HEINESEN.info

Flyta drívmegi frá rávøru til handil og tænastu

Frá veiðu- til vitanarsamfelag II:

Fyritreytirnar fyri at skapa kappingarføri snúgva seg í dag í høvuðsheitum um evnini hjá vinnulívinum til at skifta frá reinari rávøru- og ídnaðarframleiðslu sum fremstu búskaparligu drívmegi til meira fjølbroyttar og handilsligar tænastur – harímillum at draga skikkaða arbeiðsmegi til, sum hevur førleikar til at menna og marknaðarføra vørur. 

Eftir Elina Heinesen, stjóra í SamViti, í bløðunum sept. 2008

Førleikar til at samskifta eru avgerandi fyri menningina av nýggjum vørum og vinnum. Førleikar til at savna og skifta um virðismikla vitan hava týdning fyri, at nýggj hugskot verða ment – t.d. hugskot til bíligari og burðardyggari framleiðsluhættir. Førleikar til at kunna, marknaðarføra og selja, hava týdning fyri, at vørurnar røkka einum so stórum kundaskara sum gjørligt. Tað er í hesi virðisskapan, at t.d. akademikararnir kunnu koma vinnuni til hjálpar.

At fáa fleiri skikkaði virðisskapandi fólk til at velja at búgva og arbeiða í Føroyum er ein av okkara allarstørstu avbjóðingum í løtuni. Vit mangla akademikarar, lesandi, granskarar og nýskapandi íverksetarar, umframt ikki minst kvinnur og barnafamiljur. At skapa eitt samfelag, sum kann draga at sær fólk uttanífrá – eisini vitjandi, sum leggja pengar eftir seg – er ein fyritreyt fyri búskaparvøkstri og fyri størri fjølbroytni í vinnuni. Men hvussu væl megna vit hesar avbjóðingar? Tað gongur heldur striltið í løtuni. Tí má ein sjálvrannsakan til.

Virða vit tey, ið skapa óítøkiligu virðini?
Vinnan spælir ein stóran leiklut – ikki minst fiskivinnan, sum eins og onnur vinna má viðurkenna, at tað kann loysa seg at gera størri íløgur í handilsliga, tænastuveitandi og akademiska arbeiðsmegi, hóast hon í fyrstu atløgu tykist dýr. Men sum er, leggur høvuðsvinna okkara enn fyrst og fremst áherðslu á tað siðbundna – at veiða og framleiða, har tað í stóran mun ræður um at fiska so nógv sum gjørligt so skjótt sum gjørligt og fáa sum mest fyri rávøruna. Vinnan tykist í ov lítlan mun at vilja hava brúk fyri tí, sum akademikarar kundu lagt aftrat – t.d. í mun til at fáa meira fyri minni.

Halda vit framhaldandi fast í einum ikki-burðardyggum hugburði, sum restin av heiminum er í ferð við at flyta seg burturfrá, kunnu vit bara rokna við at verða rakt av kreppu – ikki bara orsaka av høgum oljuprísum, men av svíkjandi fiskastovnum, av ov lágum prísum fyri okkara vørur, av manglandi arbeiðsmegi osfr. Hetta er spell, tá veruleikin er, at fleiri og fleiri føroyingar eru vælútbúnir og kundu givið sítt týðandi íkast til størri virðisskapan og til at skapa eina meira burðardygga vinnu. Men hetta virðismikla menniskjansliga tilfeingið tykist ikki at vera virðismett sum uppiborið og als ikki brúkt optimalt í Føroyum.

Ein kærkomin hjálpandi hond
Tey útbúnu ynskja sjálvandi at fáa høvi til at brúka sína vitan og førleikar. Men sum er nú, brúka nógv av okkara væl útbúnu fólkum sínar førleikar aðrastaðni. Mong hugsa enn ikki tankan, at tað ber til at koma heim, tí akademiskir førleikar verða lítið eftirspurdir í føroyskari vinnu – í øllum førum ikki í siðbundnu vinnuni. Teir verða næstan bara eftirspurdir í tí almenna. Hugburðurin hjá akademikarum og ikki-akademikarum er ofta ymiskur. Hetta er við til at skapa spenningar millum tað almenna og vinnuna, sum ofta tykjast nærmast at mótarbeiða hvørjum øðrum heldur enn at síggja seg sum eitt ískoyti til hvønnannan. Mong útbúgvin fólk, sum eru komin heim fyri at royna seg í vinnuni, siga seg uppliva at verða meira ella minni sæð sum ónyttur, ið ikki vita, hvat ‘veruligt arbeiði’ snýr seg um, so tí ber ikki til at lurta eftir teimum. Hetta ger tað ikki hugaligari at koma heim til Føroya at liva og virka.

Samstundis er lønarlagið væl lægri í Føroyum fyri akademikarar enn í londunum kring okkum, skattlig viðurskifti við flyting til Føroya ófyrimunarlig, umframt at tað er dýrt bæði at búgva og keypa vørur her. Ei undur í, at nógv aftra seg við at fara til Føroya at søkja sær arbeiði. Ístaðin fyri at mála fíggindamyndir og síggja útbúgvin fólk sum mótstøðufólk, ónyttur ella óneyðugar útreiðslur, átti vinnan at sæð tey útbúnu sum eina kærkomna hjálpandi hond til eina vinnu, sum er í kreppu og hevur hart brúk fyri hesi hjálpini.

Gamlir dreingir fáa ikki eftirkomarar
Hetta kundi samstundis eisini hjálpt uppá ójavnvágina millum kynini í Føroyum, har kvinnur eru í
undirskoti – av góðum orsøkum. Kvinnur eru í miðal betri útbúnar enn menn og arbeiða siðbundið eisini nógv í handils- og tænastuvinnu, men tað er ikki stórt útboð av teimum størvunum í Føroyum í mun til í økjum við størri fólkamiðsavnan uttanlands, sum virka sum magnetir uppá okkara kvinnur og lesandi. Vit síggja tí, hvussu nógvar kvinnur og lesandi ikki venda aftur til Føroya, um tey flyta av landinum, tí møguleikarnir eru betri hjá teimum í øðrum fólkaríkari økjum fyri meira lønandi, spennandi og avbjóðandi arbeiði og fyri at liva minni kostnaðartungt enn her.

Um vit ikki gera nakað nú við støðuna her heima, økist vandin fyri, at hetta landið endar við at vera eitt samfelag av ófaklærdum gomlum dreingjum, sum búgva á bygd og arbeiða í fiskivinnu. Alt gott um teir annars, men teir fáa ikki eftirkomarar. Vit síggja longu, fólkavøksturin er uppsteðgaður.

Mugu geva rúm fyri fjølbroytni
Um Føroyar skal vera eitt liviligt og spennandi samfelag við eins høgum livifóti sum t.d. í hinum Norðanlondunum, og við eini væl fjølbroyttari íbúgvarasamanseting, har lesandi, vælútbúgvin fólk og kvinnur, sum kunnu føða børn, eisini trívast – er tíðin komin til at hugsa í munadyggum vakstrarstrategium, sum vinnan og tað almenna mugu ganga saman um at skapa í felag, so allir partar hála somu línu og rudda vegin fyri hvønnannan.

Um ikki lívið skal bløða spakuligt út úr hesum samfelagnum, mugu vit syrgja fyri at draga nógv fleiri og meira virðisskapandi og reproduktivar kreftir til Føroya. Vit mugu hava fólkaríkari samanhangandi meginøki í Føroyum, sum geva rúm fyri størri fjølbroytni – og tí virka meira dragandi fyri fleiri. Vit hava nógvar avbjóðingar fyri framman, sum vit mugu møta og loysa.

Mugu raðfesta inntøkugevandi átøk
Spurningurin er, hví stórir partar av vinnuni og ávísir politikkarar ikki meta støðuna í mun til stóru myndina, men royna at trumfa áhugamál hjá lokalsamfeløgum ella ávísum pørtum av vinnuni ígjøgnum. Harvið halda tey fast í, at vit framhaldandi skulu hava eitt einstreingjað og siðbundið veiðusamfelag, sum í longdini kortini ikki er burðardygt og útihýsir so nógvum møguleikum, heldur enn at gera íløgur í virðisskapandi nýskapan, sum kundi stovnfest vinnuna betri og skapt nógv fleiri arbeiðspláss – m.a. til tey, sum nú búgva uttanlands, umframt nógv størri møguleikar fyri inntøkum og spennandi avbjóðingum – júst tað, sum okkara væl útbúna arbeiðsmegin eftirlýsir.

Tað gongur uttan iva út yvir samfelagsbúskapin í væl størri mun, enn vit geva okkum far um, um vinnan og tað almenna ikki hugsa meira yvirskipað og gera meira fyri at draga – og brúka – útbúnað ella akademiska virðisskapandi arbeiðsmegi, so vit kunnu styrkja vinnuna og fáa tann neyðuga búskaparvøksturin, ið t.d. skal bera tær vaksandi almennu útreiðslurnar til heilsuverk og tunnellir o.a.

Gransking, menning og marknaðarføring má til
Um politiska skipanin bara átekur sær ein reglubindandi eftirlitsleiklut og áleggur landskassanum fleiri og fleiri útreiðslur til ikki-inntøkugevandi íløgur, har øktu útreiðslurnar verða fíggjaðar við at leggja enn hægri skattir og avgjøld á fólk, uttan samstundis at gera kakuna størri – tvs. gera íløgur í átøk, sum geva samfelagnum sum heild størri inntøkur – so verður úrslitið eitt fíggjarligt trýst á vinnuna og á einstaka borgaran, ið sannlíkt útarmar gjaldførið og kvinkar príslagið enn longur uppeftir, sum aftur ger, at samfelagið gerst minni attraktivt fyri tey vælútbúnu at búseta seg og arbeiða í. Tað bítur seg sjálvt í halan.

Tí er tað altavgerandi, at politiska skipanin raðfestir íløgur í skilagóð átøk, ið mest sannlíkt økja samfelagsinntøkurnar og harvið gjaldførið skjótast gjørligt.

Hvørja nyttu kann tað almenna gera?
Ikki øll halda, at tað almenna eigur at blanda seg uppí vinnumenning. Í útgangsstøðinum er tað sjálvandi altíð sunnast, at vinnan megnar at standa á egnum beinum, men í ávísum førum kann tað almenna gera stóra nyttu í mun til at lata hurðar upp og lætta umstøðurnar fyri vinnu við vakstrar- og útflutningsmøguleikum. Spurningurin er, hvar tað almenna røkkur – ella hvat tað almenna kann, sum privata vinnulívið ikki kann ella ikki raðfestir, tí tað ikki hevur orkuna at gera íløgurnar í tað. Her kann tað almenna traðka til sum ein virðismikil sparringspartnari fyri vinnuna.

Tað almenna kann stuðla ella gera íløgur í virðisskapandi gransking, hagtalssavnan og onnur amboð, sum vinnan hevur fyri neyðini í mun til at fremja vørumenning og betri, meira samskipaða og effektiva marknaðarføring av Føroyum og føroyskum vørum og tænastum, har vinnan ikki einsamøll megnar at lyfta uppgávuna.Tað almenna kann lata hurðar upp á týðandi millumlanda og hægri politiskum stigi – t.d. ígjøgnum samstarv við útlendskar almennar stovnar sum hava týdning fyri fremjan av vinnumálum. Tað almenna gevur ofta eina ávísa tign til vinnulig átøk við, at almennir persónar/embætisfólk luttaka og lyftir harvið týdningin av átakinum í eygunum á útlendskum handilspartnarum og fjølmiðlum. Og tað almenna er meira óheft enn vinnan av serstøkum handilsligum áhugamálum, tí tað hevur skyldu til at tæna samfelagnum sum heild og kann tí spæla ein savnandi leiklut, har sum tað gevur eyðsæddar fyrimunir, at vinnan stendur saman.

Meira um, hvat skal til fyri at venda búskaparligu gongdini í næstu grein.