HEINESEN.info

Frástøða fær okkum at virða nærveru

Kvinnurøddin – Grein í blaðnum Kvinnu um Korona-kreppuna.
Eftir Elina Brimheim Heinesen

Frá sorgloysi til óttafulla stúran
3. februar í ár fleyg eg úr Føroyum fyri at halda langa vetrarferiu í Cuba saman við sjey vinkonum. Lítið vistu vit, at ein mánaða seinni fóru vit at koma heim aftur til ein veruleika, har alt var vent upp og niður. Vit sólaðu okkum ekkaleysar, nutu lívið í tropuhitanum og hugsaðu lítið um, hvat hendi kring heimin, meðan vit vóru burtur. ‘Fast forward’ til fyrst í mars. Ikki meira enn komnar úr flogfarinum í Keypmannahavn, merktu vit at eitt dapurt skýggj hekk oman yvir øllum. Miðlarnir vóru á tremur við ræðusøgum úr Wuhan í Kina og tíðindum um herviliga Korona-virussið, sum nú hevði breitt seg stórt sæð um allan heim.

Føroysku fjøllini líktust sær sjálvum, tá eg lendi í Føroyum. Seyðurin og fuglarnir livdu enn lívið, sum um einki var hent. Húsini hjá mær sóu út, sum tá eg fór. At síggja til var alt, sum tað plagdi, men kortini var einki longur, sum tá eg fór avstað. Harraboð vóru komin úr Tinganesi sama dag, at nú máttu vit øll sum ein hjálpa til við at forða hesi herviligu smittu í at fáa fastatøkur í Føroyum. Øll, sum ikki høvdu avgerandi lívsneyðug størv, vóru biðin um at fara heim at arbeiða. Frá einum degi til tann næsta var øll sosial samvera nær um bannlýst, og alt samfelagið lá so gott sum lamið. Tað kendist óveruligt og skelkandi, at øll mannaættin kundi takast á bóli so knappliga.

At sita avbyrgd í sóttarhaldi so leingi gevur tíð til at hugsa. Fer sjúkan at raka onkran, eg eri góð við? Sjálv eri eg farin um tey 60. Astma í barndóminum merkir, at eg havi varandi niðursett lungnavirkni. Nýrini virka heldur ikki allarbest. So ivin gnagar. Man eg vera í vandabólki? So er tað ikki minst fíggjarstøðan. Partur av inntøkugrundarlagnum hjá mær er horvin í løtuni. Allir Airbnb-gestirnirnir í apríl hava strikað sínar gistingar, og tríggjar konsertir, sum eg skuldi spæla hendan mánaðan, eru avlýstar. Eingin veit, hvussu leingi hetta fer at vara, so eg stúri. Fari eg at klára at svara hvørjum sítt framyvir?

Óttast hvørt annað
Eg sakni menniskju kring meg. At klemma onnur. Eg sakni ein góðan døgurða saman við familjuni. Eg sakni at sita saman við vinkonunum og spæla Gekk aftur við einum góðum glasi av víni. Eg sakni fríggjadags-morgunmatin saman við mínum góðu starvsfeløgum. Tað er ikki tað sama at hitta fólk á netinum, hóast tað avgjørt er betri enn einki. Men eg sakni nærveruna. Tá eg eina sjáldna ferð fari út at keypa tað mest neyðuga, merki eg á fólki, at hetta lívið nívir. Fólk skunda sær framvið, tá tey møtast á gøtuni. Tað kennist løgið at skula halda frástøðu. Mammur hála børnini burtur frá øðrum. Vit eru øll vorðin bangin fyri hvørjum øðrum. Hvussu leingi noyðast vit at liva so?

Fer óttin fyri smittu at ávirka alla sosiala samveru í langa tíð framyvir? Hvussu sleppa vit undan at gerast traumatiserað og menniskjaliga fátøk av frástøðuni? Tá alt er yvirstaðið, fara vit at vera óbótaliga merkt? Ella fara vit at reisa okkum aftur sum ein nýborin fuglur Føniks úr øskuni, sterkari, klókari og meira nærverandi, enn vit vóru áðrenn? Ella glíða vit bara aftur í gamlar vanar?

Ábyrgd av lívi næsta okkara
Beint nú vita vit bara, at heimurin knappliga hevur latið seg aftur og ikki longur er so atkomuligur, sum vit so leingi hava verið von við. Møguleikar, vit áður hava tikið fyri givið, eru skerdir. Sannlíkt verður einki heilt tað sama eftir kreppuna. Tað er lagnunnar speisemi, at sosiala frástøðan hevur fingið okkum at sanna, hvussu nógv nærvera og felagsskapur hevur at týða – sum um tað var tað, ið skuldi til, fyri at vit rættiliga kunnu virða og skilja, at eingin kann liva púra avbyrgdur og óbundin at øðrum. Vit læra nú, hvussu okkara egnu val ávirka onnur í samfelagnum, og hvussu stóra ábyrgd vit í veruleikanum hava fyri hvørjum øðrum. Vit eru øll vorðin samvitskan hjá hvørjum øðrum. Vit læra, at tað bókstaviliga stendur um lív, hvat vit gera, og hvat tað krevur av okkum at hava fyrilit fyri hvørjum øðrum.

Uppá onga tíð hava vit tillagað okkara dagliga lív fyri at vísa fyrilit, vit ongantíð hava verið noydd til fyrr. Eftir bert einari viku løgdu vit okkara vanar um, og trilvandi seta vit aðrar ístaðin. Vit gera tað av ábyrgdarkenslu, av stúran og við samhuga og vón um at kunna hjálpa okkara eldru og veikastu meðborgarum. Heilsuverk okkara hevur eftir bert fáum døgum gjørt umfatandi tillagingar, sum vanliga høvdu tikið ár at gera. Vit spritta og halda reinføri, sum ongantíð fyrr. Vit hava broytt aldargamlar siðir at heilsast og halda fysiska frástøðu við at liva lívið, samskifta, syngja saman og fara til jarðarferðir á netinum. Vit fara treyðugt út, men noyðast tó til handils av og á, har vit standa fleiri metrar frá hvørjum øðrum.

Grundleggjandi mannarættindi í váða
Í fyrstani tóktist tað lætt. At verða send í sóttarhald var næstan sum at fáa óvæntaða eyka feriu. Vit styttu okkum stundir á sosialum miðlum og Netflix. Kreativiteturin blómaði. Støðan var forkunnug og kendist næstan bara hugnalig. Men hvussu leingi blívur tað við at vera stuttligt? Sannlíkt er, at onkur ikki orkar frástøðuna og strævnu trygdartiltøkini í longdini og fer at slaka. Verða tey mong, sum gera tað, er vandi fyri, at myndugleikarnir kenna seg noyddar at brúka tvingsil, ið hugsandi kann seta grundleggjandi mannarættindi og sjálvt fólkaræðið í váða. Vónandi hendir tað ikki.

Hetta er ræðandi og næstan ov stórt at rúma, tí tað er ikki bara títt lív, men allur heimurin, sum við eitt er broyttur. Tá búskaparhjólini kring allan heim fara so nógv niður í ferð so knappliga, og samfeløg lata seg aftur, kollveltir tað heimsbúskapin. Hvussu fer kreppan at ávirka okkum og okkara arbeiðsmarknað? Hvussu við matvøru- og heilsutrygdini? Fara vit ikki at kunna ferðast líka frítt framyvir? Fara myndugleikar at leggja trýst á fyri at hava størri eftirlit við fólki, so vit missa meira av longu skerda, persónliga sjálvræði okkara?

Lært størri tilvit, ábyrgd og virðing
Nei, ikki man loysa seg at mála illamann á veggin. Neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Tá vit hava vant okkum við støðuna, síggja vit uttan iva aðrar møguleikar, vit áður ikki bóru eyga við, tí vit ikki vóru noydd til tað. Vit vita væl, at vit ikki hava livað burðardygt. Heimurin hevði kanska brúk fyri at steðga á eina løtu, so luftin kundi reinsast eitt sindur – bæði bókstaviliga og myndaliga talað. Hvør veit, um tað ikki endar við, at vit halda, at tað ikki bara var ringt, at vit øll vóru noydd at seta ferðina niður.

Korona-kreppan hevur víst okkum, at vit ikki eru so ósærilig, sum vit kanska hildu. Hetta hevur givið okkum kjansin at síggja klárari, hvat veruliga hevur virði. Kanska høvdu vit brúk fyri veruliga at merkja saknin eftir nærveru við onnur fyri at síggja, í hvussu stóran mun lív okkara liggur í hondunum á øðrum. Kanska høvdu vit gott av at læra okkum øðrvísi og kreativar mátar at liva og arbeiða. Hvør veit, um alt hetta fær okkum til at kenna meira eyðmýgd og vera eitt sindur meira tilvitandi framyvir um týdningin av at vísa meira ábyrgd og virðing fyri øðrum.

Kanska læra vit nú, at tað ræður ikki bara um at “hava”, men um at “vera”. Ístaðin fyri bara tilvitskuleyst at keypa og hópa ting upp, vit ikki hava brúk fyri, kunnu vit velja at leggja meira dent á virði, ið økja lívsgóðskuna og eru meira burðardygg – so sum at dyrka tað, sum er í nánd, nærveru og upplivingar. Tá ringasti smittuvandin er av – sum hann verður fyrr ella seinni – hava vit møguleika fyri framhaldandi at velja at halda heimin reinari, sunnari og burðardyggari. Saman hava vit hóast alt enn møguleikan at skapa okkum sjálvum ein heim at trívast í – kanska enntá stuttligari og betri enn tann, sum var, áðrenn Korona-bumban brast.