Nýggjárslyfti: Halda 10 reglur fyri gott samskifti

tape-silence-ducttape-1328905-oEitt gott nýggárslyfti er at lova sær sjálvum at gera sítt besta fyri at vera í betri samljóði við síni nærmastu og sínar kringumstøður í nýggja árinum. Men fyri at kunna vera tað, er neyðugt fyrst at vita, hvat gott samskifti við onnur í grundini er, og so læra seg nakrar grundleggjandi reglur fyri góðum samskifti.

Kanska ber til at finna svarið við at hyggja at, hvat endamálið við samskifti í veruleikanum er – og nevniliga hvat samskifti IKKI er. Tíanverri so endar nógv, sum byrjar sum samskifti, í kegli og stríði, tí fólk misskilja hvønnannan – ella hava ikki skil fyri at samskifta á ein virðiligan hátt, sum ber frukt.

Ræðudømi finna vit almikið av í miðlum og í politiskum høpi, har politikarar t.d. kjakast. Har síggja vit ikki nógv samskifti, men heldur okkurt, ið mest líkist kríggi, har tað ræður um at “vinna” orðadráttin við at sáa mest møguligt misálit á mótpartin, heldur enn um at finna semju. Kanska onkur kennir til, at tað sama ofta hendir innanfyri teir fýra veggirnar í heiminum.

Slíkt ber ikki rættiliga til at kalla “samskifti”. Tað er meira at kalla kegl. Og kegl elvir oftast bara til stríð og split millum menniskju. Tá eyguni allatíðina eru vend eftir tí, sum skilir sundur, fram um eftir tí, sum savnar, er tað sera torført at finna semjur og loysnir.

Átti gott samskifti ikki júst at snúð seg um at skilja hvønnannan og royna at náa hvørjum øðrum, heldur enn um at jarðleggja øll onnur bara fyri at “fáa rætt”?

Her eru nøkur góð ráð, sum kunnu hjálpa einum at samskifta á ein hátt, ið ikki førir til kegl og stríð, men til betri forstáilsi millum tey, ið samskifta.

Hetta merkir ikki, at øll partú altíð skulu vera samd um alt. Nei, tað snýr seg bara um ikki at gera gjónna størri enn neyðugt – m.a. við at fáa greitt og týðiliga fram, hvørja støðu fólk hava, og hví, uttan at niðurgera hvønnannan – og at kunna tosa saman við virðing, hóast ein er ósamdur – og soleiðis byggja brýr yvir um gjáir.

Her er ein samandráttur av 10 reglum fyri góðum samskifti, sum stóðu at lesa í eini grein eftir sálarlæknan Mogens Jacobsen í tíðarrritinum “Socialpædagogen” nr. 8, 15. apríl 1975 – her týtt, ritstjórnað og stytt av Elini B. Heinesen.

10 reglur fyri góðum samskifti

1. Tosa fyri teg sjálva/n
Ikki krógva teg aftanfyri onnur við at siga: “Man kann…”
Sig heldur: “Eg kann…”

Ella: “Nógv halda…”
Sig heldur: “Eg haldi…”

Ella: “Ein og hvør dugir at síggja…”
Sig heldur: “Eg síggi…”

Ella: “Tað er eingin ivi um…”
Sig heldur: “Eg eri ikki í iva um…”

Ella: “Øll eru vist samd um…”
Sig heldur: “Eg meini, at…”

Tú sært ikki við annara eygum. Tað er tú, sum sært, følir, meinar og ynskir. Tínar egnu kenslur og meiningar er tað einasta, sum tú veruliga veist nakað um. Tín ábyrgd í samveruni millum teg og onnur er at vera tú! Um tú hevur hug at taka onnur við, so bið tey um at tosa fyri seg sjálvi.

Tú kanst ongantíð hava órætt, tá tú fortelur um tína egnu persónligu uppliving. So byrja við at vera tað, sum tú ert, ístaðin fyri at royna at vera tað, sum tú ikki ert – enn.

Um tú ikki torir at tosa fyri teg sjálva/n, so sig tað. So ert tú longu væl á veg.

2. Bið um tað, tú vilt hava
Um tú tegir, heldur teg aftur ella víkir undan, trýstir tú hini til at gita, hvat tú følir, hugsar ella hevur tørv á.

Spæl ikki gitispæl við øðrum. Tað er tín ábyrgd fyri góðu samveruna – og harvið fyri tær sjálvum/ari – at tú sigur frá tínum ynskjum og tørvum. Hvør kann gera tað betri enn tú?

Við at biða beinleiðis um tað, sum tú heldur teg hava tørv á, gevur tú øðrum tað besta, tey kunnu fáa frá tær: Greið boð um okkurt í tær sjálvum/ari.

Síggj hini sum vaksin fólk, ið greitt kunnu siga “ja” ella “nei” við teg.

3. Nokta at geva tað, sum tú ikki hevur hug at geva
• Gev ikki fyrigeving, tá tínar innastu kenslur ikki eru klárar til tess.
• Gev ikki stuðul ella samkenslu, um tú ert í iva.
• Gev ikki tilsagnir, sum tú ikki følir beinanvegin, at tú kanst liva upp til.
• Lat ikki sum um tú skilir, um tú ikki skilir.
• Lat ikki sum um tú elskar, um tú ikki kanst, torir ella hevur hug til at elska.

Tað er ein háan móti tínum medmenniskjum, um tú ert falskur/følsk móti teimum. Og ein sjálvsvanvirðing veksur bara innaní tær fyri hvørja ferð tú vísir slíkt kávalæti.

Eitt greitt “nei” kann vera tað mest kærleiksfulla, tú kanst geva øðrum – um tað eru eini ekta boð um teg sjálva/n. Kærleiki er alla tíðina at siga frá, hvar tú stendur!

4. Gev fullfíggjað boð – ikki bara hálv
“Eg eri í øðini inn á teg!” eru eini greið boð, men ov fátøk, tí tey siga ov lítið um teg, og tí tey bróta samskiftið av ella eggja til at bróta samrøðuna av. Um tú ynskir at samrøðan skal steðga, so sig tað. Annars mást tú geva fullfíggjað boð.

Tú kanst t.d. siga: “Eg kenni meg í øðini inn á teg beint nú – hjarta bankar hart – og eg óttist fyri at siga tað við teg, tí eg haldi, at tú megnar at skaða meg….”

So eru fleiri ítøkilig evni at halda í og viðgera – fleiri løg av mátum at bera seg at, ótti í samveruni og valdsjavnvágin millum teg og hini, sum til ber at byrja at fáa eina fatan av og tosa um.

Ófullfíggjað boð hava høvuðsábyrgdina fyri ósemjur og slit millum menniskju, sum eingin ynskti.

5. Royn ikki at brúka umberingar
Umberingar kunnnu vera nakað av tí mest manipulerandi og villeiðandi í samskiftinum millum menniskju.

Umberingar verða næstan altíð brúktar sum liður í einum ‘rossahandli’. Boðskapurin, sum liggur aftanfyri, er:

“Tá eg nú biði um umbering, so kanst tú ikki longur loyva tær at vísa tína vreiði móti mær – í øllum førum ikki uttan at fáa ringa samvitsku av tí. Meðan eg sjálv/ur sleppi undan at broyta nakað við mær. Eg kann jú bara biða um umbering aftur næstu ferð!”

Umberingar eru ein av smartastu mátunum at skáka sær undan, sum vit yvirhøvur hava, tá vit vilja sleppa undan samanbrestum og sjálvsinnliti.

Um tú veruliga meinar, at tú hevur gjørt nakað skeivt, so kanst beint nú og framyvir velja at bera teg øðrvísi at! Hav ikki ringa samvitsku – tað er spill av tíð.

6. Far frá at tosa um fortíð og framtíð til at tosa um nútíð
Nógvar umberingar, sum læsa ein fast og eru forðandi fyri persónliga menning og opinleika, taka útgangsstøði í fortíðini: “Tað kann eg ikki! Líka síðani eg var lítil, havi eg aldrin kunnað hetta, tí…!

Nógvur ampi og ótryggleiki verður eisini stýrdur av stúran fyri framtíðini. “Hvat nú um eg geri hetta, so hendir heilt sikkurt okkurt ringt, tí…”

Gloym tí fortíðina og framtíðina. Ver heldur tú sjálv/ur í støðuni her og nú, heldur enn at lata teg stýra av ringum royndum í fortíðini og stúran fyri framtíðini. Fortíðin er farin. Framtíðin er ikki komin enn. Hvat kanst tú gera beint nú? Hvussu er tað fyri teg nú?

Harvið ikki sagt, at tú ikki skalt viðurkenna allar tínar royndir úr fortíðini ella lata vera við at leggja ætlanir fyri framtíðina – bara, at tú mást savna teg um veruliga at vera bæði fysiskt og psykiskt til staðar her og nú, áðrenn tú fert at gera upp við fortíðina og viðgera framtíðina.

Um tú ynskir at hava eina mennandi samveru við onnur, mást tú lata vera við at brúka teir freistandi møguleikarnar, sum liggja í at brúka fortíðina sum umbering og stúranina fyri framtíðini til at flýggja undan hinum og tær sjálvum/ari.

Við øðrum orðum: Lívið er eitt langt perluband av nú’um. Um tú ongantíð kanst vera heilt og fult í nútíðini, kanst tú ongantíð heilt og fult hitta onnur í nærveru og ongantíð fult og heilt vera á lívi.

7. Far frá tí algilduga til tað ítøkiliga
Lat vera við at skera alt yvir ein kamb! Tað er oftast ósatt, tað steðgar samskiftinum, og tú gerst bara í ringum lag av tí.

Snara heldur prátinum yvir til ítøkilig evni. Tað er nógv meira konstruktivt, og tú fært betri tikið støðu til tað.

Dømi:
Algilding:”Eingin dámar meg.”
Ítøkiliggering: “Nevn ein inni her, sum ikki dámar teg, og latið okkum so tosa um tað.”

Algilding:”Meg er tað aldrin nakar, ið tekur í álvara.”
Ítøkiliggering: “Hvør tekur teg ikki í álvara beint nú?”

Algilding:”Man er jú altíð bangin í ávísum førum.”
Ítøkiliggering:”Ert tú bangin beint nú?”

Algilding:”Alt er púra líkamikið!”
Ítøkiliggering: “Nevn eitt ting, sum hevur týdning fyri teg nú.”

Algilding: “Foreldur skilja aldrin nakað!”
Ítøkiliggering: “Hvat skilja foreldrini hjá tær ikki?”

Algilding: “Eg haldi ikki, at vit hava hug at fara víðari við hesum.”
Ítøkiliggering: “Hevur tú sjálv/ur hug til at steðga her?”

8. Far frá spurningum til persónligar útsagnir
Sjálvandi skulu vit spyrja onnur fólk um ymiskt, sum vit veruliga ikki vita, men nógvir spurningar krógva bara, at tann, sum spyr:
• kennir væl svarið uppá spurningin frammanundan
• ynskir at kroysta hin spurda í ein krók
• ynskir at tekkjast tí spurda
• helst vil hava, at kjakið verður steðgað nú
• vil vísa øllum, hvussu klók/ur viðkomandi er, við at seta gávaðar og intellektualiserandi spurningar.

Slíkir spurningar grugga samskiftið. Steðga tí við at halda spyrjaranum fast í persónligum útsagnum.

Dømi:
Spurningur:”Heldur tú veruliga, at hendan ætlanin kann fullfíggjast?”
Svar: “Sig, hvat tú sjálv/ur heldur um ætlanina.”

Spurningur: “Hevur tú tað ikki ringt við mátanum, sum vit gera hetta uppá?”
Svar: “Hvussu hevur tú tað sjálv/ur við tí? Hvussu vildi tú gjørt tað?”

Spurningur: “Eg kundi hugsað mær at spurt æraða røðaran, um hann veruliga heldur, at…”
Svar: “Hvat meinar tú sjálv/ur um dømikraftina hjá æraða røðaranum?”

Spurningur: “Heldur tú ikki, at Niels hevði hildið, at hetta var eitt sindur løgið?”
Svar: “Niels er jú ikki her. – Sig um tú sjálv/ur heldur hetta var løgið.”

9. Sløkk heilan av og á og lurta eftir kroppinum
Vit eru í stóran mun uppald til at klára okkum við at spæla sjónleik fyri hvørjum øðrum, har samskiftið mest líkist einum listinlærdum talvi heldur enn, at tað eru menniskju, sum tosa saman.

Hendurnar rista, hjartað bankar hart, munnurin gerst turrur, búkurin knýtir seg saman, vøddarnir gerast eymir av at vera spentir upp – samstundis sum at teldan í heilanum innetið krevur, at vit lata sum um, vit eru rólig, at vit hava skil á, at vit verja og umbera okkum, og at vit tykjast betrivitandi.

Tað kann vera ein syndarlig sjón at síggja, hvussu menniskju ofta stríðast og strevast fyri at halda saman uppá seg sjálvi í hesu strongdu persónmenskukloyving. Nógv gerast beinleiðis sjúk av hesum.

Steðga upp og merk, hvat kroppurin sigur tær, áðrenn tú missir yvirlitið og vassar út á so djúpt vatn, at tú druknar í høvuðbrýggi og giting. Tá tú setur tær fyri at merkja, hvat kroppurin sigur tær, fært tú viðkomandi boð um, hvar tú stendur í veruleikanum – hvat tú vilt og ikki vilt, og hvat er best fyri teg.

Sig so greitt frá, hvat tú persónliga kennir á tær. Statt ærliga við tað, tú kennir. Tá tú gert hetta, so upplivir tú, hvussu tú kemur í javnvág aftur, og hvussu tað kemur samsvar millum samskiftið, kenslurnar og atburðin hjá tær.

10. Spyr minni “Hví” og meira “Hvussu?” og “Hvat?”
Um tú spyrt onnur um eitthvørt, sum veruliga snýr seg um at fáa ekta samband við tey – um okkurt, tú fegin vilt hava ella hevur tørv á at vita – so eiga nógv teir flestu spurningarnir hjá tær at byrja við einum: “Hvussu?” ella “Hvat?”

Hetta eru spurningar, ið eggja til forstáilsi og viðkenslu – ella rættari samkenslu – millum menniskju, har spurningurin “Hví?” harafturímóti kann virka øsandi.

Dømi:
Sig ikki: “Hví ert tú so løgin í kvøld?”
(Ljóðar sum ein ákæra. Fær hin til at verja seg.)

Sig heldur: “Hvussu hevur tú tað beint nú?”
(Tú vísir ekta áhuga fyri hinum.)

Ella enn betri: “Eg kenni meg ótrygga/n beint nú. Eg kann royna at siga tær, hvat tað er við tær, sum gevur mær hesa kenslu.”
(Tú gevur eini beinleiðis persónlig boð um teg sjálva/n, sum hin skilir beinanvegin og kann taka støðu til.

Spurningurin “Hví?” er serstakliga stimbrandi fyri heilan – ikki fyri kenslurnar – og eggar altíð til frágreiðingar (uttanumtos, undanførslur, umberingar) og søgur ella gitingar (flýggjan í fortíð og framtíð).

Meðan spurningarnir “Hvussu?” ella “Hvat?” halda einum føstum í nútíðini og í, hvussu tit hava tað her og nú. Á tann hátt gerst tað greiðari, hvørja støðu, hvør hevur, og møguleikin fyri at skilja hvønnannan gerst nógv betur.

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2013/12/31/nyggjarslyfti-halda-10-reglur-fyri-gott-samskifti/