Góðu áhoyrarar,
Tá íslendska Altingið helt 1.000 ára føðingardag á Tingvøllum í 1930, var føroyska flaggið – Merkið, sum jú ikki var viðurkent enn tá – vundið á stong millum hini norðurlendsku fløggini. Tá táverandi danski forsætisráðharrin Thorvald Stauning sá hetta, kravdi hann, at Merkið í stundini skuldi takast niður. Tað sigst, at hann skuldi hava sagt: “Fjern den klud”. Men lagnan vildi, at Annar Veraldarbardagi brast á 10 ár seinni. Danmark var, sum kunnugt, hersett av Týsklandi og Føroyar av Bretlandi. Tað førdi við sær, at bretska hersetingarvaldið kravdi, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi. Hetta hendi í dag fyri júst 75 árum síðani – tann 25. apríl í 1940.
Ein rúmligur dúkur
Fyri okkum føroyingar hevur Merkið sjálvandi ongantíð bara verið ein “klútur”. Tað er ein dúkur, men ein dúkur, sum vit leggja nógva merking í. Merkið er vorðið heilagt, tí tað umboðar virði, sum eru okkum kær. Merkið rúmast tað, sum vit hvør sær vilja leggja í tað líkamikið, hvørji vit eru. Júst tí hevur Merkið hesa savnandi styrkina, sum bindir okkum øll saman, hóast ymiskleikar. Og júst tí kunnu allir føroyingar samkenna seg við Merkið.
Eg kann neyvan ímynda mær nakað, ið savnar tjóðina í so stóran mun, bæði tá vit hevja Merkið á stong til høgtíðir – ella tá vit brúka tað minni hátíðarligt, tá fótbóltsfjepparar mála sær Merkið í andlitið ella balla seg inn í flaggdúkin at verma seg til fótbóltslandsdystirnar.
Tá vit savnast undir Merkinum, eins og vit gera henda hátíðardag, sum eisini verður róptur Markusarmessa, vita vit onkusvegna, at vit hoyra saman. At vit hava ein lagnufelagsskap. Merkið ímyndar tjóðina – límið, ið bindur okkum saman sum fólk. Tað minnir okkum á okkara mentan, okkara søgu og á felagsskapin millum okkara sum borgarar í einum serstøkum landi við serstøkum siðum. Tað umboðar okkum og ber vitni um alt tað, vit eru góð við og errin av og styrkir soleiðis samleika okkara sum fólk.
Felagsskapur fríar
Vit hava tørv á onkrum ítøkiligum at ímynda øll tey óítøkiligu virði, sum tilsamans eru karmurin um okkum – okkara referansuramma, sum danir siga. Hetta er tað, Merkið er ímyndin av. Og tí er Merkið so dýrabart fyri okkum – eisini nú í 2015, 75 ár eftir, at fyrsta landið uttanfyri Føroyar viðurkendi flagg okkara.
Tað kann tykjast óskiljandi fyri nútíðarmenniskjað, at tað, ið bindir okkum saman, eisini er tað, ið ger okkum til frí menniskju. Uttan samanhald, sínámillum samskifti, nakað at spæla okkum sjálvi upp í móti og samanbera okkum við, uttan felagsskap hevur tilveran lítla meining, tí tað er í samspæli við onnur, at vit menna okkum sum menniskju og fáa ein samleika. Tað er felagsskapurin og samhaldsfestið millum okkara, sum lyftir hvønn einstakan upp og fríar okkum sum menniskju. Tí er tað so týdningarmikið at gáa eftir og tosa um tann felagsskap, sum vit hava saman sum borgarar í Føroyum tvørtur um allar ymiskleikar. Tað er hesin felagsskapur sum er berandi liðurin í fólkaræðisliga vælferðarsamfelag okkara.
Øll liva av annan mans verki
Men henda kenslan av felagsskapi tykist nú at vera komin undir hóttan í hesum narsissistisku selfie-dyrkandi tíðum, har alt meira fokus er á einstaklingin, heldur enn á tað, sum bindir okkum saman. Tað tykist, sum um ein heldur sjálvsøkin hugburður hevur vunnið frama, har summi tykjast at gloyma týdningin av felagsskapinum og vilja heldur hugsa bara um seg sjálvi fyrst og fremst. Men hesin hugburður, at: “eg skyldi ongum nakað, tí eg tjeni mínar egnu pengar og syrgi fyri mær sjálvum”, byggir í veruleikanum uppá eina illusjón.
Eingin einstaklingur livir eins og Robinson Crusoe á síni egnu avbyrgdu oyggj einans av sínum egna persónliga avriki, og ikki av avrikinum hjá nøkrum øðrum. Einki av tí, vit forvinna, hevði borið til at forvunnið uttan við hjálp frá øðrum. Alt verður gjørt við felags hjálp. Vit arbeiða øll – ikki bara fyri okkum sjálvi, men eisini fyri onnur – og vit liva ØLL av annans mans verkið. Eisini fiskimaðurin.
Alt er sínámillum treytað
Fiskimaðurin gevur sjálvandi eitt ómetaliga virðismikið íkast til samfelagsbúskapin, sum vit ikki kunnu vera fyriuttan. Men Fiskimaðurin hevði ikki fingið nógv burturúr at fiska uttan við hjálp frá øðrum.
Fiskimaðurin hevði ongar pengar forvunnið, um eingin kundi var at keypa fiskin; um eingin tók saær av at byggja skipini, bryggukantin, framleiða flakamaskinurnar, kranarnar, truckarnar og flutningsførini, ið føra fiskin til heilsølurnar her og uttanlands; um eingin var at heilsugóðkenna vøruna; um eingin sjómannsskúli var at læra fólk til maskinmeistarar, skiparar ella stýrimenn; ja, um eingin tók sær av at byggja húsini, vit búgva í; um eingin var at ansa børnunum, teim sjúku og gomlu, so tey arbeiðsføru fingu tíð til at fara til arbeiðis at tjena pengar; um eingin var at læra øll fakfólkini teirra fak – seljaran og handilsfólkini at selja, lýsingarfólkini at gera lýsingar, bókhaldaran at gera roknskap; um eingin lærari var at læra øll at stava og rokna, so fólk kunnu ogna sær kunnleika og vaksa upp til at verða virðisskapandi samfelagsborgarar; um eingi hospital, eingir læknar, ongir sjúkrarøktarfrøðingar vóru og einki medisin var at lekja fólk við, so tey kunnu hava trygd fyri at hava heilsuna til at kunna arbeiða; um eingin í heila tikið hevði havt umsorgan fyri hvørjum øðrum.
Alt hongur saman og er sínámillum treytað. Vinnan kann ikki vera sínar móttakarar fyriuttan og umvent. Eftirspurningur og útboð eru treytað av hvørjum øðrum. Tí ber ikki til at siga, at nøkur fólk bara eru ein útreiðsla, meðan onnur bara eru ein inntøka. So einfalt er tað ikki. Eitt og hvørt menniskja hevur virði í sær sjálvum og spælir ein leiklut í heildini. Tørvurin hjá einum er livibreyðið hjá onkrum øðrum. Vit kunnu stutt sagt ikki vera nakran fyriuttan.
Øll hava tørv á umsorgan
Vit mugu ikki halda, at einans peningalig virði eru nakað verd, tí ikki alt, sum lønar seg menniskjansliga, lønar seg peningaliga – og umvent: ikki alt, sum lønar seg peningaliga, lønar seg menniskjansliga. Verulig virði skapa vit fyrst og fremst við at vera nakað fyri hvønnannan og við at hava nakran at vera nakað fyri. At betra um lívsgóðskuna hjá øðrum, betrar eisini okkara egnu lívsgóðsku.
Vit mugu ikki gloyma, at vit øll eru børn at byrja við, og vit kunnu øll gerast sjúk og gomul, har onnur mugu taka sær av okkum og geva okkum umsorgan, fyri at vit kunnu yvirliva. Eingin yvirlivir alt lívið púrasta einsamallur. So vit eru øll bundin so ella so at hvørjum øðrum. Tað er tí, vit liva saman í einum “sam-felag”.
Um vit ikki raðfesta samhaldsfesti og ikki kenna ábyrgd fyri hvørjum øðrum, fær tað avleiðingar fyri samfelagið. Í seinastuni hava vit í miðlunum lisið og sæð, hvussu nøkur okkara liva undir fátækramarkinum, har fólk – hóast tey arbeiða fulla tíð – eru so fátøk, at tey ikki hava ráð til at keypa børnum sínum heilsugóðan mat, at ganga til tannlækna ella lata børn síni ganga til ítrótt, tí húski teirra má liva fyri bara 20 kr. um dagin fyri hvørt fólkið.
Fátækradømi kostar okkum dýrt
Hava vit veruliga ráð til at loyva, at børn mugu dúva uppá ókeypis mat frá hjartagóðum fólki fyri ikki at ganga nærum svong? Er tað ikki hjartaleyst at lata børn liva undir slíkum korum? Hava vit ráð til at loyva fátækradømi millum eldri fólk? Er tað ikki ótakksamt? Hava vit ráð til at lata fólk, sum arbeiða fulla tíð, óttast fyri, um tey nú munnu standa heimleys á gøtuni næsta mánaða, tí lønin ikki røkkur til vanligar rokningar? Er tað ikki at leggja eitt heilt órímiligt trýst á fólk?
Alt fleiri eru tíbetur farin at kenna á sær, at hetta er ikki rætt, og at vit mugu gera okkurt við tað, tí eingin fer væl av, at annar fer illa. Eg haldi, tað býr djúpt í flestum menniskjum, at tey vilja hjálpa øðrum. Tí í veruleikanum hava vit øll tørv á ikki at vera slept á fjall, um vit koma illa fyri, men at kunna kenna okkum trygg sum partur av einum felagsskapi, sum ansar eftir okkum.
Vit vita, hvat hendir í samfeløgum við lítlum samhaldsfesti. Fleiri gerast fátøk, og fátækradømi gerst ein óndur snyril, sum førir við sær meira fátækradømi, neyð og elendigheit, sjúku, misnýtslu, brotsverk osfr. Fleiri gerast offur fyri brotsmonnum, og samfelagið gerst ótrygt hjá øllum at liva í. Hetta kostar í veruleikanum samfelagnum nógv meira í síðsta enda enn tað at basa fátækradømi. So nei, vit hava ikki ráð til ikki at geva fólki, serliga børnum, ein tjans.
Børn rætt til eitt trygt og gott lív
Vit vita eisini um nógv víðagitin fólk við einastandandi gávum – granskarar, læknar, tónleikarar, forsetar – ið sum børn livdu í djúpasta fátækradømi, men sum tilvildarliga møttu hjartagóðum fólkum, ið sóu møguleikarnar í teimum og hjálptu teimum, so tey fingu ein tjans. Um eingin hevði sæð tey og hjálpt teimum, høvdu tey ongantíð fingið høvi til at vísa sítt virði og at veita sítt virðismikla ískoyti til heimin.
Tað er syrgiligt at hugsa sær, hvussu nógv fólk detta niðurímillum, sum hava góðar gávur, ið fara fyri skeyti, og sum vit onnur ongantíð fáa ágóðan av, tí tey ikki eru heppin at møta onkrum, sum sær tey og rættir teimum eina hjálpandi hond – ella tí tey ikki liva í einum samfelag, sum tekur sær av teimum, ið eru við skerdan lut.
Tí mugu vit syrgja fyri, at hvør einasti borgari fær eitt virðiligt útgangsstøði og møguleikar til at menna síni evni og førleikar á besta hátt. Tað er ábyrgd okkara alra at skipa samfelagið soleiðis, at eingin verður hildin niðri av fátækradømi. Tey børn, ið verða sett í verðina, eiga øll rættin til eitt lív – og ikki bara eitt lív, men eitt trygt og gott lív, sum styrkir tey og ger tey til góðar samfelagsborgarar.
Viðkomandi slagorð
Júst hvat teir tríggir – Jens Olivur Lisberg, Janus Øssursson og Pauli Dahl – hugsaðu, tá teir gjørdi tað fyrsta Merkið í 1919, veit eg ikki, men óivað valdu teir ímyndina av kristnu trúnni – krossin – fyri at Merkið skuldi minna okkum á tey virðini, sum øll hini fløggini við krossi á hjá okkara brøðratjóðum í Norðanlondum eisini umboða. Teir tríggir litirnir eru teir somu sum í norska og íslendska flagginum, men kanska er tað heldur ikki heilt av tilvild, at litirnir eisini eru teir somu sum í franska flagginum, kallað Tricolore, har blái liturin stendur fyri liberté (frælsi), hvíti liturin fyri égalité (javna), og reyði liturin fyri fraternité (brøðralag).
Liberté, egalité, fraternité. Hetta vóru slagorðini í fronsku kollveltingini í 1789. Hesi orðini eggjaðu til uppreistur móti einum kongshúsi, sum var farið út um alt mark í síni valdsmisnýtslu og hevði púrasta mist alt samband við fólkið. Harðrenda einaveldið tók frælsið frá borgarunum, gjørdi alstóran mun á fólki og syndraði samanhaldið millum teirra, inntil fólkið ikki longur fann seg í hesum.
Samanhald fortreyt fyri trygd og frælsi
Hóast danir neyvan vóru líka so harðrendir móti føroyingum, tá Jens Olivur og onnur teknaðu føroyska flaggið, sum franska feudalstýrið var móti fransmonnum, so vóru hesi trý slagorðini kortini uttan iva eisini viðkomandi fyri fólk okkara. Og tey eru tað enn, tí tað øvuta – ófrælsi, ójavni og split – spjaðir fólkið og syndrar samanhaldið, ið er fortreytin fyri, at vit øll kunnu yvirliva á hesum lutfalsliga avbyrgdu, veðurbardu oyggjum í Norðuratlantshavi. Og ikki bara yvirliva, men liva væl – saman.
Merkið minnir okkum á, hvussu týdningarmikið tað er at vera tilvitaður um, at vit liva saman í sam-felag, har vit øll hvør sær hava ábyrgd av at tryggja hvønnannan við okkara íkasti. Tí við at halda saman og hjálpa hvørjum øðrum lyfta vit hvørtannað, so vit øll kunnu gerast bæði trygg og fræls menniskju.
Eg fari at enda við at ynskja okkum øllum hjartaliga til lukku við 75 ára degnum hjá flaggi okkara, Merkinum. Takk fyri, at eg fekk høvi til at bera hesi orð fram henda serliga dag. Og takk fyri, at tit lurtaðu so leingi.
Lurta eftir røðuni her: http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/04/25/elin-brimheim-heinesen-helt-flaggdagsruna-havn