Jóannes Heinesen – eisini róptur Jóannes á Lofti ella bara Beiggi – var føddur 7. apríl 1930 og andaðist á Sýnini í Miðvági sunnudagin 21. apríl 2024 – júst tvær vikur eftir, at familjan fagnaði honum á 93 ára føðingardegnum. Jóannes arvaði kongsfestið eftir abba, Petur Heinesen á Lofti, og mesta av lívinum røkti hann bø, bjørg og haga, umframt hevði seyð og mjólkineyt. Jóannes var giftur við Else Heinesen og saman áttu tey dóttrina Katrin, sum eigur trý børn: Súsonnu, Jóhonnu og Sámal. Jóannes var bróður rithøvundin Jens Paula Heinesen sála, pápa mín. Harumframt hevði hann systkini Hjørdis Johansen, Klæmint Heinesen, Ásvør Ellefsen og Hildigunn Heinesen. Jóannes var tann eldsti av brøðrunum, einans eitt og trýfjórðings ár eldri enn pápi, so teir vóru pseudo-tvíburðar at kalla.
Sum smágenta rópti eg pápabeiggja mín ‚gubba‘. Men seinni fór eg eisini at siga ‚Beiggi‘, eins og øll hini søgdu í familjuni. Ja, í grundini var tað eitt sindur trupult hjá mær at velja, hvat eg nú skuldi kalla hann. Eg havi ivast onkuntíð heilt fram til dagin í dag. Eingin ivi skal tó vera um, at líkamikið hvat hann varð kallaður, so hevur Beiggi havt ómetaliga stóran týdning fyri meg persónliga.
Gav bygdasøgu út
Óteljandi ferðir havi eg verið í Sandavági og ferðast hjá ommu og abba, Beiggja og øllum hinum í familjuni har. Alt tað, sum Beiggi stóð fyri, og sum hann lærdi meg, tá eg gekk og tøtlaði har vesturi sum smágenta, hevur havt risastóra ávirkan á mína heimsáskoðan líka síðani. Teir mongu túrarnir, sum Beiggi og eg gingu í haganum, eru høgt skattaðar løtur, sum hava fest seg djúpt í minnið. Beiggi segði mær frá øllum, vit sóu. Fyri meg vóru frásøgurnar sum spennandi ævintýr – um seyðin og lombini, um neytini, sum vit róku út um bøgarðarnar um morgunin og fóru eftir um kvøldarnar aftur, um fuglarnar og ungarnar í reiðrunum, um fjøllini og náttúruna, um bygdasøguna og fólkini í Sandavági langt aftur í tíðina – ja, Beiggi kendi hvønn stein, hvørja túgvu, hvørt hús og visti, hvat alt og øll itu.
Hetta var ein vitan, hann tíbetur náddi at deila við okkum í heimildarverkinum í tveimum bindum Av fjalli at fjørustrond, sum hann lat úr hondum saman við Heina F. Petersen, og sum gevur eina greiða mynd av øllum staðarnøvnunum í Sandavági, bæði á fjalli og í fjøru, umframt av húsum og ættarfólkum í Sandavágs sókn. Eg veit, at hann var serstakliga stoltur og fegin um hetta avrikið. Og tað eru vit øll í familjuni eisini.
Virðing fyri máli og mentan
Ikki minst var Beiggi serstakliga góður við føroyska málið. Hann fýrdi ikki fyri at rætta fólk, tá tey bendu skeivtbrúktu óneyðug donsk orð. Men hann gjørdi tað við sjarmu, so eingin tók honum tað illa upp. T.d. dámdi honum illa, at fólk søgdu „sandavágsjingar“. „Sandavágsfólk!“ lat í honum í stundini. „Á, ja“ var svarað, og so gekk prátið lystiliga víðari, sum einki var hent.
Beiggi smittaði meg við sínari gleði og djúpu virðing fyri náttúruni, bygdamentanini og bóndalívinum, og var við til at gera Sandavág til barndómsins lítla paradís fyri meg. Hetta hevur í stóran mun merkt mína áskoðan á tað lívið, føroyingar hava livað gjøgnum øldir her í Føroyum, sum ofta var hart og trupult, men eisini ektað og jarðbundið. Uppá gott og ónt, ber til at siga.
Eg minnist einaferð, tá eg var rættiliga lítil – kanska um eini fýra-fimm ára gomul, at Beiggi segði frá eini søgu um eitt lamb, sum hann fann í haganum. Lambið var dottið niður í eina veit og slapp ikki upp. Tað hevði stríðst leingi og var deyðanum nær. Tá hann hjálpti tí upp, skoytti ærin, ið átti lambið, ikki um tað meir. Beiggi segði so livandi frá, hvussu lambið jarmaði so andskræmiliga í sínum einsemi og longsli eftir mammuni. Men hesa søguna dámdi mær illa at hoyra. Eg fekk ein klump í hálsin, tí eg helt tað vera so synd í lambinum. Men eg dugdi ikki at siga frá kensluni. Tí lat soleiðis í mær: „Ikki fortelja meir, gubbi! Eg fái so ilt í hálsin!“ Tað hava vit mangan flent at síðani.
Nógv vatn er runnið í ánna síðan tá. Eg havi sjálv livað eitt rættiliga øðrvísi lív enn tað, Beiggi livdi sum bóndi og seyðamaður í Sandavági. Í nær um eina fjórðingsøld búði eg mitt í Keypmannahavn. Tað má sigast at vera eitt heilt annað lív. Men í hjartanum havi eg goymt alt tað, sum Beiggi lærdi meg um viðurskiftini millum djór og menniskju og náttúruna.
Vísti mær veruleikan, sum hann var
Sum smágenta elskaði eg blóðpylsu. Eg gloymi aldrin, tá Beiggi segði við meg ein dagin, tá eg var seks ára gomul: „Elin, nú skalt tú síggja, hvussu lívrætturin hjá tær verður til“. Beiggi gjørdi ikki mætari enn so, enn at hann fór við mær út í fjósið, har eitt veðurlamb stóð bundið, vit høvdu havt sum heimalamb, og sum eg sjálv hevði givið fløsku, tá tað var minni.
Beiggi greiddi mær frá, at nú mátti lambið lata lívið, so vit fingu okkurt gott at eta. Sjálvt um eg ikki var trygg við støðuna, tí hetta hevði eg ongantíð upplivað fyrr – og … ja, var tað ikki synd í lambinum? – so hevði eg kortini so mikið djúpa virðing fyri Beiggja, at eg góðtók tað, sum hendi. Tí tá gubbi sigur tað, ja, so má tað vera so. Beiggi gjørdi skjótt av, tók knívin fram og stakk lambið, so blóðið rann úr hálspulsæðrini niður í eina spann, har eg skuldi røra í tí, so tað ikki stadnaði.
Eg minnist, at lambið spraklaði við beinunum, og eg fór at ivast í, um tað nú ikki píndist. Men Beiggi segði, at lambið visti ikki til sín. „Hatta er bara lívið, sum seyrar úr lambinum. Tað er, sum tað skal vera“. Alt í lagi, hugsaði eg, og góðtók frágreiðingina. Løtu seinni fór eg inn til ommu í køkinum við spannini fullari av dampandi blóði. Omma vísti mær, hvussu eg skuldi vaska vembur, fylla blóð, tálg og rosinur í indrini og seyma fyri. Vit hugnaðu okkum óført við at gera blóðpylsu, sum vit so fingu at eta dagin eftir. Eg át við góðum matarlysti. Eg minnist, tá eg sat við døgverðaborðið tann dagin, at eg í huganum takkaði lambinum, at tað hevði latið lívið afturfyri, at eg kundi fáa eina so góða máltíð.
Tað kann vera, at onkur í dag heldur, at sovorðið er alt ov ógvusligt at vísa seks ára gomlum smábørnum. Men fyri mín part kann eg siga, at eg eri sera takksom fyri, at Beiggi vísti mær veruleikan, sum hann var. Hann snýtti meg ikki. Hann segði mær tað, sum tað var. Við øðrum orðum, hann hevði virðing fyri mínum viti og skili. Tí sjálvandi var eg nóg klók til at rokna út, at hetta var tað, sum mátti fara fram, líkamikið um eg var vitni til tað ella ikki.
Tann verðin, Beiggi vísti mær tann dagin, var ikki pakkað inn og pyntað uppá, men í mínari verð minst líka ævintýrlig sum allar Disneysøgurnar, ið børn síggja og hoyra ovmikið av í dag, og sum eg ofta haldi, geva eina avskeplaða mynd av, hvat tað veruliga vil siga at vera menniskja her í verðini. Í dag kenna børn lítið og einki til, hvaðani tað plastinnpakkaða kjøtið, tey eta, ella hvaðani mjólkin í pappkartongum, sum tey drekka, kemur frá. Men tað visti eg væl, tí Beiggi vísti mær tað.
Øll vóru góð við Beiggja
Beiggi hevur altíð verið ein frálíkur pedagogur heilt náttúrligt av sær sjálvum, uttan at hava lært á nøkrum skúla til tað. Hann hevði framúr evni at finna upp á søgur og ikki minst at frambera tær á ein hátt, so vit børn sótu alspent og lurtaðu. Beiggi skrivaði eisini onkrar søgur hjá sær niður um Trøllaommuna, sum eg havi lisið upp í Barnaútvarpinum, har eg royndi at gera tær líka so livandi, sum Beiggi gjørdi, tá hann segði mær frá teimum.
Eg gloymi ongantíð, tá vit bæði einaferð sótu í spísistovuni hjá ommu við borðið, sum stendur har enn, og hann teknaði eina søgu fyri mær. Beiggi greiddi nøkurlunda soleiðis frá: „Einaferð var tað ein snedigur maður. Hann hevði so ræææðuliga langa nøs…“ og so teknaði Beiggi ein pinkalítlan mann við eini laaangari nøs, sum rakk heilt til hin endan á pappírinum. „Og hesin maðurin, hann var giftur við eini konu, sum hevði so ræææðuliga langan háls“, og so teknaði Beiggi eina konu við síðuna av manninum, sum hevði ein háls so langan, at hann rakk heilt upp til toppin av pappírinum. „Og so vóru tað børnini… Eitt hevði so ræææðuliga langar føtur, eitt annað hevði so ræææðuliga langar fingrar“ … og soleiðis kundi Beiggi blíva við – og eg sat púrasta býtt og helt hetta vera so ræææðuliga spennandi.
Nógv at vera takksom fyri
Eg havi, sum skilst, altíð verið ómetaliga góð við Beiggja – júst sum øll hini í familjuni og vinaskaranum, tí hann var eitt so vælsignað fitt, reinlynt og hjartagott menniskja. Í mínum føri hevur Beiggi verið sum ein pápi – ein tiltakspápi, so at siga. Tað var so deiliga hugnaligt, at hann ringdi við jøvnum millumbilum – minst eina ferð um mánaðin og onkuntíð oftari – og spurdi, hvussu gekst, líka til hann gjørdist minnisveikur fyri nøkrum árum síðani. Ikki minst tað eri eg sera takksom fyri. Tað hevur eisini verið ein sonn fragd at vitja Beiggja og konuna Else á Hammershaimbsvegi 21 í Sandavági, tí har kendi ein seg altíð ómetaliga væl. Blíðskapurin og góði maturin, sum fitta Else altíð hevur borðreitt við, fæst ikki betri.
Takk fyri tað, góði Beiggi (ella gubbi), og fyri alt, sum tú hevur givið mær og okkum øllum, ið hava verið so heppin at kenna teg. Hvíl í friði. Tú verður ósigiliga nógv saknaður.
Bróðurdóttir tín
Elin Brimheim Heinesen