HEINESEN.info

Ein uppgerð millum gamalt og nýtt

Frá veiðu- til vitanarsamfelag I:

Politiska kreppan, vit uppliva í løtuni, er eitt av eyðkennunum fyri búskaparrembingarnar og hugburðsbroytingarnar, sum føroyska samfelagið fer ígjøgnum í hesum tíðum. Umskifti henda altíð við gníggingum millum gamalt og nýtt. Vit eru mitt í einum ættarliðsskifti – og tað gongur ikki altíð fyri seg við mýkindum. Men uppgerðin er neyðug at taka, um vit ynskja at flyta okkum inn í nýggju tíðina og varðveita okkara vælferð framyvir.

Eftir Elina Heinesen, stjóra í SamViti, í bløðunum sept. 2008

Hetta er ikki nakað, sum hendir bara her heima hjá okkum. Men munurin er helst tann, at hjá okkum er størri munur á ættarliðunum, tí menningin frá veiðusamfelag til vitanarsamfelag hendir yvir styttri tíð.

Kring heimin snýr umskiftið seg í løtuni nógv um, at fleiri og fleiri fólk viðurkenna, at náttúran ikki er nøkur ótømandi kelda, og at vit ikki kunnu hava búskaparskipanir, sum taka útgangsstøði í, at óendaligur vøkstur er møguligur, tí veruleikin er, at ítøkiliga tilfeingið er avmarkað. Vit kunnu ikki troyta náttúrutilfeingið óavmarkað, men mugu liva og virka í burðardyggari javnvág við náttúruna.

Alheimssamfelagið er tí sum heild á veg úr einum eldri hugburði, har fólk mest mettu sín status í mun til, hvussu nógv, tey kundu forbrúka og upphópa av ognum, til ein hugburð, har fólk nú meira meta sín status í mun til meira óítøkilig virði, sum snúgva seg um sínámillum viðurkenning – um hvørji vit eru, hvat vit gera og hvat vit uppliva, umframt ikki minst hvussu vit kunnu geva okkara íkast til at varðveita náttúrutilfeingið (við øðrum orðum burðardygd). Henda hugburðsbroyting kollveltir forbrúksmynstrið og alheimsmarknaðin í løtuni.

Á veg inn í vitanarsamfelagið
Líka mikið hvat vit í Føroyum gera ella ikki, so eru eisini vit tí á veg inn í ein búskap, har virðir í vaksandi mun eru tengd at meira óítøkiligum viðurskiftum, sum hava t.d. við samleika, vitan, samskifti, og upplivingar at gera. Vitanar- og upplivingarbúskapurin hevur í teimum londum, vit samanbera okkum við, langt síðani yvirhálað veiðu- og ídnaðarbúskapin sum fremsti virðisskapari. Norðanlond t.d. byggja tí í dag sítt ríkidømi fyrst og fremst uppá vitan og nýskapan ella innovatión, serliga í mun til burðardygga vinnu.

Henda veruleika mugu vit í Føroyum viðurkenna og lata okkum í til, um vit, eins og onnur, skulu gera okkum nakra vón um at vera kappingarfør í mun til umheimin. Vinnan kann ikki longur lata sum um, at veruleikin og marknaðurin enn er skrúvaður saman sum fyri 30, 20 ella bara 10 árum síðani. Okkara vinnulív má laga seg eftir nýggju meira óítøkiligu vilkorunum og stremba eftir burðardygd. “Change or die” ella “Innovate or die” verður sagt millum vinnulívsfólk úti í heimi.

Bestu søgurnar skapa størsta vinningin
Vit kunnu ikki longur dúva einans uppá rávøru- og framleiðsluídnað, tí hóast tað sjálvandi er og altíð vil vera ein stórur marknaður fyri grundleggjandi neyðsynjarvørum sum mati t.d., eru tað ikki longur bara tær fysisku vørurnar í sær sjálvum ella fysiskir eginleikar við vørunum, sum hava virði fyri keyparan. Virði á vørum verður í størri og størri mun mett eftir, um vørurnar onkusvegna styrkja samleikan hjá keyparanum – t.d. keypa nógv fólk vistfrøðiligt, tí tað fær tey at føla seg sum betri menniskju at eta sunnari og gera nakað gott fyri náttúruna.

Keyparin hevur lyndi at velja vørur eftir virðum, sum verða løgd aftrat fysisku vørueginleikunum og rindar ofta upp til fleirfaldað fyri hetta meirvirði. Tí síggja vit ofta, at vørur kunnu hava fullkomiliga eins fysiskar eginleikar, men heilt ymiskan prís, tí mesta virði liggur ikki í fysisku eginleikunum. T.d. kostar ein vanligur pakki við einum kg av salti um 6 kr. Beint við síðuna av stendur ein annar pakki við somu nøgd av salti, sum kostar 36 kr. Munurin á góðskuni ella framleiðsluhátti rættvísger sum so ikki ein so stóran prísmun. Tað, sum ger størsta munin, er, at tað stendur Læsø salt á dýrara pakkanum. Søgan um, at saltið kemur úr Læsø, virðisøkir sostatt saltið við 600 prosentum! (Les um Læsø salt her: http://www.sydesalt.dk/)

Tað er alneyðugt, at vit í Føroyum fata týdningin av, hvussu stórt árin góðar søgur kunnu hava, og at vit byrja at brúka hesa tilvitan meira í okkara vinnulívi. Góðar søgur hava ikki bara týdning fyri príssetingina av vøruni, men ofta eisini í mun til at byggja eina heila síðuvinnu upp kring vøruna, eins og tey hava gjørt á Læsø, har ein lønandi ferðavinna er bygd upp um saltútvinsluna.

Kappast um hugskot og søgur
Vit síggja, hvussu virðisskapan í størri og størri mun fer fram í gjøgnum vøru- og konseptmenning – har nýggjar vørur verða uppfunnar, ella verða mentar til at hóska til serligan tørv ella kring eitt ávíst konsept – umframt ígjøgnum at vørur verða spunnar inn í søgur og sniðgeving, sum tala til kenslulív, lívsvirðir og samleika. Okkara kappingarneytar kappast tí mest um, hvør kann finna uppá mest sermerktu hugskotini og siga bestu søgurnar.

Hetta er eitt annað fokus enn tað, vit vanliga hava haft í Føroyum, har vit higartil hava roynt at varðveita ein siðbundnan reinan ídnað – tvs. fyrst og fremst fiskiveiðu, ráfiskakeyp og –sølu – sum higartil hevur troytt náttúrutilfeingið so nógv sum gjørligt, ofta langt út yvir tað burðardygga, ístaðin fyri at fokusera uppá at skapa meirvirði burtur úr tilgeingiliga tilfeinginum ígjøgnum innovatión, kreativa vørumenning og ígjøgnum marknaðarføring og ‘storytelling’, sum tykist verða undirmett og ofta raðfest sera lágt.

Føroysk vinna má saðla um
Hugburðurin serliga í høvuðsvinnu okkara er serstakliga nógv tengdur at sjálvari veiðu- og framleiðslumentanini, har vónin verður løgd í at forvinna so nógv sum gjørligt, tá ráfiskaprísurin er høgur – og annars bara bíða eftir betri tíðum. Hetta – saman við ytri ávirkanum sum t.d. oljuprísinum – skapar sjálvandi ein sera viðkvæman óstøðugan búskap.

Nógvir føroyingar, sum hava sítt livibreyð í veiðu- og framleiðsluídnað, tykjast hava ilt við – ella mótvilja ímóti at seta seg inn í alt tað óítøkiliga, sum í dag hevur fingið so stóran týdning fyri virðissetan av vørum á alheimsmarknaðinum. Tað lættasta er at lata sum um, at tað óítøkiliga ikki spælir ein serliga týðandi leiklut. Ístaðin fyri at laga seg til nýggju vilkorini á alheimsmarknaðinum, verður roynt at verja um ein gamlan hugburð, har verðin var meira einføld og virðir ítøkilig. Hesin hugburður royndist væl einaferð, men ikki longur. Nógvar ressursur verða tí spiltar uppá at fáa tað almenna til at halda kunstigt lív í einari reint rávøruframleiðandi vinnu, sum í veruleikanum er deyðadømd, um hon ikki saðlar um.

Vit dragna afturúr á alheimsmarknaðinum
Veruleikin er tann, at tilfeingið er avmarkað, flutningsútreiðslur verða helst ikki bíligari, vøruútboðið og kappingin er størri enn nakrantíð, krøvini frá marknaðinum til burðardygd økjast í hvørjum – og ikki minst, at óítøkilig virði – so sum førleikarnir til at samskifta – í størri og størri mun avgera, hvat ið kann umsetast til pengar. Um vit ikki raðfesta virðisskapandi vørumenning, burðardygd og marknaðarføring hægri, enn vit gera, fáa vit tað nógv torførari við at skilja okkum frá øðrum, sum framleiða nakað tað sama sum vit – og nógv torførari við at fáa ein góðan prís fyri vørur okkara. Hetta gongur út yvir samfelagsbúskapin – í hvussu stóran mun, kunnu vit bara gita um!

Hví gera vit so ikki meira við nýskapan – við at menna vørur og við samskifti og marknaðarføring, um tað kundi verið loysnin? Tað eru uppgávur, sum t.d. ein akademisk arbeiðsmegi kann loysa, men tað tykist, sum um at vit enn hava eina íbygda arga mótstøðu ímóti at ‘akademisera’ okkara vinnulív.

Meira um hetta í næstu greinini: ….