Ber til at elska helst vátasta land í heiminum?

CREDIT: Roberto Moiola / Sysaworld /Moment RF

Røða hjá Elini Brimheim Heinensen, (tá nýsetta stjóranum á nýggja vinnuframastovninum SamViti) hildin á Vaglinum Á Grækarismessu sunnudagin 11. mars 2007, kl. 15.00:

Góðu fundarfólk, góðu skótar,
So hoyra vit aftur klippini frá tjøldrunum ljóma í haganum – hesin kærkomni boðberin, ið boðar frá vári og ljósari tíðum. Kanska eru ljósari tíðir fyri framman í Føroyum ikki bara í náttúruni, men á øðrum økjum eisini – bæði mentanarliga, búskaparliga og tøkniliga.

Menningin gongur skjótt í heiminum í dag, og vit merkja tað eisini her. Men um vit framvegis ætla okkum at vera við og halda støðið á hædd við tað í grannalondunum, hava vit brúk fyri bestu arbeiðsmegini, sum er tøk. Vit hava brúk fyri peningaíleggjarum. Og vit hava brúk fyri at selja fleiri av okkara vørum uttanlanda. Kappingin við onnur er hørð. Tí er so nógv tos um at branda Føroyar í løtuni. Men hvussu kóka vit Føroyar niður til ein stuttan og greiðan boðskap, sum fangar kjarnuna í, hvat hetta landið er fyri nakað? Kanska gera vit tað best við at hyggja eftir tí heilt grundarleggjandi – tvs. skera alt annað frá og bara fokusera uppá tað sansaligu upplivingina, tað er, at vera her: Hvussu følist tað? Hvussu følist Føroyar?

Góðar spísskompetansur

Gløgt er gestsins eyga, sigst. Eitt tað fyrsta, eg havi varnast, at vitjandi leggja til merkis, tá tey koma til Føroyar, er, hvussu nærverandi vatnið er allastaðni í og kring Føroyar – hvussu dramatiskt, tað spælir sær í føroysku náttúruni, og hvussu gandakent tað ger føroyska landslagið.

Føroyar eru eitt lítið oyggjaland mitt úti í einum stórum veraldarhavi. Sum ein andsøgn reisa hesi høgu brøttu fjøllini seg upp úr havinum – ja, at kalla sum eitt harðmælt mótmæli, har oyggjarnar berjast fyri rættinum til at vera til, til síðsta sandskornið verður skolað út í óendaliga havið. Og bardagin millum land og hav er dramatiskur her í ótemjandi Norðuratlantshavinum, har brim og slavtungar ódnir við jøvnum millumbilum herja á kørgu klettarnar.

Tað tykist sum eitt undur, at menniskju og djór hava hórað undan, at tey støðast og hava skapt eitt burðardygt samfelag her. Men neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Lívsvilkorini her hava ígjøgnum 1000 ár ment okkara hugflog og førleikar á økjum, sum hava við hav og oyggjalív at gera, so vit eiga kanska millum heimsins bestu ekspertisu, tá tað t.d. kemur til bátabyggjarí, sigling og fiskarí og hagreiðing av fiski, umframt seyðahald, ullavirking, grindadráp og fygling. Slíkar góðar spísskompetansur kunnu vit brúka enn og byggja víðari á…

Føroyar liggja væl fyri

Havið er náðileyst, men eisini álit føroyinga, tí havið kring Føroyar er ríkt og hevur altíð verið bindingarliðið millum Føroyar og útheimin. Tú kanst síggja tað sum eina forðing, men tað gevur eisini markleysar møguleikar. Føroyar liggja í so máta ómetaliga væl fyri mitt í siglingarrennuni millum tveir teir ríkastu heimspartarnar í verðini.

Vit kunnu ikki renna frá tí. Okkara geografiska plasering mitt úti í havinum ger, at Føroyar eru millum vátastu lond í heiminum. Men júst vatnið, sum vit hava í so ríkiligum mongdum í Føroyum, at føroyingar sjálvir eru leiddir og keddir av tí, kann kanska vísa seg at vera eitt tað størsta virðið, vit hava. Tí tað er uttan iva her – í ráligu náttúruni við vatninum og klettinum í ævigum hornatøkum – at fascinatiónskraftin hjá okkum liggur allarmest – í øllum førum fyri tey, ið liva í turrari londum, har vatn er í troti.

Fyri tey kunnu vit gerast eitt ævintýrland – The Magical Misty Fairy Islands – har menniskjuni hava leitað saman í dølum og lagdum niðri við sjóvarmálan í íheimligum, litríkum, heitum húsum, ið veita lív og vernd móti náttúruni, sum leikar í uttanfyri. Tey trívast her, tí tey vita, at líka so vill og rá náttúran kann vera, líka so mild og blíð er hon, tá vindurin leggur seg og sólin titar fram.

Stórfingin føroysk náttúra

Vatnið er allastaðni kring og ímillum oyggjarnar – ongastaðni meira enn 5 km. burtur. Tað ber næstan ikki til at finna ein blett í hesum landi, har tú ikki onkursvegna hevur útsýni til vatn. Vatnið er í vøtnum, tjørnum, í víkum, vágum, sundum og firðum, har tað ferðast skvamblandi aftur og fram ofta í hørðum, lívshættisligum streymi um tangar og sker, tá flóð og fjøra kappast við hvørt annað.

Havaldan og brimbrotið hava gjøgnum milliónir av árum etið seg inn og máað burturav landinum og skapt veldig forberg – av teimum allarhægstu í heiminum – og stórfingin helli, stór sum dómkirkjur við fantastiskum akustikki, har til ber at uppliva ótrúligar konsertir. Vatnið hevur eisini skapt vakrar strendur við malagróti – sum er sera sjáldsamt at síggja aðrastaðni. Vatnið er so kraftamikið, at tað sum einki flytir stórar klettar – sum t.d. Rinkusteinarnar Oyndafirði, sum eru eitt eindømi í øllum heiminum.

Vatnið vellir fram úr tutlandi keldum, sker seg gjøgnum landslagið, klívur hamrarnar, har tað rennur oman eftir fjallasíðunum í áum, løkum og fossum og ofta eisini stendur steyrrætt upp í luftina í bardaga við vindin. Vatnið er allastaðni í ráligu luftini – sum alskyns littar skýggjaformatiónir, ið fara fúkandi eftir luftini og skapa flákrandi skuggar eftir grønu fjallasíðunum. Tú kennir vatnið sum frísklig, rein luft í lungunum, tá tú andar. Tú merkir tað sum regn, ið díkir á andlitið. Sum sirm, ið sníkir seg innum klæðini hjá tær, so tú verður á kroppi eftir lítlari løtu. Ella sum mjørki, sum hylur alt, so tú einki sært og kanst blíva burtur og villast í tí.

Vatnið myndar føroysku sálina

Tú kanst sigla í vatninum millum oyggjarnar. Tú kanst fiska í tí í áum og vøtnum og á sjónum – á seiðabergi ella frá bátum, og fáa fisk, sum er ein tann allarbesti og mest heilsugóði fiskurin í heiminum, m.a. tí sjógvurin kring Føroyar er so reinur. Heitir streymar sunnanífrá Mexicoflógvanum og kaldir streymar úr Norðurhavinum møtast júst her og skapa eitt yðjandi lív í havinum kring oyggjarnar – bæði plantu- og djóralív, sum tú kanst kava niður í sjógvin fyri at síggja og uppliva.

Vatnið er eisini ein orkukelda – føroyingar fáa heili 45 procent av orkuni frá vatnorkuverkum, har veldigar turbinur senda streym út í føroyska elnetið. Og tú kanst drekka vatnið – tað er reint og smakkar frískligt og runt í mun til ofta harða vatnið á Evropeiska meginlandinum. Tað er kanska loyndarmálið aftanfyri, at føroyska ølið vinnur heiður ferð eftir ferð á útlendskum altjóða ølsmakkikappingum.

Føroyingurin beinleiðis mistrívist, tá hann ella hon ikki sær ella hevur atgongd til vatn. Vatnið er ein náttúrukraft, sum myndar føroysku sálina, tí tað myndar landslagið, vit liva í, og elvir til avbera skiftandi veðurlagið í Føroyum. Eina løtu er blikalogn og næstu løtuna er kolandi stormur. Vatnið er – samstundis sum tað er vakurt og lívgevandi – eisini svikaligt og lívshættisligt. Allir føroyingar kenna fólk, sum eru sjólátin ella druknað. Vatnið ræður fyri lívi okkara á klettunum. Tá stormarnir herja, má alt annað liggja stilt. Vit kunnu einki annað enn at geva okkum yvir og liva við hesum náttúrukreftum.

Mugu vekja meir enn bara áhuga

Fyri tey, sum ikki eru von við at liva so tætt uppat ógvusligum náttúrukreftum er máttmikla, stórbæra, váta og ráa náttúran í Føroyum ein serstakliga sterk uppliving. Tú kennir teg mikroskopiska lítlan og prísgivnan millum hábærsligu fjøllini í Føroyum. Her merkir tú knappliga tín kropp á ein heilt annan hátt, enn tá tú ert inni á Evropeiska meginlandinum, har tú livir ein vardan dagligdag, stýrdur av klokkuni og fyltur á tremur av kunstigum stimuli. Og hetta kunnu vit brúka til okkara fyrimuns.

Vit hava sjálvandi eisini annað at bjóða enn bara vatn: Søgur og mentan okkara, kvæðini, stevnurnar og festivalarnir, Eivør og Teitur o.a. Vit hava so nógv áhugavert. Men um vit skulu vekja meir enn bara áhuga, mugu vit branda okkum uppá okkurt heilt serligt, tú ikki kanst uppliva nakra aðrastaðni. Tí tá fyrsti áhugin er vaktur fyri Føroyum, so smittar hann og breiðir seg sum ringar í vatninum til at fevna alt annað, sum er her, eisini – og tástani megna vit at draga fólk henda veg.

Loyniligt ævintýraslott á Sornfelli

Jú, vit hava eitt ævintýrligt land. Men hvussu kunnu vit skapa heilt einastandandi upplivingar, sum kundu gjørt hetta landið enn meira ævintýrkent fyri vitjandi enn onnur lond, vit kappast við? Vit kunnu t.d. hugsa stórt – tvs. vit kunnu skapa nøkur eyðsýnd og merkisverd vartekin her, ið fólk um allan heim kunnu gerast hugtikin av. Vit hava í roynd og veru veldigar møguleikar, har av eg gjarna vil nevna bara eitt hugskot til ein møguleika:

750 metrar uppi miðskeiðis á Streymoynni, liggur nakað, sum kundi blivið eitt heilt einastandandi vartekin, ið ikki kennir sín líka nakrastaðni í heiminum. Radarkuplarnir og hellini høgd inn í Sornfelli, sum NATO nú er rýmt úr, liggja har uppi – sum eitt loyniligt ævintýraslott høgt inn í grótið, við radarkuplunum sum torn, ið kneysa spelkin uppúr fjallatromini. Í mong, mong ár var hetta ævintýraslottið – eins og slottið í søguni um Tornurósu – óatkomiligt og bannað almenninginum at uppliva, men nú… nú sleppa vit endiliga at síggja, hvat goymir seg har uppi.

Tá veðrið er klárt, er útsýnið heilt framúrskarandi vakurt higanifrá yvir tað einastandandi jarðfrøðisliga fyribrigdið, sum Føroyar eru – helst vátasta landið í heiminum – kanska við pollamjørkanum dandandi í dølunum. Tað kennist sum eitt rættiligt ævintýr.

Sjálv havi eg verið uppi á Sornfelli einaferð við einum útlendingi í góðum veðri eitt vakurt kvøld, tá sólin setti. Hann greiddi frá, at hann einaferð hevði verið uppiá heimsins taki – Himalaya-fjøllunum, har tey máttu ganga í nógvar dagar fyri at koma so høgt upp, at tú kundi síggja útyvir fjallatopparnar. Hann segði, tað var ‘a breathtaking experience’. ‘You are lucky’ segði hann, tí her koyrir tú bara 15 til 20 minuttir úr Havnini – ella ein hálvan tíma av flogvøllinum, so kanst tú fáa akkurát somu spektakuleru upplivingina – tað føldist akkurát líka ‘breathtaking’ sum í Himalaya at standa uppi á Sornfelli og síggja útyvir endaleysar røðir av fjallatoppum, segði hann! “This is pure magic!” Hann helt, at tað var heilt ótrúligt, at vit nærmast hildu hesa perluna loyniliga fyri umheiminum.

Eitt eindømi í øllum heiminum

Hugsa sær, um vit nú brúktu hetta forkunnuga grótslottið uppi á Sornfelli sum ein upplivingardepil til almenningin og vitjandi uttanifrá, við holinum inn í fjallið sum eitt portur inn í ein ævintýrkendan heim. Vit kundu t.d. brúkt hellini har inni til eitt kalda krígs museum og til framsýningar bæði fyri børn og vaksin, sum lýstu søgur frá kalda krígnum, og kanska eisini aðrar søgur og sagnir úr Føroyum. Altsamalt okkurt, sum kundi vakt altjóða áhuga.

Og so kundu vit gjørt matstovu uppi í kuplunum við útsýni yvir allar Føroyar – fjallatoppar so langt eygað røkkur góðar dagar. Um so slavin luft hongur um kuplarnar – ella veðrið uppá aðrar mátar vísir tenn – so ger tað minni, tí tað er eisini ein partur av upplivingini. Har kundu verið konsertir, fundir, skeiðvirksemi o.a. – you name it – men staðið er so hugtakandi í sær sjálvum, at tað er ein heilt serstøk uppliving undir øllum umstøðum bara at vera til staðar har. Hetta hevði uttan iva verið ein so attraktiv og sansarúsandi heildaruppliving, at tað skjótt hevði verið at frætt um tað um allan heim!

Og so tað besta av øllum: Í roynd og veru høvdu vit kunnað útbygt staðið lutfalsliga bíliga til hetta ævintýrliga endamálið, tí tað er jú bygt frammanundan. Vegur gongur allan vegin niðan. Har er eitt slættað øki til parkering. Høgligari kundi tað ikki verið. Um staðið varð brúkt á ein slíkan hátt, høvdu vit fingið eitt stórfingið vartekin fyri Føroyar – eitt eindømi í øllum heiminum – enntá við altjóða søgu aftanfyri.

Um vit bera okkum rætt at, kundi hetta staðið saktans blivið heimsgitið við møguleika fyri at draga fólk úr øllum heiminum til Føroya. Fólk høvdu komið úr øllum herðashornum higar fyri at uppliva hetta, tí hvør kundi ikki hugsað sær at uppliva eitt ævintýraslott, sum røkkur uppum skýggini við útsýni um næstan ‘allan heim’, og sum einaferð var ein loynilig herstøð! Hvussu nógva aðrastaðni í heiminum ber til at uppliva tað – so lættliga og so høgliga?

Hvør kundi ikki hugsað sær at farið við sínum børnum til “The Misty Fairy Islands” við “the Magical Mystery Castle in the skies”… Ævintýraoyggjarnar langt burturi í tokuni við gandaslottinum uppi millum skýggja. Tað ræður bara um at fortelja søguna og ‘selja’ boðskapin rætt. Hugsa sær, hvussu nógv virði hetta hevði kunnað skapt fyri føroyska samfelagið, um vit kundu bjóðað vitjandi eina slíka stórfingna og hugtakandi uppliving? Hugsa sær, hvussu nógv fólk – m.a. peningaíleggjarar úti í heimi, vit høvdu kunnað hugtikið við at vísa nakað so heilt einastandandi fram fyri teimum?

Ómetaliga nógvar møguleikar

Ja, eg kundi hildið á, men nú er hugskotið varpað út. Sum eg segði í byrjanini á hesari røðuni: Eg síggi, at her liggja so óendaliga nógvir ótroyttir møguleikar í Føroyum – ikki minst fyri einastandandi upplivingum – og í hesum tíðum, har upplivingarbúskapurin skapar størstu virðini í heiminum, so latið okkum vera við! Vit kunnu saktans vera við. Vit hava so ómetaliga nógv – og kunnu fáa so nógv aftrat – at bjóða uppá, sum er heilt øðrvísi og púrasta forkunnugt fyri onnur. Vit skulu bara brúka hugflogið, sum er tað mest virðismikla tilfeingið, vit eiga. Tað er bara at bretta uppum armar og at fara í gongd – ikki minst øll tit ungu, sum standa her í dag, og sum eiga framtíðina.

Takk fyri!

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2007/03/12/ber-til-at-elska-helst-vatasta-land-i-heiminum/