Trigger warning:
Ert tú forvitin eftir at lesa um maskulinitet, sæð frá einum kvinnuligum sjónarhorni, so er hetta nakað fyri teg. Men um tú hevur ilt við at tola, at ein kvinna dittar sær at hava eina meining um, hvat ein “rættur maður” er, so mæli eg til at leypa hesa greinina um. 😉
Eftir Elina Brimheim Heinesen
Áður varð hildið, at meiningin við lívinum hjá monnum var at vera forsyrgjarar. Ein maður skuldi forsyrgja síni familju, annars var hann ikki ein “rættur maður”. Hesin hugburður um, hvat ein “rættur maður” er, er ljóslivandi enn, tí soleiðis eru nógvir menn – í øllum førum í eldru ættarliðunum – uppdrignir, og hetta smittar av uppá yngru ættarliðini. Men í dag er hesin hugburður ikki longur tíðarhóskandi, hóast summi treiskliga royna at fáa gomlu kynsleiklutirnir tiknar uppaftur..
Nógvir menn leingjast uttan iva aftur til gamlar dagar, soleiðis sum teir ímynda sær ta tíðina, tá leikluturin hjá monnum tyktist vera meira greiður, tí síðani kvinnur komu út á arbeiðsmarknaðin í stórum tali at tjena sína egnu løn og fóru at forsyrgja seg sjálvar, eru nógvir menn, sum kenna seg at hava mist endamálið við at vera maður, og tí ikki longur rættiliga vita, hvat tað er at vera ein “rættur maður” – ella hvat teir skulu seta í staðin fyri forsyrgjaraleiklutin.
Nógvir menn eru tí óvissir um seg sjálvar og teirra maskulinitet. Teir kenna seg hóttar av feminismuni og MeToo-rørsluni, sum teir billa sær inn gongur út uppá, at menn “ikki skulu sleppa at vera menn” longur.
Hevur Andrew Tate rætta svarið?
Andrew Tate er ein, sum hevur funnið ein máta at lumpa hesar menninar til at halda, at hann hevur “loysnina”. Hann lukrerar uppá teir og teirra óvissu við at látast at bjóða teimum eina “loysn”, sum skal eitast fyri at “frígera” teir og gera teir til “rættar menn”. Hann førir seg fram uppá, at menn skulu “loyva sær at vera menn”.
Men hvat er so hesin “maður” í hansara optikki, sum menn skulu loyva sær at vera? Jú, í hansara verð kunnu menn bara kalla seg “rættar menn”, um teir duga at ríka seg upp – t.d. við at misnýta onnur og lumpa pengar frá teimum. Tað sigur hann seg kunna læra sínar fylgjarar at gera. Fyri pengar, sjálvsagt, stórar upphæddir. Menn skulu kunna forsyrgja “sínum kvinnum”, sum hann sigur. Men hann sigur eisini, at tá teir forsyrgja kvinnuna, so hava teir samstundis rættin til at dominera og stýra kvinnuni. Livir ein ikki upp til henda sera eintáttaða kynsleiklut, er ein opinberiliga ikki ein “rættur maður” – sambært Tate.
At Tate er kvinnuhatari er innlýsandi – í øllum førum hatari av sjálvstøðugum kvinnum. Men tað, sum menninir, ið hámeta Tate, opinberiliga ikki gjøgnumskoða, er, at hann hatar so sanniliga eisini menn! Allir hesir viðhaldsmenninir hjá Tate, sum halda, at tað er MeToo og feminisman, sum avmarkar teir, duga opinberiliga ikki at gjøgnumskoða, hvussu avmarkandi tann kynsleikluturin, sum Tate selur teimum, er fyri teir sjálvar.
Er tað frígerandi bara at kunna vísa aggressión og dominans?
Gamaní, at menn skulu kunna loyva sær at vísa sína náttúrligu aggressión í løtum, sum krevja tað – ella loyva sær at vera assertivir fyri ikki lata seg fara illa við av øðrum. Men tað er einki frígerandi í, at menn als ikki kunnu loyva sær at vísa aðrar kenslur enn bara aggressión og dominans. Sum um menn veruliga eru so eintáttaðir.
At halda uppá, at bara aggressión og dominansur ger ein mann til ein mann, er als ikki nøkur hevjan ella frígerðing av monnum, men rætt og slætt ein ómetaliga kúgandi og mannminkandi degradering av monnum sum kyn. Tí í veruleikanum eru vit øll jú sera fjølbroytt menniskju við øllum møguligum kenslum og øllum møguligum individuellum persónligum eginleikum, sum vit øll eiga at sleppa at vísa øðrum, uttan ótta fyri at vera ákærd fyri ikki at vera “røtt”.
Men tað er ikki ta frígerðingina, Tate bjóðar nøkrum. Í veruleikanum fastlæsir hansara “idealmynd” av einum “røttum manni” bara menn enn meira inn í ta sonevndu “man-boxina”, sum avmarkar teir til at vera nærmast ein parodi – eins og Tate sjálvur er: Ein maður fullur av undirlutakenslum, og sum tí kennir seg noyddan at blása seg upp við at umgeva seg við potensforleingjarum og dominera og traðka á øll onnur kring seg við niðurgerð og innantómum bravado. Tað útstrálar als ikki styrki, men í veruleikanum bara veikleika fyri flest menniskju, sum hava bara eitt sindur av sunnum skilvísi.
At so nógvir menn / dreingir ikki duga at síggja, hvussu gjøgnumskoðiligt og pínligt hetta er fyri menn sum heild, er í frægasta føri bara syrgiligt – og í ringasta føri, ræðandi.
Nógvir ungir dreingir óvissir um sín maskulinitet
Eg skilji væl, at nógvir ungir dreingir gjarna vilja læra seg at vera “rættir menn”. Tað er ein sannroynd, at nógvir ungir menn stríðast í dag við óvissu um sín maskulinitet. Eg skilji tí væl, at hesir menn fegnir vilja vinna á hesi óvissu. Tað er eisini væl skilligt, at menn kunnu óttast einsemi og møguligu útlitini til ikki at kunna fáa nøktað sín kynsliga tørv ígjøgnum lívið.
Nógvir ungir menn tykjast halda, at um teir læra seg at vera tað, sum onnur siga teimum, at “rættir menn” eru, so fer hetta at gera teir meira væl umtóktar millum genturnar, og at so fara teir at kunna tryggja sær kynsliga nøktan – í besta føri kanska eisini tryggja sær ein framtíðar partnara, sum kann bjarga teimum undan einseminum og tryggja teimum nøktanina – bæði kynsligu nøktanina og aðra nøktan – sum teir óttast fyri at skula vera fyriuttan, kanska serliga tá teir gerast eldri.
Nú kemur so Andrew Tate upp í leikin og addresserar so sera “hent” hesa óvissuna, sum nógvir menn hava, serliga ungir menn. Teir síggja, at Tate sær út til at vera rættiliga væl umtóktur á netinum. Í øllum førum fær hann “likes” í milliónatali á sínum sosialu platformum (hóast hesi likes uttan iva mest koma frá øðrum monnum). Teir mistaka aggressivu framferðina hjá Tate fyri at vera “maskulina styrki” og nakað, sum er vert at stremba eftir – at royna at líkjast Tate.
Ger “maskulinitetur à la Tate” menn minni einsamallar?
Ein partur av teimum, sum stríðast við óvissu um sín maskulinitet, lata seg tí lumpa av Andrew Tate til at royna at spæla hendan harða og dominerandi leiklutin, sum Tate viðmælir teimum at spæla fyri at vera “rættir” menn. Teir trúgva Tate, tá hann billar teimum inn, at hetta fer at geva teimum viðgongd í lívinum – ikki minst at gerast væl umtóktir millum genturnar, sum Tate heldur uppá, dragast sum flugur at monnum sum honum við stórum armrørslum og flottum, dýrum bilum. Hygg bara at øllum damunum, Tate umgevur seg við. Er tað ikki nóg gott prógv?
Tað kann mikið væl vera, at egoið hjá onkrum manni fær eitt skot av sjálvsáliti eina løtu við at fylgja uppskriftini hjá Tate og læra seg at gera seg harðan og dominerandi – í øllum førum í fyrstani, tí hann fær uttan iva eitt sindur av viðurkenning frá øðrum monnum, sum dyrka sama ideal. Tað tykjast nógvir menn at halda hava stóran týdning. Men tann viðurkenningin er jú bara fyri hvussu væl, ein dugir at spæla harður og fyri tað ytra – ikki fyri tað heila menniskja, hann í veruleikanum er, tí prísurin fyri hesa viðurkenning er, at hann má kúga stórar partar av sær sjálvum.
Eg kann bara ímynda mær vónbrotið, tá hesir menn uppdaga, at alt stríðið fyri at royna at vera sum Tate, bara fær teir at kenna seg alt meira einsamallar við tíðini. Tað er nevniliga tað, sum í veruleikanum hendir, tá teir fylgja ráðunum frá Tate: Tí jú meira bannað tað er at vísa aðrar kenslur enn aggressivitet, jú meira avbyrgdir gerast teir kensluliga – ikki bara frá mótsatta kyninum, men eisini frá øðrum monnum, og jú einsamallari kenna teir seg. Tað er ein sjálvstyrkjandi snyril.
Jú, jú, kanska teir megna at fáa nøkur kynslig sambond við gentur á hasi kontuni, eins og Tate sjálvur, men teir merkja uttan iva skjótt, hvussu grunn og lítið kensluliga nøktandi hesi sambond eru, tí tær einastu genturnar, teir fáa, eru ofta gentur, sum sjálvar mangla sjálvsálit og líða líka nógv av sjálvsvanvirðing sum teir sjálvir, og sum tí finna seg í at vera niðurgjørdar av monnum, ið als ikki virða tær sum menniskju. Ofta gentur, sum av óvissu um sín feminitet og ótta fyri ikki at liva upp til eitt órealistiskt ideal um, hvussu ein genta skal síggja út, pumpa seg upp við botox og silicone og tjúkkum løgum av sminku og hár-extensions í tí trúgv, at tað hjálpir.
At brúka kvinnur sum stimulans er ikki veruliga nøktandi
Slík grunn sambond gera bara, at hesir menn kenna seg aldrin veruliga nøktaðar, men bara alt meira einsamallar innast inni. Hetta fangar teir í einum óndum snyrili, eins og tann Andrew Tate sjálvur er fangaður í, har teir áhaldandi mugu á veiðuferð eftir nýggjum gentum – tvs. har kvantitetur kemur at viga meira enn kvalitetur. Kvinnur blíva til eitt slag av brúksluti, sum bara er til fyri at nøkta teirra tørv her og nú. Tær vera bara ein stimulansur, eins og alkohol ella onnur rúsevni.
Men hesin mátin at hava samband við gentur ella kvinnur uppá, veitir ongantíð hesum monnum tað, sum øll menniskju innast inni hava tørv á og leingjast eftir fyri at gerast heil – nevniliga veruligan kærleika.
Tá menninir kanska endiliga varnast, hvussu lítið hesin lívsstílur fyllir einsemisholið innaní, kann eg bara ímynda mær, hvussu ilt teir hava við at viðganga fyri sær sjálvum, at teir lótu seg lumpa. Fyri ikki at missa andlit, halda teir, at teir mugu royna at gera seg ENN harðari, fyri at eingin annar skal varnast teirra mistak.
So teir látast tí sum um, teir sanniliga ikki hava brúk fyri “at binda seg” – à la: “Nei, nei, konufólk eru ikki til at flættast við, so eingin skal fáa spakan undir meg!” Men hetta er í veruleikanum bara ein sera óbúgvin máti at gera neyðsemi til eina dygd, sum teir gera, tí tað er ov torført og snópisligt fyri teir at viðganga, at teir fóru skeivir.
Nógvir av teimum monnum, sum fylgja leiðbeiningini hjá Tate og øðrum líknandi guru’um og sonevndum “pick-up artists”, sum í veruleikanum kanska bara hava kjans at skora óbúnar gentur við lágum sjálvsvirði, enda tí bara við at síggja niður á kvinnur sum heild, serliga tær sterku og sjálvstøðugu kvinnurnar, sum teir ikki megna at imponera við teirra bravado, tíansheldur yvirhøvur røkka. Ja, summir beinleiðis fara at hata kvinnur og geva teimum alla skyldina fyri, at teir ikki sjálvir megna at skapa tættari og meira ríkandi sambond við tær – akkurát tað, sum teir hava mest tørv á fyri at kunna føla seg elskaðar og fáa veruligt og meiningsfult innihald í tilveruna.
Kunsturin at spenna bein fyri sær sjálvum og enda í sjálvshatri
Tíverri gjøgnumskoða hesir menn ikki paradoksið – at teirra egna blinda dyrkan av einum ómenniskjaligum mannfólkaideali í veruleikanum als ikki mennir teirra sjálvsvirðing ella sjálvsálit sum menn, men bara fær teir til – meir ella minni ótilvitað – at hata seg sjálvar meira. Ella rættari: ein stóran part av sær sjálvum – nevniliga allar kenslurnar, sum teir halda niðri og kúga. Hetta gerst til eitt hatur, sum teir so varpa (projisera) yvir á kvinnurnar, sum gerast til teirra ytri “fíggindi”.
Men tað eru ikki kvinnurnar, sum gera teimum lívið súrt. Tað er teirra egni hugburður, sum setir seg sum ein kíla millum teir og onnur og forðar teimum í at uppliva veruligan kærleika. Tann kærleikan, teir mangla, og sum teir bara høvdu kunnað funnið í einum javnsettum parforholdi, har báðir partar veruliga hava virðing fyri hvørjum øðrum. Hesir menn gerast sostatt sínir egnu verstu fíggindar.
Vit hava sæð óteljandi dømi um teir sokallaðu “incels”, sum í summum førum gerast so vónsviknir og frustreraðir, at summir tíverri enda við at velja at drepa konufólk frá hond og/ella enda við at velja ultimativu “loysnina”: At taka sítt egna lív, sum eisini júst er úttrykk fyri tað ultimativa sjálvshatrið.
Flestar kvinnur hava heilt onnur mannfólkaideal enn tað, sum Tate selur
Vælsignaðu ungu dreingir. Um tit veruliga ynskja eitt meira nøktandi lív við meira gevandi og ríkandi sambondum við mótsatta kynið, so er tað ikki handan vegin, tit skulu hyggja, sum Tate vil hava tykkum at hyggja, tí hann hevur ikki í hyggju at hjálpa tykkum. Hann hevur í veruleikanum bara áhuga í at halda tykkum framhaldandi óvissar, tí tað er nettupp tykkara óvissu, sum hann tjenar tjúkt uppá.
Tað er fínt, at dreingir tíma at gera seg upp fyri hvørjum øðrum við at kappast um, hvør hevur teir mest stálharðu vøddarnar, og hvør hevur týðiligasta sixpack. Tað er sunt at trena, um tað ikki verður yvirdrivið. Men eg kann við 100 % vissu siga tykkum, at tað mannfólkaidealið, Tate selur tykkum, er als ikki tað, sum flestar kvinnur síggja mest upp til – í øllum førum ikki tær skilagóðu genturnar ella kvinnurnar, sum eru verdar at satsa uppá – tvs. tær, sum hava tað sjálvsálitið og ta virðingina fyri øðrum, sum ger, at tær duga at síggja aðrar dygdir í monnum enn bara vøddar, pengar og dýrir bilar, og sum tí kunnu elska ein mann fyri tað, sum hann veruliga er, av einum erligum hjarta – og ikki bara tað, hann letst at vera, men sum hann ikki er innast inni.
Hvussu eg veit hetta? Jú, eitt er, at eg sjálv eri kvinna við einum longum lívið aftanfyri meg, umframt at eg eisini havi tosað í trúnaði við óteljandi nógvar aðrar kvinnur um, hvat vit halda vera tað mest attraktiva við monnum. Men tær nýtist ikki at taka meg – eina hálvgamla konu – upp á orðið. Tær nýtist bara at lata eyguni upp.
Gentur elska menn, sum Andrew Tate heldur hánt um
Kanna t.d. eftir, hvørjum mannfólkaidealum ungar gentur í milliónatali í heiminum suffa eftir – ja, beinleiðis skríggja eftir. Eg kann avdúka beinanvegin, at tað als ikki eru týpur sum Andrew Tate, sum allar hesar gentur droyma romantiskar dagdreymar um og brúka eitt ørgrynni av tíð og pengum uppá at dyrka, og sum tær sjálvbodnar standa í kø í nógvar dagar og nætur fyri at síggja t.d. á tónleikapallum kring heimin – bara fyri at sleppa at uppliva síni idol eina lítla løtu, enntá ofta við stórari frástøðu til idolini á pallinum ella skíggjanum.
Kanna eftir: Hvussu “maskulin” síggja hesi idol út, máldir við Andrew Tate’sa málistokki? Hvussu “maskulint” bera teir seg at? Hetta er í øllum førum ein annar formur fyri maskulinitet, sum Tate helst heldur hánt um, men sum genturnar elska.
Hetta er ikki nakað nýtt fyribrigdi annars. (Sí t.d. her: https://nypost.com/2019/01/24/ranking-the-top-10-boy-bands-of-all-time/) Tá eg var tannáringur í 70’unum vóru vit gentur akkurát líka ørar eftir líknandi idolum, sum bæði klæddu seg sera litríkt, dansaðu runt, smurdu sær, høvdu langt hár og sungu og spældu tónleik, sum rørdu við allar hjartastreingir frá tí mest syrgiliga til tað mest festliga og glaða. Tað var fyri so vítt næstan líkamikið, hvussu teir sóu út, og hvat teir gjørdu – bara teir vístu kenslur, jaliga orku og sjálvsvirðing, har teir hvíldu í sær sjálvum.
Menn við sjálvsvirðing ikki brúk fyri at niðra nakran
Men tað eru ikki bara blaðungar gentur, sum elska og droyma um menn, sum als ikki liva upp til upp-pumpaða eintáttaða mannfólkaidealið hjá Tate. Eisini vaksnar kvinnur kunnu vera sera drignar at monnum, sum yvirhøvur ikki passa inn í mannfólkaskabelónina – ella sonevndu manbox’ina – hjá Tate.
Lat meg beinanvegin staðfesta, at tað er als einki galið í at vera ein siðbundin maskulinur maður, men tað er ikki neyðturviliga bara tað, sum ger allan munin fyri kvinnurnar. Flestar kvinnur dáma best menn, sum bara hava ein heilt náttúrligan autoritet yvir sær nettup, tí teir IKKI hava brúk fyri at blása seg upp við potensforleingjarum sum Andrew Tate, og tí teir IKKI hava tørv á at niðurgera kvinnur og fáa tær at føla seg intimideraðar bara fyri at hevja seg sjálvar upp.
Veruleikin er, at hóast menn ikki hava sixpack á búkinum; hóast menn ikki hava hug at dominera kvinnur; hóast menn ikki eiga serliga nógvar pengar og heldur ikki dýrar bilar, kunnu teir saktans sjarmera kvinnurnar og vinna hjørtur teirra, bara teir hava sjálvsvirðing, sum jú eisini gevur sjálvsálit.
Menn við ektaðum sjálvsáliti hava ikki brúk fyri at niðra nakran ella hevja seg sjálvar upp uppá nakkan av øðrum – t.d. við at gera gjøldur við kvinnum ella geva kvinnum skyldina fyri alt, sum er galið í teirra lívi. Nei, teir hava ikki tann tørvin. Onnur kenna seg tí trygg saman við teimum. Kvinnur hava nógv lættari við at fella fyri monnum, sum tær kenna seg tryggar í selskapi við, og sum hava yvirskot til eisini at geva kvinnuni pláss og tí fáa tær at kenna seg virdar. Tað riggar allarbest uppá flestar kvinnur – tó kanska við undantaki av teimum kvinnum, sum sjálvar onkursvegna eisini líða av lágum sjálvsvirði.
Ikki minni menn av at vísa kenslur
Sjálvandi er tað eitt bonus, um menninir vísa í verki, at teir hava so mikið av virðing fyri sær sjálvum, at teir ansa væl eftir egnari heilsu, útsjónd og hygieinu. Tað er einki galið í at vilja síggja so sunnur út, sum ein kann. Men kvinnur kunnu saktans eisini vera sjarmeraðar av monnum uttan six-pack á búkinum. Teir, sum hava størstan fyrimun í longdini, eru nærverandi menn, ið hava ektaðan áhuga í kvinnum sum heil menniskju og ikki bara síggja tær sum sex-objekt, og sum fáa tær at kenna seg veruliga sæddar og skiltar.
Og latið okkum sláa fast einaferð með alla, at kvinnur halda ikki, at menn eru minni menn, fyri tað um teir eisini vísa aðrar kenslur enn aggressión. Tvørturímóti. Kvinnur síggja tað sum eitt tekin um styrki, at menn tora at vísa sínar kenslur – og ikki minst at teir eisini vísa, at teir ikki kenna seg sum minni maskulinar fyri tað, um teir vísa sínar kenslur.
Flestar kvinnur, sum bara eru so nøkurlunda skilagóðar, gjøgnumskoða beinanvegin ein mann, sum hevur tørv á at pumpa seg upp fyri at virka so “yvirmaskulinur” sum gjørligt. Tá menn ikki tora at vísa aðrar kenslur enn aggressión, síggja flestar kvinnur við nøkurlunda viti og skili hetta fyri at vera akkurát tað, sum tað er: Úttrykk fyri eina øgiliga óvissu innast inni um seg sjálvan sum mann og sín maskulinitet. Tað er lítil ella eingin BDE (big dick energy) í tí. Ja, tað virkar beinleiðis frástoytandi uppá flestu kvinnur.
Ver opin um tínar kenslur – á ábyrgdarfullan hátt
Ert tú ein drongur/maður, sum veruliga vilt sleppa undan einsemi og ynskir tær djúp, kærleiksfull og meiningsfull sambond við eitt annað menniskja at vera saman við, og sært tú fyrimunin í at hava líkaverdug sambond, har báðir partar vísa virðing sínámillum, ver tá ikki so bangin fyri at vísa aðrar kenslur enn vreiði. Tað loysir seg nógv betri at vera opin, enn at vera samanbitin. Bæði fyri eins egnu sálarheilsu, men eisini fyri viðurskiftini við onnur menniskju.
Ert tú sorgarbundin, so vís tað. Ert tú keddur av onkrum, so vís tað. Ert tú glaður, so vís tað. Ert tú góður við onkran, so vís tað. Ert tú bangin, so sig frá. Ert tú illur, so sig hví, og hvussu tú hevur tað, men sig tað við tann, tú ert illur við sjálvandi við virðing fyri hinum partinum. Ert tú veruliga djarvur, jamen, so ver tað endiliga, men spæl ikki nakað, tú ikki ert. Minst til, at tú ert bara eitt menniskja uppá gott og ónt, eins og øll onnur.
Møguliga óttast tú fyri at blíva avvístur, um tú vísir, hvør tú veruliga ert. Men minst til, at fólk, sum avvísa teg, bara tí tú vísir tínar ektaðu kenslur, eru ikki fólk, sum hava uppiborið tína tíð ella tíni tár. Halt teg burtur frá teimum, og ver glaður fyri, at tú varnaðist nóg tíðliga, at tey als ikki eru serliga fitt og góð menniskju, áðrenn tú brúkti meira tíð og orku uppá tey.
Í eygunum á kerligum og góðum menniskjum, sum tað veruliga er vert at brúka tíð og orku uppá, verður tú ikki til eitt ristandi nervavrak av at vísa tínar kenslur – og als ikki um tú vísir kenslur á vaksnan og ábyrgdarfullan hátt, har tú samstundis tekur atlit at øðrum. Tey síggja tað tvørturímóti sum eina stóra styrki, at tú torir at vera opin og erligur! Í øllum førum so leingi, tú heldur teg til at tosa út frá tær sjálvum, stendur við tínar egnu kenslur og tekur ábyrgd av teimum – og ikki bara grenjar um, hvussu órættvís onnur eru móti tær, men roynir at skilja allar partar – eisini frá øðrum sjónarvinklum enn tínum egna.
Tað ber saktans til at vera kenslusamur, og samstundis at vera maðurin, sum kann taka ábyrgd, og sum fólk hava álit á, tí fólk tora betur at leggja sítt álit á menn, sum eru erligir og samstundis vísa, at teir kunnu rúmast øðrum enn sær sjálvum. Teir eru nógv meira trúverdigir enn menn, sum bara spæla djarvir, men ikki eru tað í veruleikanum.
Tú hevur nógv størri kjans fyri at fáa tað, tú hevur tørv á, um tú hevur dirvi til at vera opin og vísa, hvør tú veruliga ert – nevniliga eitt heilt menniskja við øllum teim kenslunum, sum menniskju nú einaferð hava – og ikki bara ein, sum roynir at spæla ein parodi uppá ein “mann”, sum onkur annar hevur billað tær inn er ein “rættur maður”.