttaka í altjóða góðkendum kanningum av stovninum, sum verða gjørdar regluliga og títt, so vissa fæst fyri, at grindin sum djóraslag ikki er hótt, og at vit ikki drepa grind, um ivi er um hetta…
  • at føroyskir granskarar hava skyldu at stuðla ella luttaka í kanningum av heilsuliga árininum av at eta tvøst og spik, og at fylgt verður væl við í úrslitum av kanningum, eisini aðrastaðni, at atlit verður tikið at úrslitunum, sum hesar kanningar vísa, og at fólk verða væl og virðiliga kunnað um hetta.
  • at greiðari avmarkan verður sett á, hvørjar hvalvágir kunnu brúkast í mun til støddina av grindini…
  • at tað ikki má ganga meira enn ávís tíð frá, at rákið byrjar, til grindin verður hildin til, so hvalirnir ikki verða óneyðuga strongdir…
  • at avmarkan verður sett á, hvør sleppur at luttaka í rakstri og drápi, og at bert roynd fólk hava loyvi at drepa hvalin…
  • at tað verður álagt grindamonnum bert at brúka blásturkrókar, tá talan er um at hála livandi hval, meðan hvøssu sóknaronglarnir einans mugu brúkast til at hála longu dripnar hvalir…
  • at hvalir bert verða dripnir við mønustingara, sum tryggjar, at hvalirnir verða avlívaðir á so skjótan og so humanan hátt sum gjørligt…
  • at einki av fonginum verður blakað burtur, sum á nakran hátt kann brúkast til mannaføði ella annað…
  • at alt burturkast frá drápinum verður søkt á djúpum streymasjógvi…
  • at tað verður bannað at handilsgera fongin við at selja burtur av pørtunum, fólk fáa tillutað…

Um vit áseta reglur sum hesar, so er siðurin at drepa grind etiskt forsvarligur í allar mátar, og so dugi eg ikki at síggja nakra grund til, at henda siðvenja ikki kann halda fram í langa tíð framyvir. Um ikki, tað ber til, so haldi eg, at føroyingar skjótt ikki hava annað val enn at gevast við at drepa grind.

Grindadráp kann marknaðarføra Føroyar
Fer alt fram á ein 100 % forsvarligan hátt, kundi siðvenjan at drepa grind í roynd og veru verið fyrimyndarlig – og harvið eisini verið við til at gjørt okkum øll errin av at vera føroyingar. Vit kundu marknaðarført Føroyar, sum eitt av teimum serstakliga fáu støðunum í vesturheiminum, sum hevur varðveitt eina aldargamla siðvenju, har fólk útvega sær lokalan, vistfrøðiligan mat á fult burðardyggan og humanan hátt úr villu, ódyrkaðu náttúruni, vit liva mitt í. Hetta er jú matur, ið IKKi skal flytast yvir langar frástøður í dálkandi fraktskipum/fraktflogførum. Og har vit eisini hava varðveitt eina aldargamla, einastandandi siðvenju kring býtið av grindini, ið snýr seg um umsorgan og samhaldsfesti, og sum helst ikki sær sín líka nakrastaðni í vesturheiminum í dag. Tað er nakað, sum eg veit, nógvir útlendingar virða og síggja nógv upp til.

Drepa føroyingar grind undir hesum treytum, haldi eg ikki, vit hava so nógv at óttast fyri í mun til umheimin. Við grundarlag í øllum tí, eg havi sæð og lisið av viðmerkingum nógva staðni, nú Føroyar eru í brennidepilinum orsaka av “Whale Wars – Viking Shores” røðini, so sæst týðiliga, at tað als ikki er allur heimurin, sum er ímóti tí, sum vit gera, eins og hvalaveiðumótstøðufólk vilja vera við. Heldur hevur tað býtt áskoðararnar í tvey – tey, sum eru fyri og tey, sum eru ímóti.

Í mun til, hvussu nógv eru komin til at kenna Føroyar ígjøgnum røðina – og nú hava sæð, hvussu vakurt her er – so eru øll tey, sum eru fyri, helst fleiri enn tey, sum yvirhøvur kendu til Føroyar, áðrenn røðin varð víst á sjónvarpi. So helst er hetta, tá samanum kemur, ein ikki so galin lýsingarherferð fyri Føroyar, sum vit kanska óttaðust.

Søpla vælvild burtur
Men… tann vælvild, vit hava ein tjans fyri at vinna okkum í útheiminum við at halda okkum á etisku síðuni, kann øgiliga skjótt koppa tann skeiva vegin, um vit leggja ov lítið i at betra um framferðarháttin við t.d. ikki at gera álvara av at herða reglurnar, sum skulu tryggja eitt humant dráp, ella um vit loyva hesum nýggju óhepnu, handilsligu siðvenjum framat. At føroyingar eru farnir at keypa og selja grind – hóast tað bert er í lutvíst lítlan mun – er tíverri ein nýggjur ódámligur og gramligur máti at bera seg at, sum er fylgdur við nýggju tíðini. Hetta var ikki gamalt, sum tikið verður til.

Tað tænir okkum ikki væl á nakran hátt at loyva hesi atferð, men tað hevði tænt okkum til miklan sóma, um vit varðveiddu tað besta av tí gamla, og góvust við øllum tí, sum ikki er etiskt forsvarligt. Hetta snýr seg í botn og grund um at dyrka ein samleika, føroyingar kunnu vera ernir av, og ikki bara spilla ta góðu siðvenju t.d. at býta fongin sundur millum fólk, ið júst er ein av teimum allarmest dámligu siðvenjum, sum vit higartil hava bygt okkara serføroyska samleika á. Spilla vit tað, so framskunda vit byrjanina til endan av grindadrápinum.

Matmentan og samleiki
Tann samleiki, vit sum fólk hava, hongur saman við, hvussu vit hava yvirlivað á hesum klettum so leingi, og hvat vit eru blivin mett av alla hesa tíð. Tað hevur nakað við at gera, hvussu vit útvega og fáa matin til høldar júst í okkara lítla norðalaga horni av heiminum, hvussu vit býta matin millum okkara, hagreiða og goyma matin og matgera.

Øll mentanin kring matin – til dagligt og til veitslur – hevur sjálvandi havt stóran týdning fyri, hvussu vit hava livað okkara dagliga lív í heila tikið her í hesum landi. Tað sermerkta fyri okkum – tvs. hvat tað merkir at vera føroyingur í mun til at vera dani, amerikanari, italienari ella okkurt annað – hongur nógv saman við hesi matmentanini, eins og matmentan eisini ger í øðrum londum. Eins og “stegt flæsk og persillesovs”, frikadellur og livurpostei hevur nógv við at vera dani at gera, ella burgarar og BBQ hevur nógv við at vera amerikanari at gera, ella spaghetti og pizza hevur nógv við at vera italienari at gera, so hevur skerpikjøt, ræstur fiskur og grind og spik rættiliga nógv við tað at vera føroyingur at gera. Hetta eru tjóðarrættir okkara, og tað er ikki bara sum at siga tað at fáa føroyingar at gevast við einum stórum parti av hesi matsiðvenju, tá hon hongur so nógv saman við samleika okkara.

Í næstu greinini fari eg at skriva meira um júst hetta – hvør tann føroyski samleikin er í nýggjum tíðum, og hvat alheimsgerðin merkir fyri nútíðar samleikabygging okkara sum føroyingar. Sí greinina her.

Dokumentarfilmar um hópframleiddan mat
Today’s Modern Food: It’s not what you think it is – 1. partur:

Today’s Modern Food: It’s not what you think it is – 2. partur:

Food Inc. 1. partur:

Food Inc. 2 partur:

Food Inc. 3. partur:

Food Inc. 4. partur:

Food Inc. 5. partur:

Food Inc. 6. partur:

Food Inc. 7. partur:

Food Inc. 8. partur:

Food Inc. 9. partur:

Food Inc. 10. partur:

.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/05/25/er-grindadrapid-vert-at-vardveita/