Hvat skulu vit við Kringvarpinum?

Kringvarp Føroya er í kreppu. Framtíðar tilveran hjá einasta public service miðlinum í Føroyum er sera óviss. Størri broytingar eru í væntu. Men áðrenn alt Kringvarp Føroya verður koppað á høvdið, má støða takast til, hvønn leiklut Kringvarpið skal spæla framyvir. Hvat tilfar má Kringvarpið raðfesta fyrst og fremst? Skal Kringvarpið býtast sundur aftur í sjónvarp og útvarp – ella skulu vit hugsa heilt nýtt?

Kreppan hevur rakt Kringvarp Føroya, so tað er um at hokna undan. Kringvarpið skal skerjast, hvussu víkir og vendir. Tað er sera harmiligt, ikki minst fyri tey fólkini, sum nú missa síni størv. Men tað noyðir fólk at taka støðu til, hvønn leiklut Kringvarpið skal spæla framyvir, og hvørjar raðfestingar mugu gerast. Reaktiónirnar eru ymiskar. Summi øtast, onnur eru kedd ella ill, aftur onnur eru líkaglað. Onkur tykist beinleiðis at gleðast so mikið um tað, sum hendir, at tað í sær sjálvum er beinleiðis syrgiligt.

Stórur tørvur tykist vera á at gera týðiligt og greitt, hvønn týdning Kringvarp Føroya veruliga hevur sum public service tænastuveitari fyri føroyska samfelagið og fyri fólkaræðið í Føroyum.

Smbrt. public service sáttmálanum, sum er galdandi frá 2010-2013, skal Kringvarp Føroya lúka stórt sæð somu umfatandi krøv, sum t.d. Danmarks Radio skal lúka í Danmark. Hetta eru nógv og stór krøv at seta einum einstøkum stovni í einum so lítlum samfelag sum okkara við so lutfalsliga fáum kringvarpsgjaldarum. Beiski veruleikin er, at Kringvarpið hevur ein fíggjarkarm, ið lutfalsliga er ein lítil brøkpartur av tí, sum DR hevur at ráða yvir. Mær er sagt, at hvørt starvsfólk í Kringvarpinum hevur ein sættapart at arbeiða við í mun til hvørt starvsfólk í DR, umframt at tey eisini fáa nógv minni í løn enn tey.

Lurtaðu ikki eftir ávaringum
Í public service sáttmálanum stendur, at neyðugt er við tíðarásettum public service krøvum til Kringvarpið, tí: “… public service-hugtakið er so breitt, at tað er trupult at røkja allar hugsandi skyldur í senn. Tí verður mett skilagott, at landsstýrismaðurin (sum umboð fyri Løgtingið og fólkið) kann raðfesta og tryggja ávísar nærri allýstar public service-skyldur í einum tíðaravmarkaðum sáttmála.”

Henda orðing er mikið góð. Men veruleikin er, at public service sáttmálin endurspeglar als ikki hetta innlitið. Eyðsýniliga eru ambitiónirnar í sáttmálanum kortini settar alt ov høgt í mun til tilfeingið, Kringvarpið hevur fingið at ráða yvir. Ein kann undrast á, at sáttmálin nakrantíð varð undirskrivaður í hesum líki, tí tað mátti verið púra greitt fyri táverandi leiðslu og stýri, at tað fór ikki at bera til at lúka krøvini í sáttmálanum. Hvørki við tí fíggjarkarmi, Kringvarpið hevði, ella væntandi fór at hava, tá sáttmálin varð undirskrivaður. Fólk gjørdu vart við hetta tá, men hóast ávaringarnar, varð kortini skrivað undir.

At aðrar inntøkukeldur enn sjálvt kringvarpsgjaldið harumframt hava svikið so dyggiliga seinni, hevur avgjørt ikki gjørt støðuna betri. Men at henda støða kundi íkoma, var ikki ósannlíkt – heldur ikki tá, og kann tí ikki koma so dátt við.

Órealistisk krøv í mun til tøka tilfeingið
Public service sáttmálin inniheldur góð og eisini neyðug hugskot, men tað er púra greitt, at tað mesta letur seg ikki fremja. Ein rættiliga stórur partur av teimum krøvum, sum public service sáttmálin setir til Kringvarpið, eru bara løgd aftrat tí, sum longu áliggur Kringvarpinum at framleiða, uttan at pengar fylgja við.

Kringvarpið kann sjálvandi ikki átaka sær fleiri skyldur, og samstundis eisini lúka tær ‘gomlu’ skyldurnar líka væl sum áður. Hvar skulu pengarnir koma frá til øktu framleiðsluna – serliga tá hugsað verður um, at Kringvarpið hevur ein heilt nýggjan miðlapall aftrat at taka sær av nú, nevniliga netmiðilin? Spurningurin er, um til ber at fevna um meira við bara at umraðfesta. Men framleiðslan er frammanundan so avmarkað, at fleiri sendingar kunnu illa takast burtur uttan so, at hetta vekir stóra ónøgd millum lurtararnar / síggjararnar. Hetta hava vit jú sæð sigandi dømi um. Tað er púra órealistisk at vænta, at til ber at víðka meira um virksemið ella tryggja meira fjølbroytni, so sum public service sáttmálin krevur, tá veruleikin er, at fíggjarkarmarnir bara minka ár undan ári.

Inntøkur av lýsingum og spølum eru svikaligar, og sjálv játtanin hevur staðið í stað síðan 2004 og fylgir ikki prístalinum ella tekur hædd fyri lønarvøkstri. Broyting kann sostatt í øllum førum ikki gerast, uttan at tað gongur út yvir okkurt og / ella at víðgongdar umraðfestingar verða gjørdar innahýsis, har virksemið í Kringvarpinum verður “trimmað” í nógv størri mun enn í dag. Men hvat skal niðurraðfestast? Hvat skal hava loyvi at standa eftir? Og hvat skal gerast heilt av nýggjum?

Tað hevur leingi skríggjað til himmals, at eitt kjak um raðfestingar og ein miðvísur miðlapolitikkur hevur manglað. Á politiskum stigi hava ongar hugsjónir verið, og eingin miðlapolitikkur hevur verið at fáa eyga á nakrastaðni. Ikki annað enn, at man vil hava alt, men tað skal einki kosta!

Ella beint hin vegin, tað grunn- og stuttskygda: “Avtakið bara lortið!” Men ein og hvør átti at kunna rokna út, at tað ber ikki til at krevja meira og meira fyri minni og minni. Ella at siga: Antin alt ella einki!

Neyðugt er sum skjótast at staðfesta, um vilji er til at hava ein public service stovn sum Kringvarpið, og hareftir finna fram til breiða semju um vegin at ganga framyvir, og hvat er gjørligt at gera innan settu karmarnar. Ynskir man at tátta í, so merkir hetta, at okkurt má veljast frá. Men higartil hevur eingin torað at tikið nakra fasta støðu til, hvat skal veljast frá, so alt hevur bara fingið loyvi til at ganga, til tað gekk galið.

Uppskot hava verið løgd fram innanhýsis um at gera tiltrongdar bygnaðarbroytingar, sum gera virksemi Kringvarpsins smidligari (og harvið bíligari) – t.d. at minka um talið av deildum. (*Sí leinki niðast á síðuni). Táverandi leiðsla tók ikki undir við uppskotinum. Hildið var fram við at royna at fáa Kringvarpið til at fevna um nógv meir, enn ráðini vóru til. Væntað var av starvsfólkunum, sum bara gjørdust færri, at tey skuldu renna skjótari og framleiða meira og meira, við tí úrsliti, at fólk gjørdust alt meira strongd. Samstundis kundi politiski myndugleikin lætt fáa fatan av, at tað saktans kundi lata seg gera at krevja meira fyri minni. Tað síggja vit nú, at tað heldur ikki.

Eisini var uppskot lagt fram um at draga starvsfólkini meira inn í kjakið um framtíð Kringvarpsins (*Sí leinki niðast á síðuni). Starvsfólkini dugdu jú væl at síggja, at skilið ikki kundi halda fram. Men hóast eitt sterkt ynski var millum starvsfólk um at luttaka í einum veruligum kjaki um hugsjónir og framtíðar raðfestingar – og royndir eisini vóru gjørdar at fáa hetta í lag, so stuðlaði táverandi leiðsla ikki royndunum at geva starvsfólkunum høvi til at vera við í kjakinum og fáa ávirkan.

Jack of all trades – master of none
Tá einki veruligt kjak er, og eingin semja er um raðfestingar, og Kringvarpið bara skal fevna um alt, uttan veruliga at hava orkuna til tað, so fáa vit hvørki fugl ella fisk – og so gerast ØLL ónøgd. So verður Kringvarpið bara “a jack of all trades, but master of none”.

Vit mugu ongantíð nóg skjótt fáa greiðu á, hvat tað er fyri eitt Kringvarp, vit vilja hava, og hví ávísar raðfestingar mugu gerast fram um aðrar. Leiðslan má tora at taka støðu. Hvat skal Kringvarpið miðsavna seg um framyvir, so mest fæst burturúr Kringvarpsgjaldinum? Hvat skal Kringvarpið dyrka og miðsavna seg um at duga allarbest, so tað verður gjørt heilt? Tvs. so Kringvarpið ikki bara ger eina rúgvu, sum bara verður gjørt hálvt ella minni enn tað.

Kvalitet versus kvantitet?
Støða má takast til, hvussu nógv kvalitetur og kvantitetur skulu viga í mun til hvørt annað í Kringvarpinum. Her verður hugsað um, at Kringvarpið jú er í harðari kapping við eina ørgrynnu av útlendskum miðlum, umframt – og ikki minst! – sosialu miålarnar. Hvussu vinnur Kringvarpið hesa kappingina um lurtarans/síggjarans uppmerksemi best við teim upphæddum Kringvarpið hevur at ráða yvir? Gerst hetta við at gera eitt kringvarp, sum líkist flest øllum hinum miðlunum, Kringvarpið kappast við?

Hvat skal geva føroyingum góðar grundir til at velja miðlarnar hjá Kringvarpinum fram um aðrar miðlar? Noyðist Kringvarpið t.d. hava nógvar sendingar og størri útboð at bjóða føroyingum og soleiðis kanska enda við bara at gera “discount” sjónvarp/útvarp? Er realististk at kappast uppá kvantitetin uttan at tað gongur út yvir dygdina? Ella skal Kringvarpið heldur savna seg um at gera færri sendingar, har dygdin kemur meira í hásæti fram um mongdina? Og kanska savna seg meira um at veita brúkarunum tað, sum tey IKKI kunnu fáa aðrastaðni enn júst í Kringvarpinum?

Sjálv haldi eg, at her gevur svarið næstan seg sjálvt. Latið kommersiellu miðlarnar og sosialu miðlarnar taka sær av tí lætta, og brúkið so Kringvarpið til at framleiða tilfar, sum fer meira í dýpdina, so vit hava eitt alternativ til tað lætta.

Ístaðin fyri at gera “forkølaðar” royndir at líkjast øðrum útlendskum loftmiðlum, so eigur Kringvarpið at miðsavna seg um at leggja dentin á tað serstaka, sum bara kann gerast her í Føroyum, og líta á, at tá vit gera tað, sum vit duga best, so kann tað saktans kappast við annað.

Fokus á innihald fram um miðlapall
Alneyðugt er at seta fokus á innihaldið, framum at fremja áhugamál hjá ávísum miðlapallum – tað verið seg útvarp, sjónvarp ella netmiðil. Miðlapallurin hevur minni týdning. Støða má heldur takast til, hvørji evni eru mest neyðug at viðgera í føroyska samfelagnum, og síðani hugsa um, hvørjir miðlapallar eru best hóskandi til at lýsa júst hesi evni.

Neyðugt er eisini at hugsa framtíð inn í líkningina og tosa um, hvønn veg rákið ber innan miðlabrúk. Hvussu rakar Kringvarpið best komandi miðlabrúkarar? Hvørjar miðlar brúka tey ungu mest? Og hvussu tekur Kringvarpið fyrilit fyri hesi framtíð í sínum raðfestingum, so yngru ættarliðini ikki verða mist? Serliga um tøka tilfeingið ikki økist, heldur hin vegin.

Skal Kringvarpið royna at tekkjast fleirtalinum – ella tí, vit halda, fleirtalið ynskir? Ella skal Kringvarpið ganga frammanfyri, seta kósina, gera fólk bilsin og geva fólki tað, sum tey kanska ikki vita av, at tey hava brúk fyri?

Hartil er neyðugt at greina nógv meira neyvt í hvønn mun, landsstýrisfólk skulu kunna áleggja Kringvarpinum raðfestingar – og í hvønn mun (og hvussu) haldast skal fast í armslongdarprinsippið fyri at tryggja óheftnið hjá Kringvarpinum.

Uttan kjak – bæði innanhýsis í Kringvarpinum, alment og í politiska landslagnum – um øll hesi evni nevnd omanfyri – og uttan nakrar niðurstøður av einum slíkum kjaki, byggir ein public service avtala á alt ov ótrygga grund. Úrslitið er ein ógreiður og illa undirbygdur public service sáttmáli, ið, sum tíðin hevur liðið, hevur prógvað, at hann er óbrúkiligur.

Tørvurin veksur bara fyri public service
Veruleikin, vit liva í og mugu taka fyrilit fyri, er, at miðlaheimurin í framtíðini fer at verða støðugt meira merktur av, at lurtarar og síggjarar hava atgongd til – og møguleika fyri at velja ímillum óteljandi miðlar: net-, útvarps- og sjónvarpsrásir, umvegis internetið, fylgisvein, televarp ella kápil frá risasórum al- ella fleirtjóða miðlum.

Orsaka av hørðu kappingini raðfesta hesir miðlar í alt størri mun skjótt undirhald fram um fjølbroytni og dýpd. Tær útlendsku kommersiellu rásirnar bjóða ein endaleysan streym av næstan eins sendingum, heilt víst uttan á nakran hátt at bera dám av føroyskari mentan og samleika.

Vit hava tí í støðugt størri mun brúk fyri føroyskt framleiddum tilfari, sum varpar ljós á okkara egna veruleika sæð frá einum føroyskum sjónarhorni, sum kann vera ein mótvekt til alt hetta ógvusliga undirhaldsomanlopið, sum floymir inn yvir okkum uttanífrá.

Í Føroyum er tað bert Kringvarpið, sum hevur møguleika fyri at hava nóg stóra orku til at tryggja okkurt, sum vigar upp ímóti. Tí er skilaleyst at sindra henda stovnin sundur og smábýta virksemið hjá stovninum í fleiri smærri stovnar aftur, sum hvør sær hava nógv minni fíggjarstyrk enn eitt savnað kringvarp – og harvið vikna um styrkina til at lyfta eitt munandi kappingarførið mótveis útlendskum miðlagigantum, sum ein størri stovnur kundi havt.

Brúk fyri einum sterkum óheftum miðli
Kringvarp Føroya er eisini landsins einasti miðil við beinleiðis skyldu til at virka óheftur av øllum fíggjarligum og politiskum áhugamálum. Marknaðarstýrdir miðlar eru noyddir at taka nógv meira fyrilit fyri lurtara- og síggjaratølum og at lýsingarinntøkum. Tað økir um sannlíkindi fyri, at hesir miðlar kunnu gerast nógv meira populistiskir og heftir at ávísum áhugamálum.

Jú fleiri smærri miðlar eru, jú meira mugu teir kappast. Tað garanterar als ikki betri dygd. Tvørturímóti fellir tað meira ‘smala tilfarið’, ið ‘ikki loysir seg’ at senda, tá lætt fyri spariknívinum, og úrslitið kann gerast ein tunnur koppur av te, har sensatiónsyvirskriftirnar ráða, og nógv tann størsti denturin liggur á grunt og lættari seljandi undirhald.

Vit hava tí hart brúk fyri einum størri og sterkari óheftum miðli, sum er eitt veruligt alternativ til alt hitt, og sum hvønn dag virkar fyri at geva kringvarpsgjaldarunum høvi til eisini at kunna velja politiskt og handilsliga óheft hágóðskumiðlatilfar, sum til ber at líta á.

Hetta gerst IKKI við at spjaða orkuna – og harvið halda, at man skapar “sunna kapping” millum fleiri smærri miðlar, sum einsamallir ongan tjans hava til at taka kappingina upp við stóru útlendsku miðlarnar, ið eru teir veruligu kappingarneytarnir.

Burturvið at skilja útvarp og sjónvarp sundur aftur
Í public service sáttmálanum stendur t.d., at: “Tað skal vera tryggjað í leiðslubygnaðinum hjá Kringvarpi Føroya, at í minsta lagi tvær tíðindaredaktiónir (ein fyri útvarpsmiðilin og ein fyri sjónvarpsmiðilin) virka óheftar av hvørji aðrari hvønn dag.”

Hetta er púra burturvið at krevja, og hevur víst seg at rigga sera illa í praksis eisini. Yvirhøvur at tosa um at skilja sundur útvarp og sjónvarp aftur, er eftir mínum tykki at fara langt aftur í tíðina, umframt at tað er skilaleyst at gera her í hesum tvørmedialu tíðum, har øll miðlan reint tøkniliga meira og meira fer fram ígjøgnum somu pallar, og har miðlabrúkararnir venja seg støðugt meira við, at miðlar renna saman – talgilt á netinum.

Bæði útvarp og sjónvarp hava eina framtíð, men tað verður í heilt øðrum hami enn hesir miðlapallar hava verið í áður. At hugsa auditiva og visuella miðlan sum nakað heilt atskilt, er afturlítandi – passé – og als ikki frameftirlítandi. Ein slíkur hugburður er rein nostalgi!

Ung – tvs. framtíðar miðlabrúkarar – hava eitt heilt annað miðlabrúksmynstur, enn tey høvdu áður. Nýggjar tíðir eru, og tað eru verri enn so øll eldri heldur, ið hava hug at venda aftur til tað gamla. Tað spennir bein fyri teim nýhugsandi kreftum, sum júst síggja stórar møguleikar í miðlasamanrenningini. Tað kann forða fyri tí nátturliga flogi, umframt tí fleksibiliteti, tí fjølbroytni og tí synergi, sum kundi staðist av at savna kreftirnar og samskipa miðlapallarnar, alt, sum hoyrir nýggju tíðini til.

At byrja at tosa um at spjaða alt aftur, er óðamannaverk og kann bara sáa split, sum ger, at orkan verður brúkt uppá óneyðugt innanhýsis stríð, heldur enn at lyfta eina stóra uppgávu í felag við teimum tøkniligu møguleikunum fyri samskipan og samanrenning, sum finnast í dag. Og sum alt bendir á er við at henda alla aðra staðni í miðlum í londum kring um okkum.

Neyðugt at styrkja kappingarførið
Heldur enn at spjaða orkuna, hava vit nógv meira brúk fyri at savna og styrkja tað einasta miðlahúsið í Føroyum, sum hevur ein mikroskopiskan tjans hóast alt fyri at taka kappingina upp við útlendskar miðlar – í øllum førum tá tað kemur til public service og handilsliga óheftan tíðindaflutning. Vit mugu ikki gloyma, at Kringvarpið er nógv meira í kapping við útlendskar miðlar og sosialar miðlar, enn við aðrar føroyskar miðlar. Kringvarpstíðindini eru í kapping við tíðindini í DR, TV2 og BBC t.d. – og á netinum sum heild – nógv meira enn í kapping við tíðindini í øðrum miðlum í Føroyum.

Skal Kringvarpið hava ein tjans til at kappast við útlendsku kappingarneytarnar og røkja sína public service skyldu nøktandi, í øllum førum í mun til tíðindi, so má og skal føroyskur politiskt og handilsliga óheftur tíðindaflutningur styrkjast í vavi. Hetta gerst best við at gagnnýta tað tøka, men rættiliga avmarkaða journalistiskt fakliga og professionella tilfeingið til fulnar, t.d. við at vaksa um tíðindadeildina, heldur enn at smábýta hana. Størri redaktiónir skapa eisini eitt nógv meira professionelt avbjóðandi og fakliga íblásandi umhvørvi fyri tíðindafólkini, sum ikki kann annað enn at síggjast positivt aftur í framleiðsluni. Og tað skapar størri fjølbroytni í miðlanini, enn um vit høvdu fleiri smærri miðlapallar – beint mótsatt av, hvat nógv fólk halda.

Hví í víðu verð skal Kringvarpið brúka (óneyðuga) orku uppá at kappast við seg sjálvt? Hví skulu fleiri tíðindafólk sita og gera dupultarbeiði, har brúkarin bara upplivir tað, sum at tað sama bara verður endurtikið í hvør sínum miðli? Fyrst og fremst ger hetta Kringvarpsins tíðindaflutning, sæð sum heild, nógv dýrari. Hví ikki heldur hyggja at møguleikanum fyri, at tíðindarbeiðið á ymsum miðlapallum verður samskipað og uppgávurnar býttar út, soleiðis at hvør miðlapallur verður brúktur til tað, hann er bestur til, og einhvør søga verður lýst frá so ymiskum og fjølbroyttum sjónarhornum sum gjørligt – til nógv meira gleði og gagn fyri brúkararnar?

Hetta kann sjálvandi bara gerast, um tíðindaflutningurin verður samskipaður tvørtur um miðlapallarnar. Við at leggja redaktiónirnar saman kunnu tær fáast til at virka sum ein samvirkandi heild, sum hevur orkuna at breiða seg um eitt størri evnisval og kann fara meira í dýpdina. Undirredaktiónir kunnu vera fyri hvønn av teim trimum miðlapallunum – útvarp, sjónvarp og net – sum verða samskipaðar, soleiðis at tær nettupp IKKI endurtaka hvørja aðra, og soleiðis at brúkarin fær sum best burturúr hvørjum miðlapalli sær, eins og royndir aðrastaðni (m.a. í DR) hava víst, riggar sera væl, nettupp tí her er journalistiska fakligheitin í høvuðssæti. Tað er fyrst og fremst journalistiska fakligheitin, ið tryggjar fjølbroytni og óheftan tíðindaflutning – nakað, sum bara kapping í sær sjálvum als ikki garanterar.

Tað kann bara fáa positiva ávirkan á tíðindaflutningin og styrkja public service at savna og fordeila orkuna innanhýsis á henda hátt, so mest fæst burturúr kringvarpsgjaldinum. Tí hvør hevur annars møguleika fyri at mobilisera neyðugu fíggjarligu orkuna til at gera tað – altso at miðla differentierað og veruliga fakliga journalistiskt dygdargott føroysk miðlatilfar á trimum miðlapallum? Eingin annar enn Kringvarpið.

Mugu hava eitt sterkt føroyskt miðlaalternativ
Fyri at taka samanum: Kringvarpið hevur sum tann einasti miðilin í Føroyum møguleika fyri at skapa nøktandi og fíggjarliga vælfunderaðar kringumstøður, sum kunnu tryggja og framala skapandi, vælkvalifiseraða og breiða miðlafakliga orku í Føroyum á einum støði, sum veruliga kann kappast við massiva útlendska útboðið fyrst og fremst og framleiða kappingarført tilfar – í føroyskum hami, so framleiðslan styrkir føroyskan samleika og tryggjar, at føroysk mentan verður borðin víðari til nýggju ættarliðini.

Eitt samlað Kringvarp er einasti møguleikin, vit hava til eitt virðiligt – føroyskt – alternativ til alt tað rúgvismikla og nógv sterkari marknaðarstýrda útlendska útboðið í útvarpi, sjónvarpi og nýggjum miðlatænastum. Kringvarpið er einasti føroyski stovnur, sum kann bjóða samskipaðar útvarps-, sjónvarps- og nettænastur bæði við smølum og breiðum tilfari – til tey fáu og til tey mongu – og sum veruliga hevur møguleika fyri at byggja á eitt reint hugsjónarligt (og ikki handilsligt) grundarlag, ið stimbrar og eggjar starvsfólkum Kringvarpsins til at virka “í fólksins tænastu” í orðsins rætta týdningi.

Kringvarpið, sum føroyska fólkið fíggjar, má og skal tí verða ein heild, sum kann veita trygd fyri at hava orku tøka til at senda tað, sum hini ikki kunnu ella vilja senda. Kringvarpsgjaldið og almenni eigaraskapurin í Kringvarpinum kemur ikki til sín fulla rætt, um sendingarnar í Kringvarpinum ikki skilja seg burtur úr og kappast við kommersiella útlendska útboðið við nettupp at bjóða tað, eingin annar kann bjóða í sama mun: dygdargóða og óhefta føroyska framleiðslu um føroysk viðurskifti.

Kringvarpið hevur eisini beinleiðis sáttmálabundna skyldu til at vera vakthundur fólksins. Ígjøgnum henda leiklut hevur Kringvarpið eina heilt serstaka støðu í samfelagnum sum ein av týdningarmestu garantunum fyri einum vælvirkandi og demokratiskum vælferðarsamfelag her á klettunum. At taka grundarlagið undan virkisførinum hjá hesum týdningarmikla stovni, máar sjálvt grundarlagið undan okkara vælferðarsamfelag, ja, tað er heilt einfalt at vilja fólkaræðinum til lívs.

Skal teppið takast undan fólkaræðinum við at kippa Kringvarpið? Nei, tað má ikki henda. Hóast ein kann ynskja sær, at Kringvarpið og leiðsla tess høvdu spælt sín leiklut betri og meira framsíggið seinastu árini, so er kortini alneyðugt, at fólkið nú setir verjugarð upp kring Kringvarpið, so føroyska fólkið varðveitir og styrkir tann einasta veruliga public service miðilin, vit hava. Vit kunnu ikki vera eina sterka public service miðlatænastu fyriuttan, um vit veruliga vilja røkta og ansa eftir fólkaræði okkara.

Vanlukka, at mentan verður forsømd
Eitt hjartasuff aftrat: Í public service sáttmálanum stendur, at: “Kringvarp Føroya skal leggja dent á at vera í fremstu røð sum miðlari av mentan, list og mentanararvi.” Men hvat hava vit sæð henda? Mentanarøkið hevur verið beinleiðis misrøkt, og nú verður skorið enn meira av tí sindrinum, sum er. Greitt var, at ráðini ikki vóru til at lúka hesi krøv, longu tá sáttmálin varð undirskrivaður, og at eyka fígging neyvan fór at verða játtað. Kortini bleiv sáttmálin undirskrivaður. Hvussu fólk hava ætlað sær, at tað kundi fáast at bera til, kundi verið áhugavert at vita, men her hava, sum nevnt, ongar hugsjónir verið at sæð nakrastaðni og eingin vilji til at skapa tær. Øll skjóta ábyrgdina yvir á onnur við úrslitinum, at einki hendir.

Í sáttmálanum stendur eisini, at: “Kringvarp Føroya skal stimbra áhuga føroyinga fyri at fáa eina breiða almenna vitan gjøgnum atkomuligt og fólksligt tilfar.” Her kundi verið upplagt t.d. at fingið alt bandasavn Kringvarpsins talgildað sum skjótast og gjørt tað tilgeingiligt fyri almenningin á heimasíðuni. Men eingir pengar hava verið til at talgilda savnið fyri. Tvørturímóti er talið av savnsvørðum skorið við meira enn einari helvt. Avleiðingin er, at stórir partar av bandasavninum longu eru farnir fyri skeyti, tí bondini halda bert eitt avmarkað tíðarskeið. Eingin loysn á hesum trupulleika tykist at vera í bræði. Ein stórur partur av dokumentasjónini av okkara virðismiklu mentanarsøgu er tískil longu burtur og fæst ikki aftur – og fyri hvønn dag sum gongur, fer meira fyri skeyti. Hetta er einki minni enn ein vanlukka.

Hetta eru bara nøkur dømi av fleiri um grov forsømilsir. Hvat ger tann politiska leiðslan? Hon vendir deyva oyra til og goymir seg aftanfyri vánaligar umberingar um, at “øll jú mugu spara” – uttan at hugsa um, at samfelagið í longdini kann missa so nógv við at spara á júst hesum øki, at mista virðið er nógvar ferðir størri enn virðið av teim lutfalsliga smáu upphæddum, sum spardar verða her og nú.

Hvussu smaúm skóm kunnu vit loyva okkum at ganga í, uttan at fáa bæði líktornir og forða blóðrenslinum til teir likamslutir, sum alt likamið hvílir á, so mikið, at vit ikki klára at ganga longur og at enda liggja eftirá?


Fakta:

Hvat er Public Service?

Hvat fevnir public service skyldan um? Hvat hevur Kringvarpið skyldu til at lata afturfyri Kringvarpsgjaldið?

Kringvarpið verður partvíst fíggjað av lýsingar- og eydnuspælsinntøkum, men hesar inntøkur eru svikaligar, so fíggjargrundarlagið hjá Kringvarpi Føroya byggir fyrst og fremst á kringvarpsgjaldið. Kringvarpsgjaldararnir veita tryggastu inntøkuna hjá Kringvarpinum og gjalda fyri tær tænastur, sum Kringvarpið veitir. Afturfyri hevur Kringvarpið skyldu til at arbeiða ‘í fólksins tænastu’ (ella kringvarpsgjaldarans tænastu). Við øðrum orðum: Kringvarpið hevur eina ‘public service skyldu’ at røkja.

Løgtingið ger av, hvat kringvarpsgjaldið skal vera, og hvørjar veitingar kringvarpsgjaldarin eigur at kunna vænta sær fyri gjaldið. Fyri at tryggja eitt ávíst støði, hevur almenni myndugleikin, sum varar av Kringvarpinum og Kringvarp Føroya undirskrivað ein public service sáttmála við treytum og skyldum, sum Kringvarpið skal røkja eitt ávíst tíðarskeið.

Í stuttum áleggur public service sáttmálin Kringvarpi Føroya at tryggja føroyska fólkinum eitt breitt útboð av sendingum og tænastum gjøgnum útvarp, sjónvarp og netmiðilin. Útboðið skal vera fjølbroytt og margfelt, og miðast skal ímóti, at útboðið er á høgum góðskustigi. Samlaða útboðið hjá Kringvarpinum skal fevna um tíðindaflutning, kunning, undirvísing, mentan og undirhald. Evnisliga skal Kringvarpið nøkta tørvin breitt hjá borgarunum – bæði hjá minnilutum og meirilutum. Ávísar ítøkiligar samfelagsligar og mentanarligar uppgávur eru orðaðar í sáttmálanum.

Tá skráir verða lagdar, skal serligt atlit takast at kunningar- og talufrælsi borgarans. Øll kunning og allur tíðindaflutningur skal vera sakligur og óheftur. Og kringvarpsvirksemið skal tryggja øllum borgarum atgongd til viðkomandi samfelagskunning og -kjak. Harumframt skal stórur dentur leggjast á føroyska málið og á føroyska mentan. Kringvarpsvirksemið skal mynda breiddina í samfelagsins framleiðslu av list innan allar listagreinir, og útboðið av sendingum skal vísa margfeldni í mentanaráhugamálunum í føroyska samfelagnum.

Lesið meira um Public Service hugtakið her:
http://smu.imv.au.dk/soendergaard/2.html

Og her:
http://smu.imv.au.dk/soendergaard/1.html#1.1


*Vrakað uppskot til fyrrverandi leiðslu

Her er uppskotið til nýggjan bygnað í Kringvarpi Føroya – umframt uppskot til kjakupplegg til starvsfólk Kringvarpsins um leiklut Kringvarpsins og hugsjónir fyri stovnin, sum undirritaða lat táverandi leiðslu um jólini 2011, men sum leiðslan ikki tók undir við tá:
http://heinesen.info/wp/fo/4061-2/

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2012/04/22/hvat-skulu-vit-vid-kringvarpinum/