HEINESEN.info

Maðurin í oyðimørkini

Lat meg siga tær søguna um mannin í oyðimørkini. Hetta er ein sonn søga. Nei, tvætl, kanska ikki heilt, men kortini. Hetta er ein søga, sum eg fann uppá fyri mongum árum síðani, íblást av einum dreymi, sum eg hevði, har eg ætlaði at gera eina skemtisøgu burturúr, tí tað var ein stuttligur dreymur. Eitt sindur seinni skilti eg, hvussu nógv moralan í søguni rakar seymin á høvdið, tá vit hugsa um, hvussu – ella á hvønn hátt nógv menniskju møta verðini. Á tann hátt ber til at siga, at kjarnin í søguni ber sannleika í sær.

Søgan snýr seg um ein mann, sum gongur í oyðimørkini. Hann er vilstur. Og hann er øgiliga tystur. Men hann hevur einki vatn eftir at drekka. Tíðin gongur, og hann gerst bara alt meira tystur. Hann leitar og leitar eftir onkrum at sløkkja sær tostan við. Men hann er jú í eini oyðimørk, har tað nærum er ógjørligt at finna vatn.

Beint áðrenn tostin verður næstan ótolandi, fær hann knappliga eyga á eini hús langt burturi heilt har úti í sjónarringinum undir einum pálmatræ. Har eigur at vera vatn at drekka! hugsar hann glaður.

Fyrst kennir hann ein stóran lætta bara við tankan um, at nú fer hann endiliga at kunna sløkkja henda ræðuliga tostan. Hann gleðir seg ómetaliga nógv til kensluna, tá vatnið fer at renna niður í vælindið. Hann fyllist av nýggjari orku, meðan hann hugsar um hetta, og gongur nú skjótt yvir móti húsinum.

Men meðan hann gongur, kemur órógv á hann. Hugsa sær nú um hatta húsið bara er ein hvørvisjón? Men nei, hann kemur nærri, og húsini og pálmatræið hvørva ikki. Tað eru eini verulig hús. Hann kennir aftur lætta. Men eftir eina løtu kemur órógv á hann aftur.

Hugsa sær nú, um eingin er í húsinum, og hurðin er læst? Hugsa sær nú, um einki vatn er har inni kortini? Ella hugsa sær nú, um onkur ER í húsinum, og at tey HAVA vatn, men at tey ikki vilja geva honum loyvi til at drekka av tí?!

Hugsa sær, um tey vísa honum frá sær við hurðina og bara blaka hann út aftur? Hugsa sær, um tey vilja forða honum í at fáa nakað at drekka? Óttin gnagar, og sveittin byrjar at spríkja við tankan um hetta stóra vónbrotið.

Hjartað bankar hart í bróstinum. Hann roynir at leggja sær eina ætlan um, hvat hann skal siga og gera, um hasi fólkini, sum kanska eru í hasum húsinum, veruliga hava tann frekleika, at tey nokta honum rættin at drekka av lívgevandi vatninum. Skal hann veruliga lúta so lágt, at hann noyðist at bidda um vatn frá teimum?

Í hugaheiminum sær hann fyri sær, hvussu hann stendur uttanfyri og bankar og bankar á hurðina alt meira sansaleysur og roynir at biðja og bøna fólkini har inni um náði, meðan tey bara látast hvørki at hoyra ella síggja hann. Hugsa sær til, um tey fara at eyðmýkja hann so nógv?!

Maðurin er nú komin næstan yvir til húsini. Hann sær, at ein kamelur stendur bundin uttanfyri. So onkur er inni í húsinum. Men hann verður als ikki glaður av hesum, tí hann er so fullur av illgrunasemi og ótta fyri, hvat fólkini har inni kunnu finna uppá. Óttin fyri ikki at fáa tað, sum hann so ómetaliga fegin vil hava, hevur tikið valdið á honum.

Hví sita tey eisini bara har inni, sum um alt er í fínasta lagi? Hvussu kunnu tey loyva sær at sita og hugna sær innanfyri hurðina, meðan fólk líða neyð uttanfyri?

Hann leggur til merkis, hvussu ótolandi tostin kennist nú. Harragud, sum verðin er órættvís! hugsar hann. Hví skal eg tola hesa pínslu? Hann øsir seg alt meira, tá hann hugsar um hesi ignorantu, arrogantu, egoistisku og óvinaligu fólkini harinni, sum heilt víst fara at nokta honum hansara mannarættindi. Ja, hvat f…. billa tey sær inn?!! Hvørji halda tey seg vera?!

Hann er nú komin heilt yvir til hurðina, um at gerast púra svakur av tosta, maktaloysi og vónsvikakenslu. Hann andar tungt og drálar eitt sindur, áðrenn hann avgjørdur tekur í durahandtakið og snarar tí. Hurðin er opin, og við ein brest letur hann hurðina upp á víðan vegg. Við allari orkuni, sum hann yvirhøvur hevur eftir í sær, geylar hann froysandi eftir teimum gánandi fólkunum inni í húsinum:

“VITA TIT HVAT?!! TIT KUNNU FANINME EIGA TYKKARA FORBANNAÐA ROTNA VATN FYRI TYKKUM SJÁLVI!!!”

So brestir hann hurðina aftur, nærum deyður av tosta, men gongur kortini fattur avstað, errin av, at hann tordi at tala fyri seg og siga bart út, sum var, at hann ikki vildi finna seg í at niðra seg fyri slíkum idiotum og bidda um nakað frá teimum…!

….

Á ja… Soleiðis kann ótti og stoltleiki forða okkum í at fáa júst tað, sum vit ynskja okkum allarmest. Í staðin fyri stillisliga og róliga at biðja um tað, vit vilja hava, so lata vit okkum fylla upp av ótta og brúka alla okkara orku í okkara egna dramblæti (ella “býttstoltleika”) uppá at byggja verjugarðar, sum í veruleikanum gerast tær størstu forðingarnar fyri okkum sjálvi.

Søgan tekur fleiri spurningar upp: Er verðin veruliga so ónd, sum vit onkuntíð halda, at hon er? Ella er tað bara okkara egni ótti, ið talar? Hvat er tað, sum vit øsa okkum so nógv um? Hvat er tað, vit royna at verja okkum so innetið ímóti?

Tá vit ynskja nakað so ómetaliga nógv, kann gróðrarbotnur leggjast undir nógvum ótta fyri øðrum og ótta fyri ikki at fáa tað, soleiðis sum vit vilja hava tað.

Men tað kann vera vandamikið at trúgva sínum egnu tonkum. Tankarnir kunnu leiða ein inn í óskynsamar og sjálvsspillandi blindgøtur, tá teir byrja at skapa sín heilt egna “veruleika”, sum kanska als einki hevur at gera við veruliga veruleikan.

Søgan leiðir fram til eitt slag av moralu. Eg haldi, at tað grundleggjandi finnast tveir mátar at møta verðini:

1. Tú kanst møta verðini við misáliti – ella
2. Tú kanst møta verðini við áliti.

Sama um tú velur ein máta ella hin, so hevur tað sera stóra ávirkan á, hvussu tú fatar og upplivir verðina.

Velur tú fyrru áskoðanina, eru sannlíkindini stór fyri, at tú gevur upp frammanundan, tí tú roknar ikki við, at tað er ómakin vert kortini. Tú letur tín ótta koma ímillum teg og hini og ert skjót/ur at gera tínar egnu niðurstøður um, hvat hini halda og føla, uttan at spyrja tey sjálvi, hvat tey veruliga meina. Og afturfyri krevur tú, at onnur fyrst skulu gera seg verd til tína virðing, áðrenn tú sjálv/ur torir at vísa teimum nakað álit og somu virðing, tú krevur av teimum. Men tá hini merkja, at tú ikki hevur álit á teimum, og at tú longu hevur gjørt tína døming av teimum, kenna tey seg ikki hoyrd av tær, og so økist vandin fyri, at tað endar við ósemju og stríði tykkara millum – og/ella at tey taka frástøðu frá tær, sum aftur bara játtar tað, sum tú longu helt: at fólk ikki eru verd at hava álit á. Tað gerst ein sjálvsuppfyllandi spádómur.

Velur tú seinnu áskoðanina, so hevur tú álit á øðrum, til tað øvuta er prógvað. Tú roynir at skilja onnur við at hyggja at fakta, heldur enn at lata teg stýra av kenslubornum innskotum her og nú. Og tú vilt heilt av tær sjálvum royna at skapa virðing og álit millum teg og onnur í viðurkenning av, at tú sjálv/ur hevur medábyrgd fyri góðum viðurskiftum við tíni medmenniskju. Harvið økist møguleikin fyri, at tú eisini upplivir oftari, at sínamillum virðing veksur fram, sum aftur økir um møguleikan fyri, at tíni viðurskifti við onnur verða merkt av meira javnvág og samljóði.

Hvørja áskoðan vilt tú helst velja?


P.S.
Nú kann vera, at onkur er forvitin eftir at vita, hvat hendi við manninum í oyðimørkini. Eingin veit. Men tveir møguleikar eru:

  1. Blivu fólkini í húsunum so ill við hann, at tey lótu hann tí fara einsamallan enn longur út í oyðimørkina, har hann endaði við at doyggja av tosta í djúpasta einsemi og vónloysi?
  2. Ella vóru fólkini inni í húsunum so blíð, góð og vinalig, at tey skiltu, hví hann reageraði so, og tí komu rennandi aftaná honum fyri at blíðka hann og geva honum vatn, so hann yvirlivdi – og síðan gjørdist besti vinur við tey í takksemi?

Eg velji at trúgva tí seinna møguleikanum. 🙂