National Geographic Traveler skýrdi Føroyar at vera besta, mest óspilta oyggjalandið í heiminum. Tað er ikki uttan orsøk, at ein slík kanning er vorðin almannakunnngjørt júst hesi árini, og at eitt land sum Føroyar endar á ovastu rók. Elin Brimheim Heinesen hugleiðir um, hví rákið hóast alt er til fyrimuns fyri Føroyar, og hvat tað merkir fyri framtíðar ferðavinnumøguleikar í landinum.
Hóast ein ávís afturgongd tykist at vera í ferðafólkatalinum til Føroya beint í løtuni, so vænti eg, at gongdin vendir aftur, men bert um føroyingar seta seg inn í og duga at lofta alheimsrákinum beint nú. Tað er ikki ógjørligt at venda gongdini, tí eitt vaksandi tal av ferðafólkum leita eftir øðrvísi, meira óspiltum og tryggum ferðamálum. Tey ynskja at koma burtur úr dagliga trummirumminum eina løtu, seta ferðina niður og sleppa sær undan eini larmandi, hóttandi og dálkaðari verð, sum bara tykist at mala skjótari og skjótari.
Fleiri og fleiri ynskja at ferðast til upprunakend, náttúruvøkur støð, har tey fáa frið at brúka allar sansir, so tey kenna seg meira frísk og livandi – anda djúpt og bara síggja, merkja, lurta, lukta og smakka. Tey ynskja at fáa frískan íblástur og at seta ferð á hugflogið og skapanarhugin. Tað finnast ikki so nógv ferðamál longur, sum kunnu møta øllum hesum krøvum. Men Føroyar hóska sum fótur í hosu til tørvin og hava tí allar møguleikar fyri at gerast eitt “trendy” ferðamál, um føroyingar bara duga at gagnnýta eftirspurningin úti í heimi til egnan fyrimun.
Í sambandi við seinasta ferðavinnukjakið í miðlunum, umframt sokallaða vakstrar- ella ‘kreppupakkan’, har politikkarar nú lova at seta pengar av til marknaðarføring av Føroyum m.a. sum ferðaland, hevur undirritaða hug at koma við nøkrum hugleiðingum um, hvussu hetta kann gerast, nú eg ikki longur havi ábyrgd fyri almennu umsitingini av m.a. ferðavinnu. Vónandi kann mítt íkast tó enn koma framtíðar ferðavinnu í Føroyum til góðar.
Hvat onnur siga um Føroyar
Tá ein av heimsins fremstu serfrøðingum í tjóðarbranding, Simon Anholt, varð spurdur av einum ritstjóra frá Bradt’s Travel Guides, heimsins størsta ferðabókaforlag, um hann vildi geva sítt íkast til eina ferðaleiðbeiningarbók um Shangri La (eitt land bert til í søgnum) segði hann: “Eg síggi Føroyar sum sagnarlandið Shangri La í 21’ndu øld”. Tað er als ikki óvanligt at hoyra útsagnir sum hesa og sum ta, ið tann australski journalisturin Eric Campbell frá australsku sjónvarpssendingini “Foreign Correspondent”, segði: “Burtur av leið og undrunasamt hugfangandi síggja oyggjarnar út sum okkurt úr eini fornnorrønari søgn”. Hann segði eisini: ”Føroyar kunnu væl gerast heimsins næsta land!” (The Faroe Islands could very well be the world’s next country!) Harvið meinti hann, at Føroyar fóru kanska í næstum at gerast eitt tað mest spennandi landið í heiminum at ferðast til.
Í eini New York Times grein í 2007 við yvirskriftini: “Into the Mystical Unreal Reality of the Faroe Islands” (Inn í gandakenda óveruliga veruleikan í Føroyum), lýsir høvundurin Føroyar sum “the most curious place left on earth” (tað mest forvitnisliga landið, sum er eftir í heiminum). Journalisturin Stephen Metcalf lýsti sína fatan soleiðis: “Føroyar eru sanniliga tað mest stemningsfulla og vakrasta staðið, eg nakrantíð havi verið”. Onnur úttrykkja tað við orðum sum “otherwordly” (sum úr øðrum heimi) ella sum “Lord of the Rings-country” (Land Ringanna Harra) og onnur aftur sum “The Grand Canyon í Norðuratlantshavi”.
Bestu oyggjar í heiminum
Hóast nógvir útlendingar halda, at Føroyar eru heilt serstaka vakrar og spennandi sum ferðamál, eru Føroyar enn ikki at síggja í nógvum ferðakatalogum. Hetta kann tó møguliga fara og broyta seg, tí National Geographic Traveler skýrdi Føroyar at vera tær bestu og mest dragandi oyggjarnar út av 111 oyggjasamfeløgum í heiminum – frammanfyri Azorurnar, Bahama Oyggjarnar, Hawaii, Ísland og eina rúgvu av øðrum fantastiskum oyggjasamfeløgum. 522 ferðaserfrøðingur komu fram til hetta úrslitið seint í 2007. Ein líknandi kanning verður ikki gjørd í bræði aftur, so henda kanningin verður tí galdandi nógv ár fram. (sí http://www.nationalgeographic.com/traveler/features/islandsrated0711/islands.html)
Hetta hevur givið Føroyum ómetaliga virðismikið lýsingarvirði. Men harvið eru ikki allar súður syftar.
Møguligir vandar fyri framman
Føroyar eru eitt pinkalítið land, har fá fólk búgva. Tað merkir við øðrum orðum, at føroyingar í mun til onnur lond hava sera avmarkaða fíggjarliga orku til at marknaðarføra seg. Tað er fremsta orsøkin til, at landið er so ókent. Men føroyingar hava tó ein stóran fyrimun – tí Føroyar á mangan hátt hava eitt ríkari og óspiltari náttúru- og mentanartilfeingi at bjóða enn so nógv onnur lond. Størsti parturin av heiminum hevur bara ikki rættiliga so nógvar møguleikar fyri at fáa eyga á tað.
Hóast veðurlagið í Føroyum er avbjóðandi, eiga føroyingar ikki at undirmeta atdráttarmegina, sum Føroyar kunnu hava, um tær vóru sjónligari – eisini hóast ferðafólkatalið beint nú sær út til at minka. Rákið kann skjótt venda aftur. Eingin veit, um ella nær okkurt hendir, sum setir Føroyar á heimskortið, sum kann føra til, at landið kemur uppá móta at ferðast til. T.d. at føroyingar fáa ein kendan ‘ambassadør’ – eins og Bjørk er ambassadørur fyri Ísland ella ABBA hevur verið tað fyri Svøríki.
Sjálv haldi eg, at Føroyar hava sera góðar møguleikar fyri at menna eina lønandi ferðavinnu. Hetta hoyri eg útlendingar, sum hava verið í Føroyum, siga í heilum. Teir síggja nógvar óbrúktar møguleikar. Men ynskja føroyingar at brúka hesar møguleikar? Hvat slag av ferðavinnu ynskja føroyingar? Er t.d. hópferðavinna í Føroyum ynskilig?
Viðkvæmar oyggjar
Tað er týdningarmikið at minnast til, at av tí at oyggjarnar eru so smáar, eru tær eisini sera viðkvæmar, so sum National Geographic Traveler eisini hevur gjørt vart við. Føroyingar kunnu skjótt spenna bein fyri sær sjálvum og missa tjansin fyri at gagnnýta góðar møguleikar, ið standa teimum í boði, um fólk byrja at selja ov nógv út av tí, sum landið hevur, ov skjótt. Tað hevur stóran týdning at gera alt fyri at sleppa undan at gera mistøk, har ikki vendst við aftur, tí tey mistøk føroyingar gera í dag, kunnu sera skjótt føra til, at júst teir fyrimunir, sum gera Føroyar so serstakar og dragandi beint nú, fara fyri skeyti.
Undir øllum umstøðum er neyðugt at fyrireika seg og leggja lunnar undir framtíðar ferðavinnu. Men fyrst mugu týdningarmiklir spurningar svarast, so sum: Hvussu nógv ferðafólk kunnu oyggjarnar rúmast? Nær eru tey so nógv, at tey órógva tey náttúrligu og mentanarligu upprunaeyðkenni, sum beint nú verða roknað sum bestu fyrimunir Føroya? Veðrið kann eingin gera nakað við, men til ber at ansa eftir tí tilfeingi, sum eyðkennir Føroyar, og sum er so serstakt, at tað verður roknað sum tað mest virðismikla føroyingar eiga – kanska serliga í annara eygum.
Sjálv vóni eg, at føroysk ferðavinna kann mennast til eina lønandi vinnu, men samstundis eisini til eina burðardygga og vistfrøðivinarliga vinnu, ið ikki oyðileggur virðismiklu og lutvíst óspiltu náttúruna og mentanina í Føroyum, sum teir 522 ferðaserfrøðingarnir á National Geographic Traveler eisini løgdu so stóran dent á. Tí hevur tað so stóran týdning at menna eina ferðavinnu, sum hjálpir føroyingum at varðveita sínar fyrimunir, sum Føroyar hava fram um onnur lond, og sum nógvir føroyingar sjálvir eisini elska og ikki ynskja at missa. Bera fólk seg skilagott at, eigur tað at bera til.
Ein vistfrøðivinalig og burðardygg ferðavinna
Hópferðavinna er neyvan realistisk at fara eftir. Hon er heldur ikki tað verd, um føroyingar ynskja at varðveita sinar bestu fyrimunir, sum teir skulu liva av eisini í framtíðini. Í longdini fæst best burtur úr at miða eftir hóskandi mongdum av tí slagnum av ferðafólkum, sum nettupp ikki ynskja “yvirturistað” støð, men fegin vilja gjalda meira fyri at vitja og uppliva “goymistøð”, har til ber at goyma seg burtur frá eini strongdari verð – og tó enn liva trygt og komfortabult.
Orsaka av heimsumfatandi veðurlags- og umhvørviskreppuni leggja fleiri og fleiri ferðfafólk alt størri dent á tað reina og óspilta, á burðardygd og vistfrøðiliga javnvág. Tvs. tey ynskja at ferðast til óspilt støð og ynskja ikki at ávirka ella broyta hesi støðini. Hesi ferðafólk vísa seg samstundis at vera tað slagið av ferðafólki, sum leggja lutvíst nógv fleiri pengar eftir seg. Tey velja tilvitað at leggja sínar pengar lokalt fyri at hjálpa lokalsamfelagnum á best møguliga hátt við at varðveita sín uppruna, tí tey ynskja, at tær mentanir og tann náttúra, tey vitja, verða varðveitt so væl sum gjørligt í sínum upprunalíki.
Upprunaleiki er vorðin ein veruliga eftirspurd mangulvøra í heiminum í dag. Her hava Føroyar fyrimun, tí landið er – við síni sterku siðvenju og serligu náttúru – lutvíst meira upprunakent og serstakt í mun til onnur lond. Tað var tí, at Føroyar gjørdist nummar eitt á listanum hjá National Geographic Traveler. Spurningurin er í hvønn mun føroyingar sjálvir framhaldandi ynskja at liva upp til heiðurin.
Hvør er atdráttarmegin?
Fyri einaferð enn at ímynda ta møguligu atdráttarmegina, Føroyar hava, og undirstrika, hví eg haldi, at talið av ferðafólkum kann vaksa munandi í framtíðini, so fari eg her at endurgeva, hvussu ein bólkur av surfarum hava lýst Føroyar: “Oydnar strendur. Ein ómetaliga vøkur náttúra. Fullkomnar aldur. Hetta er júst tað, ein og hvør surfari bara droymir um… Fyri tveimum árum síðani ferðaðist ein bólkur av surfarum norður til Føroya. Tað, sum teir funnu har, gjørdi teir púrasta ovfarnar. Fleiri hundrað kilometrar av fólkatómum sjóvarstrondum. 18 tímar langar surfing dagar, ein streymur av aldum, sum áhaldandi rullaðu inn á strendurnar norðan úr havi. Tær fantastisku myndirnar, sum fotografurin Ouhilal vendi aftur við, vístu, at Føroyar eru eitt slag av Hawaii’anskum paradísi, har sandstrendurnar eru skiftar út við grønt gras, hotellini við flagtaktar smáttur, og einastu áskoðarafjøldirnar eru seyðir á biti.”
Fyrilitarloysi kann oyðileggja møguleikar Føroya
Hetta er alt mikið gott – og surfarar eru helst ikki tey ringastu ferðafólkini at draga at sær. Tó so… um Føroyar fara at vekja alt størri ans millum surfarar og onnur fólk, sum hava lutvíst stóra ávirkan á alheimsrákið, so eri eg vís í, at størri fjøldir skjótt eisini gerast varug við hetta forkunnuga landið. Tíðindini kunnu skjótt ganga sum rótasúpan. Kend fólk kanska byrja at vitja. Og áðrenn fólk vita av tí, kunnu føroyingar fáa nakað, sum líkist einari innrás – ikki bara av surfarum, men eisini øllum møguligum øðrum, sum fylgja aftaná fyri at “herma” eftir sínum hetjum. Tað skal ikki altíð so nógv til, at ein nýggjur ‘móti’ fangar – bara hepni at gera tað rætta til røttu tíð.
Spurningurin er, hvat vit ynskja okkum. “Be careful what you wish for – it might come true” (Ansa eftir, hvat tú ynskir tær – tað kann gerast veruligt), siga fleiri útlendingar við føroyingar. Eingin veit tað við vissu, men núverandi støða kann broytast – kanska knappliga – júst sum íslendingar upplivdu tað fyri nøkrum árum síðani. Innrásin har broytti teirra samfelag, so tey í dag hava mist ein stóran part av teirra upprunaleika í eygunum á mongum, tí tey ‘rúsaðust’ av menningini og vóru ov ágrýtin eftir at broyta sítt samfelag til ein altjóða standard – nakað, sum nógv ferðafólk í dag lasta íslendingar fyri, og nógvir íslendingar sjálvir eru harmir um, tí teir kenna, at teir hava mist sína sál. Fleiri hava tí rátt føroyingum til ikki at gera tað sama. So spurningurin er, um føroyingar kunnu læra av teim mistøkum, íslendingar hava gjørt. Tað gevur jú Føroyum ein fyrimun ikki at vera sum Ísland.
Í løtuni er ferðavinna tó ikki nøkur serliga lønandi vinna í Føroyum. Hetta ger tað torført at sannføra (summi) fólk í ferðavinnuni um, at tað ikki er líka mikið, hvussu Føroyar verða seldar. Selja føroyingar Føroyar “ov bíliga” og fara uppá kompromis við góðskuna bara fyri at fáa tann stuttskygda vinningin, kann hetta koma aftur um brekku seinni og fáa álvarsligar fylgjur. Summi fólk, sum liva av ferðavinnu, eru sjálvandi ‘svong’ – serliga nú í krepputíðum – og hetta kann gera tey fyrilitarleys, so tey ikki hugsa seg nóg væl um, men avleiðingin kann gerast, at tey saga greinina av, tey sjálvi sita á.
Miðvísar heildarætlanir skapa lønsemi
Eg skilji væl ynskið hjá summum um at taka ímóti øllum tí, sum tilvildarliga býður seg her og nú. Fyri tey snýr tað seg kanska bara um at yvirliva. Men skal ferðavinna loysa seg eisini í longdini, má farast hóvliga og skilagott fram. Tað er ikki haldbært bara at líta á tilvildina. Langskygdar heildarætlanir og stuðul til miðvísa marknaðarføring kunnu hjálpa vinnuni at draga ferðafólk til landið, sum ferðavinnan fær meira gagn og vinning av – ikki bara nú, men eisini langa tíð framyvir. Eitt væl tilrættislagt virksemi lønar seg skjótari og er meira støðugt, samstundis sum tað skjótari verður fíggjarliga og umhvørvisliga burðardygt.
Ein munagóð ætlan kundi borið í sær miðvíst arbeiði fyri at spjaða boðskapin um Føroyar sum eitt sermerkt, upprunaligt og umhvørvisliga burðardygt ferðamál kring heimin. Hesin boðskapur er jú í trá við ímyndina av Føroyum sum mest óspilta oyggjasamfelag, sum appellerar júst til ferðafólk, sum virða náttúru og mentan føroyinga, og sum føroysk ferðavinna fær mest burtur úr at fáa hendavegin.
Tað hevur altavgerandi týdning í hesum sambandi at byggja sterk netverk við lyklapersónar kring allan heim – tvs. viðkomandi ferðafyriskiparar og miðlafólk, sum hava áhuga fyri at varpa ljós á serlig ferðamál sum Føroyar. Netverkið er eitt virðismikið amboð, sum hjálpir føroysku ferðavinnuni at appellera til røttu málbólkarnar á munabesta og kostnaðarminsta hátt, og kann eisini gerast hollur ráðgevi fyri ferðavinnuna í Føroyum, tí tað er tætt uppá kundarnar og kennir teirra tørv.
Loysir seg ikki at broyta upprunaleikan
Gløgt er gestsins eyga, sigst. Av tí at útlendska netverkið sær Føroyar uttanífrá, kann tað vísa á , hvat skal til fyri at menna ferðavinnu á ein hátt, sum møtir eftirspurningin frá ferðafólkunum, uttan at føroyska samfelagið missir sín upprunaleika. Almenningurin í Føroyum – vanlig fólk, politikkarar og vinnan sum heild – tykjast ofta ikki at síggja skógina fyri berum trøum og hava lyndi til at vilja broyta føroyska samfelagið til ein standard, sum tey meina, hóskar til eitt altjóða støði, meðan útlendingarnir ofta júst ynskja at uppliva tað sermerkta við Føroyum, sum tey ikki uppliva aðrastaðni. Tey virðismeta kanska tað upprunakenda og ópoleraða meira enn nógvir føroyingar sjálvir gera, tí fyri tey er tað næstan ævintýrakent, tí tað er so nógv øðrvísi, enn tað tey eru von við.
Ferðavinna kann – um skeivt verður atborið – oyðileggja náttúruna, mentanina og upprunaleikan, sum er ein einastandandi kappingarfyrimunur, Føroyar hava í dag, tí tað er tað, sum ger Føroyar øðrvísi enn onnur lond. Men um rætt verður atborið kann vinnan gagnnýta fyrimunin á ein hátt, sum gevur framburð í Føroyum, men eisini styrkir føroyinganna uppruna og integritet sum tjóð – t.d. við at menna tilboð til ferðafólk, sum taka atlit til føroysk serkenni – til vøkru nattúruna, siðvenjuna og serligu mentanina – uttan at tað blívur ‘kunstugt’. Tað er upp til føroyingar at tryggja.
Ferðafólk, sum virðismeta upprunaleika, ynskja nettupp at leggja so nógv sum gjørligt eftir seg, so tað kann brúkast til varðveitslu av tí upprunaliga. So sum t.d. til náttúru- ella tjóðargarðar, sum vísa seg at draga serstakliga nógv ferðafólk. Tá íslendingar fyri nøkrum árum síðani gjørdu Snæfellsjøkull til tjóðargarð t.d., fýrafaldaðist vitjanartalið eftir stuttari tíð!
Hví er ferðavinna í Føroyum ikki størri longu?
Summi undrast: Jamen, um hesar oyggjar eru so fantastiskar, hví er ikki longu ein lønandi ferðavinna í Føroyum? Føroyar eru eitt tað minst “ferðafólkakenda” ferðamálið eftir í heiminum. Hóast Føroyar ikki eru langt burtur frá Evropeiska meginlandinum (bert ein um tveir tímar langan flúgvitúr úr Keypmannahavn ella London), hevur hetta ferðamálið fram til dagin í dag verið hildið at vera eitt sindur ov langt burtur fyri flest fólk, tí oyggjarnar vóru ikki so atkomiligar fyrr í tíðini. Tað hevur loyst seg illa fyri flutningsfyritøkurnar at lata upp nýggjar rutur ella títtari rutur, tí tá bert knøpp 50.000 fólk búgva í landinum, er marknaðurin ov lítil. Flutningsfyritøkurnar hava ikki ráð til tóm setur og at bíða eftir fleiri ferðafólki, so tær lata bara rutur upp, sum kunnu løna seg beinanvegin.
Tað ger tað torførari at byggja upp eina størri ferðavinnu í Føroyum. Hin vegin hevur hetta hjálpt føroyingum at varðveita oyggjarnar óspiltar – til nú í øllum førum. Men tað kann vísa seg framyvir at gerast ein av størstu fyrimununum fyri Føroyar, so sum heimurin sær út beint í løtuni.
Nýggir møguleikar
Fyrr ferðaðust fólk mest suðureftir, har tey kundu sóla sær. Men altjóða rák nú benda á, at “ævintýraferðir” til ókendari støð gerast støðugt betri umtóktar. Fleiri og fleiri ferðast norðureftir fyri at uppliva óspiltu, vøkru náttúruna og áhugaverdu mentaninar, sum finnast har, umframt tí tað er tryggari. Føroyingar eru so hepnir, at teir – framum so nógv onnur – kunnu av røttum halda uppá, at Føroyar eru júst tað – óspilt, upprunakent og trygt. Um føroyingar halda fast í tað, og samstundis brúka tað miðvíst og skilagott í marknaðarføringini av Føroyum, meðan tilboðini til ferðafólkini gagnnýta henda veruleika, kunnu føroyingar helst vænta nógv størri áhuga fyri ferðum til Føroya í framtíðini.
Men fyri at náa so langt, mugu føroyingar sjálvir skilja rákið og gera kravdu íløgurnar í menning og marknaðarføring av Føroyum sum hetta serstaka, óspilta landið. Hetta fara tær næstu greinirnar í hesi greinarøð at snúgva seg um.
Um greinarøðina “Hvussu verða tóm hotelkømur fylt”
Hetta er fyrsta greinin av fýra hjá Elini Brimheim Heinesen um, hvussu støðan hjá ferðavinnu í Føroyum møguliga kann fáast at batna.
- Fyrsta greinin snýr seg um, hví altjóða rákið hóast alt er til gagns fyri Føroyar og um, hvat tað merkir fyri framtíðar ferðavinnumøguleikar í Føroyum.
- Onnur greinin snýr seg um avbjóðingarnar hjá ferðavinnuni – um, hvat skal til fyri at møta hesum avbjóðingum best, og hvussu tað almenna kann hjálpa vinnuni.
- Triðja greinin snýr seg um, hví fleiri – bæði almennar og privatar – íløgur mugu til fyri at seta gongd á ferðavinnuna, og hvussu nógv skal til.
- Fjóðra og síðsta greinin snýr seg um, hví ferðavinnan má standa samhaldfast saman – eisini um sín egna stovn – fyri at gera neyðugar heildarætlanir og gagnnýta gylt høvi best.
- National Geographic Traveler kanningin, sum hevur Føroyar sum nummar eitt: http://www.nationalgeographic.com/traveler/features/islandsrated0711/islands.htm
- Sjónbandið: “Where Nature Rules”, sum fekk triðju virðisløn í altjóða films kappingini “Golden City Gate” á ITB ferðasølustevnuni í Berlin 12 Mars 2009: http://www.samvit.fo/media/Where_Nature_Rules_The_Faroe_Islands.wmv
- Áhugaverd australsk sending “Foreign Correspondent” um Føroyar: http://www.abc.net.au/foreign/content/2007/faroe_islands_200k.asx . Les um sendingina her: http://www.abc.net.au/foreign/content/2007/s2050734.htm
- Ein sera væl skrivað grein um Føroyar í New York Times: http://travel.nytimes.com/2007/03/25/travel/tmagazine/03well.faroes.t.html
- Ein ensk podcast-sending um Føroyar, útvarpað hvørja viku á internetinum:
http://faroepodcast.blogspot.com/