HEINESEN.info

Eitt hjartasuff um Feysbukka-atferð

Nethapparar

Tað tykist sum um ein óheppin tendensur er við at vinda uppá seg á Facebook, har fólk brúka miðilin til at skelda inn á hetta og hatta við sera negativum og ofta stak illa undirbygdum páhaldum. Streymurin av ónøgdum, østum ella illum viðmerkingum her á Facebook virkar møðandi. Hvat skal tað vera gott fyri? Er slík atferð á sosialum miðlum í lagi?

Til ber ikki at krevja, at alt, sum fólk skriva á Facebook skal vera viðkomandi, áhugavert ella upplyftandi fyri øll onnur. Meira ella minni (ó)viðkomandi viðmerkingar eru eisini til at liva við, um tær ikki skaða nakran annan. Men hvar gongur markið? Nær gerst tað skaðiligt?

Hava fólk skyldu til at bera seg fólkaliga at á Facebook? Hvat kann ikki góðtakast? Helst er tað individuelt, hvat fólk halda er í lagi ella ikki er í lagi á einum miðli, har markið millum tað privata og tað almenna er so ógreitt. Men onkuntíð tykist tað, sum um fólk halda seg kunna loyva sær nógv meira Facebook, enn tey annars loyva sær. Ganga fólk soleiðis og grenja á sama hátt, hvørja ferð tey fara út at møta øðrum? Neyvan. Hví man tað so vera so á Facebook?

Er grenj skaðiligt?
Men líkamikið hvar markið gongur, so kenni eg meg eftirhondini ikki so sjáldan næstan “misbrúkta”, tá Facebook verður brúkt til at reint grenj og til at reypa sær av sínum fordómum – ofta so illa undirbygdir, at teir heilt greitt hava nógv meira við fólk sjálvi at gera enn við sjálvt evnið, sum tey tosa um. Eg má viðganga, at eg haldi, at tað kann vera rættiliga troyttandi ósjálvboðin at skula vera vitni til streymin av illsinnisglepsum, ið als einki siga mær, men sum eg noyðist at taka við, um eg skal fáa alt tað góða við, sum hóast alt er á Facebook eisini – tíbetur!

Grenjið skaðar meg kanska ikki beinleiðis, men serliga hugaligt er tað ikki. Í besta føri ger tað meg bara í ringum lag. Í ringasta føri kann eg fáa ein ringan smakk í munnin av at síggja, hvussu innari svínahundurin spennir seg út og spjaðir smittuna so mikið, at tað onkuntíð uttan iva veruliga kann skaða onkran óbótaliga.

Misskil meg ikki. Tað er ikki tí, at eg haldi, at einki er at vera ónøgdur við her í samfelagnum. Tað er heldur ikki tí, eg haldi, at fólk ikki kunnu loyva sær at orða sína ónøgd um hetta og hatta. Tað er als ikki tað, eg sigi. Eg sigi bara: Vælsignaði verið tykkum, tit illu feysbukkar. Gloymið ikki, at tað ER ikki heilt innanfyri privatar karmar, at tit skriva. Facebook er meira ella minni alment, so varið tykkara munn. Bæði av atliti til tey ella tað, tit tosa um, men eisini av aliti til tey, sum skulu lesa.

Torført at verja seg ímóti
Soleiðis sum Facebook er innrættað í løtuni, so er torført at skilja ímillum tilfarið og síðla alt frá, sum kanska ikki er so viðkomandi fyri ein. Nógv duga heldur ikki at brúka møguleikarnar fyri at síðla frá, so tey fáa bara ALT bóltandi niður eftir timeline’ini hjá sær. Tað er torført at verja seg ímóti, at onnur turka sínar egnu persónligu frustratiónir av á okkum onnur, ið illa kunnu síðla slíkt frá, um vit ynskja at taka lut í sosiala virtuella lívinum á Facebook.

So tað hevur týdning, hvussu tónin er í tí, sum verður skrivað. Tí vil eg viðmæla øllum, sum hava lyndi til at øsa seg, at hugsa seg um. Kanska kann ein spyrja seg sjálvan, áðrenn ein fer at oysa gall út á Facebook: Hvat fái eg burturúr at skriva soleiðis, sum eg geri? Hvat fáa onnur burturúr tí? Skrivi eg fyri at royna at bøta um okkurt ? Ella er tað bara fyri at sleppa at grenja – og helst fáa onkran annan at grenja saman við mær, so vit kunnu stuðla hvønnannan í grenjinum um, hvussu vánaligt okkurt er?

Kann menna seg til happing
Hvat er endamálið við at luttaka í einum grenjikórið, har øll eru so rørandi samd um, hvussu ómetaliga vánaligt hetta og hatta er? Fái eg nakað burtur úr tí, annað enn eina stuttskygda nøktan av míni egoistisku trongd til at fáa forloyst mína persónligu øsing? Men hvussu munnu míni gleps raka onnur? Kann eg risikera at vera við til at øsa ein stemning upp, sum fær avleiðingar fyri onkran, sum tey ikki hava uppiborið?

Er tað ikki at samanbera nærmast við happing – soleiðis hálvalment – at tosa ljótt um onnur ella um okkurt, onnur gera? Stór sannlíkindi eru fyri, at tey, sum grenjað verður um, lesa tær negativu viðmerkingarnar, sum kunnu raka onkran meint – serliga tá viðmerkingarnar eru illa undirbygdar. Hvussu hevði eg sjálv/ur havt tað, um eg las nakað líknandi um meg sjálva/n ella um okkurt, eg hevði gjørt mær ómak við?

Hví fari eg ikki heldur beinleiðis til tann, sum hevur ábyrgd av tí, eg eri ónøgd/ur við? Hví havi eg slíka trongd til at skelda og lamentera her á Facebook um tað framman fyri øllum mínum FB-vinum (og teirra FB-vinum), har av tey flestu kanska einki vilja hava við tað at gera, sum eg skeldi um? Er tað neyðugt at órógva onnur við tí?

Innantómar atfinningar nyttuleysar
Tað er alt í fínasta lagi við atfinningum, um atfinningarnar eru væl undirbygdar og konstruktivar. Um fólk eru ónøgd við okkurt og hava hug at siga hetta við onnur, so máttu tey – sum tað minsta – gjørt sær tann ómakin at komið við konstruktivum og frameftirvísandi kritikki, sum gevur teimum, ið funnist verður at, ein tjans til at læra nakað og betra seg. Tað kann kanska enntá íbirta til eitt gott og tiltrongt kjak.

Men koyr á bláman við øllum hesum sjálvsøkna innantóma gallinum og gorinum og skeltingini av fordómum, sum tað tykist sum um, at alt fleiri hava hug at (mis)brúka Facebook til. (Eg fari ikki at nevna ítøkilig dømi, tí ætlanin er ikki at leggja eftir ávísum persónum – bara at tosa um eitt yvirskipað rák). Heilt erligt – hví (mis)brúka sínar “vinir” – aðrar feysbukkar – til at turka sín nyttuleysa negativitet á? Hví skal tað ganga út yvir onnur?

Eg havi bara hug at siga, sum onkur segði: Hevur tú als einki gott at siga, so halt heldur tátt!