HEINESEN.info

Grundgeving fyri fremjan av treytaleysari grundinntøkutrygd

Eftir Elina Brimheim Heinesen

Í fyrndini, tá eingin hevði ognarrætt til náttúrutilfeingið fram um nakran annan, áttu allar livandi verur alt í felag – djór og menniskju. Eingin forðaði nøkrum menniskja í at fáa sær burtur av tí, sum náttúran gav, eins og eingin forðar fuglunum í at liva av tí, teir finna sær í náttúruniFólk livdu av tí, sum var beinleiðis fyri hondini, og máttu royna at yvirliva við tí. Øll høvdu sostatt eitt gólv at standa á, sum var teirra trygd fyri yvirlivilsi. Men soleiðis er ikki meira hjá okkum menniskjum. Øll hava ikki longur fría atgongd til eitt slíkt ‘gólv’ (tvs. lívsgrundarlag) at standa á.

Landsins tilfeingið – tað verið seg jarðfeingi og sjófeingið – er enn “gólvið”, ella við øðrum orðum, lívsgrundarlagið undir okkum øllum. Tað er tað, sum alt samfelagið byggir á. Uttan tað doyggja vit í hungri. Men í dag er so gott sum alt náttúrutilfeingið ognartikið. Alt er latið í privatar hendur ella til landsins myndugleikar at umsita, tí tað jarð- og sjófeingi, sum tey privatu ikki hava fingið til ognar longu, meta myndugleikar seg at hava rættin til at ráða yvir.

Hetta merkir, at atkoman til tey virði, sum vit jú í grundini øll høvdu lut í einaferð, áðrenn tey vóru ognartikin, eru ikki longur til fría nýtslu fyri tey flestu. Summi hava fingið “rætt” til at nokta øllum øðrum atgongd til tað tilfeingið, sum var – og enn er – lívsgrundarlagið undir øllum.

Hvat er “fólksins ogn”?

Nógv hava gloymt, hvat orðingin “fólksins ogn” merkir, og hví tað eitur so. Vit hugsa ikki longur – ella í øllum førum sjáldan – um, at tað, sum (enn) ikki er á privatum hondum, eigur eingin ávísur. So í roynd og veru eiga øll tað eins og upprunaliga – á sama hátt sum vit “eiga” luftina, vit anda í okkum hvønn dag. Har av orðingin “fólksins ogn”. Men nú er so langt síðani, at mestsum alt bleiv ognartikið, at vit hava gloymt, hvussu tað var áðrenn, og duga ikki at ímynda okkum verðina øðrvísi, enn hon er í dag.

Privat fólk, sum í dag sita á einum stórum parti av náttúrutilfeinginum, siga seg at hava uppiborið at eiga hesi virði, tí tey – ella forfedrar teirra – gjørdu eitt stórt arbeiði og løgdu so nógvar íløgur í tilfeingið, at tey meta seg at hava fullan – søguligan – rætt til at eiga tað.

Men hvat merkir hetta í veruleikanum, tá ein hugsar um avleiðingarnar, sum ognartøkan hevur havt fyri øll onnur? Fyri tey, sum ongan part fingu í náttúrutilfeinginum, hevur ognartøkan merkt, at tey og eftirkomarar teirra ikki longur hava somu trygd fyri einum lívsgrundarlag, sum forfedrar teirra høvdu. Tey fingu ongantíð nakra trygd fyri, at okkurt kom ístaðin, sum var líka nógv vert sum tað, ið forfedrar teirra áður kundu byggja sína tilveru á, og sum tey nú hava mist atgongd til.

Hóast eftirkomarar teirra ognarleysu onga ávirkan sjálvi hava havt á – ella onga skuld eiga í støðuni, tey eru í – so líða tey enn undir, at forfedrarnir onkursvegna mistu atgongd til tilfeingið, til næstan einki var eftir. Tey kunnu, sum er, einki gera fyri at fáa tey rættindini aftur, sum forfedrar teirra høvdu. Ognarrætturin er jú sbrt. grundlógini friðhalgaður. Hetta er til størstan fyrimun fyri tey, sum tilvildarliga eru arvingar eftir tey, sum einaferð fingu sær tilfeingið til ognar so ella so, men sum einki sjálvi hava gjørt fyri at eiga allar hesar ognir.

Veruleikin er jú, at aloftast var eingin, sum spurdi nakran annan eftir, tá onkur upprunaliga fekk sær tilfeingið til ognar. Í nógvum førum mótmælti eingin heldur – helst tí, at so leingi nógv meira var at taka av, var ognartøka ikki tann stóri trupulleikin. Um so var, at nakar mótmælti, høvdu tey helst ongan kjans, antin tí tey t.d. vóru við undirlutan og máttu bara flyta seg fyri yvirmaktini. Ella tey lótu seg keypa til at flyta av jørðini fyri lítið og lætt uttan veruliga at vera tilvitandi um, hvørji virði, tey sleptu sær av við, og sum bant eftirkomarar teirra fyri alla framtíð. Ella tey vóru rætt og slætt dripin! Hugsa bara um upprunafólkini í Ameriku. Men nú, tá mestsum alt tilfeingið í heiminum er ognartikið, standa vit knappliga við einum trupulleika.

Nútíðarinnar trælir

Uttan so, at tey hava valt at selja burturav, sita arvingarnir hjá ognartakarunum nú á øllum hesum virðum, ið eru lívsneyðug fyri øll, uttan at hava gjørt annað fyri tað enn bara at vera arvingar, og kunnu – um teir vilja tað – í grundini gott sita við øllum rættinum til virðini í ættarlið eftir ættarlið eftir ættarlið – í prinsippinum í allar ævir. Velja tey at selja burturav, eru tað bara tey, sum eru lutvíst múgvandi frammanundan, ið hava ráð til at keypa. Tískil er úrslitið við tíðini, at næstan bara múgvandi fólk – ella fólk við ræðisrætti yvir jørð ella sjógvi – eiga ella hava einkarrætt til so gott sum alt, sum onnur eisini mugu liva av.

Tað er jú ein sannroynd, at øll noyðast onkursvegna enn at hava okkurt at liva av – ikki bara eftirkomararnir hjá ognartakarunum. Nú tey ognarleysu ikki longur frítt kunnu brúka náttúrutilfeingið sum lívsgrundarlag, hvat skulu tey so byggja sína tilveru á? Hvat skulu tey gera fyri at yvirliva?

Fyri tey flestu, sum einki eiga frammanundan og tí mugu byrja frá 0, eru ikki so nógvir aðrir valmøguleikar enn at bjóða seg fram sum arbeiðsmegi til tey, sum hava ráð at gjalda teimum løn. Men tað krevur av fólki, at tey geva seg undir treytirnar, sum løngjaldarin setur. Tey kunnu jú ikki vera fyriuttan løn, um tey skulu yvirliva, so afturfyri lønina eru tey noydd til at geva frá sær nógv rættindi.

Tey mugu t.d. finna seg í, at tey ikki longur hava fult frælsi og tamarhald á sínari tíð og heldur ikki avgerðarrættin yvir, hvat tey skulu gera ella framleiða í arbeiðstíðini. Tey eiga heldur ikki tað, tey framleiða. Onnur hava ræðisrættin yvir tí, umframt yvir meginpartinum av teirra tíð og orku. Í roynd og veru eru tey vorðin annara ogn – í øllum førum í arbeiðstíðini, sum fyllir tað mesta av vaknu tíðini og tekur tað mesta av orku teirra. Tey hava jú einki annað val enn at selja sína arbeiðsmegi, so hóast tey fáa løn afturfyri arbeiðið og ávísa frítíð, so ber í grundini til at siga, at tey eru “nútíðarinnar trælir” – í øllum førum parttíð, tí í arbeiðstíðini eru tey í veruleikanum “fangar” hjá arbeiðsgevarunum. Tey kunnu jú ikki fara frá arbeiðnum uttan so, at tey risikera at missa starvið – og harvið lønina, sum tey ikki kunnu vera fyriuttan, skulu tey yvirliva.

Men ein stórur partur av samlaðu arbeiðsmegini fær bara akkurát nóg mikið til, at tey kunna billa sær inn, at tey hava eitt ávíst frælsi – helst fyri at fyribyrgja ov stórari ónøgd og harvið møguligum uppreistri. Soleiðis gerst tað minni sjónligt, at tey flestu ognarleysu eru tvingað til at liva av annara náði og undir treytum, sum onnur seta, her undir einari ørgrynnu av lógum og reglugerðum, sum siga: “Nei, hetta mást tú ikki, ella hatta mást tú ikki, tí onkur annar eigur ella hevur øll rættindini t.d. til hatta jarðfeingi ella hatta sjófeingið”.

Jú, vist er lønarlagið og materielli vælstandurin hækkaður við tíðini í mun til fyrr – eisini fyri tey lægst løntu. Men enn er tað soleiðis, at ein stórur partur av fólkinum er í meir ella minni støðugari fíggjarligari trongstøðu, hóast tey arbeiða seg um rygg dagliga gjøgnum mestsum alt lívið. Kortini klára tey í roynd og veru bara so dánt at yvirliva frá mánaðarløn til mánaðarløn, nógv uttan so mikið sum nakrantíð at fáa ráð til at tryggja sær egið tak yvir høvdið. Og alla tíðina mugu tey liva við hóttanini hangandi yvir høvdinum um, at missa tey arbeiðið ella megna tey ikki at útvega sær nóg mikið av inntøku hendan mánaðin, kunnu tey missa sín bústað og enda í armóð. Ein óvæntað rokning kann gera allan munin.

Hildin í fastatøkum av hóttan um armóð

Gamaní ber til at vísa á ávísan sosialan mobilitet, har onkur ognarleysur hevur megnað at stríðst seg burtur úr fátækdømi og hevur flutt seg langt upp eftir samfelagsstiganum – kanska bara við egið tógvið strið ella orsaka av hepni – ella bæði. Men tað er undantakið. Verri enn so øll ognarleys hava evnini til íverksetan og/ella megna at sannføra investorar um náðiligast at spýta pengar í teirra verkætlanir. Og verri enn so øll hava heldur orku til at stríða seg gjøgnum eina útbúgving, sum kanska útloysir frægari størv við hægri løn, tí tey hava eitt verri útgangsstøði, har tey byrja frá eini startlinju, sum liggur langt undir tí hjá teimum meira vælhavandi.

Fyri nógv ognarleys stendur valið t.d. ofta ímillum at noyðast at taka til takka við teim ringast løntu, vánaligastu størvunum, sum tey fægstu vilja hava – ella at vera arbeiðsleys. Hava tey ov lítla inntøku til at keypa sær bústað ella leiga sær eina góða íbúð, stendur valið ímillum at noyðast at búgva í vánaligum bústøðum, tey kanska ikki hava ráð til at umvæla heldur – ella enda sum heimleys á gøtuni. Eru fólk í slíkari kroystari støðu, hava tey ikki nógvar møguleikar. Uttan so at tey velja at royna at ríka seg við at gera brotsgerðir, sum tó oftast enda við, at tey enda í eini nógv trengri støðu, ja, so mugu tey góðtaka samfelagsins treytir og taka til takka við tí, sum tey náðiligast fáa bjóðað afturfyri sína arbeiðsorku. Tað verður enntá væntað av teimum, at tey eru eyðmjúk og djúpt takksom fyri bara at sleppa at arbeiða, og at tey eru nøgd við molarnar, tey fáa afturfyri. Tað er jú betri enn einki, ikki so?

Soleiðis verða nógv fólk hildin í fastatøkum av teimum, sum eru valdmiklari enn tey. Støðan í dag er, at tey flestu ognarleysu ikki hava nógvar møguleikar at útvega sær tað, teimum tørvar til lívsins uppihald – mat, klæðir og bústað – uttan so, at tey geva sítt frælsi frá sær fyri náðiligast at ‘sleppa’ at arbeiða hjá teimum, sum eiga tilfeingið, ella ‘sleppa’ at vera undir almennari forsorg, ella ‘sleppa’ at læna pengar frá bankanum, sum tey kanska mugu stríðast og strevast mestsum alt lívið fyri at rinda aftur í dýrum dómum við renturs rentum. Tey valdmiklu, sum tey ognarleysu ofra mesta av sínum frælsi til, gerast harvið bara enn ríkari og fáa alt meira vald til at seta treytirnar fyri øll hini. Og um øll hini ikki ganga undir hesar treytir, er armóðin teimum vís.

Sæð frá hesum vinkli, er tað so í veruleikanum ikki eitt sindur bakvent, at tey, sum hava onnur til at arbeiða fyri seg, verða rópt “arbeiðsgevarar“, sum um arbeiði er ein “gáva”, tey geva øðrum? Meðan tey, sum arbeiða, verða rópt “arbeiðstakarar“, sum um tey “taka” nakað frá teimum, tey arbeiða fyri. Er tað ikki akkurát øvut? At tey, sum arbeiða, “geva” øðrum sína arbeiðsorku, meðan tey, sum tey arbeiða fyri, “taka” teirra arbeiðsorku? Hesin mátin at orða hesi viðurskifti sigur nakað um, hvør veruliga hevur valdið í samfelagnum, og hvønn vit halda viga tyngst.

Hetta eru í øllum førum tær treytir, sum nógv ognarleys noyðast at liva undir, men sum tey í roynd og veru ongantíð hava biðið um, og sum forfedrar teirra í fyrndini ikki skuldu liva undir, tá ið land og hav enn var til fría nýtslu hjá øllum, og øll uttan forðingar kundu fara út í náttúruna at útvega sær tað, teimum tørvaði til lívsins uppihald.

Munur verður gjørdur á fólki

Ein stórur partur av fólkinum verður soleiðis tvingaður til at liva meira ófrælst undir harðari treytum og verri korum enn tey hepnu, sum eru fødd inn í familjur, sum eru betri fyri og kunnu geva teimum fíggjarliga trygd frá byrjan. Ymisku útgangsstøðini skapa soleiðis ein ójavnan leikvøll, har fyritreytirnar ikki eru tær somu fyri øll frá føðingini. Tey hepnu hava meira frælsi, tí tey eru t.d. ikki tvingað í sama mun til at arbeiða fyri onnur fyri at yvirliva. Tey hava t.d. eisini betri ráð til at taka longri útbúgvingar. Tey fáa ofta eisini betri hjálp í familjuni, tí foreldrini eru kanska eisini væl útbúgvin og væl fyri í aðrar mátar.

Um tey, sum ikki hava henda fyrimun, skulu megna at berja seg burtur úr teirra vánaligara útgangsstøði, mugu tey ígjøgnum eitt nógv meira tógvið stríð, enn tey, sum eru fødd antin við silvur- ella enntá gullskeið í munninum. Um tey ognarleysu yvirhøvur skulu hava ráð til at lesa, noyðast tey t.d. at brúka nógva tíð uppá at arbeiða við síðuna av lesnaðinum. Tað merkir sjálvsagt, at tey ikki fáa miðsavnað seg líka nógv um lesnaðin sum hini, ið sleppa undan at skula arbeiða við síðuna av. Tey fáa haraftrat ofta onga hjálp heimanífrá – hvørki fakliga ella fíggjarliga, tí foreldrini ikki eru før fyri at hjálpa. Tað sigur seg sjálvt, at tá er verri at klára seg ígjøgnum. Tí eru tað eisini lutfalsliga fá av temum, sum ongan fyrimun høvdu frá føðingini, ið megna at lyfta seg so mikið upp um teirra tyngra sosiala arv, at tey náa hartil, at tey kunnu liva eitt frælsari lív, har tey sjálvi – og ikki onnur – seta treytirnar.

Hóast eingin, sæð frá einum etiskum sjónarmiði, í grundini er føddur meira verdur enn nakar annar, loyvir samfelagsskipan okkara soleiðis, at munur verður gjørdur á fólki. Vísa fólk ónøgd við henda ójavna, verða tey skjótt ákærd fyri bara at vera neilig ella øvundsjúk, ella fyri at vera beinleiðis letingar, ið bara ikki tíma at gera ella ofra tað, sum skal til fyri at lyfta seg úr fátækraváganum. Samstundis verður sæð burtur frá teim fyrimununum og framíhjárættindum, sum tey, ið eru úr meira múgvandi familjum, hava, men sum tey persónliga verri enn so altíð hava gjørt seg meira uppibornan til enn onnur. Tey eru bara tilvildarliga fødd inn í meira ressursusterkar familjur og hava tí undandrag fram um øll hini, ið mugu byrja frá 0 ella minni.

Bundinskapur av forsorgarhjálp heldur fólki niðri

Tað er ein sannroynd, at ójavni, ófrælsi og vánalig grundvilkor eru orsøk til sjúku og ringa sálarheilsu í samfelagnum. Mong dømi eru um, hvussu summi missa fótafestið undir treytunum, sum núverandi samfelagsskipan áleggur fólki. Tað er alt ov lætt at detta av í svinginum. Lagnan kann t.d. knappliga raka summi fólk hart av ymiskum orsøkum, sum tey ikki hava tamarhald á. Sjúka, deyði, hjúnaðarskilnaður o.a. kann koma í spæl og føra við sær strongd og tunglyndi, soleiðis at fólk til tíðir vera niðurbrotin og óætlað verri fyri til at lúka treytirnar, arbeiðsgevararnir seta. Tey missa tí kanska síni størv og harvið inntøkuna, tey mugu hava at liva av.

Summi verða loftað og fáa forsorgarhjálp, men bert um tey lúka nakrar – ofta sera strangar – treytir. Men vansin við at fáa forsorgarhjálp er, at tey, sum fáa hana, verða stigmatiserað og eru ofta sædd niður á av øðrum. Hetta ávirkar aftur teirra egnu sjálvsmynd neiliga, so tey ofta bara gerast enn meira niðurbrotin. Flest fólk vilja uttan iva helst klára seg sjálvi – eisini fyri at sleppa undan at vera stemplað sum samfelagsnassarar. Men ert tú fyrst í forsorgarskipanini, er tað ikki sum at siga tað at sleppa burtur úr henni aftur.

Trupulleikin er, at tað ber ikki til frá einum degi til tann næsta at byggja seg upp aftur eftir eina persónliga kreppu og við eitt gerast fult arbeiðsfør/ur. Men í myndugleikans eygum er aloftast eingin millumvegur. Antin ert tú óarbeiðsfør/ur, ella ert tú før/ur fyri at arbeiða fulla tíð. Tey, sum ikki eru heilt fullfør enn og tí ikki komin heilt hartil, at tey megna at átaka sær fulltíðarstørv, verða fangað í skipanini, tí tey eru bundin av at fáa forsorgarhjálpina. Tey kenna seg onkursvegna noydd til framhaldandi at prógva, at tey eru óarbeiðsfør, tí annars missa tey einastu inntøkuna, tey hava. So tey tora sjálvsagt ikki annað. Tað kann ikki vera serliga uppbyggjandi fyri sjálvsvirðið støðugt at skula prógva, hvussu lítið arbeiðsførur ein er.

Hin vegin motiverar tað heldur ikki til meira arbeiðshug, um ein verður revsaður fíggjarliga fyri at vísa initiativ. Tað kann væl vera, at tú hevur hug at brúka arbeiðsloysistíðina uppá so spakuliga at byggja okkurt smávirksemi upp við onkrum, tú brennir fyri at gera, og sum kanska kundi endað við, at tú fekst stovnað tína egnu fyritøku og kundi blivið tín egni arbeiðsgevari. Men nei, tað sleppur tú ikki – ikki uttan at missa inntøkutrygdina, tí tú SKALT vera tøk/ur á arbeiðsmarknaðinum fyri aðrar arbeiðsgevarar fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul. So skipanin tvingar teg sostatt antin til at seta teg hendur í favn – ella til at taka okkurt arbeiði, sum skipanin áleggur tær, men sum tú ikki hevur biðið um og kanska hevur lítlan hug til at røkja, tí tú veitst, at tað ikki er har, tú fært brúkt tíni evni og førleikar best.

Úrslitið er, at nógv, sum fáa almennan stuðul av ymiskum slag, enda í einum slag av limbo – ella stillstøðu. Damned if you do, damned if you don’t. Vandin er eisini, at tað gerst alt torførari at fáa arbeiðsgevarar til at trúgva, at tú ert verd/ur at seta í starv, jú longri tíð tú hevur verið úr arbeiðsmarknaðinum. Tað sær ikki gott út á CV’num. Úrslitið er, at summi óviljað enda í einum óndum snyrili sum langtíðararbeiðsleys, ið tey ikki sleppa burturúr.

Summi megna ikki at liva upp til treytirnar, sum myndugleikarnir seta fólki fyri at fáa forsorg, og fáa tí einki. Men tey megna heldur ikki at arbeiða – ella tey fáa einki arbeiði, sum tey megna at passa, og mugu tí liva í djúpasta fátækdømi. Hetta førir aftur nøkur út í at fremja desperatar gerðir. T.d. blíva tey kanska misbrúkarar ella gerast brotsmenn, sum tíverri bara førir meira desperatión og meira vanlagnu við sær.  Ein skrúva uttan enda, sum kann kosta samfelagnum nógvar pengar í síðsta enda.

Ójavnt, hvussu væl tað loysir seg at arbeiða

Tað skal loysa seg at arbeiða, verður sagt, og tað ljóðar jú mikið gott og rætt. Men veruleikin er, at tað er sera ójavnt, hvussu væl tað loysir seg – alt eftir hvør tú ert, ella hvørjar fortreytir tú hevur. Summi fáa nógv fyri lítið ella einki arbeiði at gera, meðan onnur fáa lítið ella einki fyri at gera nógv arbeiði. Nógv ognarleys arbeiða kanska nógv meira enn tey, sum sleppa undan at arbeiða so nógv, tí tey eiga so nógv frammanundan.

Onkur sigur kanska, at tað mugu vit bara liva við, tí uttan teir ríku arbeiðsgevararnar høvdu arbeiðsfólkini einki arbeiði, har tey kunnu skapa tey virði, sum ríka samfelagið. Tí eru arbeiðsgevararnir “meira verdir” – tvs. meira verdir fyri samfelagið at verja. Hin vegin høvdu eingi virðið verið skapt uttan arbeiðsfólk. So hvør er mest “verdur”?

Hóast tey ognarleysu í nógvum førum kanska arbeiða meira, framleiða meira og harvið skapa meira samfelagsvirði við sínum arbeiði enn hini gera, fáa tey kortini als ikki tað sama burtur úr sínum arbeiði. Lønin/samsýningin, sum ymisku bólkarnir fáa, samsvarar ofta als ikki við arbeiðsavrikið hjá teimum. Býtið javnvigar ikki. Langt frá.

Men soleiðis hava lívstreytirnar verið so leingi hjá teim flestu, at tað eftirhondini verður hildið at vera náttúrugivið, at tað er so stórur munur á fólki. Vit hava livað so leingi við hesum, at vit eru farin at halda ójavnan vera “náttúrligan”. Vit billa okkum inn, at tey, sum eru verri fyri enn onnur, sjálvi bera alla ábyrgdina av støðuni, tey eru í. Fátækdømi verður hildið at vera so mikið “náttúrligt”, at nógv eru sannførd um, at fólk sjálvi hava alla skyldina, um tey ikki tola løgin og detta burtur ímillum, og at tey tí ongan rætt hava til at krevja at verða tryggjað eina inntøku.

Men tað hongur ikki heilt saman, tí samstundis halda vit, at tað er í fínasta lagi, at onnur eru tryggjað lívlanga inntøku, bara tí tey tilvildarliga eru fødd inn í eina vælhavandi familju, sum hevur hópað sær ognir upp gjøgnum kanska mong ættarlið. Apropos bíbilsku orðingina “teimum sum hava, skal vera givið”… Summi hava nevniliga nógv meira frælsi og fíggjarliga trygd frá føðingini enn onnur, uttan at tey hava lyft hond frá síðu fyri tað. Eru hesi hepnu fólkini komin høgt á strá, tí tey hava uppiborið tað? Eru tey onkursvegna fødd meira “verd” enn onnur?

Soleiðis er sjálvandi ikki. Langt frá. Kongar og drotningar kunnu tykjast meira “verd” enn onnur, so uppstásað tey eru, og so fínt tey búgva, men tey eru sjálvandi menniskju upp á gott og ónt eins og øll vit onnur. Líkamikið hvussu høgan piedestal, vit seta tey á, verður blóðið ikki bláari fyri tað. Veruleikin er, at tey kunnu bara sita á trúnuni, so leingi vit onnur góðtaka, at tey sita har – ja, so leingi eingin rópar, at keisarin er nakin.

Samhaldsfesti fríar okkum sum menniskju

Hvussu ber tað til, at nógv halda, at tað er í fínasta lagi at lata summi hava treytaleysa fíggjarliga trygd alt lívið, næstan uttan at tey lyfta hond frá síðu fyri at gera seg uppibornan til tað við egnum arbeiði, meðan treytaleys fíggjarlig trygd ikki verður unt øðrum hartarbeiðandi fólki, hóast tey hava gjørt seg ríkiliga uppibornan til tað?

Hví skal rætturin hjá summum yvirtrumfa rættin hjá onkrum øðrum til tað sama, bara tí at tey eru so heppin at vera fødd við fyrimunum, sum hini ikki hava? Er tað í lagi, at ein stórur partur av fólkinum livir í fátækdømi ella í fátækravága? Eisini hóast tey arbeiða hart fulla tíð? Hava tey minni múgvandi ikki líka so nógvan tørv á – og rætt til at vera tryggjað móti fátækdømi sum onnur? Hava tey ikki eisini uppiborið grundleggjandi mannarættindi til eitt frælst lív uppá egnar treytir? Eisini tá tey óviljað eru komin í eina lívskreppu?

Um vit bara lata standa til og ikki loysa trupulleikan við fátækdømi, hvat sigur tað so um okkum? Hvat sigur tað um okkum, tá vit halda, at arbeiðið hjá summum vera minni vert enn arbeiðið hjá øðrum, hóast báðir partar í veruleikanum kanska skapa líka so umráðandi virðir fyri samfelagið? Her verður sjálvsagt ikki bara hugsað um virðir sum “peningaligt avkast”, men eisini um alt tað, sum fólk gera fyri at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum, sum hevur minst líka nógv – um ikki meira – at týða fyri, hvussu væl eitt samfelag megnar at fóta sær og hóra undan kreppum.

Umsorganararbeiði er júst tað arbeiðið, sum tey minni múgvandi ofta taka sær av. Hvat sigur tað um okkara fatan av, hvat virðir veruliga eru, tá vit halda, at slíkt arbeiði bara er ein samfelagsútreiðsla, og ikki viðurkenna tann stóra samfelagsliga týdningin, tað hevur? Fyri ikki at tala um alt tað ólønta arbeiði avvarandi taka sær av, tá tey t.d. ansa sínum egnu børnum ella gomlum ella sjúkum familjulimum. Hví hevur hetta arbeiðið ikki uppiborið at vera viðurkent sum samfelagsgagnligt og í minsta lagi vera so mikið væl lønt, at tey, sum gera tað, kunnu liva eitt líka óbundið og frælst lív sum tey valdsmiklu við peningavaldinum kunnu?

Nógv hevda, at fólk bara skulu vera takksom fyri, at vit yvirhøvur hava arbeiðsgevarar, sum kunnu seta fólk í starv – og vænta samstundis, at fólk bara skulu vera takksom fyri at sleppa at arbeiða. So ger so væl og ver takksom/samur fyri tað, tær stendur í boði. Tað kundi verið so nógv verri, ikki so? Er arbeiðsloysi kanska ikki eitt nógv verri alternativ, ha?

Men hvat við takkseminum hjá teim priviligeraðu fyri at sleppa undan at hugsa um ábyrgdina fyri tí, sum onnur taka sær av fyri tey – t.d. alt tað ólønta ella ofta illa lønta arbeiði, fólk gera, so tey priviligeraðu framhaldandi kunnu liva sítt frælsa, priviligeraða lív? Hvat sigur tað um tey, sum einans vilja lata sær sjálvum framíhjárættindini til at liva eitt meira frælst, óbundið lív, men ikki unna fólki sum heild tað sama?

Berandi liðurin í vælferðarsamfelagnum

Onkur vildi helst kallað slíkt fyri ódámliga kynismu, fyri ikki at siga elitistiska egosentriska sjálvsupphevjan, ja, hjartaleysa valdsmisnýtslu rætt og slætt. Veruleikin er jú, at eingin kann klára seg uttan onnur. Eingin kann klára at ríka seg upp púra einsamallur á einari oydnari oyggj heilt uttan onnur fólk.

Tað kann tykjast óskiljandi fyri nútíðarmenniskjað, sum í dag setur individualismu og sjálvbjargni sera høgt, at tað er felagsskapurin og samhaldsfestið millum okkara, sum í veruleikanum ríkar okkum og lyftir hvønn einstakan upp og fríar okkum sum menniskju. Tørvurin hjá einum er jú livibreyðið hjá onkrum øðrum. Uttan samanhald – ja, uttan tað, vit gera fyri hvørt annað, yvirliva vit ikki. Tað er tað, vit gera fyri hvønnannan, sum kanska í mestan mun eisini gevur tilveruni meining. Spurningurin er eisini, um eydna kann vera verulig eydna, um hon byggir á annara óeydnu.

Tí er tað so týdningarmikið at gáa eftir og virðismeta stóra týdningin, vit hava fyri hvønnannan sum borgarar tvørtur um allar ymiskleikar. Tað er hesin sínámillum bundinskapur, sum er ein av týdningarmestu grundarsteinunum undir samfelagsins ríkidømi – ið aftur er berandi liðurin í fólkaræðisliga vælferðarsamfelagnum og yvirhøvur hevur gjørt tað gjørligt at skapa alt ríkidømið í samfelagnum.

Eiga vit, sum saman hava skapt hetta ríka yvirskotssamfelagið, tá ikki at tryggja, at eingin noyðist at liva í ótta fyri at enda í armóð?

Ognarloysi tekur frælsið frá fólki

Fátækdømi er ein stórur samfelagstrupulleiki – ikki bara fyri tey fátæku sjálvi, men fyri alt samfelagið, tí fátækdømi ikki bara mergsýgur tey fátæku fyri orku, men økir eisini um vandan fyri sjúku, sálarsjúkum og brotsverkum, sum kosta samfelagnum nógva orku og nógvar pengar – og dregur soleiðis alt samfelagið niður.  Hóast verandi samfelagsskipan á ymsan hátt er vorðin meira samhaldsføst við tíðini og gevur teim flestu betri lívsvilkor enn áður – m.a. takkað verði stríðnum hjá fakfelagsrørsluni – er enn langt eftir á mál, áðrenn til ber at siga, at samfelagsskipan okkara veruliga tryggjar tann einstaka móti fátækdømi og fylgisjúkum av tí.

Er samfelagið veruliga “frælst”, tá borgarar liva við so ójøvnum fortreytum? Er nakað veruligt fólkaræði, so leingi meginparturin av fólkinum alla tíðina má liva undir hóttanini um fátækdømi, um tey ikki geva seg undir treytirnar hjá eini vælhavandi elitu, sum heldur seg hava meira “rætt” enn onnur til at sita á okkara felags lívsgrundarlag, og harvið eisini á valdinum til at seta dagsskránna fyri øll onnur?

Ein stór forðing fyri eini loysn uppá fátækdømi er júst, at mestsum alt náttúrutilfeingið, ið, sum sagt, jú er lívsgrundarlagið hjá okkum øllum, er vorðið “ogn” hjá nøkrum fáum. Tey, sum hava sett seg á – ella sum hava arvað tilfeingið, halda kortini uppá, at tey eiga fullan rætt til at ráða yvir hesum tilfeingi og tess virðum. Tey krevja harvið eisini rættin til at gera av, hvør kann fáa burturav og hvør ikki – og soleiðis hvussu samfelagskøkan skal býtast. Men hvør hevur givið teimum hendan rættin?

Neyvan ber til at gera nakað við friðhalgaða ognarrættin, men hví skal allur ágóðin av náttúruvirðunum og teim virðunum, sum so nógv onnur eru við til at skapa burturúr náttúruvirðunum, fella í so stóran mun til bara nøkur fá, sum halda uppá, at tey eiga søguligan einkarrætt til hesi virði? Hvat merkir hetta fyri øll hini?

Tað er hetta, vit mugu skilja: at ognarloysi grundleggjandi tekur frælsið frá fólki og ger tey í roynd og veru til trælir, tí tey jú eru noydd at uppgeva nógv av sínum sjálvsavgerðarrætti fyri at “sleppa” at liva av náðini hjá teimum, sum sita á ognunum, fyri ikki at enda í armóð. Tað er ein grundleggjandi trupulleiki, tá hóttanin um armóð hvílur so tungt á so mongum. Tí eru fólk tá veruliga fræls menniskju?

Veruleikin er, at hetta noyðist ikki at vera so. Hetta er bara ein máti, vit hava skipað okkum uppá, sum kann broytast. Tað ber til, um vit veruliga vilja minka um ójavnan, beina fyri fátækdømi og økja um sjálvsavgerðarrætt og frælsi hins einstaka.

Treytaleys grundinntøkutrygd – ein mannarættur

Um eingin av fyrstani tíð hevði tikið tilfeingið til ognar, sum harvið tók lívsgrundarlagið undan øðrum, so høvdu fólk heldur ikki verið noydd til at givið seg undir annara vald fyri at yvirliva – tvs. so var eingin trældómur. Nú tað ikki longur er frí atgongd til tilfeingið, sum jú er grundstøðið, øll hava at byggja tilveruna á, er tað so ikki rætt og slætt ein mannarættur hjá hvørjum einasta borgara at hava eina aðra trygd ístaðin fyri – tvs. eitt annað grundstøði at standa á? Eina fíggjarliga trygd? Ikki minst í einum so ríkum samfelag sum okkara – eitt tað ríkasta í heiminum?

Spurningurin er, um ikki allir borgarar frá føðingini eiga rætt til part í okkara felags lívsgrundarlag. Tað merkir ikki, at øll skulu tvingast at vera akkurát líka. Tað merkir bara, at um øll høvdu rætt til ágóða av tí ríkidømi, sum er skapt úr tí, sum upprunaliga jú var “fólksins ogn”, kundu øll saktans verið grundleggjandi tryggjað móti fátækdømi. Og tað er einans til fyrimuns fyri alt samfelagið.

Vit mugu skilja, at so leingi sum øll ikki hava fría atgongd til samfelagsins tilfeingið, so verður einki veruligt frælsi fyri onnur enn tey, sum sita á tilfeinginum. Ikki uttan so at tey rinda onkran form fyri treytaleyst endurgjald fyri tað ognartikna, sum kann fríseta øll tey ognarleysu aftur til at liva sum fræls menniskju eftir egnum treytum, uttan ótta fyri stigmatisering ella fyri at enda í armóð, um tey ikki trælka seg sjálvi fyri onnur.

Ein treytaleys grundinntøkutrygd til hvønn einasta borgara hevði givið øllum frælsið aftur, har fólk fáa eitt reelt val – tvs. har tey sjálvi kunnu velja, hvat tey vilja brúka sína tíð, orku og evni til.

Tað er kanska torført at ímynda sær, at hetta ber til. Fyrsti spurningurin nógv ofta seta, tá ein tosar um at veita øllum grundinntøkutrygd, er tí: “Men hvør má so “bløða” fyri, at onnur skulu hava grundinntøkutrygd fyri kanska einki at gera? Einki er ókeypis! Einki kemur úr ongum.”

Nei, tað er rætt. Einki kemur úr ongum. Men tað er ikki rætt, sum nógv halda, at fólk, sum fáa grundinntøkutrygd, “taka” nakað frá øðrum. Tey halda, at fólk, sum fáa grundinntøkutrygd, gevast bara við at arbeiða og gevast við at framleiða tey samfelagsvirði, vit øll skulu liva av, fyri bara at lena seg afturá. Men nei. Tað er ikki tað, sum hendir. Flest fólk blíva ikki knappliga bara teir reinu letingar, sum fólk tykjast stúra fyri. Tvørturímóti! Allar royndir higartil við at veita fólki grundinntøkutrygd vísa, at tá fólk ikki eru tvingað til at arbeiða fyri onnur fyri at yvirliva, so arbeiða og framleiða tey ofta enn meira enn frammanundan, tí tá gevur arbeiðið meira meining fyri tey!

Hvussu ber tað til? Orsøkin er, at tá fólk fáa høvi til at brúka sína tíð og orku uppá at gera tað, tey sjálvi vilja, so eru tey tvørturímóti bara enn meira motiverað til at arbeiða og vera produktiv. Tað gevur nógv meira meining fyri fólk, og ger tað so nógv meira motiverandi at arbeiða, tá ein ger arbeiðið beinleiðis fyri seg sjálva/n og fyri síni nærmastu, heldur enn fyri ein arbeiðsgevara, sum bara brúkar ein sum arbeiðskraft til egnan vinning og annars er líkaglaður við ein.

Tað, at nógv fólk í dag halda, at pengar eru tað einasta, sum kann fáa fólk til at arbeiða, hongur saman við, hvussu samfelagsskipanin er skrúvað saman í dag, har fólk eru noydd at arbeiða fyri pengar, so tey kunnu yvirliva. Vit duga illa at ímynda okkum, hvussu tað hevði verið, um fólk vóru tryggjað eina grundinntøku at dekka fyri lívsins uppihald, so pengar ikki vóru ein trupulleiki. Vóru fólk tryggjað eina grundinntøku, líkamikið um tey arbeiddu ella ei, hevði arbeiði ikki bara verið nakað, ein gjørdi fyri at fáa pengar, men nakað ein gjørdi fyrst og fremst, tí ein hevði hug – tí tað gav eina djúpri meining fyri ein at gera nakað beinleiðis fyri at betra um sína egnu tilveru og tilveruna hjá øðrum. Og tað tykist í veruleikanum at virka fyri, at fólk fáa enn meira arbeiðshug.

Ikki sum køvandi kommunisma

Royndir við veitan av grundinntøkutrygd vísa higartil, at hetta frísetir eina rúgvu av orku, sum kemur fleirfalt aftur til samfelagið, tí tú hevur í roynd og veru ikki tikið tað burtur, sum eggjar fólki til at arbeiða og vera produktiv. Tvørturímóti gevur tú fólki enn meira motivatión til at arbeiða, tí tá kunnu tey betur velja, hvat tey vilja gera, og fáa sjálvi meira burtur úr sínum arbeiði.

Tað snýr seg nevniliga als ikki um, sum t.d. í kommunismuni, heilt at avtaka privata ognarrættin og køva alt privat initiativ, við at eingin má eiga nakað, alt skal útjavnast, at øll skulu haldast á sama (lága) støði alt lívið, og at eingin má stinga seg uppúr. Eingin sigur, at tað ikki skal vera møguligt hjá fólki at ríka seg upp longur. Tað er als ikki tað, sum er meiningin við grundinntøkutrygd – tvørturímóti. Grundinntøkutrygd snýr seg bara um at tryggja, at øll hava fair møguleikar frá byrjan, so eingin skal vera føddur til fátækdømi og vera fasthildin í tí. Øll skulu hava ein kjans til at menna seg sjálvi eftir egnum ynski. Eisini til at ríka seg upp, um tað er tað, tey ynskja.

Um ØLL – og ikki bara nøkur fá – frá føðingini eru tryggjað eitt fíggjarligt grundstøði at standa á – uttan at skula lúka nakrar treytir afturfyri og uttan ta stigmatiseringina, sum forsorgarhjálp hevur í dag – gevur hetta ikki bara teim fáu, men øllum best møguligan kjans til at menna seg sjálvi og sínar førleikar, so tey kunnu brúka sítt lív til tað, sum tey duga best og hava mest hug til. Eisini, um tað er at ríka seg upp, um tey megna tað.

At veita grundinntøkutrygd til allar landsins borgarar forðar ikki fyri, at tey, sum vilja tað, kunnu ríka seg upp – einans at tey ikki kunnu ríka seg upp upp á annara rokning. Ríkidømi er teimum væl unt, sum hava uppiborið tað, tí tey hava skapt stór virðir við teirra egna harða arbeiði, egnum gávum og førleikum, og ikki bara við at duga at fáa sær allan ágóðan av tí, sum er skapt við sveitta og stríði hjá øðrum – ofta burtur úr tilfeingi, sum øll upprunaliga áttu í felag, men sum bara fá fáa mesta ágóðan av í dag, hóast nógv onnur vóru við til at skapa tann ágóðan.

Ein íløga, vit gera í hvønn annan

So spurningurin um, hvør skal “bløða” fyri onnur, vendir skeivt. Veruleikin er, at meginparturin av fólkinum “bløðir” í løtuni fyri, at tey fáu ríku skulu framhaldandi vera rík. Tey flestu ofra øll tíð og orku, sum kemur øðrum meira til góðar enn teimum sjálvum. Grundinntøkutrygdin er ikki ein gáva, sum summi (tey ríku) skulu tvingast til at geva øðrum fyri einki, tí grundinntøkutrygdin er nakað ØLL geva hvørjum øðrum, og sum øll fáa nakað burturúr – beinleiðis ella óbeinleiðis. Fáa øll grundinntøkutrygd – rík sum fátæk, so “bløðir” eingin, sum veruliga hevur skapt virði við egnum arbeiði, meir enn nakar annar. Í øllum førum ikki meira enn nú. Heldur væl minni.

Vit mugu skilja, at øll eru nakað verd, og at ØLL hava nakað at geva av – ikki neyðturviliga altíð peningalig virði, men tó grundleggjandi virði fyri samfelagið, og at grundinntøkutrygdin er ein íløga, vit gera í hvønnannan, sum kemur øllum til góðar í síðsta enda. Tað snýr seg um at viðurkenna, hví øll hava uppiborið eina fíggjarliga trygga tilveru, tí tá fólk verða frísett til at taka sær av sær sjálvum og sínum nærmastu fyrst og fremt og til at brúka sínar gávur sum best, so blóma tey og fáa veruliga yvirskot til at geva. Tað kemur so nógv aftur til samfelagið, men eftir egnum ynski hjá fólki – og ikki bara fyri at fylla lummarnar hjá teimum fáu.

Grundinntøkutrygdin fríar nevniliga øll menniskju frá at noyðast at átaka sær trælalíknandi arbeiði fyri alt ov lítla løn. Tey fáa frælsi til at nokta at átaka sær arbeiði, sum ikki verður lønt í mun til tað virðið, arbeiði veruliga skapar. Um øll høvdu trygd fyri einum fíggjarligum grundstøði at standa á, høvdu tey havt so ómetaliga nógv betri møguleikar fyri sjálvi at kunna byggja sær eitt lív upp eftir egnum ynski, har tey kundu verið virðisskapandi og livað frælst uppá egnar og ikki annara treytir – eisini um tey í tíðarskeiðum óviljað vóru rakt av lívskreppum.

Hugsa um alla ta eyka orkuna, tað hevði skapt, og allar gávurnar hjá fólki, tað hevði frísett, um øll fingu tað frælsi, sum fíggjarligur tryggleiki kann geva, og ikki longur noyddust at brúka mestsum alla sína tíð og orku uppá eitt ofta kanska óviðkomandi og/ella meiningsleyst arbeiði, sum tey noyðast at átaka sær fyri bara at yvirliva, og sum ikki ríkar tey sjálvi, men bara onnur – kanska fremmand fólk upp.

Ein grundinntøkutrygd til øll sleppur fólki undan hesum trældømi. At unna øllum henda mannarætt, hevur einki við øvundsjúku at gera. Tað er ikki at taka nakað frá nøkrum. Tvørtur ímóti. Tað er at geva fólki tað aftur, sum tey upprunaliga áttu rætt til við bara at vera fødd inn í hendan heim. Tað er stutt sagt at geva øllum sjálvsavgerðarrætt og frælsið aftur.

Men hevur samfelagið ráð til tað?

Um vit síggja útgjaldið av grundinntøkutrygd til borgararnar bara sum eina reina útreiðslu hjá tí almenna, sum skattaborgarin skal “bløða” fyri, kann tað tykjast órealistiska dýrt at skula geva hvørjum einasta borgara eina upphædd hvønn mánaða, ið skal tryggja øll móti fátækdømi. Men soleiðis ber ikki til at síggja tað. Grundinntøkutrygdin kostar ikki hvørjum einasta borgara tað sama, sum hann ella hon skal hava í grundinntøkutrygd. Hvussu hongur tað saman?

Jú, tá ein skal rokna út, hvussu nógv grundinntøkutrygdin kostar, er neyðugt  at innrokna, at grundinntøkutrygdin minkar um aðrar útreiðslur – eins og royndirnar higartil við grundinntøkutrygd hava víst. Grundinntøkutrygdin minkar jú um tørvin á treytaðum almennum veitingum.  Í roynd og veru verða nógvar núverandi almennar útreiðslur spardar, tí nógvar treytaðar veitingar fella burtur, tá grundinntøkutrygdin í nógvum førum kemur ístaðin fyri hesar veitingar. Ein skipan við grundinntøkutrygd førir við sær, at tørvurin á verandi vælferðartilboðum og skattaískoytum ella stuðulsskipanum minkar. Fólk við grundinntøkutrygd gerast sunnari og krevja minni læknahjálp. Fólk við grundinntøkutrygd fremja færri brotsgerðir, so útreiðslur til rættarsakir og fongsling av fólki minka. Osfr. Stutt sagt merkir grundinntøkutrygdin, at meira verður brúkt fyri at brúka minni.

Ímynda tær t.d., at tú ert forstjóri í eini bilafyritøku, og at leiðslubókurin greiðir tær frá, at tað er gjørligt at minka um útreiðslurnar fyri hvønn bil við 10.000 kr., um fyritøkan brúkar 1.000 kr. meira uppá hvønn bilmotorin. Tað hevði ikki verið ein góð leiðsluavgerð, um tú sum forstjóri gjørdi av heldur at spara tær 1.000 kr. fyri hvønn bilmotorin í tí trúgv, at tað hevði minkað um endaliga avkastið.

Í veruleikanum ber ikki til at rokna sanna kostnaðin fyri grundinntøkutrygd við at ganga út frá, at eingin grundinntøkutrygd er tað sama sum null. Fátækdømi er ikki ókeypis. Áhaldandi fíggjarlig óvissa hjá fólki er ikki ókeypis. Hetta er orsøkin til, at mett verður, at tá skattaskipanin gevur fólki barnafrádrátt, er hetta avgjørt tað vert, tí íløgan kemur aftur til samfelagið. Um foreldrini fingu grundinntøkutrygd eisini, hevði íløguavkastið uttan iva verið fleirfaldað. So til ber at siga, at útreiðslurnar til grundinntøkutrygd til hvønn einasta borgara er ein skilagóð íløga, sum í veruleikanum endar við at vera ein vinningur fyri alt samfelagið í síðsta enda.

(Sí keldu: https://www.scottsantens.com/how-to-calculate-the-cost-of-universal-basic-income-ubi/)

Vinningsbýti til vanliga borgaran

Haraftrat eiga vit eisini at hugsa um, at framleiðslan í samfelagnum er fleirfaldað seinastu hálvaaðru øldina, m.a. orsaka av alt meira framkomnari tøkni, sum mennist við tíðini við vaksandi ferð. Ikki minst AI (Artificial Intelligence), sum í dag kann framleiða ymiskt uppá fáar minuttir, ja enntá sekundir í summum førum, sum menniskju høvdu brúkt vikur og mánaðar um. Men yvirskotið av hesi nógv øktu, samlaðu virðisskapanini í samfelagnum fer jú langt upp um tað, sum vanligir borgarar forvinna í meðal í vanligari løn.

Samfelagið sum heild fær ágóða av hesum framstigum, og ting gerast bíligari hjá fólki at keypa, men tað mesta av fíggjarliga ágóðanum av framstigunum endar í lummunum hjá teim fáu. Vanligir borgarar fáa ikki í sama mun part í veruliga meirvirðinum, ið er komið – og fer at koma – burtur úr tøkniligu framstigunum, heldur ikki part í meirvirðinum av egnum arbeiði ella t.d. av egnum persónligu dátum, ikki minst. Størstu fyritøkurnar í heiminum í dag liva av og tjena astronomiskar upphæddir uppá innsavning av persónligum dátum, sum tær fáa heilt ókeypis frá fólki.

Hartarbeiðandi fólk, sum í stóran mun vóru partur í at skapa hetta ríkidømið, mugu bjarga sær sum frægast gjøgnum lívið við lítlum og ongum, tí mesti ágóðin av teirra virðisskapan fer til fyritøkur ella partaeigarar sum vinningsbýti. Meirvirðið ella yvirskotið av samlaðu virðisskapanini í samfelagnum verður rætt og slætt ognartikið av teim ríku, har av ein stórur partur verður akkumulleraður á bankakontum teirra í skattaskjólum t.d. í Belize, Bermuda, Marshall Oyggjunum ella aðrastaðni, eins og gølan um Panama-pappírini prógvaði í 2016. Nógv bendir á, at hendan avdúkingin ikki hevur broytt hendan praksis.

Teir partaeigarar, ið fáa part í vinningsbýtinum hava sjálvsagt ikki verið einsamallir um at skapa hetta meirvirðið. Onnur hava sanniliga havt sín lut í at skapa tað, sum partaeigararnir fáa mesta ágóðan av. Eiga øll tey, sum skaptu hesi virði, ikki rætt til eisini at fáa part í ágóðanum? Ella skal hetta yvirskotið bara koma teim fáu til góðar? Hví ikki øllum borgarum? Nógv hevði jú als ikki kunnað latið seg gjørt at framleitt, um vit ikki høvdu havt eitt so væl virkandi, væl skipað, væl útbúgvið, framkomið og samhaldsfast vælferðarsamfelag, sum allir borgarar jú eru partur av – sum øll rindað skatt til, og sum øll tí eru við til at skapa.

Skatturin, vit øll rinda, fer til at tryggja øllum eitt væl virkandi, væl útbúgvið vælferðarsamfelag, sum er ein alneyðugur grundarsteinur undir, at virðisskapandi framleiðslan í samfelagnum er so virkin og framkomin, sum hon er, og at hon støðugt mennist og økist.

Fyri at tryggja øll sum best móti at sita á berum, ber t.d. til at seta í verk grundinntøkutrygd – t.d. sum negativan inntøkuskatt. Tvs. at fer inntøkan hjá fólki niður um eitt ávíst stig, útloysir hetta negativan skatt – tvs. tú fært skattapengar útgoldnar – meðan tey, sum hava innntøku, sum fer upp um hetta ávísa stigið, rinda skatt – altso eitt slag av progressivari skattaskipan. (Les meira her: https://en.wikipedia.org/wiki/Negative_income_tax)

Tricle-down effektin – ein mýta

Tað eru fólk, sum halda uppá, at tað er í fínasta lagi, at tey fáu fara avstað við vinningsbýtinum, tí tá “lekur” tað onkursvegna óbeinleiðis niður til arbeiðandi fólkið, siga tey. Tað sigst, at vinningsbýtið verður brúkt til íløgur í víðkað virksemi, sum skapar arbeiðspláss til “vanliga fólkið” at liva av. Men tað er jú ríkiliga prógvað, at tann nógv umrødda “trickle-down” effektin er ein mýta. Tað er jú ikki tað, sum hendir í veruleikanum.

Í teimum førum, har yvirskotið ikki bara endar akkummulerað í skattaskjólum, fer tað ofta bara til íløgur í tøkni og alt meira automatisering av virksemi. Hetta økir ikki, men minkar bara um arbeiðspláss. Tí hvør fyritøkueigari vil ikki fáa meira burtur úr minni? Fyritøkur eru ikki bara til fyri at skapa arbeiðspláss. Tær eru til fyri at tjena pengar, fyrst og fremst til partaeigararnar. So hvør fyritøkueigari vil ikki minka um lønarútreiðslurnar og heldur gera íløgur í framleiðslutól, ið kunnu framleiða 24/7, og sum ikki fara í verkfall og ikki krevja frítíðarløn, sjúkradagpengar og pensjón – og soleiðis fáa meira vinning burturúr til partaeigararnar?

Í teimum førunum, har yvirskotið ikki fer til automatisering, fer tað kanska til flyting av virksemi til onnur minni kostnaðarmikil lond, har lønarlagið er lægri – aftur tí tað loysir seg betri fyri partaeigararnar. Hetta skapar heldur ikki nógv arbeiðspláss.

Fyri at viga upp ímóti tapinum av arbeiðsplássum og fyribyrgja búskaparkreppu, velja almennir myndugleikar ofta at stimbra búskapin við at gera stórar samfelagsíløgur í verkætlanir, sum skapa arbeiðspláss, men sum tað í veruleikanum kanska ikki er veruligur tørvur á, nettupp tí hetta er ein “kunstig” innspræning í búskapin bara fyri at skapa meir ella minni “kunstig” arbeiðspláss, so fólk fáa okkurt at gera, ið myndugleikin setur tey til. Gamaní kann okkurt gott úrslit koma burtur úr tí arbeiðnum, men vanligir borgarar hava ikki nógva ávirkan á hesar avgerðir, sum eisini ávirka teirra lív.

Tað er jú ein sannroynd, at partaeigararar gjalda nógv minni í skatti enn vanligir borgarar – ofta als ongan skatt. Samfelagið fær sostatt ikki so nógv burtur úr omanfyrinevnda yvirskotinum, sum tað kundi – pengar, ið kundu verið við til at fíggja betri tænastur, sum kundu komið vanliga borgaranum til góðar.

Eitt er, at tey ríku royna at sleppa sær undan at rinda skatt, sum kundi komið samfelagnum til góðar. Men hin vegin, um hesir pengarnir – ístaðin fyri at enda á bankakontum hjá teim ríku – bara endaðu í landskassanum sum skattapengar, har bureaukratiskir myndugleikar skulu gera av, hvussu teir verða brúktir, hvør hevur uppiborið at fáa pengar og hvør ikki, ella hvørja verkætlan, skattapengarnir skulu fíggja, so kann hetta avgjørt eisini vera við til at skerja frælsið og sjálvsavgerðarrættin hjá borgarunum í stóran mun.

Skulu borgarar bæði hava mest møguliga trygd og mest møguligt frælsi, eigur so nógv sum gjørligt sjálvsagt at rindast beinleiðis sum grundinntøka til hvønn einasta borgara – no questions asked. So gera fólk sjálvi av, hvat pengarnir skulu brúkast til, og hvørjar tænastur tey vilja rinda fyri. Tað vita tey nokk eisini best sjálvi, hvat tey hava brúk fyri og ikki, heldur enn at ein myndugleiki skal fortelja teimum tað. Neyvan høvdu tey valt at brúka nógvar av sínum pengum til vápnaframleiðslu t.d.

Hvar gera pengarnir mest samfelagsgagn?

Heldur enn at yvirskotið endar antin á bankakontum hjá teim ríku ella bara í landskassanum, har tað einans eru tey fáu valdmiklu, sum sleppa at gera av, hvussu pengarnir skulu brúkast, hevði ein skipan við grundinntøkutrygd verið við til at tryggja, at vinningsbýtið av samlaðu virðisskapanini í samfelagnum, sum vit øll jú eru við til at skapa í felag, hevði komið øllum til góðar. Tað er ein máti at kanalisera samlaða yvirskotið, soleiðis at fleiri pengar koma út millum vanliga fólkið, tí har gera teir mest gagn. Pengar eru jú vald, so valdið verður eisini betur býtt millum borgararnar í samfelagnum, heldur enn at liggja bert hjá eini valdsmiklari elitu.

Tá ein borgari fær grundinntøkutrygd, hvørva pengarnir ikki bara niður í eitt svart hol. Grundinntøkutrygdin stimbrar búskapin, serliga lokalt, tí pengarnir verða brúktir t.d. til matinnkeyp, til gjald av húsaleigu, til umvæling av húsum, av bilum o.ø., til tænastur sum hárfríðkan o.a. kropsrøkt, til keyp av upplivingum, lista- og mentanarvørum osfr. Tvs. at tað økir um møguleikan fyri, at arbeiðspláss, sum veruligur tørvur er á, verða skapt. Við grundinntøkutrygd tryggja vit ikki bara vanliga fólkið móti fátækdømi, men vit stimbra eisini privat initiativ og smávirksemi í stóran mun, sum kann vera við til at lyfta tænastustøðið í heila tikið upp til øll.

Tá fleiri pengar verða at tjena, so eggjar hetta harvið eisini fólki til at framleiða meira, tí grundinntøkutrygdin motiverar jú øll til at brúka meira. Tá pengarnir soleiðis veruliga koma í umferð í samfelagnum og ikki bara enda í teim svørtu holunum, sum skattaskjólini hjá teimum ríku í veruleikanum eru, fær hvør einstakur borgari nógv meira nyttu av teimum. Pengar í umferð millum fólkið gera størri samfelagsgagn – meir enn um teir bara lógu fastfrystir á kontunum hjá nøkrum fáum – ella um teir bara verða brúktir til íløgur hjá stórfyritøkum til tøkni, ið stóríløgur hjá statinum, sum vanlig fólk mestsum onga ávirkan hava á og kanska bara fáa ivasama nyttu av.

Fyri so vítt fáa tey ríku eisini nakað burturúr í síðsta enda, tí økta framleiðslan ger alt samfelagið ríkari. Ikki minst nú tøkni og tøknilig tól eru vorðin alt bíligari, so vanlig fólk eisini hava ráð til framleiðslutól, sum áður bara tey ríkastu høvdu ráð til at keypa. Hetta ger tað betur møguligt fyri nógv at framleiða næstan hvat sum helst heima í kjallaranum ella á skriviborðinum hjá sær sjálvum, sum tey kunnu selja og liva av. Færri fáa tí brúk fyri einum “arbeiðsgevara” á sama hátt sum áður, tá tey vóru bundin av at skula arbeiða fyri onkran, ið kundi rinda teimum løn.

Ótryggi gig-búskapurin økir um tørvin á grundinntøkutrygd

Vit eru nevniliga komin í “Gig Economy”-øldina, sum er heitið fyri ein arbeiðsmarknað, sum er merktur av fríyrkisstørvum og tímaløntum størvum heldur enn av føstum størvum. Gig-starvsfólk eru ofta sjálvstøðugir íverksetar; fólk, ið arbeiða innan kunningartøkni; fólk, sum arbeiða í skiftum, varafólk/vikarar, Airbnb vertir, Uber bilførarar – tvs. fólk, sum arbeiða mest eftir stutttíðarsáttmálum, har tey gera avtalur við kundar um veitan av ávísum tænastum í ávís tíðarskeið “on demand”. Vit hava sæð ein risavøkstur innan online tænastur, so sum Airbnb, Uber og Lyft, har privat fólk veita øðrum privatfólki tænastur.

Men tá korona farsóttin rakti heimin, gjørdist týðiligt, hvussu sárbærur samfelagsbúskapurin er – serstakliga gig-búskapurin. Nógvar fyritøkur vóru noyddar at snara lyklinum, og nógv gjørdust arbeiðsleys. Heimurin var ikki fyrireikaður at møta einum slíkum óvæntaðum snávingarsteini. Tá so nógv fulltíðarstørv so brádliga blivu burtur, floymdu tey arbeiðsleysu út á gig-arbeiðsmarknaðin í leitanini eftir alternativum inntøkukeldum, so gig-búskapurin er nú í vanda fyri at verða yvirmettaður. Fólk óttast eisini fyri, at automatiseringin í síðsta enda fer at avloysa tey størvini, sum gig-búskapurin skapti – t.d. føraraleysir bilar, sum koma ístaðni fyri bilførarar, og tólmenni, sum gera støðugt og einstáttað rutinuarbeiði uttan steðg 24/7, umframt AI (Artificial Intelligence) tøkni, sum er við at yvirhála okkum menniskju í stórt sæð øllum, eisini tá tað kemur til kreativt arbeiði.

Tað, sum var so dragandi við gig-búskapinum var smidleikin og frælsið. Á ein hátt hevur gig-búskapurin givið vanliga fólkinum meira sjálvsavgerðarrætt, enn tey nakrantíð áður hava havt, men bara so leingi tað gongur væl við gig-búskapinum. Starvsfólkini, sum arbeiða innan henda búskap, liva eisini í nógv meira ótryggleika og eru sera sárbær. Tað prógvaði koronatíðin. Tey hava lítla ella onga trygd í arbeiðnum – har av orðingin “the precariat” – prekariatið, ið er heitið fyri tey, ið eru partur av eini stætt, har fólk eru uttan fast arbeiði og tí mugu átaka sær tær einstøku arbeiðsuppgávurnar, sum eru fyri hondini – um nakrar eru.

Tosað verður um, at alt fleiri – eisini miðstættin – við tíðini uttan iva endar í prekariatinum. At arbeiða eftir treytunum, sum ein slíkur “prekerur” ella ótryggur arbeiðsmarknaður setir, merkir m.a., at ein má vera fyrireikaður uppá støðugt at leggja ætlanir i síðstu løtu, og at inntøkan ofta kann vera rættiliga óviss, umframt at fólk ikki hava ta trygd, sum fólk í føstum starvi hava verið von at hava, t.d. við eftirløn, pensjón o.ø. uppspardum veitingum. Tá fólk ikki hava vissu fyri fastari inntøku, leggur tað øgiliga stórt trýst á fólk. Hetta økir um vágan fyri ráðaloysi og strongd millum borgararnar – og harvið eisini um vágan fyri sjúku og lógarbrotum.

Vit hava enn ikki heilt sæð allar kollveltandi avleiðingarnar, sum standast av teimum seinastu grundleggjandi samfelagsbroytingunum. Men eitt er vist, at samfelagsbroytingarnar merkja, at tað meira enn nakrantíð er tørvur á eini skipan við grundinntøkutrygd, sum kann fyribyrgja neiligu avleiðingunum av tí støðugt meira ótrygga arbeiðsmarknaðinum.

Niðurstøða: Einki frælsi uttan grundinntøkutrygd

Støðan í dag er tann, at tað bara eru nakrir lutfalsliga fáir borgarar, sum av ymsum orsøkum antin hava ognað sær, arvað ella fingið tillutað risastór náttúruvirði, sum eingin einaferð átti, og øll tí høvdu fría atgongd til. Tey, sum einaferð settu seg á hetta tilfeingið og á rættin til at útvinna virðini úr tí, gjørdust rík av tí. So mikið, at tey fingu ráðini at ogna sær alt meira. So við og við er næstan alt í samfelagnum, sum vinningur kann vindast burturúr, vorðið ogn hjá nøkrum fáum múgvandi fólkum. Tað gevur teimum sera stórt vald.

Hóast tilfeingið í grundini er lívsgrundarlagið hjá okkum øllum, hava ognararnir valdið til at nokta øllum øðrum part í tí, uttan so tey lúka nakrar treytir, ognararnir seta. Tá lívsgrundarlagið hjá okkum øllum ikki longur er líka frítt atkomuligt hjá meginpartinum av almenninginum, verða flest fólk nevniliga undirløgd treytir, sum tey, ið tilvildarliga eru fødd inn í røttu familjurnar ella kenna tey røttu fólkini, sleppa undan. Tey ognarleysu mugu liva av náði teirra ríku, hava lítið og einki vald og verða tí eisini í stóran mun hildin uttanfyri ávirkan á samfelagið – eisini hóast tey kanska eru minst líka so før (ella kanska betri før, hvør veit) til at umsita ella skapa virði úr tilfeinginum sum tey, ið sita á ognunum – og harvið við valdinum – eru.

Um nú øll tey ognarleysu fingu endurgjald fyri tað, sum tey hava mist atgongdina til – tvs. ognar- ella brúksrættin til náttúrutilfeingið – hevði hetta endurgjaldið kunnað givið teimum frælsið aftur í stóran mun. Men so leingi “eigararnir” siga seg eiga allan rættin til náttúrutilfeingið og til avkastið ella virðini, ið kunnu útvinnast úr tí, fáa øll onnur ikki møguleikan at njóta sama rætt, sum ognararnir hava – nevnliga rættin til eitt lívsgrundarlag – og fáa tískil heldur ikki tað frælsið, sum fylgir við.

At seta spurning við rættvísið í, at summi hava meira rætt enn onnur til tað, sum í grundini er lívsgrundarlagið hjá okkum øllum, hevur einki við øvund at gera. Í einum framkomnum, ríkum og samhaldsføstum vælferðarsamfelag sum okkara, hava vit meira enn nakrantíð í søguni bæði ráð, høvi og møguleikan nú til at tryggja hvørjum einasta borgara grundleggjandi mannarættindi til eitt trygt fíggjargrundarlag at standa á, uttan at nakar verður fátækur av tí. Samfelagið hevur meira enn ráð til at unna tí einstaka borgaranum tað frælsi, sum ein grundinntøkutrygd kundi givið teimum. Sama frælsi, sum tey ríku hava í dag og sama frælsi, sum fólk høvdu í fyrndini, tá øll høvdu líka atgongd til náttúruna og virðini í henni og harvið eitt grundstøði at standa á. Eitt grundstøði, sum ognarleys í dag ikki hava, uttan so tey geva seg undir annara vald og ofra sítt frælsi afturfyri tað.

At nokta teimum ognarleysu rættindi til eitt lívsgrundarlag og geva teimum sjálvum alla skyldina fyri teirra egna ognarloysi við tilvísing til, at summi hava meira “rætt” til at sita á mestsum øllum náttúruríkidøminum, vísir – umframt manglandi empati fyri teimum, sum óviljað hava fingið eitt verri útgangsstøði enn onnur – bert eina manglandi fatan av, hvussu samfelagvirði verða skapt. Børn, sjúk fólk og eldri fólk hava eisini rætt til eina virðiliga tilveru. Vit mugu minnast til, at tørvurin hjá einum er livibreyðið hjá onkrum øðrum. Øll virðisskapan hjá øllum borgarunum er sínámillum treytað og soleiðis í veruleikanum skapt í felag av øllum borgarunum.

Eitt samfelag við grundinntøkutrygd til allar borgarar má sigast at vera tað optimala samhaldsfasta samfelagið. Grundinntøkutrygdin er ikki bara ein máti at tryggja øllum borgarum part í vinningsbýtinum av samlaðu virðisskapanini í samfelagnum, sum vit øll jú eru felags um. men er eisini ein góð íløga í at gera framtíðina hjá landsins borgarum betri. Tá allir borgarar fáa eitt tryggari grundstøði at standa á, ger hetta hvønn einstakan borgara meira mótstøðuføran og tí meira produktivan.

At rinda øllum borgarum eina grundinntøkutrygd kann tykjast “dýrt”, men í síðsta enda ríkar ein slík skipan samfelagið øll, tí hon gevur hvørjum einstøkum borgara eitt nógv betri útgangsstøði fyri at klára seg. Tá hvør einasti borgari fær fíggjarstyrki til at megna at gjalda fyri grundleggjandi neyðsynjarvørur og tænastur, ið borgarin tørvar, stimbrar hetta lokalu búskapirnar, har pengarnir veruliga gera gagn og koma fleiri til góðar.

Fólk, sum ikki eru tvingað til at óttast fyri ikki at klára sínar fíggjarligu skyldur, fáa meira yvirskot til at menna seg, síni evni og førleikar. Royndir við grundinntøkutrygd vísa, at fólk gerast ikki minni virkin og/ella minni virðisskapandi av at fáa grundinntøku. Tvørturímót. Tey gerast bara betri før fyri at klára seg sjálvi og fáa soleiðis betri høvi til at kunna byggja sær eina virðiliga og meira óttaleysa tilveru upp frá grundini í samsvari við tað, tey droyma um at vera og gera. Stutt sagt gevur grundinntøkan fólki bæði fysiskt, psykiskt, kreativt og fíggjarligt yvirskot. Harvið gerast tey betri før fyri at geva sítt virðismikla persónliga ískoyti til samfelagið, sum ger okkum øll ríkari.

Tá øll hava fíggjarliga trygd, hava tey heldur onga orsøk til at royna at ríka seg upp við at fremja brotsverk. Royndirnar við grundinntøkutrygd vísa eisini, at hetta minkar munandi um lógarbrot. Umframt at tað eisini minkar um útreiðslur til heilsuverk, tí fólk eru minni sjúk.

Men grundinntøkutrygdin má vera treytaleys, tí er hon ikki tað, frísetur hon ikki fólk til at liva sum fræls menniskju uppá egnar treytir. Sleppa tey ikki at liva uppá egnar treytir, fáa tey heldur ikki somu orku og motivatión burturúr, sum tey fáa, tá tey sleppa at liva sum frí og fræls menniskju.

Grundinntøkutrygdin má eisini vera “universal”. Tvs. at øll skulu hava rætt til grundinntøkutrygd – láglønt sum hálønt. Hetta er sera umráðandi fyri at sleppa undan, at fólk síggja grundinntøkutrygdina sum eitt slag av forsorgarhjálp, og fyri at sleppa undan tí stigma, sum fólk, ið fáa forsorgarhjálp, ofta fáa á seg. Heldur eigur hetta at síggjast sum vinningsbýti av tí samlaðu virðisskapanini í samfelagnum, sum allir borgarar eiga rætt til at fáa part av. Tá øll hava rætt til grundinntøkutrygd, noyðist eingin at kenna seg fyri vanbýti.

Hetta er ikki kommunisma, sum jú gongur út uppá at avtaka privata ognarrættin og køva alt privat initiativ, har eingin má eiga nakað, har alt skal útjavnast, og øll skulu haldast á sama (lága) støði alt lívið, og har eingin má stinga seg uppúr. Tvørturímóti snýr hetta seg um, at øll fáa “starthjálp” til at klára seg sjálvi best møguligt. Eingin forðar nøkrum í at íverkseta egna fyritøku – tað verið seg smávirksemi ella størri virksemi. Tað er als ikki sum undir kommunismuni bannað at eiga fyritøkur og heldur ikki bannað at gerast ríkur av teimum. Men tað verður rættiliga nógv truplari hjá fyritøkueigarum at misnýta arbeiðsmegi og fara avstað við mestsum øllum avkastinum av virðunum, arbeiðsmegin skapar, tí eitt samfelag við grundinntøkutrygd tryggjar, at fólk hava møguleikan at siga upp, um tey kenna seg misnýtt, tí tey hava jú trygd fyri eini grundinntøku og hava ikki fyri neyðini longur at finna seg í at vera illa viðfarin av sínum arbeiðsgevarum.

Eingin skal vera noyddur til at gera seg uppibornan til ikki at vera fátækur, eins og eingin í fyrndini var noyddur at gera seg uppibornan til at útvega sær tað, teimum tørvaði í náttúruni fyri at yvirliva. Vit mugu øll skilja, at um øll – og ikki bara nøkur fá – áttu náttúrutilfeingið ella part í virðinum, sum fæst úr tí, sum øll upprunaliga áttu rætt til, men sum tey flestu mistu sín part í, ja, so høvdu øll í nógv størri mun kunnað livað sum fræls menniskju eins og í fyrndini, tá øll byrjaðu á somu startlinju.

Grundinntøkutrygdin gevur, sum nevnt, øllum møguleika fyri og høvi til at ríka lokalsamfeløgini og harvið seg sjálvi og alt samfelagið upp til gagns fyri heildina. Men vit fáa ikki eitt slíkt samhaldsfast samfelag, uttan so at øll hava neyðugu empatiina og umsorganina fyri hvørjum øðrum og skilja, at eingin hevur veruligt frælsi, uttan so at øll tryggja hvørjum øðrum eina treytaleysa grundinntøkutrygd.

 

……………….

Fá meira at vita:

An Introduction to Unconditional Basic Income For All:
https://www.scottsantens.com/universal-basic-income-for-all-unconditional-why-ubi-is-necessary-now-evidence-experiments/ 

How to Calculate the Cost of Universal Basic Income (Hint: It’s Not As Easy As You Might Think):
https://www.scottsantens.com/how-to-calculate-the-cost-of-universal-basic-income-ubi/

Of Course We Can Afford A Universal Basic Income: Do We Want One Though?https://www.forbes.com/sites/timworstall/2016/06/04/of-course-we-can-afford-a-universal-basic-income-do-we-want-one-though/

We can’t afford not to pay everyone a basic income:
https://www.redpepper.org.uk/we-cant-afford-not-to-pay-everyone-a-basic-income/