Eftir Mildrið Jacobsen;
Sosialurin, 18. Januar 2018;
Evni: #MeToo
Samstundis sum #MeToo rørslan vindur alt meira og meira uppá seg uttanlands, síggjast ikki nógv #MeToo frámerkið á vangamyndum hjá føroyskum kvinnum. Elin Brimheim Heinesen, sum sjálv hevur verið fyri grovum kynsligum ágangi, er ein av teimum fáu, sum hevur sett #MeToo frámerkið á sín vanga. Hon ivaðist leingi, og gjørdi sær nógvar tankar, áðrenn hon gjørdi tað.
– Eg skilji tað væl, at kvinnur aftra seg. Eg ivaðist sjálv, áðrenn eg setti frámerkið á mín vanga. Fólk hugsa beinanvegin, hvat er hent henni, og fólk fara at sneyta. Tað er einki stuttligt. Vit liva í einum lítlum samfelagi, og ongin vil verða sæddur sum offur, sigur Elin Brimheim Heinesen.
Hon vildi so avgjørt eisini sjálv sleppa undan spurningum og gitingum, og hon vil als ikki vita av offurleiklutinum.
– Eg vil ikki vera definerað í eygunum á øðrum av teimum upplivingunum. Eg eri annað og nógv meira enn tað. Eg vil ikki verða sædd sum eitt offur, tí eg føli ikki, at eg eri eitt offur. Eg eri komin yvir tað, og eri komin víðari, sigur hon.
Elin Brimheim Heinesen hevur tosað við nógvar kvinnur, sum hava verið fyri grovum kynsligum ágangi, men tær hava valt ikki at seta #MeToo frámerkið á in vanga, tí tær vilja sleppa undan gitingum og at fáa spurningar um nakað, sum tær hava bestan hug at gloyma.
– Tað verður heldur ikki lættari, tá tað í kjakinum um rørsluna eru fleiri, sum vilja vera við, at bara tey, sum vilja spæla ein offurleiklut, seta frámerkið á sín vanga, sigur hon og vísir á, at tað er beint tað øvuta, sum er endamálið við frámerkinum.
– Tá so nógvar kvinnur ikki tora at trína fram, so vísir tað bara, at #MeToo rørslan er hart tiltrongd og als ikki yvirdrivin, soleiðis sum nógvir menn í Føroyum vilja vera við, men heldur hinvegin, at tað kemur ov lítið fram, sigur Elin Brimheim Heinesen.
Ikki bara eitt klapp í afturpartin
Elin Brimheim Heinesen sigur seg ikki skilja, hví serliga menn í Føroyum øsa seg so nógv um #MeToo rørsluna.
– Teir leggja kvinnurnar í #MeToo rørsluni undir at vera erkvisnar grátikonur, sum ikki tola eitt klapp í afturpartin, og nú koma 30 ár seinni at grenja um tað. Teir undirmeta og lítisgera hendingarnar, kvinnurnar siga seg hava verið fyri, og gera tær, sum hava sett frámerkið á sín vanga til láturs, sigur hon.
Hetta snýr seg um nógv álvarsligari mál enn eitt lítið klapp. Talan er ofta um beinleiðis valdsgerðir og neyðtøkur, sum kvinnurnar ikki hava meldað, tí tær hava verið bangnar fyri, at tað kundi ikki prógvast, sigur Elin Brimheim Heinesen.
Menn í #MeToo kjakinum spyrja, hví kvinnurnar ikki mótmæltu og langaðu nevan í borðið, tá tær vóru fyri kynsliga áganginum fyri 20-30 árum síðani, og hví tær nústani koma fram við tí nu, tá tað sambært teimum er blivið “modernað”. Elin Brimheim Heinesen svarar soleiðis:
– Eg havi hoyrt spurningin fleiri ferðir. Um tað var so álvarsligt, hví meldaði tú ikki tá? Hesi fólkini gloyma, at aftanfyri helst tey allarflestu #MeToo frámerkini liggja skelkandi, pínufullar og djúpt mannminkandi hendingar, sum í nógvum førum eru farnar fram, tá kvinnurnar vóru rættiliga ungar og óbúnar, ella í øllum førum í eini undirlutastøðu.
– Eg trúgvi at nógvar kvinnur gjøgnum tíðina hava uppgivið at konfrontera tað, sum tær hava upplivað sum eina sterka yvirmakt. Tær hava verið vísar í, at tær fóru at tapa, um tær bara við pástandi móti pástandi blakaðu seg út í eitt stríð við kanska nógv eldri og sterkari menn, møguliga ein familjulim, møguliga ein arbeiðsgevara, møguliga onkran, sum kanska var fíggjarliga nógv betri fyri.
– Tær hava haraftrat ikki bara skula hugsað um avleiðingarnar av at taka eitt stríð upp við ein einstakan gerningsmann, sum tær kanska kenna og kunnu møta á gøtuni restina av lívinum, men eisini við eitt heilt samfelag.
Flestar kvinnur hava altíð vitað, at tað kann vera sera torført at sannføra onnur um, at tær hava verið fyri kynsligum ágangi – serliga menn, sum hava ilt við at skilja, hvar markið gongur millum óseka fjeppan og beinleiðis ágang, og sum hava lyndi til at vera solidariskir við sítt egna kyn, og tí ofta kveistra slíkt burtur sum grenj frá hysteriskum grátikonum, eins og vit síggja kvinnur nevndar í almenna kjakinum í løtuni, sigur hon.
Hon bað sjálv um tað
Elin Brimheim Heinesen vísir á, at samfelagshugburðurin hevur í stóran mun verið: ”Hon bað sikkurt um tað, tí hon gekk úti um kvøldið einsamøll. Sikkurt onkustaðni, har øll vita, at kvinnur ikki skulu ganga einsamallar í myrkri, uttan so tær vilja verða misbrúktar. Eingin bað hana fara har. Helst var hon eisini alt ov avbjóðandi ílatin, so hon er sjálv úti um tað.”
– Kvinnur vita, at tær fáa ofta skyldina, so tær velja heldur at tiga. Tá ein sær í almenna kjakinum, hvussu upplivingar av ágangi verið lítisgjørdar, og hvussu tey, sum siga frá, verða gjørd til láturs, eru tað nógv, sum hugsa, at tað loysir seg betur at tiga. Hvør vil hava eitt slíkt spjaldur sitandi á sær – at vera ein hysterisk grátikona, sum hatar menn?
– Sum um tað hevur nakað sum helst við sakina at gera. Eg skilji væl, hví kvinnur aftra seg við at siga frá. Men eg vóni, at #MeToo rørslan kann venda hesum, so tað verður lættari frameftir at siga frá og mótmæla kynsligum ágangi, uttan at óttast fyri at verða lítisgjørdur ella gjørdur til láturs, sigur hon.
Elin Brimheim Heinesen heldur, at atfinningarnar og mótmælini móti #MeToo rørsluni hava fingið nógv pláss í miðlunum í Føroyum. Tað hevur verið gjørt alt ov lítið av at spyrja og hava áhuga fyri, hví fólk eru við í rørsluni.
– Eg sakni at tað verður tosað um trupulleikan sum heild og viðurkent, at trupulleikin við kynsligum ágangi er veruligur, og at hann er stórur, helst størri enn tey flestu gera sær greitt, sigur Elin Brimheim Heinesen.
#MeToo fyri øll
Nógv tey flestu, sum seta frámerkið á sín vanga, eru kvinnur. Men menn gera tað eisini.
– Hetta er so avgjørt ikki bara fyri kvinnur. Menn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, hava líka stóran rætt til at gera vart við seg og mótmæla kynsliga ágangin, sigur Elin Brimheim Heinesen, sum leggur dent á, at tað týdningarmesta er at gera upp við kynsligan ágang, líkamikið hvat kyn talan er um.
– #MeeToo rørslan er ikki eitt álop á eitt heilt kyn, soleiðis sum fleiri siga hana at vera. Tað er als ikki tað, sum hon snýr seg um. Veruleikin er bara tann, at tað smbrt. hagtølum eru flest menn, sum fremja kynsligan ágang, men tað merkir ikki, at allir menn gera tað. Tað má vera loyvt at mótmæla kynsligum ágangi, uttan at verða lagdur undir at leggja eftir øllum kallkyninum og at vera mannahatari, sigur hon.
Hon ásannar, at tað henda mistøk, og at tað kann væl vera, at onkur ósekur er vorðin skuldsettur í sambandi við rørsluna. Men hon sigur seg ikki skilja, hví so ómetaliga nógv ljós verður varpað á nøkur heilt fá dømi um hetta í miðlunum, meðan ein sær heilt burtur frá øllum teim ræðuligu søgunum aftanfyri tær milliónirnar av #MeToo frámerkjum, har sipað verður til veruligan harðskap, sum er framdur. Hvar er lutfallið?
Hon vísir á, at ikki ein einasti persónur hevur mist sítt starv í Føroyum orsaka av #MeToo ákærum. Kortini tykjast fleiri at óttast meira fyri hesum, enn tey óttast allan tann kynsliga ágangin, sum verður framdur fyrst og fremst móti kvinnum.
Ógrundaður ótti
Í kjakinum um #MeToo rørsluna hava serliga menn ført fram, at #MeToo er ein nýpuritansk rørsla, sum er við at oyðileggja møguleikarnar hjá monnum at sleppa at vera menn, og at nú ber ikki longur til at fjeppast eitt sindur uppi í einari kvinnu ella at siga nøkur vøkur orð við hana, uttan at teir eru í vanda fyri at enda sum #MeToo á onkrum vanga.
Elin Brimheim Heinesen sigur, at hetta er nakað tvætl.
– Ongin kvinna fer at gremja seg um nøkur smikrandi orð ella meinaleysa fjeppan. Tað er ein púra ógrundaður ótti, sigur hon.
– Hatta er bara í teirra egna hugaheimi. Hatta er ikki veruligt. Um so var, at kvinnur hongdu menn út fyri fyri eitt lítið flirt, so var tað langt síðani hent, og so skuldu allar kvinnur hatað menn, tí tað var kanska upp aftur meira vanligt fyrr í tíðini, at menninir vóru eftir kvinnunum. Og tað gera kvinnurnar jú ikki. Tær hanga ikki menninar út fyri bara eitt lítið flirt.
Eisini vísir hon á, at menn, sum stúra fyri avleiðingunum av rørsluni, hava einki at óttast, um kvinnurnar, sum skriva #MeToo frámerki, verða tiknar í álvara og ikki verða gjørdar til láturs.
– Um tær kenna seg hoyrdar og virdar, tá tær siga frá ella seta mørk, so verða tær eisini tryggari við mannfólk, og so er einki til hindurs fyri fjeppan. Sjálvandi kunnu øll fjeppast so galið tey vilja – bara tey tryggja sær, at báðir partar eru við uppá tað. So einfalt er tað, heldur Elin Brimheim Heinesen.
Hon leggur aftrat, at nógv teir flestu menninir vita væl, hvar markið gongur, og tí skilir hon ikki, at teir kenna seg so raktar av hesi rørsluni.
– Teir kunnu bara hyggja uppá konufólkini. Eru teir nóg empatiskir, so duga teir beinanvegin at avlesa støðuna. Tað er ikki fløktari enn so, sigur Elin.
Tað eru eisini kvinnur, sum halda, at rørslan er óneyðug. Elin Brimheim Heinesen heldur ikki, at tað er so løgið, tí tað eru tíbetur ikki allar kvinnur, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Og tað er ofta soleiðis, at fyrr enn man sjálvur hevur roynt tað, so trýr man ikki upp á tað. Man er góðtrúgvin, væntar tað besta av øðrum og heldur, at verðin er góð. Men brádliga hendir einum nakað, sum fær verðina at síggja heilt øðrvísi út, sigur hon.
Endamálið við #MeToo rørsluni
Endamálið við #MeToo rørsluni er at steðga kynsliga áganginum, og at tey, sum fremja kynsligan ágang, skulu taka ábyrgd og standa til svars fyri sínar gerðir. Tað er tað, sum avleiðingin skal vera av rørsluni, og einki annað.
Elin Brimheim Heinesen sigur, at ongantíð betur, um hetta kemur meira fram í ljósmála, so vit fáa gjørt nakað við tað, soleiðis at øll kunnu ganga trygg úti um næturnar ella fara trygt til arbeiðis uttan at vera bangin fyri at vera álopin ella vera fyri ágangi.
– Endamálið er jú, at vit øll skulu kenna okkum trygg, og at tað er púra greitt fyri øllum, hvar markið gongur, og at nei merkir nei, sigur hon.
Hon vísir á, at nógv tær flestu kvinnurnar, sum hon kennur, eru bangnar fyri at ganga heim einsamallar um náttina, men at hon kennir fáar menn, sum eru bangnir fyri at ganga úti einsamallir, um nakran. Og hví eru tær so bangnar? spyr Elin Brimheim Heinesen og vísir til rithøvundan Margaret Atwood.
– Margaret Atwood sigst at hava sagt soleiðs: “Menn eru ræddur fyri, at kvinnur flenna at teimum. Kvinnur eru ræddar fyri, at menn drepa tær.” Hetta er kanska eitt sindur yvirdrivið orðað, men har er eitt grann av sannleika í tí. Vónandi kann #MeToo vera við til at fáa eyguni hjá fólki upp fyri, hví so nógvar kvinnur líða av ótta fyri at ganga einsamallar um náttina. Er hetta ein heilt ógrundaður ótti?
– Hava tær havt keðiligar upplivingar? Tað tori eg at pástanda, at tær hava, ella tær hava hoyrt um aðrar, sum hava havt keðiligar upplivingar, tá tær hava gingið úti einsamallar um náttina, sigur hon.
Hóast nógv teir flestu menninir ikki kundu droymt um at neyðtikið nakran, so er veruleikin tann, at menn fremja næstan allan kynsligan ágang og neyðtøkur. Tøl í USA vísa, at meira enn 99% av neyðtøkum verða framdar av monnum, og at tað eru bæði kvinnur og menn, ið verða neyðtikin.
– Hetta er tíverri ein veruleiki, vit øll mugu viðurkenna, um nakað skal gerast við tað. Annars ber ikki til at taka um rótina á trupulleikanum. Tað merkir, sum sagt, ikki, at allir menn eru so, men nakrir eru. Vit kunnu ikki framhaldandi kveistra henda veruleika burtur, sum nógv, serliga menn, hava lyndi til, bara tí teir ikki sjálvir kundu funnið upp á slíkt. Men tá átti nettupp ongin orsøk verið til at kent seg raktan, heldur hon.
#MeToo rørslan ger mun
Elin Brimheim Heinesen heldur, at #MeToo rørslan fer at gera mun í strembanini eftir at steðga kynsligum ágangi. Sjálvt um mótstøðan móti rørsluni er stór, so er tað kortini nakað, sum fólk hugsa um.
– Tað skal sodna. Eg trúgvi, at nógv av teimum, sum hava verið ímóti rørsluni at byrja við, lurta eitt ella annað stað kortini. Um hetta kann fáa fólk at hugsa seg betur um, hvar mørkini ganga millum vanliga fjeppan og so ágang, so hevur rørslan gjørt nakað gott, sigur Elin Brimheim Heinesen.
Hon sigur seg rokna við, at rørslan fer ikki at steðga enn, tí tey, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, finna seg ikki í tí meira, og vilja framhaldandi gera okkurt fyri at steðga áganginum.
– Tey gevast ikki so lætt, nú hol fyrst er komið á svullin, sigur Elin Brimheim Heinesen.
—————————————————
Greinin var í Sosialinum 18. januar 2018: