HEINESEN.info

Lønar tað seg at gera almennar íløgur í tónleikavinnuna?

Um ein vinna yvirhøvur skal fáast at løna seg og gerast ein munandi inntøkukelda fyri landið, so er størsta fortreytin tann, at tað almenna tryggjar vinnuni eitt gott infrakervi. Hetta er galdandi fyri allar vinnur – ikki minst fyri tónleikavinnuna. Men vit hava ein landsstýrismann í vinnumálum, sum at síggja til hevur ilt við at skilja, hvussu umráðandi tað er fyri vinnuna sum heild – eisini tónleikavinnuna – at gera almennar íløgur í eitt gott infrakervi. Spell, at landsstýrismaðurin ikki sær møguleikarnar, sum hansara útlendsku starvsfelagar langt síðani hava varnast – nevniliga, at tað lønar seg at hjálpa gullgásini á flog, sum tónleikavinnan kann gerast. Hann velur heldur at leggja fótonglar fyri henni, júst sum hon var floygd og gjørdi seg til reiðar at leggja fyrstu gulleggini.

eftir Elin Brimheim Heinesen, 24. nov. 2026

Landsstýrismaðurin sigur, at ein vinna ikki kann vera nøkur verulig vinna, um hon ikki klárar seg uttan eina játtan á fíggjarlógini upp á bara eina mió kr, tí ein vinna kann bara vera ein vinna, um hon klárar at standa á egnum beinum og fíggjar seg sjálva. Men hesum hevur hann als ikki rætt í.

Um vit nú kunnu vísa á, at t.d. okkara størsta vinna – nevniliga fiskivinnan – er minst líka so bundin at almennum íløgum – helst meira enn tónleikavinnan – og hvussu umráðandi almennar íløgur í infrakervi eru fyri fiskivinnuna, kunnu vit bara vóna, at landsstýrismaðurin fær eyga á paralellirnar millum fiskivinnu og tónleikavinnu. Munurin er minni, enn landsstýrismaðurin kanska heldur, tí ein vinna er ein vinna, líkamikið hvør vøran er, sum vinnan selur. Tað, sum er galdandi fyri fiskivinnuna og vinnur sum heild, er sjálvsagt eisini galdandi fyri tónleikavinnuna.

Áðrenn fiskiskapur yvirhøvur kundi gerast ein professionell og lønandi vinna, sum fekk bein at ganga á og kundi taka dik á seg, so máttu allar møguligar fortreytir fyrst vera til staðar. Alt samfelagið mátti innrættast onkusvegna til at stuðla undir hesa vinnu. Tað kostar ikki einki at útvinna fiskatilfeingið. Onkur var noyddur at gera íløgur í at byggja fiskiskipini og flakavirkini. Men teir privatu íløgararnir, sum gjørdu tað, hava tó verri enn so skapt allar neyðugu fortreytirnar fyri, at fiskiskapur kundi gerast ein lønandi vinna.

Vinnan ber seg ikki uttan skattaborgaran

Áðrenn fiskurin kundi fiskast og hagreiðast; áðrenn vørurnar kundu tillagast marknaðin og dygdin tryggjast so mikið, at fiskavørurnar kundu gerast sølubarar og kappingarførar, soleiðis at professionell sølufólk kundu selja vørurnar á altjóða marknaðinum; ja, áðrenn tað yvirhøvur var møguligt, at fiskavørurnar kundu enda í frystidiskinum í handlinum, har fólk kundu keypa tær, so tær kundu byrja at geva líkinda inntøkur til reiðaríini, flakavirkini og partaeigararnar – og veruliga skapa arbeiðspláss og inntøkur til landið – so kravdust ovurhonds stórar almenna íløgur í eitt aftanfyriliggjandi risa infrakervi, sum landið – ella skattaborgarin – mátti fíggja.

Tað vil siga, at fólk máttu fyrst útbúgvast til at tekna, fyrireika og byggja havnirnar, vegirnar, skipini og virkini og aðrar umstøður, sum vinnan hevði fyri neyðini fyri at kunna virka optimalt. Fólk máttu útbúgvast og førleikamennast til at uppfinna, menna og framleiða fiskireiðskapin og framleiðslutólini; til at duga at føra skipini; til at duga at fáast við og væla um maskinurnar; til at duga at menna vøruna; til at duga at heilsutryggja vørudygdina; til at duga at selja vøruna og menna eitt effektivt sølulið; og til yvirhøvur at duga at umsita og reka eina kappingarføra fiskivinnu, har landið við sínum sendistovum og privata vinnan samstarvaðu um at víðka marknaðirnar, so fiskurin kann seljast so víða um í heiminum sum gjørligt. Har av skuldu rættiliga nógvar íløgur gerast í gransking, menning, útbúgving, umsiting, umboðan osfr. – alt slíkt, sum ikki ber seg í sær sjálvum, men sum kortini er ein alneyðug fortreyt fyri fiskivinnuna, um hon skal løna seg.

Landið hevur gjørt veldugar íløgur í hetta alneyðuga infrakervi fyri fiskivinnuna, áðrenn vinnan kundi vinna íløguna innaftur og rættiliga fáa fótin fyri seg. Og soleiðis er enn: Onkur má gjalda fyri, at allar hesar fortreytir støðugt eru til staðar, um vit yvirhøvur skulu hava eina fiskivinnu.

Raðfesting av vinnumenning alneyðug

Men eingin íløga hevur fulla garanti íbygda. Tað hevur avgjørt ikki altíð loyst seg at gera íløgur í fisk. Verri enn so. Nógvar íløgur í fiskiskip, flakavirkir ella fiskaaling hava ikki borið frugt, heilt einfalt tí virksemið bar seg ikki. Virkini fóru á heysin. Hugsa bara um, hvussu nógv alibrúk fóru á heysin í fyrstani, tá roynt var at menna alivinnuna. Men kortini fór eingin at siga: “Nei, hetta er ikki vert at fáast við! Vit mugu heldur lata vera at brúka pengar uppá slíkt fjas og fara aftur til at hava fiskiskap bara sum eitt frítíðarítriv!”

Nei, so var ikki. Fólk hildu ikki uppat at gera íløgur í fiski- ella alivinnu fyri tað. Landið helt ikki uppat við at gera íløgur í at skapa góðar umstøður fyri at útvinna fiskatilfeingið. Hugflogið var enn nóg stórt til at síggja møguleikarnar í tilfeinginum, tí vit vistu, at einki var í vegin við góðskuni. So fólk brettu upp um armar og fóru í holt við nýggjar verkætlanir. Eingin misti virðingina fyri teimum, sum tað ikki eydnaðist fyri – ella kallaði tey samfelagsnassarar, hóast landskassin rindaði í dýrum dómum fyri at halda lív í virksemi, sum eingin trygd var fyri kundi bera seg.

Og hygg í dag. Tað tók sína tíð, men fiski- og alivinnan er í dag vorðin grundarsteinur undir samfelag okkara. Tað var ikki bara tí, at vit høvdu atgongd til tilfeingið, men sanniliga eisini tí, at vit raðfestu at gera tað, sum skuldi til fyri at gagnnýta hetta tilfeingið og menna hesa vinnu. Vit trúðu uppá møguleikarnar, vit tóku vágan, og vit gjørdu neyðugu íløgurnar, og landið – tvs. skattaborgarin – stuðlaði við at fíggja fortreytirnar.

Eins og fiskiskapur menti seg til annað og meira, enn hann var, tá fólk hvør sær fóru oman í sjóvarmálan at fiska við hvør sínari tráðu og livdu frá hondini í munnin, so kann tónleikur sjálvandi eisini vera annað og meira enn bara eitt frítíðarítriv hjá nøkrum serlingum.

Vørumenning fortreyt fyri lønandi vinnu

Eins og tað er neyðugt fyri fiskivinnuna at gera íløgur í vørumenning, so dygdargóðar og kappingarførar vørur skulu spyrjast burturúr í síðsta enda, so er eisini neyðugt at vørumenna tónleik. Eins og fiskivinna, hevur tónleikavinna eisini brúk fyri einum vælvirkandi infrakervi. Tað er ein fortreyt fyri menning av vinnuni, at íløgur verða gjørdar í menning av talentunum, at góðar umstøður eru fyri tónleikavinnuna at virka í, og at íløgur verða gjørdar í eitt sera umráðandi og effektivt sølulið.

Skulu vit kunna gagnnýta hetta tilfeingið – tvs. alt tað fantastiska tónlistarliga talentið, sum vit jú eiga í ovurmát her í landinum – so mugu í øllum førum tey bestu tónlistafólkini og umboðsfólk teirra fáa høvi til at arbeiða professionelt við trygd fyri ávísari inntøku – í øllum førum í eitt tíðarskeið til tey fáa flog – har tey fáa optimalar umstøður og hjálp til at menna talentini og umstøður til at skapa ítøkiligar, kappingarførar vørur, so tey hava møguleika fyri veruliga at seta gongd á vinnuligt virksemi og á framhaldandi dygdargóða tónleikaframleiðslu og -framførslu.

Var eingin professionellur tónleikur og lítið og einki útboð av tónleikavørum og konsertupplivingum, so manglaðu vit í stórum nakað, sum kann eggja fólki til at brúka pengar uppá tónleik, umframt at vit sjálvi eisini høvdu verið nógvar av tónleikaupplivingunum fyriuttan, sum í stóran mun eru við til at menna okkara samleika sum fólk og gera okkum errin av at vera føroyingar.

Vit mugu heldur ikki gloyma, at jú størri útboð av tónleiki, jú meira stimbrar hetta eisini allar møguligar aðrar vinnur, ið njóta gott av útboðnum, jú meira avleitt virksemi verður skapt – tað verið seg ferðavinna, útgevara- og forlagsvinna, undirhalds- og tiltaksfyriskipanarvinna, skeiðs- og ráðstevnufyriskipanarvinna, hotell- og restauratiónsvinna, handilsvinna osfr., men eisini fiskivinna ella aðrar ráevnisútvinnandi vinnur, sum jú verða riknar av fólki (og handilssambondum), sum njóta gott av hesum mentanarútboði.

Eg hoyrdi einaferð ein múgvandi vinnulívsmann siga: “Tær allarbestu og mest lønandi handilsavtalurnar havi eg ikki fingið tryggjað mær í fundarhølinum, men aftaná samráðingarnar, tá vit fóru út at uppliva okkurt saman á golfvøllinum ella í býnum.” Mentanin – her undir tónleikurin – skapar teir bestu karmarnar fyri vinnuligum framburði – á øllum møguligum økjum.

Úrslitini av íløgunum í tónleikavinnuna (privatar ella almennar) síggjast kanska ikki beinanvegin og eydnast kanska ikki í øllum førum, eins og tað heldur ikki altíð eydnast at fáa allar íløgur aftur í øllum øðrum vinnum. Men skulu sannlíkindi verða fyri, at tónleikavinnan mennir seg sum heild, er neyðugt at taka vágan og gera neyðugu íløgurnar í infrakervið – t.d. í at útbúgva og førleikamenna tónlistafólkini og teirra umboðsfólk, í eitt effektivt sølu- og útflutningslið, og geva teimum, sum arbeiða í tónleikavinnuni tíð og høvi til at savna seg um sítt yrki og geva alla uppbygdu vitanina og førleikarnar víðari, so tey støðugt kunnu menna vinnuna.

Vit skulu eisini minnast til, at í dag hava vit allan heimin sum marknað, so sjálvt tann smalasta tónlistin kann hava ómetaliga nógvar fjepparar í heimshøpi, sum einstøku tónlistafólkini lítlan og ongan kjans hava fyri at røkka einsamøll, men sum tey nógv meira sannlíkt kunnu røkka, um tey kunnu venda sær til ein felags miðdepil, sum samskipar felags sølu- og marknaðrføringsátøk – eins og t.d. plátufelagið Tutl og Mahogni Music jú gera fyri føroysk tónlistafólk.

Er tað í lagi at gera mismun?

Tað, sum vit eru noydd at viðurkenna, er, at tað kostar pengar at professionalisera tónleikavinnuna, um tónleikavinnan skal kunna løna seg og veruliga byrja at skapa stórar inntøkur – eins og tað hevur kostað nógvar pengar at gera íløgur í at professionalisera fiskivinnuna, so hon veruliga kundi byrja at løna seg. Sjálvandi mugu vit eisini gjalda – so ella so – fyri at hava eina vælsmurda tónleikavinnu, eins og vit á ymsan hátt ígjøgnum privata fígging og almennan stuðul – og ikki bara við vørukeypi í handlunum – hava goldið fyri at hava eina fiskivinnu.

Á sama hátt, sum skattaborgarin fíggjar havnir, so skipini hava eitt stað at leggja at; fíggjar havnaløg, har virkir kunnu byggjast; fíggjar vegir, so vøran kann verða flutt frá framleiðara til brúkara; fíggjar vinnuháskúlar, sum skulu framleiða professionellar skiparar, stýrimenn, maskinmeistarar o.o., sum okkara høvuðsvinna avgjørt ikki kann klára seg fyriuttan; og fíggjar miðfyristing, sendistovur og umboðsfólk, ið luttaka í samráðingum og á handilsmessum kring heimin, sum tryggja fiskavøruframleiðarum góðar handilsavtalur, ja, so átti tað at verið eins náttúrligt, at skattaborgarin rindaði fyri, at dugnalig fólk, ið hava hug og talent á tónleikaøkinum, kunnu menna síni evni, so tey kunnu læra at framleiða best møguligar dygdarvørur til gagns fyri onnur. Hetta eru eisini íløgur!

Góð dygd krevur, at man ger sær ómak. Og ómak kann man bara gera sær, um man hevur tíð og umstøður til tað. Tað kostar, men tað er einans tað, ið gevur úrslit. Vilja vit hava inntøkur burturúr í hinum endanum, so veldst tað sjálvandi um, hvussu góða dygd, tónlistafólkini og umboðsfólk teirra megna at skapa. So ístaðin fyri at spyrja: Hví skulu vit stuðla tónleikavinnu, áttu vit kanska heldur at spurt: Hví IKKI gera íløgur í tónleikavinnu? Hví ikki gagnnýta hetta tilfeingið eins og annað tilfeingi og fáa so nógv sum møguligt burturúr? Tað er einans ein spurningur um raðfesting, um vit ynskja at fáa nakað burtur úr hesum tilfeingi eisini – tí eitt tilfeingi er tað við nógvum potentiali fyri at skapa inntøkur, eins og vit kunnu staðfesta er hent í nógvum øðrum londum.

Men tá tað snýr seg um at gera íløgur í tónleik, so eru fólk í Føroyum knappliga ofta serstakliga pírin. Hetta kann undra, tí tað skal lutvíst so lítið til fyri at gera sera stóran mun. Tað er ikki tí, at tónleikavinnan kostar almenninginum tað stóra, tá ein samanber við, hvussu nógv tónleikur veruliga fyllir í heildarmyndini í tilveru okkara í mun til so nógv annað. Og tað er heldur ikki so, at pengarnir bara fara í lummarnar á tónlistafólkunum. Nei, pengarnir fara beint út í peningaumlopið aftur til at gjalda øllum møguligum øðrum fyri at framleiða og selja tónleikavøruna – t.d. til upptøkuhøli, ljóðteknikarar, framleiðsluvirki, til plátuforløg, til sniðgevar, til handlar, til ferðing og til útgerð osfr. osfr. Tá alt er goldið, er minni enn einki eftir til tónlistafólkið!

Onnur vinna nýtir harafturímóti gott av tónlistafólkunum. T.d. man Atlantic Airways fáa nógv í kassan frá tónlistafólkum, sum fara út í heim at royna seg – bara fyri at nevna eitt dømi. Fyri ikki at tosa um alt tað goodwill, sum samfelagið fær, tí vit kunnu bjóða uppá eitt ríkt tónlistarligt útboð í høgari dygd. Hetta kemur alt gott aftur til vinnulívið og sæst sjálvandi eisini aftur í landskassanum beinleiðis og óbeinleiðis, hóast tað er torført at vísa á júst, hvussu nógv, og hvussu hetta hendir. Men eingin ivi er um, AT tað hendir.

Kortini øsa fólk seg ofta, hvørja ferð onkur tosar um at brúka almennar pengar uppá tónleik, meðan tey gloyma alt um, at aðrar vinnur kosta almenninginum fleirfaldað upphæddirnar, sum fara til tónleikavinnuna. Av onkrari løgnari orsøk, so er tað opinberiliga í lagi at gera hendan mismunin. Men júst hesin hugburður er tað, sum setir fótonglar fyri, at vit kunnu gagnnýta okkara tónlistarliga tilfeingið í størri mun og veruliga fáa munandi inntøkur burturúr.

Tónleikavinnan má professionaliserast meira

Í heimshøpi umsetir mentanarvinna fyri meira enn matvøruvinna! Mentanarvinnan – her undir tónleikur, filmsvinna, fjølmiðlar, telduspøl, list, undirhald og ferðavinnua – er í heimshøpi ein av teimum allarstørstu vinnunum yvirhøvur.

Nógvar kanningar eru gjørdar av, hvussu almennar og privatar íløgur í tónleik løna seg fyri eitt land – í mun til BTÚ, arbeiðspláss, skattainntøkur, útflutning og avleitt árin á ferðavinnu, handil og aðrar vinnur. Stórt sæð allar tær størstu kanningarnar av tónleikavinnu kring heimin vísa, at tónleikavinnan gevur eitt týðandi samfelagsbúskaparligt íkast, sum er størri enn bara umsetningurin innan tónleikavinnuna sjálva. Onkur kanning vísir á avkast, ið svarar til ”1 kr. inn = 3 kr. út”. Men tað finst tó eingin einfaldur frymil, sum er javnt galdandi alla staðni. Flestu kanningar máta tað búskaparliga íkastið (so sum bruttovirðisøking, størv, útflutningur), men máta ikki beinleiðis, hvussu almennnar íløgur í vinnuna ávirka avkastið, tí tað er sera torført at máta hetta neyvt í krónum og oyrum. Eingin ivi er tó um, at tað lønar seg at gera almennar íløgur í tónleikavinnu. Suðurkorea er sterkasta dømið um, at ein miðvís strategi fyri suðurkoreansku tónleikavinnuna hjá stjórnini setti gongd á eina velduga útflutningsflóðaldu við skjalprógvaðum góðum úrslitum fyri samfelagsbúskapin har.

Eins og staðfest er í nógvum londum, kann tónleikavinnan gerast ein virðismikil gás, ið leggur nógv gullegg. Tónleikavinnan skapar arbeiðspláss og eina rúgvu av avleiddum virksemi. Brúk er fyri dugnaligum, vælútbúnum fólkum til at undirvísa í tónleiki, og til at menna, fyriskipa og selja tónleik og skapa góðar tónleikaupplivingar, sum vekja ans og eru verdar at keypa hjá fólki. Arbeiðsmarknaðurin í Føroyum gerst meira spennandi og meira fjølbroyttur. Eitt størri úrval av avbjóðandi størvum innan hesa kreativu vinnu kann fáa fleiri, sum annars vóru flutt av landinum, til at vera verandi, og fleiri útisetar til at flyta heim. Stimbran av tónleikavinnuni kann soleiðis vera við til at skumpa undir fólkavøkstur.

Ein slík menning hendir ikki av sær sjálvum. Tað er ein spurningur um at skilja, hvørjar fortreytirnar fyri menning av tónleikavinnu eru – at vita, hvat skal til og raðfesta tað. Eins og við fiskivinnuni: Jú størri íløgur – privatar og almennar – vit gera í fiskivinnuna, jú fleiri inntøkur, og jú fleiri arbeiðspláss skapar hon. Somuleiðis er við tónleiki.

Men av ymsum orsøkum síggja nógv ikki møguleikarnar í hesi vinnu og hava ilt við at ímynda sær, at tónleikur kann løna seg sum vinna. Tí sum er, síggja fólk, at tónlistafólk tykjast ikki at forvinna serliga nógv. Tað, sum nógv gloyma er, at umsetningurin av tónleikinum kann sum heild saktans vera rúgvismikil fyri tað. Pengar, sum koma inn fyri tónleikin hjá tónlistafólkunum, fara jú til øll onnur fyrst, áðrenn tónlistafólkini sjálvi nakrantíð fáa nakað burturúr. Hetta er uttan iva størsta orsøkin til, at fólk trúgva so lítið uppá, at tónleikavinna kann skapa líkinda inntøkur til landið.

Tað, sum tykist vera mest torført at skilja, er, at um tónleikur veruliga skal byrja at skapa inntøkur, so kunnu vit ikki halda fram við at fata tónleik bara sum eitt frítíðarítriv. Vit kunnu ikki blíva við at fata “stuðul” – t.d. til Tutl ella Mahogni Music – sum eina olmussu ella kalla tað “sømdargávur”. Tað er nevniliga hvørki ein olmussa ella ein gáva. Nei, tað er ein íløga, sum lønar seg, um hon verður gjørd við áhaldni!

Um vit skulu hava eina professionella, inntøkuskapandi tónleikavinnu í Føroyum, má ein hugburðsbroyting til – ein øðrvísi máti at hugsa um tónleik. Eins og vit hava ment, professionaliserað og gjørt íløgur í fiskivinnu, fyri at vinnan veruliga kundi fáa fótin fyri seg, so er átroðkandi, at vit eisini menna, professionalisera og gera bæði privatar og almennar íløgur í infrakervið, sum er fortreytin fyri, at tað veruliga kann byrja løna seg hjá fólki at arbeiða við at framleiða og selja dygdargóðar tónleikavørur og tónleikaupplivingar, sum eru kappingarførar á heimsmarknaðinum. Almennu íløgurnar hava verið vinnandi uppskriftin í øðrum londum, har tónleikavinnan hevur havt stóra viðgongd, og hetta eigur sjálvandi eisini at vera uppskriftin hjá okkum í Føroyum.

Keldur: