HEINESEN.info

Vit laga okkum til stuttskygni

Eg havi týtt eina grein eftir Lars Pehrson, forstjóra í Merkur Andelskasse, sum stóð at lesa í Information tann 8. juli 2012. Greinin er ongantíð so aktuell sum júst nú. Nokkso tankavekjandi, at sjálvt framstandandi fólk, ið arbeiða innan fíggjargeiran, síggja, hvussu núverandi búskaparskipan førir samfelagið út í óføri, og at tað tí er alneyðugt at hugsa nýtt.

Størsti trupulleikin er, at vit ikki hava politikkarar, sum eru sína uppgávu vaksnir, og/ella sum duga at hugsa nóg langskygt og visionert. Og tá pressan ikki leggur meira trýst á, kann tað heldur ikki verða øðrvísi. Allir maktfaktorar í samfelagnum – politiskir myndugleikar, fíggjargeirin og pressan – tykjast ikki at vera før fyri at hugsa uttanfyri vanligu kassarnar. Tíverri. Tí tað er alneyðugt við eini hugburðsbroyting. Vit hava ikki ráð til í longdini at halda fram, sum er.

Photo: Christian Ringbæk

……………………..

Ikki bara einstaka menniskja er stuttskygt. Okkara lóggáva fremur eisini hesa last okkara. Úrslitini av hesum hugburði eru veðurlagsbroytingar, dálking og búskaparligar kreppur.

Nú, meðan vit verða ørkymlað av endaleysu tjóðar- og búskaparligu seráhugamálunum, sum forðaðu fyri neyðugum framstigum á Rio+20-toppfundinum, ið júst hevur verið, mugu vit ikki gloyma eina heilt avgerandi forðing í mun til at loysa veðurlags-, tilfeingis- og orkukreppurnar: Okkara vantandi evni at hugsa langt í fíggjarligum og búskaparligum høpum.

Stuttskygni er ikki bara til í menniskjanáttúruni. Vit hava harumframt lagað okkum til ein hugburð, grundgevingar og reglur, sum eggjar okkum til, at lata nútíðina altíð fáa framíhjárætt framum framtíðina. Tað er tí, at vit pumpa síðstu oljuna upp av fullum alvi, heldur enn at goyma eitt sindur av henni til um 100 ár. Tað er tí, vit ikki kunnu fremja eina burðardygga fiskivinnunýskipan: Vit vilja selja fiskin nú! Tað er tí, vit halda á at dálka okkara umhvørvi, líkamikið hvussu ofta vit fáa at vita, hvussu dýrt ella vanlukkuligt tað verður fyri framtíðina. Vit vilja hava vinningin her og nú og ikki brúka nakað av honum til at rudda upp eftir okkum.

Tað er tí, at íleggjarar gáa mest eftir kvartalsroknskapinum hjá stóru børsskrásettu fyritøkunum (fyribrigdið verður kallað kvartalskapitalisma).  Og tá vit harafrat missa veruleikasansin og lata fíggjargeiran ríva seg leysan frá veruliga búskapinum, kunnu vit í høvuðsheitum forvinna fleiri pengar í ein dag ella í eitt minutt bara við at spekulera, heldur enn í áratíggjundi at átaka okkum strævna arbeiðið, sum tað er, at menna og framleiða vørur.

Vandamikið bland
Politikkarar hava teirra egna stuttskygda sjónarring, sum røkkur fram til næsta val. Hugsa bara um allar teir samfelagstrupulleikar, ið ikki verða loystir, tí tað eina Kamarið í amerikansku kongressini skal veljast annaðhvørt ár.

Samansetingin av politiskum og fíggjarligum stuttskygni er eitt bland, ið kann fáa ógvisligar avleiðingar. Tað átti búskaparkreppan at hava lært okkum. Í 0’unum hildu danir veitslu, meðan bústaðarbløðran vaks, politikkararnir skumpaðu undir, so økt var um lániveitingarnar til fasta ogn. Allastaðni vórðu lán veitt í frívirði, og fleiri hundrað milliardir krónur vórðu á henda hátt sprændar út í búskapin.

Pengarnir komu streymandi inn í ríkiskassan umvegis avgjøldini til allar teir nýggju bilarnar, sum vórðu keyptir fyri læntu pengarnar, MVG’ið frá høgu eginnýtsluni osfr. Fíggjarmálaráðharrin frøddist um ábyrgdina, og skattalættar vórðu býttir út, so veitslan kundi halda á.

Tá bløðran brast, mátti ríkiskassin lofta bankunum, uttan at nakar av álvara fór undir at tosa um, um tað nú kundi bera til, at fíggjarskipanin fekst at virka á annan hátt. Tað verður enn ikki rættiliga tikið uppá tungu. Vit hava júst sæð alt endurtaka seg í Spania: Eina bústaðarbløðru, sum setti gongd á framgongdstíðir – og hareftir afturgongd við bjargingum av bankum fyri hundraðtals milliardir evrur.

Umframt at politikkarar fegnir vilja tykjast so væleydnaðir sum gjørligt fram móti næsta vali, so hava teir eisini í stóran mun latið seg ávirkað av búskaparliga logikkinum, sum ger, at framtíðin hvørvur úr eygsjón. Fyribrigdið verður kallað – ikki serliga øsandi – fyri “diskonteringsfaktorurin”. Hetta er ein prosentsatsur, sum fíggjarmálaráðið brúkar, tá framtíðar útreiðslur ella inntøkur skulu umroknast til nútíðarvirði.

Í Danmark er hesin satsur so høgur sum seks prosent um árið. Eitt óhoyrt høgt tal, sum merkir, at bæði útreiðslur og inntøkur, sum fara at koma í framtíðini, minka burtur í einki, bara tíðarkarmurin er nøkur fá áratíggjundi. Ofta verður kjakast, um nú hesin diskonteringsfaktor er rímiligur, og fleiri uppskot hava verið frammi um at minka satsin. Verður leitað á heimasíðuni hjá fíggjarmálaráðnum finnast tó eingi onnur úrslit, enn at faktorurin enn er seks prosent. Hetta er ein av orsøkunum til, at vit als ikki gera nóg stórar íløgur í undirstøðukervið og í orkuumlegging t.d.

Halda hondina undir teim stóru
Stuttskygdi fíggjarligi logikkurin, sum serliga er knýttur at ímyndini um partaeigarafyrimunir – at uppgávan hjá eini fyritøku er at skapa størst møguligt virði til eigarar sínar innan stytst møguliga tíð – hava gjøgnum seinastu áratíggjundini spakuliga, men miðvíst, fongt fíggjarligu lóggávuna heilt niður til nágreiniligar roknskaparreglur, sum bankar og eftirlønargrunnar skulu fylgja.

Lat meg taka nøkur dømi fram um, hvør ávirkanin er av slíkum reglum:

Bankar skulu sum kunnugt rokna eitt gjaldførisprosenttal, sum boðar um lutfallið millum stovsnfæið (eginpening og annan pening, bankin hevur ábyrgd av) og aðra ogn og váðar annars. Hetta talið má ikki vera lægri enn átta prosent. Í grundini merkir hetta, at hvørja ferð bankin lænir onkrum 100 kr., skal bankin í minsta lagi hava minst átta krónur í eginpeningi.

Tað er tó kortini vorðið loyvt at gera útrokningarnar á ein meira fløktan hátt, har fyrilit verða tikin fyri váðanum við teim ymisku lánunum. Slíkar útrokningarskipanir eru sera dýrar at menna. Tí eru tað bara teir stóru bankarnir, ið hava ráð til tær.

Úrslitið av hesum er, at nøkur lán fara at viga munandi minni. Um eitt lán bert vigar 20 prosent, merkir hetta, at bankin nú kann veita 500 kr. í útláni við grundarlagi í teim somu átta krónunum bankin átti av eginpeningi. Ferðin økist, og øll skipanin verður minni gjøgnumskygd.

Trupulleikin er, at váðin ikki altíð verður fangaður av hesum fløktu frymlunum. Tað sóu vit, tá fíggjarkreppan brast á í USA, har tað vóru teir størstu bankarnir, sum fyrst vóru raktir.

Stuttskygni er ein dygd
Niðri á jørðini verða avleiðingarnar av hesum grundreglum, at stórir bankar fáa fyrimun fram um teir minnu. Teir skulu hava lutvíst minni eginpening fyri at kunna fremja somu handlar og kunnu harvið lættari forvinna meira pening.

Størri fyritøkur verða tiknar framum smáar og miðalstórar fyritøkur. Hetta kemst m.a. av, at størri fyritøkur ofta hava eina styrkimeting (rating), sum smáar fyritøkur ikki hava. Ein høg styrkimeting er nakað av tí, sum elvir til, at fyritøkan vigar minni eftir Basel-skipanini.

Stórar fyritøkur kunnu tí lána bíligari – munandi bíligari – enn minni fyritøkur. Tá bankin bert skal binda ein fimtapart av eginipeninginum, kann hann fáa væl størri ágóða, sjálvt tá rentumarginalurin er lægri. Ikki er óvanligt, at ein stór fyritøka rindar tvey prosent, meðan ein minni og tó enn lánifør fyritøka rindar seks-átta prosent fyri lán til samanberiligt virksemi.

Tað er ikki torført at síggja, hvat tað merkir fyri allan vinnubygnaðin í samfelagnum. Tað eru tær stóru fyritøkurnar, sum serliga eru bundnar at hugburðinum um mest møguligt virði fyri partaeigararnar her og nú, og tí noyðast stuttskygt at leggja áherðsluna á kvartalsroknskapin.

Men ein búskapur við nógvum smáum og millumstórum fyritøkum er meira livandi, og tann búskaparligi samhandilin í lokalu økjunum væl meira virkin. Fleiri arbeiðspláss verða skapt í einum slíkum búskapi, og tað má tí vera í samfelagsins langskygda áhuga at fremja ein slíkan búskap. Men ístaðin hava vit tvørturímóti bygt eina skipan upp, sum umvegis næstan ósjónligar mekanismur førir til tað beint øvuta.

Eisini eftirlønargrunnarnir verða eggjaðir til at vera riknir á stuttskygdan hátt. Reglurnar á økinum merkja, at teir seta mesta av fæi sínum í børsskrásett virðisbrøv – lánsbrøv ella partabrøv. Tað verður grundað í fyrilitinum fyri trygdini hjá eftirlønarmóttakarunum – uttan mun til at eisini børsskrásett virðisbrøv kunnu vera viðkvom fyri búskaparligum bløðrum.

Tískil verður menningin á fíggjarmarknaðunum avgerandi fyri árligu uppgerðirnar av úrtøkuni, sum eftirlønargrunnarnir kappast um at standa seg best í. Fyri at standa seg væl í hesi kapping, eru eftirlønargrunnarnir noyddir at hugsa um síni stuttskygdu áhugamál. Tað er spell, tí tær risastóru upphæddirnar, sum eftirlønargrunnarnir ráða yvir, kundu borið einastandandi møguleikar í sær fyri at skapa langskygd virði í samfelagnum, og harvið eisini fyri teirra egnu brúkarar, sum jú skulu gerast gomul í hesum samfelag. Men fyri at gagnnýta møguleikarnar, noyðast vit at menna háttaløg at máta langskygdu veruligu virðisskapanina, so virðini ikki vera burturmist í sveiggjunum á børsunum.

Greinin kann lesast á donskum her:
http://www.information.dk/305471