Í uppleggi mínum fari eg at tosa út frá míni persónligu uppliving. Tað persónliga er helst tað einasta, sum ein í veruleikanum veit nakað um, tá ið alt kemur til alt.
Tá ið eg búði í Føroyum, áðrenn eg flutti til Danmarkar, hugsaði eg ongantíð serliga nógv um hugtakið at vera “føroyingur” — ella um, hvat tað er “at vera føroyingur”! Líka lítið sum eg hugsaði um tað, tá ið eg gekk mær ein túr niðri við strondina ella uppi í haganum, at eg nú var “úti í náttúruni”. Eg var ikki á sightseeing sum eitt annað ferðafólk. Tí var tað ikki nakað, eg setti orð á — tað var bara nakað, sum var. Eg sjálv niðri við strondina. Eg sjálv uppi í fjøllunum.
Inntil tann dagin, tá ið eg varð konfronterað við ein heilt annan veruleika. Tá varð tann veruleikin, sum eg kom úr, knappliga vorðin til nakað annað — til nakað, sum eg ikki var mitt í longur, men nakað, sum var í frástøðu, sum bara kundi verða hugt at uttanfrá. Hann var enn til í mær, men hann kundi ikki síggjast á mær. Tað var nakað, sum mátti forklárast — men ikki neyðturviliga kundi verða forklárað fyri øðrum. Og so varð tað til orð — til nevnd hugtøk: at vera “føroyingur” — at vera “úti í náttúruni”.
Hin veruleikin — tann danski — sum eg nú var í, tá ið eg flutti til Danmarkar, gjørdi meg knappliga sera varuga við, at tað, sum eg kom úr, var nakað heilt annað enn tað, sum eg var komin til. Og mín veruleiki var sera torførur at forklára við orðum.
Eg minnist, at eg einaferð kom í prát við eina unga danska gentu, sum hoyrdi, at eg ikki var dani. Hon spurdi, hvaðani eg kom. Eg segði, at eg kom úr Føroyum. Hon hugdi eitt sindur at mær, og so kom viðmerkingin: “Er tað lekkurt har?”* spurdi hon. “Lekkurt? — Lekkurt?” hugsaði eg við mær sjálvari. Eg hevði ikki ánilsi av, hvat eg skuldi svara… og knappliga lat ein gjógv av dimensjónum seg upp millum hana og meg. Ein fremmandleiki, sum ikki ber til at siga frá. Eg varð knappliga sera medvitin um mentanargjógvina millum føroyingar og danir. Tað snýr seg heilt einfalt um manglandi felags referansurammu.
Eg hevði glett meg nógv til at koma til Danmarkar at lesa á universitetinum í Århus — hetta ljósa landið, sum tykist so vinaligt, so grønt, so fruktagott. Fyri mær føldist Danmark sum eitt annað, men eitt kent land, sum eg hevði lært at kenna gjøgnum ‘danskarin’, sum pápi mín kallaði Danmarks Radio á Kalundborg-sendarinum, og sum var fastur partur av dagligdegnum. Eg fekk mítt egna tætta samband við hetta landið gjøgnum ta rættiliga stóru nøgdina av donskum bókmentum — bæði skaldskapi og kiosklitteraturi — sum eg hevði lisið frá barnsbeini, og gjøgnum danska tónleikin — Gasolin, Shu-bi-dua, Jomfru Ane Band, Gnags — og hvat vit annars yndaðu at hoyra, áðrenn eg fór til Danmarkar. Tað danska var partur av øllum okkara dagliga veruleika. Eg hevði eisini vitjað Danmark fleiri ferðir — ja, búð har eitt tíðarskeið eitt ár, áðrenn eg byrjaði í skúla, og var á fólkaháskúla eitt hálvt ár, tá ið eg var 18.
Fyri mær var Danmark sum eitt land við endaleysum møguleikum, eitt land við frælsi, har fólk høvdu tolsemi, har størri persónligt frælsi varð loyvt enn tað, eg helt, ein hevði í Føroyum — mítt lítla oyggjaland, har øll kenna øll, og har ein tí ikki torir at skilja seg út av ótta fyri at verða útistongdur av felagsskapinum, sum hevur alt at siga í Føroyum. Vissuliga høvdu danir ikki okkara fjøll, men teir høvdu fruktagóðar markir og skógir og stórar býir við nógvum lívi í.
Eg leit veruliga fram til at nýta hesar møguleikar — uppliva nógv nýtt og læra nógv nýggj fólk at kenna. Eg helt meg jú kenna mentanina og duga málið. Og fólk eru fólk allastaðni, so eg væntaði mær ikki stórar trupulleikar við at blíva integrerað, sum tað nú eitur. Tað kom sum eitt sindur av einum yvirraskilsi — fyri ikki at siga skelki — at eg, tá ið alt kom til alt, kom at føla meg so øðrvísi. So uttanfyri. Sum ein heilt skeivur lykil, ið als ikki passaði inn í lyklarholið.
Hesa ferðina var tað nakað annað. Nakað, sum hevði við sjálva tilvitanina um, at eg skuldi búgva í Danmark í nógv ár, at gera. Tað var knappliga nógv meira bindandi. Tað gekk upp fyri mær í allari sínari týðiligheit: tað var eg, sum mátti innrætta meg og geva av mær sjálvari fyri at passa inn. Tað kendist ørkymlandi, at eg ongar trupulleikar hevði við at syngja teirra sangir, men tey kendu einki — als einki — til tað, eg kom frá. Tey kundu deila nógv av sær sjálvum við meg, eg kundi ikki deila nógv av mær sjálvari við tey. Okkara referansurammar vóru so ómetaliga ymiskar.
Í hesi tilgongdini gjørdist eg sera varug við, hvussu stórur partur av mínum samleika veruliga liggur í samspælinum millum meg sjálva og tað, sum er uttanfyri meg sjálva. At mín verimáti er ótrúliga treytaður at tí aftursvari, eg fái frá umhvørvinum. Eg hevði altíð hildið, at eg var rímiliga beint fram og ein úteftirvend gentа — at hetta var kjarnin í míni náttúru heilt einfalt, helt eg. Soleiðis hevði eg jú altíð verið — heima í Føroyum. Eg var bara ikki greið yvir, at mín verimáti ikki bara var mín náttúra, men eisini mín ‘mentan’.
Tí knappliga virkaði tann leikluturin, eg plagdi at spæla, als ikki longur, sum hann hevði gjørt í Føroyum. Ein verður tað, sum onnur síggja ein sum. Her í Danmark reageraðu fólk á ein heilt annan máta upp á meg og atferð mína, enn fólk í Føroyum gjørdu. Eg helt meg spæla eitt lag á tangentunum, men eitt heilt annað lag kom út úr ljóðførinum enn tað, eg væntaði. Tá ið eg royndi at siga okkurt skemtiligt, var ikki ein livandi sál, sum flenti. Og tá ið eg fegin vildi verða tikin í álvara, so hildu fólk, at eg skemtaði. Um eg fortaldi um okkurt, sum hevði við Føroyar at gera, sá eg í eygum teirra, at ongar klokkur ringdu nakrastaðni. Tað segði teimum heilt einfalt onki.
Mínir tangentar spældu heldur ikki teirra lag, tá ið tey spældu á mínar tangentar. Tann danski ironiurin — ella sarkasman — sum altíð er til staðar, alt tað ósagda millum orðini, dugdi eg ofta als ikki at skilja í byrjanini. Og tað elvdi til, at eg ikki varð tann, sum ein adresseraði síni gullkorn til — heldur ikki væntaði nakað gullkorn frá. Tað var løgið, tí tað var eg ikki von við. Eg plagdi ofta at vera miðdepil í Føroyum — men her ánaði eg knappliga ikki, hvussu eg skuldi bera meg at.
Eg var avbyrgd — eg var fremmand! Eg varð so ráðaleys og ørkymlað, at eg lat meg aftur sum ein ostra. Eg broytti fullkomiliga persónsmensku í donskum samanhangum. Eg segði ikki eitt orð. Soleiðis var tað. Í nógv ár. Fólk, sum lósu saman við mær, kendu meg bara sum ta stillu, smædnu gentuna úr Føroyum, sum ongantíð segði nakað. Tey skuldu bara vita. Eg veit, at tað eru sera nógvir føroyingar, sum koma til Danmarkar, ið hava upplivað tað á akkurát upp á sama máta. Tey fade’a út.
Tað gjørdi tað ikki betri, at eg var komin til eina veruliga “snakki-mentan”. Danir snakka, teir snakka rættiliga nógv. Tað duga teir rættiliga væl í mun til føroyingar, tí teir eru vaksnir upp í eini siðvenju, har fólkaræði verður tikið rættiliga bókstaviliga — har ein heilt frá barnsbeini verður uppfostraður til at siga sína meining. Har ein so at siga hevur eina meining um næstan hvat sum helst — og dámar væl at lata onnur vita, hvat ein nú meinar um hetta ella hitt. Líkamikið hvat. Bara ein hevur okkurt at snakka um. Nakað, sum nógvir føroyingar ofta fata sum óneyðugt snakk og grenj.
Eg var ikki von við at skula taka støðu til og hava eina meining um alt møguligt. Tað dugdi eg ikki. Og tá ið ein ikki dugir spælireglurnar — ja, so er ein uttanfyri. Og tá ið ein fyrst hevur skapt eina ávísa mynd av sær sjálvum, ja, so hongur ein fastur í tí. Tað er sera torført at koma aftur eftir langa tíð og so knappliga byrja at spæla kong gularót, tá ið ein hevur verið tann, sum fellur inn í tapetið so leingi. Eg kom at fata danir sum fólk, eg í øllum førum ikki hevði tað serliga gott saman við. Og haðani er ikki langt til at detta í eina romantisering av tí, ein kemur frá, sum jú er tað, ein kennir og følir seg tryggan við.
Tað eru gingin nógv ár — 16 og eitt hálvt fyri at vera meira nágreinilg. Eg eri vorðin eldri og eitt sindur klókari. Og nógv meira pallvand á danska pallinum. Við tíðini kom tryggleikin. Í Danmark eri eg dani í dag — eisini í míni egnu tilvitan. Eg gerist ikki føroyingur fyri danir, fyrr enn eg knappliga skifti yvir til at tosa føroyskt, tá ið eg taki telefonina t.d. Tá hyggja danir undrandi at mær. Hvat var nú hatta fyri eitt løgið mál, tú tosaði har? Eg eri tá komin til at avdúka fyri teimum, at tann persónurin, tey annars síggja fyri sær — eisini er ein heilt onnur. Tá merki eg, hvussu fremmandleikin eina løtu breiðir seg í eygum teirra.
Nú havi eg verið her so leingi, at tíðin hevur gjørt tann danska veruleikan eisini til mín veruleika. Og nú er tað soleiðis, at tá ið eg komi til Føroya — og tosi um mín veruleika, sum hann er fyri mær herniðri — so dugi eg at síggja sama fremmandleika yvir fyri mær í eygunum hjá føroyingum, sum ongantíð sjálvir hava roynt tað — og teir eru nógvir. Tey verða konfronterað við ein part av mær, sum tey ikki rættiliga kennast við, tí tað er ikki nakað, vit deila eina vitan um.
Hvat eri eg so nú? Eg hangi helst onkrastaðni mitt ímillum, haldi eg. Eg eri vorðin ein hvørki-ella — bæði-og — føroyingdani. Kanska fer hjartað mítt altíð at hoyra heima í móðurlandinum Føroyar, men eg kann ikki nokta fyri, at danski samleikin spakuliga, men trygt hevur smoygt seg inn í blóðið á mær eisini. Soleiðis er tað við tí, sum ein brúkar sína tíð uppá.
Tjóðskapur hevur einki við stereotypur og miðlaskaptar klisjéir um fólk at gera. Hann hevur nakað at gera við eina felags kenslu, sum tekur seg upp og verður til í teimum, sum dvølja saman samstundis á sama stað í nóg langa tíð.
Elin Brimheim Heinesen
7. apríl 2000