HEINESEN.info

Hvussu pengar verða skaptir gjøgnum almennar útreiðslur, og hvørva gjøgnum skatting

Skrivað hevur Scott Santens, 3. februar 2023.
Elin Brimheim Heinesen týddi.
Les enska upprunatekstin HER.

Um tað er nakað, sum flest fólk ikki tykjast at skilja um pengar, og sum veruliga kundi hjálpt stjórnum í 21. øld at stýrt londum betri, so er tað tað, at pengarenslið ikki rennur tann vegin, sum vit halda tað ger. Tað er ein illusjón. Tað, sum í roynd og veru hendir við pengum, er, at teir verða skaptir og hvørva á ein hátt, ið bara minnir um ein áarstreym. Í hesum innlegginum fari eg at royna at greiða nærri frá hesi serstøku fatan av pengum.

Alt í lagi, so tú vilt stovna títt egna land og skapa títt egna gjaldoyra? Hjartaliga tillukku við tí! Hvat er fyrsta stigið? Er tað at áleggja fólkinum í landinum skatt? Hvussu ætlar tú at fáa tey at gjalda skatt við einum gjaldoyra, sum ikki er til enn? Fyrsta stigið er tí at skapa pengar burturúr ongum.[1] Vel hvat tú vilt. Vilt tú brúka skeljar? Tað er í lagi. Vilt tú gera skarð í steinar ella træpinnar? Tað er eisini í lagi. Vilt tú brúka pappírsseðlar? Fínt. Vilt tú brúka eitt-tøl og nullir? Frálíkt. Hvat tú so enn gert, syrg bara fyri at fáa hesi tingini út til fólkið. Tá fólkið hevur pengar, kanst tú heinta nakrar av teimum inn aftur í skatti. Men ikki skatta alt. Tí so hava tey einki at brúka til at keypa vørur og tænastur fyri frá privatum veitarum. Tak tí bara ein prosentpart av pengunum aftur umvegis skatt. Hjartaliga tillukku! Tú hevur nú skapt eitt “hall”. Tú hevur skapt eina”tjóðarskuld” og harvið givið tínum pengum virði við at krevja, at fólk skulu rinda sín skatt í tínum gjaldoyra.

Nú kemur tað, sum veruliga ørkymlar fólk. Latið okkum siga, at tú vilt hava, at ein nýggjur undirsjóvartunnil verður gjørdur.[2] Hvaðani koma pengarnir til at gjalda fólki fyri at gera tunnilin? Koma teir frá tí skatti, sum tú júst hevur kravt inn frá fólki? Nei. Ikki sum gjaldoyraskapari. Sum gjaldoyraskapari ert tú ikki avmarkað/ur til fyrst at skatta fólkið, áðrenn tú kanst gera íløgur. Tú kanst bara gera íløgurnar. Minst til, at tú hevur valdið til at skapa pengar. Eingin uttan tú í tínum landi hevur tað valdið. Øll onnur mugu fyrst spara pengar upp fyri at kunna brúka teir. Tað gera fólk. Tað gera fyritøkur. Býir gera tað. Statir gera tað. Tað gera lond uttan egið gjaldoyra. Tað gert tú harafturímóti ikki. Tú skapar og brúkar bara pengar. So tú kanst bara skapa pengarnar og brúka teir til tín undirsjóvartunnil.

Trýrt tú mær ikki? Lurta sjálv/ur eftir fyrrverandi stýrisformanninum í amerikanska tjóðarbankanum – The Federal Reserve Bank, Ben Bernanke, sum tosar um, at tá stjórnin ger íløgur og rindar fyri tingini, so er tað “ikki við pengum frá skattgjaldarunum”, men at tey “brúka bara telduna til at økja um støddina á kontuni.”[3]

Eitt fyrivarni við pengaskapan er, at pengarnir, sum tú skapar at gera íløgur við, økja um samlaðu peningamongdina og kunnu tí elva til inflatión. So tú mást áleggja fólki skatt fyri at taka pengarnar úr aftur pengarenslinum, eftir at teir eru brúktir. Hetta fyri at sleppa undan at pengamongdin gerst so umfatandi, at hon skapar ov stóra inflatión, ið er nakað, tú ikki ynskir skal henda. Hetta merkir, at um nú undirsjóvartunnulin kostar 1 milliard í tínum gjaldoyra at gera, so noyðist tú at krevja ein skatt inn upp á umleið 1 milliard frá fólkinum fyri ikki at blása pengamongdina ov nógv upp. Tað er í stóran mun júst høvuðsendamálið við skatti – umframt at geva pengum virði og ávirka atferðina hjá fólkinum í landinum. Tær nýtist ikki at áleggja nøkrum skatt fyrst fyri at fáa ein undirsjóvartunnil gjørdan. Tú kanst bara gera íløgurnar, sum skulu til fyri at gjøgnumføra hesa verkætlan. Tað, sum í roynd og veru hevur størstan týdning fyri, at tað er gjørligt at gera ein undirsjóvartunnil, er, um tú hevur kapasitet ella tilfeingi í landinum til at gera ein slíkan. Hevur tú tilfarið? Hevur tú fólkini við neyðugu førleikunum? Og hevur tú tíðina og tøknina, sum skal til fyri at gera undirsjóvartunnilin? Tað er tað, sum veruliga hevur týdning – og ikki “at fíggja verkætlanina við skatti.”

Ímynda tær eina á við einum rensli, sum gongur runt og runt í einum ringi móti klokkuni, og ein bygning, sum fjalir ein part av hesi rundu ánni. Tú veitst ikki, hvat er inni í bygninginum. Hann er sum ein risastórur svartur loynikassi. Tað er rímiligt at halda, at tað, sum hendir inni í kassanum, er tað, sum ger, at áin rennur runt og runt í einum ringi.

Tað er sjálvsagt skilagott at halda, at tað, sum fær vatnið til at renna runt og runt, er okkurt slag av tóli, sum tú ikki sært, og sum fysiskt flytir vatnið fram. Kanska er eitt stórt vatnhjól í svarta kassanum, sum brúkar fysiska orku til at skapa áarrenslið. Nøgdin av vatni í ánni er tann sama. Har er bara okkurt, sum flytir vatnið runt og runt í ringinum.

Soleiðis halda fólk, at pengar virka. Vit hava hetta fyribrigdið, sum kallast krónur[4], sum vit fysiskt geva hvørjum øðrum. Krónur eru veruligar. Tað er ikki so, at tær hvørva og endurføðast, tá tær skifta hendur. Tær halda fram at vera til og verða bara fluttar frá einum persóni til ein annan. Soleiðis uppliva vit pengar, og soleiðis halda vit, at pengar virka. Men soleiðis virka pengar ikki á stjórnarstøði ella á bankastøði.

Tað, sum veruliga hendir á stjórnarstøði, er, at allir pengarnir, sum stjórnin brúkar, eru spildurnýggir pengar. Allir samlir. Og teir pengarnir, sum tykjast at fara aftur til stjórnina gjøgnum skatt og avgjøld, verða bara strikaðir. Tá tú rindar tín skatt, strikar stjórnin bara pengarnar av tínari bankakonto. Puff. Burtur. Vatn kemur út á einari síðu á svarta kassanum. Og vatn kemur inn hinumegin. So leingi áin ikki flýtur yvir, er illusjónin um, at vatn rennur runt og runt, varðveitt. Men tað er bara ein illusjón. Vatnið rennur ikki runt, men verður í veruleikanum bæði skapt og gjørt til einkis av stjórnini.

Hetta er serliga galdandi fyri talgildar pengar, sum tey flestu av okkum nú brúka. Tá vit brúka gjaldskort, har eitt eitt-tal broytist til eitt null hesumegin, meðan hinumegin broytist nullið til eitt eitt-tal, so er einki ítøkiligt flutt nakrastanðni í veruleikanum. Pengar hvørva bara á einum stað og koma fram á einum øðrum stað – eins og við gandi. Men tað er ikki gandur, tað er bara ein roknskaparsbók, og tølini kunnu vera alt møguligt. Tølini eru bara tøl. Tað, sum vit kunnu keypa við hesum tølunum, er tað, sum veruliga hevur týdning.

Bankarnir hava eisini møguleika at skapa pengar gjøgnum tað, sum kallast forskotslán, sum vera givin fólki so hvørt, tey søkja um tað. Hesir pengarnir verða skaptir av bankanum gjøgnum privata skuld. Og teir hvørva, tá skuldin er niðurgoldin. Hetta er eisini orsøkin til, at danski tjóðarbankin, Danmarks Nationalbank, ger lán dýrari umvegis hægri rentu, tá bankin vil minka um inflatiónina. Fólk vilja ikki gjalda hægri rentu, og tí taka tey færri lán, og tað minkar um pengamongdina í búskapinum, sum annars hevði verið skapt við lántøku. Tá tú brúkar gjaldskort, brúkar tú spildurnýggjar pengar, sum økir um pengamongdina. Tá tú rindar gjaldskortsrokningina, gert tú pengarnar til einkis aftur, so teir hvørva, og tú ert harvið við til at minka um samlaðu pengamongdina.

Ein annar stuttligur máti at hyggja at tí er, at hetta virkar sum teleportatión í science fiction. Verður tú umskapað/ur til orku og send/ur onkustaðni við ljósins ferð og síðani umskapað/ur aftur til at vera tú?[5] Ella doyrt tú, tá tú kemur inn í flutningstólið, meðan eitt avrit av tær, sum líkist tær 100%, verður endurskapt á ferðamálinum? Tað er eitt sindur sum ein spurningur um skipið hjá Theseus[6]. Spock helt hetta vera, at “ein munur, sum ikki ger mun, ger ongan mun.” Men eg meini, at tað ger mun, tá tað kemur til pengar.

Tað er lætt at síggja, hví alt hetta er ørkymlandi at fáa skil á, tí tað minnir akkurát um hvørt annað, og kann tí virka løgið at skula vísa á. Um eitt land brúkar og áleggur fólki skatt upp á eina milliard krónur um árið, so kann tað síggja út sum um, at landið fyrst heintar eina milliard krónur inn í skatti, fyri síðani at brúka hesa milliardina, í staðin fyri at landið fyrst brúkar eina milliard krónur fyri síðani at heinta milliardina inn í skatti. Og tað er júst tað, sum hendir, tá ein stjórn ikki hevur sítt egna gjaldoyra. Men tá ein stjórn hevur egið gjaldoyra, so skapar hon í roynd og veru fyrst eina milliard krónur fyri síðani at strika hesa milliardina.

Tað tykist kanska líkamikið at vísa á, at har er ein munur. Tí hvør leggur í tað, ha? Hvør er munurin á at skatta og síðani brúka, mótvegis at brúka og síðani skatta, serliga tá upphæddirnar eru tær somu? Sjálvt um pengarenslið meira sannlíkt vendir ein veg heldur enn ein annan veg, hví hevur tað so týdning? Jú, hetta hevur týdning, tí eitt land við egnum gjaldoyra, sum heldur, at tað noyðist at krevja skatt inn fyrst fyri at kunna brúka pengar, tekur nógv meira sannlíkt atlit at avmarkingum í penganøgd heldur enn at taka atlit at veruliga kapasitetinum í landinum. Hetta førir til alskyns ørvitisavgerðir um sparipolitikk og niðurskurðir og stúran fyri, at innkravdu skattaupphæddirnar eru minni enn útreiðslurnar á fíggjarlógini, sum aftur førir til skaðiligar politiskar raðfestingar, ið føra við sær sparingar og harvið økt fátækradømi, sum kostar samfelagnum milliónir, fyri ikki at siga milliardir í burturspiltum tilfeingi, orsaka av teimum avleiðingunum, sum sparingarnar hava við sær, so sum vánaligari fólkaheilsa og økt tal av brotsverkum.

Vit hoyra orðingar sum: “Á nei! Vit hava brúkt meira uppá vælferð, enn vit hava kravt inn í skatti og avgjøldum. Eg eri bangin fyri, at vit noyðast at skera niður upp á vælferðina nú.” Hvør hugsar um, at hetta merkir, at eldri fólk fara at svølta, sjálvt um ov mikið av mati er til í landinum? Umberingin er, at “vit noyðast jú at gera tað, tí vit hava bara ikki nóg mikið av skattapeningi, ha?”

Hetta er púrasta burturvið at halda. Púra vitleyst alt. Um landið hjá tær hevur ov mikið av mati til øll, og tú skapar tínar egnu pengar, so er einki, sum forðar tær í at býta nóg mikið av pengum út til fólk, soleiðis at øll fáa ráð til at keypa tann matin, sum tað er ov mikið av. Har er einki ítøkiligt, sum setur mark fyri atgongdini til allan hendan matin. Har er einki ítøkiligt, sum setur mark fyri pengunum. Einasta avmarkingin, sum er til í hesum føri, er valið hjá tær um ikki at veita fólkinum pengar nokk til mat. Tað er ein politisk raðfesting.

Sært tú nú, hví tað er so umráðandi at lata vera við at hugsa bara í pengum, men í staðin byrja at hugsa í veruligum avmarkingum av tilfeingi og kapasiteti landsins? Hevur landið hjá tær nóg mikið av mati til øll, so hevur tú sum landsins leiðari eisini nóg mikið av pengum til øll, soleiðis at fólk kunnu keypa mat uttan at tað fer inflatión í matvøruprísirnar. Um landið hjá tær ikki hevur nóg stórt útboð t.d. av bústøðum har, sum fólk helst vilja búgva, og tú veitir fólki býlisstuðul, men vilt sleppa undan, at húsaleigurnar hækka av tí, so er alneyðugt at tú syrgir fyri, at fleiri bústaðir verða bygdir har, sum fólk fegin vilja búgva. Um tú vilt hava yvirflóð av reinari og varandi orku í landinum, ger so íløgur í reina, burðardygga orku. Í longdini verður tað nógv bíligari at brúka eitt óavmarkað tilfeingi sum sól ella vind enn eitt avmarkað tilfeingi sum fossil brennievni. Eru ikki nóg nógvir elbilar til øll, sum ynskja sær ein? Jú jú, í fyrstani kunnu elbilar sjálvandi gerast dýrari, um tú veitir stuðul til elbilakeyp, gamaní, men einans inntil elbilaframleiðararnir økja um framleiðsluna fyri at nøkta vaksandi eftirspurningin. Hav tí altíð avmarkingar í útboði í huga, tá tú veitir fólki pengar sum pengaskapari. Vøruútboðið er altíð tann veruliga forðingin fyri nýtsluni, ikki pengarnir, sum vørurnar verða keyptar fyri.

Ein onnur orsøk til, at tað er so umráðandi at skilja veruligu avmarkingarnar í búskapinum, er fyri at sleppa undan at fara út um kapasitetsavmarkingarnar, bara tí tú heldur, at tú hevur nóg mikið av pengum. Tú kravdi jú skattapeningin inn at rinda við, ikki so? Lat meg greiða frá, hvat eg meini við hesum. Latið okkum siga, at tú skalt gera eina íløgu upp á eina milliard krónur í okkurt. Frá einum sjónarhorni, har tú hugsar í skatti fyrst, heldur tú, at tú noyðist at krevja eina milliard krónur inn í skatti fyrst fyri at kunna brúka eina milliard. Av tí at pengar eru pengar – og tú fatar pengar sum einastu avmarkingina, gert tú av at áleggja einum persóni ein skatt upp á eina milliard krónur. Eingin annar rindar skatt. Nú ert tú væl fyri, ikki so? Nei, tað ert tú ikki.

Um tað einasta, tú gert, er at minka um ríkidømið – og harvið keypsmøguleikarnar – hjá einum einstøkum persóni, so er vandi framvegis fyri, at farið verður um landsins kapasitetsmark – tvs. markið fyri, hvat landið hevur av tilfeingi ella kapasiteti til at framleiða. Ein ríkur persónur keypir vanliga ikki fleiri milliónir koddar. So um tú stúrir fyri, at tað verður størri eftirspurningur eftir koddum, enn tað er kapasitetur í landinum til at framleiða, so hjálpir tað ikki at krevja skatt inn frá bara einum persóni. Men um tú krevur 1.000 krónur í skatti frá 10.000 fólkum, ella 100 krónur frá 100.000 fólkum ella 10 krónur frá 1 millión fólkum, so kundi tað hjálpt til við at tryggja, at tað ikki verður farið um landsins kapasitetsmark. Hetta er orsøkin til, at tað ikki gevur so nógva meining við ognarskatti í mun til kapasitetin – í øllum førum ikki í mun til, latið okkum siga, at leggja ein minni skatt á nýtslu t.d. Ein lítil skattur, sum rakar tey mongu mótvegis einum stórum skatti, sum rakar tey fáu, hevur ikki somu ávirkan á inflatiónina, sjálvt um landið fær somu krónuupphæddir inn í skatti. Hetta merkir tó ikki, at ognarskattur er nakað vánaligt hugskot. Bara at ein slíkur skattur ikki minkar um inflatiónina í líka stóran mun, sum skattur ger, ið nógv fleiri fólk gjalda. Fleiri aðrar haldgóðar orsøkir eru til at seta ognarskatt í verk, eitt nú at minka um ójavnan í samfelagnum.

Her kemur so nakað annað inn, sum er ein beinleiðis fylgja av eini djúpri fatan av, hvussu fiatgjaldoyra[7] og skattir virka. Um tú sært skatt sum alneyðugan fyri at kunna fíggja landsins íløgur, so gert tú bara íløgur við tí, sum tú hevur kravt inn í skatti. Í veruleikanum avmarkar hetta tín veruliga kapasitet. Um tú skilir, at skatturin bara er ein máti at sleppa undan – ella tálma – inflatión, so sært tú eisini, at tað er ymisk annað, tú kanst gera fyri at sleppa undan inflatión, sum ikki er skattur, og at tað tí ber til at minka um verandi skattir ella gera tað møguligt at gera størri íløgur við verandi skattainntøkum uttan vanda fyri inflatión.

Latið okkum siga, at í tínum landi, sum tú stovnaði, eru tvær fyritøkur, sum selja oksakjøt, og at tær semjast um, at í staðin fyri at kappast móti hvørji aðrari, skulu vørurnar hjá báðum fyritøkum hava sama prís. Latið okkum siga, at tær avgera, at prísurin á oksakjøti skal vera 200 krónur fyri pundið. Men hvat nú, um tú vilt fremja kapping í tínum landi og krevur, at fyritøkurnar antin skulu kappast ella fáa risa bót ella enntá at enda missa rættin at selja oksakjøt? Um prísurin á oksakjøti tá minkar niður í 50 krónur fyri pundið, so hevur tú heilt einfalt minkað um inflatiónina uttan at áleggja nakran skatt yvirhøvur.

Av tí at veruligu avmarkingarnar í einum búskapi eru sjálvt tilfeingið ella kapasiteturin í landinum, so kann henda – í teimum førum, har tað er møguligt hjá fyritøkum at gera prísavtalur, og tú bara veitir fólki fleiri pengar, so tey fáa ráð til at keypa tað dýra oksakjøtið – at farið verður út um landsins kapasitetsmark, tí fólk kunnu jú brúka pengarnar uppá annað enn oksakjøt. Ein máti at sleppa undan hesum er við skatti at minka um penganøgdirnar, ið verða brúktar til annað enn oksakjøt. Men av tí at tað finnast aðrir mátar at sleppa undan inflatión, so sum t.d. kapping, so hevur tað við sær, at pengarnir, sum tú veitti fólkinum – og sum annars vildu elvt til inflatión, ikki gjørdu tað kortini. Tú noyðist tí ikki at hækka skattin. Soleiðis kanst tú “gjalda fyri” tingini uttan at krevja skatt inn fyri tað við bara at gera íløgur og taka skilagóðar politiskar avgerðir um raðfestingar, ið víðka um kapasitetin í tínum búskapi at nøkta eftirspurningin, heilt einfalt við at gera íløgur í at gera útboðið størri.

Eg vóni, at hendan fatanin av pengum, almennum útreiðslum og skatti gevur eitt sindur meira meining nú. Um tú sært pengar sum nakað, vit skapa burtur úr ongum og strika aftur við skatti, so er lættari at síggja, at tað, sum í grundini hevur týdning, er alt tað, sum er veruligt – tvs. tey virðini, vit ikki kunnu skapa burturúr ongum. Tað er lættari at síggja, hví tað í veruleikanum ikki eru skattgjaldararnir, ið fíggja tað, sum landið brúkar. Skattgjaldararnir hjálpa bara til við at minka um inflatiónina og við at varðveita virðið á gjaldoyranum. Tað er lættari at síggja, hví summir skattir eru betri enn aðrir, hóast júst somu krónuupphæddir verða kravdar inn í skatti. Og tað er lættari at síggja, hvussu vit kunnu brúka ymisk amboð umframt skatt til at minka um inflatiónina.

Eg vóni eisini, at tað er lættari at síggja, hvussu ørt tað í veruleikanum er at halda – í øllum førum sum gjaldoyrisskapari – at tú ikki hevur ráð til at gjalda fyri tað, sum tú longu hevur lovað at gjalda fyri, serliga tá talan er um íløgur í at vaksa um landsins kapasitet ella tilfeingi (t.d. undirstøðukervið) ella at loysa upp landsins bundna kapasitet ella tilfeingi (so sum at minka um massivu kostnaðarbyrðuna av fátækradømi, serliga barnafátækradømi)[8]. Ja, eg vendi mær til tykkara, sum stuðla trúnni upp á, at tað finst eitt skuldarloft.

So næstu ferð onkur spyr: “Men hvussu skulu vit gjalda fyri tað?” líkamikið hvat vit tosa um, so vóni eg, at tú fært íblástur úr hesum kjakíkasti til at orða eitt svar. Ein annar møguleiki er sjálvandi at lesa mína bók, “Let There Be Money” (Lat tað vera pengar), sum kemur við nógv fleiri próvgrundum enn tær, sum tú hevur lisið um í hesum kjakíkasti.

Kelda:

https://www.scottsantens.com/how-money-is-born-out-of-public-spending-and-dies-by-taxes-mmt/


[1] https://evonomics.com/isnt-time-stop-calling-national-debt/?ref=scottsantens.com

[2] Ikki ‘undirsjóvartunnil’, men ‘brúgv’ í upprunatekstinum.

[3] https://youtu.be/QWJC__mz1Pc

[4] Ikki ‘krónur’, men ‘dollarar’ í upprunatekstinum.

[5] https://starships.com/teleporters-kill-you-the-science/?ref=scottsantens.com

[6] https://en.wikipedia.org/wiki/Ship_of_Theseus?ref=scottsantens.com

[7] https://en.wikipedia.org/wiki/Fiat_money

[8] https://source.wustl.edu/2018/04/childhood-poverty-cost-u-s-1-03-trillion-in-a-year-study-finds/?ref=scottsantens.com