HEINESEN.info

Er tað ov óítøkiligt at tosa um eina generella sexistiska mentan?

Eftir Elina Brimheim Heinesen

Er neyðugt at peika á “syndarar”? Onkrum dámar illa, tá tosað verður um eina “generella sexistiska mentan”, tí tað er ov óítøkiligt, halda tey. Tey samanbera tað við, at um onkur t.d. verður bukaður í náttarlívinum, og veit hvør gjørdi tað, hvat nyttar tað so, um viðkomandi letur vera við at melda tann sum bukaði, men einans kærir seg um “generellu harðskapsmentanina í náttarlívinum”? Um ein kvinna verður valdstikin, hvat nyttar tað so, um hon noktar at melda viðkomandi, men í staðin sendir eina kæru til fútan um “generellu valdstøkumentanina í býnum”?

Fólk halda tí, at loysnin er at fara eftir ítøkiligu trupulleikunum og ikki at generalisera, tí tá trupulleikin verður umtalaður sum generellur, er ov skjótt t.d. at gera niðurstøðuna, at allir menn eru meira ella minni so. Og tað eru teir jú ikki í veruleikanum. Nei, tað er púra rætt. Men tíverri er tað ikki so einfalt, at tú kanst peika ávís fólk út sum sexistar og so frídøma øll hini.

(GG! Hvat er sexisma? Ein sexistur er ein, sum antin tosar niðrandi um eitt heilt kyn, ella sum happar ein persón ella bólk vegna teirra kyn. Sexisma snýr seg ikki neyðturviliga um nakað seksuelt, so sum um sex-sjikanu, men KANN sjálvsagt eisini snúgva seg um tað.)

Sexisma / kynshapping vovin inn í alla okkara mentan

Tað er ikki so knívskorið, at tú kanst skilja fólk sundur í tey, sum eru sexistar, og tey, sum ikki eru. Um okkum dámar tað ella ei, so ER sexisma ella kynshapping tíverri rættiliga generell, tí hon er nevniliga so vovin inn í alla okkara mentan, at sjálvt tann mest óseki kann koma til at siga okkurt sexistiskt – á sama hátt, sum fólk, ið als ikki halda seg vera rasistar, kunnu koma til at siga okkurt rasistiskt. Aftur her, tí tað er so vovið inn í alla okkara mentan.

Tí fer t.d. ein sexistisk viðmerking ofta framvið, uttan at fólk varnast tað. Kanska bara tey, sum vera rakt av sexismuni / kynshappingini. Og tey tora ofta einki at siga, fyri ikki at vera ákærd fyri at vera ov erkvisin. Fólk, sum verða rakt av sexismu, vilja tí ofta ikki gera vart við tað, tá tað hendir. Og tá sexisma er á breddanum sum kjakevni, siga tey seg kanska at hava verið fyri sexismu, men vilja helst ikki út við, hvørjir sexistarnir eru. So hvønn skulu vit harta fyri sexismuna?

Hetta var eitt heitt kjakevni t.d. í sambandi við, tá tvær tingkvinnur í mars 2022 kærdu seg um sexistisku mentanina í løgtinginum. Tá vildu nógv hava fram, hvør tað var, sum var so sexistiskur í tinginum, so vit kundu harta røttu persónarnar. Men spurningurin er, um – ella hví nakar ávísur skal hartast fyri nakað, sum er so vovið inn í okkara mentan, at flest fólk nærmast ikki varnast, at tey kanska sjálvi viðvirka til hesa mentan.

Kynsliga niðrandi “tóni” ikki revsiverdur

At tær báðar tingkvinnurnar settu evnið á breddan, snúði seg nevniliga ikki um persónliga hevnd. Tað snúði seg heldur ikki um eitt generelt stríð móti øllum kallkyninum, sum nógv vildu gera tað til. At tosa um trupulleikan við sexismu snýr seg ikki um kyn i heila tikið. Men hvat snýr tað seg so um?

Tað snýr seg rætt og slætt um eitt stríð móti sexismu m/k! Tað snýr seg um at gera upp við tann “sexistiska tónan”, sum okkara samfelag er gjøgnumsúrgað av – eisini tingið. Og sum BÆÐI kyn halda lív í, so leingi vit ikki gera vart við, at vit tíma tað ikki meir.

Tær báðar tingkvinnurnar noktaðu at gera ávísar persónar til syndabukkar, men royndu bara gera vart við, at vit øll hava gott av at fáa eyguni upp fyri, hvussu vit kunnu tosa meira virðiliga við hvønn annan frameftir uttan ein kynsliga niðrandi tóna. Ein kynsliga niðrandi “tóni” er ikki altíð revsiverdur eftir lógini. Um tað er torført at skilja, hvat meint verður við, so lat meg greiða frá einum dømi:

Nå, der er nogen, der ikke tåler en joke, hva’?

Eg var á einum arbeiðsplássi niðri í Danmark einaferð, har eg hevði ein stjóra, sum var eitt nokkso týpiskt maktmenniskja, sum dámdi væl at vera dominerandi yvirfyri øðrum – serliga konufólki. Tá vit høvdu starvsfólkafundir og tosaðu um okkurt átrokandi evni, og kjakið bleiv eitt sindur heitt, hevði hann fyri vana knappliga mitt í øllum at avbróta samrøðuna og siga: “Du er så smuk, når du er vred” við einum speiskum smíli. Og so flenti hann í kíki, tá hann sá bilsnu andlitini á teimum, sum hann segði tað við.

Skemt, ja, heilt sikkurt. Men hann gjørdi tað ikki mótvegis mannligu starvsfólkunum – bara teim kvinnuligu, tí tað var ein sera virkin máti at vísa sína makt óbeinleiðis við at intimidera tær. Greiða endamálið var at fáa tær at tiga. Á tann hátt vísti hann jú, at hann als ikki tók tað, tær søgdu, í álvara. So ja, tað var heilt klárt sexistiskt. Um onkur dittaði sær at vísa ónøgd við tað, var úrslitið bara meira niðran og láturliggering: “Nå, der er nogen, der ikke tåler en joke, hva’?”

Slíkar støður sum hasa uppliva serliga konufólk javnan. Kæra tær seg um tað, er tað so vist sum amen í kirkjuni, at sagt verður: Jamen, hevur tú ongan humor? Ver nú ikki so erkvisin! Og so ert tú ongan veg komin. Damned if you do, damned if you don’t. Tað kann vera sera torført at kæra slíkt, um tað t.d. er sjálvur stjórin, sum ber seg so at – og ikki minst, um ein veit, at øll hini eru við uppá tað, sum stjórin ger, tí tey flenna jú bara við. Tey taka tað heldur ikki í álvara, tí tey føla ikki sviðan av tí. Tað rakar jú ikki tey persónliga, so tey eru kanska blind fyri, hvat tað ger við tey, sum tað rakar.

Hatta er eitt dømi um ein trupulleikaskapandi “sexistiskan tóna”, sum ikki bara kann koyrast í rættin at verða loystur. Hevði ein gjørt tað, var tað heilt 100% vist, at tey flestu vildi hildið, at tað var at gera alt, alt ov nógv av slíkum “ósekum skemti”.

Kennir ein seg ákærdan, er ein kanska partur av trupulleikanum

Men tað er framvegis ikki í lagi at tosa so á einum arbeiðsplássi. Og tað hava fólk – eisini tær tvær ungu tingkvinnurnar – allan rætt til at gera vart við: at tær tíma ikki at finna seg í einum niðrandi tóna á arbeiðsplássinum, eisini uttan at peika á syndabukkar. Sum eg skilti tað, vildu tær heldur hyggja frameftir og tryggja, at øll tingfólk tosa virðiliga við hvønn annan í framtíðini. Tað var rætt og slætt bara tað, sum biðið var um.

Ótrúligt, at tað bleiv gjørt so fløkt, har fólk royndu at fáa tað til at snúgva seg um alt møguligt annað óviðkomandi. Onkur helt fyri í facebook-kjaki: “Um man ikki er sexistur sjálvur, so fatar man tað altso sum eitt fornermilsi at verða innlagdur til at hoyra uppá eina svadu um, at man skal lata vera við at uppføra seg sexistiskt. Man situr við knýttum nevum og heldur tað vera nógv fyri: Hví halda tey, at EG havi brúk fyri at hoyra uppá hetta?” Tí helt viðkomandi, at loysnin júst í hesum málinum var, at tingkvinnurnar kærdu tann ella teir/tey, sum høvdu gjørt seg sek í sexistiskari atferð. Hví ikki gera sum við harðskapi ella valdstøku og finna tann, sum hevur forbrotið seg?

Ein annar tinglimur skrivaði: “Tað er eingin trupulleiki, at ljós verður varpað á sexismu. Men hví ikki varpa ljós á tey, sum ikki uppføra seg ordiligt, so tey, sum bera seg sexistiskt at, verða steðgað? Eg eri uppvandur frá barnsbeini at samskifta virðiligt. Nú fái eg knappliga at vita, at vit mugu læra at tosað ordiligt. Er tað rætt at siga, at arbeiðsplássið hevur ein sexistiska mentan, bara tí eitt ella tvey fólk ikki duga fólkaskikk, meðan hini 45 eru ósek? Er tað tá rætt at kallað eitt heilt arbeiðspláss sexistiskt? Hví ákæra alt løgtingið?”

Men eingin hevur ákært alt løgtingið. Tingkvinnurnar søgdu seg hava verið fyri sexistiska atburðinum í løgtinginum. Tað er ikki tað sama. Um ein kennir seg ákærda/n av tí og tulkar hetta sum, at alt løgtingið er álopið , umframt ger tær báðar tingkvinnurnar til trupulleikan ístaðin, so átti ein kanska heldur at spurt seg sjálva/n, um ein kanska ótilvitað er partur av trupulleikanum. Tey flestu vilja siga, at tey ikki eru partur av nøkrum trupulleika, tí tey hava lært fólkaskikk sum børn og fara altíð væl við menniskjum. Tað er heldur eingin ivi um, at tey flestu eru fólkalig. Tað er bara ikki altíð nóg mikið.

Ræður tøgnmentan um sexismu?

Mentanin ER har. Tað vita vit, tí tað eru nógv(ar), sum hava váttað tað. Um vit nú viðurkenna, at sexisma finst í samfelagnum, so mugu vit eisini viðurkenna, at tað er møguligt, at ein sexistisk mentan eisini finst á tingi. Um tingið hevur eina sexistiska mentan ella ikki – ja, tað má væl koma fyri ein dag, tá man tekur evnið upp í tinginum. Spurningurin er, um tað bara eru nakrir fáir, sum bera seg sexistiskt at, hví hava hini so ikki langt síðani steðgað teimum?

Er tað tí, at har ræður ein tøgnmentan, tá um sexismu ræður? Ella er tað tí tilvitanin um sexismu er so lítil? Hví hava fleiri tingfólk ikki talað at fyrr, tá sexisma er vorðin framd, og fordømt sexismuna áður? Kann tað vera, at tey hava livað við skýklappum? Kann tað vera, at tey bara ikki hava verið tilvitandi um, hvat er sexistiskt og ikki? Hvat við at lurta eftir teimum, sum siga seg hava verið fyri sexismu í tinginum, og taka tær í álvara, heldur enn beinanvegin at fara í verjustøðu og vísa tað frá sær, sum tær siga?

Um tey, sum halda seg duga fólkaskikk, høvdu lurtað meira eftir teimum, sum vóru fyri sexismu, hevði sexisman í tinginum helst verið útruddað fyri langari tíð síðani. Men hon hevur opinberiliga trivist í øllum góðum. Nær er tað vorðið í lagi t.d. at biða um privata sexualundirvísing frá tingfeløgum? Hví var eingin, ið mótmælti slíkan atburð, tá hetta bleiv sagt? Sum skilst, vóru fólk til staðar og hoyrdu tað. Men tey flentu bara. Einki at gera er jú eisini at góðtaka. So ØLL eru kanska samsek í ikki at hava tikið evnið upp fyrr. Tað ger tó ikki øll til brotsfólk. So ein eigur kanska heldur at vera glað/ur fyri, at kynshappandi mentanin endiliga bleiv tikin til viðgerðar, uttan at nakar bleiv peikaður út sum brotsmaður.

Ikki brúk fyri syndabukkum ella martyrum

Tingkvinnurnar vístu á truplu mentanina, og tað er júst soleiðis, man broytir hana til tað betra – við at varpa ljós á tað. Um ljósið ístaðin var varpað á ávísar persónar – t.d. um hesar báðar tingkvinnurnar alment kunngjørdu, hvørji navnkend fólk bóru seg sexistiskt at í tinginum – so høvdu tær uttan iva verðið lagdar undir nógv verri ting, enn tær vóru, so sum at tær “karaktermyrða og ærumeiða hesar stakkals menn uttan haldgott prógv” ella okkurt líknandi. Eg skilji tí øgiliga væl, hví tær ikki tímdu at peika nakran út alment. Tí um tær høvdu sagt alment, hvør tað var, so hevði alt komið til at snúð seg um teir persónarnar, sum so antin blivu syndabukkar ella martyrar. Alt hevði verið á gosi og tað hevði endað í øgiligum tvídrátti og ósemjum um, hvørt tað var rættvíst ella ei yvirfyri teim ymisku.

Tað hevði blivið til eitt mál um einkultpersónar og ikki eitt mál um ein strukturellan trupulleika. Øll onnur kundu so – serstakliga “bekvemt” – vaskað sær um hendurnar, sum um tey als onga medábyrgd hava fyri sexistiska tónan á arbeiðsplássinum.

Veruleikin, sum nógv tykjast hava ilt við at skilja, er, at trupulleikin ER ikki bara persónligur, tí so leingi øll eru passivir áskoðarar og einki gera við tað, so leingi eru øll í roynd og veru samsek. Tí mátti hetta takast upp sum ein strukturellur trupulleiki, ið má adresserast generelt. Apropos orðatakið: Hann, ið er sekur, hann at sær tekur. Stórir, sterkir, sjálvstilvitandi og ikki-sexistiskir menn munnu tola at taka eitt álvarsprát um sexismu, heldur enn at blíva smásárir og føla seg undir ákæru. Tað er jú eingin orsøk at taka tað at sær, um ein er ósekur. So kann ein jú bara taka tað heilt róligt.

Bæði kyn fremja kynshapping, men mest menn

Onkur annar gjørdi vart við, at sexisma finst bæði móti monnum og kvinnum. Ja, sexisma / kynshapping kann vera kvinna móti kvinnu, maður móti manni, maður móti kvinnu ella umvent. At bæði kyn kunnu uppliva sexismu ger tað ikki minni viðkomandi at hava uppi at venda í tinginum. Tað ljóðar til, at nógv kunnu gerast klókari, soleiðis sum hugtakið verður viðmerkt á ymsum tráðum á facebook í sambandi við hetta málið.

Sjálv haldi eg, at tað er sera gott, at sexisma nú verður umrødd í tinginum – og at tingið vísir seg sum eitt fyridømi í hesum máli, so vit øll kunnu læra av tí og gerast meira tilvitað um sexismu, tí alt ov leingi hava alt ov nógv fólk, sum hava liðið undir tí, tagt um tað av ótta fyri at vera ákærd fyri hysterí og erkvisni. Tí er tað sera gott, um tingfólk nú fara at tosa við opnum sinni um hetta evnið og kanska viðurkenna, at tey møguliga hava verið blind fyri sexismuni. Sexisma hevur jú so leingi verið púra vanlig og so vovin inn í alla okkara mentan, at fólk næstan fata sexistiska atferð sum “náttúrliga” – tvs. at sjálvt fólk, sum vanliga eru sera høvisk og als ikki fata seg sjálvi sum sexistisk, kunnu koma til at siga okkurt sexistiskt, uttan at tey hugsa um tað sum “sexisma” / kynshapping. Tað ger tey ikki til brotsmenn. Men tað er kortini ikki í lagi.

Tað, vit mugu viðurkenna er, at ein mentan er sexistisk, tá sexisman ótarnað sleppur at halda fram. Líka mikið, um tað er ein, tveir ella 30 persónar, sum fremja tað. Mentanin er sexistisk, tá onnur – oftast menn – ikki tala at, tá teir eru vitni til, at sexisma fer fram, tí tá er man við til at viðlíkahalda mentanina.

Ótilvitaðir um egna sexismu

Er tað í lagi at heingja nakrar fáar persónar út sum syndabukkar fyri bara at bera seg at sambært einum rættiliga útbreiddum sexistiskum mentaliteti, sum higartil hevur verið so vanligur í samfelagnum, at kanska annarhvør maður er sekur í at hava sagt ella gjørt okkurt sexistiskt onkuntíð – kanska uttan at vita av tí, tí tað er so vanligt og so legitimt í dagsins samfelag? Ofta stuðlað ótilvitað av kvinnum eisini, tí tær eru so vanar við tað, at tær halda ikki, tað kann vera øðrvísi.

Eg havi so ofta – ja, óteljandi ferðir – upplivað tað sjálv, og eg veit frá so nógvum øðrum kvinnum, at tær eisini uppliva hesi smáu, subtilu sexistisku hintini í dagligdegnum – eisini frá annars sera fittum og vælmeinandi monnum, sum kanska hava sagt okkurt í spølni, sum teir helst ikki meina so illa, men sum í veruleikanum eru rættiliga sexistisk. So sum t.d. á altjóða kvinnudegnum 8. mars at leggja myndir út á facebook av konufólkum, sum duga illa at parkera. Skemt ja, púra vist. Men primitivt. Og býtt. Og rein kynshapping. Men teir menn, sum gera slíkt, tykjast bara ikki heilt at vita av, at tað er tað, tað er, tí tað er so vovið inn í allan okkara samverumáta, at tað kennist næstan náttúrugivið.

Av tí sama gevi eg ikki hesum monnum skyldina fyri at siga ella handla sexistiskt og tími – eins og tingkvinnurnar – heldur ikki at peika á nakran og heingja nakran út fyri tað, tí hetta er ikki eitt persónligt problem. Hetta er eitt systemiskt problem.

Betur við forstáilsi kynjanna millum

Tað tænir ongum góðum endamáli at gera ávísar persónar til syndabukkar. Tað skapar bara størri gjáir millum kynini, tí nógvir av hesum monnunum kenna seg púra ósekar og at vera fyri ógrundaðum ákærum. Teir vita nevniliga útmerkað væl av, at teir avgjørt ikki eru teir einastu, sum hava útint somu “synd”, so skulu teir ákærast, so mugu so øgiliga nógv onnur eisini ákærast.

Er tað tí ikki betur at kasta ljós á generella trupulleikan við sexismu – og uppá ein meira konstruktivan máta gera okkum øll meira tilvitað um, hvat sexisma er, og um, hvussu vit øll eru meira ella minni viðvirkandi til at varðveita sexismuna – og um, hvussu vit kunnu bera okkum at á ein meira virðiligan hátt kynjanna ímillum frameftir?

Er tað ikki betur, at vit øll fáa størri forstáilsi fyri, hvussu sexistisk øll okkara mentan er í veruleikanum, og á hvønn hátt, hon er tað? Og ikki minst, hvussu hendan mentanin í síðsta enda ávirkar mong til at halda, at kvinnur onkursvegna ikki hava somu tyngd ella sama týdning fyri samfelagið sum menn? Hvat við at vit øll byrja við at royna at lurta betur eftir teimum, sum kenna seg vera fyri sexismu, ístaðin fyri at ákæra tey fyri at vera ov erkvisin ella hysterisk, fyri at “hata menn” osfr. og soleiðis leggja stein oman á byrðu?

Hvat er trupulleikin við at tosa við og um kvinnur við virðing?

Síggi á føroyskum síðum á facebook, at nógv – serliga menn – kæra seg um, at kvinnur eru vorðnar alt ov erkvisnar og nú “kann man einki loyva sær at siga longur”. Øgilig øsing um tað. Men er tað ikki eisini erkvisið at reagera so ógvisliga ímóti, tá tað einasta, kvinnur í veruleikanum biðja um, er, at tosað verður við tær – og um tær – sum javnlíkar á jøvnum føti? Eg dugi veruliga ikki at síggja, hví tað skuldi verið nakar trupulleiki. So hvør er erkvisin nú?

Hvat við, at vit øll heldur átaka okkum eina medábyrgd fyri at fáa útruddað sexismu – t.d. fyrst við at seta okkum inn í, hvat sexisma er, og annars í dagligdegnum vera uppmerksom uppá tað, og siga frá, á ein vinaligan hátt, at vit tíma ikki at vera við til slíkt, bæði tá vit sjálvi vera útsett fyri sexismu, ella síggja onnur vera tað, soleiðis at tey, sum onkuntíð koma til at traðka um mark gerast varug við, at tað er tað, tey gera. Har eru tað so eisini leiðslurnar á arbeiðsplássunum, ið kunnu hjálpa stórt til við at ganga undan.

Inntil vit fáa sloppið okkum av við sexismu / kynshapping – helst í felag – mugu vit øll tíverri liva við at vera undir illgruna fyri at stuðla sexismu, um vit tiga og lata standa til og ikki aktivt taka lut í at fáa bilbukt við henni.