HEINESEN.info

Utopiskir veganskir dreymar ganga ímóti náttúrulógum og gera meira skaða enn gagn

Eftir Elina Brimheim Heinesen

So vítt vísindini hava kunnað staðfest, er menniskjan í grundini eitt rovdjór millum onnur rovdjór og hevur altíð verið tað. Men í dag er mannaættin vorðin so hugmóðig, at vit halda, at vit hava “ment” okkum burtur frá okkara rovdjórs-náttúru, so nógv, at mong eru farin at halda, at tað er eitt gott hugsskot at avnokta okkara kjøtetandi vanar og matarlyst eftir kjøti. Við fyrsta eygnakast kann tað tykjast sum um, vit hava flutt okkum langt burtur frá okkara upprunaligu náttúru við tað, at vit liva á ein sokallaðan siviliseraðan hátt. Men veruleikin er, at sambært hagtølunum dámar teimum flestu framvegis væl kjøt og njóta at eta tað, so spurningurin er, um mannaættin veruliga hevur broytt seg so nógv. Kunnu vit veruliga sleppa undan okkara egnu náttúru, sum er ment gjøgnum milliónir av árum av evolutión? Kann náttúran skumpast so lætt til viks?

Um vit niðurberja og undirkúga rovdjóra-íelvi í okkum sjálvum, fara hesi so ikki at koma aftur og bíta okkum í afturpartin? Órógva vit ella seta vit ikki bara eina viðbrekna javnvág í náttúruni, sum altíð hevur verið har, í váða? Kanska hava vit heldur tørv á at viðurkenna, hvat vit veruliga eru, fyri at kunna hava meira tamarhald á okkara egnu náttúru og harvið bjarga okkum sjálvum og heiminum.

Um vit ikki viðurkenna, hvørji vit veruliga eru innast inni, og fara at bera okkum at samsvarandi, kann okkara sjálvsavnoktan órógva vistskipanina – tað nattúrligu lívsringrásina, sum vit eru ein partur av. Tað kundi í grundini ført til eina vistfrøðiliga vanlukku. Tað speisama við tí er, at tey við teimum mest hjartagóðu ætlanunum, sum síggja seg sjálvi sum tey mest náttúruelskaandi menniskjuni, kanska júst eru tey, sum enda við at seta náttúruna í størstan vanda uttan sjálv at vera tilvitað um tað. Lat meg greiða frá, hvussu.

Náttúran snýr seg um umbroyting

Tað er hugtakandi, hvussu óttin fyri deyða, pínu og at koma til skaða er ein felagsnevnari fyri øll menniskju og djór. Eingin vil doyggja í ótið, um tey kunnu sleppa undan tí. Alt lív hevur ein sterkan vilja at liva, og allar livandi verur gera alt fyri at yvirliva. Løgið nokk er tað hesin sami vilji, sum fær djór at drepa og eta hvønn annan.

Tað er rættiliga áhugavert, at alt virkar á henda hátt. Tað sær út sum, at alt, sum livir, livir av øðrum livandi – plantum ella djórum. Alt doyr og verður endurføtt í hesi ringrás. Alheimurin etur seg sjálvan. Men hví virkar náttúran á henda hátt? Hví skulu vit drepa aðrar livandi verur fyri sjálvi at liva? Hví kunnu vit ikki bara eta mold og/ella ræ av kroppum, longu deyðir, so eingin skal líða ella verða dripin?

Náttúran snýr seg ikki um moral ella etikk. Hon snýr seg um umbroyting – umbroyting av orku – fyri at halda náttúrunnar ringrás í gongd, har lívið og deyðin spæla eina heilt avgerandi leiklut. Soleiðis hevur tað verið í milliardir av árum – leingi áðrenn nøkur menniskju vóru til á jørðini. Hetta er ein sannroynd.

Amerikonsku indiánararnir til dømis sigast at hava skilt og góðtikið hesa nattúrligu lívsins og deyðans ringrás. Teir vistu, at náttúrunnar javnvág var treytað av henni. Tú tekur ikki meira, enn tú gevur. Indiánarnir veiddu djór á ein burðardyggan hátt, og teir takkaðu Stóra Andanum og djórunum fyri at geva sítt lív, so menniskju kundu yvirliva. Tað sama er enn galdandi fyri fólk, sum búgva norðalaga á klótuni – t.e. menniskju, sum búgva í stóru arktisku og subarktisku økjunum á jørðini við lítlum ella ongum dyrkilendi. Tey hava framvegis ikki annað val enn at liva av náttúrliga tilfeinginum, sum eru tøkt, har tey búgva, sum millum annað merkir: at drepa djór fyri at yvirliva.

Djór mett eftir teirra “fittheits-faktori”

Men seinastu árini tykjast hesir gomlu hættir at yvirliva vera bert eitt minni um eina fjarskotna fortíð fyri flest nútíðarmenniskju. Okkara verð er meiri og meiri mannaskapt og tøknigrundað. Tøknin hevur gjørt lívið hjá mongum menniskjum so effektivt, so makligt og so vart, at vit ikki longur kenna somu ábyrgd fyri okkara egna yvirlivilsi – skilt soleiðis, at vit ikki persónliga skulu dyrka okkara egna grønmeti ella fara á veiðuferð eftir okkara egna kjøti. Samfelagsskipanin tekur sær av tí fyri okkum.

Tí eru “djór” ikki nakað, sum tey flestu hugsa um sum nakað, ið ein veiðir og drepur fyri at eta. Dráp er nakað, vit bert gera móti hvørjum øðrum í kríggi – ella til stuttleika á okkara teldu- og sjónvarpsskíggjum. Í veruleikanum eru vit rættiliga upptikin av blóðigum harðskapi í teimum teldusspølum, vit spæla, og teimum filmum, vit hyggja at. Ein kundi spurt: Hví eru vit so upptikin av harðskapi og blóði? Hví vilja vit ræðast so nógv í okkara miðlum og undirhaldi? Hvat sigur tað okkum um okkum sjálvi? Kann tað vera, at vit hava tørv á at finna mannaskaptar hættir til bæði at gera okkum spent og rædd, nú vit ikki longur uppliva tað so nógv á ein nattúrligan hátt?

Í hugaheiminum hjá teimum flestu í dag verða djór ikki longur sædd sum nakað, vit veiða, men sum nakað, ið ein antin hevur sum kelidjór fyri at basa einsemi – ella okkurt, ein hyggur at sum undirhald í einum djóragarði ella í sjónvarpinum, har djór verða mett eftir teirra ‘fittheits-faktori’. Djór yvirhøvur – í hvussu so er súgdjór – eru vorðin meiri og meiri lík menniskjum í okkara fatan í dag.

Fólk eru vorðin so fremmandgjørd frá teimum gomlu mátunum at liva og so ‘disneyfiserað’ í sínum hugburði, at tey nærum hava gloymt ta sannroynd, at djór framvegis eru eins nógv ein kelda til mat hjá menniskjum, eins og tey altíð hava verið. Men hvussu kann ein lasta fólk fyri at hugsa soleiðis, um tey nærum bert síggja djór sum kelidjór í teirra dagliga lívi og ongantíð síggja, hvussu kjøtið á borðinum veruliga kemur har? Viðgangast má, at tað má vera torført at síggja sambandið millum fitta kelidjórið hjá einum sjálvum og so tað innpakkaða kjøtið frá køliskápunum í matvøruhandlinum.

Mannaættin hevur ein ómettandi matarlyst eftir kjøti

Fólk halda, at hendan hugburðsbroyting merkir, at mannaættin hevur ment seg frá einum meiri primitivum støði til eitt hægri ment støði. Men sannleikin er, at vit bara snýta okkum sjálvi. Tað eydnast okkum illa at síggja veruleikan, sum hann er. Hóast mong okkara kanska ikki vilja góðtaka tað, kunnu vit ikki nokta fyri, at tey flestu framvegis eta kjøt, sum merkir, at vit grundleggjandi framvegis eru rovdjór. Hesin fremmandgjørdi heimur av illusiónum, vit hava skapt kring okkum sjálvi, hevur ikki broytt tørvin hjá menniskjum eftir kjøti, men bert gjørt fólk viðkvom á ein slíkan hátt, at tey flestu okkara ikki longur eru før fyri at drepa nakað livandi ella síggja djór verða dripin.

Hvussu kunnu vit fáa okkum sjálvi til at skaða eitt djór, tá ið vit frávarpa okkum sjálvi inn í tey og samkenna okkum við tey? Vit vita, at okkum ikki dámar pínu og ikki vilja doyggja, so hví skuldu djórini? Tað kennist á onkran hátt “skeivt” at drepa hesar sakleysu verur. Okkum dámar ikki longur tankan um, at ein livandi vera skal missa sítt lív fyri, at vit kunnu eta hana. Trupulleikin er, at vit framvegis elska smakkin av djórunum, er tað ikki so? So hvat gera vit við tað? Hvussu handfara vit ta sannroynd, at fyri at nøkta mannaættarinnar ómettandi tørv á kjøti, noyðast vit at ala djór í milliardatali bert fyri at drepa og eta tey?

At liva í eydnusamari fákunnu

Vit hava hesa romantisku ímyndina av hugnaligum landsbúnaðarlívi við neytum, sum ganga friðarliga og bíta gras í sólini á grønum bø og liva eitt eydnusamt lív, men í veruleikanum kundi einki verið longri burtur frá sannleikanum. Sannleikin er, at landbúnaður allastaðni er vorðin ein kaldur hópídnaður, har milliardir av djórum verða mett sum einki annað enn “vørur”, hildin í trældómi í risastórum kjøtframleiðandi verksmiðjum, uttanfyri okkara sjónarring, ofta undir umstøðum, sum minna um holocaust, liva eitt ússaligt lív, síggja ongantíð dagljós, verða tvingað at eta mat, sum er heilt ónáttúrligur fyri tey, og verða tvingað at nørast í ótrúliga stórum tali. So skjótt sum nóg mikið av kjøti og feitti er á kroppum teirra, verða tey sett á eitt samliband í endaleysum røðum bert fyri at verða miskunnarleyst dripin í sláturhúsum langt burturi, har øll atgongd er strangt bannað fyri uttanfyristandandi.

Og hví er tað soleiðis? Hví halda vit kjøtframleiðslumannagongdina uttanfyri sjónarringin hjá almenninginum? Tað tykist sum um, vit skulu verja okkum sjálv ímóti veruliga at skilja, hvussu ræðuliga vit fara við djórunum, tí vit tora ikki at hyggja okkum sjálvi í eyguni. Okkara sjálvssvik er ótrúligt. Vit vilja ikki verða konfronterað við hesar “myrku” síðurnar av mannaættini. Tann samfelagsskipanin, vit hava skapt, hjálpir okkum at gera sum strutsarnir: Stinga høvdið í sandin og liva í eydnusamari fákunnu og líkasælu.

Kostnaðurin av hesum ræðuliga hópdrápi av djórum kring heimin er næstan ófatiligur. Tað tykist sum um, tey flestu menniskju megna ikki at fata, hvussu nógva pínslu okkara nútímans lívsstílur áleggur hvørjum einstøkum djóri millum tær milliardirnar, vit drepa. Hvat hevði hent, um vit veruliga vóru noydd at viðurkenna, í hvønn mun mannaættin misnýtir djór, og hvussu nógv djór líða fyri okkara skyld? Høvdu vit veruliga broytt okkara hátt at liva – ella bert lært at liva við tí ringu samvitskuni?

Hvør er meira “mentur”?

Nógv fólk gerast vegetarar ella veganar fyri at lætta um teirra ringu samvitsku, men tey flestu gerast ikki tað. Av tí at nógv kenna, at tey onga makt hava at broyta tann hátt, heimurin er skipaður uppá, so halda tey, at tey ikki hava annað val enn at fylgja streyminum. Tað er lætt, tí vit sjálv drepa ikki djórini; onnur gera tað skitna arbeiðið fyri okkum – so vit gloyma okkara egnu ábyrgd í tí stóru myndini.

Men so… av og á hendir tað, at summi fólk koma fram á djóradráp, sum fer fram í fullum opinleika – ella síggja blóðugar myndir ella videobrot – har fólk framvegis slakta djór uppá tann gamla mátan, úti undir opnum himni. Tað er sera sannlíkt, at hetta hendir í smáum lummum av eldri varðveittum mentanum, sum ikki enn fullkomiliga hava tikið ta ídnaðargjørdu hópgagnnýtsluna av djórum til sín og tí ikki fjala sína kjøtframleiðslumannagongd fyri almenninginum. At uppliva hesar siðir er so ræðandi fyri summar áskoðarar, sum ikki eru vanir við hetta, at tey verða skelkað og uppøst: “Tit óndu hópdrápsfólk!” rópa tey hart. “Hesir ræðuleikar hoyra ikki heima í 21. øld! Hví menna tit tykkum ikki sum vit onnur!”

Hesar “primitivu mentanir”, sum fremja hesi dráp, gera hetta sum tað mest nattúrliga í verðini og eyðsýniliga uttan nakra skuldarkensku – og tað er sera provokerandi, serliga fyri tey, sum ongantíð kundu fingið seg sjálvi til at skaðað eitt djór (eins og tey flestu okkara). So vit meta okkum sjálvi sum “meira ment” og “moralsk yvirlegin” í mun til hesi hjartaleysu fólkini.

Diskriminerandi sundurskiljing millum djór

Men eru vit veruliga tað? Halda vit veruliga, at bert tí vit ikki persónliga hava blóð á hondunum, at vit eru betri? Er okkara egnu hópgagnnýtsla av djórum og ránsveiða í djóraríkinum veruliga meira etiskt góðtakilig? Er okkara framkomna ídnaðargjørda hópaling og dráp av djórum ikki í veruleikanum enn meira ónd og avskeplað? At tosa um at síggja “flísina í bróður tíns eyga”, men ikki leggja til merkis “bjálkan í tínum egna eyga”…

Fyri at rættvísgera okkum sjálvi byrja vit at gera eina meiri ella minni absurda og diskriminerandi sundurskiljing millum djór – sum um summi djór eru meira verd og hava uppiborið okkara umsorgan meira enn onnur. Súgdjór, sum líkjast okkum mest, eru vissuliga ovast á listanum, tí tey eru tey “fittastu”. Men vit eta framvegis onnur súgdjór, eisini intelligent súgdjór.

Hví halda vit, at tað er í lagi at eta eitt slag av súgdjórum, men ikki eitt annað slag av súgdjórum? Eitt lív er eitt lív, er tað ikki so? Hví skuldi til dømis lívið hjá einum húsdjóri verið minni vert enn lívið hjá einum villum djóri? Er einasti munurin ikki, at húsdjór bert eru óheppin at vera fødd inn í eina tíð, har hópaling, gagnnýtsla og trældómur av hesum slagi av djórum hevur ment seg til tað mest víðfevnda í søgu menniskjans? Men ger tað tað meira “nattúrligt” ella etiskt góðtakiligt at drepa og eta hesi djór?

Vónleys fremmandgerð frá okkara egnu náttúru

Hvat hendir í veruleikanum her? Kundi ein spurt. Er tað soleiðis, at vit – í okkara roynd at beina fyri øllum illum í heiminum – eru vorðin so fremmand fyri leivdunum av rovdjórinum í okkum – okkara egna náttúru – at tá ið vit síggja onnur heilt ósmæðin fylgja hesi náttúru, sum vit ikki longur góðtaka í okkum sjálvum, so gerast vit ill? Frávarpa vit í veruleikanum bara okkara egnu pínu og frustratión yvir okkara egnu vónleysu fremmandgerð frá náttúruni í okkum sjálvum yvir á onnur, sum umboða tað, vit hata at viðurkenna er ein partur av okkara egnu menniskjaligu náttúru? Sera hóskandi fyri okkum lata hesar hendingar ein ventil upp, har ígjøgnum vit kunnu sleppa tí dampi út, vit hava hildið niðri.

Niðurstøða: Mong hava tað so ringt við tí sannroynd, at blóð má renna fyri at fáa kjøt á borðið, at vit nú bjóða náttúrulógunum av og royna at finna vegir út úr hesi ‘óndu’ lívsins og deyðans ringrás, sum í milliardir av árum var náttúrlig.

Fyrsta hugskotið, sum kemur einum til hugs, er hetta: Hví eta øll ikki bara plantur? Hvat um vit øll gjørdust vegetarar ella veganar? Tað hevði loyst trupulleikan, hevði tað ikki? Nei. Tað skapar aðrar trupulleikar, umframt at tað gongur ímóti milliónum av árum av evolutión. Tað endurskapar ikki javnvágina í náttúrunnar vistskipan, sum nútímans landbúnaður í veruleikanum hevur oyðilagt. Og tað ger lívið ómøguligt fyri øll tey fólk, sum búgva í arktiskum, subarktiskum og háslættaøkjum uttan onnur amboð at yvirliva við enn at veiða í náttúruni ella ala húsdjór.

Eingin flýggjan frá ringari samvitsku

Loysir tað yvirhøvur okkara etiska trupulleika? Tað kann føra til fleiri spurningar, tí hin vegin: Hvat fær okkum til at halda, at tað er í lagi at drepa og eta eitt slag av livandi verum – so sum plantur – og ikki eitt annað slag av livandi verum – so sum djór? Hava plantur ikki eisini ein vilja at liva – eins og djór? Bara ein tanki. Tær hava ongan møguleika at verja seg. Er tað í lagi fyri okkum at útnytta tað? Eg grundi á, hvat ið hevði hent, um fólk funnu prógv, sum vístu, at plantur eisini hava okkurt, sum líkist kenslum, sansan ella enntá eitt slag av intelligensi. Summi trúgva tí veruliga. Kanska skuldu vit bert etið búnaða frukt, sum er dottin niður á jørðina og kortini er við at doyggja…

Ella hvat um vit – sum tær intelligentu verur vit eru – funnu hættir at eta mat, sum var 100% syntetiskt framleiddur? Hevði tað veruliga broytt nakað? Er tað ikki bara ein onnur síða av somu søk? Snýr tað seg ikki bara um at finna ein snildan hátt at flýggja undan okkara egnu sjálvskaptu ringu samvitsku yvir, at okkara breyð er annans deyð?

Samanumtikið er tað næstan ómøguligt at liva upp til tey ‘moralsku krøvini’, sum summi fólk hava í dag. Tað tykist næstan ómøguligt at eta nakað sum helst uttan at kenna skuldarkenslu ella ringu samvitsku. Men um vit veruliga, av álvara, gjørdu okkurt fyri at finna alternativar matkeldur, sum kundu góðtakast sum 100% etiskt “rættar” í dag, hevði tað ikki bara verið tað sama sum at seta seg upp ímóti kørmunum fyri, hvussu øll vistskipanin virkar og altíð hevur virkað?

Elvir til vanlukku ístaðin fyri Utopia

Hvat við tí veruleika, at djór eta hvønn annan, sum tey altíð hava gjørt? Er tað eisini ‘ómoralskt’, tá ið djór gera tað? Hví skulu djór hava henda “rætt” at drepa onnur djór, um menniskju verða noktað somu “rættindi”? Tað er ørkymjandi og hugvekjandi til tað absurda. Um vit skulu vera konsekvent, áttu vit so ikki eisini at forðað djórum í at valda øðrum pínslu og í at eta hvønn annan?

Men hvat hevði hent við vistskipanini, um vit framdu tað og veruliga royndu at seta hesi hugskot í verk? Er tað møguligt at beina fyri øllum “illum” – øllum ótta, allari pínu, øllum deyða – í hesum heimi? Hevði tað ikki bara at órógvað ta stóru lívsringrásina, har plantur og djór liva av hvørjum øðrum? Fara vit ikki bara at vika náttúrunnar javnvág og elva til eina vanlukku ístaðin fyri ta utopia, vit droyma um, um vit fara ov langt út eftir tí vegnum?

Hvat ger okkum menniskju í dag – í tí lutfalsliga sera stutta tíðarskeiði, vit hava verið her síðan tíðarinnar upphav – so serlig og øðrvísi, at vit skulu broyta nakað so grundleggjandi náttúrligt sum lívsins og deyðans ringrás? Er tað í lagi? Eg spyrji bara…

Góðtøka av okkara leikluti í tí náttúrligu ringrásini

Hevði tað ikki verið betri, um vit, ístaðin fyri at berjast ímóti tí, bara viðurkendu og góðtóku tað, sum søgan hevur víst okkum um okkara sonnu náttúru – tann veruleika at tey flestu okkara eru omnivorar (altetandi) og ikki hava nakra ætlan um at gerast nakað annað. Og síðani læra at liva við tí á ein moralskt meira góðtakiligan og vistfrøðiliga burðardyggan hátt.

Tann náttúrliga ringrásin er longu vorðin nóg órógvað, sum er. Um vit vilja endurskapa hana og fáa vistfrøðiliga javnvág aftur, hvat skulu vit so gera? Um hvørt einstakt menniskja skal liva á ein burðardyggan hátt í samsvari við sítt umhvørvi, líkamikið hvar tey eru á gongustjørnuni, merkir tað grundleggjandi, at vit fyrst og fremst mugu liva av tí tilfeingi, sum eru tøkt í okkara nærumhvørvi – eisini um tað ber í sær at drepa djór fyri teirra kjøt, tí tey onkrastaðni eru einasta tøka tilfeingi. Vit kundu kanska havt ein møguleika fyri at endurskapt eina náttúrliga javnvág, um vit grunda okkara yvirlivilsi so nógv sum gjørligt á lokalar matvøruveitingar ístaðin fyri á ivasamar matvørur, sum eru fluttar túsundtals kilometrar frá einum stað heilt hinumegin klótuna, sum leggja spor av vandamiklum CO2-útlati eftir seg, ofta sproytaðar við skaðiligari evnafrøði fyri haldføri og pakkaðar í plast, sum endar í náttúruni, eitrar okkara jørð og høv og hóttir okkara heilsu og fruktbæri.

Men um vit ynskja at liva í javnvág við náttúruna, er tað tá møguligt at taka djórini heilt burturúr rokniarkinum, hóast vit høvdu havt valmøguleikan bara at liva av plantum? Um vit vilja varðveita eina vistfrøðiliga heilsugóða matvøruframleiðslu, spæla djórini so ikki ein týdningarmiklan leiklut – saman við plantunum – í tí náttúrligu ringrásini av lívi og deyða kortini? So áttu tey ikki at verið ein partur av hesi ringrás, sum tey altíð hava verið? Eins og vit menniskju eisini eru? Eg vildi sagt, sjálvandi. Sjálvandi skulu vit írokna djórini. Men okkum tørvar ikki at seta milliardir av djórum í smá búr og fóðra tey á ein hátt, sum er heilt ónáttúrligur fyri tey, so sum vit hava sæð henda í landbúnaðarídnaðinum tey seinastu hundrað árini. Tað er djóraplágarí, og vit eiga at steðga við tí. Men at steðga við at eta djór fullkomiliga er ikki einasta møguliga loysnin.

Ístaðin kundu vit hildið færri djór í opnum, stýrdum umhvørvum, sum líkjast náttúrligum vistskipanum, men sum eru nógv meira djóravinalig enn nútímans djóraaling. Vit kundu eisini framvegis veitt djór í náttúruni, har tað er møguligt at gera tað á ein burðardyggan hátt. Vit høvdu framvegis verið noydd at dripið djór, tí um vit ikki drepa – og eta – nøkur av teimum, høvdu vi skjótt staðið í einum trupulleika av ov nógvum djórum, og so hevði náttúran sjálv tikið sær av trupulleikanum og dripið djórini kortini – til dømis við sjúkum og hungri – sum hevði verið nógv meira harðrent, enn um vit bara høvdu dripið djórini sjálvi. Tí at vit eru so nógv – 8 milliardir, skjótt 9 milliardir fólk – kunnu vit ikki sleppa undan at hava ávirkan á umhvørvið. Tað er ikki soleiðis, at vit kunnu lata náttúruna vera í frið heilt, tíverri, men vit kunnu gagnnýta hana skynsamt og gera okkara ávirkan á ein sunnari, ikki-oyðandi, endurnýggjandi hátt.

Tí eiga vit at eggja til burðardygga veiðu og stuðla stovnsetingini av eini fjølbroyttari landbúnaðarskipan, sum avloysir tær sera einføldu ídnaðarligu “monokulturarnar”, vit hava nú. Ístaðin fyri fáar risastórar “monokultur” bóndagarðar kundu vit havt nógvar smærri, fjølbroyttar garðar, har plantur og djór eru ein samantvunnin partur av einum ríkum, lokalum “permakulturi”, tillagaður náttúruni á staðnum, har djór sleppa at ganga frítt, og har alt tilfeingið – plantur og djór – kunnu gagnnýtast til fyrimuns fyri øll, men á ein hátt, sum er javnvigaður, í ringrás, effektivur, stýrdur, burðardyggur og virðingarmikil uttan ta dálking, tað oyðsl og ta oyðilegging av náttúruni, vit síggja henda orsakað av modernaða ídnaðarlandbúnaðinum í dag, sum fyrst og fremst er rikin við handilsligum áhugamálum fyri eyga. Vit hava tørv á einum betri alternativið.

Ein betri, meira burðardygg tilgongd fer at geva okkum møguleikan at byrja at fara við djórum við tí virðing, tey hava uppiborið, og lata tey liva eitt gott, nøktandi og náttúrligt lív, inntil vit slakta tey fyri at eta tey, sjálvandi á so humanan hátt sum gjørligt. Tey kunnu enntá fáa eitt nógv betri lív enn tað, tey høvdu fingið, um tey vórðu yvirlatin til náttúrunnar ráu ‘miskunn’.

Hetta er eitt mál, ið kann røkkast á altjóða stigi. Tað snýr seg um at gera eitt tilvitað val og um at mobilisera politiskan vilja – og so bara gera tað.