Grein eftir Michel Bauwens. Elin Brimheim Heinesen týddi úr enskum. 2009
Tilvitan neyðug um trot
Tað, sum vit veruliga hava fyri neyðini, er ein politiskur búskapur, sum er grundaður á eina tilvitan um trotið í ítøkiliga tilfeinginum – og eina tilvitan um yvirflóðina í tí óítøkiliga heiminum!
Skulu vit veruliga fáa gongd í fjølbroytni og nýskapan í vinnulívinum, so hava vit brúk fyri vitanar- og upplivingarvinnu, sum júst er grundað á tað óítøkiliga tilfeingið. Vit hava brúk fyri skapandi og sjálvstýrandi fólkum, sum ikki møta so nógvum forðingum, tá tey hava tørv fyri at deila við onnur og læra av hvørjum øðrum.
Menna felags gagnvirði
Í óítøkiligu framleiðsluni (t.d. forritan, tekstframleiðslu, tónleiki, sniðgeving o.a.) er framleiðslukostnaðurin av lítlum týdningi. Tí síggja vit, at folk sjálvboðin fara í holt við beinleiðis framleiðslu av brúksvirði, har einasti vinningurin er felags úrslitið, sum øll fáa gagn av, men sum eingin einstakur fær vinning av.
Í ítøkiligu framleiðsluni, har vit veruliga hava trot, og har kostnaðirnir skulu endurgjaldast, er tað ikki møguligt á sama hátt at arbeiða við tílíkum felags gagnvirði. Har er neyðugt við vinningi gjøgnum sínámillum umbýti á marknaðinum.
Virðisøking gjøgnum býti
Men tá vit tosa óítøkilig virði, so lærir menniskjan seg nú at liva við einum nýggjum veruleika við yvirflóð, har vørur ikki kappast sínamillum, men bara vinna í virði við at verða býttar millum so nógv fólk sum gjørligt. Hugsa t.d. um alnótina. Í hesari verðini menna vit okkum fram í móti felags framleiðslu og felags ognum, sum vit øll kunnu brúka og fáa gagn av. Vit síggja, hvussu nýggir felagsskapir stinga seg upp í hesum heimi, sum byggja á áhugafelagsskapir ella aðrar sínámillum skyldskapir. Menniskju savnast í hesi tíðini í nýggjum ættarbólkum, ber til at siga.
Trot skapar kreppur
Men har, sum trotið valdar, er “lagt í ovnin” til kreppur. Kreppurnar fáa okkum at trunkast í bólkar, sum kappast móti hvørjum øðrum. Gongdin, har sum yvirflóðin valdar, ber harafturímóti í sær møguleikan fyri, at vit kunnu skipa eina verð við størri margfeldi, har menningin verður drivin av sínámillum um- og samskifti millum einstaklingar. Meðan trot sannlíkt leiðir okkum til stríð um tilfeingi, til einsrætting og minni margfeldi – eina nýggja myrka miðøld, eins og tíðin eftir fall rómverska ríkisins.
Saman hava vit alt?
So avbjóðingin hjá okkum nú er at taka aðalreglurnar, har yvirflóðin ræður, og brúka tær, har trotið ræður. Er hetta veruliga møguligt?
Í óítøkiligu verðini er tað eingin trupulleiki at skifta um vørur sínámillum – og møguleikarnir at skifta um vørur gerast sannlíkt bara fleiri. “Saman vita vit alt” er eitt mál, sum er møguligt at røkka. Í ítøkiligu verðini, har trotið valdar, má yvirflóðshugmyndin umsetast, um okkara hugmyndir og okkara búskaparligu siðir skulu broytast. Hugmyndin “saman hava vit alt” sýnist ikki eins løtt at røkka. Tí hava vit tørv fyri einari hugburðsbroyting.
Samhandil millum einstaklingar
Fyrst er tað útbreiðslan ella spjaðingin av øllum – tilfeingi, framleiðslutólum og vørum. Ístaðin fyri yvirflóð tosa vit nú um tilfeingi og framleiðslutól, sum verða smábýtt og spjadd, har javnstillaðir einstaklingar kunnu arbeiða frítt við tilfeinginum og handla frítt sínámillum. Hetta merkir ein búskap, sum tykist førka seg fram ímóti einari víðsjón um ein fair trade marknað, har einstaklingar handla við hvønnannan (ein marknaðarmekanisma, har framleiðarar og brúkarar verða sæddir sum javnbjóðis samstarvspartar og tryggja virðisbýti millum hvønnannan) og sosiala vinnu (har vinningurin tilvitandi verður nýttur til at skapa sosiala framgongd).
Hópframleiðsla fær kapping
Vit síggja longu hetta rákið, nú framleiðslutólini minka. Harvið skapast nýggir møguleikar: Skriviborðsframleiðsla gevur møguleika fyri, at einstaklingar kunnu sniðgeva og forrita. Skjóta framleiðslan í dag av amboðum/forritum minkar um fyrimunirnar við hópframleiðslu í ídnaðinum, umframt at kappingin frá piratframleiðarum harðnar í stórum. Sosial lán skapa útbreiðslu av kapitali; og beinleiðis sosiala framleiðslan av virðum (pengum) ígjøgnum forrit er ikki langt burtur frá at vera veruleiki í ymsum pørtum av verðini (Sí arbeiðið hjá Bernard Lietaer).
Um trot veruliga skapar dýrari orku og rávørur, so verður framleiðslan sannlíkt broytt av sær sjálvum – og einstaklinga framleiðsla og handil millum einstaklingar verður harvið gjørd nógv betri møgulig.
Endurskapan av sama tilfeingi
Næsta hugtakið er burðardygd. Av tí at ein óendaligur búskaparvøkstur ikki er møguligur, mugu vit finna nýggjar leiðir fyri búskapin (so sum t.d. lýst av ymsum búskaparfrøðingum við serfrøði í náttúrligari kapitalismu – David Korten, Paul Hawken, Hazel Henderson) kapitalismu 3.0 (uppskotið hjá Peter Barnes at nýta grunnar sum ognarform, tí tað tvingar ígjøgnum varðveitsluna av kapitali) sonevnda “cradle to cradle design” umframt onnur umhvørvisvinalig framleiðsla, sum tekur serligt atlit til náttúruna og skapar sum minst av spilli. Vit hava fyri neyðini at førka okkum fram móti einum meira støðugum tjóðarbúskapi (Herman Daly), sum ikki neyðturviliga er statiskur, men har størri gagnnýtsla og úrdráttir úr náttúrutilfeinginum eru bundin at okkara førleikum at endurnýta ella endurskapa sama tilfeingið.
Lívsmeining ígjøgnum samleika
Triðja hugtakið er um hóskandi nøgd. Yvirflóð hevur ikki bara eina sakliga ella uttanveltaða síðu. Har er eisini ein persónlig síða. Í ítøkiliga búskapinum má óavmarkaður vøkstur skiftast um við hugtakið um hóskandi nøgd. Hetta má gerast í viðurkenningini av, at status og menniskjansligt nøgdsemi ikki longur kann vera tengt at óavmarkaðari upphópan av ítøkiligum ognum og ovurnýtslu, men fer at vera bundið at býti av tí óítøkiliga og at persónligum vøkstri. Tá vit hava nóg mikið, mugu vit finna meining í tilveru okkara og status umvegis okkara samleika sum skapandi og samstarvandi einstaklingar og í viðurkenning millum javnlíkar í okkara kringumstøðum.
Frá at ‘hava’ til at ‘vera’
Her er tað at upplivingar- og vitanarbúskapurin traðkar til! Hesin búskapur umboðar hetta skifti – frá einum tørvi fyri at ‘hava’ fram ímóti einum tørvi fyri at ‘vera’ og at ‘uppliva’. Tað er bara ein ríkur upplivingarbúskapur, sum kann sleppa samfeløgunum undan, at ein mentan av vónbroti, strongd og uppofran tekur seg upp, og undan tí trælkan og vónloysi, sum ein slík hevur við sær.
Upplivingar- og vitanarbúskapurin verður tó ikki skaptur bara ígjøgnum handilsligt virksemi. Ein beinleiðis sosial framleiðsla av mentanarligum virðum elur eisini fram upplivingarbúskap. Fyritøkur og bólkar av einstaklingum, sum hava evnini og førleikarnar – t.d. ígjøgnum netverk og sínamillum samstarv – mugu skapa ein ríkan vevnað av óítøkiligum virðum, tí jú tættari óítøkiligu kringumstøðurnar eru, tess lættari ella tess minni vil okkara bundinskapur vera at tí ‘at hava’.
……………………………………………………………………………………………………………………………
Greinin “Experience as the bridge between scarcity and abundance” eftir Michel Bauwens sæst í ensku útgávuni her: http://www.experience-economy.com/2007/09/01/experience-as-the-bridge-between-scarcity-and-abundance-by-michel-bauwens/