Túsund takk fyri stuðulin

Takkarrøða til stuðlar eftir Elina Brimheim Heinesen
Hildin í TUTL-handlinum 17. dec. 2023

“EITT DÝPI AV DÝRARI TÍД er heitið á einum av best umtóktu løgunum á NALJA útgávuni, sum eg og Kári Jacobsen góvu út í 1988. Eg gjørdi sangin, og pápi mín, rithøvundurin Jens Pauli Heinesen, skrivaði orðini. Hann var bara 21 ára gamal, tá hann skrivaði yrkingina, beint eftir at unnusta hansara, sum hann hevði verið saman við í tvey ár og var ringforlovaður við, rýmdi við einum av hansara bestu vinum. So hann setti seg niður at skriva – helst fyri at ugga seg sjálvan, tí yrkingin snýr seg nettupp ikki um ólukkuligan kærleika, men um hvussu dýrabært lívið er, hóast mótgongd. Stutt sagt um vón.

Sangurin var fyrstu ferð at hoyra í síni symfonisku útgávu í einum heimildarfilmi hjá Gullu Øregaard um pápa mín, Jens Paula Heinesen, ið var vístur í føroyska sjónvarpinum í 2002 sum ein heiður til pápa, tá hann fylti 70. Tað var eisini Gulla sum skaffaði fíggingina til innspælingina í Prag í Tjekkínum við City of Prague Philharmonic Orchestra undir leiðslu av dirigentinum Mario Klemens. Eg var sangsolistur og Tórshavnar Manskór sang kórrøddirnar undir leiðslu av Bjarna Restorff. Danska filmstónaskaldið Søren Hyldgaard, sáli, setti sangin út fyri symfoniorkestur og manskór.

18 ár seinni – í 2020, meðan korona gjørdi um seg og alt felagslív í landinum var mestsum deytt, vóru nógvir tónleikarar noyddir til bara at sita heima eins og øll onnur. Fyri at undirhalda seg sjálvar og onnur fóru fleiri av teimum at bjóða framførslur á netinum – eisini eg. Millum aðrar sangir hevði eg eina live framførslu av einum lag, sum eg hevði skrivað til eina aðra yrking hjá pápa mínum, rópt Sóleyan.

Eg deildi framførsluna á sosialum miðlum, og bilsin var eg, tá eg varnaðist, at upptøkan fekk bein at ganga á í Føroyum. Eftir bara tveir dagar høvdu fleiri túsund fólk sæð framførsluna og nógv viðmerktu, at teimum dámdi lagið sera væl.

Millum teirra var Høgni Rasmussen, sum spurdi meg, hví eg ikki verksetti eina hópfíggingarverkætlan við tí fyri eyga at fáa fígging, so eg kundi spæla lagið inn í einum professionellum upptøkuhøli. Og ikki bara tað – hví ikki gera eina symfoniska upptøku av lagnum, spurdi hann – eins og við sanginum Eitt dýpi av dýrari tíð, sum varð innspældur næstan 20 ár áðrenn við symfoniorkestri?

Íblást av øllum hesum jaligu viðmerkingunum fekk eg hugskotið, at eg vildi heiðra pápa mín, rithøvundin Jens Paula Heinesen, sum fór at fylla 90 ár tvey ár seinni, 12. november 2022. Eg droymdi um at skipa fyri eini stórari heiðurskonsert fyri pápa á føðingardegi hansara saman við Føroya Symfoniorkestri og einum kóri og eisini geva fleiri løg út, sum eg skuldi gera til yrkingar hjá pápa mínum.

Men fyri at kunna gera tað, hevði eg brúk fyri pengum – einari rúgvu av pengum. Eg vildi fyrst vita, um tað var gjørligt at fáa fígging til at innspæla bara eitt einstakt lag – lagið Sóleyan, tann sangin sum so nógv fólk høvdu lurtað eftir á facebook. Eftir ráðunum frá Høgna Rasmussen verksetti eg so eina hópfíggingarverkætlan á nýliga stovnsettu síðuni – hopfigging.fo.

Hetta var tann fyrsta hópfíggingarverkætlanin av sínum slag fyri eina tónleikaverkætlan á hesi nýggju hópfíggingarheimasíðuni, so eg ánaði ikki, hvussu hon fór at vera móttikin. Men hon
gekk tíbetur væl. Væl betur enn væntað. Uppá seks dagar hevði eg fingið meira enn fullu uppæddina, eg søkti um. Og tá hópfíggingartíðarskeiðið var av, hevði eg fingið verkætlanina 136 % fíggjaða. So nú var bara at finna onkran, sum kundi hjálpa mær at seta tónleikin út fyri symfoniorkestur.

Eg fann fram til fleiri, sum bjóðaðu seg fram til slíkar uppgávur, har ímillum frálíka italska tónaskaldið og útsetaran Enzo De Rosa, sum eg setti meg í samband við eftir at hava hoyrt tónleik, sum hann hevði sett út fyri onnur fólk. Eg var beinanvegin sannførd um, at hann var rætti maðurin til uppgávuna. Enzo hoyrdi ta einføldu útgávuna hjá mær av lagnum Sóleyan og játtaði beinanvegin, at hann fegin vildi hjálpa mær at seta lagið út fyri symfoniorkestur. Tað skuldi vísa seg, at hann skuffaði ikki.

Sóleyan var givin út sum staklag og sum sjónbandalag tann dagin pápi fylti 89 ár – 12. november 2021 – bæði í eini føroyskari og eini enskari útgávu, innspælt við somu manning sum “Eitt dýpi av dýrari tíð” – tvs. saman við City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri – og mær sum sangsolisti.

Lagið fekk góða móttøku, sum fekk Enzo til at spyrja meg, um eg ikki hevði gjørt fleiri løg til yrkingar hjá pápa, sum vit kundu samstarva víðari um. Hetta gav mær dirvi til at halda fram og uppá stutta tíð hevði eg gjørt fýra nýggj løg til yrkingar hjá pápa, sum Enzo fór undir at gera symfoniskar útsetingar til.

Men fyrst máttu vit tryggja okkum fígging, soleiðis at eisini hesi løgini kundu innspælast við symfoniorkestri. So eg gjørdi av at verkseta eina hópfíggingarverkætlan aftrat og vónaði bara, at henda nýggja hópfíggingin fór at hjálpa mær at koma á mál við at innspæla løgini og – ikki minst – at frumframføra løgini til eina heiðurskonsert í Norðurlandahúsinum við Føroya Symfoniorkestri á 90 ára føðingardegnum hjá pápa.

Hesa ferð gekk tíbetur eisini væl. Tá tíðarskeiðið endaði hevði eg 175 % av upphæddini, eg søkti um. Hetta var ein risa hjálp. Men tó ikki nóg mikið til at fíggja alla verkætlanina, so eg søkti eisini aðrar vegir – grunnar, stovnar, kommunur og fyritøkur. Við hesum stuðlum aftrat + einum stórum parti av míni egnu uppsparing, eydnaðist tað mær endiliga at savna nóg mikið av pengum saman.

So eg fór undir at skipa fyri stóru heiðurskonsertini. Eg var ómetaliga glað og errin, tá heiðurskonsertin endiliga gjørdist veruleiki. Tiltakið fór fram í Norðurlandahúsinum í Havnini fyri fullum húsum – tvs. umleið 450 fólkum – 12. november 2022 á 90 ára føðingardegnum hjá pápa, har eg kundi framføra teir seks sangirnar, eg hevði gjørt til yrkingarnar hjá pápa, saman við Føroya Symfoniorkestri og teimum báðum kórunum Tarira og Tórshavnar Manskóri – og við mær sjálvari sum sangsolisti. Enzo de Rose kom heilt úr Montreal í Kanada, har hann býr til dagligt, at spæla flygil á konsertini. Umframt tónleikin vóru eisini fleiri samrøður við ymisk fólk um pápa mín og upplestur burtur úr skaldskapi hansara millum tónleikaframførslurnar.

Tá heiðurskonsertin var liðug, reistu allir áhoyrarnir í salinum seg upp – og allir luttakararnir á pallinum fingu standandi lógvabrestir frá áhoyrarunum. Eg var so ómetaliga rørd og kundi ikki verið meira nøgd.

Kringvarp Føroya tók alt tiltakið upp á sjónband. Og á páskum árið eftir var heiðurskonsertin fyri Jens Paula Heinesen send í sjónvarpinum í tveimum pørtum.

Harumframt fekk eg eisini innspælt tey fýra løgini aftrat við tjekkiska tjóðarsymfoniorkestrinum. Innspælingarnar vóru gjørdar í Prag í Tjekkínum við tjekkiska tjóðarsymfoniorkestrinum – the Czeck National Symhony Orchestra við hjálp frá dugnaliga framleiðaranum Lauru Lungu, og í høllini Hátúni á Musikkskúlanum í Havn við kórinum Tariru, meðan eg sang mín part inn í privatum upptøkuhølum. Enzo bað eisini meg um at týða tekstirnar til enskt, soleiðis at eisini onnur enn føroyingar, kundu fáa gleði av yrkingunum hjá pápa. Tað gjørdi eg – í sangbærum líki – so sangirnir eru eisini innsungnir á enskum.

Upprunaliga ætlanin var, at útgávan við øllum seks løgunum – seks løg á føroyskum á A-síðuni og somu seks løgum á enskum á B-síðuni – skuldi koma út bæði sum fløga og LP sama dag, sum heiðurskonsertin var – altso 12. November 2022. Men so varð ikki.

Tað tók nógv longri tíð, enn eg hevði væntað – fyri at vera neyv: næstan eitt heilt ár longri – at fáa tónablandið av tónleikinum uppá pláss. So eg gjørdi av at útseta útgávuna til 91 ára føðingardagin hjá pápa, 12. november 2023, men… orsaka av seinkingum í endaligu grafisku framleiðsluni, bleiv tað so ikki fyrr enn 1. desember í ár, at útgávan kom út.

Tað er ein risastórur lætti ENDILIGA at vera liðug við verkið – og eg eri sera fegin um og stolt av útgávuni. Eg eri so ómetaliga takksom fyri øll tey, sum hava hjálpt mær at koma á mál, og vil fegin bera teimum eina inniliga tøkk. Eingin nevndur, eingin gloymdur. Eg vóni, at móttøkan verður góð.

Takk fyri, at tit lurtaðu. 🙂

Permanent link to this article: https://heinesen.info/wp/blog/2023/12/17/tusund-takk-fyri-studulin/