Hvussu ber tað til, at summi lond (ella býir) klára seg betri enn onnur, hóast atkomiliga ítøkiliga tilfeingið kann vera væl meira avmarkað, enn tað er í fátækari londum? Hvussu ber tað til, at summi duga betri at fáa meira burturúr minni? Hesum spurningi hevur amerikanski búskaparfrøðingurin Richard Florida roynt at svara.
Eftir Elina Heinesen. Greinin er grundað á eitt stórt intervjú við amerikanska búskaparfrøðingin Richard Florida í bókini ”Amerikanske Tilstande – en rejse gennem drømmeland” eftir Maj Juni og Andreas Fugl Thøgersen.
Ein heimsbestsellari um búskap
Um ein skal vita nakað um, hvat tað er, sum skapar búskaparligan vøkstur úti í heimi, so ber ikki til at koma uttanum eina ávísa bók. Í 2002 kom henda bókin út í USA, og hon gjørdist beinanvegin ein av størstu bestsellarunum nakrantíð – eitt sindur óvanligt fyri eina bók, ið snýr seg um búskaparlig viðurskifti. Men henda bókin var nakað serligt. Bókin hevur gjørt høvundan, Richard Florida, professara í búskapi, víðagitnan um allan heimin. Hon er umsett til nógv mál og hevur, líka síðani hon kom út, havt eina risa ávirkan á samfelagskjakið um búskapin í dag og í framtíðini – ikki bara í USA, men í øllum heiminum.
Bókin æt “The Rise of the Creative Class – and how it’s transforming work, leisure, community and everyday life”. (Uppreisturin hjá skapandi stættini – og hvussu hetta umskapar arbeiðið, frítíðarítriv, samfelagið og dagliga lívið.) Høvundurin Richard Florida er í dag fastur skribentur á fleiri av teim størstu og mest virdu amerikansku dagbløðunum og tíðarritunum. Fyrrverandi bretski forsetin Tony Blair ráðførdi seg við hann, umframt demokratarnir í USA, og hann er serstakliga eftirspurdur sum fyrilestrahaldari allastaðni í heiminum.
Búskaparligur vøkstur = skapanarevni
Bókin hjá Richard Florida er ein gjøllig greining av amerikanska búskapinum. Hvat er tað, sum hevur gjørt USA til tað, sum tað er í dag – og hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman? Hvussu ber tað til, at USA hevur verið ført fyri at finna og gagnnýta sínar menningarmøguleikar nógv betur enn nakað annað land í heiminum? Og hvussu kunnu amerikanarar tryggja sær at hetta heldur fram? Svarið er – sambært Richard Florida – kreativitetur! Við oðrum orði: skapanarevni. Hansara teori um búskaparligan vøkstur snýr seg m.a. um Eminem, Hollywood og Silicon Valley. Tað snýr seg um telduspøl og hiphop…
Hvør er tað, sum veruliga rekur Amerika? Richard Florida rópar tað “ta skapandi stættina” – tað er hon, sum rekur og sum skapar Amerika. Teoriin er í øllum sínum einfeldi, at skapanarevni eru keldan til búskaparligan vøkstur og vælferð. Tað eru skapanarevni, sum hava umskapað – og enn umskapa samfelagsbúskapin, arbeiðslívið og dagliga lívið í USA. Ella sum Lewis M. Branscomb frá John F. Kennedy School of Government á Harvard University í Boston skrivaði í sínum ummæli:
“‘The Rise of the Creative Class’ er ein vitug mynd av virðunum og lívsstílunum, sum fara at reka búskapin í 21’ndu øld, tøknina og sosialu skipaninar. Um tú fegin vilt skilja, hvussu granskarar, listafólk, íverksetarar, vinnulívsfólk og onnur sjálvkoyrandi skapandi fólk bjóða siðbundu samfelagsskipanunum frá 20’ndu øld av, so les hesa bókina. Hon fer at sannføra teg um, at tað, sum fer at skapa framgongd og viðburð í framtíðini ikki snýr seg um tøkni, stjórnir, leiðslur ella vald í heila tikið. Tað snýr seg alt um menniskju – um dynamikkin og nýggju framkomandi mynstrini í viðurskiftunum millum menniskju.”
Skapandi lívsstílurin nýggja myndin av valdinum
Í dag eru tað ikki menniskjuni, sum skulu lagað seg eftir fyritøkunum. Tað eru fyritøkurnar, sum mugu laga seg eftir menniskjunum, um tær vilja yvirliva og hava framgongd – og her er tað, sambært Richard Florida, tann unga skapandi mentanin, sum situr við lyklinum. Tann ‘skapandi stættin’ er ein skjótt vaksandi, væl útbúgvin og vælløntur partur av arbeiðsmegini. Lívsstílurin hjá teimum skapandi er myndin av valdinum – teimum nýggju grundarleggjandi kreftunum í lívinum og í búskapinum í USA í dag. Tey skapandi fólkini avgera í vaksandi mun evnini hjá fyritøkunum til at vinna pening. Tað eru tey, ið avgera búskaparliga vøksturin í samfelagnum.
Limirnir í ‘skapandi stættini’ arbeiða við nógvum ymiskum: Tøkni, elektronikki, undirhaldi, journalistikki, fíggjarmálum, vísind og gransking, list og mentan… Stutt sagt tosa vit um fólk, sum vinna sær pening við… at hugsa! Við at fáa hugskot og við at gagnnýta skapandi potentialið, sum Richard Florida heldur, at øll menniskju hava í sær í meir ella minni mun.
Í bók sínari skrivar Richard Florida, at tað finnast trý sløg av skapanarevnum: 1. Nýskapan – tað vil siga evnini at skapa nýggjar vørur, nýggj hugskot, nýggj tøkni. 2. Búskaparlig skapanarevni – tað vil siga íverksetaraandi – tað, at duga at skapa eina nýggja góða forrætning burtur úr eini nýggjari vøru ella einum góðum hugskoti. 3. Umframt mentanarlig og listarlig skapanarevni – tað vil siga nýggir hættir at síggja verðina og hugsa um viðurskiftini – nýggir mátar at skapa list, nýggj sniðgeving, nýggj konsept. Sambært Richard Florida er tað alneyðugt, at øll sløgini av skapanarevnum eru til staðar, um eitt samfelag skal kunna fremja búskaparligan vøkstur.
Skapanarevni altíð verið primera keldan
Skapanarevni – tað at fáa og íverkseta eitt nýtt hugskot – hevur altíð verið tann primera keldan til økonomiskan vøkstur og styrki, meinar Richard Florida. Amerika hevur bara ikki altíð verið tilvitandi um tað: “Vit hildu tað vóru landaøki, góð jørð, transportrutur/infrastrukturur og fysiskt arbeiði. Vit hildu tað vera tær stóru fabrikkirnar. Men alt hetta eru jú úrslit av menniskjansligum skapanarevnum”, sigur Richard Florida. Hann fer heilt aftur í søguna fyri at undirstrika poengið. Í forsøguligari tíð fann menniskjan uppá, at tað betri kundi loysa seg at dyrka jørðina og hava kríatúr enn at savna avgrøðina í náttúruni og at veiða djórini.
Seinni vóru nýggj hugskot sjálvt grundarlagið undir ídnaðarkollveltingini. Og í endanum av 1800-talinum og byrjanini av 1900-talinum hava tær “afturvendandi ódnirnar av skapandi oyðileggilsi”, sum búskaparfrøðingurin Joseph Sclumpeter hevur kallað tað, æruna av ókúgiliga lívførinum hjá kapitalismuni. Ódnir, sum sópaðu gjøgnum heimin og blástu allar teir gomlu mátarnar at gera tingini uppá burtur til fyrimuns fyri nýggjar mátar. Í síðstu helvt av 20’ndu øld tók skapandi framleiðslan rættiliga dik á seg, meðan allar hagtalskurvurnar fyri ótíðarhóskandi, rutinukenda framleiðslu nærmast kavaðu steyrrætt niðureftir. Fyrimunirnir og vinningurin av hesum mátanum at dríva forræting uppá nærmast hvarv. Sambært Richard Florida kom í staðin eitt nýtt slag av kapitalismu – ein kapitalistisk skipan, har skapan ikki bara var eitt tíðarbundið fyribrygdi, men har nýskapan og ein støðug stremban eftir menning – eftir betri lívsvilkorum – bleiv siðvenjan.
Hvussu skapanarevni hava bygt USA
Fremst stóð – og stendur – USA sum flaggberi fyri hesi nýggju kapitalismuni. Førarastøðan komst ikki bara av, at skiftandi stjórnir lótu marknaðarkreftirnar fáa frítt spæl. Ein røð av ymiskum faktorum vóru avgerandi, tá greiðast skal frá, hvussu USA skapti tey bestu korini fyri menniskjansligum skapanarevnum – og hví USA til í dag hevur heystað tær mongu fruktirnar av hesum skapanarevnum, sigur Richard Florida.
Eftir annan veraldarbardaga økti stjórnin í USA fíggjarliga stuðulin til gransking á hægru lærustovnunum í landinum rættiliga nógv. Og stuðulin til framhaldandi útbúgvingar varð settur upp – serliga ígjøgnum sokallaða GI Bill, sum hjálpti hermonnum til at fáa útbúgvingar á hægri háskúlum. Í privata sektorinum var framkoman av venture kapitalismu – tvs. áræði til at fíggja nýtt virksemi og nýggj hugskot á byrjunarstøðinum – nýggir møguleikar at avseta og forvinna pening við hugskotum – og fyri at lata tey dugnaligu, evnaríku og nýghugsandi fólkini koma í arbeiði. Henda sameiningin hevur víst seg at vera serstakliga fruktabar, ger Richard Florida vart við. Hann sigur, at um røðin av amerikanskum hightech fyritøkum, sum hava sína rót í høgt virda MIT – Massachusetts Institute of Technology – vóru eitt sjálvstøðugt land, hevði hetta landið haft 24. hægsta bruttotjóðarúrtøkuna í heiminum.
“Seinast, men avgjørt ikki minst, hevur USA tikið skapandi føringina í heiminum, tí vit eru eitt opið og fjølbroytt samfelag. Innflytarar hava altíð leitað sær veg hendavegin, og hava skapt framgongd í Amerika. Næstan 30 prosent av øllum fyritøkum í Silicon Valley í 1980’unum og 1990’unum vórðu stovnaðar av fólki fødd uttanfyri USA. Okkara talufrælsi hevur harumframt loyvt nýggjum mátum at útrykkja seg uppá og nýggjari list – frá rock tónleiki til óbundin bókaforløg, til talgildar miðlar – og tað hevur givið teimum tøkniliga skapandi og listafólki møguleikan fyri at blanda seg hvørt um annað. Úrslitið er einastandandi. Úr USA kemur í dag ein viðvarandi streymur av øllum sløgum av menniskjansligari skapan,” sigur Richard Florida.
Amerikanska garasjan besti pallurin fyri nýskapan
Amerikanarar vóru fyrstir at byggja eina rakett, sum kundi flúgva til mánan. Tað vóru vanligir amerikanarar, sum uppfunnu rock tónleikin, hiphop, jazz og blues. Tað vóru amerikanskir menn og kvinnur, sum sótu heima í garasjum sínum, í íbúðum ella húsum sínum, á barrum ella á hægri háskúlum, sum uppfunnu alt frá vaccinum móti polio og tyfus til Cola. Tey havi givið heiminum teldur, skateboards, gummiskógvar, flogfør, pizza, telefonir, bypass skurðar og diskotek. Fyri ikki at tosa um aircondition, snarlás, jukeboksir, termokannur, skúmsløkkjarar, offset prent, breyðristarar, litfilm, krossorðagátur, køliskáp, blóðtransfusiónir, vaskimaskinur, íspinnar, djúpfrost, gjaldskort, respiratorar, videotól, flogternur, vitaminbollar, bilar, roknimaskinur og tampongir.
Ella sum Richard Florida sigur tað: “Vit hava nógv at takka tí amerikansku garasjuni fyri. Heilt nógvar av teimum stóru broytingunum í hesum landi eru byrjaðar í eini garasju eitt ella annað stað – garasju bands, garasju filmskaparar, garasju “start up companies”. Har er tað byrjað – millum ung fólk, sum fingu rættiliga góð hugskot.”
Sambært tann skjótt tosandi professaran hevur tann skapandi stættin grundfest USA í stóran mun seinastu árini. Frá einum ídnaðarsamfelag til eitt skapandi samfelag grundað á vitan. Ein broyting, sum er líka so stór – ella størri – enn menningin frá landbúnaðarsamfelag til ídnaðarsamfelag, sigur hann.
Vit, skil og skapanarevni byggja nýggja samfelagið
”Tað hevur verið – og er – eitt enn størri skifti. Ikki bara arbeiða, búgva og liva vit øðrvísi, ikki bara brúka vit frítíð okkara á ein nýggjan hátt, ikki bara er familjubygnaðurin aftur broyttur. Vit hava eisini førkað okkum inn í ein nýggjan búskap, sum er grundaður á vitan, skil og skapanarevni, sum brýtur ígjøgnum avmarkingarnar í tí materiella – fysiska – samfelagnum.” sigur Richard Florida.
Í nýggjari tíð er talið av amerikanarum, sum liva av teirra skapanarevnum eksploderað. Skapandi stættin er í dag umleið gott 30 prosent av allari arbeiðsmegini. Í 1900 var tað 10 prosent – og so seint sum í 1980 var tað 20 prosent.
”Styrkin hjá Amerika er, at vit eru ein tjóð av skapandi menniskjum. Tað eru vit blivin, serliga tí vit í árunum eftir 1945 gjørdu málrættaðar íløgur í útbúgving og gransking, í vísindalig, tøknilig, listarlig og mentanarlig skapanarevni – og tí at vit tíðliga gjørdust eitt opið samfelag. USA er og hevur verið eitt samfelag av innflytarum, men vit fóru tíðliga í søgu okkara longur enn tað. Vit bundu okkum til at vera opin, til at geva fólki tjansin at koma til okkara at gera ein mun. Tí eru fólk altíð streymað til Amerika. Og tey hava havt vitan og hugskot – ikki maskinur – við sær í viðførinum. Tað er, sum pápi mín, sum var soldátur í Evropa undir øðrum veraldarbardaga, altíð segði: Tá kríggið var av, vóru russararnir áhugaðir í maskinum og amerikanarar í menniskjum. Russararnir tóku materiel við sær heim, meðan vit vildu fegin hava so nógv vísindafólk, verkfrøðingar og listafólk sum yvirhøvur gjørligt til at flyta til USA eftir kríggið. Tað hevur gjørt ein ómetaliga stóran mun.”
At so bankar og spekulantar í dag í USA hava verið í so “skapandi” og hava søplað ríkidømi burtur og kollrent samfelagið er ein heilt onnur søga. Tað tekur einki frá tí grundarleggjandi virðinum, sum liggur í øllum uppfinningunum hjá amerikanarunum til gagns fyri mannaættina.
Fjølbroytni, opinleiki og tolsemi skapa búskaparligan vøkstur
Fyri at skjalprógva sínar teoriir um skapandi stættina og fyri at royna at skilgreina, hvat ein býur ella eitt landaøki kann gera fyri at hála til sín skapandi arbeiðsmegi, hevur Richard Florida kannað lívið í 50 amerikanskum býum, bæði minni lokal samfeløg og teir heilt stóru milliónbýirnar.
”Niðurstøðan hjá mær var – og er – at býir og landaøki við stórum menniskjansligum fjølbroytni, býir og øki, har tolsemi ræður – og sum eru opin, framelska skapanarevni og harvið búskaparligan vøkstur,” sigur Richard Florida.
Øll menniskju – hvør einasti av okkum – eru skapandi. Og skapanarevni eru tað, sum øll hava til felags – tað gongur tvørturum rasu, kyn, etniskan uppruna, kynsligan tokka, lívsstíl, útbúgving, aldur og familjuviðurskifti. Lykilin til at fáa vælferð er at vinda ta skapandi orkuna burtur úr øllum menniskjum.
(7. mars 2009)