Lat meg siga tað beinanvegin. Eg gangi inn fyri fríum vali – tvs. at kvinnur skulu sjálvar hava rætt til at gera av, um tær vilja fara ígjøgnum ein graviditet ella ikki.
Tað merkir ikki, at eg haldi, at tað at fremja abort er gott – ella at abortur er nøkur ideel loysn, tí sjálvsagt er best, um til bar hjá kvinnum heilt at sleppa undan at koma í slíka trongda støðu, har abortur gerst aktuellur.
Samfelagsins ábyrgd má vera at gera umstøðurnar so góðar sum yvirhøvur gjørligt fyri børn og foreldur teirra, so vit minka so nógv sum gjørligt um tørvin á at fáa framt abort.
Vit vita, at sosialu umstøðurnar hjá mammum og familjum hanga saman við talinum av framdum abortum. Um ein vil minka um talið av abortum, og koma so langt niður móti null sum yvirhøvur gjørligt, so er at gera alt fyri at betra um umstøðurnar hjá børnum og hjá teimum, sum fáa børn – so sum tær sosialu, fíggjarligu og sálarligu umstøðurnar. M.a. við at velja politikkarar, ið hava tað sum aðalmál at gera slíkar samfelagsábøtur.
Men líkamikið hvussu væl ein innrættar eitt samfelag, so fer tað at koma fyri, at gentur/kvinnur gerast óynskt upp á vegin, eisini hóast tær hava gjørt alt fyri at sleppa undan tí. Eingin fyribyrging virkar 100 %.
Talan kann t.d. eisini vera um alt ov ungar gentur/børn, sum onkur ger við barn, ella um sálarsjúkar, djúpt tunglyntar kvinnur, sum ikki megna ta stóru psykisku og fysisku strongdina, sum tað er at fullføra ein graviditet, fyri ikki at tala um at átaka sær mammuábyrgdina; kvinnur í harðskapsraktum parløgum; gentur, ið hava verið fyri blóðskemd; gentur ella kvinnur, ið eru valdstiknar osfr.
Hvør er mest kýniskur – tey, sum eru fyri, ella tey, sum eru ímóti?
Onkur sigur, at tað er kýniskt at vera fyri, at kvinnur skulu hava frítt val. Eg veit ikki, hvussu kýniskt tað er at ganga inn fyri rættinum hjá kvinnuni til at velja, hvat skal henda.
Ein kvinna kann hava nógvar orsøkir til at vilja bróta sín graviditet av, har abortur kanska kann vera einasti útvegurin at koma úr eini kroystari støðu – og har tað kann vera tað besta og mest kerliga valið at spara eitt fostur fyri at mennast til eitt barn og koma í verðina, tí hetta fer einans at merkja líðing – bæði fyri mammu og barn.
Í øllum førum er tað kvinnan, sum veit best, um hon yvirhøvur kann bjóða einum barni eitt líkinda lív og vera tann mamman, eitt evt. barn hevur tørv á. Tað kann eisini vera, at ein graviditetur er beinleiðis vandamikil at gjøgnumføra, bæði fyri hana og fosturið.
Eg haldi tí, tað er nógv meira kýniskt við lóg at noyða kvinnur til at fullføra graviditetir, tær á ongan hátt ynskja ella eru klárar til at fullføra – tað verið seg sálarliga ella kroppsliga.
Eg haldi, tað er nógv meira kýniskt at kalla kvinnur, sum taka abort, fyri drápsfólk, mordarar, týnarar, nazistar o.a. ótespiligt.
Og eg haldi, tað er nógv meira kýniskt við lóg kanska at tvinga kvinnur aftur til tíðina, har nógvar kendu seg noyddar til at bróta teirra graviditetir av á loyniligar, ólógligar og lívshættisligar mátar.
Eg vil fara so langt sum at siga, at um tey, sum eru fyri at tvinga kvinnur til at fullføra óynsktar graviditetir, ikki kunnu garantera, at børnini fáa eitt gott og virðiligt lív – og ikki kunnu vísa á heilt ítøkiligar, praktiskar og realistiskar loysnir, sum garantera hesum børnunum eitt gott lív í hvørjum einstøkum føri – ja, so ivist eg stórliga í, hvussu nógv tey sjálvi veruliga virða hesi fostrini, tey siga seg vilja verja – og hvør veruliga er mest “kýniskur”.
Nei, kvinnan veit best sjálv, hvat hon er før fyri ella ikki, og tað má tí eisini vera kvinnan sjálv, sum ger av, hvat skal henda, og ikki onnur/samfelagið, tí tað er hon, sum skal leggja kropp – og alt sítt lív – til.
Tí gangi eg inn fyri fríum vali, samstundis sum eg haldi, at vit mugu gera alt fyri, at kvinnur ikki koma í støður, har tær kenna seg noyddar til at velja abort.
Hví velja kvinnur fosturtøku?
- Eg eri fyri Becky, sum tá hon verður skannað í tjúgundu viku, finnur út av, at tað barnið, sum hon gleddi seg so nógv til at seta í verðina, ikki hevur ment lívsneyðug gøgn.
- Eg eri fyri Susan, sum varð valdstikin á veg heim frá arbeiði, og sum ein mánaða seinni skelkað má staðfesta, at álopsmaðurin hevur plantað sítt fræ í hana, nú hon sær, at úrslitið á gitnaðartestini vísir ‘positivt’.
- Eg eri fyri Theresu, sum fer at bløða, tí hol kemur á móðurkøkuna, ið noyðir foreldur hennara, mannin og børnini til at taka ta ógjørligu støðuna, um lívið hjá henni ella hjá hennara ófødda barnið skal bjargast.
- Eg eri fyri lítlu Cathy, sum fær sítt sakloysi skrætt burtur av einum, sum hon átti at kunnað litið á, og hvørs 11 ára ungi kroppur ikki er nóg búgvin til at bera avleiðingarnar av hesi svikagerð.
- Eg eri fyri Melissu, sum av tí at maður hennara valdi at rýma frá henni, røkir tvey størv fyri bara at fáa endarnar at røkka saman, og sum nú má velja ímillum at seta enn eitt barn aftrat í verðina til fátækradømi og svongd, ella at hava nóg mikið av mati at bjóða børnunum, sum hon longu hevur.
- Eg eri fyri Brittany, sum má viðurkenna, at hon á ongan hátt – hvørki fíggjarliga, kensluliga ella fysiskt – er før fyri at uppala eitt barn.
- Eg eri fyri Emily, sum fekk gitnaðarviðgerð, ið endaði við, at seks egg blivu gitin, og sum nú noyðist at velja at minka um talið av gitnum eggum fyri at tryggja sum best, at hon sjálv og eftirverandi fostrini kunnu koma frá tí við lívinum.
- Eg eri fyri Jessicu, sum ENDILIGA hevur fingið styrkina at rýma frá sínum fysiskt harðliga manni, einans fyri at finna út av, at hon ber fostrið hjá beistinum undir belti.
- Eg eri fyri Vanessu, sum eftir at hava roynt at blíva uppá vegin í áravís, fer til kanningar, einans fyri at fáa staðfest, at einki ljóð er at hoyra, har sum hjartasløg áttu at verið.
- Eg eri fyri Lindsay, ið gongur í miðnámsskúla, og sum missur moydómin, men har hol kemur á hítina, og sum nú má velja ímillum, um hon skal vera ung tannáringa-mamma ella bara vera tannáringur.
- Eg eri fyri Courtney, sum júst nú hevur funnið út av, at hon er í trettandu viku, men at eggið ongantíð er komið úr egggørnunum, so hon má velja ímillum fosturtøku ella vera í vanda fyri at doyggja av innari bløðingum.
- Eg eri fyri lívi (Pro-Life).
- Fyri teirra lívi.
- Fyri kvinnulívi.
Hvat hendir við kvinnum, sum fáa noktað abort?
Summi halda uppá, at kvinnur sum taka abort, fáa mein av hesum. Hetta verður brúkt sum argument móti fríum vali. Eg skal ikki siga, at onkur ikki kann fáa sálarligar ella aðrar løstir av at velja abort (men kanska serliga, tí onnur kalla tær “mordarar”!)
Men fáa allar kvinnur, sum taka abort, mein av avgerðini, tær hava tikið? Hvussu nógvar kvinnur angra abortin í veruleikanum? Hvørji er langtíðar árinini á lívið hjá kvinnunum, um tær fullføra graviditetin í mun til, um tær ikki fullføra graviditetin? Hvat vísa kanningar?
Eg vil viðmæla øllum at hyggja at hesi TED-talk røðuni hjá Diana Greene Foster um, hvat hendir við kvinnum, sum antin fáa játtað ella noktað at fáa abort:
…
#fríttval #fosturtøka #kvinnur #kvinnurættindi #mínkroppur #míttval #mínkroppurmíttval #heilsutrygd
#prochoice #abort #women #womensrights #mybody #mychoice #mybodymychoice #promedical #roevwade