Føtur verða settar í spenni, fólk fáa óttaherðindi og berjast við nev og klóm ímóti, at samkynd skulu fáa sama rætt sum aðrir borgarar til at giftast við teirra makum við teim sivilu skyldum og rættindum, sum harvið fylgja. Broytingin skal eitast fyri at ørkymla fatanina av hjúnabandinum sum stovni. Víst verður á, at hetta gongur móti aldargamlari siðvenju, ja, sjálvt ímóti grundarleggjandi náttúruskipanini, soleiðis sum Várharra hevur skapt hana.
Misteinkiliga ógvuslig mótstøða
Nógvar ræðumyndir verða manaðar fram. Tosað verður um eina sonevnda glíðibreyt, sum førir til, at fólk t.d. fara at hava fleiri hjúnafelagar í senn, ella at systkin fara at giftast, ella at fólk fara at giftast við djórum. Alt grundarlagið undir samfelag okkara fer í knús, lata vit hetta henda, siga tey, uttan at nakar á nakran hátt kann vísa á dømi um, at hetta er hent nakrastaðni, har samkynd hava havt henda lógliga rætt í mong ár.
Tað er øtuligt, hvussu nógv orka verður brúkt uppá at vísa bæði til halgubók, søguna, eina hypotetiska framtíð, lógartekstir og mangt annað, sum eftir øllum at døma skal ‘prógva’, at tað er ókristiligt, ósømiligt og alt møguligt annað ringt at geva samkyndum hesi borgarligu rættindi. Mótstøðan er so ógvuslig, at hon næstan virkar misteinkilig.
Onkur ákærir enntá tey, sum fegin vilja geva samkyndum rætt til at gifta seg, fyri at diskriminera, ja, beinleiðis kúga tey, sum eru ímóti – sum um tað eru tey, ið eru offrini her. Men sannleikin er, at eingin tvingsil verður kroystur yvir høvdið á nøkrum fyri tað, um hjúnabandslógin loyvir samkyndum at giftast.
Skálkaskjól fyri diskriminatión
So satt at siga, minnir alt hetta mest av øllum um desperatión hjá teimum, sum eitt ella annað stað tykjast kenna á sær, hvussu innanholaðar teirra egnu grundgevingar ljóða, tí eingi av mótargumentunum móti samkyndum hjúnalag virka sannførandi. Eingin hevur enn megnað – við fáum orðum – veruliga at rættvísgera, hví samkynd IKKI skulu hava rætt til borgarliga vígslu, og hví mismunur skal gerast á samkyndum og hinkyndum í hesum høpi.
Allur tann drúgvi orðafloymurin við grundgevingum hjá mótstøðufólkunum móti vígslu av samkyndum virkar allarmest sum ein rúgva av uttanumtosi, har ávísingar til átrúnað, siðvenju o.a. mest tykjast brúktar sum undanførslur ella skálkaskjól fyri ikki at unna samkyndum somu rættarstøðu, sum onnur hava.
Hetta er enn eitt gott dømi um, hvussu – summi – sokallað kristin hava lyndi til at blanda tað andaliga og tað verðsliga saman í ein ellubita, og halda at tað gevur teimum rætt til at nokta øðrum borgarlig rættindi. Sum um átrúnaður í sær sjálvum náttúrligt gevur nøkrum framíhjárættindi til at gera av, hvat skal galda fyri øll onnur. Men ivasamt er, hvussu ‘kristiligt’ tað er, at gera mismun á fólki.
Kristin virði eru so ymisk
Samfelagið byggir á kristnu virðini, verður ofta sipað til, men tað merkir ikki, at ávísur átrúnaður skal kunna diktera lógirnar, sum byggja landið. Lóg skal byggjast á rættvísi – tvs. at øll skulu vera líka fyri lógini – og ikki á ávísa trúgv hjá nøkrum fáum. Trúgv er lógini óviðkomandi.
Hvar er rættvísið í, at ein ávís átrúnaðarlig og trong fatan av hjúnabandinum framhaldandi skal verða staðfest við lóg? Hví skal ein minniluti við eini ávísari trúgv hava rætt til at seta upp reglur, sum skulu vera galdandi fyri bæði trúgvandi og ikki trúgvandi? Nei, reglur viðvíkjandi borgarligum rættindum hoyra verðsliga heiminum til – ikki andaliga heiminum.
Skulu vit endiliga tosa um trúgv og kristin virði, hvat so við teimum, sum trúgva, at kærleiksboðskapurin er størstur av øllum í kristindóminum? Hvat við teimum kristnu, sum trúgva, at í mun til sannan kærleika er kynið undirorðnað? Hvat við teimum, sum trúgva, at so leingi fólk elska hvørtannað av reinum hjarta, áttu tey at havt rættin til at liva saman sum hjún fyri lógini, um tey ynskja tað? Skulu hesi trúgvandi so eisini kunna krevja, at atlit skal takast at teirra trúgv?
Eingin trúgv einkarrætt yvir aðra
Stendur tað til tey, sum vilja innrætta hjúnabandslógina eftir trúnni, so mugu øll jú innrætta seg eftir eini ávísari trúgv – eisini tey, sum trúgva nakað annað. Tað ber jú ikki til at taka atlit at fleiri trúarfatanum í senn. Fólk, sum kalla seg trúgvandi og vilja hevja teirra egnu trúgv til lóg, skerja sostatt í veruleikanum trúarfrælsið hjá øðrum. Tað førir ikki til nakað gott, sum vit hava sæð ræðandi dømi um í teimum londum, har trúgv verður sett yvir lógina.
Men vit hava tíbetur (vónandi enn) trúarfrælsi í Føroyum. Hetta merkir m.a., at eingin trúgv skal kroystast yvir høvdið á nøkrum. Nettupp tí skal eingin ávís trúgv hava einkarrætt fram um aðra trúgv til – við lógarteksti – t.d. at gera av, hvørji skulu kunna liva saman sum hjún og hvørji ikki.
Tey, sum tvíhalda um at brúka trúnna sum leiðreglu fyri lógarsmíð, máa í síðsta enda støðið undan trúarfrælsinum. Hetta má tí undir ongum umstøðum gerast til ein spurning um trúgv. Einasta atlitið, lóggevarar hava skyldu til at taka, er, at allir borgarar skulu vera líka fyri lógini. Alt annað er órættvíst – og tí lógini óviðkomandi.
Fólksins meiriluti tekur undir við samkyndum hjúnalag
Fólk hava sjálvandi rætt til at hava ymiskar persónligar fatanir av, um hjúnalag millum samkynd er moralskt rætt ella skeivt, men vit liva í einum demokratiskum samfelag, har fólk hava rætt til at liva, sum tey vilja, uttan at onnur skula blanda seg – so leingi sum tað ikki beinleiðis skaðar nakran annan.
Tí eru tað mong, sum ikki við sínum besta vilja duga at síggja nakað rættvísi í við lóg at nokta samkyndum frælsið til at velja at lata seg víga til sín maka. Veruleikin er, at líkamikið hvørja trúgv ella hvørja siðvenju, vit higartil hava havt, eru tað nógv í hesum landi, sum IKKI longur hava tað fatan, at hjúnabandið einans skal vera millum mann og kvinnu, men at eisini pør av sama kyni eiga at kunna gerast hjún, um tey ynskja tað – við teim rættindum og skyldum, sum fylgja við hjúnabandinum.
Sambært Gallup, tekur ein stórur meiriluti av føroyska fólkinum undir við hesum. Tey flestu duga jú at síggja, at hetta ikki hevur ført til katastrofur í teimum londum, har hjúnalag millum samkynd higartil er loyvt. Heldur tvørturímóti.
Einasta skilvísa er at lata øll vera líka fyri lógini
Øll grundgeving, sum ikki tekur støði í, at øll eru líka fyri lógini, men vil gera mismun á borgarum við ávísing til átrúnað, siðvenju ella aðrar meira ella minni kensluligar, irrationellar lívsáskoðanir, hevur einki við rættvísi at gera og fellur tí til jørðina – í øllum førum í mun til lógarsmíð.
Tað einasta skilvísa er tí at atkvøða fyri, at hjúnabandslógin gevur samkyndum sama rætt, sum aðrir borgarar hava, til at ganga saman í hjúnalag. Vónandi vinnur skilvísið í løgtinginum í dag.