HEINESEN.info

Rættir menn tíma ikki konufólkafjas

Tinghellugreinin í Sosialinum 18.11.2005

Onnur grein av trimum um bleyt og hørð virði í føroyska miðlaheiminum

Fjølmiðlarnir avspeglað ein ótíðarhóskandi hugburð, sum ger alt ov stóran mun á kynunum, og sum økir um fordómarnar ímillum kynini. Hetta hevur eitt sera óheppið árin á samfelagskjakið – og í síðsta enda á samfelagsbúskapin.

Leivd frá farnari tíð

Í grein seinasta vikuskifti vísti eg á, at tað tykist sum tey matematisk-logisku evnini fáa alt ov nógv pláss í føroysku fjølmiðlunum í mun til tað menniskjansliga, sum verður skumpað til viks, tá tær stóru samfelagsligu linjurnar skulu dragast. Tað bleyta menniskjansliga hevur jú bara týdning fyri privatlívið hjá tí einstaka – og hvønn rakar tað? Er hetta ikki ein persónlig sak? Skulu vit blanda okkum uppí tað?

Tað er týðiligt, at føroysk fjølmiðlafólk sum heild hava ein ótta fyri at nerta við slíkt og velja heldur at gera tað trygga – tað, tey eru von við – at halda seg til siðbundna faktauppreksing og mikrofonhaldara- og hagtals-journalistikk. Mátin, fjølmiðlarnir lesa verðina uppá, tykist týðiliga at vera ein leivd frá eini tíð, har samfelagsviðurskiftini vóru nøkur heilt onnur enn nú – har menn arbeiddu úti og tóku sær av tí fysiska tilfeinginum, meðan kvinnurnar arbeiddu heima og tóku sær av tí psykiska tilfeinginum.

Men nú er samfelagið munandi broytt. Bæði menn og kvinnur arbeiða úti og eru produktiv á arbeiðsmarknaðinum, og bæði menn og kvinnur taka sær av húsarhaldinum og børnunum har heima.

Men í føroyskum fjølmiðlum, verður tað, sum fyrr var roknað sum hørð mannlig virði, enn hildið at vera mest viðkomandi, meðan tað, sum fyrr vanliga var roknað sum tey bleytu, kvinnuligu virðini, ikki hevur sama áhuga.

Tíðin er komin til at gera upp við henda hugsunarháttin um, hvat hevur týdning at bera fram í fjølmiðlum og hvat ikki.

Finnast serlig kvinnulig og serlig mannlig virði?

Tað er eingin ivi um, at ávísur munur er á kvinnum og monn­um og áhugamálum teirra, serliga har, sum korini eru ymisk enn fyri kvinnur og menn. Men korini hjá kynunum eru, sum sagt, ikki so ymisk longur, sum tey vóru fyrr, á so nógvum økjum, og tí eru felags áhugamálini eisini fleiri.

Politikkur, vinnulív og fíggjarligir spurningar eru eisini partur av gerandisdegnum hjá kvinnum í dag – ikki bara hjá monnum. Og menn halda sjálvandi familju- og kenslulív verða áhugavert – eins og kvinnurnar – tí teir spæla eisini ein størri leiklut heima við hús í dag. Tað er eingin onnur orsøk enn siðvenja og vanahugsan til at býta kynsligu áhugamálini so harðliga upp í bleyt (siðbundin kvinnulig) virði, og hørð (siðbundin mannlig) virði.

Hetta eru jú bara orð, sum púrt ongan ítøkiligan týdning hava, tá samanum kemur. Orðini leggja virði aftrat nøkrum hugtøkum, sum bara eru til í hugaheimi okkara, men ikki nakra aðrastaðni. Tað er jú so vælsignað einfalt at býta verðina upp soleiðis í pør av tveimum – hart yvir fyri bleytum, fýrakantað yvir fyri rundum – og síðani hefta hesi hugtøkini upp á hvør sítt kyn, soleiðis at vit enda við at síggja kvinnur og menn sum mótsetningar.

Men… hevur hetta nakað við veruleikan at gera?

Fordómar sjálvstyrkjandi ávirkan

Tað er synd og spell at býta verðina soleiðis upp, tí uppbýtingin ger okkum blind fyri tí, sum vit hava til felags sum menniskju – kvinnur og menn. Hugsunarhátturin fær nevniliga menn at halda, at teir eiga bara at hava áhuga fyri mannligum matematiskt-logiskum evnum, tí annars eru teir ikki rættiligir menn – ja, teir eru nærmast foyir, um tað verður avdúkað, at teir hava áhuga fyri øðrum eisini, tí hugsa sær, um onkur skuldi hildið, at teir vóru av hinum slagnum!

Og hugsunarhátturin fær hin vegin kvinnur í sínum lag at halda, at tær eiga bara at hava áhuga fyri kvinnuligum bleytum evnum, tí annars eru tær ikki rættiligar kvinnur!

Menn halda seg bara fáa status við at vísa, at teir vita nakað um politikk, búskap, heimsspeki og tílíkt og við at vera úteftirvendir og hugsa stórt og globalt. Meðan kvinnurnar fáa status við at hava innlit í viðurskifti, sum hava við sjálvsinnlit, kærleika, umsorgan og kensluligt samskifti at gera.

Hesin hugsunarháttur fær harumframt kynini til serliga at dyrka hesi virði, og elvir til eina sjálvforstyrkjandi ávirkan og til øktar fordómar millum kynini. Og tá tað jú mest eru menn, sum sita í leiðandi størvunum í fjølmiðlunum, speglast teirra hugsunarháttur eisini mest aftur í fjølmiðlaheiminum.

Hvat hava kynini til felags?

Tað syrgiliga er, at hetta als ikki hongur saman við veruleikanum í gerandisdegnum hjá teimum allarflestu. Sum menniskju hava kynini nógv meira til felags, enn henda uppbýting letur okkum halda.

Eitt og hvørt menniskja – kvinna sum maður – stendur í roynd og veru fyri júst teim somu lívsspurningunum – hørðum so væl sum bleytum. Vit hava øll somul kenslur, familju, vinir, húsarhald og kanska eisini eitt yrki, samstarvsfelagar, peningarligar trupulleikar osfr. Øll elska síni børn og øll ynskja at skapa sær eitt so gott lív fyri seg og síni sum gjørligt.

Alt, sum hendir í samfelagnum hongur meira og minni saman. Og alt hevur í ein ella annan mun týdning fyri lív okkara – frá altjóða fiskaríavtalum til, hvussu lítlibeiggi hevur tað í vøggustovuni. Frá tí almenna til tað persónliga. Og tað líka mikið, um tú ert kvinna ella maður. Og kortini verður farið øgiliga lætt um stórar partar av lívinum hjá báðum kynum – tey persónligu evnini – sum um tey ongan samfelagsligan týdning hava.

Hví eru so fá konufólk í politikki?

Fjølmiðlarnir hava eina ábyrgd at ganga framman við upplýsing. Tað er her, vit fylgja við í samfelagslívinum. Tað er her, vit spegla okkum og verða vegleidd. Tí er tað gott og neyðugt, at samfelagsbúskapur, politikkur og vinnulív verða viðgjørd í fjølmiðlunum.

Men tað er stórt spell, at persónlig, men tó alment menniskjanslig evni, sum hava við tað gerandisliga, kensluliga, nærumhvørvisliga og trivnaðin at gera hjá okkum øllum, verða skýrd at vera bleyt og tí bara hoyrandi til áhugamál hjá tí eina kyninum – og ikki hjá báðum.

Hetta speglast aftur í sam­felagsliga kjakinum í tí politiska lívinum í Føroyum, sum byggir á somu einoygdu og ótíðarhóskandi uppbýting og skeivdeiling. Her tosa vit aftur um eina sjálvforstyrkjandi ávirkan. Miðlarnir dyrka bara nøkur ávís evni, sum politikkarnir síðani meta vera tey týdningarmestu at taka til viðgerðar í politiskum høpi – sum aftur førir við sær, at miðlarnir mugu viðgera júst tað evni, tí tað er aktuelt í tinginum.

Ei undarligt í, at so lutvíst fá konufólk í Føroyum tíma at fara upp í politikk. Fleiri og fleiri viðurkenna, at eisini annað enn skip og vegir fáa samfelagshjólini at mala. Men verður hetta annað tikið uppá tungu í almennum politiskum høpi í Føroyum, verður tað antin tagt burtur ella kveistrað av vegnum, tí her í løgtinginum (býráðnum, bygdaráðnum) viðgera og kjakast vit fyrst og fremst um “verulig” mál!

Og “verulig” mál eru fiskivinna, tunnilsgerð, havnarløg og tílíkt! Alt annað er – grovt sagt – fjant og petitessur, sum bara bleyt konufólk ganga uppí – og ikki rættiligir menn!

Skomm at tosa um trivnað?

Nær hevur tú seinast hoyrt mannligar politikkarar í álvara brúkt krút uppá at kjakast sínámillum um at bøta um korini á ellisheimum (ikki uttan so teir verða øgiliga hart trongdir!). Ella hvussu neyðugt tað er við uppnormeringum í barnagørðum og skúlum, fyri at børn okkara ikki skula mistrívast. Ella hvat gerast kann fyri at økja um trivnaðin hjá ungum, so vit ikki missa tey á gólvið, og tey enda við at gerast misbrúkarar ella gera sjálvmorð?

Slíkt mugu konufólk (ella samkynd og kanska religiónsfanatikarar) opinberiliga taka sær av. At síggja til tora mannfólkini ikki. Tað tykist tíanverri sum um, at teir halda tað vera skomm, um ein maður ger slík mál til síni hjartamál. Og tá so lutvíst fáar kvinnur eru uppi í politikki, verða slík evni ofta skammiliga forsømd – eisini í fjølmiðlunum.

Tað syrgiliga er, at væntandi viðurkenningin av veruliga samfelagsliga leiklutinum evni sum trivnaður, umsorgan, nærumhvørvi, kenslulív og tílíkt t.d. hava, gongur tíverri út yvir øll – ikki bara kvinnurnar, men eisini mennirnar í stóran mun.

Vit hava øll eitt lív uttanfyri arbeiðsplássið – eitt lív, har vit t.d. fáa børn og gerast sjúk og gomul. Øll kunnu persónliga vera fyri at uppliva trupulleikarnar, tá vit t.d. hava brúk fyri hjálp frá tí almenna, og umstøðurnar fyri hjálpini ikki eru tær best møguligu, og vit enda á einum alinlongum bíðilista. Hvussu stuttligt er tað?

Men hin vegin – hvussu skulu vit vita, hvussu sovorðið veruliga kennist fyri tey raktu, tá vit heldur ikki síggja/lesa/hoyra um tað í fjølmiðlunum?


Í síðsta enda gongur ótíðarhóskandi hugburðurin, lýstur í hesi greinini, út yvir búskapin í samfelagnum og ger okkum til eftirbátar – ikki minst á vinnuliga/búskaparliga økinum! Hetta áhugaverda uppáhaldið verður útgreinað í næstu greinini, sum kann lesast HER. Las tú ikki fyrru greinina, kann hon lesast HER


FAKTA

Elin Brimheim Heinesen býr í Keyp­mannahavn, har hon er ábyrgdarhavandi blaðstjóri fyri blaðið KIWI magazine – eitt mánaðarblað við 430.000 lesarum sbrt. Gallup/Dansk Oplagskontrol 1. og 2. kvartal 2005.