HEINESEN.info

30 tummilfingrareglur, sum tryggja, at tín verkætlan eydnast

Photo: Sascha Pohflepp

Leiðsla er ein avbjóðandi uppgáva. Her eru nøkur góð ráð til tín, sum annaðhvørt hevur tikið ella fingið leiklutin sum leiðari fyri eina størri verkætlan, og sum kanska ongantíð rætiliga hevur roynt tað áður. Hvørjum skalt tú leggja upp fyri?

© Elin Brimheim Heinesen, 2003

VERKÆTLANIN

Skil, at tað krevur góða planlegging og góða fyriskipan , um tað skal eydnast at gjøgnumføra eina verkætlan.
Um tú ikki hevur eina leiðsluútbúgving ella hevur verið á verkætlanarleiðsluskeiði, kanst tú googla teg fram til góð ráð um verkætlanarleiðslu á internetinum. Tað er eitt ‘must’ at seta seg inn í grundleggjandi reglurnar fyri verkætlanarleiðslu, sum fyrst og fremst snúgva seg um, at tað má brúkast nógv orka uppá at fáa karmarnar um verkætlanina upp á pláss – tvs. verkætlanarlýsingina, sum minst skal innihalda nágreiniligar lýsingar av tørvi, endamáli, áhugapørtum, øllum uppgávum, leiklutiir hjá verkætlanarluttakarum og tíðarætlan við varðum á vegnum. Góð planlegging og semja um karmarnar eru eitt alneyðugt grundarlag undir eini og hvørjari verkætlan, um ein vil gera sær vónir um at eydnast við henni.

Skil, at ein og hvør verkætlan krevur effektiva stýring fyri at kunna verða gjøgnumførd.
Sum leiðari mást tú vera til reiðar at taka fulla leiðsluábyrgd fyri verkætlanina. Tú hevur høvuðsábyrgdina fyri allari tilgongdini frá byrjan til enda. Tvs. tað er fyrst og fremst tín ábyrgd at fáa teir trupulleikar loystar, sum møguliga stinga seg upp á leiðini. Minst til, at tú ert flogskiparin. Um flogfarið rennir seg í harðan turbulens, og ferðafólkini umborð vera frá sær sjálvum av ræðslu, hjálpir tað ikki, at flogskiparin eisini verður frá sær sjálvum, sleppur róðrinum og rýmir undan ábyrgdini! Ver rólig/ur og hugsavna  teg um at stýra, soleiðis at tú harvið trygt kanst føra flogfarið úr vanda.

Skil, at hvør verkætlan er ein menningartilgongd.
Ein og hvør verkætlan fer, líkamikið hvussu víkir og vendir, at møta turbulensi á leiðini. Hvør einasta broyting er ein ‘burður’, og ein burður fer altíð at vera meira ella minni pínufullur. Tað er ein heilt natúrligur partur av øllum menningartilgongdum, at turbulensur kemur í, so sum ymiskar ósemjur millum partarnar ella aðrar forðingar. Hesin turbulensur kann hava við sær, at fólk gerast so strongd, at tey ikki halda tað út. Tað er tú, sum mást gera av, um tú letur teg órógva ella steðga av turbulensinum, ella um tú hevur styrkina til at sáa skil í ruðuleikan og loysa truplu støðuna. Tað er her, at tíni leiðsluevnir verða roynd.

Skil, at tað finnast ongar sniðgøtur.
Sjálvsagt ber til at læra av royndum, men til ber ikki bara at flyta loysnir á trupulleikar frá eini verkætlan til eina aðra, sjálvt um loysnirnar hava riggað væl í øðrum førum. Hóast ein fyrr hevur upplivað trupulleikar í líknandi støðum, er als ikki vist, at júst teir somu trupulleikarnir fara at stinga seg upp aftur. Minst til, at ein og  hvør samanhangur er serligur, og tað vil altíð vera neyðugt, at hvør einasta verkætlan finnur sína heilt egnu loysn. Møguliga nær ein til sama úrslit, men tað er tilgongdin at finna loysnina, sum er tað allarmest umráðandi í mun til, at allir partar skulu føla ognarskap í loysnini. Tað kann vera tíðarkrevjandi, men uttan hendan ognarskap er ein og hvør loysn dømd til at miseydnast. Minst til at rokna við hesum longu áðrenn byrjan, so tað kann havast í huga longu í planleggingini og í tíðarætlanunum, sum sjálvandi eisini eru týdningarmiklar at halda.

LEIÐARALEIKLUTURIN

Skil, at títt fremsta endamál sum leiðari er at vera ein leiðarstjørna.
Hetta merkir m.a., at tú sum leiðari skalt vera primus motor og brúka alla tína orku til at eggja og motivera onnur og vekja teirra eldhuga og hug at luttaka í verkætlanini. So løgið tað ljóðar, so fata nógvir íverksetarar ikki seg sjálvar sum leiðarar, men tað er umráðandi at skilja, at tá tú ert íverksetari av onkrum, sum fyrst og fremst er tín verkætlan, so fellur ábyrgdin fyri verkætlanina natúrliga á teg. Onnur vænta av tær, at tú tekur leiðsluna. Hesin leikluturin fellur ikki tilvildarliga á onnur. Sjálvt um ábyrgdin formelt verður latin til onnur, vil leiðaraleikluturin framvegis hava lyndi til at knýta seg til íverksetaran.

Skil, at tíni leiðaraevnir verða mett út frá, hvussu trygt tú leiðir verkætlanina móti málinum.
Minst til, at tú verður ikki fatað/ur sum ein góður, sterkur leiðari, um tú bert tvingar tína egnu dagsskrá ígjøgnum. Ven teg beinanvegin við, at tað endar ikki neyðturviliga við at verða TÍN veg fólk ganga, soleiðis sum tú hevði ímyndað tær frá byrjan, men at tey ganga ein veg, sum meirilutin vil ganga. Tað kann væl vera, at ikki øll kunnu gerast heilt samd, og tað kemur altíð ein stund, har tú sum leiðari ert noydd/ur at skera ígjøgnum og taka eina avgerð vegna øll hini. Men um tú hevur givið teimum øllum gott innlit í verkætlanina á vegnum og eina kenslu av, at tey hava havt ein rímiligan møguleika at ávirka hana, so verða tey eisini meira eftirlatin og semjusøkjandi og kunnu betur góðtaka tína avgerð. Tú ert bert ein sterkur leiðari, um tú dugir væl at hjálpa so nógvum sum møguligt at ganga ein ávísan veg við at gera avgerðargongdina sjónliga, og síðani dugir at halda fast við avgerðina og at halda øðrum til eldin, so tey halda seg til vegin, tit hava avtalað, og ganga við áleið sama stevi. Tú mást gjarna seta krøv, sum onnur vænta, at tú setur. Gert tú tað, fata onnur teg sum ein sterkan leiðara.

Skil, hvussu umráðandi tað er at trúgva uppá verkætlanina.
Tað kann til tíðir vera torført at halda fast í trúnni á, at ein verkætlan kann lata seg gera og at halda fast, tá turbulensurin er harður, men um tú ikki sjálv/ur megnar at halda fast við trúnna á verkætlanina, kanst tú ikki vænta av øðrum, at tey skulu hava álit á henni. Ver tí vísur í, áðrenn tú setur eina verkætlan í gongd, at tað er tað rætta at gera, so tú kanst varðveita trúnna – og eitt róligt sinni, líkamikið hvussu stórum avbjóðingum tú møtir og líkamikið, hvussu nógva mótstøðu, tú fert at uppliva í tilgongdini. Annars kanst tú eins væl pakka saman beinanvegin. Minst aftur til: Tú ert flogskiparin. Øll hava tørv á, at tú sjálv/ur trýrt uppá, at tú ert før/ur fyri trygt at lenda hesi verkætlan.

Skil, hvussu umráðandi gjøgnumskygni er.
Um ein verkætlan skal fáa undirtøku, er tað sera umráðandi, at verkætlanin og hennara endamál eru so einføld sum gjørligt fyri øll at síggja, so tey kunnu taka støðu til hana. Allir áhugapartar eiga at verða kunnaðir so væl sum gjørligt í allari tilgongdini – ikki bara munnliga, men eisini skrivliga. Gjarna sett upp í yvirskriftir, sum øll kunnu skilja. Tað er umráðandi at syrgja fyri, at øll fáa somu upplýsingar, so at tey hava eitt so eins felags fatanarstøði sum møguligt. Annars kann ørkymlan og slatur lættliga stinga seg upp og vinda upp á seg.

Skil, at tín hugburður er avgerandi fyri, hvussu nógvan turbulens, tú fert at uppliva í tilgongdini.
Um tú fatar hvørja forðing sum ein stóran trupulleika, so kunnu trupulleikarnir fylla óneyðuga nógv og harvið stjala alla tína orku, so tað til endans ger teg lamna/n og skaðar títt trúvirði sum leiðari. Orka, sum tú heldur átti at brúk til at arbeiða við sjálvari verkætlanini. Tað kann bert skapa fleiri trupulleikar, um tú spillir orku uppá tað, sum órógvar.

Skil, at tín hugburður avger tín lívskvalitet, og hvussu væl tú eydnast.
Hevur tú ein offur-hugburð, økist vandin fyri, at tín verkætlan miseydnast – og so er tað sjálvandi synd fyri teg. Men tað kemur tú bara ikki víðari við. Hevur tú ein vinnara-hugburð,  hugsar tú, at alt er júst soleiðis, sum tað skal vera – líkamikið hvussu trupul støðan er. Og tað er hon, uttan so vit tosa um náttúruvanlukkur! Tað er í sinninum, vit gera av, hvussu vit døma tað, vit uppliva. Og her hava vit altíð eitt val.

Skil, at alt snýr seg um, í hvørjum perspektiv tú sært tingini.
Tú kanst antin hugsa, at tú ella onnur eru nakrir stórir, ódugnaligir tápulingar, um tingini ikki ganga eftir ætlan. Ella tú kanst kalla trupulleikarnar fyri avbjóðingar – og ruðuleika fyri vakstrarbeinverk. Tað er tín avgerð.

Skil, hvussu umráðandi tað er at hugsavna seg um loysnir, heldur enn um trupulleikar.
Tað áhugaverda er ikki so nógv, hvønn ‘turbulens’ tú sum leiðari noyðist ígjøgnum ella hvørjar ‘tápulingar’, tú noyðist at finna teg í, men hvussu tú handfer turbulensin, og um tú ert før/ur fyri at súgva alla tann lærdóm til tín, ið kann koma burturúr turbulensinum í tilgongdini, og brúka hann konstruktivt. Hvussu væl tú eydnast sum leiðari veldst um, hvussu væl tú dugir at loysa trupulleikar – tvs. hvussu væl tú dugir at handfara og venda truplar støður og skapa samljóð millum áhugapartarnar, fyri síðani at vísa vegin fram. Tú mást við øðrum orðum vera ein rættiliga góður diplomatur.

Skil, at sjálvt um ábyrgdin er tín í síðsta enda sum leiðari, kanst tú ikki klára alt sjálv/ur.
Viðurkenn, at tú ert bundin at hjálp frá øðrum, um tú skalt eydnast við at gjøgnumføra tína verkætlan. Minst til, at besti mátin at innlima og fáa onnur at hava hug at vera við í einari verkætlan er við at lata tey skilja, at tørvur er á teimum og teirra hjálp. Ver ikki bangin fyri at útluta uppgávur – eisini sjálvt um tú heldur, tú hevði gjørt tær betur sjálv/ur – og virð, at onnur hava aðrar mátar at útinna uppgávurnar. Fyrimunirnir við at innlima onnur fara í longdini at vera størri, enn um tú sjálv/ur endar við at gera alt arbeiðið við stórum sannlíkindum fyri, at tú gerst sjúk/ur av strongd. Bið tí um hjálp, um so er, at tú møtir mótstøðu, sum tú hevur torført við at handfara, og um tað ikki hjálpir, fá so hjálp frá øðrum. Tú missir ikki stýringina við at útluta uppgávur, um tú bara syrgir fyri, at leiklutabýtið er greitt, at tú vegleiðir onnur væl, og at tit annars hava eitt gott, gagnligt og virðiligt samstarv.

Skil, hvussu umráðandi tað er at taka avgerðir – og at taka tær í góðari tíð!
At vera vinglut/ur og ivingarsamur/-som er nakað av tí ringasta ein leiðari kann vera. Um týdningarmiklar avgerðir ikki verða tiknar – ella verða framhaldandi útsettar, tí leiðarin ikki klárar at taka avgerð um, hvat er tað rætta at gera – skapar tað alt ov nógvan ótryggleika millum starvsfólkini. Tað er týdningarmikið fyri ein leiðara at lurta eftir øllum, men tað má tó ikki gerast ein forðing fyri, at týdningarmiklar avgerðir verða tiknar rættstundis. Leiðarin má ikki gerast ein fløskuhálsur fyri avgerðartilgongdina. Manglandi avgerðartøka elvir til eina ørgrynnu av óvissu og ørkymlan millum starvsfólkini, tí tey missa kósina og føla at tey bara flyta seg runt í einum ongamannalandi uttan mál. Tað kann í longdini eitra tað góða huglagið á arbeiðsplássinum og skapa eina rúgvu av óneyðugari ónøgd. Fyrr ella seinni verður leiðarin noyddur at taka eina avgerð um tað, sum er týdningarmikið fyri, at øll kunnu fara víðari við sínum arbeiði, soleiðis at alt ikki steðgar upp. Tað má finnast ein góð javnvág millum ‘demokrati’ og ‘diktatur’, tí ein leiðari kann bert vekja álitið hjá øðrum, um hann ella hon bæði lurtar eftir teimum OG vísir, at hann ella hon torir og vil taka avgerðir teirra vegna. So góð ‘timing’ fyri avgerðirnar er altavgerandi.

VANLIGAR AVBJÓÐINGAR VIÐVÍKJANDI SAMSTARVSPØRTUM

Skil, hvussu umráðandi tað er, at luttakararnir samkenna seg við verkætlanina
Ein verkætlan heldur ikki í longdini, um ikki meirilutin av teimum, ið eru partur av henni, kunnu samkenna seg við hana og kenna seg sum ognarar av henni. Tí hevur tú í allarhægsta mun tørv á at vekja eldhuga og skapa grundleggjandi virðing um verkætlanina millum so nógv sum møguligt, um verkætlanin skal eydnast. Tú ert avgerðatakarin – gloym ikki tað – men onnur skulu føla, at tey hava havt góðar møguleikar fyri at koma við sínum viðmerkingum og íkøstum.

Skil, at øll menniskju eru ymisk – og at tey hava rætt til at fata ting á ymiskan hátt.
Tey mál og tær visjónirnar, sum virka so sjálvsagdar fyri teg, kunnu onnur hava torført við at síggja fyri sær. Viðurkenn, at ikki øll menniskju eru før fyri beinanvegin at skilja ella síggja fyrimunirnar við tínum máta at gera tingini, ella við nýggjum mátum at hugsa um tingini. Ger tí eyka nógv fyri at gera tína verkætlan so týðiliga og lættgjøgnumskoðiliga sum gjørligt, so onnur hava betri møguleika at taka støðu til hana og ikki nýtast at gita seg fram til nakað. Um tú skalt gera tær vónir um at eydnast við at fremja eina verkætlan, er tú noydd/ur at syrgja fyri, at so nógv sum møguligt kunnu náa at fylgja við. Virð tað, at onnur kunnu hava eitt annað sjónarhorn ella eitt annað tempo, enn tú hevur. Lat vera við at fata tað sum eitt trupulleika, men rokna bara við tí. Og tak so eina avger við støði í tí. vinglut leiðsla skapar ótryggleika.

Skil, at øll íkøst eru líka týdningarmikil.
Onnur skulu liva við teimum broytingum, verkætlanin møguliga ber við sær, eins og tú skalt. Um tey hava bara tann minsta leiklutin í fremjan av verkætlanini, er hon í grundini eisini teirra verkætlan. Øll íkøst eru tí virðismiklir partar,  sum tilsaman syrgja fyri, at ein verkætlan eydnast. Ein demokratisk tilgongd kann vera strævin, men úrslitið gerst meira haldbært, tvs. fleiri føla, at tey hava verið við til at skapa tað endaliga úrslitið. Ein væleydnað verkætlan er tí ofta úrslitið av einari tilgongd, sum er ein long røð av neyðsemjum.

Skil, hvussu umráðandi tað er at vísa virðing.
Tær reyðu lampurnar áttu at blinkað, um verkætlanarluttakarar t.d. byrja ikki at møta til fundir ella vísa manglandi virkishug á annan hátt. Er tað so rætta verkætlanin? Ella kemst hetta av, at fólk føla seg sett til síðis – ella føla, at tey ikki verða hoyrd? Minst til sum leiðari altíð at vísa øðrum, at tú ert opin fyri at lurta eftir teimum og taka teirra uppskot í álvara. Øll, sum eru við, hava tørv á at føla, at teirra lutur verður virðismettur, og at tey hava møguleika fyri at fáa ávirkan á tínar avgerðir sum leiðari. Annars missa tey hugin til at vera við í verkætlanini. Um tú fært mótstøðu frá onkrum, so far beinleiðis til viðkomandi og bjóða teg til at lurta eftir, hvat tey møguliga hava at siga. Vís, at tú tekur tey í álvara.

Skil, hvussu umráðandi tað er at lurta.
Tú ert sum leiðari sjálvandi noydd/ur at taka avgerðir – eisini nakrar ferðir ikki væl dámdar avgerðir, men tað tekur ikki tína moralsku skyldu frá tær: nevniliga at lurta eftir øðrum. Gev ikki øðrum fatan av, at tú einans ert áhugað/ur í, at onnur skulu lurta eftir tær og skilja tíni sjónarmið. Tað er møguligt, at tú bert følir teg virdan, um onnur lurta eftir tær. Men minst til, at onnur hava tað á akkurát sama hátt. Byrja tí heldur við at geva øðrum talutíð, áðrenn tú sjálv/ur tekur samanum. Vís jaligan áhuga og opinleika fyri sjónarmiðum hjá øðrum – eisini um tað eru ógvusligar atfinningar. Ikki taka atfinningarnar persónliga og far ALDRIN í verjustøðu, tí tá lurtar tú ikki eftir og missur kanska virðismikla vitan. Tað kann vera hart at taka móti, tá fólk finnast at einum, men hugsa um, at tað kemur eitt nógv betur úrslit burturúr tí, enn um tú letur oyruni aftur. Tí: Lurta, um tú vilt hava viðhaldsfólk, og um tú vil vekja teirra áhuga og fáa tey til at trúgva uppá, at tað er til fyrimuns hjá øllum at náa málinum. (Um ikki tað er so, so var verkætlanin helst ikki verd at fremja frá byrjanini).

Skil, at tað ikki altíð er vist, at tín loysn er tann besta fyri øll.
Hóast tú ert avbera sannførd/ur um, at tú hevur rætt, er tað ikki vist, at tað loysir seg at trýsta tín vilja ígjøgnum og skunda tær ov nógv Um tú t.d. ikki lurtar eftir uppskotum til loysnir hjá øðrum, men allatíðina roynir at sannføra hinar verkætlanarluttakararnar um tað framúrskarandi í tínum egnu hugskotum, kanst tú virka so ráðarík/ur, at tú riskerar, at onnur kenna seg sett til síðis, missa hugin at vera virkin ella beinleiðis byrja at arbeiða ímóti tær. Um tín loysn veruliga er tann besta loysn, so lít róliga á, at tær bestu grundgevingarnar og uppskotini fara at vinna í longdini, tí tey hava størst møguleika at prógva, at tey halda í longdini. So tak tað róliga – eisini, tá ið tú kennir teg undir trýsti. Tað loysir seg kortini ikki at royna at tvinga nakað ígjøgnum, um ikki onnur eru við uppá hugskotið. Tað fer bert at geva baksláttur. Jú róligari tú tekur tað, tess størri møguleikar eru fyri, at tú fært tað ígjøgnum, sum tú vilt.

Skil, at tú ongantíð fert at fáa 100 % undirtøku.
Tú fert sum leiðari ongantíð at vinna øll hjørtu kortini – serliga ikki, um verkætlanin hevur við sær broytingar, sum onkur av verkætlanarluttakarunum kanska heldur lítið um, kanska tí viðkomandi veit, at hann/hon fer at missa fyrimunir av tí á onkran hátt. Minst til: Eingin ynskir at lata fyrimunir frá sær. Finn frið við , at tú ikki kanst vera vinur við øll. Soleiðis er tað bara. Brúka ikki óneyðuga orku uppá tað. Ugga teg við, at tað mest sannlíka er, at tað bara eru fá, sum ikki lata seg vika. Hini eru í besta føri líkasæl og kunnu ávirkast. Og minst til, at tað er meirilutin, ið hevur avgerðina í síðsta enda.

VANLIGAR PERSÓNLIGAR AVBJOÐINGAR

Skil, at tað týdningarmesta er ikki tín persónliga æra, men at verkætlanin eydnast.
Minst til, at støður kunnu taka seg upp, har tú ert noyddur at seta teg sjálvan til viks og gera persónligar neyðsemjur fyri at tryggja, at verkætlanin verður framd. Ugga teg við, at ofta kemur eitt effektivari úrslit burtur úr eini neyðsemju, enn um tú heldur treiskt í tína egnu fatan av, hvussu tingini ‘eiga at vera’.

Skil, at tú bert kan varðveita annara virðing við at varðveita tín egna integritet.
Sjálv/ur varðveitir tú tín integritet við at skilja munin millum tín leiklut sum leiðari og teg sjálvan sum persón – eisini um onnur ikki skilja munin. Uttan so, at tú vilt grava tína egnu grøv, tak ongantíð atfinningar og mótstøðu persónliga, uttan mun til hvussu persónlig álopini mótvegis tær kunnu tykjast. Við altíð at halda í tí, sum tú ert – og tað, sum tú av hjartanum metir er rætt – har tú samstundis vísir øðrum ta virðing, sum tú væntar, at onnur vísa tær – uttan mun til hvussu nógva mótstøðu og vanvirðing, tú møtir – kanst tú hóast alt vinna virðingina hjá flest øllum.

Skil, at onkuntíð kanst tú sjálv/ur vera tann størsta forðingin fyri verkætlanina.
Fanga teg sjálvan í tí, tá tú byrjar at kæra teg um okkurt ella onkran, sum í tínum eygum forðar fyri, at verkætlanin kann fremjast í verki, uttan mun til hvussu røtt tín kæra annars kann tykjast í støðuni. Tú fært kortini ikki viðhaldsfólk og vekir undir ongum umstøðum áhuga hjá øðrum við at kæra teg um mótstøðu frá øðrum, manglandi stuðul ella manglandi luttøku. Lat teg tí ikki freista til at brúka gamlar mátar so sum ábreiðslur, persónligar atfinningar, ákærur og biddan. Tað gevur kanska ein persónliga lætta eina stutta løtu at kæra seg, men tað einasta, tú fært burtur úr tí, er at skapa ringt huglag um verkætlanina, økja mótstøðuna og fráfallið, og harvið eisini vandan fyri, at verkætlanin ikki verður gjøgnumførd.

Skil avleiðingarnar av at fata teg sjálvan sum eitt offur fyri mótstøðu ella mótvilja hjá øðrum.
Um tú gert tað, gert tú í grundini onnur til tey, ið hava ábyrgdina, ið verður fatað sum, at tú rýmir undan tíni egnu ábyrgd. Um tú til dømis brúkar annara ‘ódugnaskap’, ‘ókunnleika’ ella beinleiðs ‘ónda vilja’ sum eina umbering fyri, at verkætlanin ikki gongur væl, fer hetta bert at elva til mótvilja ella vreiði mótvegis tær sum persóni. Onnur fara at ivast tínum leiðsluførleikum, tí tú í teirra eygum skumpar trupulleikarnar frá tær yvir á onnur – trupulleikar, sum tú sjál/vur hevur høvuðsábyrgdina av at loysa. Í staðin fyri at døma onnur og/ella geva upp, so halt teg til sakina. Halt fast í at vera opin og álítisfull/ur og kanna, hvørjar orsøkirnar kunnu vera til mótstøðuna ella manglandi luttøkuna. Tað kann vera, at har liggja heilt aðrar orsøkir aftanfyri, enn tær, sum tú í fyrstu atløgu hevði roknað við.

Skil, at tað er tín ábyrgd at bróta niður fordómar.
Um tú møtir nógvum fordómum, er tað helst ikki, tí at hini eru nakrir tápulingar. Fordómar kunnu stinga seg upp, tí tú sjálvur ikki hevur lýst ella ‘selt’ verkætlanina nóg væl. Lat ikki fordómar hjá fólki øsa ella ávirka teg persónliga, men far beinleiðis til tey, ið seta seg ímóti tær. Tosa við teiy, lurta eftir teimum og brúka so alla tína orku upp á at hugsavna teg um tað, ið tit kunnu vera samd um. Legg dent á týdningin og á fyrimunirnar við verkætlanini fyri øll – serliga tá málið er nátt. Brúka tíð upp á at greiða frá hesum – fyri tína egnu og annnara skuld.

UM TAÐ BYRJAR AT GANGA GALIÐ

Skil, at tá fólk gerast atfinningarsom, er tað ofta tekin um ótryggleika vegna vantandi yvirlit.
Mótstøða móti tær snýr seg ikki neyðturviliga um, at fólk vilja leypa á teg persónliga – sjálvt um tað kann síggja soleiðis út. Í staðin snýr tað seg ofta um vantandi yvirlit ella vantandi yvirskot. Nógv menniskju hava ilt við at yvirskoða broytingar í einum heimi, sum tey longu halda vera nóg fløktan, sum er. Tey stríðast tí – ofta sum óð – fyri at halda fast um tað, tey kenna, og fyri at vera í teirri egnu makligu  ‘comfort zone’. Tey vilja ikki viðurkenna tørvin á broytingum og fata øll, ið vilja broyta teirra gerandisdag, sum eina hóttan. Í einum tílíkum mentalum landslagi kunnu verkætlanir, sum t.d. hava til endamáls at broyta gamlar mannagongdir, tykjast serliga torførar at gjøgnumføra. Tín besti møguleiki fyri at sleppa undan hesum er at vísa júst tað yvirskotið, ið hini mangla! Við sjálv/ur at vísa yvirskot kanst tú lættari fáa onnur at føla seg trygg og vinna stuðlar til tína verkætlan.

Skil, at tað er meira umráðandi at skapa tryggleika heldur enn at fáa rætt.
Í okkara krevjandi og villingarsomu tíð er tað ómetaliga nógvur ‘larmur’ at fyrihalda seg til allatíðina. Størri ein verkætlan er, fleiri fólk eru uppií, meiri ‘larmur.’ Larmur skapar ørkymlan, sum aftur skapar ótryggleika. Ótryggleiki hevur tað við at menna seg til ónøgdsemi, kjak og slatur – og í ringasta føri æruskemmandi átøk. Síla tí larm frá við allatíðina at gera fyrimunirnar fyri øll við verkætlanarframgongdini so sjónligar og gjøgnumskoðiligar sum gjørligt og set soleiðis so mong sum tilber væl inn í verkætlanina. Spyr eftir meiningum hjá øðrum og tak hesar til eftirtektar. Lurta eftir atfinningum og tak tær til tín, líkamikið um tú heldur tær vera ósakligar. Ver fevnandi og ikki samanlæst/ur. Einans á hendan hátt kunnu fólk kenna seg tryggari við tað, sum fer fram. Tað kann møguliga enntá fáa tey til at gerast áhugað aftur.

Skil, at fólk hava nattúrligt lyndi til at vilja finna syndabukkar, tá tey eru ótrygg.
Um tú sum leiðari ikki megnar at gera tey, tú samstarvar við, trygg við verkætlanina, kanst tú sjálv/ur enda við at verða útnevnd sum syndabukkur. Ótryggleikin mennir seg lættliga til ónøgdsemi og kann tíðliga byrja at menna seg til slatur og persónligar atfinningar, sum fáa bein at ganga á, og sum sanniliga ikki ger tilgongdina lættari. Tú kanst sjálv/ur syrgja fyri ongantíð at geva nøkrum eina umbering fyri at brúka teg sum syndabukk ella skálk. Spæl tí hvørki offur ella ákæri, men flyt uppmerksemi í burtur frá tær sum persón við at brúka alla tína orku uppá at gera verkætlanina og fyrimunirnar við at gjøgnumføra hana sjónligt. Brýt fordómarnar niður við at vera tað góða fyridømið um ta atferð, tú ynskir, at onnur skulu vísa mótvegis tær.

Skil, at tað at taka atfinningar til sín er ikki tað sama sum veikleiki.
Tað kann vera torført at lurta eftir hørðum atfinningum. Í hesum sambandi er tað týdningarmikið at skilja, at fólk ofta einans hava tørv á at sleppa av við yvirtrýst, har tú so tilvildarliga stendur fyri skotum. Tað snýr seg uttan iva nógv minni um teg, enn tað snýr seg um tey og teirra egnu trupulleikar. Um tú skilir hetta, so raka atfinningarnar ikki so meint, og tú fært orku til at geva teimum loyvi til at skrúva eitt sindur upp fyri ventilinum fyri at reinsa luftina. Mong verða takksom fyri at fáa loyvi at lætta hjarta teirra – og fyri títt tolsemi. Tey fara ikki fata teg sum veika/n. Tvørturímóti. Flest fólk fara at fata teg sum eitt rúmligt menniskja, ið er sterkt nokk til at tola atfinningar, og sum tey tí kunnu líta á. Einans við at lurta eftir og virða sjónarmið hjá øðrum, hevur tú ein møguleika fyri at fáa tey til at lurta eftir tínum sjónarmiðum eisini. Tað merkir ikki, at tú heilt letur stýringina til onnur. Tú stýrir verkætlanini við at hjálpa øðrum at finna loysnir á teir trupulleikar, tey siga tær, at tey hava. Har kunnu vera serliga týdningarmikil og lærurík stig í tí, onnur siga frá.

Skil, hvussu týdningarmikið tað er at hava tað stuttligt.
Hevja teg upp um trupulleikarnar, virðismet avbjóðingarnar sum bestu læruna, tú kanst fáa, finn gávurnar og njótilsi í støðuni og hygg at øllum við løttum sinni og gloym ikki at skemtast eisini. Um tú hevur eina aura av jaligari gleði kring teg, gerst tú sum magnetur, ið dregur fólk at tær, og tað fer at gera tað nógv lættari fyri teg sjálvan, tí fólk fáa nógv meira hug til at vilja hjálpa tær – og vera við til alt tað stuttliga, tú umboðar. Tað kann viðmælast, tí so verður tú standandi fatt/ur, og tín verkætlan dettur ikki niðurfyri. Í staðin kanst tú róliga syngja: The only way is up, baby!

 © Elin Brimheim Heinesen, 2003