eftir Paul Kingsnorth, grein almannakunngjørd í The Guardian tann 26. sept. 2011. Umsett hevur Elin B. Heinesen
At uppliva eitt skrædl er løgið. Tað mest løgna er, at eingin torir at viðganga, at tað ER eitt skrædl. Hóast búskapir og trygdarskipanir smokka saman allastaðni í løtuni og gera tað ógjørligt á sannførandi hátt at nokta fyri úrslitinum av skuldarrikna “vøkstrinum” nú í eina hálva øld, so halda heimsins leiðarar so andbráðir fast í tí, teir plaga at gera. Eingin vil vera fyrstur at siga, at nú eru so nógvar rivur í byrgingini, at tað ikki longur ber til at umvæla tær.
Er vakstrarhugsjónin trupulleikin?
At lurta eftir politiskum leiðarum hetta tíðarskeiðið í søguni er sum at lurta eftir einari prædiku hjá einum presti, sum hevur mist trúnna, men sum vónleyst roynir ikki at viðganga tað – heldur ikki fyri sær sjálvum. Hygg at Nick Clegg, David Cameron ella Ed Miliband og teirra samanbitna, tóma orðaskvaldri, teir oysa yvir trúføstu viðhaldfólk síni. Lurta eftir, hvussu Angela Merkel, Nicolas Sarkozy ella George Papandreou lata sum um, at alt fer at gangast væl í Evropeiska Samveldinum. Kanna brøgdini í andlitunum á Barack Obama og Ben Bernanke, tá teir tosa um “vøkstur”, sum var tað ein heiðin gudur, sum skal mildnast við at koppa einum gandapotti aftrat, fullum av ímyndaðum pengum, inn í munnin á gosfjallinum.
Í hesum tíðum royna fólk at finna svar aðrastaðni. Ein krepputíð er eisini ein tíð, har nýggir møguleikar fáa høvi at koma framat, og har aðrar hugsjónir, sum fyrr ikki vóru viðurkendar, koma í brennidepilin. Tá ein skipan dettur sundur, sæst, at hugurin millum fólk at síggja alt øðrvísi veksur ítøkiliga, og nógv fólk bjóða seg tá fram at fóðra hendan hugin við nýggum stórum hugsjónum.
Men her er eitt hugskot: Hvat nú um tað júst eru stóru hugsjónirnar, sum eru partur av trupulleikanum? Hvat nú, um trupulleikin í veruleikanum eru tær stóru altfevnandi hugsjónirnar í sær sjálvum?
Ikki kreppa av ov lítlum vøkstri, men umvent
Kreppan sum í løtuni herjar alheimin er ein vakstrarkreppa. Ikki, so sum vit so javnan fáa at vita, ein kreppa íkomin av ov lítlum vøkstri, men av ovurvøkstri. Bankar eru vorðnir so stórir, at um teir fara á heysin, so smokkar alheims búskaparskipanin saman. Fyri at forða fyri hesum hevur tað almenna bjargað bankunum við at spræna ómetaliga stórar mongdir av almennum skattapengum inn í bankakervið, sum útarmar landsbúskapir og elvir til øgiligar sosialar skeivleikar og kreppur á gøtunum í vesturheiminum.
Evropeiska Samveldið hevur vaksið seg so óskiljandi stórt og fløkt, at tað hóttir við at smokka saman í sær sjálvum. Fyritøkur hava vaksið seg so stórar, at tær eru sjálvar sum ógvuslig samfeløg og byggja upp eitt alheims ríkmannaveldi, sum bara tænir teirra egnu áhugamálum. Mannaættarinnar búskapur sum heild hevur vaksið seg so stóran, at hann hevur megnað at broytt evnissamansetingina í lofthavinum á klótu okkara og hevur framskundað eina hóptýning.
Har okkurt er galið, er okkurt ov stórt
Ein maður, sum ikki hevði verið so ovfarin av, hvussu álvarslig kreppan er, um hann hevði livað enn, er Leopold Kohr. Kohr, sum flest fólk ongantíð hava hoyrt um, kundi saktans havt æruna av at verið ein av týdningarmestu hugsjónarmonnunum í heiminum. Men í mun til Marx hevur hann ikki sett nakra alheims rørslu í gongd ella íblást til kollveltingar. Ella í mun til Hayek hevur hann ikki umskrivað búskaparligu reglurnar í nútíðar samfelagnum. Kohr var ein eyðmjúkur og lítillátin maður. Men hetta var ikki orsøkin til, at hugsjónir hansara ikki vóru tiknar fyri fult av teim máttmiklu hesa hálvu øldina, síðani hann legði tær fram. Hugsjónir hansara hava ikki havt ta stóru ávirkanina, tí tær stuðla ikki sjálvsalskin hjá teimum valdshungrandi – tað verið seg bæði hjá teimum, sum ynskja kollvelting, og teimum, sum eru partur av ríkmannaveldinum. Í roynd og veru er boðskapur Kohrs ein beinleiðis avbjóðing til tey øll. “Alla staðni, har okkurt er galið”, helt hann fast í, “er okkurt, sum er ov stórt”.
Kohr var borin í heim í 1909 í lítla eysturríkska býnum Oberndorf. Barndómurin í einum lítlum býi, saman við atfinningarsomu kanningum hansara av búskapi og politisku hugsjónum hansara á LSE, hansara uppliving av anarkistiskum býarstatum undir spanska borgarakrígnum, har hann var útsendur sum tíðindafólk, og so tann sannroynd, at hann var noyddur at flýggja úr Eysturríki eftir nazistisku innrásina (Kohr var jødi), var alt samalt við til at økja um vaksandi mistrúgv hansara til vald og misnýtsluna av valdi.
Smáar tjóðir klára seg nógv betri enn stórveldi
Eftir at hava búsett seg í USA, fór Kohr undir at skriva eina bók, sum skuldi lýsa hansara hugsjónir. Í 1957 kom bókin, “The Breakdown of Nations”, út. Í henni legði Kohr fram nøkur sjónarmið, sum tá vóru sera víðgongd. Hann helt, at teir smáu statirnir, tær smáu tjóðirnar og teir smáu búskapirnir vóru meira friðarsinnaðir, høvdu meira vælferð og høvdu betri evni at vera skapandi, enn stórveldi og risastatir. Hetta var eitt uppáhald, sum tá var so ótíðarhóskandi, sum tað kundi vera. Hetta var, tá rúmdarøldin júst var byrjað – ein tíð við stórari tiltrúgv til framgangsríku, risastóru, tøkniriknu lagnu mannaættarinnar. Høgt virdir politiskir hugsjónarmenn tosaðu í ramasta álvara um at seta á stovn eina alheimsstjórn, sum tað næsta stigið til at savna mannaættina í eina eind. Tankarnir hjá Kohr stóu í beinleiðis andsøgn við sjónarmiðini, sum vóru mest frammi júst tá. Seinni helt Kohr fyri, eitt sindur turrisliga, at tey, sum funnust at honum “vístu hugsjónir mínar frá sær við at sipa til mín sum yrkjara”.
Kohr helt fast um, at trupulleikarnir í samfelagnum komu ikki av serligum mátum at skipa samfeløgini sosialt ella búskaparliga, men at tað var ovurstóra støddin, sum skapti trupulleikarnar. Sosialisma, anarkisma, kapitalisma, fólkaræði, kongsveldi – allar skipanirnar kundu virka væl á tí, sum Kohr rópti einum “menniskjaligum støði”: tvs. á einum stigi, har fólkið spælir ein leiklut í skipanunum, stýrd av lívinum, fólkini liva í samfelagnum. Men tá skipanirnar vaksa til stórar, modernaðar statir, so fara skipaninar at stýra lívinum hjá fólkinum alt meira, og tá verða allar skipanir kúgandi. At broyta skipanirnar – ella tær hugsjónir, sum skipanirnar byggja á – fær ikki skipanirnar at gerast minni kúgandi (soleiðis sum ein og hvør kollvelting í søguni hevur víst), tí: “Trupulleikin er ikki tað, sum er stórt, men tað, at tað er stórt í sær sjálvum.”
Smáar tjóðir hava størri skapanargávur
Kohr vísti við dømum úr søguni á, at tá fólk – undir eini og hvørjari skipan ella ongari – fáa ov nógv vald, so misnýta tey valdið. Uppgávan er tí at avmarka tað vald, sum einhvør einstaklingur, skipan ella stjórn kann fáa hendur á. Heimsins trupulleikar verða ikki loystir við at skapa størri og størri eindir, men við at skilja sundur í smærri eindir. Heimurin átti at verið býttur upp í smærri partar, hvør við umleið somu stødd og sama valdi. Hetta hevði kunnað avmarkað vøksturin og harvið yvirræðið hjá einstøkum pørtum yvir øðrum. Smáir statir og smærri búskapir eru meira liðiligir og betri førir fyri at klára búskaparkreppur, minni førir fyri at føra kríggj, og meira ábyrgdarfullir í mun til íbúgvar sínar. Og ikki bara tað, teir hava eisini størri skapanargávur.
Bókin hjá Kohr lýsir so beinrakið og sannførandi – við eini ferð gjøgnum evropeisku miðøldina og tíðina, tá Evropa so smátt gjørdist moderna – hvussu nógvir av teimum stórbæru evropeisku minnisvarðunum júst vóru skaptir í smáu statunum – alt frá dómkirkjum til stóra list og vísindaligar nýskapanir.
Vald hópar upp meira vald at stýra valdinum
Fyri at skilja livandi, profetisku megina í hugsjónum Kohrs, er neyðugt at lesa bókina “The Breakdown of Nations”. Summar viðurkenningar, ein fær við at lesa bókina, geva einum gásarhold. “Stórar støddir”, segði Kohr, “leiða bert til enn størri støddir, tí tað, sum veksur út um ávís mørk, fer við tíðini at líða alt meira undir trupulleikanum av tess alt meira óstýriliga yvirvaksni”. Fer støddin út um hesi mørk, er skipanin noydd at hópa upp enn meira vald fyri at stýra valdinum, skipanin longu hevur. Vøksturin gerst til ein ótemjandi krabbavøkstur, sum ósvitaliga endar við, at øll skipanin smokkar saman undir síni egnu tyngd.
Vit eru nú komin hartil, sum Kohr ávaraði um fyri meira einn hálvari øld síðani: til tíðina, “har vøksturin ikki longur tænir lívinum, men har lívið nú má tæna vøkstrinum. Hetta avlagar fullkomiliga sjálvt endamálið við at vera til”. Kreppan, sum er íkomin av ovurvøkstrinum, ið Kohr ávaraði um, herjar okkum í løtuni. Og eins og vit eru von, so royna vit at loysa trupulleikar okkara við bara at gera meira av tí sama: at savna í størri og størri eindir, at vaksa um og herða politiska valdið, at royna at loysa umhvøvistrupulleikar við meira tøkni og at royna at seta meira ferð á størri búskaparvøkstur. Hugsjónirnar um ‘tað stóra’ eru eins vakrar sum áður fyri tey, sum hava tað lítið øvundarverdu uppgávuna, at halda vakstrarhjólini í gongd.
Hetta eigur ikki at gera okkum ovfarin. Kohr var ikki ovfarin av hesum sjálvur. Beint tvørturímóti tí, sum hansara utopisku atfinnarar gjørdu – so blandaði Kohr ongantíð ynskið um kollveltandi broytingar við sannlíkindini fyri, at broytingarnar í roynd og veru fór at henda. Hann tók broddin av sínari niðurstøðu við kveikjandi ærliga at vísa á, at – eins og ein doyggjandi stjørna – so fer risastóra alheims skipanin at smokka saman av sær sjálvum í síðsta enda, og so kann øll vakstrarringrásin byrja av nýggjum. Men áðrenn vøksturin byrjar av nýggjum aftur “millum vitbornu ístíðir risayvirvaldanna”, so fer heimurin at gerast “lítil og frælsur einaferð enn”.