HEINESEN.info

Hví fyllir Fámará málið so nógv í hugaheiminum hjá fólki?

Fámará festið

Onkur hevur sagt, at tað er eitt sindur møðsamt ikki at kunna fara á Facebook í løtuni uttan at skula blíva teppibumbaður við greinum, viðmerkingum og áheitanum um eitt festi, sum fá ánaðu, hvar lá fyrr enn í vetur. Viðkomandi helt, at hatta er jú ikki meira enn eitt festi, sum so mong onnur í Føroyum. Men er tað nú tað?

Eg svaraði aftur, at eg haldi ikki rættiliga, at til ber at siga, at Fámará “bara” er eitt festi sum øll onnur. Tað var tað helst, áðrenn Johan og Rakul fluttu inn, men ikki longur. Nú, tá Johan og Rakul hava bjóðað til at gera gagn fyri samfelagið burtur úr festinum og hava “hype’að” tað upp – her meini eg bæði pussað tað upp við máling og øðrum, umframt gjørt festið kent í almenninginum gjøgnum Radio Fámará, hevur festið fingið ein annan týdning í eygunum á fólki.

Vit tosa um immateriell virði, og har hevur Fámará fingið ein serligan týdning. Tað gerst til eitt symbol. Har hendir nakað í Suðri, sum Jóhan og Rakul eru talsfólk fyri – tað hevur appell til fólkið, tí tað gevur øðrum onkusvegna vón um, at okkurt spennandi hendir her á landi, sum ger tað stuttligari og meira áhugavert at liva her í Føroyum. Langt er jú millum glottarnar, so tað fellir eitt turt stað. Eg haldi ikki, at ein skal undirmeta týdningin av tí.

Hin persónurin helt seg tó ikki undirmeta týdningin av nøkrum festi í Føroyum – heldur ikki Fámará. Hann helt bara, at málið fullkomuliga er farið út av proportiónum við øllum dekninginum. Hann saknaði, at vit sum borgarar fáa meira at vita enn bert “Gevið Rakul og Johan Fámará aftur”, sum tykist vera niðurlagið við tunnum grundgevingum. Hann saknaði próvgrundir í málinum, sum geva honum og almenninginum nokk av vitan og innliti, sum kann perspektivera og lýsa málið á fullgóðan hátt, so fólk í minsta lagi kunnu vita og taka eina støðu. Hann helt, málið hevur fingið so nógva umrøðu í føroyska miðlalandslagnum (og ikki minst Facebook), at hann var um at troyttast av tí. Hann helt, at málið – sæð í einum samfelagsligum perspektivi – ikki er so stórt, at tað rættvísger ta ovurhondsstóru umrøðuna, málið hevur fingið – og framvegis sær út til at fáa.

Á ein hátt skilji eg hetta sjónarmiðið. Men við nærri eftirtanka, so má eg spyrja: Er tað nú so nógv galið í tí, at hetta málið fyllir? Hví er tað galið, um so er? Tí hvat hevur týdning – sæð frá einum samfelagsligum perspektivi? Er tað ikki tað, sum fólk velja at leggja týdning í? Kanska kundi ein spurt seg sjálva/n, hvussu tað ber til, at fólk lata hetta fylla so nógv? Kann tað vera, at málið hevur fingið eitt symbolskt virði, sum umboðar okkurt meira – okkurt djúpriliggjandi, sum hevur ein prinsipiellan týdning fyri nógv fólk?

Hví samkenna so nógv seg við Johan og Rakul? Umboða Johan og Rakul og frustratiónin hjá teimum báðum kanska eisini frustratiónina hjá so mongum øðrum her í samfelagnum, sum kundu hugsað sær, at samfelagið var rúmligari fyri nýhugsan og øðrvísi mátum at gera tingini, men sum bara kenna, at myndugleikar leggja seg í vegin og gera alt meira ella minni ógjørligt at gjøgnumføra? Kanska eru rættiliga nógv fólk evindaliga troytt av, at nýggjar stigtakanir verða køvdar og drukna í reglum og ásetingum, sum meinigi maðurin einki høpi sær í. Er samfelagið vorðið alt ov stívrent? Er tað eitt rúmligari, meira smidligt samfelag, vit ynskja okkum? Við størri persónligum frælsi? Tað eru áhugaverdir spurningar, sum í mínari verð hava alstóran samfelagsligan týdning og tí eru viðkomandi at tosa um.

Eg ivist í, um nakar finst, sum hevur so nógva ‘vitan’ um ella ‘innlit’ í hetta spesifikka mál, at tey kunnu perspektivera og lýsa málið á ‘fullgóðan’ hátt – tí hvat er tað, at “lýsa málið á fullgóðan hátt”? Týdningurin av málinum liggur uttan iva mest í “the eyes of the beholder”. Tað eru fólk sjálvi, sum tulka og leggja ein týdning í hetta – sínar kenslur, sínar vónir, sín frælsishug kanska – ikki so nógv Johan og Rakul sjálvi.

Tey bæði hava bara gjørt tað, tey hava hug til, og tey hava dugað væl at miðla, hvussu tey liva lívið í Fámará, til almenningin á ein nokkso sjarmerandi hátt, sum fólk onkusvegna kenna seg aftur í. Johan og Rakul útliva ein dreym, onnur kanska bara hava spælt sær við í hugflognum, og tað hugtekur okkum. Og so fer “hype-maskinan” á rull heilt av sær sjálvari. Fólk í stórum tali fáa hug at seta orð á, at tey taka undir við tí, sum Johan og Rakul gera í Fámará, tí teirra søk onkusvegna talar til hjartað.

Tá so er, skulu ikki so nógvar próvgrundir til, tí tað hevur kanska ikki so nógv við skilvísi at gera. Men er tað ikki í ordan? Alt kann ikki kókast niður til reinan logikk. Summatíðir vilja vit bara hava, at Dávid vinnur á Goliath – ella at nøkur øðrvísi fólk skulu hava loyvi og frælsi til at liva sítt øðrvísi lív, sum tey vilja, tí tað gevur okkum øðrum eina vón um, at um tey vinna, so kunnu vit onnur kanska eisini sleppa at útliva okkara dreymar…