Tískil var samtykt við aðru viðgerð av avlurtingarpakkanum í gjár, at tað skal gerast møguligt at geva heimild til at avlurta og skráseta alt telefon- og netsamskifti hjá hvørjum einstakum borgara – 24 tímar um samdøgrið, 7 dagar um vikuna – sneyta í teldum okkara og seta duldar mikrofonir og videotól upp í heimum okkara, uttan at vit vita av, bert uppá ein illgruna um, at onkur, tú samskiftir við, møguliga hevur okkurt við grovan kriminalitet at gera.
Ført verður fram sum argument, at vit “eru noydd til” at loyva myndugleikanum møguleikan at kunna gera hesa innrás í privatlívið hjá okkum øllum fyri at kunna “basa grovum kriminaliteti”.
Hetta argumentið verður messað upp í saman og framborið við harðmæltum, ógvusligum og ræðandi myndamáli um samvitskuleysar “narkotikabarónar”, skakandi barnaporno og alskyns kriminella óhumsku, sum fer at floyma inn yvir okkum, um vit IKKI samtykkja avlurtingarpakkan.
Politikkararnir billa okkum inn, at vit bara skulu vera glað fyri, at teir vilja verja okkum frá øllum hesum ræðuliga, sum fer at raka okkum, um myndugleikarnir ikki sleppa at sneyta í okkara privatlívi. Teir øsa seg í skúm og leggja ræðukortið á borðið, hvørja ferð onkur ger vart við, at her í veruleikanum er talan um at skjóta spurvar við atombumbum!
Tey, sum muta ímóti, verða løgd undir at vilja loyva grovum kriminaliteti at floyma inn yvir Føroyar. Men hetta eigur ein og hvør við eitt lítið sindur av realitetssansi at síggja bara eru strámannaargument og rein manipulatión!
Hvar eru prógvini fyri, at um vit ikki fremja avlurtingarpakkan, so fer ein flóðalda av grovum kriminaliteti at floyma inn yvir okkum? Hvussu nógv kriminell verða veruliga fangað á henda hátt? Kunnu tey kriminellu ikki lættliga finna aðrar samskiftismøguleikar, sum ikki ber til at hava eftirlit við? Finnast veruliga ikki aðrir møguleikar fyri at basa grovum kriminaliteti, sum ikki gera seg inn á og skemma privatlívið hjá ósekum fólki? Hvar eru proportiónirnar? Er tað veruliga vert prísin at seta avlurtingarpakkan í gildi?
Eitt er, at tað at hava slíkt eftirlit, er serstakliga kostnaðarmikið. Men tað, sum veruliga er ræðandi, er nevniliga, at við avlurtingarpakkanum leggja politikkararnir í veruleikanum hvønn einstakan borgara í samfelagnum undir illgruna, tí vit koma jú øll undir neyvt eftirlit – potentielt. Tí nær kunnu vit nú nakrantíð kenna okkum veruliga trygg við at eingin lurtar við, har vit eru? Her er tí í veruleikanum talan um eina grova misálitisváttan á fólkið sum heild! KGB og Stasi kundu ikki fingið betri umstøður at arbeiða í.
Sagt verður, at fólk einki hava at óttast, um tey einki skeivt gera, men hvør sigur, at tey, sum koma at sita við heimildini at fremja hetta eftirlit, hava meira reint mjøl í posanum, enn tey fólkini, sum tey fara at hava eftirlit við? Hvør sigur, at eftirlitsfólkini – sum eru menniskju uppá gott og ónt eins væl og onnur – ikki kunnu misbrúka ta innlitið, sum tey koma at hava í privatlívið hjá fólki, hóast fólk ikki hava gjørt nakað beinleiðis ólógligt? Og hvør sigur, at illviljaðir hackarar ikki kunnu bróta seg inn í dátugrunnarnar hjá politinum og kunnu síggja skrásetingarnar ella lurta við?
Hví skulu tey 99,99 prosentini av borgarunum, sum ikki kundu droymt um at fremja grovan kriminalitet, vera løgd undir so neyvt eftirlit av fólki, tey einki kenna til? Hví skulu tey fevnast av hesi avlurting og soleiðis verða løgd undir illgruna? Hví skulu tey ikki kunna hava sítt privatlív í frið, tá tey einki skeivt gera? Hvar bleiv av rættinum hjá tí einstaka til at verja sítt privatlív móti óynsktari innrás frá fremmandum?
Hesir politikkararnir, sum vilja fremja avlurtingarpakkan, skulu eitast fyri at umboða fólkaræðið – tvs. teir hava tað ærumikla starv at verja frælsið hjá fólki, harímillum rættin hjá tí einstaka til at hava eitt privatlív og rættin til at avgera, hvør ið skal hoyra og síggja tað, sum vit samskifta við onnur um.
Men ístaðin síggja vit, hvussu samgongupolitikkararnir púrasta síggja burtur frá, at avlurtingarpakkin í veruleikanum er ein grov innrás og álop á grundleggjandi rættin til privatlív hjá fólki. Vit síggja, hvussu lætt og elegant teir fara um prinsipiellu trupulleikarnar í hesum. Vit síggja, hvussu teir gera alt ov nógv av, tá teir lýsa hóttanina, hesin pakkin skal eitast fyri at verja okkum ímóti. Vit síggja, hvussu teir mála fanan á veggin fyri at ræða fólk til at taka undir við, at eitt veldugt yvirformyndarí, fullkomiliga óproportionalt í mun til veruligu hóttanina, verður sett á stovn – alt samalt sum ein tunn undaførsla fyri at geva sær sjálvum størri vald.
Tað absurda er, at samstundis sum hesir politikkarar vísa fólkinum slíkt grovt misálit, vænta teir, at fólkið skal kunna hava fult álit á myndugleikanum. Myndugleikin sjálvur má gjarna leggja øll undir illgruna og taka sær rættin til at hava fult eftirlit við hvørjum einstakum borgara – meðan fólkið ikki fær sama rætt til at hava eftirlit við myndugleikanum. Bara hugsa um, hvussu politikkararnir nú tosa um at skerja rættin hjá fólki til at fáa alment innlit! Heldur politiski myndugleikin seg veruliga vera so moralskt yvirlegnan í mun til fólkið? Er hetta ikki reinur stórlætisørskapur?
Vald korrumperar – tað hevur søgan prógvað ferð eftir ferð. Hvørja trygd hava fólk fyri, at fólk, sum umboða myndugleikan, veruliga eru so moralskt yvirlegin, at tey kunnu handfara so stórt – og nú enn meira víðkað vald? Hví skal myndugleikin kunna hoyggja runt við fólkinum á henda hátt, og hava eftirlit við øllum borgarum í høvd og reyv, meðan fólkið hin vegin IKKI sleppur at hava fult eftirlit við myndugleikunum og IKKI hevur rættin til at verja seg mótvegis óynsktum ágangi á privatlívið?
Niðurstøðan er í øllum førum greið: Hendan samgongan tekur undir við at fremja alt meira statstýring og yvirformyndarí, og er stillisliga og róliga við at avtaka fólkaræðið.