Stríðið millum Ísrael og Hamas vekir nógvar kenslur í fólki og hevur á mangan hátt loypt split millum føroyingar, sum hava ymiskar meiningar um tað, sum hendir niðri í Gaza-geiranum í løtuni. Í kjakunum á netinum tykjast fólk at vilja grava seg niður í skotgravir og at skjóta kompromisleyst eftir hvørjum øðrum. Ósemjan er sum eitt lítið lokalt frávarp av harða og – at síggja til – óloysiliga knútinum í Miðeystri.
Lat meg siga tað beinanvegin: Eg eri ikki ímóti rættinum hjá jødum til sítt egna land. Eftir alt tað ræðuliga, sum jødiska fólkið hevur verið fyri gjøgnum øldir av forfylging og fólkamorði, unni eg jødum at finna friðskjól í egnum landi. Eg fordømi atgerðina hjá Hamas 7. oktober 2023 og haldi, tað var ræðuligt, sum hendi tann dagin. Eg taki hjartaliga synd í offrunum fyri hesa ræðuligu atsókn, og í familjunum og vinunum hjá teimum, ið mistu – ella sum ikki vita, um teirra familjulimir ella vinir er á lívi ella ikki. Eg eri 100% ímóti, at ósekir ísraelar verða tiknir gíslar, píndir og dripnir. Eg haldi, tað er ræðuligt, at ísraelar hvønn dag mugu liva við hóttanini um at vera raktir av rakettum hjá Hamas ella Hizbollah. So er tað staðfest.
Samstundis eri eg noydd at siga, at eg eisini taki hjartaliga synd í palestinum. Eingin kann longur síggja burtur frá, at umstøðurnar hjá palestinum í Gaza og á Vestara Áarbakka hava verið ótolandi nú í meir enn 70 ár undir ísraelskari herseting og apartheid-stýri. Eg haldi, tað er ræðuligt, at so nógvir palestinar eru riknir úr heimum sínum og gjørdir til flóttar, at jørð og ognir teirra eru – og enn verða – tiknar frá teimum, at teir verða tiknir til fanga, píndir og/ella dripnir, um teir gera mótstøðu, um teir ikki eru náddir at flýggja áðrenn. Og at palestinar í Gaza geiranum – har av meir enn tveir triðingar eru sakleysar kvinnur og børn – støðugt verða raktir av ísraelskum rakettum, ella skotnir av ísraelskum snigskjúttum, hóast palestinar hava gjørt eftir ísraelskum boðum og eru flýddir har, sum teir hava fingið at vita, at teir skuldu flýggja. Men tað er opinberiliga bara úr øskuni í eldin. Tey, sum ikki eru bumbað ella skotin til deyðis, verða noktað at fáa neyðhjálp og mat, og mugu síggja børn síni doyggja í hungri.
Hetta kann ikki blíva við. Sakleys fólk hava ikki uppiborið at uppliva slíkar ræðuleikar. Hvørki jødar ella palestinar.
Eitt illa umtókt sjónarmið
Tað ber væl til at taka frástøðu frá Hamas og teirra ekstremu islamisku ideologi, og so samstundis at halda, at palestinar – eins og ísraelar – sjálvsagt eru menniskju upp á gott og ónt, ið eisini eiga at hava tilverurætt, har sum teir og forfedrar teirra hava livað líka so leingi, sum jødar hava livað í økinum.
Men hetta er eitt sjónarmið, sum verður illa sætt í Føroyum. Her ber opinberiliga illa til at síggja palestinar sum menniskju, ið eins og jødar hava rætt til sítt egna land. Ikki uttan at vera ákærdur fyri at vera „antisemittur“. Her ber næstan ikki til at siga nakað, sum setir palestinar í eitt menniskjansligt ljós, uttan at tað verður tulkað sum, at ein hatar jødar og er ímóti rættinum hjá jødum til sítt egna land.
Men sjálvsagt er tað nakað tvætl. Tað er ikki antin-ella. Tað eigur at bera til at vera fyri friði, uttan at vera settur í bás sum jødahatari. Sjálv haldi eg greitt við teimum, sum vilja frið – antin tey eru jødar ella palestinar – og eri ímóti teimum, sum vilja kríggj – tað verið seg ísraelum ella palestinum. Eg ynski heilt einfalt bara, at ísraelar og palestinar finna út av at liva í sátt og semju uttan at kríggjast móti hvørjum øðrum. Eg veit, at tað er lættari sagt enn gjørt, men tað ber ikki til annað. Kalla meg bara naiva, men hvussu naivur skal man vera fyri at halda, at kríggj kann loysa nakra ósemju?
Øll børn eru ósek og hava rætt til eina tilveru, har tey ikki eiga at skula liva við óttanum um at fáa eina rakett í høvdið. Øll hava rætt til at liva trygt í egnum landi, bæði ísraelar og palestinar. Tað vil eg halda fast í líkamikið, hvør orsøkin er til spentu støðuna. Einki kann verja, at sakleys lív verða týnd. Og sannleikin er, at nógv, nógv tey flestu offrini í hesum stríðnum eru sakleys, verjuleys børn. Tað er undir ongum umstøðum í lagi, at ósek menniskju verða rakt so meint.
Hvussu høgur skal prísurin vera fyri eitt land?
Fyri meg snýr trupulleikin seg ikki um, hvørt jødar ella palestinar hava rætt til sítt egna land ella ikki. Tað haldi eg, at báðir partar hava, og tað unni eg teimum væl, sum sagt. MEN… mark má vera fyri til hvønn prís! Um prísurin er, at annar parturin – eitt heilt fólk – skal útruddast, tvingsilsflytast ella liva í neyð og elendigheit, fyri at hin parturin skal hava “lebensraum”, so er prísurin ov høgur.
Jødar og palestinar livdu í friði síð um síð í øldir, so vit vita, at tað ber til. Men so tók zionistarrørslan seg upp í seinnu helvt av 19. øld, sum úrslit av altjóða nationalistiska rákinum, ið ráddi tá. Zionistarnir førdu fram, at jødar høvdu rætt til “tað lovaða landið” – “Der Judenstaat”. Fyri 2.000 árum síðani og longur aftur var landaøkið, har sum Ísrael er nú, jødanna land. Eftir at jødar mistu landið fyri 2.000 árum síðani og hava verið spjaddir kring heimin øll hesi árini fram til okkara tíð, vildu zionistarnir nú, at jødar skuldu hava sítt egna land aftur á sama stað, sum skuldi vera friðskjól fyri forfylgdar jødar kring allan heim. Hetta førdi til, at jødar tey næstu mongu árini fram til og serliga eftir Annan Veraldarbardaga fluttu í hópatali til økið, sum tá var rópt Palestina.
Innrásin møtti sjálvsagt mótstøðu frá palestinum, ið búðu har frammanundan, men mótstøðan var til fanýtis. Fátækir bøndur formáddu sær lítið í mun til ofta ríku og vælútbúnu jødarnar, sum nú streymaðu í hópatali úr øllum herðashornum til Palestina. Maktfull lond sum USA og Stórabretland sameindu seg við zionistarnar, tí tey sjálvi ikki vildu hava eina innrás av jødiskum flóttum, sum í stórum tali flýddu úr krígsherjaða og sundurbumbaða Evropa, so við stuðli og hjálp frá hesum londum vóru lunnar lagdir undir statin Ísrael, sum bleiv stovnaður beint eftir kríggið í 1948. USA var fyrsta landið, sum beinanvegin viðurkendi nýggja statin.
Stovnsetingin av ísraelska statinum í 1948 førdi til kríggj millum ísraelar á einu síðuni og á hinu síðuni palestinar og arabisku londini kring Ísrael, sum palestinar nú í hópatali máttu flýggja til. Hetta gjørdist tann størsta flóttafólkakreppan, heimurin nakrantíð hevði upplivað inntil tá. Upp móti 80 prosentum av teimum palestinum, sum høvdu búð í tí økinum, sum gjørdist staturin Ísrael, mistu teirra jørð og ognir og máttu flýggja. Palestinar hava síðani rópt teirra kollektiva trauma – útraksturin av palestinska fólkinum – fyri “al Nakba”, sum merkir “vanlukkan”. Eingin ivi er um, at palestinar hava goldið nógv tann hægsta prísin fyri, at jødar skuldu fáa sítt egna land.
From the River to the Sea
Óteljandi ósemjur, rakettálop, sjálvmordðsbumbur og afturvendandi kríggj millum jødar og palestinar og arabisku londini í Miðeystri spurdust burturúr stovnsetingini av Ísrael – og eru hildin fram líka til dagin í dag, har zionistar enn føra fram, at jødar eiga ikki bara rætt til landaøkið har, sum núverandi Ísrael er, men eisini til Gaza og Vestara Áarbakka, umframt til partar av Jordan, Libanon og Sýria. Teir ætla opinberiliga ikki at gevast, fyrr enn allir palestinar eru riknir úr hesum økjum, so jødar kunnu yvirtaka alt landið.
Hin vegin hevur Hamas kunngjørt, at teir ætla heldur ikki at gevast við síni mótstøðu, fyrr enn allir jødar er riknir úr Palestina, so palestinar aftur kunnu ráða í landinum “from the river to the sea”.
Higartil hevur Ísrael verið við yvirlutan við hjálp frá Vesturheiminum. Ekspansiónshugurin hjá zionistunum hevur eyðsæð rakt palestinar sera hart, hóast zionistarnir halda uppá, at jødar eru tey veruligu offrini her, sum tí hava „rætt“ til at burturvísa palestinar, tí sambært teimum hevur Gud jú givið teimum “lovaða landið”.
Men harvið gera ísraelar tað sama móti palestinum, sum jødar sjálvir upplivdu varð gjørt móti teimum – nevniliga at verða riknir burtur úr heimlandi sínum, so teir máttu flýggja til onnur lond, har teir ofta vóru illa sæddir, og tí í fleiri førum vóru riknir út aftur ella myrdir í hópatali.
At ísraelar nú gera tað sama móti einum øðrum fólki er paradoksalt. Tíverri hevur tað ikki gjørt støðuna hjá nøkrum parti tryggari, men bara úrslitað í, at hatrið millum palestinar og jødar er støðugt vaksið, meðan tey víðgongdu á báðum síðum bara eru vorðin enn meira víðgongd, soleðis at vandin fyri afturvendandi kríggjum bara er øktur við tíðini. Hetta ger tilveruna hjá øllum í Miðeystri ótolandi – eisini hjá ísraelum sjálvum.
Hvat um Føroyar vóru hertiknar?
Hóast eg á ongan hátt taki undir við ekstremismu – hvørki á palestinskari ella ísraelskari síðu – so er ikki torført at skilja, hví hon finst. Latið okkum taka eitt hugsað dømi fyri at seta okkum eitt sindur betur inn í, hví støðan er vorðin so vónleys:
Latið okkum siga, at Írland nú var fyri stórari kreppu, sum tvingaði ein stóran part av írum at flýggja úr Írlandi. Hvat um írar nú funnu uppá, at tað var teirra “rættur” til at seta búgv her á oyggjunum, tí fyri um 1.400-1.500 árum síðani, áðrenn víkingarnir komu til Føroya, vóru tað írar, sum fyrst búðu í Føroyum? Hvussu høvdu vit havt tað, um írskir flóttar – við samtykki frá teim stóru ráðandi londunum í heiminum – knappliga gjørdu av at gera innrás í Føroyum í hópatali og at herseta oyggjar okkara við tí grundgeving, at írar jú búðu á klettum okkara fyrst? Hvussu høvdu vit havt tað, um írarnir, tá teir so vóru nóg nógvir, stovnaðu teirra egna stat her – við vælsignilsi frá heimssamfelagnum – og góvu seg til at reka okkum føroyingar út úr okkara egnu heimum fyri sjálvir at yvirtaka jørð okkara og alt, sum vit áttu? Hvussu høvdu vit havt tað við, at foreldur, systkin og børn okkara vóru lamløstað ella dripin frá hond, um vit gjørdu mótstøðu? Høvdu vit funnið okkum í tí og bara rýmt? Hvussu høvdu vit havt tað, um mestsum alt heimssamfelagið lat hurðarnar aftur fyri okkum og hvørki vildi eiga ella hava okkum? Hvar skuldu vit farið?
Tíverri sær út til, at tað er júst hetta, sum hendir í Gaza og á Vestara Áarbakka – at palestinar verða riknir frá húsi og heimi, óvælkomnir mestsum øll støðini, teir flýggja til, uttan møguleika fyri at venda aftur til heim síni, so jødar, har av teir flestu ikki hava búð í økinum, men hava búð í øðrum londum í eini 40-45 ættarlið, kunnu yvirtaka ta jørð og tær ognir, sum palestinar hava átt líka so leingi.
Gordiski knúturin
Hvør munur er í veruleikanum á tí, sum Ísrael ger nú, og so tí, sum nazistarnir gjørdu, tá teir hertóku londini kring Týskland undir Øðrum Veraldarbardaga, tóku alt frá jødunum í Týsklandi og í hertiknu londunum og fluttu teir í avbyrgdar ghettoir og konsentratiónslegur, fyri at enda at gassa 6 mió. jødar til deyðis við grundgevingini, at týska fólkið hevði rætt til “lebensraum”?
Nú hendir nakað líknandi í Miðeystri – ikki bara sambært palestinum ella Hamas, men eisini sambært ísraelum sjálvum, sum sagt. Zionistar í Ísrael spræna túsundavís av ítøkiligum prógvum út á netið, sum vísa oyðileggingina, og siga heilt opið, at tað, sum tey vilja við Gaza, er at javna alt Gaza við jørðina, so teir sjálvir kunnu yvirtaka Gaza og seta búgv har. Gera palestinar mótstøðu, verða teir dripnir og bumbaðir í sor uttan fyrilit fyri, um talan er um sakleysar kvinnur og børn, og uttan møguleika fyri at flýggja úr Gaza. 2,3 mió. palestinar eru innibyrgdir í einum lítlum øki, har teir onga neyðhjálp fáa, og eru fangaðir í eini fellu, teir ikki sleppa úr.
Fyri meg er trupulleikin fyrst og fremst tey, sum vilja – í frægasta føri – burturvísa og – í ringasta føri – drepa eitt heilt fólk fyri at taka land teirra, hóast tey og forfedrar teirra hava livað har í fleiri túsund ár.
Hamas er ikki frægari, tí Hamas vil hava eitt jødafrítt Palestina. Tað sama vilja zionistarnir, bara við umvendum fortekni – tvs. eitt Ísrael uttan palestinar. Hvørgin parturin vikar seg og ger heldur ikki nakað fyri at krógva tað, teir vilja. Tvørturímóti reypa teir sær av tí. Framstandandi ísraelskir politikkarar siga hetta ósmædnir í ísraelskum miðlum og frá tingsins røðarapalli í Knesset, meðan Hamas lovar at knúsa Ísrael og noktar kategoriskt at samráðast við ísraelar.
Har liggur gordiski knúturin. Tey moderatu á báðum síðum, sum vilja frið og neyðsemju, eru koyrd út á eitt síðuspor av teimum víðgongdu, sum hava valdið, og sum bara vilja eskalera konfliktina við ræðumyndum og ómenniskjansliggerð av mótpartinum. So spurningurin er nú: Hvussu kunnu partarnir koma burtur úr óndu ringrásini – ella ónda snyrilinum, sum einans førir til meira eitrandi hatur millum partarnar og fleiri vanlukkulig kríggj?
Tey sakleysu gjalda prísin fyri tey víðgongdu
Higartil hevur Ísrael havt størri “eydnu” við at taka land frá palestinum. Mótmæla palestinar verða tey blakað í fongsul og pínd ella dripin. Tá umheimurin hevst at og mótmælir harðligu framferðini hjá jødiskum búsetarum og hjá ísraelska herinum mótvegis palestinum, verður hetta ofta bara skýrt at vera “lygn” og “propaganda” hjá Hamas.
Men veruleikin er, at zionistar sjálvir ernir vísa fram upptøkur og prógv um teirra viðferð av palestinum. Óteljandi vitni hava dokumenterað, hvat fer fram – m.a. hermenn í ísraelska herinum, sum antin eru farnir úr herinum av samvitskuávum, tí teir nokta at luttaka í ómenniskjansligu viðferðini av palestinum, ella hermenn, sum beinleiðis eru stoltir av, jú verri teir sjálvir fara við palestinum, sum í teirra eygum eru minni verdir enn rottur. Hesar upptøkur liggja frítt frammi á netinum. Óheftar keldur hava eisini dyggiliga prógvað, hvat fer fram í Gaza – t.d. Sameindu Tjóðir, Reyði Hálvmáni (Reyði Krossur), Læknar Uttan Mørk, Amnesty International, óteljandi journalistar, har av nógvir hava mist lívið í krígnum, umframt ísraelar sjálvir, tí, sum sagt, zionistar krógva tað á ongan hátt. Tvørturímóti.
Tað kann væl vera, at Hamas brúkar hesi prógvini í síni ‘propaganda’ fyri at fáa útheimin til at venda sær móti Ísrael, men tað er líkamikið. Tað ber ikki til longur at nokta, hvat fer fram. Har eru ov nógv prógv, sum ikki ber til at afturvísa. Eg kann ikki verja tað, sum Hamas hevur gjørt og ger enn í Gaza, men eg kann heldur ikki verja tað, sum zionistiska stjórnin í Ísrael, jødiskir búsetar og ísraelski herurin ger í løtuni. Tað merkir IKKI, at eg á nakran hátt taki undir við Hamas og teirra dagsskrá. Tað ger meginparturin av palestinum heldur ikki, hóast alt. Tí er tað ikki rímiligt, at allir palestinar skulu revsast fyri, hvat Hamas heldur og ger.
Allir jødar eru heldur ikki zionistar. Tí er tað heldur ikki rímiligt, at allir jødar skulu revsast fyri, hvat ráðandi zionistarnir í Ísrael halda og gera. Tað finnast milliónir av jødum, bæði í Ísrael og kring allan heim, sum mótmæla óneyðuga harðligu framferðini hjá zionistunum, sum jødar sjálvir kalla eitt “tilvitað útint fólkamorð”.
Ísrael, eitt demokrati – fyri jødar
Men kortini lata flestir vesturlendingar eyguni aftur fyri tí, sum fer fram í Gaza og á Vestara Áarbakka. Eg skilji ikki líkasæluna við teim mongu óseku offrunum í hesum sokallaða “kríggi”, sum í veruleikanum ikki kann rópast eitt “kríggj”, tí har eru jú eingin samanbering ímillum, hvussu sterkir partarnir eru. Ísrael er jú fullkomiliga við yvirlutan, tá tað kemur til militera styrki. Pr. 22 oktober 2024 vóru yvir 44.000 fólk dripin í stríðnum millum Ísrael og Hamas síðani 7. oktober 2023 sbrt S.T. – har av 42.718 palestinar (tey flestu kvinnur og børn) og 1.706 ísraelar. Har eru ongar proportiónir.
Men vesturheimurin tykist leggja líka í hesa ójavnvág, tí í vesturlendskum eygum er tað meira synd í ísraelum, enn tað er synd í palestinum. Tað er Hamas, sum við vilja hevur kallað hetta helviti niður yvir palestinar, tí Hamas hevur áhuga í, at so nógvir palestinar sum gjørligt doyggja martyr-deyðan, verður sagt. Harðliga framferðin hjá ísraelum mótvegis palestinum verður tí told, hóast ein og hvør við eygum í høvdinum og eitt sindur av skili má duga at síggja, at líkamikið hvat Hamas ger ella hevur skyldina í ella ei, kann hetta ikki forsvara, at Ísrael fremur fólkamorð.
Hvussu kunnu fólk blint góðtaka, at bara annar parturin í hesum stríðnum hevur „rætt“ til at drepa mótpartin – eisini hóast tað gongur út yvir sakleysar kvinnur og børn, ið ongan lut eiga í, at tað er komið so vítt millum partarnar, og bara tí at londini kring Ísrael kanska kunnu hugsast at vera enn verri?
Ísrael verður framhevjað sum „demokratisins ljós“ í Miðeystri. Ja, fyri jødar kanska, men hvar er tað „demokratiska“ í, at palestinska fólkið á Vestara Áarbakka og í Gaza geiranum hava noyðst at liva upp á náði hjá ísraelum nú í 76 ár undir ísraelskari herseting og apartheid stýri, avbyrgd í ghetto‘um, har tey lítil og eingin rættindi hava – og nú enntá mugu tola at síggja familjulimir og vinir verða lamløstað ella dripin og heim síni bumbað sundur og saman. Hvar er tað „demokratiska“ í, at milliónir av palestinum eru riknir frá húsi og heimi uttan at hava nakrastaðni at fara, so jødiskir búsetar kundu yvirtaka ognir og jørð teirra?
Ein zionistisk “endlösung”
Eg skilji óttan hjá ísraelum fyri, at hevndin rakar teir, men eg skilji ikki, at fólk ókritiskt kunnu góðtaka umberingina, at alt, Ísrael hevur gjørt, er bara í „sjálvverju móti terroristum“. Ísrael verður jú rakt av rakettálopum úr økjum, har palestinar halda til, og má verja seg, verður sagt. Jú, tað er rætt. Men er tað veruliga einasta loysnin at svara aftur við nógv ógvisligari álopum, drepa tíggjutals ferðir so nógv fólk hjá mótpartinum, sum gevur palestinum enn fleiri orsøkir til at hata ísraelar, og soleiðis halda lív í óndu ringrásini, sum bara førir til meira kríggj?
Eg skilji ikki, at nakar heldur tað vera neyðugt, at túsundavís av sakleysum lívum verða týnd, tí tað – sambært zionistunum – ikki ber til at sleppa undan “collateral damage” (eyka skaða). Tað totala kríggið er sambært teimum einasta møguliga – og endaliga – loysnin, um jødar skulu varðeita Ísrael. Akkurát sum tá nazistarnir søgdu, at “die endlösung” mátti vera at drepa allar jødar, tí allir jødar – sambært teimum – vóru “óndir” og vandamiklir. Tí var tað „betri“ fyri heimin at vera hesi fólkini heilt fyriuttan. Á sama hátt, sum zionistar nú ákæra palestinar fyri at vera óndar og vandamiklar.
Men sjálvandi eru allir palestinar ikki tað. Og sjálvandi finnast aðrar loysnir enn bara at drepa palestinar frá hond! Eg kann undir ongum umstøðum góðtaka, at eitt fólk tekur sær “rætt” til at útrudda eitt annað fólk við slíkum grundgevingum, heldur ikki um tað skal eitast fyri at vera “í sjálvverju”. Nei. Eingin grundgeving kann verja eitt fólkamorð. Heldur ikki “sjálvverja”.
Partarnir mugu og skulu til samráðingarborðið
Eg skilji, hví nøkur fólk í desperatión enda við at blíva ekstremistar, men eg nokti at taka undir við ekstremu uttaru vongunum á báðum síðum og teirra demonisering av mótpartinum. Eg og milliónir af menniskjum kring allan heim orka ikki longur at hyggja at, hvussu sakleys menniskju líða undir hesum, og hvussu verjuleys børn vera sprongd í túsund petti, grivin undir húsatoftum, og dripin ella lamløstað á allar hugsandi mátar. ØLL sakleys menniskju eiga at verða vard móti teim ræðuleikum og tí týning, sum kríggj føra við sær. Hetta kríggið má enda. Nú!
Sum so mong onnur við mær, ynski eg tí so inniliga, at ein loysn verður funnin, ongantíð nóg skjótt. Tí taki eg 100% undir við øllum teimum milliónunum, sum ganga kravgongur kring allan heim og krevja “vápnahvíld nú!”. Heimsamfelagið má krevja – av báðum pørtum – at partarnir seta seg saman at finna fram til eina semju um frið, so ikki fleiri ósek lív verða týnd – hvørki á ísraelsku ella á palestinsku síðuni. Meira polarisering loysir einki og bjargar ongum lívum. Tí má heimssamfelagið so ella so gera alt fyri at fáa partarnar til samráðingarborðið. Tað má og skal finnast ein tvey-stats loysn. Tað er eingin onnur loysn, tí allar aðrar “loysnir” føra ósvikaliga til ósigiligar ræðuleikar, sum á ongan hátt eiga at kunna góðtakast av heimssamfelagnum.
Tað er mín støða. Eg havi ikki samvitsku til at hava aðra støðu.