HEINESEN.info

Fyrireiking til fíggjarligt skrædl

Alheims búskaparkreppan er nú so mikið álvarslig, at alt fleiri búskaparfrøðingar meta, at um fleiri av heimsins fremstu londum ikki fáa tamarhald á sínari skuld, máast grundarlagið so mikið undan alheims peningakervinum, at øll skipanin er í vanda fyri at rapla – kanska innan stutta tíð. Hendir hetta, verður alheims samfelagið, sum vit kenna tað í dag, kollvelt. Hvat fer hetta at merkja fyri føroyska samfelagið?

Eftir Elina Brimheim Heinesen. Fyrra greinin av tveimum, um hvussu alheims skuldarkreppan rakar føroyingar

Framstandandi altjóða búskaparfrøðingar hava leingi mett búskaparstøðuna í heiminum at vera sera álvarsliga (Sí keldur, 1g). IMF hevur júst ávarað um, at USA og Evropa eru á sera vágiligari vandaleið (1i). Alt fleiri óttast vandan fyri tvísporandi inflasjón – eisini í teimum londum, sum fram til nú hava verið roknað millum heimsins sterkastu og ríkastu (5a). Ein ótemjandi inflasjón kann fáa sera álvarsligar avleiðingar ikki bara fyri hesi londini, men fyri allan heim. Seinast tað hendi, endaði tað í roynd og veru við veraldarbardaga (5b).

Fylgir ein bara eitt lítið sindur við í miðlum kring heimin, ber illa til IKKI at geva sær far um allar ávaringarnar frá alt fleiri serfrøðingum um, hvussu álvarslig fíggjarstøðan í heiminum er. Ov mikið er til av larmi frá sonevndum ‘konspiratiónsteorikarum’ og ‘dómadagsprofetum’, sum varskógva um heimsins undirgang, men hetta er ikki tað, sum sipað verður til her. Her verður tosað um eina kreppu, har veruleikin og tølini tala sítt greiða mál. Høgt virdir altjóða felagsskapir og serfrøðingar viðurkenna støðuna – og ávara um, at støðan er hættislig.

Men her á landi verður hetta evni av ókendari orsøk ikki umrøtt serliga nógv sæð í mun til, hvussu álvarsligt málið er, og enn minni, hvat støðan merkir – ella kann koma til at merkja fyri føroyska samfelagið.

Umborð á søkkandi Titanic
Tey, sum sita við politisku ábyrgdini, tykjast næstan ikki at latast um vón. Tað er sera óheppið, at landsins ábyrgdarhavarar ikki hava nakra greiða støðu til, hvussu fólk skulu bera seg at, um heimsbúskaparkreppan versnar, so sum nógv bendir á. Tað kann gerast beinleiðis lívshættisligt at skúgva ávaringarnar til viks og at lata vera við at taka støðu.

Hví tykjast flest allir føroyskir politikkarar at tosa so lítið um alheims búskaparstøðuna? Trúgva teir ikki uppá, at støðan er so álvarslig – og at tað kann raka Føroyar meint? Vita teir ov lítið um tað? Ella skilja teir tað bara ikki? Til ber í øllum førum at staðfesta, at enn vilja fleiri politikkarar heldur raðfesta ómetaliga kostnaðarmiklar ørvitisverkætlanir, enn at seta alla orku inn á at fyrireika samfelagið til at klára seg undir eini ógvusligari kreppu, sum vit enn smbrt. serfrøðingunum bert hava sæð byrjanina av.

Møguliga er støðan í heiminum so mikið álvarslig, at politikkarar og onnur ikki vita síni livandi ráð. Ella óttast teir kanska fyri at loypa ov nógvan fjáltur á fólk við at nevna tað. Tá er lættari at lata sum um, at alt er í fínasta lagi og vóna, at alt allarhelst skjótt lagar seg aftur av sær sjálvum. Men hetta er sum at sita á fyrsta klassa á ovasta dekki umborð á Titanic og lata sum um, skipið ikki søkkur, hóast niðastu dekkini langt síðani eru farin undir kav. Onkur má gera vart við tað, so fólk fáa høvi at bjarga sær og sínum.

Men hvør hevur gjørt sær ítøkiligar tankar um, hvat hendir her á landi, um t.d. amerikanski búskapurin fór á heysin við ógvusligum gjarðandi árini á búskapin í restini av heiminum? Onkur einstakur kanska, men er nakar komin við uppskotum til eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar? Tá tað ER hent, er tað jú ov seint. Og tá skulu hesir somu politikkarar standa til svars. Men her tykjast so gott sum allir at liggja og sova.

Heimurin eftir “Peak Oil”
Hví skal støðan takast í so stórum álvara? Jú, tí tann álvarsamasta skuldarkreppan, heimurin nakrantíð hevur sæð, herjar í roynd og veru heimin beint í løtuni. Kreppan, sum vit uppliva nú, er ikki nøkur vanlig lágkonjunktur-kreppa, sum sveiggjar mestsum av sær sjálvum upp til hákonjunktur aftur, men ein kreppa, sum sannlíkt er væl meira álvarslig enn tær kreppur, heimurin fyrr hevur upplivað. Hetta fer meir ella minni at raka øll. Eingin sleppur undan. Tað er nevniliga váttað av mongum – eisini framstandandi leiðarum í sjálvum oljuídnaðinum – at heimurin t.d. er farin um “Peak Oil” punktið (1b, 1c og 1h) ; tvs. punktið, har oljuframleiðarar ikki megna at metta vaksandi eftirspurningin eftir olju, so skjótt og so títt, sum tørvur er fyri tí.

Eitt sera týðiligt tekin um hetta er m.a., at desperasjónin eftir at finna olju tykist vera so mikið stór, at oljufeløgini velja alt dýrari, alt meira víðgongdar og alt meira vandamiklar hættir at finna olju, t.d. á djúpri og djúpri vatni, uttan at taka neyðugu trygdaratlitini (Hugsa bara um Deepwater Horizon vanlukkuna í Mexico-flógvanum). Harumframt velja oljufeløgini at gagnnýta sløg av kolvetni, sum eru sera torfør at útvinna og sera kostnaðarmikil at fáa líkinda góð oljupreparat burturúr (t.d. tjørusand og oljufløgugrót).

Ímeðan byggja fleiri og fleiri u-lond enn teirra framgongd næstan bara á oljuriknan ídnað og flutning, samstundis sum at fólkavøksturin í heiminum veksur eksponentielt (2b). Fólkavøksturin fer uppum 7 milliardir fólk júst í ár. Øll hesi fólkini brúka alt meira av øllum tilfeinginum – mati, olju o.ø. Tá eftirspurningurin eftir olju veksur skjótari, enn útboðið – tvs. skjótari enn oljuframleiðandi londini kunnu náa at framleiða oljuna, hevur hetta við sær, at oljuprísirnir ósvitaliga hækka – kanska við smærri sveiggjum upp og niður, men rákið sum heild er ógvuslig dýrkan.

Avleiðingar av hækkandi oljuprísum
Hetta fær álvarsligar fylgjur fyri hvørt einstakt menniskja, ið livir á hesi klótu, tí oljuprísir hava so ómetaliga stóran týdning fyri heimsbúskapin (1j). So hvørt sum oljuprísirnir hækka, hækka allir framleiðslu- og flutningskostnaðir tilsvarandi. Harvið dýrka allar vørur. Hetta setur ferð á kostnaðarspiralin. Fakfeløgini krevja hægri løn til sínar limir at viga upp ímóti hækkandi útreiðslunum hjá limunum. Kravið verður ofta stuðlað av politisku skipanini, sum fegin vil halda keypsorkuni uppi. Arbeiðsmarknaðurin verður kroystur, tí fyritøkurnar í roynd og veru ikki hava ráð til at fíggja hækkaða lønarlagið. Arbeiðsplássini verða útflutt. Fleiri gerast arbeiðsleys.

Hetta minkar alt um orkuna at megna hækkandi kostnaðarstøðið. Fólk velja tískil at taka lán – bæði privatu húsarhaldini og fyritøkurnar – at gjalda útreiðslurnar við og halda livistøðinum uppi. Men gjaldførið ER vánaligt, so bankar og lánsveitarar fella fyri freistingini at bjóða lán við lagaligari og lagaligari afturgjaldstreytum – bæði til privat og fyritøkur, so samfelagshjólini, harímillum týdningarmikli bústaðarmarknaðurin, kann haldast í gongd. Men tað er bara at skjóta pínuna út.

Alt er í veruleikanum bygt á tilgjørt “ríkidømi”, sum ikki hevur hald í nøkrum veruleika. Pengar verða brúktir við heimild í nøkrum komandi, sum fólk vænta sær, men sum ikki finst í veruleikanum – og neyvan fer at finnast. Øll skumpa bara soleiðis skuldina frammanfyri seg. Men tá virðini ikki eru reell, og ov lítið kemur inn aftur í mun til tað væntaða, máast grundarlagið undan álitinum á lántakararnar, og so brestur bløðran at enda (1k).

Privat og fyritøkur fara á heysin í hópatali. Hareftir fara bankarnir og lánsveitararnir á heysin, sum aftur noyðir landsins stjórnir til at átaka sær skuldina fyri at bjarga smáspararunum frá fullkomnum húsagangi og soleiðis fyribyrgja, at samfelagið ikki steðgar heilt upp. Soleiðis verður skuldarbyrðan bara flutt uppeftir í skipanini. Men hetta tyngir landsbúskapirnar í sera stóran mun í longdini.

Loysa ikki skuldarkreppu við at taka fleiri lán
Mong lond velja í fyrsta umfari at “loysa” trupulleikan við at royna at pumpa pengar út í samfelagið fyri at fáa gongd á “vøksturin” aftur, men hetta er tilgjørdur, og ikki ein reellur vøkstur, sum kemur av framleiddum meirvirði. Populert sagt: “Vit kunnu ikki liva bara av at klippa hvørjum øðrum”. Ein tilgjørdur vøkstur etur tiltaksgoymslurnar upp (um nakrar eru) rættiliga skjótt. Syrgiliga sannroyndin er, at flestu lond í grundini als ikki hava ráð longur til at halda høga livistøðinum uppi og varðveita tær mongu vælferðartænastur, sum fólk vandu seg við í betri tíðum.

Men stjórnirnar vilja ikki gera politiskt sjálvmorð við at linka krøvini til vælferðina. Manglandi gjaldføri ger seg galdandi í fleiri, fyrr so ríkum londum. Tað fær stjórnirnar at kenna seg kroystar til at taka lán at fíggja vælferðina við. Men tað kemur ikki nóg nógv inn í kassan aftur, so fleiri lán mugu til – eisini lán til at fíggja rentur og avdrøg fyri av gomlum lánum. Alt fleiri lond eru soleiðis endað í einum skuldarspirali, har tey hækka skuldarloftið alt meir. Men so við og við eru tey heldur ikki før fyri bara at gjalda renturnar av ovurstóru skuldini, sum veksur eksponentielt. Tað ber ikki til at koma burtur úr eini skuldarkreppu við bara at taka fleiri lán! Tað sigur seg sjálvt. Eins og tað ikki ber til hjá einum alkoholikara at drekka seg burtur úr alkoholismuni. Og hvør skal gjalda rokningina í síðsta enda? Hon verður send víðari til komandi ættarliðini, sum heldur ikki hava ráð at gjalda skuldina. At enda kemur húsagangurin. Fleiri lond kunnu knappliga standa í eini støðu, at hvørki alment lønt ella fólk á privata marknaðinum fáa útgoldið lønir sínar, tí eingin hevur pengar at gjalda teimum við. Og hvat hendir so, tá fólk ikki hava pengar á kontuni at keypa mat o.a. fyri? Tað óhugnaliga scenariið kann ein bara ímynda sær…!

Byrjanin til eina verri kreppu
Búskaparfrøðingar siga, at vit hava bara sæð byrjaninina av eini nógv verri kreppu, sum lond bara hava útsett og útsett við at lána meira og meira – nú so nógv, at summi lond ongantíð fara at hava ráð til at gjalda alla skuldina aftur. Tað ber ikki til.

Hetta ger seg ikki minst galdandi fyri tað einaferð so mæta heimsveldið USA, sum nú skyldar fýra ferðir sína egnu bruttotjóðarúrtøku. Tað merkir, at landið kann rakast av “hyperinflasjón”, so øll luft fer úr búskapinum. Fleiri ættarlið fram í tíðina mugu so gjalda fyri marglætið hjá núlivandi amerikanarunum . Fleiri onnur framkomin lond skylda eisini upphæddir, sum eru størri enn teirra egna bruttotjóðarðurtøka, og fleiri eru farin – ella eru um reppið at fara – á húsagang, tí tey hava mist alt trúvirðið hjá lánsveitarunum. Á alheims stigi er skuldin nú komin upp í so astronomiskar hæddir, at hetta aldrin er sæð fyrr í søguni. Alheims samlaða skuldin er nú 10 ferðir størri enn samlaðu bruttotjóðarúrtøkurnar fyri øll lond í heiminum!

Vandin fyri, at øll peningaskipanin raplar, er reellur. Tískil mugu lond fyrireika, hvussu tey ætla sær at møta einum alheims fíggjarskrædli. Eisini Føroyar. Tey, sum lata eygu, oyru og munn aftur fyri hesum trupulleika og lata sum um, alt stendur væl til, kunnu vænta sær at vakna upp við kaldan dreym ein dag. Tí alt bendir á, at heimsins fólk yvirhøvur mugu fyrireika seg uppá eina longri varandi djúpa og kollveltandi kreppu, har øll mugu læra at liva nógv meira frá hondini í munnin í framtíðini. Tey, sum tá fara at standa seg best, verða tey, sum skylda minst og eru mest sjálvhjálpin lokalt.

Neyðugt at gera Føroyar meira sjálvbjargnar
Føroyingar hava livað beinleiðis av egnum sjógvi og landi í meir enn túsund ár, men í dag innflyta føroyingar so gott sum alt, sum etið verður av mati, og sum brúkt verður av tilfari í Føroyum, samstundis sum at føroyingar grunda so gott sum alla sína framleiðslu, flutning og upphiting á olju, sum eisini má innflytast. Hetta er ein lutvíst nýggj siðvenja, sum hevur gjørt samfelagið sárbært og sera ávirkiligt av konjunkturinum í heimssamfelagnum. Við hóttandi gongdini í heiminum í dag gerst henda nýggja siðvenja alt hættisligari og dýrari fyri føroyska samfelagið, umframt at hetta dálkar og tyngir umhvørvið í stóran mun.

Føroyingar verða noyddir longu nú at venja seg við, at oljan ikki longur kann vera álitið. Oljan fer um ikki so langa tíð ikki longur at kunna vera grundarlagið undir møguleikanum at veita fólki breyð á borðið, sum fyrr – heldur ikki um olja verður funnin í føroyskari undirgrund. Í framtíðini mugu føroyingar líta nógv meira á lokala tilfeingið, enn teir gera í løtuni, sum til ber at framleiða uttan brúk av olju. Ikki so nógv til at framleiða útflutningsvørur av, men beinleiðis sum tað, fólkið sjálvt skal liva av.

Versnar alheims støðan so nógv, sum spátt verður av so mongum, so verða Føroyar nógv meira avbyrgdar frá umheiminum aftur, enn tær eru í dag – og so kann støðan hjá fólkinum í Føroyum gerast beinleiðis lívshættislig. Um eitt veruligt fíggjarligt skrædl kemur, og føroyingar tá ikki ætla sær at vera tiknir á bóli og vera millum teirra, sum standa á berum, so er alneyðugt longu nú at fyrireika seg uppá at gerast nógv meira sjálvbjargin og t.d. økja um eginframleiðsluna av fleiri neyðsynjarvørum. Arbeiðsplássini, sum vóru útflutt, mugu innflytast aftur. Og nógv meira má fáast burtur úr egnum tilfeingi – sjálvandi á burðardyggum grundarlag – soleiðis at samfelagið gerst nógv meira óbundið at innflutningi, enn tað er í dag.

Hetta evnið fer seinna greinin í hesi røð at viðgera nærri, har hugleitt verður um, hvussu lívið man fara at síggja út í Føroyum, tá vit ikki longur fara at hava ráð til oljuna: 

Ímeðan ber til at fáa íblástur og/ella ogna sær meira vitan um heimskreppuna í teim mongu slóðunum til greinir, bøkur, frágreiðingar og dokumentarar um evnið í listanum niðanfyri. Eg eri ikki vís í, at allar keldur, nevndar her, kunnu takast fram sum óvikandi sannleiksvitni, men eg taki tær við sum dømi uppá aktuell sjónarhorn. Tað má vera upp til lesaran at døma um sannleiksvirðið í tí, keldurnar siga, men eingin ivi er um, eftir míni meting, at ein stórur partur av keldunum tykjast álítandi, og tað, keldurnar siga/endurgeva, tykist serstakliga væl undirbygt

Keldur

1. Greinir:

a. Der Spiegel: ‘Peak Oil’ and the German Government
Military Study Warns of a Potentially Drastic Oil Crisis
http://www.spiegel.de/international/germany/0,1518,715138,00.html

b. The Observer: Peak oil alarm revealed by secret official talks
Behind government dismissals of ‘alarmist’ fears there is growing concern over critical future energy supplies
http://www.guardian.co.uk/business/2010/aug/22/peak-oil-department-energy-climate-change

c. The Guardian: Lloyd’s adds its voice to dire ‘peak oil’ warnings
Business underestimating catastrophic consequences of declining oil, says Lloyd’s of London/Chatham House report
http://www.guardian.co.uk/business/2010/jul/11/peak-oil-energy-disruption

d. The Observer: Resource wars: the global crisis behind BHP Billiton’s bid for Potash Corp
The battle for the fertiliser giant points to a near future in which world food supplies may need to rise by 70%
http://www.guardian.co.uk/business/2010/aug/22/bhp-billiton-potash-corp-global-crisis

e. The Guardian Professional Network: Why the ecology crisis poses a threat to business as usual
There is little sign that those gathering in Davos appreciate that current unsustainablity means that things have to change
http://www.guardian.co.uk/sustainable-business/davos-ecology-crisis-unsustainability-threatens-business?INTCMP=SRCH

f. Bloomberg Business Week: Barreling Toward Peak Oil
Energy analyst Charles Maxwell of Weeden & Co. recommends Canadian tar sands plays
http://www.businessweek.com/magazine/content/10_23/b4181086607101.htm

g. The Nation (videogrein): Are We Running Out of Oil?
The Nation and On The Earth Productions: Peak Oil and a Changing Climate
http://www.thenation.com/video/157441/peak-oil-and-changing-climate

h. The Boston Globe: Oil supply to trail demand by 2030, study predicts
http://www.boston.com/business/globe/articles/2007/07/19/oil_supply_to_trail_demand_by_2030_study_predicts/

i. Børsen: IMF advarer: USA og Europa risikerer double-dip
http://borsen.dk/nyheder/oekonomi/artikel/1/215607/imf_advarer_usa_og_europa_risikerer_double-dip.html

j. The Globe and Mail: Why High Oil Prices Are Such A Threat To The Global Rebound
http://www.theglobeandmail.com/report-on-business/top-business-stories/why-high-oil-prices-are-such-a-threat-to-the-global-rebound/article1916221/

k. Economy Watch: Bubble Economy
http://www.economywatch.com/economy-articles/bubble-economy.html

l. Jyllands Posten: USA igen tæt på at lukke og slukke
Demokraterne og Republikanerne toppes om et midlertidigt budget, og USA løber tør for penge i næste uge.
http://epn.dk/okonomi2/global/usa/article2556095.ece

m. DR.dk: Jørgen Ørstrøm Møller: USA går bankerot inden 2020
Inden 2020 er USA gået fallit. Gælden er allerede i dag så alvorlig, at flere stater burde være blevet lukket. Faktisk siger tallene, at USA’s økonomi er værre end Grækenlands.
http://www.dr.dk/DR2/Danskernes+akademi/Oekonomi_Ledelse/VL_Doegn_2011/20110127222058.htm

n. EnergiTjenesten: Alternativ til olie – det skal du vælge
Tårnhøje oliepriser får rigtig mange danskere til at se sig om efter en erstatning for oliefyret.
http://www.energitjenesten.dk/files/resource_16/Alternativ%20til%20olie%2002%202007.pdf

o. Mathaba.net (the world’s leading independent news agency): Hard Times Getting Harder
Americans are being hammered economically, politically and socially. Paul Craig Roberts quoted Vladimir Putin calling America “a parasite on the world.”
http://networkedblogs.com/nNr45

p. JP.dk: Ny amerikansk aktienedtur
Det værste kvartal for det amerikanske børsmarked siden finanskrisen endte fredag med ny nedtur.
http://epn.dk/okonomi2/global/usa/article2563901.ece

q. Der Spiegel: America’s Debt Crisis
Why Europe Is Right and Obama Is Wrong
US President Barack Obama has recently suggested that Europe must take on more debt to stimulate the economy. Such reliance on cheap money, though, is what got us into the current crisis in the first place — both in Europe and in the US. America’s problem isn’t too little money. It’s a lack of competitive products.
http://www.spiegel.de/international/world/0,1518,789624,00.html

r. Portfolio.com: The End
The era that defined Wall Street is finally, officially over. Michael Lewis, who chronicled its excess in Liar’s Poker, returns to his old haunt to figure out what went wrong.
http://www.portfolio.com/news-markets/national-news/portfolio/2008/11/11/The-End-of-Wall-Streets-Boom

2. Frágreiðingar:

a. Jack Zagar: The End of Cheap “Conventional” Oil
http://hawaii.gov/dbedt/ert/symposium/zagar/zagar.html

b. Dr. Albert Bartlett: Arithmetic, Population, and Energy
http://hawaii.gov/dbedt/ert/symposium/bartlett/bartlett1.html

c. L.B. Magoon: Are we Running Out of Oil
http://pubs.usgs.gov/of/2000/of00-320/of00-320.pdf

d. Wikipedia, the free encyclopedia: Exponential growth
http://en.wikipedia.org/wiki/Exponential_growth

e. Uppkast til føroyska ætlan um burðardygga menning – Ár 2002 – 2020
http://vmr.fo/Files/Filer/VMR/Fragreidingar/Burdardygg_menning.PDF

3. Bøkur:

a. Richard Heinberg: The Party’s Over: Oil, War and the Fate of Industrial
Societies

b. Richard Heinberg: Peak Everything: Waking Up to the Century of Declines

c. Stephen Leeb, Glen Strathy: The Coming Economic Collapse: How You Can Thrive
When Oil Costs $200 a Barrel

d. Jeff Rubin: Why Your World Is About to Get a Whole Lot Smaller: Oil and the
End of Globalization

e. Stephen Leeb: Game Over: How You Can Prosper in a Shattered Economy

f. John Michael Greer: The Long Descent: A User’s Guide to the End of the Industrial Age

g. Jared Diamond: Collapse: How Societies Choose to Fail or Succeed

h. David Strahan: The Last Oil Shock.

i. Michael Lewis. Boomerang: Travels in the New Third World

4. Heimasíður:

a. Post Peak Living: http://www.postpeakliving.com/preparing-post-peak-life#

b. Carolyn Baker: http://carolynbaker.net/

c. Permatopia: http://permatopia.com/

d. The Oil Drum: http://www.theoildrum.com/node/5497

e. Peak Oil News: http://www.peak-oil-news.info/

f. Peak Oil Blog: http://peakoil.blogspot.com/

g. Early Warning Blog: http://earlywarn.blogspot.com/

h. Organic Consumers: http://www.organicconsumers.org/articles/article_6193.cfm

i. Life After The Oil Crash: http://www.lifeaftertheoilcrash.net/BreakingNews.html

j. How to Save The World: http://howtosavetheworld.ca/

k. Dark Mountain: http://www.dark-mountain.net/about-2/the-manifesto/6/

l. Green Peace: http://www.greenpeace.org/usa/campaigns/global-warming-and-energy/polluterwatch/koch-industries/

m. New Economy: http://www.neweconomyworkinggroup.org/blog/missing-vision

n. The Corporation: http://www.thecorporation.com/

o. NIA – National Inflation Association: http://inflation.us/

5. Dokumentarar:

a. Meltup: http://www.youtube.com/watch?v=eb1n1X0Oqdw

b. The End of America: http://www.youtube.com/watch?v=3RcbpYR5Joc

c. Collapse: http://www.collapsemovie.com/

d. A Crude Awakening – The Oil Crash: http://www.oilcrashmovie.com/

e. The Corporation: http://www.youtube.com/watch?v=Pin8fbdGV9Y

f. Der ingen skulle tru at nokon kunne bu: http://www.nrk.no/magasin/1.6508621

g. The Secret of Oz – Winner, Best Documentary of 2010 (v.1.09.11): http://www.youtube.com/watch?v=swkq2E8mswI

Visit: http://www.faroeislandsreview.com