Her eru svar uppá nakrar spurningar, Birgir Kruse setti mær ísv. research til eina grein, hann skuldi skriva um internetið, heimasíður og privatlív í apríl 2006. Hetta varð skrivað langt áðrenn Facebook var til… men tað vit tosa um, passar rættiliga væl til Facebook konseptið onkusvegna. Áhugavert at lesa nú nøkur ár seinni.
1. Hví fór tú undir tína fyrstu heimasíðu?
Fyrst og fremst av tí at eg vildi læra meg at programmera heimasíður við html – og tí skuldi hava eina verkætlan, har eg kundi venja førleikan. Hetta var á vári 1997. Internetið var akkurát byrjað at booma, og eg var ikki í iva um, at hetta var framtíðin. Eg hevði júst fingið at vitað, at eg var sloppin inn gjøgnum nálareyga til Den Danske Filmskole á filmshandrithøvundalinjuni, men hevði ongan møguleika fyri at fáa SU. Tí hugsaði eg um alternativar inntøkumøguleikar, meðan eg gekk í skúla, har eg kundi arbeiða heimanífrá skeivar tíðir. Eg metti, at html-programmering og førleikin at gera heimasíður, kundi gerast ein góð síðugeschäft og eitt gott inntøkugrundarlag. Tá vóru ikki so nógv enn, sum dugdu at gera heimasíður – og eg setti mær fyri at læra meg hetta, so eg kundi bjóða meg fram.
Í hesum sambandi hevði tað týdning at hava okkurt at presentera meg við á internetinum – eitt slag av c.v. – mítt egna persónliga fingramerki. Eg hevði sæð aðrar persónligar heimasíður hjá øðrum, sum fascineraðu meg, júst tí tær vóru persónligar. Tær sjónliggjørdu menniskjað aftanfyri, so tey gjørdust nærverandi onkusvegna. Tú fekst innlit í lívið hjá øðrum heilt fremmandum menniskjum – og tað fascinerandi lá í, at tú kundi kenna teg sjálvan aftur í nógvum av tí, tú las og sá. Tað skapti eina kenslu av felagskapi – av netverki – millum tey, sum vóru á internetinum. Vit kendu ikki hvønn annan – annað enn gjøgnum internetið. Internetið gjørdi tað møguligt skjótt at fáa eyga á fólk, sum ein hevði nakað til felags við. Og har vit ikki vóru eins, kundu vit kanska supplera hvørtannað. Vit sjónliggjørdu okkara førleikar, og vit kundu skjótt seta okkum í samband við hvørt annað, um vit vildu, hóast vit ikki kendu hvønn annan úti í veruleikanum.
Mær dámdi væl henda nýggja miðilin og allar teir møguleikar, hann gav, fyri at úttrykkja nakað – at yvirføra sín eksistens til ein virtuellan veruleika – og eg vildi fegin royna tað… av forvitni, haldi eg. Spæla meg sjálvan út í hesa nýggju ókendu verð. Bara fyri at vita, hvat hendi. Tað var ikki so tilvitandi – eg gjørdi bara okkurt heilt spontant. Hygg her! Her eri eg. Soleiðis livi eg. Og hetta dugi eg. Tað var rættiliga barnsligt. Men tíðin tá, tá internetið traðkaði barnaskógvarnar, var eisini annaðleiðis og meira ósek. Undir øllum umstøðum lærdi eg nógv av tí – og tað hjálpti mær eisini at fáa heimasíðu-kundar. Eg gjørdist faktiskt før fyri at liva av hesum tey tvey árini, eg gekk á filmskúlanum.
2. Eru heimasíður nýggja versiónin av gamla foto-albumminum, sum lá á sofaborðinum og bara bleiv víst familju? Er heimasíðan ein intimari og innihaldsríkari útgáva av gamla foto-albumminum? Er nakað mark? Hvat heldur tú…?
Hjá nógvum eru heimasíður helst bara ein forleinging av gamla foto-albumminum. Tey flestu hava eina trongd til at leggja fram onkran form fyri vitnisburð um, at vit eru til – at vit liva eitt lív – t.d. í einum foto-albummi. Nú hava vit bara møguleikan at leggja henda vitnisburð á ein almennan miðil, sum er tilgeingiligur úr øllum heiminum, har øll, ið hava áhuga fyri hesum persóni ella familju kunnu við ljósins ferð vitja og fylgja við í lívinum hjá hvørjum øðrum tvørtur um landamørk. Tað er ein veruleiki, at vit liva í tí nógv umrøddu globalu bygdini í dag – í øllum førum øll, sum aktivt brúka teir miðlarnar, sum gera tað møguligt.
Samstundis eru persónligar heimasíður í veruleikanum ikki so ’almennar’ kortini longur. Eftirhondini eru so øgiliga nógvar persónligar heimasíður, at hvør einstøk heimasíða fær minni týdning og minni sjónligheit í stóra samanhanginum. Vit eru vorðin so von við hetta nú, at tað ikki er líka forkunnugt longur. Tí eru vit heldur ikki longur so forvitin eftir at sneyta í lívinum hjá hvørjum øðrum á internetinum, sum vit vóru í fyrstani. Tí trúgvi eg, at tað í praksis meir og meir verður soleiðis, at tað aloftast bara eru tey, sum tað er relevant fyri, sum fara inn á persónligar heimasíður. Øll hini eru rættiliga líkasæl.
3. Um onkur ilskast um tað privata og sigur við teg, at tú ert ein eksibitionistur, sum ger meg til ein voyeur, hvat sigur tú so?
Tað mugu tey um. Fólk hava ymisk mørk fyri bluferdigheit. Sjálvandi havi eg eisini míni mørk fyri, hvussu nógv eg vil útstilla mítt privatlív, men eg kann ikki innrætta meg eftir lægsta felagsnevnara – tí so kann eg nærmast einki siga. Summi eru so øgiliga bluferdig – har skal einki til. Tá tú alment gevur persónligt úttrykk fyri nøkrum, sum “normalt” verður roknað sum privat, mást tú bara vita, at tú altíð risikerar at traðka yvir mørkini hjá onkrum, sum eru eyka viðkvom. Men um fólk halda seg kunna brúka sína bluferdigheit til nakað, so gott hjá teimum. Eg kann ikki sjálv brúka tað til so nógv – hvør má finna sær síni egnu mørk.
Eingin noyðir teg til at fara inn á eina heimasíðu – tað velur tú sjálvur. Fert tú inn á eina persónliga heimasíðu, tú verður forargaður av, so er skuldin tín egna – eingin bað teg fara inn har av fyrstani tíð. Eg havi eisisini sjálv mørk – um tey eru víðari enn mørkini hjá øðrum. Eg kann eisini fáa ein feril av forargilsi av onkrum heimasíðum, sum eg haldi útstilla privatlívið hjá fólki á ein óverdugan hátt, men eg havi ikki rætt kortini til at seta meg sum dómara og stempla tað sum skeivt. Tað er teirra val, og eg kann eisini lata vera við at fara inn har.
Nú tosi eg ikki um reint kriminellar heimasíður, sum t.d. misbrúka børn og tílíkt. Tað skal sjálvandi steðgast og meldast í stundini. Eg tosi bara um heimasíður, har fólk geva øðrum innlit í privatlívið hjá sær. Tað er jú rættiliga óskyldugt í veruleikanum, tí tað einasta tey gera, er í roynd og veru at avvápna seg sjálvan og deila sína menniskjansligheit við onnur. Eg dugi við mínum besta vilja ikki ordiliga at síggja tað vandamikla í at vera erligur um, hvør persónur tú ert – eisini sjálvt um tað er húðleyst erligur. Vit eru øll menniskju, og hava tað mesta til felags kortini – hvat er tað, sum er so týdningarmikið at krógva? Tú gevur eisini bara øðrum betri møguleika til at taka støðu til tín – og sjálvandi kanst tú ikki vera vinur við øll.
Undir øllum umstøðum er tað, tá saman um kemur, torførari at síggja fólk sum fíggindar, sum framstilla seg sjálvan sum bara menniskjanslig – sum familjur, mammur, pápar og børn í gleði og sorg. Tað kann næstan bara gagna øllum, tí tað førir okkum nærri at hvørjum øðrum.
Sjálv havi eg eisini næstan bara positivar upplivingar av nettupp at vera sjónlig á netinum. Onkrum dámar tað ikki, men sum sagt – tað er meira teirra egni trupulleiki, enn tað er mín. Tey flestu, sum hava so mikið áhuga, at tey tíma at lesa um meg á internetinum, eru bara glað fyri at fáa høvi til at læra meg at kenna – eisini á henda hátt. Og tað skulu tey vera vælkomin til.