HEINESEN.info

Gentrifisering: Tá vælhavarar yvirtaka grannaløg

Eftir Elina Brimheim Heinesen

Gentrificering er ein broytingartilgongd, sum fer fram í óteljandi býum kring um í heiminum, har gomul, ofta niðurslitin og forfallin grannaløg fáa ábøtur og verða endurnýggjað. Men er hendan menningin altíð góð? Tað er spurningurin, tí ofta førir gentrifiseringin til tvídráttir millum tey, sum hava búð í grannaløgunum í mong ár – kanska í mong ættarlið – og so tey nýggju, sum flyta inn ella keypa seg inn í grannalagið.

Eg fari í hesi framløguni at royna at svara spurningunum: Hvat merkir gentrifisering meira ítøkiliga? Er gentrifiseringin góð ella ring – m.a. fyri ein bý sum Havnina? Men fyrst fari eg at tosa um støðuna sum heild í heiminum á bústaðarmarknaðinum.

Fólk flyta úr bygd í bý

Fleiri og fleiri vilja flyta av bygd í bý. Tað síggja vit ikki bara her, men kring allan heim. Í 2011 fóru vit um markið, har fleiri fólk nú búðu í býum, enn úti á landinum í smærri býum og bygdum. Býirnir uppliva tí ein stóran eftirspurning eftir bústøðum, sum veksur skjótari, enn býirnir náa at fylgja við. Avleiðingin er innlýsandi:

Øktur eftirspurningur og manglandi útboð ger, at húsaprísirnir og húsaleiguprísirnir hækka – uttan mun til, at inntøkustøðið hjá vanliga fólkinum hevur staðið í stað í mun til prístalið í áratíggju. Nú hava vit enntá eisini havt eina lutfalsliga ógvisliga inflatión, sum hevur økt nógv um matvøruprísir, oljuprísir o.a. – og tað rakar mest tey, sum høvdu minst frammanundan.

Fátækdømi versnar í heiminum

Fíggarligur ójavni er ein stórur trupulleiki fyri bústaðarmarknaðin. Sbrt. ST verða tey, sum brúka meira enn 30 prosent av teirra inntøku til bústaðarútreiðslur, sædd sum serliga ‘útreiðslutyngd’ – tvs. at tey kunnu hava ilt við at hava nóg mikið eftir til neyðsynjarvørur sum mat, klæði o.a. Hetta rakar serliga pensjónistar og stakar mammur við børnum.

Vit síggja eisini, at manglandi bíligir bústaðir eru førandi orsøkin til, at fátækdømi gerst verri og onkuntíð beinleiðis førir til heimloysi. Í framtíðini kunnu vit vænta fleiri fátæk fólk, tí framtíðar demografiin er so, at vit fara at síggja fleiri og fleiri eldri, sum hava fingið lovað kostnaðarmiklar veitingar og røkt. Samstundis verða alt færri fólk í virkisførum aldri til at gjalda fyri veitingarnar.

Vit síggja eisini ein globalan tendens til manglandi fíggjarligan mobilitet upp eftir samfelagsstiganum.

Munur millum rík og fátæk økist

Hetta er ein stór búskaparlig avbjóðing fyri samfeløg kring allan heim. Ikki minst í Føroyum. Í býum nógva staðni sæst tí, at munurin gerst alt størri millum rík og fátæk, har vælhavandi háløntir íbúgvar miðsavna seg í ávísum økjum og lágløntir íbúgvar í øðrum økjum.

Gera vit einki fyri at fyribyrgja tí, fara vit at uppliva sama rák í Føroyum. Hvat kunnu vit gera fyri at sleppa undan eini siíkari óhepnari býarmenning?

Bíligir bústaðir lokka

Sum nevnt lýsir heitið “gentrifisering” ta gongdina, sum hendir, tá eldri og niðurslitnir býarpartar verða endurnýggjaðir og meira vælhavandi fólk flyta inn. (“Gentry” á enskum merkir (fínari) borgaraskapurin. Har av kemur so enska orðið “gentrification”). Tað sæst nógva staðni í býum aðrastaðni, ofta í grannaløgum, har verkafólk o.o. láglønt búðu áður.

Kommunalur býarmenningarpolitikkur elvir eisini ofta til / skundar undir gentrifiseringina. Tað komi eg aftur til hví.

Tað, sum leggur fyrstu grundina undir gentrifiseringina av einum grannalag, er ofta tað, at bústaðirnir í einum niðurslitnum og forfalnum grannalag eru bíligari enn aðrastaðni. Hetta dregur minni múgvandi fólk til – tað kunnu t.d. verða lesandi og listafólk, sum hava tørv á at hava lágan livikostnað. Hesir íbúgvar eru ofta evnarík og virkisfús fólk, sum skapa lív og trivnað har, sum tey búgva. Tað er við til at gera býlingin “kulan” og “sjarmerandi”.

Hetta dregur onnur til – ofta vælútbúgvin og meira vælhavandi fólk, sum so keypa hús ella íbúðir í økinum. Summi bara fyri at hava tað, sum ein eyka bústað at ballast í og vera tætt uppá tilboðini í býlinginum.

Bústaðarspekulantarnir fáa eisini eygað á møguleikan fyri at keypa upp bygningar fyri ein lutfalsliga bíligan penga við tí fyri eyga at tjena pengar uppá hesar ognir – t.d. leiga út til Airbnb – ella bara sum investeringsobjekt at selja víðari seinni við vinningi. Hetta ger, at nógv hús standa skralltóm í gentrifiseraðum býlingum, sum harmar tey nógv, sum eru eftir í býlingingum.

Kommunur stuðla gentrifisering

Tað, sum ofta hendir samstundis, er, at býarstýrini eisini síggja møguleikar í økinum og fara undir at gera broytingar, so sum at lata upp fyri, at fólk uttanífrá kunnu keypa hús í grannalagnum uppá lagaligar treytir, so sum at sleppa undan bústaðarskyldu. Myndugleikarnir vita jú, at hetta ofta ber í sær, at teir nýggju vælhavandi húsaeigararnir fara undir at gera íløgur í bygningarnar. Gomul hús verða umvæld ella tikin niður, so nýggj kunnu byggjast, sum ger býarpartin meira presentablan.

Tey vita eisini, at tá meira vælhavandi fólk flyta inn, veksur meðalinntøkan í økinum, sum økir um skattainntøkurnar hjá kommununi.

Kommunan kann eisini hava ein áhuga í at privatisera og selja egnar bygningar í økinum fyri at spara útreiðslur til bygningarnar og sleppa undan ábyrgd av aktivitetum, sum hesir bygningar rúma. Kommunan eggjar tí ofta til og stuðlar uppundir gentrifiseringina, tí hon er áhugað í fyrimununum fyri kommununa – at nýggjar íløgur verða gjørdar í bygningar, at forfallið steðgar, at skattainntøkurnar verða hægri, at handilsúrvalið gerst ofta størri og fjølbroyttari, at færri brotsverk verða framd í einum “penari” grannalag osfr.

Tvídráttir um gentrifisering

Men hóast fyrimunirnir kunnu vera stórir, so er ofta eitt lívligt kjak allíkavæl um, hvør vítt gentrifiseringin er góð ella ring – fyri hvønn, og um ein eigur at fevna gentrifiseringina ella standa ímóti henni.

Upprunaligu íbúgvarnir í økinum eru ikki altíð líka fegnir um teir “batar”, sum teir nýggju húsaeigararnir gera í teirra grannalag, tí tey nýggju kunnu onkuntíð hava heilt aðrar ætlanir við sínum ognum í grannalagnum, sum stríða ímóti teimum ynskjunum, sum upprunaligu íbúgvarnir hava fyri økið.

Tann ringasti vansin, sum kann henda, tá grannaløg verða endurnýggjað, er, at upprunaligu íbúgvarnir kenna seg kroystar og kanska tvingaðar til at flyta úr grannalagnum. Gentrifiseringin kann t.d. útloysa ógvisligar hækkingar í húsaprísum. (Aðrastaðni verður ognarskatturi nógv øktur, sum leggur trýst á verandi húsaeigarar). Húsaleiguprísirnir í grannalagnum hækka eisini ógvisliga.

Tað leggur trýst á verandi lágløntar íbúgvar og familjur, sum leiga, tí tey ikki longur hava ráð til at gjalda marknaðarprísin. Hækkaðu húsaprísirnir kunnu eisini lokka minni múgvandi húsaeigarar til at selja teirra hús við vinningi fyri eyga og flyta í onnur grannaløg, sum ikki eru líka kostnaðarmikil at búgva í.

Minni múgvandi troðkað út

Eldri handlar, matstovur ella samlistøð í grannalagnum kunnu eisini verða troðkað út, tí tey heldur ikki longur hava ráð til at gjalda marknaðarprísin fyri hølini. Hetta gevur pláss til aðrar fyritøkur og nýggjar fínar handlar, matstovur og aðrar tænastufunktiónir – fyritøkur, sum hava betri ráð til at keypa ella leiga seg inn, men sum selja dýrari vørur og tænastur, sum aftur førir við sær øktan livikostnað fyri íbúgvarnar.

Teir fyrimunirnir, sum gentrifiseringin hevði við sær, eru sostatt ójavnt býttir.

Broytta mentanin í grannalagnum, sum ofta fylgir við býarendurnýggjanini, kann eisini gera tað torført hjá upprunaligu íbúgvunum at laga seg eftir nýggju vilkorunum. Gentrifiseringin vekir tí ofta sterkar kenslur millum upprunaligu íbúgvarnar, tí tey kenna tað sum, at tey missa tað, tey kenna, og sum tey vóru góð við í teirra grannalag. Tey óttast kanska eisini alt tað nýggja – alt tað, sum fyri teimum kenst fremmant, kanska nýggj heilt øðrvísi fólk við eini øðrvísi mentan, sum tey einki kenna til, og at serligi hugnin og kanska aldargamla mentanin og felagsskapurin í grannalagnum hvørvur.

Vónbrotin av myndugleikum

Teir íbúgvar, sum ikki kenna seg at fáa nakran fyrimun av gentrifiseringini, gerast ónøgdir. Tað kunnu vera íbúgvar, sum kanska frammanundan eru vónbrotnir av myndugleikunum, tí tey leingi eru blivin yvirsædd. Tey hava kanska leingi verið noydd til at góðtaka vánaliga tænastu frá kommununi. Tey eru kedd um, at tey missa sínar gomlu grannar. Tað kann føra til hørð politisk kjak, sum fær ikki bara tey, men eisini onnur fólk til at óttast gentrifisering sum heild.

Haraftrat kemur, at tá kommunan privatiserar og selur sínar bygningar, er stórur vandi fyri, at tey fjølbroyttu og bíligu tilboðini og tiltøkini í býarpartinum, sum kommunan áður veitti trygd fyri, fella burtur, tí hølini, sum hetta fór fram í, eru yvirtikin av privatum.

Privatir spekulantar vilja fyrst og fremst tjena pengar og hava ikki áhuga í at veita almennar tænastur til borgaran, sum teir ikki kunnu fáa vinning burtur úr. Royndir aðrastaðni vísa, hvussu privatisering ofta drepur alt grasrótavirksemi í einum grannalag, sum ikki loysir seg peningaliga her og nú. Men hetta eru lokal tilboð, sum lokalu íbúgvarnir njóta gott av, og sum er vert at varðveita og stuðla, tí tað fær fólk at trívast og støðast.

Spekulantar ongan áhuga í at veita public service

Tað er bara kommunan, sum kann tryggja eitt breitt úrval av tilboðum, sum ikki kosta borgaranum meira, enn hann hevur ráð til. Men tá alt er vorðið privatiserað, er eingin longur, sum hevur skyldu at átaka sær ábyrgd fyri tey smáu ella “smølu” tilboðini longur, tí tað loysir seg ikki peningaliga hjá teimum. Og so endar tað við, at tað bara eru tey fáu, størri kommersiellu tilboðini eftir, sum kanska draga nógv uttanveltað fólk til, men sum lokalu íbúgvarnir kanska als ikki eru so áhugað í – og helst heldur ikki hava ráð at fara til.

Nú ljóðar tað sum um, at gentrifisering bara er av tí ónda. MEN… flestir eygleiðarar og granskarar halda tó uppá, at fyrimunirnir við býarendurnýggjan og ábøtum á eldri niðurslitnar bygningar í einum øki er eitt gott ting kortini, UM so er, at ávísar fortreytir eru til staðar.

Við stýring kunnu øll fáa fyrimun

Sbrt. granskingarriti hjá Freeman og Braconi frá 2002, so finnast nógv dømi um, at fyrimunirnir við gentrifisering kunnu koma øllum íbúgvunum til gagns. Royndirnar higartil í býum, sum samskifta tætt við borgararnar, vísa, at tað ber til at finna vegir til batar, sum eru til gagns bæði fyri upprunaligar og nýggjar íbúgvar, bæði tá tað kemur til tað fíggjarliga, til umhvørvið og til trivnaðin

Men bert um so er, at býarstýrið tryggjar, at nærdemokratiið virkar, tvs. at ein tekur lokalu borgararnar við í avgerðargongdina frá byrjan, og ger broytingarnar við varsemi.

Tað letur seg helst ikki gera at koma uttan um gentrifisering, men til ber at ávirka menningina, soleiðis at hon verður til fyrimuns fyri flest møgulig fólk. Tað er bert ein spurningur um góða planlegging.

Neyðugt við gjøgnumskygni

Býráðið í Havn hevur avgjørt gjørt okkurt rætt og tikið nógv góð stig seinastu árini, sum hava økt um lív og trivnað í miðbýnum. Tað hava tey rós uppiborið fyri, men í summum førum tykjast avgerðirnar heldur tilvildarligar, fyri ikki at siga illa umhugsaðar – helst tí tær eru so lítið gjøgnumskygdar. Fólk ána ikki, hví avgerðirnar eru tiknar.

Tørvur er á eini býarmenningarætlan, sum er væl grundgivin og rótfest millum borgararnar, og sum flest fólk kunnu skilja meiningina við. Um vit í Føroyum ikki skulu enda við at fáa tann stóra skilnaðin, sum vit síggja í nógvum øðrum londum, millum rík og fátæk, har rík eru miðsavnað eitt stað og fátæk miðsavnað eitt annað stað í hvør sínum ghettoum, so er alneyðugt at stýra býarmenningini, har hugsað verður í heildum, tá ætlanir verða lagdar fyri ymisku býarpartarnar, so alt hongur saman og stuðlar upp undir hvørt annað, heldur enn at vera í mótstríð við hvørt annað.

M.a. er neyðugt at hugsa um fjølbroytni – tvs. hvussu pláss verður fyri øllum samfelagsbólkum – høgum sum lágum – í øllum býarpørtum, har atkoma má tryggjast til bíligar bústaðir fyri fólk við lág- ella meðalinntøku, tað verið seg verkafólk, lesandi, listafólk osfr., tí tey eru eisini við til at geva sítt íkast til tað, sum skapar trivnað og fær øll at støðast í einum grannalag.

Hvørji virði ber til at leggja aftrat býarpørtum?

Tørvur er á at gera metingar av, hvørji virði – umframt sjálvar bústaðirmar – sum tað ber til at leggja aftrat í býarpørtunum – virði, sum skapa kensluna hjá íbúgvunum av felagsskapi og av at hoyra til í nærumhvørvinum og virði, sum tryggja søguliga kontinuitetin, so sum lokal sosial og mentanarlig virði, arkitektonisk virði, handilslig virði og blandað tilboð og hentleikar í nærumhvørvinum. Ein eigur helst at hyggja at og endurskoða, um tær broytingar, sum tað longu eru ætlanir um at gera í ymiskum býarpørtum, veruliga eru til gagns bæði fyri verandi og komandi íbúgvar. Og hugsa um, at tað ikki bara skulu vera almenn tilboð og lív í miðbýnum, men eisini í grannaløgunum kring miðbýin, har av fleiri liggja púra steindeyð, sum er.

Til ber at útvega sær kanningarúrslit – eisini aðrastaðni frá, so vit kunnu læra av royndum hjá øðrum – og savna dáta, sum vísa faktuella tørvin hjá ymiskum bólkum her í Havn, m.a. hvat vanlig fólk hava ráð til at liva fyri, og hvussu hetta samsvarar við útboðið, sum er osfr.

Og síðan hugsa upp politisk amboð, sum tryggja, at faktuelli tørvurin verður møttur. Ber t.d. til at hjálpa lá- ella meðalløntum húsarhaldum, sum eru í vanda fyri at vera troðkað út úr teirra grannalag? T.d. við at veita bústaðarstuðul til leigarar og/ella tilskot til tey, sum leiga út – so sum skattalættar t.d.. sum vit longu hava sæð, kann virka væl.

Hvat skal stýra býarmenning?

Ein spurningur, sum er serstakliga umráðandi at seta, áðrenn ein leggur nakrar ætlanir er:

Hvør eigur býin? Hvør eigur Havnina? Hvørjum skal miðbýurin tæna fyrst og fremst? Lokalu íbúgvunum? Ella fólki í Føroyum sum heild? Hetta er jú ein høvuðsstaður.

Eg vildi hildið, at tað má vera tørvurin hjá teimum, sum eru mest til staðar í býnum, og sum brúka býin mest, sum mest fyrilit eigur at vera tikið fyri, og ikki prestisjuverkætlanir hjá býráðspolitikarum ella tað, sum býráðspolitikkarar og býararkitektar bara ímynda sær, at borgararnir hava tørv á.

Veruligu tørvurin, sum lokalu borgararnir hava, má staðfestast, so vit kunnu fremja eina væl grundaða og væl rótfesta býarmenning og sleppa undan ikki nóg væl umhugsaðum loysnum, sum aftaná vísa seg at vera orsøk til stóra ónøgd millum borgararnar

Síðst, men ikki minst: Tað hevur alt at siga, at grannaløg, sum verða ávirkað av býarmenningarætlanunum, eru við í avgerðargongdini frá byrjan – og ikki bara verða hoyrd, tá ætlaninar longu eru lagdar – so fyrilit verða tikin fyri teirra ynskjum.

TAÐ er ein burðadyggur og framtíðartryggjaður máti at fremja býarmenning uppá.


Keldur:

Managing Gentrification, Intercultural Cities Policy Study May 2020

Gentrification and Displacement: New York City in the 1990’s, Lance Freeman and Frank Braconi 2004

Gentrification and Displacement Revisited A fresh look at the New York City experience, Kathe Newman and Elvin K. Wyly 2006

Displacement or Succession? Residential Mobility in Gentrifying Neighborhoods, Urban Affairs Review, Lance Freeman 2005

Testimony of Lance Freeman to The National Commission on Fair Housing and Equal Opportunity, October 17, 2008

Book Review of “There Goes the ‘Hood: Views of Gentrification from the Ground Up” by Lance Freeman, Reviewed by Alex Schafran 2007

Gentrification and everyday democracy, Sage Journals, European Journal og Political Theory, Jamie Draper 2022