“Men hví kunnu vit øll ikki bara vera veganarar?”

FoodEftir Elina Brimheim Heinesen

Tey, sum seta ein slíkan spurning, hava heilt einfalt ov lítlan kunnleika til lívskorini í londum sum Føroyar. Tey hava ikki fatað tær grundleggjandi orsøkirnar til, hví tað er gjørligt hjá fólki at liva í slíkum fjarskotnum økjum, sum hava eitt harðrent, sub-arktiskt oyggjaveðurlag og sera lítið dyrkilendi – og ikki minst, hví matvøruhandlar yvirhøvur eru har.

Minni enn 3 prosent av jørðini í bratta føroyska fjallalendinum kann dyrkast. Hetta forðar í stóran mun føroyingum í at dyrka plantur til matna. Tey kunnu í mesta lagi dyrka eitt sindur av eplum, rótum og rabarbum. Tú kanst ikki so frætt sum dyrka fruk og grønmeti í vakstrarhúsum á burðardyggan hátt (tað er roynt fleiri ferðir og tað loysti seg ikki), og als ikki í teimum nøgdum, sum eru neyðugar fyri at halda næstan 50.000 føroyingar á lívi.

Í sub-arktiskum og arktiskum økjum er plantuvøksturin sera avmarkaður. Hetta merkir, at fólk, sum liva í hesum økjum, hava ikki annað val enn at liva av teimum djórum, sum eru í teirra umhvørvi – antin við at eta djórini sjálvi ella við at selja slaktaðu djórini/ fiskin til onnur lond fyri at hava ráð at innflyta frukt og grønmeti. Náttúran og veðurlagið seta hesar treytir. Um fólkini ikki geva seg undir hesar treytir, kann eingin yvirliva í teimum stóru arktisku og sub-arktisku økjunum á jørðini. Milliónir av fólki høvdu verið noydd at flýggja til lond sunnanfyri, har tú kanst dyrka frukt og grønmeti – til øki, sum longu eru yvirfylt (og fara at verða enn meira yvirfylt í framtíðini, orsakað av veðurlagsbroytingum, sum tvinga fólk sunnanífrá at flýggja norðureftir).

Føroyingar mugu liva av tí, ið teir hava til taks í sínum umhvørvi. Lívið á oyggjunum krevur – og hevur í meira enn túsund ár kravt – nakrar heilt serligar førleikar, sum føroyingar hava ment til fulnar fyri at kunna yvirliva her. Umframt tað lítla dyrkilendið á landi, ið er til taks, er teirra “dyrkilendi” havið rundan um Føroyar, og tað er haðani, fólkið fær meginpartin av tí, tað hevur til matna ella kann liva av. Hetta fevnir um fisk, seyð, neyt, harur, fuglar og … ja, grind.

Tú mást liva av tí, ið er til taks

Tað, at føroyingar liva umgirdir av havi, hevur sjálvandi stóra ávirkan á, hvat slag av mati fólk eta í Føroyum, sum er øðrvísi enn tann maturin fólk í – latið okkum siga – Italia, Ungarn, Mongolia, Sierra Leone ella Australia eta, har tey hava eitt heilt annað veðurlag og heilt aðrar matmøguleikar.

Fólk allastaðni kring heimin fáa tað til matna, sum tey eru før fyri at útvega sær har, tey búgva. Tú hevur ongan annan møguleika enn at liva av tí, sum er til taks í tínum umhvørvi. Hetta er tað, sum gerst tín matmentan, og ikki minst grundarlagið fyri búskapin í landinum í longdini. Í Føroyum er tað ein veruleiki, at fiskivinna er tann “landbúnaður”, sum føroyingar fyrst og fremst mugu liva av, tí tað er ikki nógv annað at eta ella at forvinna pening av. Skulu føroyingar yvirliva eru heilt einfalt ikki aðrir møguleikar enn at gagnnýta  sjófeingið.

Føroyingar eru tí rætt og slætt eitt fólk, sum einans er til takkað veri tí, sum náttúran hevur at bjóða. Hetta merkir, at fólkið í Føroyum livir mest av fiskaútflutningi, sum er yvir 90 prosent av útflutninginum úr Føroyum. Tað livir fólkið sera væl av. Føroyska fólkið byggir heilt einfalt sína góðu lívsgóðsku á ríkidømið í havinum.

Ongir matvøruhandlar uttan dripin djór

Nógvir útlendingar hava sjálvandi torført við at skilja – ella torført við at kenna seg aftur í teimum náttúrligu lívskorunum í Føroyum, tí teir sjálvir liva undir heilt øðrvísi korum og meta alt í mun til, hvussu teirra egni veruleiki sær út. Teir síggja bara tann góða livistandardin í Føroyum, sum er samanberiligur við livistandardin í øðrum londum í vesturheiminum. Og teir síggja mongu føroysku matvøruhandlararnar og allar fruktirnar og grønmetið á hillunum, og skilja ikki, hví føroyingar – júst sum teir gera sjálvir – ikki bara keypa meira frukt og grønmeti ístaðin fyri at eta kjøt.

Teir gloyma, at um eingi djór vóru dripin, so vóru hvørki frukt ella grønmeti á hillunum. Teir gloyma, at orsøkin til, at livistandardurin í Føroyum er so góður, sum hann er, í stóran mun er tengt at tí veruleika, at føroyingar drepa djór, sum júst er orsøkin til, at tað yvirhøvur finnast matvøruhandlar í Føroyum.

Tað er bara tí, at føroyingar hava dripið grind, seyð og fisk til egið brúk, umframt veitt nakað meira av fiski til útflutnings, at teir hava ráð til at innflyta allar tær fruktir og alt tað grønmetið, tú sært í handlunum í Føroyum. Uttan førleikarnar hjá føroyingum, sum gera tað møguligt hjá teimum at drepa djór á ein effektivan og burðardyggan hátt (føroyingar eru sjálvandi ikki áhugaðir í at saga greinina av, sum teir sita á), høvdu eingir handlar verið at selt frukt og grønmeti.

Djóradráp ger, at fólk hava ráð til frukt og grønmeti

Um føroyingar høvdu verið noyddir at gevast við at drepa djór, latið okkum siga grind, til dømis, høvdu teir bara verið noyddir at dripið fleiri onnur djór fyri at viga upp móti missinum. Teir høvdu verið noyddir til at veiða nógv meira fisk fyri at kunna útflyta meira, so teir fáa ráð at innflyta meira mat úr útlondum. Í roynd og veru hevði hetta merkt, at nógv meiri fiskur í havinum kring Føroyar og nógv fleiri útlendsk neyt, svín, høsn ella onnur djór høvdu verið noydd at latið lív og verið slaktað, fyri at føroyingar kunnu fáa teirra tørv á mati nøktaðan at viga upp móti missinum av tvøsti, sum umboðar umleið ein fjórðing ella fimting av føroysku kjøtnýtsluni.

Ella latið okkum siga, um føroyingar – sum mangur veganari uttan iva droymir um – brádliga allir gjørdust veganarar / vegetarar…  ella latið okkum fara enn longri: Um øll heimsins fólk gjørdust veganarar / vegetarar, og føroyingar tískil ikki kundu drepa nakran fisk, nakran seyð, nakran fugl ella nakra grind longur – ja, tað hevði merkt, at so var so gott sum einki lokalt tilfeingi eftir at liva av – og tískil næstan ongin matur yvirhøvur á oyggjunum. Føroyingar høvdu ikki havt nakran fisk at útflyta og forvinna pening av, og tískil høvdu teir als ongar pengar havt at gjalda fyri innflutningin av frukt og grønmeti.

Tað hevði verið púra ógjørligt at yvirlivað í Føroyum. Tí mugu føroyingar enn í dag drepa djór, heilt einfalt fyri at yvirliva á oyggjunum – sjálvt um teir sjálvir vóru veganarar / vegetarar allir samlir. Og tað er eisini tí, at føroyingar so gløðandi verja sín rætt til at brúka avmarkaða tilfeingið, teir hava til taks í teirra umhvørvi, tí teir vita, at teir heilt einfalt ikki høvdu kunna verið til uttan tað. Tað er grundarlagið fyri allari tilveru teirra.

Mentanarmunur millum býarfólk og føroyingar

Eg vaks sjálv upp í eini familju, har flestu familjulimirnor høvdu siðbundin føroysk yrki. Har vóru fiskimenn, sjómenn og seyðamenn – fólk, sum livdu mitt í og beinleiðis av náttúruni. Tey høvdu ongantíð yvirlivað, um tey ikki høvdu kunnað brúkt náttúrutilfeingið í teirra nærumhvørvi. Í mínum barna- og ungdómsárum búði eg mitt í teirra heimi. Eg lærdi náttúrligu gongdina gjøgnum árið at kenna – árstíðirnar, sum føroyingar hava lagað sítt lív eftir, og allar siðir tengdir at ymisku árstíðunum, sum hava samband við seyðahald og fiskivinnu. Eitt, sum flest altjóðagjørd og tøknivon býarfólk vita sera lítið um og/ella eru meira ella minni fremmand fyri.

Lat meg eisini siga, at eg havi livað størsta partin av mínum vaksna lívi – í grundini eina fjórðingsøld, í einum stórbýi – nevnliga í Keypmannahavn. Tí kenni eg væl hugburðin, ið ein ofta møtir, serliga millum býarbúgvar. Til ber at siga, at eg havi eitt gott grundarlag fyri at gera samanberingar. Eg havi sæð føroyska og danska (Keypmannahavnar) mentan bæði innanífrá og uttanífrá. Og hesar mentanir eru sera ymiskar.

Sum eg upplivi tað, liva nógvir býarbúgvar mestsum bara í einum mannaskaptum, fyri ikki at siga ‘kunstigum’ heimi, ið sjálvandi tykist sera veruligur fyri teir, men í roynd og veru er teirra lív sera ymiskt frá tí harða veruleikanum í Norðuratlantshavi, har menniskju í nógv størri mun noyðast at geva seg undir náttúrunnar treytir fyri at yvirliva. Býarbúgvar eru ikki noyddir á sama hátt at taka ábyrgd av egnum yvirlivilsi – tvs. tey vita ikki, hvussu tað er, beinleiðis at liva av náttúrutilfeinginum í nærumhvørvinum. Býarbúgvar hava tað luksus, at teir kunnu lata ábyrgdina frá sær av teirra egna yvirlivilsi – so sum útveganina av mati. Teir kunnu lata tað í hendurnar á samfelagsskipanini og lata onnur gera tað skitna arbeiði fyri teir, ið t.d. er at drepa djórini, teir eta.

Býarfólk menniskjaliggera djór

Tí vita flest býarfólk ikki ordiliga, hvat tað veruliga merkir – ella hvat tað inniber, at hava ongan annan møguleika, um tú vilt yvirliva, enn at liva av at drepa djór, sum nógv fólk í sub-arktiskum og arktiskum økjum eru noydd til í nógv størri mun. Tí síggja býarfólk ofta djór á ein øðrvísi hátt enn føroyingar. Djór – serliga súgdjór – eru verur, ið mong býarfólk mest síggja sum fitt, dámlig kelidjór. Djórini verða menniskjaliggjørd (við øðrum orðum, antropomorfiserað) – t.e. tillutað menniskjansligar eginleikar og persónliggjørd í so stóran mun, at tey eru at meta á støði við menniskju ella hægri. Jú hægri “fittheits-faktorurin” er, jú meira firtin og uppøst gerast hesi fólkini av, at djórini verða dripin fyri at enda sum matur á borðunum hjá menniskjum.

Tískil verður dráp av djórum (serliga av teimum, sum verða sædd sum eyka fitt, so sum grind t.d.) samanborið við morð á fólk. Summi fólk knýta seg so nógv at djórunum kensluliga, at tey seta djórini hægri enn menniskju. Tey vilja verja djórini við teirra lívi, og heimurin skal tískil tvingast til at síggja djórini á sama hátt sum tey. Tað er hetta slagi av fólki, ið meldar seg inn í víðgongdar umhvørvisverndarfelagskapir sum Sea Shepherd, t.d.

Føroyingar eru øðrvísi á tann hátt, at hóast teir eru moderniseraðir og altjóðagjørdir seinastu árini og á mangan hátt líkjast býarfólki so mikið, at tað næstan ikki ber til at kenna mun – og hóast nógv ung fólk, serliga í Havnini, eru sera nógv ávirkað av útheiminum og ikki longur hava somu kenslu av, hvat fær hjólini at mala í Føroyum, so føla flestu føroyingar enn, at teir hava eitt sera tætt samband við gamla mátan at liva  og yvirliva í Føroyum í javnvág við náttúruna. Teir hava enn eina beinleiðis “hands on” ella ítøkiliga fatan av týdninginum, sum náttúrutilfeingið hevur, og av tí sannroynd, at teirra egna yvirlivilsi veruliga er tengt at drápi av djórum.

Stór virðing fyri tí, sum tryggjar yvirlivilsi

Tað er torfør at látast ikki at síggja føroysku náttúruna. Tú sleppur ikki undan náttúruni, tá tú býrt í einum so lítlum oyggjabólki mitt í Norðuratlantshavi. Náttúran er allastaðni kring teg alla tíðina. Tú kanst á ongan hátt bara gloyma hana. Serliga tí at veðurlagið er so ófýsilig størsta partin av árinum, so tú kanst ikki lata vera við bókstaviliga at merkja náttúruna við øllum kroppinum hvønn dag, tá tú traðkar út um gáttina.

Hóast gerandisdagurin hjá nógvum føroyingum (serliga í einasta veruliga býnum í Føroyum, Havnini, við gott 20.000 íbúgvum) líkist nógv gerandisdegnum hjá fólki í flestum londum í vesturheiminum við sínum handilsmiðstøðum, stóru matvøruhandlum, kaffi- og matstovum, eru so nógvir aðrir tættir í lívinum í Føroyum, sum enn eru nógv øðrvísi orsakað av tí náttúruumhvørvi, sum hetta oyggjafólkið býr mitt í.

Hóast føroyingar tykjast at vera modernaðir og vælútbúnir, er tað ein sannroynd, at øll – hvør einasti føroyingur – enn er sera bundin at tí lutfalsliga avmarkaða náttúrutilfeinginum, fólkið her hevur atgongd til í hesum lítla landi mitt í stóra havinum. Hendan sannroyndin er nakað, sum næstan hvør einasti føroyingur er sera tilvitaður um. Flestu teirra vita, hvat hetta landið byggir alla sína tilveru á, og hava tí (vanliga) stóra virðing fyri tí, sum tryggjar lívsgrundarlagið hjá øllum menniskjum á oyggjunum.

 Matur, ein sjálvur útvegar sær, er ein týdningarmikil partur av mentanini

Tað kann væl vera, at nógvir føroyingar liva eitt modernað lív, sum er meinlíkt tí hjá einum keypmannahavnara, til dømis, men samstundis útvega nógv teirra enn mat til sín sjálvs og til sínar familjur á  gamla háttin eisini – í minsta lagi partvíst.

Nakað, sum er sera torført fyri útlendingar at skilja, er, at tað kennist sum ein neyðugur tørvur fyri nógvar føroyingar at liva bæði eitt modernað og eitt meira siðbundið innløgulív, har tú útvegar ella veiðir tín egna mat. Kanska hevur tað nakað at gera við, at føroyingar, orsakað av tí sannlíka vandannum fyri endurtakandi búskaparkreppum, ongantíð kunnu kenna seg fullkomiliga tryggar við, at samfelagsskipanin fer at lofta tær, um tú dettur. Tí meta fólk tað sum neyðugt og ærumikið at liva av innløgu í so stóran mun sum gjørligt.

Alt samfelagið er skipað á ein hátt, har fólk virða og eru samd um, at tað er neyðugt at taka ein steðg í dagliga arbeiðnum, tá tíðin er komin at reka seyð í rætt og fletta hann, ella fara á náta- ella aðra fuglaveiðu, ella fara á haruveiðu, ella luttaka í grindadrápi – og eisini at hagreiða og goyma matin væl, tú hevur veitt til tín sjálvs og tína familju.

Hesin matur, sum fólk sjálvi útvega sær, eru ein stórur partur av samlaðu matnýtsluni og er ómissandi fyri flestu familjur – serliga fyri tey 12% av føroyingum, sum liva á ella undir fátækramarkinum.

Mentanarimperialisma at vænta veganskan lívshátt frá føroyingum

Í nøkur ár nú, hava Føroyar verið fyri eini innrás hvørt summar av nógvum fólkum, sum taka sín veganska ella vegetariska lívsstíl við sær – mong av teimum eggjað av felagsskapum sum Sea Shepherd. Hesir útlendingar koma við tí endamáli at royna at tvinga føroyingar til at gevast við at liva tað lívið, ið altíð hevur verið natúrligt fyri fólk at liva í hesum økinum. Teir fata ikki, at lokali maturin frá náttúrunnar kova er óloysiliga knýttur at yvirlivilsi og mentanini hjá føroyingum sum heild. Teir fata ikki, at tá føroyingar drepa grind, til dømis, er tað ikki grundleggjandi øðrvísi enn tað, sum slaktarar gera í teirra egna landi. Munurin tó er tann, at í londum sunnanfyri hava fólk møguleika at velja at útvega sær mat við at dyrka frukt og grønmeti heldur enn at drepa djór. Í Føroyum hava fólk ikki henda valmøguleika.

Tískil kann tað ikki fatast sum nakað annað enn mentanarimperialisma, tá útlendingar gera innrás í einum landi (eins og tað hendi summarið 2014 og 2015) í einum so stórum tali, at tað lutfalsliga er at javnmeta við eina millión útlendingar, um tey gjørdu innrás í Stóra Bretland ella Fraklandi, til dømis, har tey blanda seg í lívið hjá fólki har, dálka tey við æruskemmandi átøkum í fjølmiðlunum kring heimin, gera øll møgulig lokabrøgd fyri at forða teimum at eta matin, tey hava verið von við at eta altíð, og forða teimum at yvirliva á tann hátt, tey altíð hava gjørt í tí natúrruumhvørvinum, tey liva í.

Tað kann ikki fatast sum nakað annað enn mentanarimperialisma at ferðast til eitt fremmant land, sum tú ikki hevur nakað samband við, og siga fólkunum, sum búgva har, at tey skulu liva á ein hátt, sum ikki kennist nattúrligur fyri tey, og krevja, at tey liva eitt heilt annað lív, sum er fullkomiliga ósambæriligt við náttúruumhvørvið, sum tey búgva í. Hvussu kanst tú krevja, at føroyingar skulu taka ein lívsstíl til sín, sum í grundini hoyrir til eitt fullkomiliga annað veðurlag og eitt fullkomiliga annað umhvørvi, og sum í longdini hevði merkt, at lívgrundarlagið á hesum oyggjunum syndraðist?

Fara tey nakrantíð at skilja?

Líkamikið hvussu nógv føroyingar verja sín rætt til at liva, sum teir gera, og verja sín rætt til at yvirliva av fiski og kjøti, móti álopum frá Sea Shepherd, til dømis, so fara fanatiskir anti-hvalaveiðuaktivistar ongantíð at lata seg sannføra kortini – og neyvan nakrir vegetarar / veganarar kring heimin heldur.

Men kanska hevði tað verið møguligt at greitt vanligum skilagóðum fólki kring heimin frá – serliga teimum, sum sjálvi dáma væl at eta kjøt og fisk – hví føroyingar mugu drepa djór / fisk, og soleiðis fáa fólk at skilja, at sama um føroyingar gerast veganarar / vegetarar ella ikki, so er tað kortini alneyðugt fyri teir at drepa djór / fisk til útflutnings, um teir skulu hava nakra vón um at kunna varðveita eitt burðardygt samfelag og yvirliva á hesum veðurbardu oyggjunum, ið ikki hava annað tilfeingi at bjóða  enn júst tað.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2017/08/27/men-hvi-kunnu-vit-oll-ikki-bara-vera-veganarar/