Ert tú ein av teimum, sum heldur, at mentan bara er nakað uppgjørt fjas, sum tey allarflestu gott kundu verið fyriuttan? Ert tú ein av teimum, sum spyr: “Hvat skulu vit brúka mentan til?” og svarar sjálvur í sama viðfangi: “Vit kunnu ikki liva av mentan!” Ert tú ein av teimum, sum sigur, at listafólk eiga ongan rætt at fáa pengar frá tí almenna, men at tey skuldu farið út at arbeitt heldur enn at fjasa við list? So er hetta skrivað til tín.
(Fyri at gera málið í hesum essay meira einfalt, so eg sleppi undan t.d. at skriva: “sjálv/-ur” alla tíðina, ímyndi eg mær teg sum ein mann, men tú kundi eins væl verið ein kvinna.)
Eg veit ikki, um tú ikki hevur lagt merki til tað, men kannar tú tað nærri, so fyllir mentan ein rættiliga stóran part av tilveruni – eisini hjá tær. Eg eri rættiliga vís í, sjálvt um tú ikki sjálvur vildi sagt tað soleiðis, at eisini tú virðismetir mentan, meir enn tú heldur. Áðrenn tú vísir tað frá tær, sum eg sigi, so lat meg fyrst greiða frá, hvat eg meini við.
Hvat er mentan?
Mentan er so nógv. Men kanska er mentan fyrst og fremst tað, sum ger munin millum okkum og djórini. Mentan er tað, sum lyftir okkum upp til at vera annað og meira enn bara okkara náttúra. Stutt sagt: Mentan ger okkum til menniskju.
Bara tað, at tú tosar eitt mál, sum ger teg føran fyri at samskifta, at býta tínar royndir við onnur og at fortelja øðrum stuttligar ella áhugaverdar søgur heima ella á tínum arbeiðsplássi, á Facebook ella aðrastaðni, er eitt dømi um, hvussu tú og hvør einstakur av okkum brúkar og framleiðir mentan allatíðina. Mentan er alt, sum vit menniskju skapa og miðla til hvønnannan – eisini tað, sum krevur serligt hegni at framleiða – so sum tónlist, myndlist, bókmentir, leiklist, filmslist, okkurt fínt handverk ella fyrireikaðar hendingar, sum geva menniskjum serligar upplivingar.
Mentan er alt tað, sum vit samskifta við okkara millum, sum vit kanska kunnu spegla og onkusvegna kenna okkum sjálvi aftur í. Mentan bindur okkum tí saman og gevur okkum kenslu av at hava felagsskap við onnur menniskju. Men mentan kann eisini skilja sundur. Um vit møta øðrum øðrvísi mentanum, so gerast vit ofta meira tilvitandi um okkara egnu mentan, og hvussu okkara mentan víkir frá øðrum mentanum. Mentanin so at siga skilmarkar okkum.
Vit brúka øll mentan dagliga
Mentanin er eitt slag av bakteppi, sum altíð er ein hjástaddur partur av innrættingini ígjøgnum alt lívið hjá okkum øllum. Mentan er allastaðni – í tær og kring teg. Hon ávirkar títt huglag – bara hugsa um, hvussu tónleikur bæði kann øsa og sissa teg. Líkamikið um tú ert tilvitandi um tað ella ei, so hevur mentanin, tú vaks upp í, formað teg sum menniskja og hevur skapt tín serliga samleika. Mentanin er prentað niður í teg ígjøgnum søgurnar, vit fortelja hvørjum øðrum, ígjøgnum sangin og tónleikin, ítróttin, bókmentirnar, listina, filmarnar, ja, ígjøgnum alskyns slag av dagdvølju og undirhaldi, sum vit fáa tíðina at ganga við.
Vit eru nevniliga øll stórforbrúkarar av mentan. Og vit brúka nógvar ymiskar mentanarvørur hvønn tann einasta dag, sum ávirka okkum og geva okkum íblástur til at droyma og kanska eisini skump til at gera dreymarnar veruligar. Vit kunnu elska ella hata tað, vit uppliva, men líkaglað kunnu vit ikki vera. Lat meg nevna nøkur dømi:
– Hvørja ferð tú tendrar útvarpið – tað verið seg Kringvarpið, Rás 2, internetradio ella annað – og lurtar eftir sendingum ella tónleiki, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð, tú tendrar sjónvarpið – føroyskt ella útlendskt – og sært eina sjónvarpsrøð ella ein dokumentarfilm, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð børnini hjá tær lurta eftir barnaútvarpi ella hyggja at barnasjónvarpi og teknirøðum, so brúka tey mentan.
– Hvørja ferð tú fert í biograf at síggja ein spennandi film við góðum sjónleikarum og flottum myndum og tónleiki, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð tú tendrar fyri yndisfløguni í fløguspælaranum í bilinum og lystiliga syngur við, meðan tú koyrir eftir Oyggjarvegnum, ella bara lurtar eftir tónleiki, meðan tú dustsýgur heima í stovuni, so brúkar tú mentan. Fyrstu ferð, tú kysti ein drong ella eina gentu, spældi ein sangur kanska í bakgrundini, sum tú nú minnist restina av lívinum.
– Hvørja ferð tú t.d. fert í eitt brúdleyp ella onkra aðra veitslu, og tú og hinir gestirnir sita við borðið og syngja kendar sangir, sum onkur hevur yrkt einaferð, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð tú stendur á Vaglinum á Ólavsøku á midnátt og syngur saman við túsundavís av øðrum fólkum teir væl umtóktu føroysku sangirnar ella tekur saman hendur við síðumannin at dansa Ormin Langa aftaná, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð, tú fert til eina konsert ella ein festival og saman við fjøldini stendur og hoppar og skrálar til tónleikin, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð tú fert í kirkju ella í samkomuhøli, lurtar eftir prædiku ella syngur sálmar, meðan onkur spælir orgul ella onnur ljóðføri afturvið, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð tú fert í dans og dansar og stuttleikar tær óført saman við øðrum, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð tú sært ella hoyrir eina tíðindasending ella eina kjaksending, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð tú fert til eina ítróttarkapping, t.d. ein fótbóltsdyst, ella lurtar eftir tí í útvarpinum ella sært tað í sjónvarpinum, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð tú lesur eitt dagblað harheima ella eitt vikublað á hárfríðkanarstovuni, ella tú lesur okkurt á internetinum ella kanska lesur eina bók, sum tú hevur lænt á bókasavninum, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð, tú spælir eitt spæl á tíni teldu ella Playstation, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð tú fert at vitja onkran, og tit sita í eini hugnaligari dagligstovu, sum nettupp er so stak hugnalig, m.a. tí har er vøkur list á vegginum, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð tú fert í eina Guðrun & Guðrun troyggju ella í eitt plagg hjá onkrum øðrum klædnasniðgeva, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð tú fert á matstovu við góðum gourmet kokkum, sum gera fínan, vælsmakkandi mat til tín – ella tú ert í veitslu og fært serliga gott skerpikjøt til matna, so brúkar tú mentan.
– Hvørja ferð tú t.d. ert og ferðast úti í heimi og fert á útferð at hyggja eftir serliga merkisverdum støðum – so sum vakrar katedralar ella onnur serlig bygningsverk – so brúkar tú mentan.
Hevði tú viljað verið alt hetta fyriuttan? Og um so var, heldur tú so, at øll onnur høvdu viljað verið tað fyriuttan? Hevði tilveran ikki verið rættiliga fátækslig og keðilig uttan sang og tónleik – uttan veitslusangirnar, sangløtuna á Ólavsøku, kvæðini, sálmarnar, dansitónleikin, konsertirnar og festivalarnar – uttan bløð, uttan útvarp, uttan sjónvarp, uttan filmar, uttan tíðindi og kjak, uttan ítrótt, uttan barnatilfar, uttan telduspøl, uttan allan lesnað, uttan myndlist, uttan vakran arkitektur, ja, alt tað, eg havi nevnt omanfyri? Hetta er alt mentan, sum vit øll brúka nær um dag og dagliga. Men ofta gloyma vit, at onkur hevur gjørt sær stóran ómak fyri at skapa alt hetta til okkara at njóta.
Hvussu munnu øll tey menniskju, sum hava verið við til at framleiða alt hetta, sum tú og onnur fáa nógva gleði og gagn av hvønn dag, kenna tað, tá tey hoyra fólk siga, at teirra arbeiði bara er fjas og einkisvert?
Tann forkelaða mentanar-elitan
“Men hey”, sigur tú so kanska. “Hatta er ikki tað, eg meini við. Eg tosi um hasi fínu fólkini í tí forkelaðu mentanar-elitunu, sum gera sokallaða “list” bara fyri hvørjum øðrum, og sum nassa uppá skattaborgaran fyri at sleppa at ganga fyri einki og hugna sær. Ganga og svinga við einum pensli ella klimpra uppá ein guitara… kallar tú tað at arbeiða? Nógv av tí, sum tey gera, kundi eg sjálvur gjørt betri, men fái eg pengar fyri tað? Nei, koyr hasi fólkini til arbeiðis! So kunnu tey mála og klimpra so galið tey vilja í frítíðini…!”
Kennir tú teg aftur í hasum sjónarmiðnum? Um so er, so havi eg hug at spyrja teg: Veist tú, hvussu nógv – ella rættari lítið – tú rindar til starvslønir til listafólk, sum er tann játtanin, flest fólk øsa seg um? Játtanin er uml. 2,6 mió. kr. Hetta skulu umleið 30 listafólk býta millum sín! Siga vit, at tú ert ein av 30.000 skattaborgarum, so rindar tú um 86,00 kr. – um árið (!) – til øll hesi 30 listafólkini, altso uml. knappar 3,00 kr. – um árið – til hvørt listafólkið, sum fær stuðul, um stuðulin var javnt býttur!
Tey flestu av hesum 30 listafólkunum fáa útgoldið tað, sum svarar til minni enn eina hálva vanliga mánaðarløn – einar 10-15.000,00 kr. hvør, ikki um mánaðin, men um árið – uttan trygd fyri, at tey fáa stuðul aftur næsta ár. Hvussu langt koma tey við tí? Heldur tú veruliga, at tað ber til hjá teimum fáu listafólkunum, sum yvirhøvur fáa nakran stuðul, at liva av stuðlinum, tey fáa? Ikki serliga leingi í øllum førum, vildi eg sagt. Hvussu kanst tú so halda, at tað lítla sindrið, sum tú rindar til listafólk gjøgnum skattin, fer til at fíggja marglætislív hjá dovnum ella ódugnaligum listafólkum? Tað litla sindrið, sum tey fáa, fer ikki ein gang til tey sjálvi, men beinleiðis til at gjalda fyri framleiðsluna av mentanarvørunum, tey skapa.
Men hvussu nógvar fløgur kann man framleiða fyri eina slíka upphædd? Hvussu nógvar bøkur, kann man geva út fyri eina slíka upphædd? Veist tú av, at tey allar-allarflestu, sum søkja um stuðul, als einki fáa – og at flest listafólk tí ikki hava ráð til at gera listaarbeiði (men ofta gera tað kortini)? Og hvussu veist tú, hvussu nógv listafólkini, sum fáa stuðul, arbeiða ella ikki arbeiða fyri pengarnar? Ella hvat, ið veruliga spyrst burturúr?
So kann onkur kanska siga: “Tað er líkamikið. Eg leggi líka í, hvussu lítið tey fáa, ella hvat kemur burturúr, tí eg brúki ikki nakað av hasum, sum tey gera! So hví skal eg yvirhøvur gjalda nakað sum helst til hasi fólkini?” Men steðga nú – hvussu veist tú, at tú einki fært burturúr? Manst tú ella munnu tíni nærmastu ikki eisini hava notið gott av onkrum av tí – uttan at tit hava vitað av, at tað ikki hevði verið møguligt at framleitt hetta uttan mentanarstuðulin? Manst tú ikki eisini óbeinleiðis hava notið gott av teimum inntøkunum til landið sum heild, sum mentanin er við til at fáa til vega? Ein stórur partur av tínum skattakrónum fara frammanundan til okkurt, sum tú ikki brúkar persónliga – so sum onkur landsvegur, tú kanska ongantíð koyrir á, tunnlar, tú ongantíð koyrir ígjøgnum, ferjur, tú ongantíð siglir við, skúlar, tú ongantíð gongur í… Tú kanst t.d. eisini liva eitt heilt lív uttan nakrantíð at vera innlagdur á sjúkrahús. Kortini rindar tú skatt til alt hetta, tí tað er neyðugt fyri vælferðina og trivnaðin í samfelagnum. Ein margføld mentan, har – ikki alt, men – okkurt er til øll, hevur sanniliga eisini týdning fyri trivnaðin hjá okkum øllum, so t.d. virðismikil arbeiðskraft kann vera verandi og ikki rýma av landinum.
Um bert mentanartilfar, sum lønar seg, var til
Gamaní, tú rindar eisini til mentan á annan hátt – so sum tær upphæddir, tú rindar í kringvarpsgjaldi ella televarpsgjaldi, ella tá tú keypir eitt blað ella eina fløgu t.d. – men heldur tú, at tað, sum fólk rinda á henda hátt, veruliga rindar tann sanna kostnaðin av allari tí mentanarframleiðslu, sum er til taks fyri okkum øll hvønn dag? Hvussu nógv heldur tú, tað veruliga kostar at framleiða alt tað mentanartilfarið, tú brúkar? Hvussu nógv heldur tú, er eftir til listafólkini sjálvi, tá framleiðslan er goldin? Heldur tú, at øll tey, sum skriva, syngja, spæla og framleiða allan tónleikin, tú lurtar eftir; øll tey, sum framleiða allar tær útvarpssendingar, tú lurtar eftir, ella allar tær sjónvarpssendingar, tú hyggur at; øll tey, sum skriva øll tey bløð ella annað tilfar, tú lesur; øll tey, sum leikstjórna ella spæla við í øllum teim filmum, tú sært osfr., altíð hava fingið fulla løn fyri sítt arbeiði?
Listafólkini hava helst verið gjøgnum nógv ár við blóð, sveitta og tárum og ongari løn, áðrenn tey tjentu sína fyrstu lítillátnu løn fyri sítt listaarbeiði, um tey nakrantið fáa løn yvirhøvur. Tað er jú bert ein pinkaelalítil partur av teimum, sum gera mentanartilfar, sum eru før fyri at liva av tí. Um so var, at tað einans bleiv framleitt mentanartilfar, sum kundi løna seg, og øll, sum ikki kunnu liva av tí, lótu vera við at fáast við at framleiða mentanartilfar, so hevði ikki verið nógvur tónleikur at hoyrt. So hevði ikki verið nógv at síggja í sjónvarpinum. So høvdu ikki nógvar bøkur verið skrivaðar. So høvdu ikki nógv telduspøl verið til heldur.
Er tað rættvíst, at tey, sum hava skapt tær mentanarupplivingar, sum tú brúkar dagliga, fáa so lítið afturfyri sítt arbeiði, at nógv av teimum nærmast mugu liva á markinum til fátækradømi? Er tað rímiligt at taka tað sum eina sjálvfylgju, at nógv tað mesta av okkara mentanarbrúki er so at siga ókeypis? Heldur tú teg hava uppiborið, at fólkini, sum framleiða alt hetta, arbeiða nærum ókeypis fyri teg, og at tey framhaldandi skulu framleiða alt hetta í frítíðini bara sum eitt frítíðarítriv? Er tað eitt rímiligt krav?
Listafólkini gjalda prísin
Um tú heldur, at tú rindar ov nógv til mentan og list, so óttist eg fyri, at tú hevur misskilt okkurt grundleggjandi. Veruleikin er, at vit eru øll rættiliga forkelaðir mentanarbrúkarar, sum brúka mentan og list nógv meira, enn vit halda, men vit rinda nógv minni fyri tað í mun til, hvat vit rinda til alt møguligt annað gjøgnum skatt, mvg og onnur gjøld, ella við beinleiðis keyp av vørum. Tú fært í veruleikanum nógv, nógv meira mentan fyri pengarnar, enn tú nakrantíð hevur goldið fyri. Onkur hevur nemliga goldið tað fyri teg – fyrst og fremst listafólkini sjálvi.
Flest listafólk – tað verið seg tónleikarar, myndlistafólk, rithøvundar, sjónleikarar, filmsfólk og onnur – arbeiða aloftast fyri lítið og lætt – nógv teirra heilt uttan løn. Nógv hava lagt ómetaliga nógv fyri – væl meira enn fólk flest ímynda sær – fyri at kunna hava ráð til at framleiða tað, sum tú og onnur njóta gott av. Tey hava kanska brúkt alt, sum tey eiga, uppá íløgur í at útbúgva og menna seg sum listafólk, vælvitandi at tjansurin fyri at gerast ríkur av tí, er minimalur. Fyri at kunna klára seg í kappingini við onnur á mentanarpallinum og blíva eftirspurd, mugu listafólkini brúka ómetaliga nógva tíð uppá at venja og blíva so dugnalig sum gjørligt til at brúka tey evnini, tey eru fødd við.
Samstundis eru tey noydd til eisini at seta tíð av til at arbeiða lønt arbeiði við síðuna av sínum listayrki, so tey hava nóg mikið til at yvirliva fyri. Flest listafólk mugu tískil arbeiða dupult so nógv sum onnur ella meir, tí ofta eru tólini ella útgerðin, sum tey mugu brúka fyri at gera sítt listaarbeiði, rættiliga dýr. Allir pengarnir, tey onkusvegna skrava inn, fara ikki til tey sjálvi, men fara til at gjalda fyri útgerð og til at gjalda øðrum fyri at framleiða hesa góðu mentanarvøru. Hesar íløgur hava tey gjørt – ikki tí tey kunnu vænta sær serliga nógv afturfyri – um nakað yvirhøvur. Tvørturímóti mugu nógv seta seg í stóra skuld fyri at kunna skapa nakað dygdargott til gleði og gagns fyri teg og øll onnur.
Hví ikki gjalda tað, tað kostar?
Ei dáni í, at tað ikki kann loysa seg at arbeiða við list og mentan, tá mentanarbrúkararnir halda seg eiga rætt til at brúka mentanarframleiðslu ókeypis og ikki vilja gjalda tað, sum tað kostar at framleiða hana – hvørki fullan prís fyri vøruna ella gjøgnum skattin ella onnur gjøld. Nógv fólk síggja enntá beinleiðis niður á mentanarframleiðararnar og halda t.d., at listafólk eru nakrir forkelaðir lortungar, sum halda seg vera fínari enn onnur. Men hóast listafólk verða vird so lítið, halda tey kortini á – ár út og ár inn – at geva okkum øðrum nógvar góðar upplivingar. Hví skulu tey ikki hava fullan prís fyri tað? Eins og vit verða noydd at gjalda tað, sum tað kostar at framleiða vørur á øllum øðrum økjum, hví skulu vit so ikki eisini gjalda tað, sum tað – veruliga – kostar at framleiða mentanarvørur?
Hugsa sær, um fólk hugsaðu á sama hátt um fiskivinnu? Ja, hugsa sær, um fólk hildu uppá, at fiskivinna bara skuldi vera eitt ólønt frítíðarítriv og ikki ein professionell vinna? Vit høvdu ikki komið serliga langt í hesum landi, um so var, at fólk kravdu, at sjómenn, alarar og fólk á flakavirki bara skuldu framleitt fiskavørur til okkum onnur í teirra frítíð! Hvussu nógva inntøku hevði tað skapt her á landi, um fólk hildu, at sjómenn skuldu fiska fiskin, alarar ala fiskin og flakafólk hagreiða fiskin til stuttleikar fyri egna rokning í teirra frítíð – og ikki eingang fáa minstuløn afturfyri tað? Hvussu nógv fólk høvdu tímað at arbeitt í fiski- og alivinnu, um hetta vóru vilkorini? Men hetta halda nógv er heilt rímiligt at krevja, tá tað kemur til mentan og list: Tað skal bara flóta til okkara heilt av sær sjálvum, uttan at vit skulu rinda sanna prísin fyri tað, tí: “tað er jú bara eitt frítíðarítriv, sum listafólk hugna sær við”!
Menniskjan livir ikki av fiski eina
Tíðin er komin, at vit einaferð með alla fata, hvat hetta vil siga, at: “Menniskjan livir ikki av breyði eina”. Um lívið skal vera vert at liva og geva meining… ja, um vit ikki skulu keða okkum í hel, so mugu vit hava andaliga føði eisini. Vit kunnu ikki bara brúka alla okkara tíð uppá at fáa dagliga breyðið til vega, at fáa avkom og at sova. Um hetta var tað einasta, vit menniskju gjørdu, so vóru vit ikki øðrvísi enn djórini.
Menniskjan hevur brúk fyri øðrum og meira enn tí. Vit mugu hava spennandi upplivingar og avbjóðingar í dagligdegnum. Vit mugu hava føði til heilan og til hjartað. Tí er tað eisini avgjørt eitt líka so virðiligt arbeiði at framleiða annað enn mat, klæði og bygningar. Tað er har, mentanin kemur inn og kann nøkta ein týðandi tørv hjá okkum sum menniskju. Sum nevnt, er tað júst mentanin, sum ger munin millum okkum og djórini. Orðið “mentan” er nemliga nært skilt við orðið “menning” og “menniskja”. Fyri at menna okkum sum menniskju, hava vit brúk fyri øðrum avbjóðingum og øðrum upplivingum enn bara at nøkta okkara grundleggjandi tørv fyri at hava ein bústað, mat og klæðir.
So sjálvandi er eftirspurningur eftir teimum upplivingum, sum mentanin kann bjóða – bæði upplivingum fyri tey mongu – og fyri tey fáu. Tey fægstu vildu t.d verið allar tær upplivingar, sum eg nevndi omanfyri, fyriuttan, so sjálvandi hava mentan og list týdning – eisini fyri teg. At hava mat, klæðir og tak yvir høvdið er gott, men ikki nóg mikið – ikki fyri tey allarflestu av okkum í øllum førum – um vit skulu vera veruliga glað og nøgd við lívið. Land okkara hevði verið ómetaliga fátækt og keðiligt at búð í – ella at vitjað, um vit ongar mentanarupplivingar høvdu at bjóða fólki. Her hevði ikki verið nógv at byggja t.d. ferðavinnu á, um vit ikki høvdu eitt ríkt mentanarlív í Føroyum, og ikki kundu bjóða annað enn at senda fólk í hagan at ganga og mala. Mentanin “selur” Føroyar væl og ger land okkara lokkandi at koma til. Hon ger lív okkara á hesum beru klettum so nógv meira upplivingarríkt og fylt av møguleikum – bæði lívið hjá okkum føroyingum og hjá teim vitjandi uttanífrá. Mentan er rætt og slætt ein fortreyt fyri trivnað.
Mentan má professionaliserast meir
Byrja vit at síggja fleiri vinnuligar møguleikar t.d. í teim mentanarupplivingum, vit longu hava at bjóða, og kanska menna fleiri og fjølbroyttari upplivingar, so kann hetta veita okkum fleiri inntøkur til landið – bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Tað kann skapa fleiri arbeiðspláss, og vit kunnu fáa ein meira spennandi og fjølbroyttari arbeiðsmarknað í Føroyum, um vit gagnnýta møguleikarnar. Brúk er fyri dugnaligum, vælútbúnum fólkum til at skapa góðar mentanarupplivingar – at menna tær, fyriskipa tær og selja tær. Eitt størri úrval av avbjóðandi størvum kann fáa fólk, sum annars vóru flutt av landinum, til at vera verandi, og fleiri útisetar fáa kanska hug at flyta heim. Ein stimbran av mentanarvinnuni kann soleiðis vera við til at skumpa undir fólkavøkstur.
Ein slík menning hendir tó ikki av sær sjálvum. Tað krevur nakað av okkum fyrst. Tað er ein spurningur um at skilja, hvørjar fortreytirnar eru fyri menning av mentan sum vinnu – at vita, hvat skal til og so raðfesta tað. Tað er eins og við fiskivinnuni: Jú størri íløgur, vit gera í fiskivinnuna, jú fleiri inntøkur og fleiri arbeiðspláss skapar hon. Somuleiðis er við mentanini. Men av onkrari orsøk síggja nógv ikki inntøkumøguleikarnar í mentan og list. Kanska er tað ikki so løgið, at fólk hava ilt við at ímynda sær, at mentan og list kann løna seg. Tí sum nú er, so forvinna listafólk sera lítið av pengum. Pengar, sum koma inn fyri teirra list, fara til øll onnur, áðrenn tey nakrantíð fáa nakað burturúr tí. Tað er helst størsta orsøkin til, at listafólk verða so lutvíst lítið vird í dag.
Tað, sum tykist vera mest torført at skilja, er, at um mentan skal byrja at geva veruligar inntøkur, so kunnu vit ikki halda fram við bara at fata mentan sum eitt frítíðarítriv. Vit kunnu ikki blíva við at fata “mentanarstuðul”, sum eina olmussu til listafólk – ella kalla tað “sømdargávur”. Tað er nevniliga hvørki ein olmussa ella ein gáva. Nei, tað er ein íløga, sum lønar seg!
Her má ein hugburðsbroyting til – ja, ein øðrvísi máti at hugsa um list og mentan, um vit skulu hava eina meira professionella mentan í Føroyum. Eins og vit hava ment, professionaliserað og gjørt íløgur í fiskivinnu fyri at vinnan veruliga kundi fáa fótin fyri seg, so er átroðkandi, at vit eisini menna og professionalisera mentanina og gera íløgur í hana, um tað skal byrja at løna seg at framleiða mentanarvørur ella bjóða mentanarupplivingar.
Gott infrakervi ein fortreyt
Áðrenn fiskiskapur yvirhøvur kundi gerast ein professionell og lønandi vinna, sum kundi taka dik á seg, so máttu allar møguligar fortreytir fyrst vera til staðar. Alt samfelagið mátti innrættast onkusvegna til at stuðla uppundir hesa vinnu. Tað kostar ikki einki at útvinna fiskatilfeingið. Onkur var noyddur at byggja fiskiskipini og fiskavirkini og gera íløgurnar í tey. Men tey, sum gjørdu tað, hava tó verri enn so skapt allar neyðugu fortreytirnar fyri, at fiskiskapur kundi gerast ein lønandi vinna.
Áðrenn fiskurin kundi fiskast og hagreiðast, áðrenn vørurnar kundu tilrættast marknaðin og dygdin tryggjast so mikið, at fiskavørurnar kundu gerast sølubarar og kappingarførar, soleiðis at professionell sølufólk kundu selja vørurnar á altjóða marknaðinum, ja, áðrenn tað yvirhøvur var møguligt, at fiskavørurnar kundu enda í frystidiskinum í handlinum, har fólk kundu keypa tær, so tær kundu byrja at geva líkinda inntøkur til reiðaríini, fiskavirkini og partaeigararnar – og veruliga skapa arbeiðspláss og inntøkur til landið – so kravdust ovurhonds stórar íløgur í eitt aftanfyriliggjandi risa infrakervi, sum landið – ella skattaborgarin – mátti fíggja.
Tað vil siga, at fólk máttu fyrst útbúgvast til at tekna, fyrireika og byggja havnirnar, vegirnar, skipini og virkini og aðrar umstøður, sum vinnan hevði fyri neyðini fyri at kunna virka optimalt. Fólk máttu útbúgvast og førleikamennast til at uppfinna, menna og framleiða fiskireiðskapin og framleiðslutólini; til at duga at føra skipini; til at duga at fáast við og væla um maskinurnar; til at duga at menna vøruna; til at duga at heilsutryggja vørudygdina; til at duga at selja vøruna; og til yvirhøvur at duga at umsita og reka eina kappingarføra fiskivinnu. Har av skuldu rættiliga nógvar íløgur gerast í gransking, menning og útbúgving – alt slíkt, sum ikki ber seg í sær sjálvum, men sum kortini er ein alneyðug fortreyt fyri fiskivinnuna. Landið hevur gjørt veldugar íløgur í hesar fortreytir fyri fiskivinnuna, áðrenn vinnan kundi vinna íløguna innaftur og rættiliga fáa fótin fyri seg. Og soleiðis er enn: Onkur má gjalda fyri, at allar hesar fortreytir støðugt eru til staðar, um vit yvirhøvur skulu hava eina fiskivinnu.
Raðfesta menning av vinnuni
Men eingin íløga hevur fullan garanti íbygdan. Tað hevur avgjørt ikki altíð loyst seg at gera íløgur í fisk. Verri enn so. Nógvar íløgur í fiskiskip, fiskavirkir ella fiskaaling hava ikki borið frugt, heilt einfalt tí virksemið bar seg ikki. Virkini fóru á heysin. Hugsa bara um, hvussu nógv alibrúk fóru á heysin í fyrstani, tá man royndi at uppbyggja alivinnuna. Men kortini fór eingin at siga: “Nei, hetta er einki vert at fáast við! Vit mugu heldur lata vera at brúka pengar uppá slíkt fjas og fara aftur til at hava fiskiskap bara sum eitt frítíðarítriv!”
Nei, so var ikki. Fólk hildu ikki uppat at gera íløgur í fiski- ella alivinnu fyri tað. Landið helt ikki uppat við at gera íløgur í at skapa góðar umstøður fyri at útvinna fisk. Hugflogið var enn nóg stórt til at síggja møguleikarnar í tilfeinginum, so fólk brettu upp um armar og fóru í holt við nýggjar verkætlanir. Og eingin misti virðingina fyri teimum, sum tað ikki eydnaðist fyri. Ella kallaði tey samfelagsnassarar, hóast landskassin rindaði í dýrum dómum fyri at halda lív í virksemi, sum eingin trygd var fyri kundi bera seg. Og hygg í dag. Fiski- og alivinnan er vorðin grundarsteinur undir samfelag okkara. Tað var ikki bara tí, at vit høvdu atgongd til tilfeingið, men sanniliga eisini tí, at vit raðfestu at gera tað, sum skuldi til at gagnnýta hetta tilfeingið og menna hesa vinnu. Vit trúðu uppá møguleikarnar, vit tóku vágan, og vit gjørdu neyðugu íløgurnar, og landið – tvs. skattaborgarin – stuðlaði við at fíggja fortreytirnar.
Eins og fiskiskapur menti seg til annað og meira, enn hann var, tá fólk hvør sær fóru oman í sjóvarmálan at fiska við hvør sínari tráðu og livdu frá hondini í munnin, so kann mentan sjálvandi eisini vera annað og meira enn bara eitt frítíðarítriv hjá nøkrum serlingum. Veist tú t.d. av, at í heimshøpi umsetir mentanarvinna (herundir miðla-, lista-, tónleika-, undirhalds-, upplivingar- og ferðavinna) fyri meira pengar enn matvøruvinna? Miðlaídnaðurin, tónleikaídnaðurin, filmsídnaðurin, telduspælsídnaðurin og ferðavinnuídnaðurin eru í heimshøpi nakrir av teimum allarstørstu ídnaðunum yvirhøvur.
Vørumenning fortreyt fyri lønandi vinnu
Eins og tað er neyðugt fyri fiskivinnuna at gera íløgur í vørumenning, so dygdargóðar og kappingarførar vørur skulu spyrjast burturúr í síðsta enda, so er eisini neyðugt at vørumenna mentan og list. Eins og fiskivinna, hevur mentanarvinna eisini brúk fyri einum vælvirkandi infrakervi. Tað er ein fortreyt fyri menning av vinnuni, at íløgur verða gjørdar í menning av talentunum, og at góðar umstøður eru fyri mentanarvinnuna at virka í.
Skulu vit kunna gagnnýta mentanartilfeingið – tvs. alt tað fantastiska listarliga talentið, sum vit eiga her í landinum, so mugu í øllum førum tey bestu fáa høvi til at arbeiða professionelt við trygd fyri ávísari løn ávís tíðarskeið, har tey fáa optimalar umstøður til at menna sítt talent, so tey fáa høvi til at seta gongd á eina dygdargóða mentanarframleiðslu. Var eingin professionell mentan og lítið og einki útboð av mentanarupplivingum í Føroyum, so manglaðu vit í stórum nakað, sum kann lokka fólk hendanvegin at brúka pengar, umframt at vit sjálvi eisini høvdu verið rættiliga nógvar av teimum upplivingum fyriuttan, sum eg longu havi umrøtt.
Jú størri mentanarútboð, jú meira stimbrar tað eisini alla møguligar aðrar vinnur, ið njóta gott av útboðnum, jú meira avleitt virksemi verður skapt – tað verið seg ferðavinna, tónleikaútgevara- og forlagsvinna, undirhalds- og tiltaksfyriskipanarvinna, skeiðs- og ráðstevnufyriskipanarvinna, hotell- og restauratiónsvinna, handilsvinna osfr., men eisini fiskivinna ella aðrar ráevnisútvinnandi vinnur, sum jú verða riknar av fólki (og handilssambondum), sum njóta gott av mentanarútboðnum.
Eg hoyrdi einaferð ein múgvandi vinnulívsmann siga: “Tær allarbestu og mest lønandi handilsavtalurnar havi eg ikki fingið í hús í fundarhølinum, men á golfbreytini, ella tá vit fóru í býin at uppliva okkurt saman aftaná samráðingarnar.” Mentanin skapar teir bestu karmarnar fyri vinnuligum framburði – á øllum møguligum økjum.
Úrslitini av íløgunum í mentan (privatar ella almennar) síggjast kanska ikki beinanvegin og eydnast kanska ikki í øllum førum, eins og tað heldur ikki altíð eydnast at fáa allar íløgur aftur í øllum øðrum vinnum. Men skulu sannlíkindi verða fyri, at mentanarvinnan mennir seg sum heild, er neyðugt at taka vágan og gera neyðugu íløgurnar – t.d. í at útbúgva og førleikamenna listafólk og geva teimum tíð og høvi til at savna seg um sítt yrki, so tey støðugt kunnu menna seg og sína list.
Vit mugu eisini tora at gera íløgur í nakað nýtt og øðrvísi. Vit mugu minnast til, at nógv dømi eru um listafólk, hvørs list kanska tyktist óskiljandi í samtíð teirra, men sum seinni gjørdist heimskend og høgt skattað av milliónum, ja, kanska milliardum av fólkum kring heimin. Pláss má tí eisini vera fyri gransking og menning á mentanarøkinum – harímillum eisini fyri smalari, eksperimenterandi list, sum vanlig fólk kanska ikki skilja (enn), men sum í veruleikanum er er eitt slag av mentanargransking og -menning, ið slóðar vegin fyri møguligum komandi andaleysum upplivingum til fólkið. Vit skulu eisini minnast til, at í dag hava vit allan heimin sum marknað, so sjálvt tann smalasta listin kann hava ómetaliga nógvar fjepparar í heimshøpi.
Er tað í lagi at gera mismun?
Tað, sum vit eru noydd at viðurkenna, er, at tað kostar pengar at professionalisera mentanina, um mentanarvinna skal kunna løna seg – eins og tað hevur kostað nógvar pengar at gera íløgur í at professionalisera fiskivinnuna, so hon veruliga kundi byrja at løna seg. Sjálvandi mugu vit eisini gjalda – so ella so – fyri at hava eina vælsmurda mentanarvinnu, eins og vit á ymsan hátt ígjøgnum privata fígging og almennan stuðul – og ikki bara við vørukeypi í handlunum – hava goldið fyri at hava eina fiskivinnu.
Á sama hátt, sum skattaborgarin fíggjar havnir, so skipini hava eitt stað at leggja at; fíggjar havnaløg, har virkir kunnu byggjast; fíggjar vegir, so vøran kann verða flutt; fíggjar vinnuháskúlar, sum skulu framleiða professionellar skiparar, stýrimenn, maskinmeistarar o.o., sum okkara høvuðsvinna avgjørt ikki kann klára seg fyriuttan, so átti tað at verið eins náttúrligt, at skattaborgarin rindaði fyri, at fólk, ið hava hug og talent á mentanarøkinum, kunnu menna síni evni, so tey kunnu læra at framleiða best møguliga dygd, sum kann koma til gagns fyri onnur. Hetta eru eisini íløgur! Góð dygd krevur, at man ger sær ómak. Og ómak kann man bara gera sær, um man hevur tíð og umstøður til tað. Tað kostar, men tað er einans tað, ið gevur úrslit. Vilja vit hava inntøkur burturúr í hinum endanum, so veldst tað sjálvandi um, hvussu góða dygd, listafólkini megna at skapa. So ístaðin fyri at spyrja: Hví skulu vit stuðla mentan? áttu vit kanska heldur at spurt: Hví ikki gera íløgur í mentan? Hví ikki gagnnýta mentanartilfeingið? Tað er einans ein spurningur um raðfesting, um vit ynskja at fáa nakað burtur úr hesum tilfeingi.
Men tá tað snýr seg um at gera íløgur í mentan, so eru fólk knappliga serstakliga pírin. Hetta kann undra, tí tað skal lutvíst so lítið til fyri at gera sera stóran mun. Tað er ikki tí, at mentanin kostar almenninginum tað stóra, tá ein samanber við, hvussu nógv mentan veruliga fyllir í heildarmyndini í tilveru okkara í mun til so nógv annað. Og tað er heldur ikki so, at pengarnir bara fara í lummarnar á listafólkunum. Nei, pengarnir fara beint út í peningaumlopið aftur til at gjalda øllum møguligum øðrum fyri at framleiða og selja mentanarvøruna – t.d. til prentsmiðjur ella onnur framleiðsluvirki, til forløg, til sniðgevar, til handlar, til ferðing og til útgerð osfr. osfr. Tá alt er goldið, er minni enn einki eftir til listafólkið! Vinnan nýtir harafturímóti gott av listafólkunum. T.d. man Atlantic Airways fáa nógv í kassan frá listafólkum, sum fara út í heim at royna seg – bara fyri at nevna eitt dømi. Fyri ikki at tosa um alt tað goodwill, sum samfelagið fær, tí vit kunnu bjóða uppá eitt ríkt mentanarútboð við høgari dygd. Hetta kemur alt gott aftur til vinnulívið og sæst sjálvandi eisini aftur í landskassanum onkusvegna, hóast tað er torført at vísa á júst hvussu hetta hendir. Men eingin ivi er um, AT tað hendir.
Kortini øsa fólk seg upp, hvørja ferð onkur tosar um at brúka pengar uppá mentan og list, meðan tey gloyma alt um, at aðrar vinnur kosta almenninginum fleirfaldað ta upphæddina, sum fer til mentan. Av onkrari løgnari orsøk, so er tað opinberiliga í lagi at gera henda mismun. Men júst hesin hugburður er tað, sum forðar fyri, at vit kunnu gagnnýta okkara mentanartilfeingi meira.
Samanumtøka
Lat meg at enda taka saman um: Vit eiga mong fantastisk listarlig talent her á landi – eisini nøkur, sum gera landi okkara stóra æru uttanlands. Mong listafólk hava arbeitt hart alt sítt lív fyri at geva øðrum tær bestu upplivingarnar, tey yvirhøvur megna at skapa. Ofta hevur hetta kostað listafólkunum nógv meira – bæði blóð, sveitta, tár og pengar – enn tey nakrantíð kunnu rokna við at fáa innaftur, hvørki peningaliga ella í mun til fólksins virðing fyri tí arbeiði, tey hava gjørt. Nei, eingin orsøk er til at misunna listafólkum, sum ofta hava ofrað alt, sum tey eiga, afturfyri at liva við váganum, at lívsverk teirra verður skýrt at vera einkis- ella lítisvert, tí fólk ikki duga at gjøgnumskoða samfelagsvirðið í tí.
Hóast mong listafólk mest fáa ótøkk afturfyri arbeiðið, tey gera, so halda tey kortini á við at ríka land okkara við mentanarupplivingum. Tíbetur finnast vit nøkur, sum virðismeta list og mentan, og sum hava viðurkent, hvussu stóran týdning mentanin hevur, og sum fegin vilja gjalda tað, tað kostar, eisini fyri tann partin av mentanini, vit ikki brúka persónliga – bara tí vit eru takksom fyri útboðið… ja, at vit hava møguleikan at brúka tað, tí tað er við til at ríka tilveruna og gera land okkara so nógv meira spennandi at vera í. Vit hava nógv at takka okkara tónleikarum, okkara rithøvundum, okkara myndlistafólkum, okkara sjónleikarum, okkara filmskaparum og øðrum listafólkum fyri.
Ikki at hava virðing fyri teimum, sum undir stak vánaligum korum í mun til aðrar vinnur við strev og stríð og uppofran hava arbeitt fyri at geva øðrum so nógvar og góðar upplivingar, er tekin – ikki bara um manglandi hugflog og um manglandi evni til at viðurkenna onnur og arbeiði teirra, men eisini – um ómetaligt ótakksemi. Tað er hugstoytandi, ja, beinleiðis syrgiligt at hoyra summi halda so hánt um listafólk og um mentan, hóast tey somu fólkini sjálvi – kanska ótilvitað – brúka mentanarvørur dagliga, eins og flest fólk gera uttan at hugsa um tað, tí mentanin er so stórur partur av tilveruni, at hon bara er vorðin ein sjálvfylgja.
So við teg, sum hevur lyndi til at halda lítið um tey, sum fáast við mentan og list sum yrki, og ikki vil unna listafólkum uppiborna løn, havi eg hug at siga: Vanvirðir tú listafólk, so vanvirðir tú í veruleikanum eisini teg sjálvan – tí tú ert eisini millum tey, ið bara onkuntíð hava notið gott av øllum teimum upplivingum, listafólkini hava givið okkum. Tú hevur eisini fingið gleði av hesum – kanska í ríkiligt mát í mun til, hvat tú hevur uppiborið.
Tað kann vera, at tú bara ikki rættiliga hevur lagt merki til, hvussu nógv mentan flættar seg inn í tína tilveru eisini. Tað kann vera, at hetta er orsøkin til, at tú ikki virðismetir, at summi fólk royna at gera sær ómak við at ríka mentan okkara. Men so kann eg einans heita á teg um at leggja merki til alt, sum stendur tær í boði at njóta innan mentan og list – legg merki til alt tað, sum menniskju skapa kring teg – og gev tí ein tjans. Far til konsertir, far til sjónleikir, far og uppliv okkurt annað enn gerandisdagin. Kanska gerst tú ovfarin, um tú loyvir tær at lata hjartað og sinnið upp. Um tú ikki fært eyga á vakurleikan, so viðurkenn sum tað minsta, at so nógv onnur síggja vakurleikan og hava rætt til at kunna njóta og virða mentanarútboðið, hóast tú ikki gert tað.
Síggj um ikki annað møguleikarnar í at gagnnýta tað góða listarliga tilfeingið, vit eiga. Unn listarligu talentunum at sleppa at blóma, eisini hóast tú ikki sært virðið av tí, tey gera, beint nú. Ver errin av teimum, tí tey umboða land títt á virðingarverdan hátt. Og síðst, men ikki minst, royn at seta teg inn í, hvat veruliga fær hjólini til at mala her í verðini – hvat eggjar okkum til støðugt at ganga framá og menna okkum, hvat fær hjørtuni til at banka harðari og eyguni til at glógva bjartari? Kanska kanst tú av tær sjálvum fáa eyga á tann týdningin og tað virðið, sum mentanin og listin veruliga hevur fyri menniskjuna – eisini fyri teg onkusvegna, hóast tú illa vilt viðganga tað. Kanska fært tú eisini eyga á, hvat fyri íkast mentanin kann geva til búskapin, beinleiðis ella óbeinleiðis, sjálvt um tú beint nú kanska ikki dugir – ella ikki vil – síggja tað.
Um tú veruliga ikki sært, at menniskjan ikki livir av breyði eina (ella fiski), óttist eg fyri, at tú ert starblindur. Um tú enn heldur uppá, at mentan bara kostar, og at hon einki er verd – hvørki fyri sálina ella pengapungin – so er helst einki meir, eg kann gera, fyri at sannføra teg um annað. So má eg geva skarvin yvir, yppa øksl og venda mær til onnur, sum eru meira opin og før fyri at síggja allar møguleikarnar, sum tú opinberiliga – antin av dølskni ella fávitsku – velur at lata eyguni aftur fyri.